Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Sandshavið frá 1988 er sjógóður og góður línubátur

$
0
0
Sandshavið avmyndaður fríggjamorgunin. Teir fáa agn umborð. (Mynd Vagnur)

Tú hoyrir mangan og sær í fjølmiðlunum, at línuflotin er gamal og treingist at skiftast út, og at tað mangan gongur striltið at manna bátarnar. Á Vestaru bryggju í Havn avreiða nógvir eldri línubátar, og ein teirra er Sandshavið frá 1988. Fekk hug at frætta, hvussu gongst Sandshavinum SA 492 heimahoyrandi á Sandi, sum Sp/F Undir Gøtuni 2 við Eyðvari Petersen og aðrir eiga. Havi tosað við Eyðvar og hann sigur.

– Tað var í 2011, at vit nakrir í oynni keyptu línubátin Fugltúgvuna, nú hann var til sølu, tí eingin slíkur bátur var í oynni. Sandshavið er góður róligur bátur við góðum Callesen 500 HK motori. Báturin hevur fiskiloyvi undir Føroyum eisini Íslandsloyvi, og vit kunnu fiska av kvotu í eysturgrønlandi og Flemich kap, men báturin er ikki væl egnaður til longu leiðina á Flemich kapp, tí langt er at sigla, og báturin hevur ikki frystilast, sigur Eyðvarur.

Eyðvarur Petersen skipari á brúnni umborð á Sandshavinum.

Fugltúgvan, sum línubáturin æt, tá hann kom til Føroya í 1988, er bygdur á Strandby Skibsværft í Danmark, og P/F Torvanes, Eiði, læt bátin byggja. Í 2006 var báturin longdur seks og ein hálvan metur, arbeiðið, sum var gjørt á Tórshavnar Skipasmiðju. Spyrji Eyðvar, hvussu er at manna bátin, og hvussu gongst fyri tíðina?

– Við Sandshavinum eru fjúrtan mans, og vit eru hepnir at fáa fólk. Vit selja fiskin á Uppboðssøluni og landa til landingarmiðstøðina í Havn, og har liggur báturin eisini, tá vit ikki eru til fiskiskap. Orsøkin er, at veðurgott er í Havn og er ”sentralt”, so lætt er hjá manningini at koma til og frá bátinum.

Bátarnir eru ikki heimahoyrandi í Havn men landa í Havn. Fiskurin fer so til flakavirkini kring landið . (Mynd Vagnur)

– Umborð á Sandshavinum er egnngarmaskina og eisini maskina, sum skerur agnið, sum hvør sum vit seta. 25 eru stokkarnir við 1200 húkum á hvørjum stokki. Agnið er kostnaðarmikil postur, tí vit brúka 500 kilo av agni til hvørja setuna. Tú spyrt um møguliga nýggja bát, og hvussu við framtíðini?

Fugltúgvan nú Sandshavið var í 2006 longd seks og hálvan

– Sjálvt um Sandshavið er góður bátur, so er hann ikki longur tíðarhóskandi, tá talan er um umstøðurnar hjá manningini umborð. Krøvini eru vorðin øðrvísi í dag, enn tá báturin var bygdur í 1988. Við fiskiskapið er soleiðis, at árini eru ymist, men vit hóra undan, sjálvt um summi ár er meira strevin fíggjarliga enn onnur..

Løgið at síggja bátin í 2006 skornan í fleiri partar fyri síðani at sveisa saman aftur til longri bát.

– Vit hugsa um at fáa okkum annan bát, men hetta er lættari sagt enn gjørt fíggjarliga. Best var at byggja nýggja bát við frystilast, sum loysir seg betri, men eisini at keypa brúktan norskan línubát, sigur Eyðvarur at enda.

Áhugavert at tosa um Eyðvar, og hugaligt at hoyra, at menn úr Sandoynni brettu upp um armar í 2011 og keypti línubátin Fugltúgvuna. Fiskurin, sum Sandshavið landar í Havn, fer á uppboðssøluni og síðani til flakavirki kring landið. Árið 2019 hilnaðist heilt væl, men ikki 2020, tí tá kom korona, og fiskaprísurin lækkaði munandi. Myndirnar í 2006 tá báturin longdur tók Regin Torkilsson. (Vagnur)

Frálík mynd.

(Vagnur)

The post Sandshavið frá 1988 er sjógóður og góður línubátur appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>