Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Úr myndasavninum –ÍSB skipaði fyri renning longu í 1981(e)

$
0
0
Fólk vóru ikki øll í renniklæðum, tey áttu kanska eingi

Hugburðurin at renna úti á gøtunum í Havn og aðrastaðni er ótrúliga nógv broyttur, síðan vit spældu hondbólt í bestu deildini uttandura seinast í 60 árunum. Tú sást ikki vaksið fólk renna í gøtunum, tí hetta hildu fólk ikki nógv um. Spælarar dámdu tí ikki at renna í býnum, men fóru heldur niðan eftir Villingadalsvegnum. Runnu vit oman í býin, floytaðu bilar eftir okkum. Ja, ranst tú í stuttum buksum, fekst tú viðmerkingar frá onkrum, um tú kanska var av “hinum slagnum”.

Men alt hetta broyttu fyrst ÍSB, ítróttafelagið fyri teirra brekaðu, og seinni Bragdið, sum hevur framt dygdar arbeiði í nógv ár. Tey hava broytt rennihugburðin.

Torfinn Smith frá Sosialinum rann, men óivað átti hann ikki rennibúna.

Sjálvt um einki stadion til frælsan ítrótt var í Havn, so hevur Bragdið hildið lív í renningini. Felagið skipar fyri flaggdagsrenning, ólavsøkurenning og Tórhavn Marathon. Haldi eg kann siga, at fyrsti rennarin, sum rann miðvíst í býnum var Absalon Hansen, sum vit kenna frá Oyggjaleikunum.

Vit kunnu eisini nevna Treystið í norðoyggjum og heilsurenningarnar, sum Hans Pauli Strøm slóðaði fyri. Nú er rennihugburðurin broyttur so nógv, at tú dagliga sært fólk renna í gøtunum.Og kemur tú fram við Tórsbreyt, eru fólk altíð á breytini. Flestu renna, men onnur bara spáka sær ein túr. Eisini er hugburðurin broyttur um trygd, tí fólk spáka og renna eisini í gulum vesti í gøtunum. Fólk tora nú tað, flestu ikki tordu á okkara ungu døgum.

Aftur til motíónsrenningina hjá ÍSB. Heilt fitt av fólki var komið saman á Frælsinum 23. apríl 1981, tá ið fyrsta almenna renningin í Havn varð fyriskipað. Sjálvur var man í hæddini sum hondbóltsspælari og vildi stuðla tiltakinum. Mær dámdi væl at renna. Longsti teinurin henda dagin var átta kilometrar. Leiðin gekk út eftir Landavegnum.

Undirtøkan var ótrúliga stór. Læknin Jón á Steig segði nøkur fyribyrgjandi orð, áðrenn vit runnu, Egga Jensen frá ÍSB segði nøkur orð, og Jógvan Jespersen frá Útvarpi Føroya var eisini har við mikrofonuni. Hornorkestur setti eisini dám á løtuna.

Tað var kavi og harvið kalt fyrsta hóskvøldið, men fólk møttu hugaliga næstu hóskvøldini. Við tíðini fánaði tó hetta tiltakið burtur. Minnist eisini eitt tiltak, sum eg haldi Hjartafelagið skipaði fyri í 80 árunum. Tú kundi melda teg til ymsar teinar, og vit vóru nøkur, sum runna úr Kirkjubø til Havnar við Vaglinum sum endastaðið, meðan onnur runnu av Velbaðstaðshálsi til Havnar. Nógv fólk vóru á Vaglinum at taka ímóti rennarunum. Hetta var ótrúliga stuttligt og minniríkt tiltak.

Havi funnið nakrar myndir frá tiltakinum í 1981 úr myndablaðnum NÚ, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. (Vagnur)

 

 


Nógv góð ungdómsminni í Doktar Jakobsensgøtu

$
0
0
Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.
Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.

Við sorgblídni at síggja gomlu myndina av Doktar Jakobsensgøtu. Bilarnir siga frá, at myndin er tikin einaferð í 1930-árunum. Serliga venda eyguni ímóti húsunum næst til høgru omaneftir. Hetta eru húsini hjá Bena og Katrinu Wardum, sum tey bæði yvirtóku í 1956, eftir at hava búð við Landavegin hinumegin ánna við Vesturkirkjuna. Bena og Katrina áttu tveir dreingir, elst Virgar, sum um tjúgu ára aldur flutti til Íslands, og yngri sonurin Bergur Wardum, sum andaðist herfyri. Familjan var nærmasti granni hjá okkum við Landavegin, til tey fluttu heim í Dr. Jacobsensgøtu. Vit ungu komu mangan í heimið hjá Bena og Katrinu. Og minnini eru góð.

Hans P. Poulsen pápi Bena stovnaði møblasølu í 1927, og eisini hevði hann snikkaravirkið í Hornabø, sum hann hevði bygt nøkur ár frammanundan. Bena seldi skjótt snikkaravirkið, og umframt at selja møblar, hevði Bena eisini møblaverkstað. Og har komu vit ungu mangan, tí Virgar og eg vóru javngamlir og vinir frá Landavegnum. Bergur bleiv ein av landavegsdreiggjunum, sjálvt um hann nú var fluttur heim í býin.

Dr. Jakobsensgøta 2015. Skálabúðin er har, men húsini hjá Bena Wardum eru niðurtkin. (Mynd Vagnur)
Dr. Jakobsensgøta í 2015. Skálabúðin er har, men húsini hjá Bena Wardum eru niðurtkin. (Mynd Vagnur)

Eg minnist serliga tríggjar menn, sum arbeiddui á verkstaðnum hjá Bena. Høgni Danielsen lærdi til møblapolstrara, sum tað æt tá. Minnist væl vakra stólin, sum Høgni gjørdi sum sveinastykki. Síðani Edmund Jacobsen, sum búði uppi á Dalavegnum hinumegin vegin hjá Mads hjá Spinnaranum. Fyrikomandi og fittur maður, sum arbeiddi í nógv ár hjá Tórshavnar kommmunu. At enda Ove Davidsen møblasnikkari, sum flutti til Hósvíkar.  

Eftir stóran eld í  húsunum í 1966 gavst Bena við handlinum og verkstaðnum. Bena (1914-1987) æt Hans Bærent Wardum. Konan Katrina, sum var úr Fámjin, var ógvuliga góð við okkum ungu, sum komu á gátt í Dr. Jacobsensgøtu. Katrina gjørdist gomul kona og búðu seinastu tíðina á Ellisheiminum í Havn.

Húsini hjá Bena og Katrinu í Dr. Jacobsensgøtu hava seinastu árini leingi staðið tóm, og Bergur segði mær einaferð, at hann fekk ikki byggiloyvi til tað, sum hann ætlaði, tí stóðu húsini sum tey gjørdu. Húsini fóru á aðrar hendur og eru tikin niður.

Í sethúsinum við reyð takinum við Landavegin búði familjan Wardum til 1956. (Mynd Vagnur)
Í sethúsunum við reyða takinum við Landavegin búði familjan Wardum til 1956. Húsini er einki broytt.  (Mynd Vagnur)

Sum sagt omanfyri fór Virgar sum ungur til Íslands og hevur siglt øll árini. Vit høvdu ikki sæð hann í nógv Harrans ár, men tá mamman Katrina doyði og fór til gravar, var Virgar í Føroyum. Áhugavert at tosa við gamlan vinmannin, sum tú ikki hevur sæð kanska í tretivu ár.

Bergur Wardum, sum var nakað yngri enn eg, er nú farin. Tá eg hugsi um lívsleiðina hjá Bergi, hugsi eg fyrstu um hansara handalag, tí hann dugdi væl at polstra og hevði eitt skifti verkstað heima við hús á Spógvavegi. Bergur hevði strevið lív seinastu nógvu árini, tí hann kom í trupulleikar við mynduleikarnar um ymist, og eisini hevði hann í nógv ár sak koyrandi um eina húsasølu. Mangan var hann í rættinum, men sjálvt um hann helt seg hava rætt í sínum máli, endaði sakirnar ikki akkurát til hansara fyrimun. 

Nú verður nógv tosað um evnið Meira lív í miðbýin. Eg komi framvegis í Dr. Jakobsensgøtu, og har má sigast at vera lív. Nógvir handlir, nógvir bilar og nógv fólk hvønn einasta dag. Ja, nógv meira lív enn í miðbýnum, tí har er fáir handlir og lítið at koma til hjá stóru fjøldini uttan á ólavsøku ella til Grækarisskrúðgongu. Vit kunnu kanska í felag fáa meira at vita um húsini á gomlu myndini. (Vagnur)  

 

Landsliðsspælarin Lotte Grigel skrivaði danmarkarsøgu

$
0
0
Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.
Lotte misti ikki landsliðsplássið, tá hon gavst í Team Esbjerg.

Herfyri sá og hoyrdi eg áhugaverda samrøðu á donsku sjónvarpsrásini TV2 sport. Samrøða  við danska hondbóltsspælaran Lotte Grigel, sum síðani seks ára gomul hevur spælt í Team Esbjerg, og seinastu seks árini verið yrkisspælari við felagnum. Í dysti í Odense sá eg, at Lotte var “súr” og sat einsamøll á gólvinum uttanfyri vøllin. Um kvøldið hoyrdist, at Lotte eftir dystin var farin í skiftingarrúmið eftir klæðunum og til hús. Hon vildi ikki í bussin við hinum heim til Esbjerg. Hendingin er eindømi í donskum yrkishondbólti, tí hetta er fyrstu ferð, at yrkisspælari er farin heim soleiðis og ikki vil spæla á liði, so leingi – í hesum førinum – Lars Frederiksen er venjari.

Søguliga hendingin vakti ans í Danmark, tí Lotte Grigel er landsliðsspælari, og HM-kapping er í Danmark í næsta mánað. Eftir hendingina vildi Lotte ikki siga nakað við fjølmiðlarnar. Í samrøðuni í TV2 sport hoyra vit brot, har Lars Frederiksen venjari sigur, at Lotte skal fylgja tí, venjarin sigur og ger, og hon skal tola kapping á liðnum. – Eg eri settur sum venjari at fáa góð úrslit. Team Esbjerg gjørdist seinasta nummar tvey í kappingini um meistaraheitið, sum var fyrsta heiðursmerki nakrantíð í bestu deildini.

Lotte Grigel er 24 ára gamal landsliðsspælari.
Lotte Grigel er 24 ára gamal landsliðsspælari.

Samrøðan við Lotte Grigel var ógvuliga kenslubornin, tí her er talan um spælara, sum alt sítt hondbóltslív hevur spælt í Team Esbjerg, men nú felagið hevur keypt nógvar útlendskar spælarar, verður Lotte vraka, sjálvt um hon 1. januar í ár longdi sáttmálan við tveimum árum.

Kjarnan í málinum sambært Lotte er, at venjarin bæði undir venjing og í dysti slett ikki hevur tosað ella hugt uppá Lotte. Hann hevur brúkt vápnið “tøgnina”, og hevur “ignorerað” Lotte í fleiri vikur ella rættari sagt fleiri mánaðir. Støðan ávirkaði Lotte so mikið, at hon tímdi ikki til venjingar, var ill og ørkymlað, at hetta ávirkaði hana sálarliga. – Eg toli kapping, men eg vil slett ikki góðtaka framferðina hjá venjaranum, sum er undir alt lágmark. Venjarin vísir mær onga virðing, fyri hann eri eg luft, og tað góðtaki eg ikki, sigur Lotte.

