Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Partur av søguni um nógv umrødda økið Skálatrøð

$
0
0
Soleiðis minnist eg Skálatrøð. Stórur garður var laðaður um trøðna.
Soleiðis minnist eg Skálatrøð. Stórur garður var laðaður um trøðna. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Sært tú heilt gamlar myndir úr Havn, sært tú bara nøkur hús úti á Reyni, í Vágsbotni og við Eystaruvág. Eingin bøur bara hagi. Havi ongantíð veruliga sett meg inn í, hvussu alt hetta hongur saman søguliga, men eg hoyrdi sum ungur, at kirkjubøingar átti hagan heilt oman í Sandagerð, og at Húsahagi umfataði alla jørðina norðan fyri Havnina, Yvir við Srond og vestureftir. Fyrstu havnafólkini átti onga jørð, og eg havi lisið mær, at fyrstu fólkini, sum settu búgv í Havn, vóru fólk, sum arbeiddu hjá Einahandlinum í Tinganesi. Í 1647 vóru jú bara tíggju skattgjaldarar í Havn, og fólkini vóru fátæk. Men í 1779 hendir nakað, sum kom at broyta nógv, og sum slóðaði fyri stórum framburðri í Havn.

Áhugavert kort úr bókini Havnarsøga IV. Vit síggja fyrstu innløgdu traðirnar av Húsahaga.
Áhugavert kort úr bókini Havnarsøga IV. Vit síggja fyrstu innløgdu traðirnar av Húsahaga. (Mynd Havnarsøga IV)

Kühl kommandantur á Skansanum søkti í 1797 um fáa lagt eina trøð inn av Húsahaganum eystan fyri Skansan. Hesa trøð skuldu soldátarnir og yvirmenn teirra – einir fýrati í tali – fáa til brúks at velta eplir í. Tá sótu tvær festieinkjur á Húsagarði, og tær settu seg ikki ímóti, at umsøkta trøð varð løgd inn av hagnum. Hetta var fyrsta trøð av fleiri, sum næstu árini vóru lagdir inn av Húsahaga. Hetta vóru sokallaðar leigutraðir, sum menn seinni kundu keypa í nýggjari traðarlóg, tá so og so nógv varð velt á stykkinum. Onnur søga er, at hesar traðir, ja í okkara tíð, vóru seldar fyri stórar upphæddir til grundøki. Men hetta er onnur søga.

Tá menn í 1784 fór undir at smíðja Havnar kirkju búðu o.u. 500 fólk í Havn. Kirkjan var liðug í 1788. Húsahagi kemur oman í sjóvarmálan. Kirkjan varð umvælt í 1865 og gjørt hvít og mest sum nýggj kirkja.
Tá menn í 1784 fóru undir at smíðja Havnar kirkju, búðu o.u. 500 fólk í Havn. Kirkjan var liðug í 1788. Húsahagi kemur oman í sjóvarmálan. Kirkjan varð umvæld í 1865 og gjørt hvít og mest sum nýggj kirkja. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Tá eg ein dagin spákaði niðri á Skálatrøð, rann mær til hugs, hví hetta nógv umrødda pláss eitur Skálatrøð. Tí Skálatrøð er ikki nøkur trøð, men stórt parkeringspláss, sum so nógv vilja hava hendur á. Millum annað til Tjóðpall, einaferð Musikkskúla og stóran parkeringskjallara. Familjur í Havn hava eftirnavnið Skála, og eg visti um mann, sum æt Skála Palli. Havi spurt meg fyri, men eingin veit rættiliga, hví Skálatrøð eitur Skálatrøð. So eg at leita í bókini Havnarsøga IV og bókini “verjir fyri Havnarvág, sum Mikkjal Helmsdal, sáli gav út í 1994. Jú, har var nakað at frætta um Húsahaga og Skálatrøð.

Løgið at hugsa sær, at Húsahagi einaferð strekti seg heilt oman í Vágsbotn.
Løgið at hugsa sær, at Húsahagi einaferð strekti seg heilt oman í Vágsbotn.

Í eini bókini stendur, at árini 1805 til 1810 vóru nakrar traðir aftrat lagdar inn av Húsahaganum. Bøkjaratrøðin, Skálatrøð og Yviri á Trøð. Kongsbøndurnir á Húsagarði geva í skrivi til mynduleikarnar loyvi, at Niels N. Skaale hosutakari fær stykki av Húsahaga at velta. Stykkið er tætt við strondina millum Rættará og vestastu bøgarðarnar hjá Húsagarði. So leingi Niels N. Skaale ella kona hansara livir, hava tey alla trøðna; Men doyggja bæði teirra, verður trøðin lagd aftur til Húsagarð. Síggi, at hesin Niels N. Skaale fær laða garð um trøðna, og partur av hesum garði sæst framvegis við smiðjuna í Lítluvík.

Mynd av Eystaruvág. Húsahagi næstan oman í klettin.
Mynd av Eystaruvág. Húsahagi næstan oman í klettin.

Her hava vit so navnið Skálatrøð eftir manninum Niels N. Skaale hosutakara. Skálatrøð var leigutrøð, og Niels skuldi gjalda festarunum tveir ríkisbankadálar í silvuri árliga. Seinni í bókini sæst, at arvingarnir eftir Niels N. Skaale fingu ikki rætt at halda fram at leiga Skálatrøð. Tá eg var smádrongur, var Skálatrøð framvegis ein trøð, og mær er sagt, at M.C. Restorff eitt skifti átti trøðna. Sum myndin ovast sýnir, og sum eg minnist, var bøur frá Konradsbrekku og oman á sandin við hjá Valdamari Lützen. Seinast í 1960- árunum og fyrst í 1970- árunum fóru teir at spreingja har á leiðini, og grótið brúkt sum brimgarður úti á Molanum, tí Molin skuldi leingjast.

Ì 1902 búgva 1650 fólk í Havn, og Húsagarður er framvegis har.
Ì 1902 búði 1650 fólk í Havn, og partur av Húsahaga er framvegis har. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá omanfyri er sagt, at kirkubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð og Álaker, so vóru tveir heilt stórir garðar í Kirkjubø – 26 merkur hvør. Av eystara kirkjubøfestinum kom sýslumansgarðurin, sum vit kenna sum Müllerstrøð og Müllershagi. H.C. Müller var sýslumaður, og tá hann doyði, og sýslumansembætið niðurlagt, var jørðin verandi í hondum Müller familjurnar. Men hetta fór ikki fram uttan stríð við tey í Kirkjubø, sum vildu hava jørðina aftur.

Trætan varð endaliga loyst í 1920-árunum soleiðis, at tær trettan merkurnar, sum sýslumansgarðurin hevði fevnt um, varð býttur soleiðis: Poul Müller fekk átta merkur, og fimm merkur fóru aftur til Kirkjubøar. Sjúrður Patursson fekk hálva triðju mørk og Gazet Patursson hálva triðju mørk. Tá var Kirkjubøur ikki í Tórshavnar kommunu. Løgið at hugsa sær, at nógv av innangarðsjørðini hjá Müllers familjuni er stykkjað út til grundøkið. Talan er um øll húsini á Argjum frá brúnnu um Sandá niðan til fótbóltsvøllin og suðureftir. Á Müllerstrøð, sum vit kalla økið. (Vagnur)

Skálatrøð 2015. Hetta nógv umrødda økið, sum so nógv vilja ogna sær. (Mynd Vagnur)
Skálatrøð 2015. Hetta nógv umrødda økið, sum so nógv vilja ogna sær. (Mynd Vagnur)

 

 


Bringureyði er komin aftur at vitja okkum á jólum

$
0
0
Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)
Ein forvitin bringureyði í garðinum í morgun. (Mynd Vagnur)

Aftur í vetur eru báðir bringureyði at síggja í garðinum, havi ikki sæð teir áður í vetur. Eg er næstan vísir í, at hetta eru somu bringureyði, sum vit sóu tíðliga í vár og um hesa tíðina í fjør. Tað eydnaðist mær í morgun at fáa mynd av tí eina bringurreyða. Vakur fuglur og til tíðir spakur. Nakað um bringureyða er at lesa niðanfyri. Spennandi at geva fuglunum uttanfyri.

Eg havi ongantíð givið mær far um bringureyða, fyrr enn eg sá hann í túninum fyrstu ferð fyri fáum árum síðani. Tá ið grannakona, sum 90 ára gomul doyði í 2013, einaferð segði mær, at ein bringureyði var so spakur, at hann kom í gongina hjá henni at fáa sær breyðmolar, gjørdist er forvitin. Ymsir smáfuglar eru millum nógvu stararnar, eg plagi at geva um veturin. Tá ið eg kannaði smáfuglarnar nærri, sá eg fyrst ein bringureyða, men havi bara einaferð sæð tveir samstundis. Um jólini hevur ein bringureyði verið í túninum, og tað eydnaðist mær at fáa góða mynd av honum.

Mikkjal á Ryggi sigur í Fuglabókini, at bringureyði eigur í Noregi og Danmark og so longur burturi. Til okkara kemur hann stundum á summarmála 14. apríl, men rýmir tá skjótt aftur. Aftur kemur hann um veturnætur 14. oktober og steðgar til út ímóti jólum, og tað kann henda allan veturin.

Havi aftur í ár sæð tveir ymiskar bringureyðar. Tann eini eitt sindur størri enn hin. (Mynd Vagnur)
Havi aftur í ár sæð tveir ymiskar bringureyðar. Tann eini eitt sindur størri enn hin. (Mynd Vagnur)

Bringureyði er eyðkendur við rustreyða litinum á hálsinum og á bringuni, og bringureyði, sum hoyrir til spurvafamiljuna, er grábrúnur á liti á bakinum. Ofta leitar hann sær i hoygarðar, hoppar eins og kvørkveggjan og livir av smákyktum. Bringureyði er vakur fuglur, varin og sera spakur. Tey stóru klóku eyguni ansa eftir øllum, ið fyriferst. Tó kann tann, ið varliga fer at, koma honum so nær, at hann næstan røkkur at nema við hann. Har, sum ikki kettur eru, steðgar bringureyði ofta á í nógvar dagar.

