Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Aftur í 60 árini – Enjoyers funnu saman í Kinabrekkuni í 1961 (3)

$
0
0
Hans Christian, Djóni, Birgar og Steingrím avmyndaðir í 1963 í stovuni hjá Hans Christian og teimum. (Myndaeigari: Djóni)
Birgar, Djóni, Hans Christian og Steingrím avmyndaðir í 1963 í stovuni hjá Hans Christiani og teimum. (Myndaeigari: Djóni)

Enjoyers spældi fleiri ferðir í tiltakinum Aftur í 60-árini, og tónleikabólkurin er dømi um, hvussu ungfólk kunnu finna saman í tónleikinum, fyri síðani fara hvør til sítt og so finna saman aftur á “gamalsaldrinum”. Djóni Andreasen, Hans Christian Clementsen og Steingrím Abrahamsen eru uppvaksnir í Kinabrekkuni úti á Landavegnum í Havn. Eyðbjørn Jakobsen á Kamarinum búði eisini har á leiðini og undirvísti ungfólki í guitarspæli.

Hans Christian, Birgar, Steingrím og Djóni avmyndaðir á Skansanum í sambandi við Aftur í 60-árini. (Mynd Vagnur)
Hans Christian, Birgar, Steingrím og Djóni avmyndaðir á Skansanum í sambandi við Aftur í 60-árini. (Mynd Vagnur)

Hans Christian, Djóni og Steingrím fingu góða guitarundirvísing frá Eyðbirni og byrjaðu so smátt at stápla ein tónleikabólk upp á beinini. Teir vóru tá bert tólv, trettan ára gamlir. Djóni hevði ikki so góðan hug til guitaran og vildi heldur spæla trummur.

Birgar Johannessen arbeiddi hjá fyritøkuni Charles Mouritsen, sum helt til úti á Tinganesi, og Djóni var býdrongur hjá Galdstovuni. Teir báðir hittust mangan og prátaðu millum annað um tónleik, tí Birgar var eisini áhugaður í tónleiki. Soleiðis kom Birgar í tónleikabólkin Enjoyers.

Kinabrekkan sum eg minnist hana sum ungur. (Myndeigari Djóni)
Kinabrekkan sum eg minnist hana sum ungur. (Myndeigari Djóni)

Djóni spældi trummur, Birgar bass, Hans Christian sologuitar og Steingrím rytmuguitar. Teir spældu instumentalan tónleik og sungu mest sum ikki. Shadows var teirra vørumerki. Enjoyers spældi ikki nógv alment, men av og á varð spælt í Losjuni. Um várið 1964 spældu teir tríggjar ferðir í útvarpinum. Til stuttleika kann nevnast, at Herálvur Andreassen, sáli, sang við teimum í seinastu útvarpssendingini.

Í 1996 fekk Neistin so Enjoyers á pallin aftur, og tað vóru teir fýra sera fegnir um. Enjoyers spældi í Aftur í 60-árunum í 1996, 1999, 2000 og 2005. Eftir Aftur í 60 árini hevur Enjoyers fleiri ferðir spæla alment í býnum. Aftur í 60 ára tiltakið fór av bakkastokki í apríl mánað í 1988, og eftir tjúgu ár á rað var tiltakið fyri seinastu ferð í 2007.

iuiui
Ì 1996 var Enjoyers forsíðumynd í faldaranum, sum var gjørdur til Aftur í 60-ára tiltakið.

Myndina av Kinabrekkuni eigur Djóni Andreasen. Soleiðis minnist eg Kinabrekkuna sum ungur uppvaksin við Landavegin. Minnist mangar bilar, sum fóru út av vegnum í hálkuni í  Kinabrekkuni. Vestanfyri kioskina í brekkuni búði Hans Christian og í stóra hvíta húsininum við grønum taki og tveimum skorsteinum býr Djóni. Steingrím búði í húsi á trøð sunnanfyri hjá Hans Christian og teimum.

Húsini á horninum Frælsið/Landavegur eru áhugavert, tí Petur í Mattlág abbi Birgar bygdi húsini í 1880-árunum. Fritleif pápi Birgar er føddur í húsinum, sum familjan Skarðhamar seinni átti.