Bikarið í málinum fleyt yvir, tá leiðslan í felagnum boðaði frá, at Lotte spældi ikki næsta dyst, tí hon var sjúk. Hetta var beinleiðis lygn. Eg fái tað burturúr samrøðuni, at Team Esbjerg venjarin er minni maðurin í hesum máli, tí tú kanst ikki fara soleiðis við einum spælara. Tú merkir eisini, at her er annað, sum prutlar undir lokinum í Team Esbjerg, men tá spælarar eru yrkispælarar, so hevur venjarin og leiðslan í Team Esbjerg alla maktina, tí spælarar eru sáttmálabundnir.

Lotte Grigel er framvegis landsliðsspælari, sjálv um hon ongan landskappingardyst hevur spælt í nógvar vikur. Málið um Lotte Grigel endaði við, at leiðslan í Team Esbjerg góðtók at siga upp sáttmálan við tí treyt, at Lotte ikki spældi við liði í Danmark í sáttmálaskeiðnum, sum endar 1. januar 2017.

Lotte fekk beinanvegin møguleikan at venja við F.C. MidtJylland, og boð vóru eftir henni uttanlands. Nú er so sáttmáli gjørdur við russiskt felag, har danin Jan Leslie er venjari. Meðan eg sá samrøðuna, hugsaði um føroyskan hondbólt. Um spælarar, sum í ungdómsárunum er sokallaðar glaðar stjørnur, men sum seinni ikki sleppa uppí part, tí venjarin júst tá í felagnum ikki heldur, at spælarin er nóg góður.

Í kjalavørrinum á toppítrótt og eisini føroyskum toppítrótti fylgir nógv negativt. Nógvir vónbrotnir spælarar, sum halda seg vera fyri vanbýti, og sum síðani gevast við ítróttinum. Havi mangan víst á, at tað sita fleiri spælarar á beinkinum enn spæla á vøllinum. Tá so spælarar ikki eru yrkisspælarar, so er skjótt at pakka taskuna og siga. – Hetta er ikki nakað fyri meg at brúka mína frítíð til. (Vagnur)

 

 

Politiska hornið – Bárður Nielsen mennir ikki Sambandsflokkin

$
0
0
Eingin í stóru skrúðgonguni fer at velja Sambandsflokkin. (Mynd Vagnur)
Eingin í stóru skrúðgonguni fer at velja Sambandsflokkin. (Mynd Vagnur)

Havi altíð hildið lítið um politisku kósina í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevur bara eitt politiskt høvuðsmál, og tað er at varðveita sambandið við Danmark. Haldi, at serliga unga fólkið hevur fingið eyguni upp fyri flokkinum, sum so dyggiliga tapti seinasta løgtingsval eftir í átta ár at hava ligið í føvninginum á Fólkaflokkinum. Ikki rokni eg við, at flokkurin fer at mennast við Bárði Nielsen sum formanni, tí longu nú hevur hann víst sín veikleika.

Øtaðist við at lesa í Sosialinum, har Bárður Nielsen sigur greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at hjálpa at fáa broytingarnar í hjúnarbandslógini broyttar. Orsøkin er, at núverandi samgonga hevur valt at viðgera øll onnur mál uttanum andstøðuna. Álvartos. Vit hava nú í nógv ár viðgjørt málið um tey samkyndu í Føroyum, sum vilja hava eins rættindi og í grannalondunum, og nú valdar ikki vit og skil í andstøðuni, sum brúkar tey samkyndu sum gísla í stríðnum millum andstøðu og samgongu.

Vit hava altíð hoyrt flokkarnar siga, at tá tað kemur til etisku málini, kann einstaki tinglimurin hava loyvi at atkvøða eftir sín sannføring. Eingin skal siga mær, at allir tinglimirnir í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum nú fara at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tá hjúnarbandslógin kemur til triðju viðgerð. Miðflokkurin er í serligari støðu, tí flokkurin hevur sagt frá degi eitt, at hjúnarbandslógin skal ikki broytast. Sjálvandi skuldi orðini hjá Bárði Nielsen heldur verið, at tinglimirnir í Sambandsflokkinum stand fríðir í atkvøðuni í málinum í hjúnarbandslógini. Skeivt at niðurbinda øll sambandsfólk í málinum.

Skal bara minna Bárð á, at túsindtals atkvøður eru í hesari skrúðgongu. (Mynd Vagnur)
Skal bara minna Bárð á, at túsindtals atkvøður eru í hesari skrúðgongu. (Mynd Vagnur)

Tú kanst spyrja, hví so stórur munur er í hugsanini hjá tinglimum í samgonguni og andstøðuni. Kanningar vísa, at stóra fjøldin vil broyta hjúnarbandslógini. Haldi, eg sá einaferð kanning, sum segði, at 67% av fólkinum vildu geva teimum samtyktu somu rættindi sum í grannalondunum. Tíðin er við teimum samkyndu í Føroyum, og hjúnarbandslógin verður broytt fyrr ella seinni. Vónandi í næstum, so vit sleppa undan at tosa longur um hetta etiska álvarsmál.

Áhugavert í málinum um hjúnarbandslógina er, at so nógvar kvinnur vilja broyta lógini, og eg sá eisini í stóru skrúðgonguni seinast, sum fór fram við hjá okkum, hvussu nógvar ungar gentur og kvinnur og ungir dreingir og menn vóru við í skrúðgonguni. Sá eisini á portali, at politisk ungmannafeløg vilja hava broytt hjúnarbandslógina. Eg haldi, at tað er so forbannað politiskt ússaligt av Bárði Nielsan at blanda onnur politisk mál uppí málið um hjúnarbandslógina. Trygv mær, Bárður Nielsen er ikki maðurin, sum fer at menna Sambandsflokkin eftir stóra skrællið við seinasta løgtingsval. Orðini í Sosialinum mikudagin 25. november ber boð um hetta

Tey eldru, sum hava valt Sambandsflokkin fella við tíðini frá, og tey ungu vilja ikki negartivan og afturhaldandi sambandspolitikk. Mín meining er, at Sambandsfólk hava valt skeivan persón at leiða flokkin í framtíðini, tí tá Bárður kann úttala seg soleiðis um hjúnarbandslógina, har hann blandar øll onnur politisk mál uppí, sigur alt um sambandsleiðaran og harvið Sambandsflokkin. (Vagnur)

Vangamyndin – Malvina keypti fyrsta neistaflaggið í 1952

$
0
0
Malvina beyð sær at gjalda flaggið, sum kostaði 125 krónur. (Mynd Vagnur) 

Tá ið Malvina á Dunga kom úr Hvalba til Havnar sum fimtan ára gomul genta, vildi hon rógva kapp ella spæla hondbólt. Hon valdi hondbóltsspælið og koma á standa í málinum hjá neistakvinnum í tólv ár. Tað var Malvina, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. – Eg helt tað vera skomm, at Neistin einki egið flagg átti, og tí beyð eg mær at gjalda flaggið sjálv, sum varð keypt úr Danmark, sigur Malvina.

Eg síggi fyri mær Malvinu í ketilbúna og beiggjan Gudmund laða garðar í Havn, men tú ørminnist eisini hana standa í málinum hjá neistakvinnum. Fyri kortum fekst tú at vita, at tað var Malvina á Dunga, sum syrgdi fyri, at Neistin fekk sítt egið flagg. Hetta var í 1952. Malvina býr í íbúð í húsinum hjá dóttrini Káru á Dunga í Havn. Hugaligt at hitta Malvinu aftur, sum tú ikki hevur hitt í nógv Harrans ár. Men, hvussu fekk Malvina fatur í vakra neistaflagginum?

Malvina á ungum árum.

– Sára Hansen hevði verið á ítróttaskúla í Danmark og var komin aftur til Føroya at spæla við neistanum. Sára var hondbóltssnillingur, sum kundi nógv meira við bóltinum, enn aðrir spælarar. Einaferð segði eg við Sáru, at tað var stór skomm, at Neistin ikki átti egið flagg. Í 1950 vóru neistakvinnur og fótbóltslið hjá B36 á minniligari ferð í Noregi, men bara føroyska flaggið var við á ferðini.

Sára hevði gott samband við hondbóltsfelag í Keypmannahavn, og eg bað Sáru útvega Neistananum eitt neistaflagg, ein “neistavimpul” við eins litum og í føroyska flagginum. Eg vildi gjalda flaggið sjálv. Í 1952 forvann eg 675 krónur um mánaðin, og nýggja neistaflaggið kostaði 125 krónur. Neistin fekk vakra flaggið, sum vit øll vóru ógvuliga fegin um. Eg bar sjálv neistaflaggið á ólavsøku øll árini eg spældi, sigur Malvina.

78 ára gamla Malvina á Dunga er dóttir hvalbingin Jákup Poulsen, Jákup á Skallanum. Mamman Anna Bjarnadóttir var úr Havn og giftust til Hvalbiar. Fimtan ára gomul kom Malvina til Havnar at arbeiða í húsplássi. Seinni arbeiddi hon í handlinum hjá Heinesen, Aage Dahl og handlinum hjá Ólavi Lamba. Áðrenn Malvina fór at laða saman við beiggjanum Gudmundi í tjúgu ár, arbeiddi hon í tólv ár hjá Poul Hansen heilsølu. Men hvussu kom unga hvalbiargentan í Neistan, og hvussu bar tað til, at hon fekk sær arbeiði at laða garðar og steinseta tún?

– Longu sum ung genta í Hvalba dámdi mær ógvuliga væl at arbeiða uttandura. At sláa og hoyggja, seta niður epli og vera á seiðabergi, ja, tað sum dreingir plaga at gera. Systir mín var heilt øðrvísi, henni dámdi væl at seyma og baka. Eg kom seinni í lívinum at laða saman við beiggjanum Gudmundi, og hetta var ikki vanligt konufólkaarbeiði. Vit laðaðu garðar og steinsettu tún. Millum annað laðaðu vit við Norðurlandahúsið, SMS, Lágagarð og springvatnið á Káta horninum. Eg gavst at laða sum 65 ára gomul.

Malvina beyð sær at gjalda flaggið, sum kostaði 125 krónur. (Mynd Vagnur)

– Tá ið eg kom til Havnar í 1947 sum fimtan ára gomul, vildi eg antin rógva kapp ella spæla hondbólt. Og tað bleiv hondbóltur, sum eg koma at spæla í tólv ár á besta liðnum hjá Neistanum. “Beiggin” úr Vági var venjari, og hann segði mær, at vilt tú ikki standa í málinum á besta liðnum, so spælir tú úti í 2. deild. Eg vildi spæla úti, men vildi eisini spæla á besta liðnum, tí gjørdist eg málverji.

– Vit vandu tvær ferðir um vikuna. Og eftir hvørja venjing fóru vit oman á Konditaríið at fáa okkum drekkamunn og práta. Vit spældu dystir ímóti Søljuni, VB, TB, Stjørnuni, VÍF og so kom Kyndil í 1956. Eg var við at vinna FM-heitið sjey ferðir tey tólv árini, eg spældi.