Bringureyði kann gerast alifuglur eins og høsn og dunnur, og kennir hann væl húsfólkið, kemur hann til teirra og letur so blídliga, tá hann sær tey koma. Í fjør summar var eg vísir í, at eg havi sæð tveir ymsar bringureyðar i túninum, tí annar fuglurin var størri enn hin. Í summar eydnaðist mær at síggja báðar fuglarnar samstundis, og 2. jóladag tók eg mynd av størra fuglinum.  Spennandi at fylgja við um bringureyði fer av landinum aftur. (Vagnur)

Úr myndasavninum –Áhugaverd mynd av Áarstovu í Havn

$
0
0
Oman Áarvegin og Havnará. Húsaskjøldurin vit sígga yvirav hjá Essaba er Áarstova. (Mynd Verjir yvir Havnarvág)
Oman Áarvegin og Havnará. Húsaskjøldurin vit sígga yvirav hjá Essaba er Áarstova. (Mynd Verjir yvir Havnarvág)

Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini “Verjir yvir Havnarvág”, kom eg at hugsa um Áarstovu, sum eg ikki minnist,  og sum uttan iva er tikin niður fyri mína tíð. Økið var eitt parkeringsøki, men nú er standmynd sett har til minnist um brøðurnar Janus og Hans Andrias Djurhuus. Á myndini síggja vit Cafe Natúr, sum vit róptu klædnahandilin hjá Essaba. Sunnafyri Áarstovu kemur Hotel Djurhuus undan og niðast vinstrumegin minnist eg tey á Lag høvdu handil. Hvørt mansbarn kennist við nøvnini Janus og Hans Andrias Djurhuus, sum báðir høvdu serligar skaldagávur. Hanus Kamban hevur skrivað bøkur um teir báðar.

Janus var mest kendur fyri frálíkar yrkingar. (Mynd Bókmentasøga 2)
Janus var mest kendur fyri frálíkar yrkingar. (Mynd Bókmentasøga 2)

Janus var borin í heim í Áarstovu í 1881 og andaðist í 1948, og Hans Andrias er føddur í Áarstovu í 1883 og andaðist í 1951. Teir vóru av skaldarætt, tí langabbin var Sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus. Janus gekk í realskúla í Havn og tók prógv í 1897. Seinasta skúlaárið var Jákup Dahl lærari hansara, og Janus skal hava greitt frá, at tað var í realskúlanum, at hann fekk alsk fyri tí málsliga og tjóðskaparliga. Um hetta mundið var danin Emil Bruun prestur í Suðursteymoy og búði í Sandagerði. Til hansara gekk Janus at læra latín og griskt mál.

Janus tók studentsprógv í 1900 og tók sama ár upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann las eitt skifti læknafrøði, men í 1904 fór hann at lesa løgfrøði og tók prógv í 1911. Eitt skifti arbeiddi hann í Danmark men flutti aftur til Føroyar. Ymisk viðurskifti høvdu við sær, at hann í 1928 misti loyvi sítt at arbeiða sum sakførari. Janus fór í myrkt hol, flutti til Danmarkar uttan iva við tí í kvittanum ongantíð at koma heimaftur. í 1938 fær hann sakførararættindi síni aftur og sama árið flutti hann aftur til Føroyar. Her búði hann seinasta tíggju ára skeiðið av lívi sínum, til hann andaðist í 1948.

Hvørt mansbarn í Føroyum kennir frálíku barnarímurnar hjá Hans Andriasi. (Mynd Bókamentasøga 2)
Hvørt mansbarn í Føroyum kennir frálíku barnarímurnar hjá Hans Andriasi. (Mynd Bókamentasøga 2)

Hans Andrias Djurhuus var borin í hem í Áarstovu í 1883. Hans Andrias hevði øðrvísi lívsleið enn Janus, tí aftan á barnaskúlaár fór Hans Andrias til skips, men har treivst hann ikki væl. í 1901 leitaði hann sær á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentarkønar menn, sum háskúlamenninir vóru og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.

Í 1902 fer hann á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn. Heimafturkomin arbeiddi hann fyrst í privatskúla í Havn, men í 1909 fekk hann starvið sum lærari í Sandavági, og her virkaði hann í sjey ár.

Í 1916 flutti hann suður á Tvøroyri at vera fyrsti lærari  har, men í 1919 kemur hann aftur í starv í heimbýnum sum lærari við Realskúlan og Føroya Læraraskúla. Hetta starv røkti hann til deyðadags í 1951. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Kyndil 2. deild vinnur FM-heitið í 1967

$
0
0
Kyndil vinnur 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pálsdóttir, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).
Kyndil 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pállsson, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).

At fáa eina góð mynd í hondina, er sum at fara á flot. Tú gerst forvitin at fáa at vita meira um myndina, og harvið leggja nøkur orð aftrat myndini. Liðmyndina av kyndilskvinnum tók Jørgen Lützen í 1967, eftir at 2. deildarliðið hjá Kyndli vann 2. deild. Genturnar á myndini er javngamlar við meg, og flestar kenni eg væl. Havi ringt til Sonju Klein, sum er á myndini, og spurt hana eitt sindur um myndina og tíðina, tá hon spældi hondbólt. Og Sonja sigur soleiðis:

– Serliga minnist eg Olgu Frederiksen, sum var donsk og gift Martin Frederiksen. Umframt, at Olga var úrmælingur á vøllinum og hevði spælt á besta liðnum hjá Viborg, var hon so góð við okkum spælarar. Hon legði stóran dent á tað sosiala í kvinnubólkinum. Nú var eg ikki nøkur ørn í vøllinum, men eg minnist serliga hetta góða vinalagið, sum var millum kvinnurnar í Kyndli. Mansliðið hjá Kyndli vitjaði mangan í Ìslandi, og íslendingar í Føroyum, og í 1966 komu eisini kvinnur úr Keflavík til Føroya at vitja Kyndil. Tey vitjaðu í eina viku og spældi fleiri dystir.

Olga búði í F'øroyum frá 1964 til 1988. (Mynd Bjartur lýsir Kyndilslogin)
Olga búði í Føroyum frá 1964 til 1988. Hon var besti spælarin í Føroyum í nógv ár.(Mynd Bjartur lýsir Kyndilslogin)

– Vit vóru so bjóðaðar at koma til Keflavíkar at spæla í 1967, sum gjørdist minnilig ferð at minnast aftur á. Eitt upplivilsi fyri lívið hjá okkum ungu. Tú spyrt, hvar vit spældu kring landið? Eg minnist serliga, hvussu spennandi var at fara til Suðuroyar at spæla. Vit búðu í Skemmuni á sjúkrahúsinum, og so vóru vit eisini í dansi, eg haldi, tað var í klubbanum. Minnist eisini, hvussu blíð fólk vóru við okkum, tá vit komu til ymsu bygdirnar at spæla. Vit vóru bæði á Eiði, Klaksvík, í Vágum og aðrastaðni. Vit vóru altíð bjóðaðar heim til væl dekkað borð hjá spælarum.

– Eg minnist eisini, at tá í tíðini varð tosað um, at vit skuldu helst ikki eta kalvafisk og rabarbugreyt fyri dyst, men ikki minnist eg at hava fingið henda rætt. Vit fingu altíð fínan døgurða ella góða drekkamunn. Sum tú sært, so eru vit bara sjey gentur á myndini, og soleiðis var tá. Einki við fleiri útskiftarum, sjey gentur, tað var alt, sigur Sonja at enda.

Fara vit eitt sindur í hondbóltssøguna, so var fram til 1963 bara spælt hondbólt í 1. deild og 2. deild menn og kvinnur. Ì 1963 varð fyrstu ferð skipað fyri landskapping fyri gentur og dreingir, tað vil siga deildin, vit nú kalla dreingir og gentur 16 ár. Unglingadeildin fyri dreingir fór av bakkastokki í 1966, men ikki fyrr enn í 1976 spældu gentur fyrstu ferð í eini unglingadeild. Tað vil siga, at tá gentur vóru ov gamlar at spæla í gentum 16 ár, komu tær at spæla í 2. deild og summar í 1. deild, sum var besta deildin.

Havi skrivað nógv søguligt tilfar um hondbólt. Afturvendandi er, tá eg práti við fólk, at tey ikki minnist úrslit men góðu upplivingarnar kring landið. Tá Sonja nevnir Olgu Frederiksen, so minnist eg væl, tá hon kom til Føroya í 1964. Henda danska kvinnan, sum hevði spælt fýra landsdystir fyri Danmark og spælt í bestu deildini, kundi meira, enn føroyskir spælarar kundu um hetta mundið.

Serliga spældi Olga skjótari spæl enn okkara spælarar, og so skeyt hon væl og dugdi væl at brúka handliðið í skotinum, tá hon skeyt bóltin í málið. Havi onkuntið spurt eftir Olgu, og tað seinast eg veit er, at hon fekk Alzheimerssjúkuna og býr á røktarheimi. (Vagnur)

 

Perónbilatalið í Føroyum er vaksið við 1400 bilum í tvey ár

$
0
0
Nógvar milliónir krónur standa á Skálatrøð hvønn dag og nógvar milliónir flóta á vágni. (Mynd Vagnur)
Nógvar milliónir krónur standa á Skálatrøð hvønn dag og nógvar milliónir flóta á vágni. (Mynd Vagnur)

Til stuttleika ringdi eg til Akstovuna í gjár til tess at fáa seinastu tølini, hvussu nógv akfør er skrásett í Føroyum. Hetta gjørdi eg eisini fyri einum og tveimum árunum síðani. Støðan er púra greið, bilatalið í Føroyum veksur alsamt, og bara persónbilatalið er vaksið við 1400 bilum í tvey ár. Fyri tveimum árum síðani vóru 20.500 persónbilar og nú 21.916 persónbilar skrásettir 16. desember 2015. So koma allir aðrir bilar aftrat. Við vørubilum, lastbilum, motorsúkklum, prutlum og øðrum akførum, hava 32.965 akfør nummarplátu.

Til stuttleika kann nevnast, at av teimum 21.916 persónbilunum eru 10.456 bilar heimahoyrandi í Suðurstreymoy, 5208 persón bilar í Eysturoy, 2135 í Norðoyggjum, 1891 í Suðuroy, 1330 í Vágum og 484 í Sandoy. Umframt persónbilarnir kann nevnast, at vøruvognarnir eru 3643 í tali, lastbilar 560, motorsúkklurnar 735 og prutlini 1581. Eisini er áhugavert at síggja, at 245 ellisakfør (bilar) og 237 ellismotorsúkklur eru í Føroyum. Ja, so eru 98 bussar, 37 brandbilar og 35 tangabilar.

Hvussu man støðan gerast í Havn, tá Eysturoyartunnilin kemur. (Vagnur)
Hvussu man støðan gerast í Havn, tá Eysturoyartunnilin kemur. (Vagnur)

Eg havi eisini útvegað mær hagtøl yvir akførini í Føroyum aftur til 1955, og hetta er áhugavert at síggja og er eisini partur av Føroya søgu. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 60-árunum og í 70-árunum. Áhugavert er at síggja, hvussu nógv talið av bilum minkaði, tá ið stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 90-árunum.

Fara vit aftur til 1960, so vóru 1023 akfør skrásett í Føroyum, og tá eru motorsúkklur við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. Í dag eru motorsúkklurnar mest sum bara frítiðarakfør, men í 1960 vóru motorsúkklurnar arbeiðsamboð, og vanligt var at síggja fólk koyra til arbeiðis á motorsúkklu.

