
Kirkjurnar í Føroyum hava altíð havt mín áhuga, hvørja ferð eg komi til bygd ella bý. Úmleið 70 kirkjur eru Føroyum, og 65 av teimum verða brúktar. Tildømis verða gamla kirkjan í Gøtu og á Nesi bara brúktar til serligt høvi, tí har eru nýggjar kirkjur bygdar. Í norðoyar prestagjaldi eru átta kirkjur, og í Sandoyar prestagjald seks kirkjur. Hetta eru prestagjaldini við flest kirkjum. Nógv tann elsta kirkjan er Ólavkirkjan í Kirkjubø, har gamalt er at siga, at kirkjan er frá fýra eitt tølum 1111. Næst elsta kirkjan er Havnar kirkja, sum er frá 1788. Í Kunoy stendur vøkur kirkja.
Kunoy er miðalhægsta oyggin í Føroyum, og har eru seks fjøll, sum eru hægri enn 800 metrar. Kunoy er eitt høgt fjall, øll sum hon er. Hægsta forberg í Føroyum er Kunoyarnakkur, sum er 820 metrar høgur. Tríggjar bygdir eru á Kunoynni. Kunoyar bygd á vestursíðini og Haraldsund á eystursíðini. Síðani er eisini avtoftaða bygdin Skarð. Eg havi fleiri ferðir verið í Kunoy og havi havt myndatólið við mær. Havi eisini upplivað barnadóp í Kunoyar kirkju. Kunoyar bygd er gomul bygd og er frá 13. øld.
Á Kunoynni við sínum trímum bygdum er bert ein kirkja og ein kirkjustaður ávístur, og tað er í bygdini Kunoy. Fyrstu ferð kirkjan í Kunoy er nevnd, er í søgnuni um floksmennirnar, har sagt verður, at kunoyingar flýddu inn í kirkjuna og nýttu hana sum griðstað. Síðani eru fleiri kirkjur nevndar í skjølum.
Núverandi kirkja er bygd í 1867, hin fyrra var so lítil og niðurslitin, at ikki var mett ráðiligt at umvæli hana, men heldur taka hana niður og byggja eina nýggja, sum stóð liðug í 1867.
Kunoyar Kirkja hevur síðani fingið fleiri ábøtur og umvælingar; el bleiv innlagt í 1952 og miðstøðuhiti í 1969. Kirkjan og kirkjugarðurin vóru í 1992 friðað sum fornminni. Í byrjanini av 2000-árunum bleiv nýggur kirkjugarður tikin í nýtslu norðanfyri kirkjuna. (Vagnur)
