
Í fjør 24. juni fór pápabeiggin Vagn Erik Michelsen 92 ár ára gamal. Hann búði á Tjarnargarði í tólv ár, og tá vit ruddaðu og tømdu kamarið, fekk eg forvitnisligu og góðu myndina í varðveitslu. Bambus tók myndina av systkinabarninum, tá hon var doypt fyri 64 árum síðani. Við sorgblídni at síggja gummur og gubbar, men eisini hugaligt at síggja hesi fólkini, sum er ættarlið undan okkum.
Á myndni síggja vit standandi frá vinstru Johannes Weihe (1902-1981) róptur Hannis, Helge Dahl Michelsen (1913-1985), Aage Michelsen (1911-1982) og Niels Arge (1909-1974). Fremst sita Christina Weihe (1906-1995) rópt Kittan og Birthe Helena Arge (1913-1986)

Johannes og Kittan vóru systkin, og tað vóru Helge og Aage eisini. Niels og Birthe Helena Arge vóru maður og kona, og so vóru Kittan og Birthe Helena systkinabørn. Helge var pápi okkara og Aage pápabeiggi, men tú komst eisini í sambandi við hini fólkini á myndini, tí tey komu til Petru og Vagn Erik í Varðabú, tá føðingardagur vóru..
Tá eg hugsi um Elina systkinabarnið, sum var doypt henda dagin, so leita tankarnir til hørðu lagnuna, familja hjá Vagn Erik og teimum fekk á lívsleiðini. Vagn Erik og Petra vóru fyrikomandi og fitt fólk, og hjálpin var stór frá teimum báðum, tá mamma okkara gjørdist sjúk og mátti til Danmarkar í 1960-árunum. Umframt Elina, sum verður doypt á myndini, átti Vagn Erik og Petra dóttrina Minnu. Hon var menningartarna men ógvuliga lívsglað. Nítjan ára gomul fór Minna til Danmarkar, men í 2013 hendi syrgilig hending, tí Minna bleiv knappliga burtur. Hon doyði í 2013 føst í dýki og er grivin í Danmark.
Vagn Erik plagdi at siga í skemti við okkum ungu, at sjálvandi smíða tit tykkum hús, áðrenn tit giftast. Hetta gjørdu Vagn Erik og Petra, men torført var hjá okkum ungu liva upp til hetta. (Vagnur)