Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Skal fiskivinnan í høvuðsstaðnum “avhøvdast” einaferð med alla

$
0
0
jkjkjk
Nú landingarmiðstøðin á Toftum er stongd, verður meira fiskur landaður í Havn. (Mynd Monika)

Fólk í Tórshavnar kommunu vita, at í hesum árinum koma nógvar ørar ætlanir á borðið, tí býráðsval verður í heyst. Tá eg sá í fjølmiðlunum, at Bacalao skal umbyggast til frítíðarvirksemi, vatnland, svimjihyl og vælferðarmiðstøð, hugsaði eg beinanvegin. Ganga býarpolitikararnir við til, at møguleikar at reka fiskivinnu í Havn skulu jarðast einaferð med alla? Gamaní er einki flakavirki í Havn í løtuni, tó ein landingarmiðstøð, men tað er bara ár síðani, at kend donsk fiskivinnufyritøka vildi leiða seg inn bygningin. Vit skulu sjálvandi lata økið á Vestaru bryggju og harvið bryggikantin fáa frið, so eldhugaðir persónar við áhuga í fiskivinnu hava møguleikar á Vestaru bryggju.

Tað sýnist, sum stórur eftirspurningur er eftir økinum á Skálatrøð og á Vestaru bryggju. Vit, sum alt okkara lív hava havt okkara dagligu gongd við sjóvarmálan, kenna søguna um Vestaru bryggju. Minnast, tá tey bygdu og víðkaðu um Bacalao og Saltsøluna. Hundraðtals fólk arbeiddu á Saltsøluni, Bacalao, Fiskasentralinum og Tórshavnar Skipasmiðju. Men tíðirnar broytast, og kreppan seinast í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum broytti samfelagið – eisini fiskivinnuna.

Eg haldi, at tað er púra vitleyst at flyta hotellvirksemi og byggja vatnland, vælferðarmiðstøð og annað í bygningunum hjá Bacalao og Saltsøluni, sum tað æt tá. Hetta kann byggjast alla aðrastaðni í býnum, men bara ikki á Vestaru bryggju. Saltsølan skuldi jú byggjast í skundi, tí fiskivinnan skríggaði eftir betri umstøðum til gransking og viðarivirking av fiskavørum. Veruleikin var, at Tórshavn Havn hevði ongan leiðara, tá arbeiðið byrjaði, og nú arbeiðið er um at vera liðugt, er heldur eingin leigari til stóra bygningin. Panikkur er í Tórshavnar kommunu, sum stendur við einum bygningi, sum fiskivinnan slett ikki hevur tørv á.

Ja, so hoyrist, at umsitingin øll hjá Tórshavnar kommunu skal flyta í bygningin, og nú ganga tíðindi at, at bygningur kanska seljast til hotellvirksemi. Torført at fáa skil á, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málnum um útbyggingini av Tórshavnar Havn, Saltsøluni og nú Bacalao. Haldi, at býráðslimirnir eru í villareiði í løtuni. Eg vóni, at Tórshavnar kommuna koyrir hatta uppskotið um Bacalao í pappírskurvuna og letur bryggjukantin og Bacalao fáa frið, so fiskivinnan altíð hevur møguleikan at byrja nýtt virksemi á Vestaru bryggja. Hetta kann gerast ógvuliga skjótt. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>