Christian Holm Jacobsen, sáli, sást mangan við myndatóli, og hann tók nógvar myndir eisini úr Havn frá tíðini, vit vóru unglingar. Tí er forvitnisligt at síggja hesar myndir og hugleiða um myndirnar, sum siga so nógv júst frá hesi broytingartíðini í Havn. Vit eru stødd til kappróður á ólavsøku um 1960, tá róðrarteinarnir vóru 1000 og 2000 metrar frá Argjaboða og Argjahøvda inn í Vágsbotn. Hesir róðrarteinar broyttust miðskeiðis í 1970 – árunum, tá Molin kom út í fulla longd og ikki longur kundi rógvast inn í Vágsbotn. Nógv at síggja á myndini, eisini, tá smábátarnir vóru drignir upp á land í Vágsbotni. Tá eingir glastrevjabátar ella stuttleikabátar.
Áhugavert at síggja, hvussu fá fólk eru í føroyskum klæðum, og orsøkin var, at føroysku klæðini vóru kostnaðarmikil at útvega sær, og tá sást tú ikki miðnámsskúlanæmingar í føroyskum klæðum mest sum allar eftir próvhandan. Minnist einki til, at nakar unglingi við Landavegin átti føroysk klæði. Ja, bensinstøð, Útvarp Føroya, Poul Hansen heilssølan, SAJ Radionhandil, handil hjá Valdemar Lützen og aðrar fyritøkur í Vágsbotni. Eingin barr ella matstova. Og postbátarnir Reynir, Tróndur og Sigmundur høvdu heimstað í Vágsbotni, har farmur og ferðafólk komu í land. Vit, sum eldru eru, minnast alt hetta, tí Vágsbotnar og har umleiðiir var okkara heimavøllur.
Tíðirnar broytast, tí um 1960 vóru bara 1100 akfør skrásett í Føroyum, nú fleiri enn 30.000 akfør. Og tað sigur seg sjálvt, at gamla Havnin megnar ikki at svølgja allar bilarnar, og tí fluttu mangar fyritøkur út um býin millum annað Poul Hansen heilssøla og Útvarp Føroya. Frálíka myndin tikin av Christian Holm Jacobsen, sála, sigur okkum so ómetaliga nógv. (Vagnur)
The post Úr myndasavninum – Hugleiðingar um 60-ára mynd í Vágsbotni appeared first on Hvannrók.