Tíggju ár seinni í 1970 broytist prosenttalið av persónbilum. Í 1970 eru akførini 3270 í tali, men nú eru tíðirnar í Føroyum vorðnar so mikið góðar, at meinigi maðurin er farin at keypa sær bil. Í 1970 eru persónbilarnir 1758 av teimum 3270 akførunum, tað vil siga meiri enn helvtin. Vøru-og lastbilarnir eru 613, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. Her sæst eisini, at nú koma fleiri og fleiri bussar til landið.

Í 1980 er talið av akførum farin upp um 11.000 akfør, og persónbilarnir gerast bara enn størri partur av bilaparkini. 9020 persónbilar eru skrásettir 1. januar 1980, vøru- og lastbilarnir eru 1780, bussarnir eru 77, hýruvognarnir 306 og motorsúkklurnar 138. Her sæst, at motorsúkklurnar fækka munandi, og hýruvognarnir fækka.

Síðani koma kreppuárini í 1990-árunum, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. (Vagnur)

VÍF kvinnurnar eru nú seks spælarar færri í hópinum

$
0
0
Brekkan at røkka FM-finaluplássinum er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.
Brekkan at røkka FM-finaluplássinum er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur.

Umstøðurnar sum venjari eru nógv broyttar hjá Geir.
Umstøðurnar sum venjari eru nógv broyttar hjá Geir.

– Rætt hevur tú, at torført er í løtuni at vera venjari hjá VÍF-kvinnum, tí vit høvdu veriligan góðan spælarahóp frá kappingarbyrjan. Men nú er spælarahópurin tódnaður, tí seks spælarar eru ikki tøkir, og hetta merkis sjálvandi. Liljan Djurhuus og Kristina Griksaite eru við barn, Rakul Joensen er givin fyribils, Eilen hevur slitið krossband, Annika Poulsen hevur knæskaða, og so var Durita C. Jojic byrjað at venja aftur, men mátti gevast og hevur verið undir skurð. Ja, so spældi Agnas Olsen við skaða ímóti Neistanum, sigur Geir.

Tá vit hyggja í stigatalvuna, so hevur Neistin tapt trý stig, Kyndil fýra stig og VÍF átta stig. VÍF tapti báðar dystirnar fyri Neistanum og Kyndli í fyrri hálvu, og nú er brekkan hjá VÌF meira enn brøtt at koma í FM-finalurnar. Alt sá bjart og spennandi út hjá VÍF-kvinnum tíðliga í heyst, men nú ar alt vent á høvdið, og tað er venjarin Geir Wardum vitandi um. Eg havi mangan sagt og skrivað, at tey seks kvinnuliðini í bestu deildini eru ógvuliga viðbrekin, tí liðini standa og falla við fáum lyklaspælarum. Og tá lið missir so týðandi spælarar sum VÍF ger, so broytist alt, ja, sjálvt málið í kappingarárinum er næstan ikki til longur. Og Geir sigur at enda.

– Tað verða uttan iva Neistin og Kyndil, sum spæla FM-finalurnar, tí VÍF liðið er ov veingjaskert at bjóða báðum liðunum av. Tú spyrt, um dóttirin Marianna skal spæla við VÍF í seinnu hálvu, sum søgur ganga um. Her er stutt at siga, at Marianna kemur ikki til Vestmannar. Hon er skadd í løtuni, og tað týdningarmiklasta hjá henni er at gerast frísk, so hon aftur kann spæla hondbólt. Meira er ikki í hesari søgu, sigur Geir at enda.

Spell fyri kvinnukappingina í vetur, at fleiri lið ikki bjóða seg fram at spæla FM-finalurnar, tí vit eru jú bara komin hálva leið í kappingini. Sum omanfyri sagt, hevur Neistin tapt trý stig. Javnleikin í Klaksvík ímóti Stjørnuni, og so tapti Neistin herfyri fyri StÍF í Havn. Kyndil hevur tapt fýra stig, og tað eru báðir dystirnir ímóti Neistanum. Liðini spæla aftur ímóti hvør øðrum 3. januar komandi. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Birgar átti at fingið mentanarvirðisløn

$
0
0
Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin - fólk og yrk)
Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin – fólk og yrk)

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgar Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Myndin omanfyri er tikin umleið í 1895, tað vil siga “bara” fyri 120 árum síðani. Vit síggja Skansabrekkuna og húsini, sum Jens Mohr bygdi sær í 1887. Jens Mohr undirvísti navigatørum heima hjá sær sjálvum. Nógv er broytt við eystaruvág síðani 1895, og 120 ár er ikki so nógv ár, tá hugsað verður um, at nøkur fólk í Havn eru farin um tey 100 árini. Húsahagi heilt oman í klettin. Nevnast kann, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Um hetta mundið góð 10% av fólkatalinum búðu í Havn, nú búgva útvið 40% av fólkunum í Føroyum í Havn. Jens Mohr livdi frá 1855-1931. Hugnalig mynd og friðarligt, eingir bilar og eingir motorbátar. Haldi, at tíðin er komin, at Birgar Johannessen fær eina av mentanarvirðislønunum, sum verður givin hvørt ár. (Vagnur)

 

Vit fara at síggja beinharða kapping um seinna FM-finaluplássið

$
0
0
Í míni hondbóltsverð er H71 ikki einsamalt favorittur at vinna FM-heitið. Men í FM-finaluna kemur liðið, hóast trý stig av fýra eru tapti seinastu dagarnar.
H71 vinnur grundspælið, men er ikki mín favorittur at vinna FM-heitið.

Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig.

Stigatalvuna hyggi eg bara eftir í taptum stigum higartil. H71 hevur mist trý stig, VÍF tíggju stig, KÌF ellivu stig, Kyndil trettan stig, StíF fimtan stig, Neistin sekstan stig og Team Klaksvík øll stigini. Tá vit spæla fýra umfør, eru tvey stig ikki nógv, og tí kann alt skjótt vendast á høvdið. Nú er Kyndil knappliga bara tvey stig frá KÍF og trý stig frá VÍF, og nógvir dystir eru eftir at spæla. Kyndilsliðið er nú fullmannað við íslendingum Hørði á linjuni, og málverjin stendur væl.

03.01.2016 16.00 Høllin í Vestmanna A147 VÍF Team Klaksvík
03.01.2016 16.00 Høllin á Hálsi A148 Neistin Kyndil
06.01.2016 20.00 Ítróttarhøllin á Skála A151 StÍF Kyndil
06.01.2016 20.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A149 Team Klaksvík KÍF
06.01.2016 20.00 Høllin í Vestmanna A150 VÍF H71
09.01.2016 18.00 Hoyvíkshøllin A152 H71 Team Klaksvík
10.01.2016 16.00 Høllin á Hálsi A154 Kyndil VÍF
10.01.2016 16.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A153 KÍF Neistin

Spennandi dystir verða longur fyrst í nýggja árinum, sum skráin sýnir omanfyri, og eftir hesar dystir kann stigatalvan longu vera broytt. Míni eygu hyggja fyrst eftir dystunum millum StÍF og Kyndil á Skála, VÍF og H71 í Vestmanna og Kyndil og VÍF í Havn. Vit vita, at summi lið missa nakað av flognum á jólum og um nýggjárið. Ætla lið sær í FM-finaluna, so er at vera til reiðar longu 3. januar.

Bein hørð kapping er millum fimm lið at vinna sær seinna FM-finaluplássið. VÍF og KÍF liggja best fyri í løtuni, men liðini er tøtt. Havi VÍF sum lítlan favoritt at fáa seinna plássið, men so eru tað KÍF og Kyndil, sum eisini eru heilt góð boð, har eg haldi Kyndil hevur betri møguleika enn KÍF. Men hetta er sjálvandi alt bara gitingar. Eg nevna fýra spælarar, sum allir eru útlendingar, sum kunnu gera av, hvør vinnur FM-heitið 2016. Hjá H71 Peter Krogh, hjá Kyndli Hørður Fannar Sigtórsson og David Edvardsen og hjá VÍF Filip Jojic. Missa lið slíkar spælarar kanska vegna skaða, missa liðini heilt nógv serliga í álopspartinum, tí hesir spælarar skjóta nógv mál.

H71 14 375 298 77 25
2 VÍF 13 349 341 8 16
3 KÍF 13 319 293 26 15
4 Kyndil 13 345 323 22 13
5 StÍF 14 365 358 7 13
6 Neistin 13 303 318 -15 10
7 Team Klaksvík 12 273 398 -125 0

Neistin – H71 20 – 20 (7-14) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Málskjútttar Neistans: Rói Berg 7, Jugoslav Djumic 3, Teis Horn Rasmussen 3, Andras Joensen 2, Hjalti í Jákupsstovu 2, Sjúrður Thomsen 1, Torkil Hentze, 1, Beinur Davidsen 1

Málsjúttar H71: Peter Krogh 7, Pætur Thomsen 5, Rúni v. Højgaard 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 1, Jónas Djurhuus 1 og Tróndur Arge 1

StíF – VÍF 23 – 27 (7-13) Dómárar: Gert Hansen og Agnar Dam

Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Johansen 6, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Pætur Ó. Joensen 1, Teitur Nielsen 1,Kjartan Johansen 1 og Borgar M. Persson 1

Málsjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Hanus Christophersen 5, Niklas Selvig 5, Áki Egilsnes 4, Julian Olsen 2, Nuunu Lars Olsen 1 og Agnar Joensen 1

Kyndil – KÍF 24 – 17 (12-7) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. Thomsen

Málskjúttar Kyndils: Hørður Fannar Sigtórssson 5, Hjalti Bachmann 3, Høgni Klein Olsen 3, David Edvardsen 3, Ludvík Súnason 3, Frank B. Askilsen 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Josef Abrahamsen 1 og Bjarni Sørensen 1

Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 6, Hans Eli Sigudbjørnsson 5, Poul F. Egholm 2, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1 og Ási Dam 1.

Gleðilig jól øll somul. Spennandi at fylgja liðunum í nýggja árinum, har nógvir spennandi dystir skulu spælast, áðrenn bæði FM-finaluliðini eru funnin. (Vagnur)


Flemming Raben hugleiðir eitt sindur um kvinnukappingina

$
0
0
Flemming venur neistakvinnur saman við Jacob Jónsson. (Mynd Vagnur)
Flemming venur neistakvinnur saman við Jacobi Jónsson. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað.

