
Eg komi mangan oman á “Lágikai” , har nógv áhugavert er at síggja. Eitt eru nógvir bátarnir, men so eru tað gomlu húsini, sum eru varðveitt. Eitt av teimum er Skeivapakkhús, sum byggilistarliga er heilt serligt, tí húsini eru bygd á grundøki, sum var soleiðis í skapi, at vanlig reglulig hús ikki kundu byggjast á økinum. Orsøkin til navnið Skeivapakkhús er, at niðari endin á bygninginum er sekstan metur breiður, meðan ovari endin er sjey metrar breiður. Longdin á húsinum er átjan metrar. Tí er skapið á bygningurin í trapetssniði, sum tann einasti í Føroyum.

Støddin á húsinum er 180 fermetrar í fýra hæddum. Ovasta hædd er minni, meðan niðasta hædd er 5,20 metrar høg og hinar hæddirnar 2,50 metrar høgar. Skeivapakkhús er bygt umleið 1926 millum annað av Magnusi á Kamaranum og Frans á Argjum. Tað var Valdemar Lützen, sum lat Skeivapakkhús byggja. Fyrstu árini var pakkhúsið nýtt at goyma m.a. fóður og sement í erva og kol í kjallaranum. Húsini standa í dag í rættiliga upprunaligum líki.
Umframt Skeivapakkhús hoyrir bryggjan á eystaru og norðaru síðu við til ognina, men tó ikki kolabryggjan. Á vestaru síðu er Ovarapakkhús bygt uppí stutt eftir, at Skeivapakkhús var bygt. Serstakt við Ovarapakkhúsi er, at har hellir gólvið omaneftir við jarðarmuni á 1,5 metrar. Alt hetta fekk eg at vita, tá eg vitjaði á kontórinum hjá Kim Lützen og teimum.
Tey hava nú umvælt tað mesta í bygninginum, har timburhandilin var og í Østrøm. Tá eg spyrji, nær tey fara at umvæla Skeivapakkhús, sum er byggilistarlig perla, smílast tey. Skeivapakkhús verður eisini umvælt, men dagurin er ikki ásetttur, nær arbeiðið skal byrjað. Tað verður so ikki beint nú. (Vagnur)