
Júst, sum skotið var fyri 8-mannaførunum undir Argjalandi á ólavsøku í 2014, kom ein vakur æðuflokkur úr Vágsbotni framvið “Ískaini” og helt leiðina inn í Álaker. Æðuflokkurin órógvaði ikki kappróðurin, tí æðurnar svumu nær landi. Mikkjal av Ryggi skrivar millum annað í Fuglabókini um æðuna, at æðan er einasti fuglur av antarsløgunum, sum nógv er til av í Føroyum.
Steggin er nevndur æðublikur, stundum bara blikur. Allar ársins tíð síggja vit æðurnar liggja í størri ellla minni flokkum fram við strondini, stundum upp á sjóvarklettinum, men mest á floti. Gongulagið er tungt, og flogið – ja, oftast flúgva tær lágt, at føturnar klamsa eftir vatnskorpuni. Tær munnu helst gera tað, tí tá nýta tær føturnar til at geva sær meira ferð.

Men so mikið kringari eru tær á sjónum, svimja skjótt og danda lættliga á alduryggjunum, kava gjøgnum brotini og kunnu taka sær æti frá botni á tretivu favna dýpi. Tá dámar teimum best at vinna sær føði á grynri vatni, helst minni enn fimm favna. Føði teirra er mest taralýs, smákrabbar, kræklingar og aðrir lítlir skelfiskar.
Um várið fara æðurnar at hugsa sær um reiður. Best dámar teimum fram við sjóvarstrondini, bara tær har kunnu fáa frið. Ikki so fáar fara langt inn í hagan, ja, summar høgt upp ímillum fjøl. Reiðrið er klætt við mosa ella deyðagrasi. Eggini eru fýra stundum fimm. Mjúkt og lýtt liggja tær. Æðan roytir dún av sær sjálvari at hava uttan um eggini, og tá ið hon flýgur av, breiðir hon dún afturyvir eggini, so tey ikki skulu kólna. Æða er sjaldsama spakur fuglur.
Ungarnir steðga so at siga einki í reiðrinum. Teir eru fermir til fóts, og sjálvt teir, sum eru uppi millum fjalla, hava ikki langa tíð um at vinna oman til sjóvarmálan. (Vagnur)
The post Æðuflokkur til kappróður á Havnarvág á ólavsøku í 2014 appeared first on Hvannrók.