Støðan í løtuni í toppinum í kvinnudeildini er, at Neistin hevur tapt trý stig, Kyndil fýra stig og VÍF tapt átta stig, sum í løtuni er eitt veingjaskert lið, tí heilir seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Flemming Raben heldur, at kappingin um at koma í FM-finalurnar kann vera endaliga avgjørd longu í januar mánað, tí Neistin og Kyndil spæla 3. januar, og Kyndil og VÍF spæla 10. januar. Og Flemming sigur víðari:

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 11 277 211 66 19
2 Kyndil 11 270 209 61 18
3 VÍF 11 287 261 26 14
4 StÍF 11 226 266 -40 6
5 Stjørnan 11 223 296 -73 6
6 VB 11 230 270 -40 3

– Fara vit fyrst til Klaksvíkar, so eri eg skuffaður, at Stjørnan ikki hevur staðið seg betur í kappingini, tí fleiri útlendingar eru jú á liðnum. VB liggur niðast í deildini, og tað hevði eg ikki roknað við frá byrjan. Eri skuffaður av VB liðnum, sum hevur útlendingar á liðnum. Felags fyri Stjørnuna og VB er, at feløgini vóru ov seint úti at útvega sær nóg góðar útlendingar. Her meini eg við, at skalt tú fáa útlendingar til Føroya, mugu teir koma til royndarvenjingar, so fólk síggja kanska í venjingardysti, hvat spælarin dugir Eg veit einki um, at tildømis VB spældi nakran venjingardyst fyri kappingina. Sjálvandi kundi tú ynskt tær, at bæði Stjørnan og VB vístu meira í kappingini.

– VÍF er í serstøðu í løtuni, tí tað sá gott út frá byrjan, men nú hevur liðið mist fleiri spælarar. VÍF hevur tapt báðar fyrstu dystirnar bæði fyri Kyndli og Neistanum, men tapir tildømis Kyndil fyri Neistanum 3. januar, so eru bara tvey stig millum VÍF og Kyndil, og vinnur Kyndil á Neistanum, so eru bara trý stig millum Neistan og VÍF. Hetta vita vit alt meira um 10. januar komandi.

Skuffaður av VB liðnum í vetur, sum eg helt fór at sanda seg nógv betur, sigur Flemming.
Skuffaður av VB liðnum í vetur, sum eg helt fór at standa seg nógv betur, sigur Flemming.

– StíF hevur somikið góða manning, at liðið kundi gott verið frammi í oddinum. Liðið spælir til tíðir heilt góðan hondbólt, men liðið er alt, alt ov óstøðugt. Spældi frálíkan dyst, sum liðið vann á Neistanum í Havn, men so viku seinni spældi liðið ikki væl. Tað óstøðuga er ringasti fíggindin hjá StÍF liðnum.

–  Kyndil er vælskipað lið, sum er stóra styrkjan hjá liðnum. Spælararnir eru í góðari venjing, og stríðsandi er á liðnum hvønn dyst. Liðið megnar at halda støðið í øllum dystunum. Áhugavert, at tá Marianna Geirsdóttir mátti av liðnum vegna skaða, so blomstrar Anna Brimnes uppaftur. Flott av liðnum, má eg siga.

– Tá tú spyrt, hvussu eg eri nøgdur við mítt egna lið Neistan, so eri eg meira enn væl nøgdur higartil. Nógvir spælarar eru farnir av liðnum frá seinasta kappingarári, ja, so mistu við spælaskiparan Báru Hansen, og Marianna Holm Jacobsen, sum vandi við okkum, fór knappliga til Vestmannar. Ikki roknaði eg við, at vit lógu á odda í kappingini á jólum, men tær ungu hava brotið upp um armar saman vit teimum eldru, so tú kanst ikki annað enn vera nøgdur higartil.

Við fleiri útlendingum á liðnum, átti Stjørnan at fingið meira burturúr, heldur Flemming.
Við fleiri útlendingum á liðnum, átti Stjørnan at fingið meira burturúr, heldur Flemming.

– Annars rokni eg við, at longu í januar mánað kann vera greitt, hvørji lið spæla FM-finalurnar komandi vár, tí 3. januar spæla Neistin og Kyndil triðja innanhýsisdystin, og 10. januar spæla Kyndil og VÍF í Havn. Tapir VÍF henda dyst, so er brekkan meira enn brøtt at náa FM-finalurnar, sigur Flemming Raben at enda.

Sjálvur roknaði eg ikki við at síggja støðuna omanfyri á jólum. Roknaði heilt vist við, at VÍF var heilt frammi í oddinum, og at VB eisini var við í FM-stríðnum. Væntaði mær meir av Stjørnuni, og so vónaði eg, at StíF ikki longur tímdi at spæla í niðaru hálvu í deildini. Hevði sett sær nýggj mál í hesi kappingini. Har má vera okkurt við hugburðinum hjá kvinnunum í StíF, tí tær spæla fleiri heilt góðar dystir fyri síðani at spæla langt undir miðal. (Vagnur)

 

 

The wild west uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól

$
0
0
Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)
Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Vanligt er friðarligt at búgva við Hoydalsvegin, sjálvt um vit eru nærmasti granni við SMS. Bilur mín stendur við Tinghúsvegin, og um náttina standa bara einir tríggir bilar í grannalagnum. Men so koma dagarnir fyri jól, tá seinastu jólagávurnar skulu keypast. Einki fái eg parkeringsplássið seinnapartin og má parkera bilin næstan uppi í Gundadali. Stuttligt at eygleiða fólk, sum royna at sleppa sær av við bilin. Lítið leggja tey í parkeringsbøtur, tey taka kjansin, og summi seta bilin sjálvt uppi á gongubreytini. Havi tikið mynd av støðuni, men myndin fer ikki á heimasíðuna, tí nummarpláturnar síggjast. Annars eru vit farin um styttsta dag, og hjá mær lættnar í sálini, tí tá gongur ímóti ljósari tíðum.

Føroyingar tosa nógv um veðrið, einki løgið í tí. Veðrið hevur verið skiftandi higartil í vetur, kundi hugsað mær meira kulda, so vit sluppu av við vindin og nógva regnið. Høgættin er góð í Havn, men verri er norðanfyri. Ungur maður segði mær einaferð, at meðan tit hava summar í Havn, sæst kavi í fjøllunum norðanfyri. Kalda høgættin gevur ikki nógvan gróður, og hetta sæst serliga á grasvøkstrinum norðanfyri, segði maðurin.

Hesa myndina tók kvøldið fyri styttsta dag í 2012. (Mynd Vagnur)
Hesa myndina tók eg kvøldið fyri styttsta dag í 2012. (Mynd Vagnur)

Eg havi altíð havt tað soleiðis, at tað eru okkurt, sum lættnar í sálini, tá ið vit undan jólum fara um styttsta dag. Styttsti dagur boðar frá ljósari tíðum og gleði um nakað, sum fer at koma. Fyrst várið, sum boðar frá gróðri og vøkstri, síðani summarið við summarfrítíðini og ljósu tiðini og øllum vøkstrinum í náttúruni. Er høgættirnar góðar í Havn, so kunnu vit verða lumpað av lágættunum, har Havnin kann vera fjald í mjørka í vikur, meðan vit í útvarpinum hoyra um sól og summar norðanfyri.

Áhugavert at taka myndir av himmalhválvinum. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at taka myndir av himmalhválvinum. (Mynd Vagnur)

Munnu ikki øll fólk vera veðursjúk meira og minni? Eg arbeiddi sum ungur hjá manni, sum var ógvuliga veðursjúkur. Hann toldi ikki nógvar mjørkadagar á rað, fekk ikki anda og legði seg mangan á sofuna at bíða eftir ljósari veðri. Og so eru tað serliga eldri fólk, sum taka til: “Og hesin kavin”, tí tey eru kanska illa gongd og tora ikki´út um dyr, tá ið kavi og hált er. Mær dámar ótrúliga væl liggjandi kavaveður, tá ið luftin tú andar er køld og rein. Verri er við mjørkanum, sum fremur eina innilokanarkenslu. Sá í einum blað lækna skriva, at fólk í norðanlondum líða meira av tunglyndi enn fólk longri suðuri. Orsøkin er langi myrki veturin.

Læknin segði eisini, at fólk mugu eisini fáa ljós og harvið D-vitaminir um veturin. Farið út, tá ið ljóst er, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Fólk arbeiða ella ganga í skúla, og í myrkastu vetrarmánaðunum er myrkt, tá ið fólk fara frá húsum, og tað er myrkt, tá ið koma aftur til húsa. Tá ið alt hetta er sagt, so hava allar árstíðir sína “sjarmu” við ymsum innihaldi á lívsleiðini. (Vagnur)

Løgtingið má ikki fara við søguliga sparikassabygninginum

$
0
0
Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)
Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Eg øtaðist við, tá eg las, at Løgtingið nú skal keypa søguliga grótbygningin hjá Eik í miðbýnum. Hetta er so langt úti og ússaligt av formansskapinunum í Løgtinginum, tí tey vita, at hesin bygningur hevur so nógv at siga fyri okkum, sum eru uppvaksin og búgva í Havn. Bygningurin er partur av býarsøguni. Eg vil siga tað soleiðis, at eigur Eik ov nógvar bygningar, so er at geva okkum havnarborgurum bygningin, so hann ikki gerst deyður skrivstovubygningur hjá løgtingslimum. Ikki havi eg sæð bygningin lýstan til sølu og fati ikki, hvussu henda søla er farin fram. Løgtingslimir kunnu húsast alla aðrastaðni í býnum, men ikki í hesum bygnginum, sum sjálvandi skal brúkast til annað virksemi. Søgan um søguliga bygningin er henda.

Færø Amts Sparekasse er frá 1832. Tað var Frederik Ferdnand Tillisch amtmaður, sum var drívandi og dugandi maður, og sum slóðaði fyri og fekk í lag, at vit fingu fyrsta sparikassa í Føroyum. Fyrsta innskotið til Færø Amts Sparekasse varð latið amtmanninum upp í hendi 24. august 1832, sum roknast at vera stovningardagur Sparikassans. Frá fyrsta degi til 1904 lá Sparikassin inni hjá øðrum, men í 1900 var hann so mikið styrktur, at nú skuldi nakað henda.

Myndin er frá 1094. Bygningur er um at vera liðugur. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Myndin er frá 1904. Bygningur er um at vera liðugur. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Fyrst keypti Sparikassin húsini í Fjósi í Bringsnagøtu, men tey rendu seg í so nógvar tvørleikar, tá húsini skuldi umbyggjast, at ætlanin varð slept. 10. mai 1902 keypti Færø Amts Sparikasse 1222 fermetrar stórt grundøki frá Cathrinu Djurhuus á Nýggjavegi (Niels Finsensgøtu) fyri 733,20 krónur. Í 1904 varð arbeiðið boðið út, og skjótt varð farið at byggja. T.A. Bald byggimeistari í Keypmannahavn teknaði húsini. Jákup Andreas Arge “Jampan” laðaði, Andreas Hansen “Dia hjá Sáru” smíðaði, og feðgarnir Dione og Poul Isaksen ” í Geil” stóðu fyri málaraarbeiðnum.

Myndin tikin summarið 1906. Nú er Ebeneser komið aftrat í miðbýnum. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Myndin tikin summarið 1906. Nú er Ebeneser komið aftrat í miðbýnum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Laðaði bygningurin í miðbýnum er satt listarverk, og síðani 30. januar 1905 á middegi, tá hurðarnar í Færø Amt Sparikassi fóru upp, hevur lív verið í hesum søguliga bygningi. Men nú skal bygningurin standa fólkatómur størsta partin av árinum, ein deyður bygningur. Løgtingið breiddi seg fyrst í gamla bygningin hjá Føroya Tele, sum má verið nógmikið. Tað líkist ongum, at Løgtingið nú skal breiða so oman á Gongugøtuna. Havi varhugan av, at ov nógvir “bygdarmenn” sita í formansskapinum, bygdarmenn sum leggja lítið í miðbýin´.

