
Tá vit mikudagin fingu Sosialin, gjørdist eg forvitin um forsíðuyvirskriftina, har náttklubbaeigari sigur: Einfalt at fyribyrgja harðskapi. Náttklubbaeigarin eitur Rúni Djurhuus. Skjótt í greinini gjørdist mær greitt, at hvørki høvd ella hali var í tí, sum Rúni borðreiðir við. Hann sigur: Uppkriftin er einføld: Tað er at lata náttklubbar og skeinkistøð at hava longri opið um næturnar. Og tá hann so sigur, at fólkini skulu dansa seg moyr, so tey ikki orka at berjast, leypir ketan av hjá mær. Hesi orðini hjá Rúna eru heilt burturvið, tí tey sum berjast í gøtunum, eru ikki tey, sum dansa í hølunum hjá Rúna. Hetta sigur søgan okkum.
Nú er tað einaferð so, at summi fólk tola og duga ikki at handfara rúsdrekka og ikki minst onnur rúsevni. Soleiðis hevur altíð verið eisini í míni tíð, tá vit gingu í dans í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru eisini bardagar í gøtunum og uttanfyri Sjónleikarhúsið. Harðskapur er eisini aðrastaðni í býnum enn bara á Vaglinum og í Klubbagarðinum, eftir at skeinkistøðini eru stongt. Mín niðurstøða er púra greið um greinanstubban í Sosialinum mikudagin. Rúni er náttklubbaeigari, og endamálið er at selja so nógv sum møguligt við ymsu barrdiskarnar. Meira fái eg ikki burturúr hesi grein.
Tað skal eingin koma og siga mær, at persónarnir, sum sláast í gøtunum, fara at dansa seg meira moyrar, um skeinkistøðini kanska hava tveir tímar longri opið. Hesir persónar dansa ikki, og teir dansaðu heldur ikki, tá eg gekk í dansi. Nakrir heilt fáir persónar fara í býin við endamálinum at sláast. So hevur altíð verið, og vit minnast, tá bólkur úr oyggj í Føroyum fyri nú nógvum árum síðani koyrdi landið runt og bukaðu fólk av. Hesir persónar dansaðu ikki.
Einaferð høvdu skeinkistøð loyvi at hava longri opið, og tá var meira enn vanligt at síggja ungdómar vála í gøtunum klokkan átta leygarmorgnar. Hetta hoyrir ongastaðni heima. Rúni sigur víðari í greinini, at einaferð høvdu tey loyvi at hava afturlatnar veitslur, og tá var minni harðskapur. Hetta er bara pástandur og eingi hagtøl. Vit skulu minnast til, at ungdómur kemur úr øllum Føroyum til Havnar um vikuskiftið, og hetta fer at vera enn meira vanligt, tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Einasta, sum kann steðga harðskapi, er hugburðsbroyting hjá umtalaðu persónum. Hvussu gera vit so tað?
Vit sleppa ongantíð undan harðskapi, hvørki á Vaglinum um vikuskiftið ella aðrastaðni í býnum, líkamikið um skeinkistøð hava styttri ella longri opið. Gott at hoyra, at løgreglan er meira í gøtunum, og at persónar, sum løsta onnur fólk, verða revsaðir. Minsta revsingin fyri at løsta onnur í harðskapsmáli er tretivu dagar handan rimarnar. Fyri nú eldri mann sum meg er ógvuliga týdningarmikið, at ungdómur okkara kann trygt fara í býin uttan at vera álopin av fáum ótangum, tí eg eri vísir í, at 99,5% av okkara ungdómi skikkar sær væl.
Tað kundi verið áhugavert at fingið kannað hesar persónar sálarliga, sum berjast í gøtunum, og sum løsta onnur menniskju. Eingin ivi er um, at ein orsøk er at finna í sálargongini hjá hesum persónum, at teir gera slíkt. Í míni verð er “primitivt og ússaligt” at brúka nevarnar í býarlívinum um vikuskiftið. (Vagnur)