Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Miðbýurin kundi verið ein hugnalig perla

$
0
0
Vøkur mynd av miðbýnum tikin miðskeiðis í 1930 árunum. (Mynd bókin Tórshavn)

Tá eg síggi myndina omanfyri, sum er tikin miðskeiðis í 1930-árunum, komi eg at hugsa um , hvussu hugnaligt og nógv lív kundi verið í miðbýnum í Havn. Býarpolitikkarar hava ikki verið nóg langskygdir, tá teir góvu byggiloyvi til ljótar betongbygningar millum annars vøkru sethúsini har á leiðini. Nærmast síggja vit gamla realskúlan, sum seinni gjørdist bókhandil, og uttan til vinstru kommunuskúlin, har borgarstjórin nú heldur til. Skúlarnir umgyrdir av sethúsum og harvið lív í býnum. Nú er miðbýurin bert handlar og matstovur og ov lítið lív í býnum, halda nógv fólk.

Skrivað  tekstin 18. juni 2015. Áhugarvert, tí nú í 2021 ætlar TK at lata upp Havnará, Tjóðpallur byggjast á Bursatanga, og bátahavnin við Skansan gjørdist tíbetur av ongum. Tey gera  smábátahavn í Álakeri. Soleiðis broytist tað poliska landslagið.

Tað kann tykjast løgið, at kommunan gav Havnar Klubba loyvi at byggja ljóta bygningin aftrat gamla klubba, sum vit síggja á myndini. Stórur og vakur gamli klubbi. Nakað longri uppi í miðbýnum eru ljótir betongbygningar sum tildømis Ebenezer, bygningurin hjá Havnar arbeiðsmannafelag, Handilskjarnin, betongkassin, har Býárbókasavnið heldur til, og ikki at gloyma betongkassin bygdur aftrat gomlu Losjuni. Mangan verður tikið til, at tú mást ikki tarna framburðinum í býnum, men tað skal valdast. Ger tað nakað, um køn byggilistarfólk sleppa framat, áðrenn byggiloyvi verður útskrivað?

Mangan tosa fólk um at lata upp Havnará, sum vit síggja so vakra á myndini. Lagaðir vakrir grótgarðar fram við áarbakkanum niðan ímóti Tinghúsinum og gomlu Telefonstøðini. Partar av gomlu Havnini eru tó varðveittir. Ùti á Reyni er lítið broytt, men umsitingin í Tinganesi hevur breitt seg longur og longur niðan á Reyn, tí fækkast fólkatalið í niðara parti á Reyni.

Skrivi hesar reglur, tí myndin omanfyri flytir tankarnar út á Skansan, har Tórshavnar kommuna ætlar at byggja eina stóra bingjuhavn. Ætlanin er at oyðileggja sjóvarmálan fram við Skansanum. Tey ætla at byrgja Skansan inni, so einki útsýnið er suður í Nólsoyarfjørð. Um ætlanin gerst veruleiki, er hetta ein skemdargerð ímóti Skansanum og harvið býnum. Eins og í miðbýnum í Havn, so nyttar ikki at koma afturumaftur og siga, at nú skal Havnará latast upp aftur, einki lív er í miðbýnum, og nú má nakað gerast. Tá er ov seint.

Arbeiðið at gera nýggja havnarlagið er ikki byrjað, og tíð er at broyta byggiætlanina, so sjóvarmálin fram við Skansanum og Yvir við Strond ikki verður oyðilagdur. Býarpolitikkarar mugu vera meira langskygdir. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Miðbýurin kundi verið ein hugnalig perla appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>