
Í sambandi við nýggju havnina á Skansaboða hoyrdi tú fyrr í summar formanninin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu siga, at keðiligt var, at bátahavnin við Skansan ikki gjørdist veruleiki. Nú verður so bátahavn til 140 smábátar gjørd í Álakeri. Alt gott um tað, sjálvandi um gomlu neystini vera varðveitt og alt økið í Álakeri væl frágingið. Var um dagarnar í bátinum fram við landi Yviri við Strond og steðgaði á við Skansan. Tá reikaðu tankarnir veruliga eina løtu. Býráðslimir í undanfarnu samgongu ætlaðu at byrja inni Skansan við smábátahavn, so ikki sást suður í Nólsoyarfjørð. Fólk vóru í øðini, og mótmælini vóru so nógv og ágangandi, at býráðið slepti tíbetur ætlanini í sambandi við nýggju havnarbryggingina.
Nú stundar til býráðsval, og vit koma í næstum at síggja nógvar myndir av býráðslimum í fjølmiðlunum, sum koma at lova borgaranum bæði “ditt og datt”. Míni ráð eru, at býráðslimir lurta eftir borgaranum, og hvat rørir seg í samfelagnum, tí borgarin dugur eisini at hugsa og síggja góðar loysnir. Haldi, at seinnu árini er farið alt ov lætt um at varðveita tað, sum søguligt er í Havn. Annars dámar mær heilt væl, at Tórspallur ikki verður bygdur á Skálatrøð, tí her hava hundraðtals havnarborgarar eisini talað at og mótmælt. Økið á Skátrøð er upptikið, og annað økið má finnast til nýggjan Tjóðpall. (Vagnur)