– Tvær reisir var eg uttanlands við hondbóltinum. Í 1950 vóru neistakvinnur og besta liðið hjá B36 minniliga ferð í Noregi. Og so var eg biðin at koma til Íslands við sandavágskvinnum sum spælandi venjari. Tað var Sigurd Petersen, sum so fegin vildi hava meg at styrkja liðið hjá Søljuni á Íslandsferðini. Eg gavst at spæla hondbólt í 1961, men tvær ferðir seinni kom eg tó at standa í neistamálinum. Einaferð varð skipað fyri oldgirlsdysti millum Neistan og Kyndil, og tá ið Gundadalshøllin varð tikin í nýtslu í 1984, spældu vit sokallaðan uppvísningdyst ímóti Kyndli, sigur Malvina.

Malvina var gift við Niclas á Dunga, sum doyða bara 61 ára gamal. Malvina og Niclas eiga døturnar Onnu 53 ár, Byndis 49 ár, Unnur 47 ár og Káru 42 ár, sum allar búgva í Havn. Malvina eigur tólv ommudøtur. Allar fýra døturnar hava spælt í Neistanum. Anna, Bryndis og Unnur spældi upp til unglingaaldur, meðan Kára koma at spæla nógv ár í bestu deildini. Men, hvat fær Malvina tíðina at ganga við, og fylgir hon framvegis við hondbólti?

– Nú búgvi eg niðriundir hjá Káru, og sjálvandi gevi eg eina hjálpandi hond. Vaski og strúki klæði, annars bindi eg nógv, millum annað troyggjur til føroysk klæði. Eg havi tólv ommudøtur, og nú er langommubarn á veg. Jú, nógmikið er at tríva í, sigur Malvina at enda.

Vit fara út í garðin at taka mynd, og Malvina er ikki sørt errin, at tað var hon, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. Nú kennir undirritaði mest sum bara Káru av døtrunum, og Malvina og Kára eru ógvuliga líkar í verumáta. Tær eru báðar hittinorðaðar og ikki skornar fyri tungubandið. Eg takka fyri meg og takki fyri áhugaverda prátið. (Vagnur)

 

Politiska hornið – Samgongan skapar órógv í samfelagnum

$
0
0

Tinghúsið-aEg var ein av teimum mongu, sum ynsktu nýggja samgongu í Føroyum. Fólkið talaði á løgtingsvalinum seinast og vildi broytingar. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu vánaligt val, meðan serliga Javnaðarflokkurin gjørdi kvettið á valinum. Men ábyrgd og gott politiskt handalag fylgja stórum valsigrum. Ikki haldi eg, at nýggja samgongan hevur lagt væl frá landi, tí hon hevur skapt órógv í samfelagnum. Pensjonistarnir eru í øðini og tað sama tey lesandi. Ògvuslig hækking tildømis í tinglýsingum, brennievnið hækkar, og so ikki at gloyma rumbul í fiskivinnuni. Samgongan hevur tikið alt ov rívan til, nú tað stundar til jóla.

Serliga haldi eg, at kunningin er alt, alt ov vánaligt. Vit hoyrdu alt ov nógv til fyrrverandi løgmann, sum troyttaðu okkum, men vit hoyra alt, alt ov lítið til núverandi løgmann. Hann skal koma oftari í fjølmiðlarnar og kunnu okkum, hvat samgongan ætlar. Vit hoyra mest bara Kristinu Háfoss og hissini onnur landsstýrisfólk. Tá fólkið á seinasta løgtingsvali vildu broytingar, so meina tey við broytingar til tað betra. Hetta umfatar eisini penjonistarnar, tey lesandi, í fiskivinnuni og á øðrum økjum.

Tá vit tosa um skattalætta til tey lág-og miðalløntu, so roknaði eg við, at samgongan fór at taka nakað frá teimum múgvandi í landinum og lata til tey minni múgvandi. Javna út og býta lagkøkuna eitt sindur øðrvísi. Men hetta hoyra vit lítið um, tí tey tora ikki at nerta tey múgvandi. Hesi fingu jú heilt stóran skattalætta frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, meðan tey lág-og miðalløntu fingu mest sum einki. Tó boðar samgongan frá lítlum skattalætta til lág-og miðalløntu á nýggjárinum men einki í mun til tað, sum tey háløntu fingu á sinni.

Eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin er í ringari støðu, nú hann situr við landsins leiðslu. Orsøkin er fyrst, at Sonja Jógvansdóttir vendi flokkinum bakið, men eisini, at javnaðartingfólk eisini eru borgarstjórar við tveimum “feitum” lønum. Hetta er ikki í andanum hjá einum Javnaðarflokki, har navnið á flokkinum boðar frá, hvat flokkurin stendur fyri. Haldi, at samgongan ikki hevur lagt nóg góðan ætlan frá degi eitt. Tey hava tikið alt ov rívan til og við vantandi kunning til fólkið. Málið um penjonistarnar er besta dømi. Haldi, at tað er púra burturvið at nerta við grundupphæddina hjá penjonistunum.

Tá tað snýr seg um fiskivinnuna, so roknaði eg við, at Høgni Hoydal beinanvegin fór at steðga óskilinum viðvíkjandi fiskiloyvunum, har nøkur fá fólk hava forvunnið sær stórar upphæddir við at selja fiskiloyvi, sum vit øll eiga. Men tað sýnist, sum Sea Shephard hevur størri áhuga enn óskilið við fiskiloyvunum. Tá alt omanfyri er sagt, so vóni eg, at nýggja samgongan hugsar seg betur um og kunnar fólkið betri, so ikki meira órógv kemur í fjøldina.

Annars rokni eg ikki við, at undirtøkan millum manna gerst betur fyri tildømis Sambandsflokkinum. Nýggi formaðurin hevur longu framt fyrsta stóra sjálvmálið, tá hann fer í fjølmiðlarnir og sigur, at allur Sambandsflokkurin atkvøður ímóti hjúnarbandslógini, tí samgongan ikki vil samstarva um onnur mál. Hetta heilt burturvið politiskt, tí Sambandsflokkurin hevur altíð sagt, at tá talan er um etisk mál, skal einstaki tinglimurin atkvøða eftir síni bestu sannføring. Nú hevur formaðurin niðurbundið allan flokkin.

Fólkaflokkurin hevur eitt sindur av viðvindi í løtuni, nú samgongan skal royndarkoyra eina uppboðssølu, sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað. Hatta við at royndarkoyra boðar frá veikleika og skapar órógv eins og aðrar nógvar fyribilsloysnir í landinum. Nýggja samgongan átti at havt góð kort á hondini, tí tíðirnar eru góðar og arbeiðsloysið lítið. (Vagnur)

 

 

Húsini hjá Daniellu skulu ikki burtur, fyrr enn Daniella er farin

$
0
0
Húsini hjá Daniellu eru klár at beina burtur.(Mynd Vagnur)
Húsini hjá Daniellu standa klár at beina burtur. (Mynd Vagnur)

Á Boðanesheiminum í Havn býr fyrrverandi lærarin Daniella Olsen. Hon fylti 102 ár 7. juni í ár og er fødd í 1913. Fert tú í Gundadali eystan fyri Tórsvøll, standa tvey hús tóm klár at beina burtur. Grivið er heilt tætt at grundini í størra húsinum, men sjálvt um Tórsvøllur mest sum er liðugt útbygdur, standa húsini hjá Daniellu framvegis. Og orsøkin er einfald.

Daniella Olsen. (Mynd Sandoyar portalurin)
Daniella Olsen. (Mynd Sandoyar portalurin)

Mær er sagt, at tá Daniella lat Tórshavnar kommunu húsini og grundøkið í sambandi við útbyggingini av Tórsvølli og harvið Gundadali, fylgdi treyt við, at húsini skulu ikki takast niður, fyrr enn Daniella er farin. Og kommunan kann koma at bíða nakað enn, tí Daniella er 102 ára gomul.

Daniella er serlig og hevur altíð verið serlig. Ein vitug býarmynd í Havn, sjálvt um hon er fødd á Sandi dóttir Kathrinu Olsen í Horni á Sandi. Daniella tók læraralprógv á Føroya Læraraskúla 1935 og hevur verið lærari í Klaksvíkar Millum og Realskúla 1952-1957, í Tekniska skúla í Havn frá 1957-1958, Føroya Millum og Realskúla frá 1959-1961 og var lærari á Føroya Studentaskúla 1964-1974.

Daniella tók cand.mag. prógv í týskum og enskum 1954. Eg síggi fyri mær hesa eldru kvinnuna ella rættari sagt býarmyndina ganga úti í øllum veðri við brúnu skúlataskuni í aðrari hondini. Eg gekk eitt skifti í realskúla í Hoydølum, og tá hevði Daniella eitt prutl við motori framman. Tá næmingar spurdi hana, hví hon leiddi súkkluna omaneftir, segði hon, at hon tordi ikki væl at súkkla omanbrekka, men tá hon skuldi niðan úr Hoydølum, var  motorurin henni góður.

Daniella átti bæði húsini. (Mynd Vagnur)
Daniella átti bæði húsini. Hornið á størra húsinum hongur út yvir vegin. (Mynd Vagnur)

Eisini kom Daniella at vera lærari hjá mær, tá eg gekk á kvøldskúla. Hetta var teknisk fyrireikingarskeið í tveir vetrar, sum svarar til 8. og 9. flokk. Ì flokkinum vóru nógvir handverkarar, sum á ungum árum ikki tímdu at ganga í skúla, og nú skuldi vinna tað forsømda inn aftur. Vit høvdu Daniellu í donskum. Frálíkur lærari men egin og ógvuliga treisk. Summir næmingar høvdu teirra dyst við Daniellu, men sjálvur fann  eg skjótt útav, at tagdi tú og gjørdi, sum Daniella segði, var eingin trupulleiki.

Daniella gjørdist kend kring landið fyri nøkrum árum síðani, tá hon boðaði alment frá, at hon ynskti, at bókasavn skuldi byggjast í Sandi. Umframt tvær milliónir krónur til nýggja bókasavnið, lat hon eisini sítt rúgvusmikla bókasavn og rúgvu av savnaraeintøkum til savnið. Talan var um nógvar forkunnugar bøkur, sum henda eldra sandskona vildi lata bygdini og oynni, sum hon altíð hevði havt so stóran tokka til. (Vagnur)

Aftur í 60 árini – Søgan um tónleikabólkin Cream Crackers (1)

$
0
0
Cream Crackers 1988. Frá vinstru: Birgar Johannesen, Hans Christian Clementsen, Sigurd Bech, Djóni Andreassen og Herálvur Jacobsen. (Mynd Vagnur)
Cream Crackers 1988. Frá vinstru: Birgar Johannessen, Hans Christian Clementsen, Sigurd Bech, Djóni Andreasen og Herálvur Andreasen. (Mynd Vagnur)

Eg fari í nøkrum greinum at leggja út nakað av tilfari, sum eg skrivaði í sambandi við Aftur í 60 árini, sum Hondbóltsfelagið Neistin skipaði fyri frá 1988 til og við 2007. Tað vil siga í fylgjandi tjúgu ár. Nógvar tók eg myndirnar, og nakrar av teimum kunnu gott síggjast enn einaferð. Myndin omanfyri frá 1988 er av vælumtókta 60 -ára bólkinum Cream Crackers og er tikin í sambandi við, at Cream Crackers spældi í høllini á Hálsi í 1988. Á myndini síggja vit frá vinstru Birgar, Hans Christian, Sigurd, Djóna og Herálv. Søgan um the Cream Crackers er í stuttum henda:

Sigurd Bech, Jógvan Telling og Torkil Thomsen á palli í Sjónleikarhúsinum.
Sigurd Bech, Jógvan Telling og Torkil Juul Thomsen á palli í Sjónleikarhúsinum í 1967.