Eg haldi, at nú skulu havnarfólk vakna og siga stopp einaferð med alla. Vit áttu at skipa fyri stórari mótmælisgongu, men tá hetta er sagt, skilji eg slett ikki, at Eik selur henda bygning til Føroya Løgting. Nógv havnarfólk hava mist nógvan pening, tá Sparikassin fekk fíggjarligar trupulleikar. Tað minsta er, at Eik gevur okkum havnarborgarum søguliga bygningin, sum kann brúkast til “lív” í miðbýnum og ikki gerast ein deyð sild í høvuðsstaðnum. Søgiligi bygningurin kann ikki fara verri. Her vantar hugflog bæði hjá leiðsluni í Eik og í formansskapinum í Løgtinginum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Góð ungdómsminni í Konradsbrekku

$
0
0
Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg kann sita góða løtu og hyggja at myndini omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki. Havi so nógv góð vetrarminni í hesi gøtu, tí Konradsbrekka var skræddaraseymað at skreiða á. Sjálvt um vit vóru uppvaksnir uppi við Landavegin, so leitaðu vit um veturin oman í Konradsbrekku ella Sigmundargøtu at skreiða. Har savnaðust nógvur ungdómur. Serligt við Konradsbrekku var, at hon hevði hetta serliga “svingið”, og tú fekst nógva ferð á sparkaran ella stýrisletuna. Ja, so var kioskin hjá Eileri Dam beint við hondina. Fantastisk mynd og góð minni.

Birgar skrivar, at tað var gamli Jørgen Frands Jacobsen, sum við familju flutti til Føroyar í 1877. Ein av døtrunum æt Fanciska, og tá húsini høgrumegin vóru liðug í 1884, byrjaði Franciska privatskúla har. Franciska gavst við skúlanum í 1908. Í Havn vóru húsini tá tjørað svørt við hvítari grund, men Jørgen Frands vildi tað øðrvísi og málaði húsini reyð. Havnarfólk róptu húsini “Reyða húsið”. Á myndini síggja vit Valdemar Lützen og konuna spáka niðan Konradsbrekku. Haldi meg minnast Valdemar (1878 – 1957), men eg var bara sjey ára gamal, tá hann doyði. Tað er hetta at minnast í veruleikanum, og so minnast frá myndum. Reyðu húsini til høgru við tveimum íbúðum eigur Súsanna Danielsen. Súsanna og dóttirin við familju búgva har.

Fara vit aftur til Konradsbrekkuna, so kom fyri, at vit fóru við stýrisletunum helt niðan til húsini hjá Tummas Rubeksen (hyrdin) ovast uppi á Dalavegnum. Hetta kundi vera vandamikil skeiðing, tí so nógv ferð kom á stýrisleturnar. Onkur fekk smásnuddir, tá sletan fór av grúsvegnum. Langa ferðin endaði niðri í Kondrandsbrekku ella rættari sagt niðri í Vágsbotni, tí var ferðin nóg stór, sluppu vit framvið gamla Danmark. Eisini minnist eg, tá sletan ella sparkarin endaði í laðaða garðinum hjá Grími á Dul.

Onkur spyr kanska, hvussu við øllum bilunum? Í 1960 var eg tíggju/ellivu ára gamal. Í 1960 vóru bara 1023 akfør skrásett í Føroyum , og tá eru motorsúkklur taldar við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. So um kvøldarnar vóru heilt fáir bilar at síggja í gøtunum. Haldi eisini, at bilarnir hildu seg burtur frá gøtunum, har bileigararnir vistu, at nógv børn skreiddu.

Nógv góð minni í Konrandsbrekku frá barna- og ungdómsárunum. Vit vóru útibørn og ikki innibørn, sum flest børn eru nú á døgum. Haldi eisini, at meira av kavi og frost var hesi árini, men kanska minnast vit bara tær góðu løturnar. (Vagnur)

 

Kirkjubøur er veðurgott pláss við góðum sólargangi

$
0
0
Altíð vakur og nakað serlig at síggja Kirkjubø. (Mynd Vagnur)
Altíð vakurt og nakað serlig at síggja Kirkjubø. Tað tekur korter at ganga út á Bø.  (Mynd Vagnur)

Eitt av mínum fríplássum í nógv ár er at fara vesturum, tað vil siga koyra úr Havn til Velbastaðar ella Kirkjubøar. Onkuntíð bara koyra ein túr, seta bilin og njóta friðin. Aðrar tíðir seti eg bilin omanfyri Velbastað og gangi oman á støðna. Gekk fyrr nógv út á Bø, vakra staðið sunnanfyri Kirkjubø, og so plagi eg at seta bilin á Velbastað og ganga einar tjúgu minuttir ímóti Syðradali og til bilin aftur. Sólin kemur upp úr eystri og niður í vestri, og tí er mangan nógv ljósari vestanfyri enn tildømis í Havn. Haldi, at tað er hetta ljósið seinnapartin, og tá vit nærkast kvøldinum, sum dregur. Og vestanfyri er altíð okkurt nýtt at síggja, tí landslagið og sjógvurin broytist.

hjhjh
Áhugavert, at tey varðveita húsini svørt við reyðum vindeygum. Nógv nýggj hús eru at síggja í bygdini, men tey standa langt frá fornminnunum. (Mynd Vagnur)

Kom triðja jóladag at hugsa um, hvussu nógv fólk búgva í Kirkjubø og á Velbastað. Gitti fyrst og fór síðani í telduna. Seinastu tølini siga, at í Kirkjubø búgva 74 fólk og á Velbastað 223 fólk. Nú veit eg næstan, hvør býr í hvørjum húsi í Kirkjubø og á Velbastað. Ì Kirkjubø búgva næsta bara fólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til bygdina, meðan á Velbastað eru heilt nógvir tilflytarar. Tey, sum eru fødd á Velbastað eru í minniluta.

Fólk sýna stóran áhuga fyri kirkjuni og múrinum. (Mynd Vagnur)
Fólk sýna stóran áhuga fyri kirkjuni og múrinum. (Mynd Vagnur)

Hvørt mansbarn veit, at Kirkjubø er millum elstu bygdum í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin er frá miðøldini við sínum bispasæti, midepil fyri átrúnaðarliga og mentarliga virkseminum í landinum. Ógvuliga veðurgott er í Kirkjubø, og tí hevur verið gott at búð har. Tú sært skjótt, at bygdin er gott rekapláss, sum ikki longur hevur týdning, og sólargangurin góður og tí eisini fruktargott. Søgan sigur, at Kirkjubøur onkuntíð hevur verið munandi størri, enn bygdin er nú. Kanska er Múrurin tekin um hetta.

Húsini hjá Tróndi Patursson listarmanni. Vøkur sjáldsom hús. (Mynd Vagnur)
Húsini hjá Tróndi Patursson listarmanni. Vøkur sjáldsom hús. (Mynd Vagnur)

Kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis 16. øld við sermektu hugnaligum húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. So mugu vit ikki gloyma kendastu fornminni føroyinga dómkikjumúrin St. Magnus Katedralin og kirkjuna. Áhugavert, at fólkini í bygdini varðveita svørtu húsini við reyðu vindeygum. Kirkjubøur er vøkur og nosslig bygd. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommunu 1. januar 2005.

Tá eg eri vestanfyri, kann eg eisini argast inn á ymist. Tað kundi verið ruddiligar nógvastaðni. Vit kunnu byrja við nýgga fjósið í Havnardali, har gomul amboð og ymist rekur fyri vág og vind. Síðani áttu tey á Velbastað at skipa fyri einum ruddingardegi, tí serliga í gomlu bygdini kundi verið øðrvísi. Í Kirkjubø er ikki nógv at finnast at í so máta. Hugsi mangan, hví hatta gamla vakstrarhúsið millum Velbastað og Kirkjubø soleiðis er farið í órøgt. Húsið átti at verið tikið niður, og økið ruddað og hampað. (Vagnur)

Sonja Jógvansdóttir fær ársins herðaklapp frá Hvannrók

$
0
0
Sonja er vitug og skilagóð kvinna. (Mynd ?)
Sonja er vitug og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Ikki dámar mær “Ársins neyðrakett”, sum Dimmalætting letur. Og slett ikki skilji eg, at júst Sonja Jógvansdóttir skal fáa hesa rakett. Ársins neyðrakett er happing av fólki, og eg dugi ikki at síggja endamálið í hesum tiltaki hjá Dimmalætting. Tá eg á sinni av Kringvarpinum var biðin at koma til kaffiprát í Vágsbotni, ynskti eg at práta við Sonju Jógvansdóttir. Ikki kendi eg Sonju, hevði ongantíð hitt hana áður, men eg helt, at Sonju var spennandi persónur og dugdi ótrúliga væl at svara fyri seg í fjølmiðlunum. Orsøkin, at Sonja fær ársins herðaklapp frá heimasíðuni er henda:

Sonja er vitug og skilagóð kvinna, sum eg havi heilt stóra virðing fyri. Bæði sum samskipari í Samtaki, tá hon væl orða úttalar seg í fjølmiðlunum, og at hon slóðar fyri, at tey samkyndu í Føroyum fáa somu rættindi í samfelagnum sum vit onnur. Mær dámdi eisini væl, tá Sonja eftir løgtingsvalið takkaði fyri seg í Javnaðarflokkinum, tí hon sá beinanvegin, at í flokkinum kundi hon ikki arbeiða saman við nøkrum snævurskygdum javnaðarfólkum. Sonja boðaði frá fyri valið, hvørji mál hon vildi arbeiða fyri, varð hon valt. Tey minni mentu í samfelagnum hava stórt pláss í hjartanum hjá Sonju. At hon longu beint eftir løgtingsvalið fóru úr Javnaðarflokkinum var djarvt av Sonju. Ársins herðaklapp frá mær til vituga og skilakvinnu.

Tá tey á Dimmalætting so fegin vilja lata ársins neyðrakett, so átti rakettin heldur at verið send í aðra ætt beinleiðis í hjartað í Javnarðarflokkin. Orsøkin er henda. Tá Javnaðarflokkurin bað Sonju Jógvansdóttir koma á listan, visti tey í flokkinum, hvat Sonja stóð fyri, og at Sonja fór at fáa nógvar atkvøður. Longu áðrenn Sonja kom á listan, skuldi flokkurin havt gjørt sítt heimaarbeiðið, so Sonja ikki var noydd at fara úr flokkinum.

