
Eg fekk tvær góðar myndir sendandi frá Páll Hellu úr Vestmanna. Fór at kann nærri, hví so nógv fólk vórðu savnað yviri í Trøð seínast í 1950-árunum. Eg vendi mær fyrst til Marius Rein, og fór siðani á heimasíðuna hjá Havnar Bjargingarfelag og Sjóvar kommunu og hugdi í eitt FF-blað. Marius Rein sigur soleiðis: – Myndirnir siga frá bjargingarroyndum, sum íslendingar skipaðu fyri, eftir at íslendski trolarin “Góðanes” sakk við flesjarnar 2. januar í 1957. Allir menninir bjargaðust uttan ungi skiparin, sum druknaði. Illa var statt við bjargingarútgerð í Føroyum um hetta mundið. Og Marius heldur fram:

– Eftir at íslendski trolarin “Góðanes” sakk við flesjarnar í bøla myrkri fyrst í januar mánað í 1957, funnu føroyingar útav, hvussu illa var statt var við bjarginarútgerð í landinum. Fiskimannafelagið ella Landsfelag fiskivinnuni at frama fekk samband við íslendska bjargingarfelagið Landsbjørg. Íslendingar komu til Føroyar og skipaðu fyri bjargingarroyndum.
– Íslendingar høvdu eisini filmin “Bjarging undir látrarbjørgum” við sær til Føroya og visti filmin í Sjónleikarhúsinum og kring landið. Inntøkan frá filminum fór at keypa bjargingarútgerð fyri, og fleiri bjarginarfeløg vórðu tá stovnað í Føroyum. Jákup í Jákupsstovu, sum tá var skrivari í Fiskimannafelagnum, var ein av undangongumonnunum, sigur Marius Rein.

Á heimasíðuni hjá Havnar Bjargingarfelag stendur millum annað, at Havnar Bjargingarfelag varð stovnað í 1957, eftir á íslendski trolarin “Góðanes” rendi á flesjarnar og sakk. Eingi vóru bjargingarskip, og tí fóru fólk av Skálafjørðinum og úr Havn íslendska trolaranum til hjálpar.
Øll manningin bjargaðist uttan skiparin tann 24 ára gamli Petur Hafstein Sigurðsson úr Neskaupstaði. Tað seinasta, sum sást til skiparan var beint áðrenn trolarin sakk. Hann var tá við at skera seg leysan av boyu, sum var føst í einum blokki í bjarginarstólinum. Eftir Petur Hafstein Sigurðsson sat unnusta hansara við barni á fyrsta ári, skrivar FF-blaði.

24. juni 2007 var minningarhald á Strondum til minnist um skiparan Petur Hafstein Sigurðsson. Tað var familjan hjá skiparanum, sum saman við John Rasmussen skipaðu fyri, og minnissteinur varð settur við minnisvarðan á Strondum. So aftur til myndirnar. Vit síggja línu verða skotna og síggja persón sita í bjargingarstóli. Nógv fólk eru møtt at fylgja bjargingarroyndunum, sum íslendingar skipaðu fyri. Góðar og sigandi myndir, má eg siga.
Eg kann leggja aftrat, at eg las í bókini “Stállínuskipini”, sum Sigmar Bláberg skrivaði, at nýggja og fyrsta stállínuskipið Vesturhavið Blíða kom til Føroya 22. desember 1956. Tá ið íslendski trolarin “´Góðanes” sigldi á flesjarnar á náttartíð 2. januar 1957, var Vesturhavið Blíða við at bjarga íslendsku sjómonnunum. Vesturhavið Blíða hevði góðar ljóskastarar, sum veruliga gjørdi mun í myrkrinum at bjarga íslendsku sjómonnunum. Tí verri eydnaðist ikki at bjarga unga skiparanum. (Vagnur)