Fýra unglingar í býlinginum í Lon í Havn Birgar Johannessen, Jógvan Telling, Torkil Juul Thomsen og Sigurd Bech stovnaðu í 1964 Cream Crackers. Tað var Bruno Thomsen av Tvøroyri, sum kom við uppskotinum at kalla upp mest seldu keksina í Føroyum. Hetta komst eisini av, at tónleikabólkar í Onglandi um hetta mundið fingu óvanlig nøvn sum tildømis Who og Them.

Birgar spældi bæði bass-og rýtmuguitar. (Mynd Vagnur)
Birgar spældi bæði bass-og rýtmuguitar. (Mynd Vagnur)

Teir fýra høvdu góðar venjingarumstøður í einum húsum hjá Emil Juul Thomsen, og keyptu teir skjótt góða útgerð, sum var tann besta í landinum tá. Cream Crackers spældu í Klubbanum, Losjuni og Sjónleikarhúsinum. Av og á varð spælt í B36 húsinum og barakkini í Gundadali. Eisini spældi bólkurin á bygd og var mangan í Klaksvík, Vestmanna og á Tvøroyri.

Í 1988 kom Sigurd Bech úr Danmark at spæla við Cream Crackers Aftur í 60- árini. (Mynd Vagnur)
Í 1988 kom Sigurd Bech úr Danmark at spæla við Cream Crackers. (Mynd Vagnur)

Í 1967 var Cream Crackers við eini poppkonsert í Havn, har teir fýra vóru ílætnir sum teir í enska bólkinum Dave Dee Dozy Beahy Mich & Tick. Ì 1968 vóru Cream Crackers ein minniligan páskatúr kring oyggjarnar, sum DFDS skipaði fyri. Tá spældi Cream Crackers umborð í Klaksvík og á Tvøroyri.

Seinast í 1960-árunum fara Jógvan Telling og Torkil Juul Thomsen til Danmarkar í skúla. Tá koma Hans Christian Clementsen og Djóni Andreasen inn í myndina. Seinni fer Birgar av landinum, og Sigurd Bech gevst. Í teirra stað koma Kári Petersen og Per Debess. Nevnast kann eisini, at Herálvur Andreasen, sum var frálíkur sangari, kom av og á hjálpti til í bólkinum.

Cream Crackers var virkin tónleikabólkur frá 1964 til 1971. Tá tá teir gevast, stovna nakrir av manningini tónleikabólkin Jacta est alia. Men so er tað, at Neistin í 1988 tekur stig at fyriskipa tiltakið Aftur í 60- árini, og tá eydnast at fáa fleiri 60-ára tónleikabólkar aftur á pallin. (Vagnur)

Torkil Thomsen við trummurnar í 1988 Aftur í 60 árini. (Mynd Vagnur)
Torkil Juul Thomsen við trummurnar í 1988 í tiltakinum Aftur í 60 árini. (Mynd Vagnur)

So hyggja vit enn einaferð í stigatalvuna í bestu mansdeild

$
0
0
Kyndilsmenn hava ikki nógv skot eftir í byrsuni til tess at náa FM-finalurnar.
Kyndilsmenn hava ikki nógv skot eftir í byrsuni til tess at náa FM-finalurnar.

Stóru søgurnar og harvið broytingarnar í bestu mansdeild eru, at toppskjúttin Áki Egilsnes fer til Íslands. Nicklas Selvig flytir úr Kollafirði til Vestmannar, og at Mladen gevst sum málverji í Kyndli. Stóri spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka kappingina at koma í FM-finalurnar? Støðan í taptum stigum er, at H71 hevur einki stig tapt, KÍF tapt sjey stig, VÍF sjey stig, StÍF ellevu stig, Kyndil trettan stig, Neistin fjúrtan stig og Team Klaksvík tjúgu stig. Liðini spæla fýra umfør, og tí kann alt broytast ógvuliga skjótt.

Eg hevði frá byrjan rokna við, at H71, Kyndil og KÍF vóru bestu boðini at koma í FM-finalarnur, serliga tí Nicklas Selvig var komin aftur til Kollafjarðar. Kyndilsliðið hevur snávað serliga orsaka av skaðum, leikbanni, vantandi spæliloyvi ella rættari sagt, liðið higartil ongantíð hevur verið fullmannað til dyst. Brekkan hjá Kyndli er í løtuni brøtt at koma í FM-finalurnar, men møguleikin er sjálvandi har, tí vit spæla enn í øðrum av fýra umførum. Men tá tú tildømis hevur tapt seks stig fleiri enn VÍF og KÍF, so mást tú vinna mest sum allar dystirnar ímóti hesum liðum í triðja og fjórða umfari.

04.12.2015 20.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A137 Team Klaksvík Kyndil
05.12.2015 18.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A138 KÍF VÍF
06.12.2015 16.00 Høllin á Hálsi A139 Neistin StÍF
13.12.2015 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A140 StÍF Team Klaksvík
13.12.2015 16.00 Hoyvíkshøllin A141 H71 KÍF
16.12.2015 19.30 Hoyvíkshøllin A142 H71 StÍF
16.12.2015 20.00 Høllin í Vestmanna A143 VÍF Neistin
18.12.2015 20.00 Høllin á Hálsi A146 Kyndil KÍF
19.12.2015 15.00 Høllin á Hálsi A144 Neistin H71
19.12.2015 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A145 StÍF VÍF

Vónleyst er í løtuni at siga, hvat seinna liðið spælir FM-finalurnar ímóti H71. Hyggja vit eftir dystunum fram til jóla, so skulu vit fyrst hyggja at dystinum nú leygardagin millum KÍF og VÍF. Týndingarmikil dystur fyri bæði liðini. Síðani spæla H71 tveir heimadystir ímóti KÍF og StÍF tann 13. desember og 16. desember. 18. og 19. desember eru aftur tveir áhugaverdir dystir, tí tá spæla Kyndil og KÍF í Havn, og StíF tekur ímóti VÌF. Sigi alt hetta, tí eg rokni við, at hesir dystir koma at gera av, um serliga Kyndil og StíF detta av FM-vogninum, tí so nógv stig eru tapt higartil.

Spennandi at fylgja við, hvussu VÌF liðið fer at hátta sær við Nicklas Serlvig á liðnum, og hvønn týdning tað hevur fyri kyndlamenn, at Mladen ikki stendur í málinum. Ì løtuni eru VÍF og KÌF í góðari støðu at náa FM-finalurnar, meðan brekkan hjá StÍF og Kyndli er vorðin dekan ov brøtt. Alt hetta fáa vit at vita virkurnar fram til jóla.

Nú hevur H71 vunnið allar dystirnar higartil serliga takkað verið útlendingunum Peter Krogh og Mark Marcher í álopinum, og sum hava skotið hundrað fyri H71 higatil. Alt gott um, at H71 hevur góða verju, men tað var serliga ein fongur, at liðið fekk Peter Krogh. Slíkir spælarar gera veruligan mun í føroysku kappingini. (Vagnur)

mier Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 11 310 237 73 22
2 KÍF 10 252 217 35 13
3 VÍF 10 270 263 7 13
4 StÍF 10 264 260 4 9
5 Kyndil 11 284 288 -4 9
6 Neistin 10 234 252 -18 6
7 Team Klaksvík 10 230 327 -97 0

Úr myndasavninum – Meira lív í miðbýin, hvat merkir nú tað?

$
0
0
Um hetta mundið nógvir handlar á Áarvegnum og oman á Kongabrúnna. (Mynd H.N.J)
Um hetta mundið nógvir handlar á Áarvegnum og oman á Kongabrúnna. (Mynd H.N.J)

Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at minnast nógvu handlarnar, sum vóru frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Á niðastu hædd í Hotel Hafnia vóru millum annað handlarnir Sýran, Skilling, Hárfríðkanarstova, hinumegin vegin matvøruhandilin hjá Jacobi Lützen og blómuhandilin hjá Trónd Hansen. Longri niðri Kjøt, Tubakk, Centrum, handilin hjá Liffu, Baldursbrá, Blákollan, Gongin og Essaba. Eystan fyri Essaba, var handilin hjá Aage Dahl, Sápuhúsið, Radio-el, málingahandilin hjá Poul í Geil, og longri niðri Niels Arge, tubbakshandilin hjá Oscar Arge og handilin hjá Carl á Lag. Tá var nógv lív í miðbýnum, sum fólk nú sakna.

Á hesari myndini er Apotekið á Vaglinum. (Mynd HNJ)
Á myndini er Apotekið á Vaglinum. Ford Taunus bilurin sigur mær, at myndin er frá 1960-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Seinastu nógv mánaðirnar hevur nógv kjak verið á Facebook um at fáa meira lív í miðbýin. Nú velst um, hvat fólk meina við miðbýin í Havn. Er miðbýurin bara Vaglið, so kann ikki meira lív koma á Vaglinum uttan á grækarismessu, á ólavsøku ella, tá okkurt serligt er á skránni í miðbýnum. Millum annað, tá ølstøðini og dansistøðini lata aftur sunnunátt, og tey ungu streyma út á gøturnar. Orsøkin er einfald, at minni lív er í miðbýnum. Ov fáir handlar eru á Vaglinum og har á leið. Men fara vit oman í Vágsbotn, niðan Tórsgøtu ella eftir Sverrigøtu og Dr. Jacobsensgøtu og oman í Bøgøtu, so er nógv lív í býnum hvønn einasta dag.

Góð mynd. Perlan er har og ikki at gloyma pissihúsið. (Mynd H.N.J)
Góð mynd. Perlan er har og ikki at gloyma pisshúsið. (Mynd H.N.J)

Føroyingurin er tiltikin beindovin, og kundu vit koyrt við bilinum inn í handilin, gjørdu vit tað. Hetta síggja vit nú í býnum, har fólk parkera bilin so tætt handlinum, sum einaferð tilber. Tá handlarnir fækkast í miðbýnum, koma færri fólk í miðbýin. Í mínum ungu døgum var eisini apotek og posthús á Vaglinum, sum dregur nógv til sín, og har vóru eisini fleiri pylsuvognar og kioskir.

Tórshavnar kommuna er eisini við at minka um lívið í miðbýnum, tí sjálvt ólavsøkan er flutt úr miðbýnum og Niels Finsensgøtu oman á Skálatrøð. Kunnu vit so gera nakað til tess at økja um virksemið í miðbýnum. Uttan iva ikki, tí tíðirnar broytast. Mær hevur altíð dámað væl Tórsgøtu, Vágbotn og so Skálatrøð, tí har er veðurgott og góður sólargangur. Har á leiðini er nógv virksemi, og har síggjast nógv fólk, tá veðrið er til vildar.