Nógv fólk eru vónsvikin av Javnaðarflokkinum í nýggju samgonguni. Tað fyrsta flokkurin ger, er at fara eftir penjonistunum og teimum ungu, sum vilja forvinna sær nakrar krónur eftir skúlatíð. Eisini slóðar flokkurin frá byrjan at keypa tveir bygningar í høvuðsstaðnum ístaðin fyri at brúka henda pening til minnu mentu í samfelagnum, sum flokkurin lovaði fyri valið. Javnaðarflokkurin livur ikki upp til javnaðarhugsjónina, tá flokkurin loyvir tveimum borgarstjórum eisini at sita í tinginum og forvinna fleiri enn 100.000 krónur um mánaðin. Hvat hevði tildømis Petur Mohr Dam sagt til slíkt.

At loyva tveimum borgarstjórum at sita í tinginum er háðan ímóti borgarstjórastarvinum og háðan ímóti løgtinginum. Tignin fánar. Hetta hoyrir ongastaðni heima, og so leggi eg lítið í, tá sagt verður, at borgarstjórarnir eru valdir av fólkinum. Eg veit um ongan, eg práti við, sum heldlur, at báðir borgarstjórarnir skulu sleppa at tæna tveimum harrum, tí hvørt mansbarn veit, at borgarstjórarnir ikki megna at gera sítt arbeiði til fullnar í báðum støðum. Tí fær Javnaðarflokkurin ársins neyðrakett frá Hvannrók.

Sagt verður, at Sonja við at fara úr Javnaðarflokkinum hevur sett seg uttan fyri allari ávirkan. Sjálvandi hevur Sonja ávirkan í tinginum, og hon hevur boðað frá, at hon stuðlar nýggju samgonguni, men Sonja er ikki ein persónur, sum situr í Tinginum og bara nikkar. Hon arbeiðir og atkvøður eftir síni bestu sannføring, og tað eru tað ikki allir politikarar, sum gera. Trúgv mær, at var val í dag, hevði Javnaðarflokkurin mist heilt nógvar atkvøður. Ein persónur sum Sonja fær altíð heilt nógvar atkvøður líkamikið, hvørju lista hon er á. (Vagnur)

Stóru nýggjársbálini eru nú bara gomul góð minni

$
0
0
Nýggjársbálið upp á Heygnum sást um alla Havnina. Eini hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.
Nýggjársbálið uppi á Heygnum sást um alla Havnina. Meira enn hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.

Hyggur tú at myndini oman fyri svartu barakkina, sært tú stóra hellu uppi á Heygnum, sum vit kallaðu staðið, har brøðurnir Høgni og Poul Mohr búgva. Har brendu ungfólk við Landavegin nýggjársbál longu frá fyrrapartin av 1900-talinum. Bálið sást um alla Havnina, og tað var stoltleiki at gera bálið so stórt sum gjørligt. Tíverri mistu vit frálíka staðið til nýggjársbál, og eisini mistu vit seinna frálíka staðið. Nú eru nýggjársbálini við Landavegin bara gomul góð minni.

Abbi mín Christian Christiansen og konan Sigrid bygdu sær hús við Landavegin í 1902, og fimm ár seinni vóru húsini hjá beiggjanum Sámal liðug. Mamma mín, sum var fødd í 1918, minnist væl til nýggjársbálini, sum vóru brend uppi á Heygnum. Tá var eingin vegur frá Landavegnum og niðan á økið,  so alt brennið mátti berast niðan til bálið.

Nýggjársfyrireiking hjá okkum ungu við Landavegin var mest sum hæddarpunktið á árinum, tí stór orka og fyrireiking skuldi til at fáa til vega tilfar at brenna. Tá livdu vit ikki í slíkum pappírsveldi sum nú, so aðrir møguleika mátta takast í brúk.

Í 1959 var eg tíggju ára gamal, og eg minnist, hvussu ill vit ungu vóru, tá vit hoyrdu, at nú skuldu hús byggjast á Heygnum. Syrgilig søga at hoyra hjá okkum, tí nú mistu vit frálíka bálplássið. Høgni Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1959, og Poul Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1964 júst har, sum vit plagdu at brenna bál.

Hers síggja vit yvir á helluna, har vit brendu stóru nýggjársbálini. Tá var alt bøur frá Landavegnum og oman í Hornabø.
Hers síggja vit yvir á helluna, har vit brendu stóru nýggjársbálini. Tá var alt bøur frá Landavegnum og oman í Hornabø.

Nú máttu vit finna annað pláss nærhendis, og har stóð ein sandborg á bønum júst har, sum parkeringsplássið er til fimleikahøllina. Plássið var bara tað næstbesta, men bál máttu vit brenna á nýggjárinum. Longu fyri jól byrjaðu vit at savna brenni, tí vit máttu vera fyrstir at ogna okkum nógvar sekkir við hølvispønum frá Skipasmiðjuni. Veit ikki, um Poul Mohr gav boð til handverkararnar, at landavegsdreingirnir skulu hava fyrsta rætt til hølvispønirnar, nú hann var farin við góða bálplássinum hjá okkum.

Sekkirnir vóru í fyrsta umfari goymdir ymsastaðni við Landavegin millum annað í tveimum bilhúsum, har Fróðskaparsetrið nú stendur. Einaferð fingu vit heilt nógv gott tilfar frá Sjómansskúlanum, sum stóð liðugur í 1962. Haldi, at okkurt árið var tilfar bara tikið uttan at spyrja um loyvi.

Í sandborgini brendu vit bál og eisini summi ár heilt stór bál. Minnist, at Andreas Restorff nú ætlaði sær at selja jólatrø, men hann tók dekan og rívan til, tí hann brendi inni við fleiri hundrað jólatrøum. Hesi jólatrø fingu vit, men trupulleiki var at fáa tey heilt niðan til bálið, tí har var eingin vegur bara ein gøta. Vit leigaðu bil frá Jón Hansen og fluttu øll trøini niðan til áðurnevndu bilhúsini. Vit goymdu helvtina av trøunum til seinni nýtslu og sleipaðu og bóru hini helvtina niðan til bálið. Summi trø vóru høg og harvið tung. Hetta var hestaarbeiði, sum eg minnist ilt aftur á.

Húsini hjá Poul Mohr var bygt á okkara frálíka bálplássið. (Mynd Vagnur)
Húsini hjá Poul Mohr var bygt á okkara frálíka bálplássi. (Mynd Vagnur)

Hini trøini brendu vit í ánni niðri við Ellisheimið 1. mai, tá landavegsdrongur fylti ár. Hetta spældi ikki væl av, tí bálið gjørdist alt ov stórt. Vit blivu meldaðir, og sløkkilið kom á staðið og sløkti bálið.

1968 kom Venjingarskúlin, og fyrst í 1980-árunum bygdu tey fimleikahøllina hjá Havnar fimleikafelag. Tá mistu vit sandborgina sum bálstað. Vit góvust ikki so, tí bál skuldi brennast, vóru vit øll samd um. Beiggi mín og eitt systkinabarn búgva nær fimleikahøllini, og millum hesi húsini og høllina brendu vit bál. Menn vóru djarvir, tí sjálvt um vindurin mangan var nógvur, og hús vóru nær bálstaðnum, so varð tendrað í hvørt ár. Nú var nemmari at fáa brennið til bálið, tí lastbilur koyrdi tilfar næstan til bálstaðið.

Stóra tilfarsmiðið var framvegis Tórshavnar Skipasmiðja. Vit royndu bara at brenna timbur og harvið nógvar plattar. Eitt av seinastu árunum vit brendu bál, var veruligu vandi á ferð. Kiwanis felagsskapurin var byrjaður at selja jólatrø, men seldi ikki øll. Hesi kanska hundrað jólatrøini komu á bálið hjá okkum. Hetta var tí eitt av teimum heilt stóru bálunum. Ein beiggi mín lándi eina brandslangu at seta í brandpost við vegin, um nakað skuldi hent.

Vit plagdu øll at standa uppat fimleikahøllini og eygleiða bálið, men hesuferð máttu vit flyta okkum niðan í brekkuna, tí hitin frá serliga nógvu jólatrøunum gjørdist so heitur. Knappliga hoyrdu vit serligt brak, tað vóru vindeyguni í høllini sum brotnaðu av nógva hitanum. Tíbetur var góðveður hesa løtuna, og eg síggi fyri mær hesa høgu vøkru eldflammuna fara steyrrætta upp frá bálinum.

Nú eru Landavegsungdómarnir farnir at eldast, og einki stórt bál verður brent við Landavegin. Orsøkin er tó ikki aldur, men Tórshavnar kommuna hevur tikið bálplássið við fimleikahøllina frá okkum at nýta til parkeringspláss. Henda minniliga tíðin og nógva stríðið at savna brenni til nýggjársbálið eru nú bara gomul góð minni. Umframt bálini, gjørdu vit nógva heimagjørdar bumbur. Krút, perlur og fjús varð keypt frá Carl á lag, og so var at pakka inn, stramma tvein um og síðan bika ella ferniserað bumburnar. Hetta var vandamikið, tí tú vistu ongantíð, hvønn veg henda bumban fór. Onkur fekk okkurt árið skaða við nýggjársbálið.

At enda kann eg leggja aftrat, at tá hús vóru bygd uppi á Heygnum, fekk nýggi vegur navnið Handa á. Men so kom undan kavi navnið á Stórheyggi. Fimleikahøllin á Stórheyggi. Einki æt Stórheyggur har á staðnum í mínum ungdómsárunum. Stórheyggur er ikki vakurt navn. Og so eitur eitt Debesartrøð. Einki æt Debesartrøð í mínum ungdómsárum. Fróðskaparsetrið er bygt á Rossatrøðni. Hvønn Debersartrøð er uppkallað eftir, veit eg ikki, men Sámal Debes búði har á leiðini, men hann búðu nógv longri vestri enn núverandi Debesartrøð. Uttan iva dámdi fólkum ikki at siga Fróðskaparsetrið á Rossatrøðni, sum trøðin í veruleikanum æt. (Vagnur)


Í ár fylla havnarfeløgini Neistin 85 ár, B36 80 ár og Kyndil 60 ár

$
0
0
Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein.
Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein.

Trý stór ítróttafeløg í Havn kunnu í 2016 hátíðarhalda merkisdagar. Søgan hjá feløgunum er drúgv, og bøkur eru skrivaðar. Niðanfyri havi eg funnið nøkur brot úr søguni, og nú vit skrivað 2016, kunnu vit við gleði staðfesta, at øll trý feløgini standa í besta blóma. Hesi feløg hava gjørt megnararbeiði fyri ungdómin í Havn.

Neistin var stovnað 21. mars 1931 í Magnus Heinarsonargøtu

Áhugin fyri hondbólt í Føroyum stavar óivað frá, tá KFUM í Keypmannahavn í 1925 vitjaði í Føroyum við einum fótbóltsliði. Donsku fótbóltsspælararnir spældu eisini til stuttleika hondbólt í skúlagarðinum á Vaglinum. Helst hevur føroyski ungdómurin tá tikið hondbóltsspælið til sín, tí áðrenn Neistin varð stovnað 21. mars 1931, minnast elstu neistakonur, tá tær sum smágentur sóu føroyingar spæla hondbólt í skúlagarðinum. Eftir stovnanina 21. mars 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt í horni á fótbóltsvøllinum.

