
Ein fyrrapart eina viku fyri ólavsøku møtti eg ungum manni í Álakeri, sum arbeiddi har á leiðini. Ungi maðurin róði við Havnarbátinum. Tá eg spurdi hann, hvussu hann higartil var nøgdur við róðrarárið, øtaðist eg og stúrsaði við. Hann segði nakað soleiðis: – Tá dømingin er so vánalig, og startdómarar duga so illa at starta bátarnar, so fari eg ongantíð aftur brúka so nógva tíð til venjingar og FM-róðrar. Vit kýta okkum hvønn dag í viku, so uppliva vit so út av lagi vánaligari viðferð av einstøkum startdómararum, segði ungi maðurin. Eg stóð púra býttur og hugdi í eyguni á unga manninum, sum var keddur og ørkymlaður.
Allan henda dagin hugsaði eg um unga mannin, sum eg bara kenni frá bátum í Havnar róðrarfelag. Ikki vildi eg skriva um hesa hending til tess ikki at órógva ólavsøkuróðurin hjá unga manninum, men nú er róðrarárið av, og eg havi kannað nærri, hvat hesin ungi rógvarin sipaði til. Eg havi tosað við eldri rógvara umborð á Havnarbátinum, og hann sigur soleiðis: – Ungi maðurin sipar fyrst til hendingina í Vági, har persónur við rópara í dómarabáti eftir startin rópti so nógv á Havnarbátin, at hetta órógvaði umborð. Vit hoyrdu ikki róðurskvinnuna umborð orsakað av kvinnurøddina í dómarabátinum. Her leyp alt saman. Havnarbáturin stýrdi ikki skeivt henda dagin, hetta var annar bátur, og Havnarbáturin helt seg til egnu endaboyu allan vegin á mál, sigur ungi rógvarin.

Hin hendingin var í Vestmanna, har Havnarbáturin og Drekin reyði lógu skeivir, tá skotið brast. Tað átti verið lætt at startað bara fýra 10-mannafør, men ungi maðurin segði mær, at Havnarbáturin lá skeivur, tá skotið brast. Árar í eina borðinum vóru í sjónum til tess at fáa bátin beinan. Men knappliga brast skotið, og umborð á Havnarbátinum mistu teir fleiri tøk, og hetta oyðiløgdu okkum róðurin, sigur ungi rógvarin. Eldri rógvarin sigur mær, at startdómarin lá beint við Havnarbátin og Drekan reyða og átti sjálvandi at sæð hetta. Drekin reyði lá eisini skeivur og kom tí illa frá startinum í Vestmanna, sigur viðkomandi.
Mín niðurstøðan er púra greið. Megnar startdómari ikki at starta fýra 10-mannafør, so vit fáa ein erligan og rættvísan kappróður, so skal hesin persónur sjálvandi ikki vera startdómari. Eg gerist keddur og ørkymlaður at hoyra slíkt, tí eg veit, hvussu nógva orku og tíð rógvarar brúka til kappróður. Stardómarar og dómarar annars, mugu hava slíkt støði, sum rógvarar hava. Her er eisini talan um virðing fyri rógvarum.

Tá vit hugsa um teir sjey FM-róðrarnar, so vóru teir fimm róðrarnir væl avgreiddir, meðan tað gekk av skriðuni í Hvalvík og minni væl í Vestmanna. Eg haldi, at tað er ússaligt, at tá so illa gekk í Hvalvík, at vit ongantíð fingu eina frágreiðing, hví tað gekk av skriðuni. Sjálvandi vilja fólk fáa eina nágreinliga frágreiðing, hvat hendi í Hvalvík. Frágreiðingin kom ongantíð. Sjálvandi hevur Róðrarsambandið endaliga ábyrgdini, men tá hvalvíkingar bjóða seg fram at fyrireika FM-róðrar, so hava tey so sanniliga eisini árbyrgdina.
Eisini haldi eg, at ikki var nóg gott, at vit í Vestmanna skuldu missa ein tíma. Hetta líkist ongum í hampuligum veðri. Vit tíma rætt og slætt ikki longur at hoyra um hanaføtur og søkk ella bátar, sum ikki megna at halda startinum. Hetta eru afturvendandi trupulleikar ár um ár. Róðrarsambndið skal lata fólk skipa fyri FM-róðrunum, sum hava royndirnar og duga hetta arbeiði. Tilvilding má ikki sleppa at ráða í føroyskum kappróðri, sum tildømis hendi í Hvalvík, har millum annað 25 barnamanningar vóru sendar til húsa aftur í góðum róðrarlíkindum orsakað av út av lagi vánaligari fyrireiking. Hetta líkist svartasta ongum.
Ikki kenni eg til eftirmetingar í Róðrarsambandinum, men eg vóni, at nýggja nevndin í RSF hevur lært serliga av hendingini í Hvalvík. Ì eini eftirmeting er týdningarmikil at “plasera” ábyrgdina og siga hana alment. Hetta krevst til tess at koma víðari. (Vagnur)