Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Kyndilmenn sita enn einaferð eftir við “svartaperi”í kappingini

$
0
0
Kyndil gjørdi stóri svartiper í hesum kappingarári. (Mynd Álvur)
Ein rannsakan eigur at fara fram í kyndilshópinum, tí tvey ár á rað, hava spæliloyvi spent bein. (Mynd Álvur)

Hyggja vit nú í stigatalvuna í bestu mansdeild, so er klárt, at H71 spælir FM-finalurnar uttan iva ímóti VÍF. VÍF kann tapa tveir at restandi dystum og kortini spæla FM-finalurnar, tí VÍF er heili fimm stig undan Kyndli og fýra stig undan KÍF. Harnæst er VÌF betri í bæði í innanhýsisstigum og málum í sambandi KÍF. VÍF er eisini fimtan mál betri enn KÍF í málmuni. Vildi meint, at ein rannsakan eigur at fara fram í Kyndli, tí nú eru tvey kappingarár oyðiløgd orsaka av spæliloyvum. Óskiljandi fyri meg.

Fyri kappingina roknaði eg við, at Kyndil var annað liðið í FM-finaluni, men eins og í seinastu kappingarár, misti Kyndil alt ov nógv stig við kappingarbyrjan, tí menn vóru skaddir, men ikki minst, tí spæliloyvið hjá málverjanum Mladen var ikki komið á pláss. Kleyvarskapur um spæliloyvi tvey fylgjandi ár, sum førdi til, at hesi stigini vantaðu við kappingarenda.

Í hesum kappingarári tapti Kyndli tríggjar teir fyrstu dystirnar, meðan Mladen sat á áskoðaraplássunum, tí spæliloyvið ikki var í lagi. Talan var jú um besta málverja í landinum. Á pappírinum fyri kappingina hevði Kyndil frálíka manning, sum eg roknaði við endaði í FM-finalunum, men liðið var bara fullmannað í fáum dystum.

Eg skrivaði herfyri, at H71 er ikki favotittur at vinna FM-heitið, og tað haldi eg framvegis, tí H71 liðið í styrki stendur mest sum í stað, meðan hini liðini eru ment so líðandi. Hyggja vit fram ímóti FM-finalunum, so er eingin ivi, at dagsformurin, sum vit plaga at taka til, og hvørjir spælarar eru tøkir í FM-finalunum, koma at gera av FM-finaludystirnar. Vit tevja ikki gull í ár, segði VÍF spælari við hondbóltsblað fyri kappingina, tí hann sigur, at VÍF hevur mist alla miðverjuna. Hetta eru fyrst og fremst Sámal Joensen, Heina Hanusarsson og síðani Agnar Joensen. Hesir spælarar vóru givnir, men gravaðir framaftur.

Spurningurin er, um VÍF her gjørdi dáragerð í sambandi við framtíðina hjá VÍF, tí liðið er nú mest sum mannað við útlendingum og monnum, sum vildu seta hondbóltsskógvarnar á hillina. Fær VÍF ikki longur mannað liðið við spælarum úr bygdini, sum liðið áður gjørdi? OK. Endamálið er at vinna FM-heitið, og tað kann VÍF gott endurvinna í næsta mánað. Neistamenn hava ov smalan hóp og tí heldur liðið ikki støðið, KÍF er nú eitt veingjaskert hondbóltslið, StÍF spælir fleiri góðar dystir, men botnstøðið er afturvendandi trupulleiki, og tí spæla H71 og VÍF FM-finalurnar í 2016. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 19 504 406 98 31
2 VÍF 19 522 484 38 26
3 KÍF 19 443 418 25 22
4 Kyndil 19 502 456 46 21
5 StÍF 19 506 505 1 18
6 Neistin 19 464 483 -19 14
7 Team Klaksvík 18 412 601 -189 0

H71 – Neistin 30 – 24 (18-9) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Málskjúttar H71: Rúni W. Højgaard 8, Pætur Thomsen 5, Jonas Djurhuus 4, Helgi Hoydal 4, Hans Kári Hansen 3, Mark Marcher 3, Oddur Bech 2 og Sigmundur Nolsøe 1

Málskjúttar Neistans: Teir Horn Rasmussen 4, Herbjørn Lava 4, Rói Berg Hansen 3, Hjalti í Jákupsstovu 3, Terji Mørk 3, Rasmus Müller 2, Sjúrður Thomassen 2, Torlkil M. Hentze 2 og Jónsvein Dulavík 1

VÍF – StÍF 38 – 31 (21-15) Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Áki Egilsnes 8,  Andrias Erikisen 5, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 3, Niklas Selvig 3, Hanus Chirstophersen 2 og Heini Hanusarsson 2

Málskjúttar StÍF: Norðberg 8, Sveinur Justinussen 6, Dann Brandt 5, Pætur Johansen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Rani Funn 2, Marius Joensen 2 og Kjartan Johansen 1

KÍF – Kyndil 18 – 17 (11-7) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rúni Joensen 4, Fríði Weihe 2, Jákup Trygvason 2, Ási Dam 2, Emil Dam 1 og Tony Weihe 1

Málskjúttar Kyndils: Hjalt Mohr Jacobsen 5, Josef Abrahamsen 4, Hørður F. Sigtórsson 3, Bartal Klein Olsen 2, David Edvardsen 1, Bjarni Sørensen 1 og Finnur Hansson 1


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>