
Vit eru í ár 1941, og Føroyar eru hersettar av eingilskmonnum. Í Havn er alt myrkalagt. Nakrar ungar kvinnur tosa um at gera ein bindiklubba.
Hugskotið høvdu tær frá Poulinu Mørkøre (kona Jóan Jakke Joensen), sum var komin niðrifrá í 1920-unum og fortalt, hvussu tey høvdu bindiklubbar í Danmark. Hon hevði sjálv byrjað ein bindiklubba á Tvøroyri.
Kvinnurnar, eg tosi um, vóru Mina Wilhelm, Ella Arge, Jona Jacobsen, Rigmor Christiansen, Ebba Mortensen og mamma mín Ása Michelsen.
Tær byrjaðu at hittast heima hjá hvør aðrari á heysti í 1941. Ikki allar áttu hús í fyrstani, og um helvtin av teimum høvdu ikki enn fingið børn.
Tær møttust eina ferð um vikuna, og tá fleiri børn komu í verðina, var bindiklubbur bert aðruhvørja viku og bara um veturin. Bølamyrkt var, tá kvinnurnar skuldi til húsa, og tær untist kanska illa at ganga heim. Uttan iva dámdu monnunum ikki, at konurnar gingu einsamallar á gøtuni seint á kvøldi, tí komu menninir í bindiklubban eftir konunum. Pápi mín fylgdi onkuntíð Ellu Arge til hús. Ein lítil gøta var framvið húsunum hjá Christiani Mittún, sum eisini fór framvið hoygghúsunum hjá ommu, har Venjingarskúlin nú stendur. Gøtan gekk heilt oman í Hornabø, har Ella búði.
Tá menninir kortini komu eftir konunum, kundu teir eins væl vera við alt kvøldið, so teir byrjaðu at spæla bridge, meðan konurnar bundu. Menninir vóru Tom Wilhelm, Oscar Arge, Heini Jacobsen, Debes Christiansen, Niels Mortensen og pápi mín Helge Michelsen.

Hesi fólkini kendust væl, og nógv vóru í familju hvør við annan. Mina og Niels vóru systkin, og Ella og Tom vóru systkin. Debes og mamma mín vóru systkin, og nøkur vóru systkinabørn. Mina, Tom, Ella og Niels vóru úr Vági, Rigmor av Tvøroyri, og hini vóru úr Havn.
Menninir høvdu allir lært at spæla bridge í Klubbanum uttan pápi mín, sum hevði lært tað í Losjuni. Menninir skiftust um at koma, bert maður Minu, Tom Wilhelm var ikki við, helst tí hann sum politistur, og mangan hevði vakt um kvøldarnar. Hann var tó við til samkomur og árligu veitsluna “tað stóra ballið”. Debes sigldi, so hann var ikki altíð við.
Kvinnur og menn í hvør síni stovu
Tá bindiklubbur var, sótu konurnar og bundu og prátaðu í aðrari stovuni, meðan menninir spældu kort í hinari – hurðin var latin væl aftur millum stovurnar. Seinni fingu tey sær øll ein kaffimunn. Har vóru óskrivaðir reglar, fortelur mamma – ongantíð meira enn trý løg! Lagkaka var fast, so kundi hitt vera kringla og smákøkur. Tá í tíðini var alt heimabakað.