Um handa kostnaðarmikla nýggja trappan fer at økja um meira lív í miðbýunum, loyvi eg mær at ivast í. Niðasta myndin er vøkur, atlíð áhugavert at síggja laðaðu garðarnar. Ikki ein bilur í gøtunum. Hugnaligt. (Vagnur)

 

 

Aftur í 60 árini – Islanders er sprottin úr Realskúlanum (2)

$
0
0
Islanders avmyndaðir 1989. Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Páll Kürberg, Niels Símun Johannessen, Jógvan og Símun Arge. (Mynd Vagnur)
Islanders avmyndaðir 1989. Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Páll Kürberg, Niels Símun Johannessen, Jógvan Dahl og Símun Arge. (Mynd Vagnur)

Tá Neistin í tjúgu ár skipaði fyri tiltakinum Aftur í 60 árunum, var eitt av stóru málunum at fáa 60-ára bólkar aftur á pallin. Bólkar, sum ikki høvdu spælt saman í nógv ár, summir ikki síðani í 1960-árunum. Islanders úr Havn var ein av bólkunum. Bass-spælarin í bólkinum Símun Arge segði soleðis við undirritaða í eini leikskrá, sum var gjørd til tiltakið.

Bólkurin er sprottin úr Realskúlanum, har nakrir unglingar funnu saman og stovnaðu bólkin Islanders. Jógvan Dahl, Niels Símun Johannessen og Símun Arge gingu í sama flokki. Hetta má vera í 1965. Islanders spældi nógv í Losjuni og spældi eisini nógv til skótaveitslur.

Islanders í Sjónleikarhúsinum í 1967. Frá vinstru: Niels Símun Johannesen, Páll Kürberg, Jógvan Dahl Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge.
Islanders í Sjónleikarhúsinum í 1967. Frá vinstru: Niels Símun Johannesen, Páll Kürberg, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge.

Islanders spældi fyrst við einari manning til 1967, síðan fór útskifting fram, tí tónleikarar fóru av landinum. Islanders spældu fyri seinastu ferð á ólavsøku 1969. Tá kom so ein langur steðgur í, til Neistin í 1989 heitti á Islanders at spæla í tiltakinum Aftur í 60 árini. Ì 1989 var manningin Símun Arge, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg, Niels Símun Johannessen og Páll Kürberg. Aðrir, sum eitt skifti eisini vóru í bólkinum vóru Johan Mc Donald, Cristian Poulsen og Robert Mc Birnie.

jkjk
Páll Kürberg var góður sangari, og so minnist eg eisini hann sum frálíkan fótbóltsspælara. Frá ungum árum hevði Páll trupulleikar við lungunum, og hetta órógvaði hann eitt sindur, tá hann sang og spældi fótbólt. (Mynd Vagnur)

Islanders gjørdist føroyameistari

Í 1967 var stórhending í Sjónleikarhúsinum, tí tá varð skipað fyri størsta “poppshowi” nakrantíð. Í november mánað var Sjónleikarhúsið stúgvandi fult við ungum fólk. Á pallin skuldu kappast bólkarnir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly boys, Snippies og Thunderbirds. Eitt sokallað føroyameistaraskap.

Kappingin fór fram á tann hátt, at áhoyrarar, sum høvdu keypt sær leikskrá, sluppu at atkvøða, hvør tónleikabólkur var best, men veikleikin var, at allir áhoyrararnir høvdu ikki keypt sær leikskrá. Hetta fanst millum annað Sosialurin at.

Skipað var eisini fyri mótasýning og GO GO dansi. Kappingin var leygarkvøld og sunnukvøld, og Sjónleikarhúsið var fullsett bæði kvøldini. Islanders vann kappingina. Sosialurin skrivar, at Silly boy, Thunderbirds og Islanders spældu best.

Til stuttleika kann nevnast, at atgongumerkini kostaðu níggju krónur leygarkvøldið og tólv krónur sunnukvøldið kvøldið, tá kappingin endaði. Frásøgufólk vóru Elin Mouritsen, Jákup Zahle og Heini Davidsen. (Vagnur)

Í 1967 var eisini mótasýning og GO GO danskur í Sjónleikarhúsinum.
Í 1967 var eisini mótasýning og GO GO danskur í Sjónleikarhúsinum.

Islanders var sum omanfyri  sagt við í Aftur í 60 árunum í 1989, men tíggju ár seinni í 1999 var Islanders aftur á pallinum í høllini á Hálsi. Tá var manningin Símun Arge, Jógvan Dahl, Niels Símun Johannessen, Christian Poulsen og Robert McBirnie. (Vagnur)

Einar 300 villdunnur halda hesa ársins tíð til í Plantasjuni

$
0
0
Dunnurnar eru spakar, men kemur tú alt ov nær, fara tær á flog. (Mynd Vagnur)

Hvønn dag gangi eg fram við í ánni í Plantasjuni í Havn. Har eru nakrar fáar villdunnur, men fert tú niðan til báðar stóru hyljarnar, eru nógvar villdunnur. Umleið 300 dunnur hesa ársins tíð. Ein dagin kom eg at hugsa um, hvussu mangar villdunur munnu vera í Føroyum.

Eg spurdi ein mann, sum hevur dunnur, um hann visti nakað um hetta. -Tað yður við villdunnun kring landið, men hyggur tú í fuglabókina hjá Mikkjali á Ryggi,  er at lesa, at lítið er til av villdunnu. Gongur tú fram við áum um summarið, sært tú ofta villdunnu.

Fyri tíggju árum síðani var eg í farloyvi sum lærari og arbeiddi í Plantasjuni, og hetta var frálíkt og spennandi arbeiði. Millum annað fóðraðu vit hvønn dag smáfuglarnar, men serligt var at fóðra nógvu villdunnurnar um veturin, sum hildu til í báðum stóru hyljunum. Var frálíkt veður, fingu dunnurnar nóg mikið eta frá fólki, sum við børnum komu í Plantasjuna. Men var vánaligt veður, komu fá fólk til hyljarnar, og tá máttu vit geva dunnunum.

Villdunnurnar í Plantasjuni venjast skjótt við fólk. (Mynd Vagnur)

Í Fuglabókini stendur millum annað um villdunnuna: Villdunnan er hjá okkum alt árið. Steggin er mestu tíðina á ári av litfríðastu fuglum. Høvd og hálsur hava ein glitrandi grønan lit, snøgt avmarkaður við einum hvítum ringi niðast um hálsin. Bringan brúnlig. Mitt á vonginum er ein glitrandi bláur fyrhyrntur litur, kallaður “spegilin”, avmarkaður við einari svartari og hvítari striku. Steggin rýmir, meðan bøgan liggur á og heldur til í einum steggjaflokki, meðan hann missir flogfjaðrarnar. Bøgan er brún og ikki eins litføgur og steggin.

Fyri tað mesta eigur villdunnan tætt við eina á ella eitt vatn, oftast undir vatnbakkanum. Eggini er vanliga átta til tíggju egg, og tá ið bøgan fer av, breiðir hon oftast dún aftur yvir eggini, so tey kunnu vera verri at fáa eigu á. Eftir fýra vikur koma ungarnir út. Og so skjótt teir eru turrir , fer mamman við teimum at vatninum, og tað er ótrúligt, sum ungarnir eru kvikir til fóts. Eftir sjey, átta vikur eru ungarnir floygdir.

Trupulleikin í Plantasjuni er, at har eru bæði kettur, krákur og likkur. Steggin er ikki stór hjálp hjá bøguni at ansa ungunum, og fáir ungar koma undan. Í verpingartíðini, sum er í mai mánað og út í september mánað, minka villdunnar í Plantasjuni, og tá eru bara ein tretivu dunnur. Hetta er gamlar dunnur, sum eru ov gamlar at reiðrast.

Onkur leggur óivað til merkis, at eg brúki navnið Plantasja og ikki Viðarlund. Ein viðarlund er plantaður skógvøkstur sambært orðbókini, men síðani eg var smádrongur, fóru vit niðan í Plantasjuna, og hetta navnið kemur altíð at vera í mínum hugaheim. (Vagnur)

Fyrstu ferð grein er tikin av aftur heimasíðuni

$
0
0
Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vestmanna. (Mynd Vagnur)
Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vestmanna. (Mynd Vagnur)

Hósdagurin, tað vil siga í gjár, var serligur dagur hjá mær í heimasíðuhøpi. Í hálvtfjórða ár havi eg skrivað 1134 greinar á heimasíðuni. Havi altíð lagt áherðslu á, at greinarnar vera skrivaðar á góðum føroyskum máli, sum einferð tilber, og førleikin røkkur. Greinin skal vera borðbar, tað vil siga, at fólk, sum eg geri samrøður við, kunnu síggja greinina, áðrenn hon fer á heimasíðuna. Tað skal alt vera rætt, sum eg skrivi, sjálvt um tú í ítróttagreinum spáar um úrslit og annað í komandi dystum. Hósdagin tók eg grein av aftur heimasíðuna, tí kvinna er ørg um, at eg skrivaði greinina uttan fyrst at tosa við hana. Hon nertur her við mítt trúvirði í míni skriving. Orsøkin, at eg skrivaði greinina er henda: So kann lesarin meta um.

Hósmorgunin hitti eg vestmannakvinnu í SMS, har vit tosaðu eina løtu um hondbólt. Hon segði mær, at tvær vestmannakvinnur vóru við barn. Eg hugsaði beinanvegin í hondbóltshøpi, at tá VÍF missir tveir so sterkar lyklaspælarar, so ávirkar hetta sjálvandi landskappingina hjá kvinnum. At kvinnurnar eru við barn, kom í aðru røð, eg hugsaði allar fyrst í hondbóltshøpi, tí VÍF er jú eitt av teimum trimum liðunum, sum eru ávegis í FM-finalurnar. Kenni sum so ikki kvinnurnar uttan frá hondbóltinum, havi bara tosað við aðra í telefon.

Komin heim, ringdi eg til annan spælaran, men har var einki samband. Síðani ringdi eg til viðspælara hjá umrøddu kvinnunum, sum váttaði fyri mær, at báðir spælararnir vóru við barn. Fór eitt stig longur og skrivaði teldupost til neistavinkonu og spurdi, um hon kendi til málið. Hon svaraði stutt aftur, at hetta vita fólk. Eisini fekk eg at vita, at landsliðsspælarar vistu, hví annar VÍF spælarin ikki spældi ímóti Bretlandi.

Nú helt eg, at hesi tíðindini vóru so almenn, at greinin kundi skrivast. Kanska skuldi eg valt eina aðra yvirskrift, men greinin var skrivað í hondbóltshøpi, har støðan í bestu kvinnudeild var við, og har eg hugleiddi at sindur um møguleikarnar hjá VÍF komandi dystirnar. Seinni um dagin fekk eg teldupost frá tí eina spælaranum, sum helt, at eg var ábyrgdarleysur at skriva greinina uttan at tosa við hana. Hetta hevur hon part rætt í, men í hesum førinum dugdi eg ikki at síggja at hava gjørt nakað skeivt, tí tíðindini vóru jú longu almenn. Eg skrivaði jú einki ósatt. Føroyar er lítið land, og slíkar søgur fara sum ylur um landið, sum í hesum førinum byrjar í Vestmanna.