Nógv er broytt í Gundadali, síðan myndin var tikin í 1943. B36 og HB húsini eru har, og hondbóltsvøllurin.
Nógv er broytt í Gundadali, síðan myndin var tikin í 1943. B36 og HB húsini eru har, og eisini hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum.

Andreas Mouritsen, fyrsti formaður Neistans sigur í Ítróttatiðindum í 1956,  at tað vóru fyrst og fremst gentur, sum frá byrjan spældu hondbólt, meðan dreingirnir dámdu betur at spæla fótbólt. Men hyggja vit í hagtølini, so fór landskappingin bæði fyri mannfólk og konufólk av bakkastokki í 1943. Og stuttligt er at síggja í hagtølunum, at tað var mansliðið hjá StíF, sum vann FM-heitið fyrstu trý árini í 1943,1944 og 1945. Neistamenn vunnu sítt fyrsta FM-heitið í 1949. Leggjast kann aftrat, at í Neistanum vóru fyrstu árini bara eitt manslið og eitt kvinnulið, men seinni kom eisini kvinnulið í 2. deild. Ikki fyrr enn í 1963 spældu dreingir og gentur fyrstu ferð um Fm-heitið, so tá í tíðini var lættari at skipa felagið.

Hondbóltsfelagið Neistin er elsta hondbóltsfelag í Føroyum, og sjálvt um fýra hondbóltsfeløg nú eru í Suðurstreymoy, og kappingin hørð um ungdómin, so lýsir Neistin framvegis bjart og er í góðum hondum.

B36 stovnað í Vágsbotni 28. mars 1936

Sum smádrongur hoyrdi eg mangan, at tað var Niels Eidesgaard, sum tók stig at stovna B36. Tá eg hyggi í B36 bókina Rennið dreingir, so kundi B36 tað sama itið B35, tí longu í 1935 vóru fótbóltsspælarar, sum tóku seg úr HB, tí teir ikki sluppu framat.

Ì 1930 var fótbóltsfelag stovnað í Havn sum æt Bóltfelagið Fram, men tá tveir av høvuðsmonnunum vóru bóndasynir, kom felagið at eita Bóndafelagið. Í túninum í Bøgøtu uttan fyri húsini hjá Niels Eidesgaard spældu ungdómar eisini fótbólt. Teir kallaðu felag sítt fyri Bóltfelag Skotfelagsins, og summi kallaði fótbóltsliðið fyri “dreinginar hjá Eidesgaard.”

B36 føroyameistari 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óla Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir
B36 føroyameistari 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óla Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)

Nógvir av spælarunum spældu bæði við fótbóltsliðnum hjá Eidesgaard og í Bóndafelagnum, og tá var tað, at Eidesgaard tók stig at fáa teir í Bóndafelagnum at leggja saman í nýtt fótbóltsfelag, sum skuldi eita B36. Í bókini Rennið dreingir er at lesa, at gerðabókin hjá B36 fyrstu fýra árini er ikki til, og Bóndafelagið hevði onga gerðabók.

B36 varð stovnað í Vágsbotni ein sunnudag 28. mars 1936. Í 1936 búðu 3600 fólk í Havn, og tað sigst, at talið 36 kom at hava nógv at siga fyri nógvar B36-arar. Nú skrivað vit 2016, og B36 fyllir 80 ár um ikki so langa tíð. Eitt av teimum heilt stóru og vælskipaðu fótbóltsfeløgnum í landinum. Fyrsta FM-heitið vann felagið í 1946, og so er spurningurin, um felagið eisini megnar at vinna FM-heitið í 2016 triðja árið á rað.

Ungmannafelagið Kyndil var stovnað 10. mars 1956 í Losjuni

Hannis Jacobsen, sáli, segði soleiðis við undirrtaða um stovnanina av Kyndli

– Eg kom nógv í Losjuna, og har fóru tey at tosa um at stovna hondbóltsfelag. Røddir vóru eisini ímóti ætlanini, men endin varð eftir nógvar fundir, at felagið Kyndil bleiv stovnað sum deild undir Ungdómsdeildini N.I.O.G.T í Havn. Ikki kann eg minnast, at tvídráttur var, at vit vóru nakrir, sum fóru úr Neistanum og í nýggja hondbóltsfelagið. Felagið fekk navnið Kyndil eftir blaði, sum Losjan gav út. Poli og eg fóru úr Neistanum í 1956 í nýstovnaða felagið Kyndil, meðan Torbjørn spældi eitt ár aftrat í Neistanum, og Petur Sigurd spældi eitt í ár við SÍF í Sandavági.

 Kyndilsliðið sum spældi fyrsta dystin 21. mai 1956. St.f.v. Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnur Olsen. Húkandi f.v: Poli Jacobsen, Jógvan Andras Joensen og Nick Hansen. Fremst Dia Jacobsen málverji. (Mynd Bjartur lýsir Kynilslogin)

Kyndilsliðið sum spældi fyrsta dystin 21. mai 1956. St.f.v. Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnur Olsen. Húkandi f.v: Poli Jacobsen, Jógvan Andras Joensen og Nick Hansen. Fremst Dia Jacobsen málverji. (Mynd Bjartur lýsir Kynilslogin)

– Í tjúgu ár kom eg at vera skrivari í Kyndli ella rættari sagt nítjan ár, tí í eitt ár var eg vanligur nevndarlimur. Av tí at allir spælararnir høvdu tilknýti til Losjuna, var samanhaldið gott frá byrjan. Við góðum spælarum, sum komu úr Neistanum, fekk Kyndil góða byrjan og skjótt gekk, at vit vunnu fyrsta FM-heitið. Spælararnir kendust so mikið væl, at vit gingu í føðingardegi hvør hjá øðrum, so kyndilsliðið var sum stór familja, sigur Hannis í samrøðuni.

Nú kenni eg nógv til søgu Kyndils, tí eg eri mest sum uppvaksin við felagnum. Fyrst á grúsvøllinum í Gundadali, sum var asfalteraður í 1964 og síðani í høllini á Hálsi, sum kom í 1970 og Gundadalshøllini í 1984. Tá Kyndil fylti 25 ár, var eg sum umboð fyri Neistan við í veitslu á Hotel Føroyum. Í røðuni segði eg millum annað, at stóra styrkjan hjá Kyndli var at hava tey í Losjuni sum gott bakland. Men tíðir broytast, og fyrstu eldsálirnar fella frá ella eru ikki millum okkum longur.

Baklandið í Losjuni hevur Kyndil ikki meira, men í mínum eygum er Kyndli eitt gott hondbóltsfelag, sum eisini er í kapping um ungdómin í Suðurstreymoy. Kyndilsleiðari segði mær, at felagið leggur stóra orku í at vinna fleiri FM-heitið í 60 ára stovningarárinum. Kyndilskvinnur eru ávegis at spæla FM-finalurnar, og kyndilsmenn kunnu eisini røkka at spæla FM-finalurnar ímóti H71.

Søgan hjá Neistan, B36 og Kyndil er drúgv, og orðini omanfyri er bara lítið ískoyti nú feløgini fylla 85, 80 og 60  ár. Nú skulu vit ikki gloyma Havnar Bóltfelag ella rættari sagt HB, sum varð stovnað í 1904, og sum er størsta fótbóltsfelag í landinum eisini við drúgvari fótbóltssøgu. (Vagnur)

Áhugavert og spennandi at síggja Godafoss sunnudagin

$
0
0
Teir høvdu tamarhald á støðuni og skjótt var at fáa Godafoss at bryggju. (Mynd Vagnur)
Teir høvdu tamarhald á støðuni og skjótt var at fáa Godafoss at bryggju hóast baldrut veður.( Mynd Vagnur)

Vøkur sjón sunnudagin um middagsleiti at síggja íslendska bingjuskipið Godafoss koma inn um Stongina og inn í Nólsoyarfjørð. Gjálvutur sjógvur av landssyningi, og tí fór skipið fyrst fram við landinum og suður um Nólsoyarbygd, áðrenn kósin var sett móti Argjalandi. Godafoss lá tungur í sjónum og sá ikki út at vera sjógott skip, tá tað legði seg sogliga í annað borðið. Hugsaði, hvat hendir, tá slík skip missa bingjur í illveðri. Tá Godafoss nærkaðist Molanum vóru slepibátarnir Maria og Pressarin har. Maria setti á har frammi, og pressarin roynda at pressa Godafoss nærri Molanum. Eingin vandi á ferð, tí tað gekk skjótt at fáa Godafoss til bryggju. Tó so.

Tá skipið fekk fast í Molan var sloppið. (Mynd Vagnur)
Tá skipið fekk fast í Molan, var sloppið. (Mynd Vagnur)

Helt, at gronin á Godafoss var dekan ov nær grótkastinum við Vónina, og hvat um Godafoss fór í grótkastið. Uttan iva megnaðu Maria og Pressarin tá ikki at fáa skipið leyst. Men hetta eru tíbetur bara gitingar. Nógv fólk fylgdu hendingini á Vestaru bryggju og á Argjalandinum. Tí umframt, at myndin var vøkur, so var eisini spennandi, hvussu fór at ganga at fáa skipið at bryggju.

Hesa løtuna kom eg at hugsa um nýggju havnina, sum skal byggjast. Jú, longur vit koma suður í Nólsoyarfjørð, jú verri gerst veðrið slíkar dagar. Eg prátaði við mann sunnukvøldið, sum hevði verið á mótmælisfundinum, har fólk í Meiarrínum røddu um nýggju havnina. Hann segði, at á fundinum kom fram, at ongar royndar eru gjørdar í Danmark, har veður og vindur eru partur í fyrireikingini. Sjálvandi eru fólk ikki ímóti, at vit fáa betri havnarlag, men tað sýnist, sum borgarin fær ómetaliga lítið at vita. Eg havi so onga tekning sæð av broytta uppskotinum.

