
Tá talan er um eldri myndir ræður tilvildin mangan. Kom eitt kvøldið oman ovarlaga á Tinghúsvegnum, tá eg hitti Henry, son Kaj Christiansen, sála, sum arbeiddi á Telegrafstøðini og á yngri árum var brandmaður. Henry fæst við at umvæla barnaheimið, sum hann eigur. Í gongini sá eg áhugaverda mynd av monnum, sum eg allar kendist við. Á baksíðuni á myndini, sum eg lándi, vóru ritað nøvnini á monnunum. Myndin er frá 1966 og er sambandi við brandvenjing í Hoydølum.
Andrias Højgaard var eitt skifti stjóri á Studentarskúlanum, og hann undirvísir á myndini brandmonnum, hvussu vandamikil eldfimur lútur kann vera. Søgan um Tórshavnar sløkkilið, sum var stovnað í 1934, er í stuttum, at brandmenninir byrjaðu á sinni við spannum úr áum og úr sjónum at stoyta í pumpur drivnar við handamegin, fyri síðani at fáa motordrivnar pumpur. Sløkkiliðið fekk fyrsta brandbilin í 1948, og eg minnist, tá sløkkiðið í 1964 fór at halda til í bygninginum, har Reinhaldið nú heldur við Varðavegin nær Nonnuskúlanum. Nú er alt virksemið hjá sløkkiliðnum uppi í grótbrótinum við Oyggjarvegin.
Kaj Christiansen (1926-2018) róptur Kaj klokkaranum, sum átti myndina, kendu vit væl í grannalagnum, har hann á ellisárum hvønn morgun spákaði við hundinum her á leiðini. Hann gjørdist 92 ára gamal og búðu seinastu tíðina á Tjarnargarði. Vagnur)
The post Úr myndasavninum – Brandmenn í 1966 á brandskeiði í Hoydølum appeared first on Hvannrók.