Seinni tók eg greinina av heimasíðuni, tí eg havi ongan áhuga í at sára hondbóltsspælarar, og hetta var slett ikki í mínum hugaheimi frá byrjan. Eg sá bara søguna í hondbóltshøpi. Sjálvandi gerist eg keddur, tá onkur “pilkar” við mítt trúvirði í míni skriving. Hetta er fyrsta greinin av 1134 greinum, sum er tikin av aftur heimasíðuni. Í 1980 -árunum og nakað seinni skrivaði eg heilt nógv lesarabrøv í bløðunum, fekk ongantíð nakrar trupulleikar, tí eg fór ongantíð eftir persónunum, talan var um, men eftir málinum. Havi skrivað í so mong ár, at eg veit, hvar greinsan gongur. Havi stóran áhuga í fjølmiðlum, myndum og fjølmiðlasiði.

Vóni, at báðir VÍF spælararnir, sum eru almennir persónar í hondbóltshøpi, halda mær til góðar. Sjálvandi var allar best, um eg fekk samband við spælararnar, áðrenn greinin var skrivað. Eg komið beint nú at hugsa um aðra grein, sum líkist hesari. Hetta var tá tveir KÌF spælarar høvdu verið ov nógv í býnum. Formaðurin í KÍF hevði verið í fjølmiðlunum, men eg fór eitt stig víðari. Fekk upplýsingarnar frá einum nevndarlimi í KÍF, men onkur helt, at eg var farin ov langt. Alt spældi tó væl av, og fleiri kollfirðingar søgdu mær seinni, at gott var, at eg skrivaði greinina, tí nú savnaðist øll bygdin um mansliðið, sum seinni á kappingarárinum vann FM-heitið. (Vagnur)

Nakað vantar, tá tú ongantíð hevur hitt abbarnar ella ommurnar

$
0
0
Abbi var fyrsti havnarmeistari í Havn frá 1929 til 1941. (Mynd Vagn Erik)

Báðir abbar mínir doyðu, áðrenn eg varð føddur, og mangan á lívsleiðini havi eg saknað teir báðar, tí teir vóru serligir hvør á sín hátt. Báðir vóru skipsførarar, har annar var stýrimaður á fyrstu føroysku sluppini, sum fór fiskirannsóknarferð til Grønlands í 1906, og hin abbin var skipari, átti sluppir og tók stig at byggja stórt turkihús á Heygnum Mikla í 1934. Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen, sáli og pápabeiggjarnir Ejler Michelsen, sáli, og Vagn Erik Michelsen siga niðanfyri soleiðis um abbar mínar, sum eg tí verri ongantíð havi hitt. Eg havi altíð følt, at okkurt tí vantar. 

Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen sigur soleiðis um Hvannasundsbrøðurnar Sámal og Christian Christiansen úr Norðdepli í bókini “Verjir  fyri Havnarvág” eftir Mikkjal Helmsdal.

Christian var føddur 9. september 1874 og doyði  25. august 1944, og Sámal var føddur 20. august 1881 og doyði 29. august 1974. Christian og Sámal settu búgv í Havn, har teir bygdu sær báðir hús við Landavegin. Christian í 1901 og Sámal í 1909.

Teir komu báðir úr Norðdepli, synir Jógvan Christiansen, sum síðani á sumri 1879 hevði stjórnað útihandlinum hjá Jørgen Bech & Sønner har norðurin. Hesin Jógvan (1848-1940) og konan Elisabeth Mariane Debess (1849-1938) vóru annars av uppruna havnarfólk.

Sámal og Christian abbi umborð á slupp. (Myndaeigari: Jógvan Christiansen)

Annars er at siga um Jógvan, at hann sambært fólkteljingina í 1870 tá var komin til Eiðis at vera í handli har, sum danin Jens Jørgen Kruse skipari av Rømø rak fyri Jørgen Bech & Sønner, og at hann vanliga millum manna varð nevndur Havnar-Jógvan.

Tá ið Christian og Sámal vóru komnir til mans, keypti Jógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Fyrstu árini høvdu teir skipara frá Gøtugjógv, men frá 1900 førdi Christian hana, til teir á heystið 1903 keyptu “King Arthur”, sum gjørdist eitt av kendu havnarskipum inn til seinna kríggið. Christian fór tá at føra King Arthur, og beiggin Sámal fór at føra Jubilee. Men heystið í 1909 gjørdist Jubilee vrak, tí sluppin kom ov nær landi í Skotlandi.

Teir keyptu síðani annað skip “Ternuna” frá Sørini Müller í Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd. Síðan keyptu teir “Grundick”, sum Sámal koma at føra.

King Arthur gjørdist vrak í ódnarveðri í Íslandi í 1941. (Myndeigari: Jógvan Christiansen)

Havnar-Jógvan keypti handilin í Norðdepli frá Jørgen Bech & Sønner, og hann fór undir at turka fisk í bygdini, so eisini heimafólkið har vann væl av peningi. Men tá ið komið var inn í 1930-árini byrjaði innandura turking at gera seg galdandi, og tað kom at vera í Havn. Hvannsundsmenninir bygdu turkihús á Heygnum Mikla í 1934, og tað var Jógvan elsti sonur Christian, sum stóð fyri arbeiðinum. Teir turkaðu fisk til miðskeiðis í 60-árunum, tá ið fiskaturking í Føroyum so líðandi helt uppat.

King Arthur var í Íslandi í 1941 og keypti fisk til bretska marknaðin, men ein dagin, hon lá fyri akkeri úti fyri Njarðvík, brast hann á við ódnarveðri. Har beyðst ikki bót, skipið rak á land og varð vrak. Tá var Havnar-Jógvan farin, hann doyði í 1940 – 91 ára gamal. Grundick var í vinnu til inn í 60 árini, tá ið hon varð løgd. Hon lá inni á Kollafirði, men í eini útsynningsódn sleit hon og rak tvørtur um Tangafjørðin og á land á Eysturoynni, har hon gjørdist vrak.

Sámal gjørdist ein gamal maður, hann doyði í 1974 og var farin um tey 93 árini.

Tveir av synunum hjá Christiani vóru vinnulívsmenn. Hin eldri Jógvan, sum hevði roynt seg sum bónda í Grønlandií nøkur ár, fór saman við systkinabarninum Guttormi í Hvannasundi at reka handil og annað í Kollafirði undir heitinum P/F Langasandur. Hin sonur Havnar-Jógvan Debes helt fram við virkseminum, sum familjan hevði rikið í Havn: Turkihús, skip o.a. Turkihúsið stendur enn á Heygnum Mikla.

Pápabeiggi mín Vagn Erik Michelsen, sum býr á Tjarnargarði, og Ejler Michelsen, sum er farin, siga soleiðis um abba mín Hans Jacob Michelsen við Mikkjal Helmsdal í bókini “Verjir fyri Havnarvág”.

Hans Jacob Michelsen (Hans Jakku í Dalólastovu) er føddur 17. november 1878 og doyði 27. feburar 1943. Hans Jakku fekk skiparaprógv 29. mars 1897, og tað varð tikið umborð á krússaranum Hejmdal, men einki verður sagt um, hvør lærarin var.

Sum hjá allarflestu føroyingum tá var sjógvurin álitið hjá Hans Jakku. Hann var til skips við ymsum skipum millum øðrum William Martin í Rituvík og Beautiful Star í Havn. Í átta ár var hann bestimaður hjá Jens Mohr við Lalla Rookh.

Hans Jakku abbi var stýrimaður við fyrstu sluppini, sum fór fiskirannróknarferð til Grønlands í 1906. (Mynd Vìkingasynir)

Í 1906 var fyrsta árið, føroyingar vóru royndarfiskiskap í Grønlandi. Tvey skip skuldu fara: Karin hjá Napoleon í Dali í Havn og Havgásin hjá Tummasi við Kráir í Vági. Hans Jakku var tá við Havgásini sum bestimaður. .

Í 1908 var danska havrannsóknarskipið Thor inni á havnini og sóknaðist eftir evnum til bátsmann. Teir vóru á veg til kanningarferð i Miðal- og Svartahavinum. Tað var Hans Jakku, sum fór við. Ferðin vardi í tríggjar mánaðir.

Tann stóri skipaflotin, vit longu høvdu fingið um aldarmótið, kravdi nógv arbeiði við seglum, so í Havn eins og í øllum størru bygdum sótu menn í pakkhúsloftum um vetrarnar og bøttu og seymaðu segl. Ein av hesum monnum var Hans Jakku. Í 1906 var hann har suðurin á Gørðunum og seymaði segl. Høvuðsrørindini mundu tó helst vera at leggja vágbingum lag á at skera segl til.

Tá var Hans Jakku ein av teimum fáu í landinum, sum dugdi hetta kynstri. Tað segldúksarbeiði, sum ikki kravdi rúmsátt arbeiðspláss, so sum segl til bátar og motorar, bjargingarbelti o.a. tók hann sær av heima við hús.

Seinastu umleið fimtan árini áðrenn hann gjørdist havnarmeistari, var Hans Jakku handilsforvaltari hjá J.P. Evensen & Søn, og tók hann sær av hesum starvi m.a. av fiskaturkingini.

Hans Jakku var í býráðnum frá 1922 til 1934 og alla tíðina varaformaður. Hann var havnarmeistari frá 1. desmeber í 1929 til 31. desember 1941. Hann var eisini limur í havnarnevndini frá 1913 til 1920.

PS. Ommurnar Amanda Michelsen og Sigrid Christiansen doyðu báður í 60 árunum. (Vagnur)

 

 

 

 

Havi nógv góð minni úr Undirhúsinum í Vágsbotni

$
0
0
Frá vinstru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen.
Frá vinstru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen.

Myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá vinmanni úr Danmark, er av trimum farnum og kendum havnarmonnum. Myndin er tikin í Undirhúsinum í Vágsbotni. Menninir eru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen, sum eg kendi allar meira og minni. Í mínum ungu døgum var Vágsbotnur og harvið Undirhúsið miðdepil í býnum. Eg kom heilt nógv í Undirhúsið serliga í 1980-árunum og seinni. Altíð áhugavert at hoyra eldri menn práta saman, og tú fekst nógv at vita um fiskivinnu, politikk, familjur og annað áhugavert í gerandisdegnum.

Undirhúsið var serligt fyri okkum, sum høvdu bát og bil, tí oljuna til bátin keyptu vit frá Zacharisi á Argjaboða og seinni Peturi Nielsen, sum ansaðu oljusøluna. Eisini keyptu vit agn í Undirhúsinum, sum var eitt trongt smalt rúm innan fyri oljupumpuna. Seinni var størri rúm fingið aftrat suðureftir við síðuna av gamla Undirhúsinum, har møguleiki var at lesa bløð og spæla kort á fleiri borðum.

Góða myndin omanfyri er fyri meg serlig, tí fara vit fyrst til Poul Guttesen, fyrrverandi býarverkfrøðing, so kendi eg Poul heilt væl. Hann var pápi vinmann mín Finn Bjørn Guttesen, sum býr á Fjóni í Danmark. Eg vitjaði mangan Poul, sum var áhugarverdur at práta við. Hann var fegin um vitjanina, og hann bað meg altíð koma skjótt aftur. Havi á heimasíðuni skrivað grein um Poul Guttesen.

Nógv fólk kom í Undirhúsið at keypa olju, bensin og agn.
Nógv fólk komu í Undirhúsið at keypa olju, bensin og agn. (Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Poul var sonur Johannes Simion Guttesen úr Havn, róptur Gutta Jens, og Elsebeth Kristinu Poulsen úr Vestmanna. Poul og tey vóru níggju systkin, og 22 ár vóru millum Poul, sum var elstur, og Karl, sum var yngstur. Øll sysktini eru fødd í húsum á Gripsvegi, har Karl býr. Poul, sum var giftur Hedvig, var føddur 4. oktober 1911 og doyði 15. februar 1996.

