
Longu frá barnaárum vistu vit, at eitt hospital, sum hýsti spidølskum sjúklingum hevði verið á Argjum. Eisini kendu vit til stóra ráhøgda minnisvarðan til minnis um hvalbingin Andrass Mortansson, sum keypti Argir 9. mai 1828 og legði lunnar undir staðið, sum í dag er fjórð størsta bygd/býur í Føroyum. Á Argjum búgva umleið 2100 fólk. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum hjá Argjum, sum er áhugaverdur lesnaður. (Skrivað í 2015)
185 ár eru liðin, síðani hospitalsbygningarnir og tær fýra merkurnar á Argjum vóru seld á uppboði í Saksun. Hóast fólk høvdu búleikast á Argjum í øldir frammanundan 9. mai 1828, so var hesin maidagur í 1828 kortini heilt ólíkur øllum undanfarnu døgum í søguni hjá hesum staði, tí á hesum degi komu Argir í fríbornar hendur og kundi virka sum vanlig bygd í Føroyum.

Argja søga kann skipast í tveir høvuðspartar, har hospitalsøgan fevnir um fyrra partin, og seinni parturin tekur við, har hospitalsøgan sleppur. At Andrass Mortansson keypti húsa- og jarðarøkið á Argjum 9. mai 1828 merkti, at Argir, sum hevði verið karmur um ein sjúkrastovn, nú steig inn í nýtt tiðarskeið sum nýstovnað bygdarsamfelag.
Hans Jacob Sigvardsen, lærari, gav í 1978 út minnisrit í sambandi við, at Argir fylti 150 ár, og bókin er ótrúliga áhugaverdur lesnaður, og serliga parturin, sum snýr seg um spidalska hospitalið á Argjum. Eg kendi einki til spidalska sjúku uttan myndir frá “Jesus” filmum á ungum árum, har tú sást spidølsk fátæk fólk, sum vóru meira deyð enn livandi. Fólk, sum fáa spidalska sjúku , fáa ólekjandi opin sár á holdið, og sjúkan smittaði illa.
Í 1500 talinum fór spidalska sjúkan at gera um seg í Føroyum, og í 1545 vórðu hús bygd til tey sjúku á Argjum, hetta var bygningur, sum var eitt veggjahús av gróti og flagi. Tað var katólska kirkjan ella rættari sagt bispasætið í Kirkjubø, sum tók stig at byggja hospitalið á Argjum. Spidalska sjúkan smittaði illa, tí mátti sjúku fólkini avbyrgjast, og tí varð hospitalið bygt á avsíðis staði.

Spitalska sjúkan, sum var deyðilig, smittaði so mikið illa, at átti sjúklingar børn á sóttarsong, sum tó ikki fingu sjúkuna, vórðu smábørnini beinan vegin flutt burtur.
Um hetta mundið hevði Thomas Koppen Føroyar í len, og kongur Christian triði álegði Thomas Koppen at veita hospitalinum 100 lýbskar merkur til hospitalið og tey fátæku har á staðnum. Og bøndurnir á Skælingi, Signabø og Hósvík fingu eisini álagt at lata 60 seyðir til hospitalið um árið.
Í 18. øld eru tilburðir av spidalsku sjúkuni fáir í Føroyum. Tær ringu pokurnar, sum gingu í 1709, beindu óivað fyri meginpartinum av argjafólkunum. Í 1723 til 1736 vóru bert tríggir sjúklingar á hospitalinum, og í 1740 rímdi seinasti sjúklingurin hiðani, og han doyði í 1752.
Eftir 1752 hendi, at hospitalið hevði ongar sjúklingar, men inntøkurnar frá kongi og bøndrum steymaði framvegis í hospitalkassan. Hospitalið átti nú so nógvan pening og ognir, at tað kundi læna út pening sum annar banki. Endamálið við stovninum á Argjum fór av lagi, og hospitalsheitið stendur um hetta mundið bert sum ein karmur um húsið.

1.februar 1801 er manntal í Føroyum, og manntalið á Argja hospitalið er bara sjey fólk, familja og fá tænastufólk. Fá ár seinni boðar Jørgen Frants Hammershaimb, løgmaður og Clement Jensen, próstur, avvarandi mynduleikunum frá, at nú vóru ikki fleiri sjúklingar til hospitalið. Síðani bleiv støða tikin, at hospitalhúsini og ognirnar, sum eisini umfataðu fýra merkur innangarðsjørð, skuldi seljast á uppboði 9. mai 1828.
Tað man tí valla vera skeivt at siga, at hvalbingurin Andrass Mortansson, ið keypti Argir fyri nú 185 árum síðani, var hin fyrsti frælsi búreisingurin á Argjum, sum søgan veit um at siga. Tí við keypi hansara av hospitalinum og lutum tess loystust umsíðir lunnindi úr hafti, sum randaðu allar fortreytir fyri stovnseting av einum sonnum bygdasamfelagi, skrivar Hans Jacob Sigvardsen, sálini, millum annað í bókini Argir frá 1978. Tað vil siga, at Argir nú er 185 ára gomul sum bygda/býarasamfelag.
Argir er nógv broytt bara á mínum døgum, og Argir var lítil bygd, tá ið eg var smádrongur. Húsini vóru frá gamla skúlanum oman ímóti Argjahøvda, út á Argjaboða og nakað heim ímóti Sandá.
Men seinast í 1970 árunum og fyrst í 1980 árunum fór Poul Müller bóndi at stykkja út nógv grundøki frá Argjavegnum og vestureftir niðan ímóti hamarinum og út til núverandi fótbóltsvøll.
Seinni eru bygd nógv hús á Hamarinum og undir Kongavarða. Argir er vorðin fjórðstørsta bygd/býur í Føroyum. (Vagnur)

The post Hvat vita vit um spidalskahospitalið á Argjum appeared first on Hvannrók.