
Stúrsaði við at hoyra í Kringvaprinum samrøðu við Albert Isfelt arkitekt, har hann umrøddi framtíðar Tjóðpallin, har staðsetingarnar vera kunngjørdar um fáar dagar. Helt, at nú var Tjóðpallur á Skálatrøð farin í gloymibókina, tí núverandi býráðssamgonga hevur givið til kennar, at Skálatrøð og Vágsbotnur skulu liva sítt egna lív. Har skal einki broytast.
Skjótt í samrøðuni gjørdist mær greitt, at nógv av tí, Albert heldur, hongur slett ikki saman. Millum annað skuldi Tjóðpallurin binda saman eystur – og vestubýin, og øll parkering skuldi vera undir jørð.
Fyri jól gjørdu fyritøkur í Vágsbotni og har um leiðir uppreistur og bóðu um kreppufund við kommununa, tí skoytibreyt skuldi gerast í Vágsbotni, og tí skuldi vegurin úr Vágsbotni yvir á Skálatrøð steingjast. Fólk vóru so mikið ill á fundinum, tí eitt var, at koruna hevði minkað um søluna, men at kommunan nú spenti bein fyri virkseminum, kundu slett ikki góðtakast. Borgarstjórin gjørdi skjótt av og kastaði handklæðið í ringin á fundinum og boðaði frá, at skoytibreytin gjørdist ikki veruleikin, og vegurin yvir á Skálatrøð skuldi latast upp aftur beinanvegin.

Albert nevndi í samrøðuni aftur og aftur barrir og matstovur, og hann segði hesi orð: – Hvat so, eftir tú hevur sæð sjónleikin? Trúgvi einki uppá, at fólk, sum fara til sjónleik eitt mikukvøld fara í Glitnir at fáa sær sjuss, eina øl ella báðar tvær ella fara á Hvonn at eta seg mettan. Tey eru fyrst og fremst komin at hyggja at sjónleiki, tað eg kenni til sjónleik og Tjóðpall.
Parkeringøki undir jørð. Tá Albert var spurdur um bilarnar á Skálatrøð, var svarið, at teir skuldi undir jørð. Tosaði næst seinasta summar á Skálatrøð við ferðamann úr Noregi, sum kendi til slíkt, og hann segði, at vónleyst er at gera bilkjallara undir jørð á Skáltrøð, tí sjógvur stendur í rivunum, frá sprongt var har í 1970-árunum. Gloym alt um parkeringskjallara undir jørð á Skálatrøð, segði hann.
Hvar siga tey 2500 mótmælini, teir 500 bátaeigararnir og fyritøkurnar har á leiðini, um Skálatrøð í fleiri á gerst grótbrot, har stórar borivongar, stórar gravmaskinur og lastbilar vera dagligir gestir á Skálatrøð og í Vágbotni? Trúgvi einki uppá, at Tórshavnar kommunu ger Skálatrøð til byggipláss í fleiri ár, so mikið av áliti hava vit á nýggju býráðssamgonguni.
Albert tosaði eisini um, hvussu høgur ein Tjóðpallur má vera, og verturin í KVF skemtaði við, at um so var, fór Nemus Djurhuus at missa útsýnið. Hann tosaði eisini um operahús í Sydney, Oslo og í Keypmannahavn.
Kostaðurin av tjóðpalli? Verturin nevndi 500 milliónir krónur, og Albert svaraði, at Tjóðpallur við øllum kostar nógv. Eri heilt vísur í, at Tjóðpallur kemur ikki á Skálatrøð, tí núverandi býráð fer ikki at oyðileggja eitt økið, sum riggar, og at lata Skálatrøð og Vágsbotn vera byggipláss og lamið líka til næsta býráðsval.
Albert nevndi Norðurlandahúsið, sum var ein ”succes”. Albert, ongar barrir ella matstovur eru grannar hjá Norðurlandahúsinum, men har er so mikið gott pláss í húsinum, at tú kanst strekkja tær beinini ella keypa okkurt í steðginum. Vit kunnu eisini nevna Sjónleikarhúsið frá 1926, sum ikki var bygd niðri í gomlu Havnin. Mentaðardepul yvir øllum í Havn.
Fyri okkum nógvu, sum royna at verja borg, er talan ikki bert um Tjóðpall á Skálatrøð men eisini at verja økið við Konradsbrekku og fram við ”berginum”, har nógv søgulig hús standa. Albert, tú skalt venda kikaranum í aðra ætt, tá talan er um nýggjan Tjóðpall.
Tá alt omanfyri er sagt, er Skálatrøð kanska slett ikki millum tær sjey staðsetingarnar, sum vera kunngjørdar um fáar dagar. Hevði tað verið so væl. (Vagnur)
The post Viðmerkingar til Albert Isfelt um Tjóðpall á Skálatrøð appeared first on Hvannrók.