Maðurin í miðjuni eitur Petur Nielsen, sum í nógv ár sigldi sum stýrimaður við skipum hjá DFDS. Petur er úr stórum systkinaflokki, tí Niels í Heiðinum og konan Anna Maria, sum var av Argjum, áttu tólv børn. Seks gentur og seks dreingir. Barnaheimið hjá Peturi stendur við Tórsgøtu.

Eg kom serliga at kenna Petur, tá hann kom at arbeiða á oljustøðini í Vágsbotni, eftir at Zacharis á Argjaboða var givin. Petur átti bát, og hetta prátaðu vit mangan um, og so var hann virkin í Havnar Róðrarfelag. Tað vóru hann og Eigil Hansen, sum gjørdu fyrsta fasta startin undir Argjalandi. Teir báðir startaðu eisini í nógv ár kappróðrarbátar á ólavsøku. Petur var føddur 30. juli 1918 og doyði 21. september í 2003.

Ì 1977 flutti Poul Hansen heilsøla niðan á Háls. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Í 1977 flutti Poul Hansen heilsøla niðan á Háls. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Hans Hansen, sonur Poul Hansen, hevði eg ikki nógv samband við, men Hans var virkin í Lions, sum skipaði fyri fleiri fiskikappingum. Bátur okkara var við í mangari fiskikapping, og sannur dámur var í Vágsbotni, tá silvurtoskurin var handaður vinnarunum, og fiskurin seldur á uppboðssølu. Hans og teir vóru fimm brøður. Jákup og Helgi fluttu til Danmarkar, har Helgi er enn á lívi. Síðani vóru Aksel, Jørgen og Hans. Kona Hans æt Frida og var av Eiði.

Hans tók við leiðsluni av stóru heilsøluni, tá pápin legði frá sær. Poul Hansen byrjaði at reka heilsølu miðskeiðis í 1920-árunum og helt til á Bryggjubakka og við tíðini víðkaði virksemið við bygningi á Eystaru bryggju, og í 1956 varð fingið innivist fyri frystigoymsluni hjá Bacalao. Í 1977 bygdu tey nýggjan bygning uppi á Hálsi, og tá var syrgt fyri, at bæði skrivstovur, goymslur, herundir eisini frystigoymslur, vóru í sama bygningi.

Minnist einaferð, at eg bankaði á hurðina á kontórinum hjá Hans Hansen. Ørindi míni vóru at fáa eina lýsing til blað hjá Neistanum. Hans helt, at hann hevði stuðlað Neistanum nóg mikið og vildi ikki rættiliga út við lýsingini. Eg mátti finna uppá okkurt, so eg fekk lýsingina. Segði við Hans, at nú hevði eg stuðlað Lions í so nógv ár, tí bátur okkara var við í hvørjari fiskikapping. Rósti fiskikappingini, sum var frálíkt tiltak, og at innkomni peningurin fór til gott tiltak. Tá blotnaði Hans, og eg fekk lýsingina. Hans var føddur 29. juli 1922 og doyði 1. apríl 2001.

Undirhúsið er framvegis í Vágsbotni, men ikki á sama hátt,  sum tá bensinstøðin var har. Nú eru eisini so nógvir menn farnir, sum hildu lív í undirhúsinum. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 


Irena Bliznova úr Russlandi er besti spælarin higartil

$
0
0
Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.
Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.

Altíð áhugavert og spennandi at fylgja eini heimsmeistarakapping í hondbólti, tí HM-kappingin er so nógv øðrvísi enn EM-kappingarnar. Tú sært í hesum døgum ikki bara europeisk lond, sum flestu spæla sama slag av hondbóltsspæli. Í HM-kappingini sært tú tildømis eisini kvinnur úr Japan, Korea, Afrika og Brazila, sum spæla øðrvísi hondbólt enn vit vanliga síggja. Mánakvøldið sá eg tveir góðar dystir, sum sjáldan áður. Fylgdi fyrst dystinum millum Russland og Spania. Serliga legði eg merki til vinstrahenta russiska spælaran Irenu Bliznova, sum var úrmælingur á vøllinum.

Irena Bliznova kann so ómetaliga nógv á hondbóltsvøllinum.
Irena Bliznova kann so ómetaliga nógv á hondbóltsvøllinum.

Irena bleiv eftir dystin kósin besti spælarin á vøllinum. Hóast 182 høg og vigar fleiri og 70 kilo, so var hon ógvuliga fim, hoppaði høgt, skeyt hart, teknisk snild og var góð í gjøgnumspæli. Hon kundi so ómetaliga nógv í álopsspælinum, sum eg sjáldan havi sæð áður. Irena er 29 ára gomul og spælir við russiska felagnum Lada Togliatti, og verður metta sum tann heilt stóri “lyklaspælarin” á unga russiska landsliðnum, sum er komið til Danmarkar.

Eins og nógvir aðrir hondbóltsspælarar, so hevur Irena eisini verið skadd eitt skifti, og var tí ikki við í EM-kappingini í Makedonia. Hon var á russiska landsliðnum, sum vann HM-kappingina í 2005. Russiska liðið tók øll á bóli í fyrsta dystinum, tá liðið knógvaði fyrst Norra við einum máli og síðani í gjárkvøldið Spania við tveimum málum. Liðiið hevur harða verju við stórari breidd, og so hetta skjóta álopsspælið við heilt fáum villum. Veikasta liðið í russisku ketuni er uttan iva málverjarnir, sum ikki enn hava staðið so væl.

Seinni mánakvøldið sá eg Frakland og Korea, tvey heilt ymisk lið. Kropssterkar stórar franskar kvinnur, sum skjóta hart og spæla væl, men ímóti teimum smáu, skjótu og teknisku koreansku kvinnunum, komu fronsku kvinnurnar mangan í stórar trupulleikar. Havi áður sæð fleiri koreansk landslið, men ongantíð sæð eitt lið, sum spælir so skjótt, spælararnir flyta seg so skjótt, og har teknikkur er í hásæti. Korea varð snýtt fyri eitt mál, og íslendsku dómararnir og øll, sum sótu við dómaraborðið, eru send til hús.

Í dystinum millum Norra og Russlandi segði viðmerkjarin, at vit uttan iva síggja Norra og Russland í HM-finaluni. Men vit skulu ikki avskriva Spania, Makedonia, Korea og Frakland. Nú reypa danir í og so nógv fyri eina altjóða kapping, men eg rokni ikki við Danmark, tí báðir høgrabakkarnir í álopinum hjá Danmark eru smáskaddir, og Danmark hevur onga heimstjørnu á liðnum. Danmark kemur tó víðari í bólkinum, men væl skal ganga, um Danmark vinnur heiðursmerki.

Tá eg sá Irenu spæla mánakvøldið, kom eg at hugsa um russiska U17 høgrbakkin, sum var í Føroyum í vár og spældi ímóti Føroyum, Íslandi og Tjekkia. Høg ung vinstrahent genta, sum skeyt óvanliga hart næsta bara við handliðinum. Hesin ungi spælarin minti nógv um Irenu Bliznova.

Russiska landsliðið er eisini serligt, tí frákoyrdi landsliðsvenjarin Jevjenij Trefilov, sum var uppsagnur eftir OL-kappingina í 2012, er gravaður framaftur í nýggjari útgávu. Øll bíða í spenninigi, til hann gerst ovursintur og skeldar til høgru og vinstru. Higartil stendur hesin smílandi venjarin og stýrir spælinum. Okkurt má hann duga, tá eitt so stórt hondbóltsland sum Russlandi, setir Trefilov aftur sum venjara. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Kvinnurnar spældu fyrsta landsdystin 2. november 1974 (e)

$
0
0
Føroyska kvinnulandsliðið 1974. Húkandi f.v: Margit Frisdahl, Kyndil, Halgerð Midjord, Kyndil, Sigrid Andreasen, Stjørnan, Erla Olsen, VÍF, Marjun á Plógv, Kyndil, Jónfríð Sólbjørg, Stjørnan, Johanna Andreasen, Stjørnan, Guðrun Dalsgarð, Kyndil, Súsanna Michaelsen, Stjørnan, Svanna Hanusardóttir, Neistin og Jacobina Joensen, Stjørnan. Tórgerð Klein, Neistin og Jórun Ljósstein, Stjørnan vanta á myndini.
Føroyska kvinnulandsliðið 1974. Húkandi f.v: Margit Frisdahl, Kyndil, Halgerð Midjord, Kyndil, Sigrid Andreasen, Stjørnan, Erla Olsen, VÍF, Marjun á Plógv, Kyndil, Jónfríð Sólbjørg, Stjørnan, Johanna Andreasen, Stjørnan, Guðrun Dalsgarð, Kyndil, Súsanna Michaelsen, Stjørnan, Svanna Hanusardóttir, Neistin og Jacobina Joensen, Stjørnan. Tórgerð Klein, Neistin og Jórun Ljósstein, Stjørnan vanta á myndini.

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi fyrstu landsdystirnar í 1974. Í Havn 2. novembur ímóti Íslandi og í Klaksvík 3. november ímóti Íslandi. Ísland vann fyrsta dystin 11-7 og seinna dystin 18-7. Myndin omanfyri er av íslendska landsliðnum og føroyska landsliðnum. Føroysku spælararnir síggjast fremst húkandi, og íslendsku spælararnir standa. Niðast í greinini havi eg tosað við Finn Hansson um núverandi støðuna hjá íslendskum kvinnuhondbólti.

Eg havi leitað eftir mynd av kvinnulandsliðnum frá 1974. Bara blaðið 14. septembur tók eftir dystin felagsmynd av íslendsku og føroysku spælarunum. Myndin omanfyri er avrit av myndini í 14. septembur, upprunaliga myndin er tíverri ikki til. Tí er góðskan á myndini so vánalig. Føroysku málini í fyrra dystinum skutu Svanna Hanusardóttir 4, Jónfríð Sólbjørg 2 og Torgerð Klein 1. Málini í seinna dystinum skutu Svanna Hanusardóttir 4, Jacobina Joensen 2 og Jónfríð Sólbjørg 1.

Venjarar hjá føroyska landsliðnum vóru Niels Nattestad og Vagnur Michelsen. Vón okkara er, at kanska onkur áskoðari eisini tók mynd av liðnum í 1974. Um so er, sigið okkum frá.

Íslendskur kvinnuhondbóltur

Ìslendskur kvinnuhondbóltur er mentur nógv seinnu árini.
Ìslendskur kvinnuhondbóltur er mentur nógv seinnu árini.

Nógv vatn er runnið í ánna, síðani íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti var í Føroyum og spældi ímóti føroyska landsliðnum í 1974. Eg havi spurt Finn Hansson, hvussu er við íslendskum kvinnuhondbólti, og Finnur sigur: – Stór frambrot fara í løtuni fram í íslenskum kvinnuhondbólti, tí fleiri spælarar spæla í donskum og norsku kappingini. Nakrir spælarar eru komnir aftur til Íslands og hava við sær partar av útlendsku venjingunum við sær aftur til Íslands. Hetta er´stóri munurin frá undanfarnum árum. Kvinnuhondbólturin verður á henda hátt lyftir upp á hægri støði.

