Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Mads Andreas Winther fyrsti borgarstjóri

$
0
0
Ómetaliga góð og hugnalig mynd. Tinghúsvegurin um aldarmótið. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá ið eg gangi av Vaglinum og til húsa eftir Tinghúsvegnum, hugsi eg mangan, hvussu ótmetaliga lítið er hugsað, tá ið byggiloyvini eru givið til nógvu betongkassarnar har á leiðini. Ljótasti bygningur í Havn er betongkassin hjá Losjuni. Ringast av øllum er, at nógvir av losjumonnunum vóru býráðslimir ella arbeiddi í Tórshavnar kommunu. Hvat hava menn hugsað? Myndin oman fyri er ómetaliga vøkur og hugnalig. Øll húsini hava mest sum somu stødd og sama skap. Grundirnar laðaðar, og húsini hava flagtak.

Bara tvey hús eru varðveit niðast á Tinghúsvegnum, men kemur tú niðan um, har Bøkjarabrekka sker av Tinghúsvegin, er framvegis nøkur hús frá hesi tíðini. Birgar Johannessen skrivar í eini bókini, at fyrsta býráðsvalið í Havn var 27. november í 1908. Fýra listar vóru: Sjálvstýrisflokkurin fekk 124 atkvøður, Sambandsflokkurin 119 atkvøður, annar uttanflokkalistin 28 atkvøður og hin uttanflokkalistin 27 atkvøður. Mads Andreas Jacobsen var valdur til borgarstjóra.

Fyrsta húsið, sum varð brúkt til býráðssal og skrivstovu, var Sloans salur við Tinghúsvegin. Har helt Tórshavnar býráð til fyrstu tíggju árini. Í 1918 flutti Býráðið oman í bygningin “Arnesminde” í Bringsnagøtu. Sloans salur er triðja húsið á myndini.

Góða myndin boðar frá, hvussu væl fólkini fóru um húsini. Garðar laðaðir framvið vegnum, og fólk byrjaðu at fáa sans fyri urtagørðum. Sjálvandi kunnu vit ikki sammeta tíðina í 2014 og tíðina um aldarmótið, tá ið myndin omanfyri er tikin. Men hugnaligari er at síggja økið við Tinghúsvegin um aldarmótið enn í 2014. Óskiljandi, at býráðspolitikkarar hava givið loyvi at bygt slík “skrímsl” við Tinghúsvegin, har Havnar Klubbi og húsini hjá Losjuni eru ljótastu bygningarnir. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Mads Andreas Winther fyrsti borgarstjóri appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>