Onkur spyr kanska, hví henda brekkan var rópt Kinabrekkan. Hanni í Kina, sum arbeiddi hjá DFDS í Føroyum, búði nakað uttanfyri Kinabrekkuna. Havi sæð onkrastaðni, at navnið Kina er flutt við familju av Reyni og út um bøgarðarnar. (Vagnur)

 


Leygardagin hitti eg trý spøk ross í Havnardali

$
0
0
Rossini eg møtti í Havnardali vóru spøk og uttan iva von við bilar. (Mynd Vagnur)
Rossini eg møtti í Havnardali vóru spøk og uttan iva von við bilar. (Mynd Vagnur)

Altíð gott at hava myndatólið í bilinum, tí tú kanst knappliga uppliva okkurt áhugavert, sum tú ikki vanliga upplivir. Tá eg eri vestanfyri, hugsi eg mangan um seyðin, sum liggur við vegjaðaran og onkuntíð eisini gongur á vegnum. Ikki løgið, at seyður verður yvirkoyrdur serliga, tá myrkt er. Leygardagin ávegis til Kirkjubøar møtti eg trimum rossum mitt á vegnum við fjósið í Havnardali. Koyrdi varliga ímóti rossunum, floytaði einaferð, men tey lótust ikki um vón. Síðani fór eg úr bilinum, tók mynd av rossunum, sum komu ímóti mær. Men so knappliga fóru tey av vegnum. Spøk ross, má eg siga. Ryssa og tvey ungross. 

Eingi hagtøl finnast um ross í Føroyum, tí setti eg mær fyri at kanna, hvussu nógv ross í veruleikanum eru í landinum. Hetta var fyri tveimum árum síðani. Eg kom fram til, at umleið 370 ross eru í Føroyum, har størsti parturin eru íslendsk ross. Nøkur ross eru blandað, nøkur eru norsk, og so hava vit hesi 65 føroysku rossini, sum fólk vilja varðveita. Í 60-árunum góvust føroyingar at brúka rossini sum vinnuross. 

Eg ringdi til Royndarstøðina í Kollafirði at spyrja, um tey vistu, hvussu nógv ross eru í Føroyum, men tað vistu tey ikki rættiliga at siga mær, men bóðu meg spyrja hjá Føroya Ríðingarfelag, Føroysk Íslandsrossafelag og Vága Ríðingarfelag. Síðani skalt tú leggja 60 ross aftrat, sum eru aðrastaðni í landinum, og síðani telja tey 65 føroysku rossini við í roknistykkið, so hevur tú umleið talið av rossum í Føroyum, var svarið úr Kollafirði. Og eg so gjørdi.

Rossini avmyndað í Bø í Vágum. (Mynd Vagnur)

Eg fekk at vita, at úti í Havnardali eru 180 ross, har 140 ross eru íslendsk, 20 eru norsk og 20 eru blandaði ross. Úr Vágum fekst at vita, at 65 ross eru í oynni, har flestu rossini eru íslendsk, men eisini einstøk blandaði ross. Leggja vit so tey 60  rossini, sum eru aðrastaðni í Føroyum og leggja aftrat tey 65 føroysku rossini, so eru umleið 370 ross í Føroyum. (Vagnur)

VÍF kvinnur vunnu og varðveita møguleikan finalustríðnum

$
0
0
Fríða Petersen í neistamálinum hevur staðið heilt væl í málinum í vetur.
Fríða Petersen í neistamálinum hevur staðið heilt væl í málinum í vetur.

Nú er steðgur í hondbóltslandskappingini í fimm vikur, og taka vit saman  um stigatalvuna, kundi mest sum alt næstan vera avgjørt sunnudagin. Vunnu kyndilskvinnur á VÍF, so var VÍF rokið í finalustríðnum. Og taptu kyndilsmenn, so var brekkan meira enn brøtt hjá liðnum at náa FM-finalurnar. Men úrslitini í høllini á Hálsi í dag háttaði seg soleiðis, at VÍF kvinnur við sigrinum varðveita møguleikan at náa FM-finalurnar. Kyndilsmenn við javnleikinum í dag hanga í VÍF og KÍF.

Kyndil – VÍF kvinnur 24 – 25 (14-9) Dómarar: Thomas J. Thomsen og Gert Hansen

Málskjúttar Kyndils: Turið Arge 11, Anna Brimnes 5, Irena Dam 3, Randi Wardum 2, Súsanna Petersen 1, Bjarta Johansen 1 og Guðrun R. Olsen 1

Málskjúttar VÍF: Brynja Rógvadóttir 13, Daniella Joensen 6, Agnas Olsen 3, Kathe Frederikson 2 og Marianna H. Jacobsen 1

Ùr dómaraseðlinum síggi vit, at liðini fylgjast fyrstu tjúgu minuttirnar í fyrra hálvleiki, og tá er støðan 9-8 til Kyndil. Men so skjóta VÍF kvinnur bara eitt mál seinastu tólv minuttirnar, og hálvleikstøðan gjørdist tí 14-9 til Kyndil. Ì seinna hálvleiki byrjar VÍF væl, men Kyndil kemur afturíaftur, og tá ellivu minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 19-14.