Sigarettir vóru keyptar at bjóða, og man visti, hvat hvør roykti. Nógvur roykur var í stovunum, og eg haldi ikki, at nakar helt hetta vera undarligt, ella at nakar hugsaði um, hvussu tað var hjá teimum, ið ikki royktu.
Meg minnist sum barn, tá mamma bakaði til bindiklubban. Hon plagdi at gera eina lagkøku við ananasfromagu millum botnarnar. Hon gjørdi ofta eina kringlu við sviskum í, og alt húsið luktaði so herligt, tá kringla var í ovninum. Har vóru eisini smákøkur, tað kundi vera “pleskner” við einum dropa av marengs omaná.
Tá fólkini høvdu drukkið, fóru tey aftur at binda ella spæla kort, og tað var mangan seint, áðrenn tey fóru til hús – til gongu, sjálvandi, ongin teirra hevði bil.
Tað var meira ella minni neyðugt at gera klæði sjálvur tá í tíðini, og nógv var bundið uppá upp á børnini. Til dømis bant mamma mín mynstruttar troyggjur til beiggjar mínar. Allir dreingir gingu í bundnari troyggju, sjálv minnist eg troyggjurnar hjá skúlavinum; man kendi teir á troyggjunum!
Konurnar bundu eisini uppá seg sjálvan. Ebba Mortensen var ein, sum “dugdi so væl at skapa”, sum mamma tekur til. Hon bant flottar, fantasifullar kjólar til sín sjálvs og døtur sínar. Hon brúkti tunt, bleytt enskt tógv, og ofta var meira enn 500 eygu á stokkinum. Hon dugdi væl at finna uppá nýtt, broderaði til dømis krúnubløð við Millefleurstingum á kjólarnar. Hon inspireraði hinar sum eisini dugdu væl bæði at binda, brodera og seyma.

Har vóru ikki nógv klæði at keypa, so tær bundu eisini frakkar til børnini við spennitampi á bakinum og buksur til smádreingirnar, har tær heklaðu press og høvdu fantasifull mynstur á selunum. Gott enskt tógv í ymiskum litum og við ymsari tjúgd var at fáa. Mamma mín minnist ikki, at tær bundu úr føroyskum tógvi.
Bindiklubbur heima hjá okkum
Tað var spennandi, tá bindiklubbur var hjá okkum. Øll komu í stásklæðum, og damurnar luktaði so væl. Men vit vistu væl, at hetta ikki var fyri børn, men vit sluppu inn í stovurnar at siga gott kvøld, men so skuldu vit vera ósjónlig.
Onkuntíð koyrdi eg eggjablommu og sukur í ein kopp og sníkti meg inn í stovuna til pápa mín og gav honum bara koppin. Hann man helst hava sitið í tonkum og rørt, tí tá eg seinri fór eftir koppinum, var røreggið sum silki, skúmandi og lekkurt.
Mamma fortelur, at tey vóru øll sera væl, og at stemningurin var góður, men tað kundi onkuntíð ganga harðliga fyri seg, tá orðaskiftið var um politikk. Pápi mín breyt helst eitt sindur frá í summum; var bæði samband – og avhaldsmaður.

Vit børn kendust eitt sindur. Til dømis plagdi eg at vera boðin í føðingardag hjá gentum í mínum aldri, og eg elskaði føðingardagarnar við kaku og bollum, og eg minnist, at Jona í Kjøt plagdi at siga: ”fá tær endiliga meira kaku og bollar, tær dámar so væl”.
Tann árliga veitslan var nakað serligt, og kravdi nógva fyrireiking. Hesi fólkini dámdu væl fínari matgerð viðhvørt, og teimum dámdu væl at dansa, so dansað var til langt út á náttina.
Veitslurnar vóru hildnar í heiminum, tó ongantíð hjá okkum. Tað var helst tí, at pápi mín var avhaldsmaður. At hini drukku eitt sindur, legði hann einki petti í, og hann plagdi at siga, at hann var sjálvur føddur við eini lítlari kenning. Í 1981 helt bindiklubburin eitt stórt 40 ára jubileum.
Alt fær ein enda
Bindiklubburin minkaði so líðandi, fólk fullu frá. Tá tey blivu færri, hittust tey seinnapartar og hildu á til bert mamma var eftir; hon livir enn og hevur tað gott. Hesin bindiklubburin hevur hildið saman í 60-70 ár og hava fylgst bæði í ringum og góðum tíðum. Helst ein sjáldsamur bindiklubbur. (Chirstin Dahl Plate)
Svørthvítu myndirnar eru frá silvurbrúdleypinum hjá Rigmor og Debes Chistiansen.