Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nýggi grannin hjá okkum er brádliga farin

$
0
0
Vestmenningurin var spentur, hvussu húsini fóru at taka út í grannalagnum. (Mynd Vagnur)
Pauli var spentur, hvussu húsini fóru at taka seg út í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Seinastu dagarnir í grannalagnum hava verið merktir av sorg. Hinumegin húsini hjá okkum stóðu eldri hús, sum Ása og Finn Winther áttu. Bæði eru farin, Ása fyri trimum árum síðani. Húsini vóru lýst til sølu, og Pauli Poulsen úr Vestmanna og konan keyptu húsini. Ikki kendi eg Paula, men skjótt kom eg at tosa nakrar ferðir við róliga og fyrikomandi skiparan, sum segði mær, at gomlu húsini máttu takast niður, og nýggj hús byggjast á økinum. Í gomlu húsunum var blámusoppur í kjallaranum. Áhugavert at fylgt arbeiðinum, og nú var komið so langt, at teir settu upp grundina. Mánadagin ringdi vinmaður til mín og segði, at nýggi grannin brádliga var farin bert 56 ára gamal. Alla vikuna havi eg hugsað um Paula, sum eg prátaði við fyrst í seinastu viku. Maðurin sýntist væl fyri, tí kom hetta sum sjokk fyri okkum, at Pauli brádliga var farin.

Løgið at hugsa sær, at eigarin av húsunum er farin. (Mynd Vagnur)
Løgið at hugsa sær, at eigarin av nýggju komandi húsunum við Tinghúsvegin er farin. (Mynd Vagnur)

Pauli Poulsen, sum var skipari, og konan eiga fýra døtur, og Pauli segði mær, at eina dóttirin var sett at eiga um ellivu dagar. Hann gleddi seg at gerast abbi. Áðrenn hann kom í grannalagið, hevði eg ikki sæð Paula áður, men hann kendi meg frá hondbóltinum. Pauli átti trolara, sum var seldur til Klaksvíkar, og hetta prátaðu vit eisini um.

Seinastu dagarnar havi eg veruliga hugsað um lívið og um, hvussu skjótt alt kann broytast á lívsleiðini. Vit vita einki um, hvussu langa tíð vit eru á hesi fold. Gott tað sama. Summi gera skjótt av og fara brádliga, summi alt ov ung, meðan onnur gerast gomul og fara at enda av elli. Vit hava jú orðatakið: Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.

Ikki fái eg eyguni og tankarnar frá Paula, hvørja ferð eg hyggi út í tún ella gangi fram við garðinum hjá okkum. Arbeiðið hinumegin garðin er steðgað hesar dagarnar, men sum eg skilji á lagnum, skal arbeiðið halda fram í næstu viku.

Síðani mánadagin havi eg fylgt Paula í tonkunum. Hugsa sær, at konan finnur mannin deyðan, og eg ímyndi mær, hvussu ræðuligt hetta má vera hjá konu og døtrum. Pauli fór til gravar úr Vestmanna kirkju fríggjadagin, og tað er undarligt at hugsa sær ikki at síggja hann aftur í grannalagnum. Kanska kemur konan ella onkur av døtrunum at búgva í húsunum. Eg kenni bara eina av døtrunum, hana, sum var við barn. Hon búði eina tíð í gomlu húsunum, og eg minnist hana siga mær: – Eg elski at búgva her.

Pauli, hvíli tú í friði. (Vagnur)

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>