Íslenska kvinnulandsliðið spældi í HM og EM-kappingunum seinast, og áhugin er voksin nógv fyri kvinnuhondbólti í Íslandi. Seinnu árini er eisini nógv størri orka løgd í íslendskan kvinnuhondbólt. Ein orsøk er eisini, at íslendska manskappingin er viknað, tí góðu spælararnir, sum fara uttanlands at spæla, gerast yngri og yngri, og tí viknar manskappingin. Eins og í Føroyum missa íslendsku feløgini nógvar ungar góðar spælarar til útlendsk feløg, sigur Finnur.

Tá ið orðini omanfyri eru skrivað, so er sjálvandi spurningurin, hvussu er við føroyska kvinnuhondbóltinum. Er hann eisini mentur seinnu árini, og hvussu standa okkara lið seg í mun til íslendsku liðini? (Vagnur)

 

 

 

 

Serliga danska venjaratoymið snávaði ímóti Ungarn

$
0
0
Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.
Spælstýrarin Kristine (Mulle) Kristiansen var slett ikki í sálarligari javnvág ímóti Ungarn.

Tá eg herfyri sá danska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla venjingardystir í Spania, hugsaði eg mítt. Venjarin Klaus Bruun Jørgensen royndir at læra spælarar á verja longri frammi á vølli, men veruleikin er, at danska kvinnulandsliðið hevur mest sum altíð vart 6-0 við fáum broytingum. Skalt tú verja frammi á vølli, mást tú hava spælarar, sum megna hetta og hava ávíst fótskifti. Ímóti Serbia gekk hampuligt, tó við nógvum útvísingum til danir, tí donsku spælaranir vóru ov seinir. Longu tá fimm, tíggju minuttir vóru farnir av dystinum millum Danmark og Ungarn sást týðuliga, at Danmark fór at tapa dystir. Danski venjarin Klaus Bruun Jørgensen var tikin á bóli og kom ongantíð fyri seg í dystinum.

Eg eri heilt vísir í, at venjaratoymið legði skeiva ætlan fyri dystin. Vinsti vongurin Ann Grete Nørgaard spældi frálíkan dyst ímóti Serbia, og í staðin lata hana byrja inni ímóti Ungarn, spældi Marie Fisker allan dystin. Marie stóð í 60 minuttir plantað sum ein saltsúla við hornaflaggið og kundi ikki spælast, og hon rann fáar ferðir yvirgongd. Síðan vardi danska liðið alt ov flatt í miðverjuni frá byrjan, og tá hetta miseydnaðist, var Rikke Skov sett á beinkin næstan restina av dystinum.

Síðani sást beinanvegin, at vinstri bakkur í verjuni hjá Ungarn lá frammi í triggjametrinum til tess at læsa fastan vinstra bakkin hjá Danmark. Tá so var, hevði spælstýrarin Kristine Kristiansen ongan at spæla til í høgru síðu, og tí royndi hon uttan úrslit at finna Metta Gravholt á linjuni. Hetta miseydnaðist ferð eftir ferð, og sum dysturin leið, runnu donsku spælararnir sum fluga í fløsku í álopinum, har eingin visti, hvør spæliætlanin var. Venjaratoymið var ráðaleyst, tók ikki ein steðg í ein minutt og vistu rætt og slætt ikki, hvat skuldi gerast.

Ja, so sat vinstrihenti spælarin Line Jørgensen alt ov leingi á beinkinum, og Louise Burgaard, sum er skadd, spældi alt ov leingi. Nógv misstøk frá byrjan, sum vit onnur síggja beinanvegin. Vit hava jú eisini spælt hondbólt og vant lið. Má siga, at eg helt lítið um avrikið hjá danska venjaratoyminum. Havi alla tíðina havt mistankan, at danska liðið slettt ikki er nóg gott. Liðið hevur ikki leiðaran á vøllinum, sum hinir spælararnir kunnu seta sítt álit á.

Eg havi sæð spælstýraran Kristine Kristiansen spælt nógvar dystir í donsku kappingini, men ongantíð hevur spælt so illa sum ímóti Ungarn. Hon var ørkymlað frá byrjan. Nú er so er spurningur, um danska liðið megnar at reisa seg aftur ímóti Makedonia og framman fyri 12.000 áskoðarum. Hetta fáa vit at vita fríggjakvøldið. Í dystinum millum Danmark og Ungarn vann tann klóki ímóti tí minni klóka. (Vagnur)

Politiska hornið – Poul Michelsen vantar í politiska kjakinum

$
0
0

poulNúverandi samgonguflokkar kláraðu seg væl í kjakinum mánaðirnar fyri løgtingsvalið. Teir vístu á nógv áhugavert, sum kundi mennast og gerast betur í okkara samfelag. Sjálvt um eg ikki velji Framsókn, so haldi eg, at Poul Michelsen stóð stinnur í kjakinum og var góð mótvekt ímóti serliga braneggaðum sambandsfólkum og fólkafloksfólkum. Men nú hava vit nýggja samgongu, og eg haldi, at politiska kjakið hevur slagsíðu, serliga tí Poul Michelsen og Høgni Hoydal eru vorðnir landsstýrismenn. Frálíku røddirnar eru mest sum tagnaðar og burtur í politiska kjakinum millum mannað.

Poul Michelsen ferðast í løtuni í útlondum og roynir at fáa útlendingamál til Føroya. Her haldi eg, at tað eru onnur mál í samfelagnum, sum hava størri týdning enn útlendingamál. Poul er jú fyri, at vit skulu taka flóttafólk til Føroya. Ikki ger nakað, um danir hava útlendingamál nøkur ár aftrat, nú so stórur ágangur er á norðurlond til tess at taka fleiri flóttarfolk. Poul skuldi heldur komið aftur í kjakið í Føroyum sum mótvekt móti serliga ágangandi formonnunum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.

Høgna Hoydal hoyra vit lítið til. Hevði roknað við, at tað allar fyrsta hann gjørdi, var at fáa steðga sølum fiskiloyvum, har menn vinna sær stórar upphæddir at selja fiskiloyvi, sum vit øll eiga. Øði er komið í grindina, tá talan eru um fiskivinnuna, sum roknast kundi við, tí menninir, sum eiga stóru skipini og hava atgongd til fiskiríkidømið, vilja sjálvandi verja borg.

Havi skrivað tað áður, at ikki haldi eg, at núverandi samgonga fekk góða byrjan. Fleiri sjálvmál eru longu framd. Rigmor Dam østi tey lesandi við uppskoti at skerja skattafríu upphæddina, tey kundu forvinna eftri skúlatíð. Grundgevingarnar hildu slett ikki, og málið var ógvuliga illa umhugsað. Tíbetur tók hon uppskotið aftur.

Púra burturvið og ótaktiskt eisini at øsa upp tey eldru, tí grundupphæddin í pensjónini skal minka. So er líkamikið, at samhaldsfastið skal styrkjast. Tú fert inn á eitt økið hjá teimum eldru, sum einki hevur við samhaldsfasta at gera. Tú skalt allar fyrst vísa í verki, at tey eldru fáa meira, áðrenn tú minkar um grundupphæddina í pensjónini. Skilji væl, at tey eldu eru ørkymlað. Felags fyri hesi málini er, at kunningin hevur verið alt ov vánalig, og tú merkir, at hesi mál skulu skundast í gjønum í løgtinginum. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Sanatoriið í Hoydølum varð bygt í 1907

$
0
0
Spennandi at frætta, hvat gerast skal við bygningarnar, tá ið miðnámsskúlin er liðugur. (Mynd Fornminnissavnið)
Spennandi at frætta, hvat gerast skal við bygningarnar, tá ið miðnámsskúlin er liðugur. (Mynd Fornminnissavnið)

Dagarnir hjá Studentarskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum eru skjótt taldir, tí tey byggja nú stóran miðnámsskúla í Marknagili. Myndirnar av Sanatoriinum í Hoydølum eru vakrar, og eisini er vakurt at spáka í Hoydølum. Men niðurslitni betongbygningurin prýður so sanniliga ikki økið. Næmingar gevast sær óivað ikki far um tað, men hjá mær hevur altíð nakað myrkt og dapurt sveimað yvir Hoydølum, tí so nógvar menniskjalagnur eru knýttar at plássinum. Eisini í okkara familju.

Santaoriið í Hoydølum varð bygt í 1907, og fyrst tuberklasjúklingurin var innlagdur 12. juni 1908. Pláss var fyri sekstan sjúklingum. Í 1931 varð Santaoriið útbygt, tá ið millum annað læknahús vórðu bygd. 1. feburar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Tá vóru teir fáu sjúklingarnir, sum vóru á sjúkrahúsinum, fluttir í fyribils barakk við Landssjúkrahúsið. Ljóta og dapra barakkin, sum minnir um fangabarakkirnar í Týsklandi undir seinna heimsbardara,  skuldi bara standa í heilt fá ár, men barakkin stendur har enn í 2014.

Nakar vakurt mes samstundist myrk og dapurt hongur yvir Hoydølum. (Mynd Forminnissavnið)
Nakaðr vakurt men samstundist myrkt og dapurt sveimar yvir Hoydølum. (Mynd Forminnissavnið)

Rithøvundurin Karsten Hoydal varð borin í heim í Hoydølum í 1912. Umstøðurnar hjá honum vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður í Bróstsjúkrahúsinum, og drongurin kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkomu árini. Karsten skrivar millum annað. – Eg livdi tætt uppat sjúkum fólki, og hesir morgnarnir, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum førast skuldi út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkran hátt. Karsten hevur yrkt og skrivað tilfar um barnaárini í Hoydølum, og minnissteinur til minnis um Karsten Hoydal (1912-1990)  er settur við høvuðsbygningin í Hoydølum.

Á 100 ára føðingardegnum hjá Karsten Hoydal, var minnissteinur settur í Hoydølum. (Mynd Vagnur)
Á 100 ára føðingardegnum hjá Karsten Hoydal, var minnissteinur settur í Hoydølum. (Mynd Vagnur)

Flestu familjur í Føroyum merktu sviðan av tuberklunum eisini okkara familja. Minna systir pápa mín fekk tuberklar og lá leingi á Sanatoriinum. Pápi mín tosaði mangan um Minnu, sum fekk sjúkuna um 20 ára aldur og doyði at enda av sjúkuni. Beiggarnir vóru fýra, men ikki allir sluppu at vitja systrina, tí blóðflokkurin hjá beiggjunum gjørdi av, um teir kundu vitja Minnu ella ikki. Haldi meg minnast, at yngsti beiggin Vagn Erik vegna smittuvanda ikki kundi vitja systrina. Beiggjarnir skiftust um at vitja Minnu hvønn dag. Teir gingu úr Havn niðan í Hoydalar.

Læknirnir á Sanatoriinum vóru frá byrjan danir, men í 1936 kom fyrsti føroyski yvirlæknin at arbeiða á Sanatoriinum. Tað var Andreas Magnus Pauli Vilhelm Magnussen, sum arbeiddi sum yvirlækni til í 1962. Tuberklar er nú sjaldsom sjúka í Føroym, men her fyri hoyrdist í fjølmiðlunum, at unglingi var smittaður. Men nú finst góður heilivágur at lekja sjúkuna, og hon førir ikki til deyða, sum hjá mongum nógvu fyrstu árini á Sanatoriinum. (Vagnur)

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>