
Nógv fólk geva sær ikki far um, at stóri guli bygningur við Heygsvegin í Havn einaferð var eitt saltfiska- og turkihús. Tað vóru abbi mín Christian Christiansen, skipari og reiðari, og synirnir Jógvan og Debes Christiansen, sum lótu húsini í byggja í 1936. Uttan iva halda fólk, at løgið er, at teir bygdu húsið so langt frá sjóvarmálanum, tá talan var um saltfiska- og turkihús. Vit ungu gingu nógv í turkihúsinum, og hendingin frá 4. oktober 1956 er hending, sum eg ongantíð gloymi. Tá brendi turkihúsið heilt illa.
Tá í tíðini hoyrdist um alla Havnina, tá eldur var í, tí brandlúðrar vórðu settir upp nógvastaðni í býnum. Nú hava brandmenninir serliga fartelefon uppi á sær, og vit onnur vita næstan ikki, tá eldur var í. Tá í tíðini hugdu nógv fólk at eldsbrunum, og børnini fóru eftir ljóðinum og fylgdi sporinum hjá einasta brandbilinum í Havn. Vit búðu niðri á Landavegnum við Vesturkirkjuna, og í 1956 vóru eingi hús á Frælsinum, eingin Venjingarskúli og fá hús vestanfyri hjá okkum. Har vóru traðir, so langt eyguni rukku.
Síggi fyri mær, tá vit frá okkum sóu høgu eldsúluna upp úr takinum á turkihúsinum, og skjótt vóru vit børn á staðnum. Minnist, at mammubeiggi mín Debes var klatraður upp eftir einum jarnsteyra í elevatorinum, so hann kundi sløkkja málaran. Hann sá øgiligur út í andlitinum, tí bæði eygnabrýr og hárið var sviðið. Tað gekk seint at sløkkja eldin, tí ov lítið av vatni var har á leiðini og bara ein brandbilur. Eldurin var kyknaður í miðhæddini.

Tá eldurin varð slóktur, sá øgiligt út inni í turkihúsinum. Ì húsinum vóru tjúkkir bjálkar, sum ikki vóru brendir ígjøgnum men svartir av eldinum. Tá turkihúsið varð umvælt aftur, sóust tó hesir svørtu bjálkarnir, sum fyri okkum ungu mintu okkum á stóra eldsbrunan. Saltfiskur var í húsinum, men bara partur av fiskinum varð oyðilagdur, og eg minnist, at tey skóru uggarnar av fiski, sum síðani varð pakkaður og seldur av landinum.
Tá tú í dag tosar um turkihúsið úti í Hvannasundi ella við Heygsvegin, minnast flest fólk bara, at Grøði helt til í húsinum. Hetta var fyritøka, sum seldi frukt og handilstøð. Myndina omanfyri sá eg í bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, men eg ynskti at finna upprunamyndina. Fór niðan á Brandstøðina, har myndin hekk á vegginum. Men hetta var ikki upprunamyndin, men “útklipp” úr Dimmalætting. Stavirnir Á.P stendur á myndini. Eingin ivi, at Á.P merkir Ásmundur Poulsen, sáli, sum tók nógvar myndir.
Brandbilurin á myndini er søguligur, tí hetta er fyrsti brandbilur í Føroyum, og sum kom til Havnar í 1948. Brandstøðin hevur varðveitt brandbilin, og bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Søgan um hesar Bedford bilar er henda: Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin.
Bedford bilarnir vóru frá fyrsta degi í 1931 væl dámdur bilur, og teir gingu sum heitt breyð til byrjan av seinna heimsbardaga í 1939, tá framleiðslan steðgaði, tí Churchill kravdi, at verksmiðjan heldur skuldu framleiða serlig hernaðarakfør. Eftir krígslok 1945 byrjaði framleiðslan aftur av Bedford lastbilum av sniðunum Bedford K, M og O. Turkihúsið við Heygsvegin stendur har enn. Eik banki eigur bygningin, og á økinum stendur skelti, at bygningur er til sølu. (Vagnur)