Vøkur sjón at síggja, hvussu aldurnar spældu sær í Sandagerði. (Mynd Vagnur)
Vøkur sjón at síggja, hvussu aldurnar spældu sær í Sandagerði. (Mynd Vagnur)

Eg eri fegin um, at Tórshavnar kommuna bakkaði, so Skansin ikki misti útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Sjónin av Godafoss sunnudagin sigur mær, at kommuna má gera vala fyrireikingararbeiði, tí ikki sum at siga tað at byggja nýggja havn suður í Nólsoyarfjørð. Ikki gekk væl á Sundi á sinni, tá kommunan ikki lurtaði eftir fólki á staðnum. Tey søgdu, at var grótkast ikki gjørt, kundi havnin ikkí brúkast, tí har har var útgrund og tí ov nógvur súgur. Og so var. Handa “Nyhavnin” við Molan hevur ikki verið til nógva nyttu, sjálvt um bingjuplássini gjørdust fleiri.

jhjhj
Ógjørligt at flota kappróðrarbátar í dráttinum í slíkum veðri. (Mynd Vagnur)

Spennandi, hvussu fer at gangaat at byggja nýggju havnina suður í Nólsoyarfjørð. Vóni, at heimaarbeiðið verður gjørt til fullnar. Annars var eisini áhugavert at síggja Sandagerð og Álaker sunnudagin, har uppgangurin var øgiligur. (Vagnur)

Asfaltið oman ímóti dráttinum er loysnað. (Mynd Vagnur)
Asfaltið oman ímóti dráttinum er loysnað. (Mynd Vagnur)

 

Ása á Neystabø er við barn og gevst á neistaliðnum

$
0
0
Ása hevur verið ófør í vetur. (Mynd Bjartur Vest)
Ása hevur verið ófør í vetur. (Mynd Bjartur Vest)

Nú skal ikki vera hesuferð, sum tá eg skrivaði, at tvær VÌF kvinnur vóru við barn. Eg helt tá, at keldan var í lagi. Sum eg havi skrivað áður, so er søgan í hesum føri ikki, at spælari er við barn.

Heldur fari eg eftir søguni, hvussu nógv tað kann ávirka eitt lið og eisini kvinnukappingina, tá lið knappliga missa týdningarmiklar spælarar mitt í kappingarárinum. VÍF er gott dømi um hetta.

Tað kom væl við hjá neistakvinnum, at Ása á Neystabø flutti heim eftir útbúgving í Danmark. Fleiri góðir spælarar vóru farnir av neistaliðnum. Ása er frálíkur spælari altíð við spæligleði. Nú er Ása við barn og er um at gevast at spæla fyribils vónandi. Ásu havi eg prátað við.

Ása er uppvaksin í Neistanum og ein av teimum heilt góðu spælarunum. Eg ringdi til liðleiðaran hjá neistakvinnum Eirik Magnussen og spurdi hann, hvør missur er hjá neistakvinnum, nú Ása má av liðnum.

– Ímóti Kyndli sunnudagin sást missurin ikki, men Ása hevur havt heilt nógv at týða í øllum hinum dystunum. Ása spælir við slíkari spæligleði, at tað ávirkar alt liðið. Hon spælir skjótt og kann seta ferð á spælið, tá tað dovnar eitt sindur. Og Eirikur sigur víðari.

– Ása lesur spælir væl og fangar tí nógvar bóltar frá mótstøðuspælarum. Og so er hon altíð klár at fara í skjótálop og er skjót uppi á miðjuni. Sjálvandi eru vit kedd at missa Ásu, nú vit fara í gongd við seinnu hálvu og vónandi spæla FM-finalurnar og vónandi eisini steypafinaluna, sigu Eirikur í stuttari viðmerking.

Tá Ása fór til Danmarkar í lestrarørindum í 2008, spældi hon fyrst við Team Amager, men síðani spældi hon við ÍF Føroyum. Í 2011 var hon í barsil og var heima í Føroyum. Tá spældi hon við Neistanum. Ása fór síðani aftur til Danmarkar, men framvegis vóru boð eftir Ásu. Eg minnist, at hon kom heim at spæla steypafinaluna hetta árið.

Neistakvinnur skulu til Vágs sunnudagin. Í Vági er ikki altíð lætt at spæla.
Neistakvinnur skulu til Vágs sunnudagin. Í Vági er ikki altíð lætt at spæla.

Stóri spurningur er so, hvussu nógv neistakvinnur vikna, tá Ása ikki er við. Vit kunnu tó fegnast um, at Jacklin Durhuus og Birita Wardum eru farnar aftur í bláu troyggjurnar. Tær ungu á liðnum eru mentar heilt nógv í kappingarárinum og klára seg væl, so man tað ikki fara at ganga hjá neistakvinnum kortini? Liðið hevur spælarar at endurvinna meistaraheitið, men eitt miðvíst og gott arbeiði má gerast fram til finalurnar.

Hyggja vit í stigatalvuna og kappingarskránna, so er steðgur í kappingini í fimm vikur eftir 10. januar. Í annað kvøld 6. januar spæla StÍF og Kyndil á Skála og VÍF og Stjørnan í Vestmanna. Sunnudagin vera so seinastu dystirnir fyri langa steðgin í landskappingini. Neistakvinnur spæla sunnudagin í Vági og Kyndil og VÍF spæla í Havn. Vinnur VÍF í annaðkvøld ímóti Stjørnuni, so eru bara tvey stig millum Kyndil og VÍF.

Eg vil siga tað soleiðis, at dysturin millum Kyndil og VÍF sunnudagin er stóri lagnudysturin fyri VÍF liðið. Tí tapir liðið, so eru fýra stig millum liðini, men tá hevur Kyndil vunnu tríggjar innanhýsisdystir, sum telja, um liðini enda jøvn í stigum. Spennandi dystir í næstum. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 12 293 222 71 21
2 Kyndil 12 281 225 56 18
3 VÍF 11 287 261 26 14
4 Stjørnan 12 243 313 -70 8
5 StÍF 12 243 286 -43 6
6 VB 11 230 270 -40 3

Einast tvær myndir av neistamonnum fyri 1960 finnast

$
0
0
Mynd av Hannis tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.
Mynd av Hannisi tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

6. mei 2013 legði eg grein út á heimasíðuna, sum var samrøða við kyndilsmannin Hannis Jacobsen, sála. Eg var heima hjá Hannisi og Myrnu í Blómubrekku, har Hannis millum annað vísti mær omanfyri mynd av honum í neistabúna. Myndin tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

Tað løgna við hesi mynd er, at hetta er bara ein av tveimum myndum av neistamonnum fyri 1960. Neistamenn vunnið FM-heitið í 1949, 1953 og 1955, men  eingin mynd finst av liðnum, sjálvt um eg havi leitað í hvørjum króki í Havn. Myndir av neistakvinnum er nógvar av heilt aftur í 1930 – árini.

Í Neistabókini 50 ár er einasta liðmynd, eg havi sæð tikin fyri 1960, tí er myndin omanfyri av Hannisi í neistabúna so týdningarmikil fyri meg. Altíð havi eg vitað, at Hannis Jacobsen, sáli, Torbjørn Mikkelsen, sáli, Poli Jacobsen, sáli og Petur Sigurd Rasmussen spældu í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn teir vóru millum ungu fólkini í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956.

Hannis havi eg altíð kent, síðani eg byrjaði at spæla hondbólt í 1963. Hannis var altíð har, hann sá allar dystir, og tað var hann, sum legði lunnarnar til høgtølini í Kyndli, sum er fullfíggjað øll árini.

Í mei mánað í 2013 hitti eg trúgva og fyrikomandi kyndilsmannin, sum á ungum árum eisini var nevndarlimur í Neistanum, og sum umframt at vera við at vinna tólv meistaraheiti við Kyndli, eisini í tjúgu ár var skrivari í nevndini í felagnum. Hannis spældi mest linjuspælari og vongspælari.

Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, Petur Sigurd Rasmussen (Millum Ólav og Petur C) og Mortan Mørk.
Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, málmaður og Mortan Mørk. Peter Sigurd Rasmussen beint aftanfyri Petur Clementsen.

Venda vit aftur til myndina av Hannisi, sum er tikin í Sandavági eftir steypadyst, er áhugavert at síggja leikbúnan. Hvítar buksur úr bumuld, bláa troyggju við hvítum kraga og sjálvandi neistavimpulin á troyggjuni. Troyggjan var eitt sindur opin framman, sum tú kundi stramma við lissu. Løgið, at ongin hevur goymt eina av søguligu troyggjunum.

Hannis og eg høvdu tað til felags, at tvey av abbabørnunum hjá Hannisi spældu á besta kvinnu- og mansliðnum hjá Neistanum, meðan tveir av synum mínum spældu og spæla á besta liðnum hjá Kyndli. Nú er ein abbasonur eisini farin í grøna troyggjuna. Eingin trupulleiki, bara tey tíma at spæla hondbólt og hava tað stuttligt, so er óført.

Orðini “Eg leiti framvegis eftir gomlum neistamyndum”, havi eg skrivað mangan, men nú er langt ímillum, at fleiri myndir koma undan kavi. Tó so, í fjør fekk eg forvitnisligar neistamyndir av Eiði, og so fekk eg tvær forvitnisligar myndir av neistakvinnum frá 1934, har mamma mín var á eini myndini. Mín vón er at finna liðmynd av neistamonnum, tá teir vunnu meistaraheitið í 1949, 1953 ella í 1955. Havi ikki enn slept vónini at finna bara eina liðmynd.

Eg havi altíð havt kensluna, at tað finnast fleiri gamlar neistamyndir í onkrari myndabók í Havn ella aðrastaðni kring landið. Hví bara mynd av Hannis í neistabúna tikin í Sandavági. Tú skuldi hildið, at myndatakarin eisini tók mynd av neistaliðnum ella øðrum neistaspælara. Vit leita víðari eftir gomlum neistamyndum. (Vagnur)

 

.

 

Úr myndasavninum –Áhugaverd mynd frá 1950-árunum

$
0
0
jhjhjhj
10-mannaførini liggja undir Müllers pakkhúsi, áðrenn leiðin gongur út á Gulan. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn.)

Hvørja ferð eg síggi eldri mynd, hugsaði allar fyrst. Árið, myndin er tikin? Myndin omanfyri er løtt at gita, tí nýggi sjómansskúlin er góður at miðja seg eftir. Ùtgrevsturin til Sjómansskúlan byrjaði í 1958 og eftir drúgt arbeiði var skúlin vígdur 4. januar 1962. So myndin er frá 1958 ella 1959. Helst 1958. Uppi á Heynum høgru megin flutti Høgni Mohr og konan inn í nýggj hús í 1959. Síggi ikki húsini á myndini. Áhugavert at síggja júst hesa myndina, tí tá varð róð kapp inn í Vágsbotn. Kappróðrarbátarnir stóðu til framsýningar á Bursatanga, og tá teir vóru flotaðir á ólavsøku, róðu teir fram við áskoðarunum á Vágsbotni, áðrenn leiðin gekk vestureftir undir Müllers pakkhús fyri síðani at rógva út undir Argjaland ella út á Gulan. Skipasmiðjan var ikki eins stór í 1958. Ein sleipivongnur og so stóra barakkin, har alt timburarbeiðið fór fram. Tá bygdi skipasmiðjan skip úr timbri. Hekla áraka Skeiva pakkhús er á nógvum myndum. Hetta far má hava ligið mong ár við teym, tí fá skip eru avmyndað so nógv sum Hekla, sum hevur sína søgu. Á myndini er Sjómansskúli sjómansskúli og ikki kontór hjá skipasmiðjuni. Áhugaverd mynd. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>