Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Fýra kend skip øll smíðað á Tórshavnar skipasmiðju

$
0
0
dfdffdf
Ternan, Eysturbúgvin, Vesturtúgva og Vesturbúgvin øll skipini smíðað á Tórshavnar skipasmiðju. (Mynd Vagnur)

Sjálvsom mynd av fýra skipum á sleipistøðini hjá Mest í Havn. Felags fyri øll fýra skipini er, at tey eru øll smíðað á Tórshavnar skipasmiðju. Fara vit fyrst til Ternuna, sum Strandfaraskip landsins eigur, er skipið smíðað í 1980. Trolarin Vesturtúgva VA 181 nærmast høgrumegin, er smíðað í 1985, og heimstaðurin er Sandavágur. Aftanfyri Vesturtúgvu síggja vit Vesturbúgvan VN 459 smíðaður í 1991, og heimstaðurin er Vestmanna. Aftan fyri Ternuna sæst Eysturbúgvin SA 450 smíðaður eisini í 1991, og heimstaðurin er Dalur. Skipini sýnast væl hildin. (skrivað 2015)

Allir trolararnir sýnast væl hilnir, tí teir eru ikki helt ungir longur. Vesturtúgva er tretivu ára gamal trolari. (Mynd Vagnur)
Allir trolararnir sýnast væl hilnir, teir eru jú ikki helt ungir longur. Vesturtúgva er tretivu ára gamal trolari. (Mynd Vagnur)

Sum unglingar komu vit heilt nógv oman á Tórshavnar skipasmiðju, og vit kendu nógvar av handverkarunum og arbeiðsmonnunum. Minnist helt væl nógvar nýbygningar og nógva virksemið á timburverkstaðnum, tí nógvir útróðrarbátar úr timbri skuldu umvælast. Men nú kunnu skipstimburmenninir teljast á einari hond, og fáar stórar umvælingar verða gjørdar. Gomlu sluppirnar vera umvældar í Skotlandi, tá dekk verða skift og stórar umvælingar gjørdar. Eisini er heilt langt millum nýbygningarnar á skipasmiðjuni, tó at nógvar umvælingar verða gjørdar. Skipini eru við tíðini vorðin størri og færri.

Stórur dagar var hjá okkum ungu, tá nýbygningur fór av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Hátíðardagar og nógv fólk. Minnist væl, tá fyrsta stállínuskipið varð smíðað, nýggjur Smyril og nógv onnur skip. Hetta er nú alt søga. Nògv virksemi er á skipasmiðjuni, og fleiri skip liggja við bryggju og vera umvæld. Ì dag standa so hesi fýra skipini á vognunum, har tey verða umvæld og málað. Sá í fjølmiðli í morgun, at tað gongur væl hjá Mest, og yvirskotið seinasta roknskaparár var stórt. (Vagnur)

 

.

The post Fýra kend skip øll smíðað á Tórshavnar skipasmiðju appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>