So steðgar Kyndil upp og skýtur bara tvey mál í tólv minuttir, og tá so VÍF fær síni mál, er knappliga bara eitt mál á muni og átta minuttir eftir at spæla. Kyndil fer fram um 22-20, men VÍF svarar aftur og leggur seg fram um 23-22. Javnleikur gerst 23-23 og 24-24, men tað er VÍF, sum skjýtur seinasta og vinnandi málið í seinasta minuttinum.

Hyggja vit í stigatalvuna, so hevur Kyndil 20 stig og VÍF 17, men Kyndil hevur spælt ein dyst meira, so í veruleikanum er bara eitt stig á muni. Liðini hava ein innanhýsisdyst eftir at spæla, og hann er í Vestmanna. Kyndilskvinnur mugu sigast at vera nógv betri fyri at náa FM-finalurnar enn VÍF, tí Kyndil hevur ein dystir eftir ímóti Neistanum, meðan VÍF hevur skal bæði spæla í Havn og í Vestmanna ímóti Neistanum. Neistin og VÍF spæla í Havn 28. februar. Vil siga tað soleiðis, at umframt at VÍF skal vinna á Kyndli í Vestmanna, so skal VÍF vinna annan dystin á Neistanum.

VB – Neistin 21 – 28 (13-13) Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus

Málskjúttar VB: Danijela Mistric 9, Gurið Mortensen 5, Ingrida Kucidyte 2, Svava Vestergaard 2, Rúna Jacobsen 2 og Laila Eysturberg 2

Málsjúttar Neistans: Marjun Danberg 9, Nicoleta Hansen 5, Eir Berg 4, Jacklin Djurhuus 4, Birita Jacobsen 3, Liljan Mohr 2 og Birita Wardum 1

Um dystin í Vági er stutt at siga, at neistakvinnur fingu eina baldrutta ferð í Suðuroy. Neistakvinnur avgjørdu dystin í seinna hálvleiki. Neistan má sigast at hava spælt seg í FM-finalurnar, tí Neistin hevur bert tapt trý stig, meðan Kyndil hevur tapt átta og VÍF níggju stig. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 13 321 243 78 23
2 Kyndil 14 329 265 64 20
3 VÍF 13 340 313 27 17
4 Stjørnan 13 271 341 -70 9
5 StÍF 13 258 310 -52 6
6 VB 12 251 298 -47 3

Eingin útlendingur í føroyskum manshondbólti í 1970-árunum

$
0
0
Frálíkt lið. VÍF vinnur FM-heitið 1975. Standandi f.v: Petur Pauli Poulsen, Kári Durhuus, Johnny Joensen, Dánjal J. Andreasen, Kári Mortensen og Ólavur Højgaard. Húkandi f.v: Pauli(Palli) Joensen, Heðin Winther Olsen, Kristin Johansen og Gunnar Streymoy. (Mynd Kyndilslogin)
Frálíkt lið. VÍF vinnur FM-heitið 1975. Standandi f.v: Petur Pauli Poulsen, Kári Durhuus, Johnny Joensen, Dánjal J. Andreasen, Kári Mortensen og Ólavur Højgaard. Húkandi f.v: Pauli(Palli) Joensen, Heðin Winther Olsen, Kristin Johansen og Gunnar Streymoy. (Mynd Kyndilslogin)

Eg sat eina løtu og blaðaði í bókini “Bjartur lýsir Kyndilslogin” sum Suni Merkistein skrivaði í sambandi við, at Kyndil fylti fimti ár í 2006. Nógv gott og rúgvismikið tilfar, sum eg kenni og eri uppvaksin við. Steðgaði við tvær liðmyndir av mansliðunum hjá Kyndli, sum vann FM-heitið í 1974 og mansliðnum hjá VÍF, sum vann FM-heitið í 1975. Frálík hondbóltslið, sum vóru minst líka góð lið, sum liðini í dag. Tó skal sigast, at leikreglurnar vóru tá øðrvísi, tí floyta var ikki so skjótt fyri nølspæli, tí fór ferðin mangan úr dystinum. Tankarnir sveimaðu um báðar liðmyndirnar.Myndin av mansliðnum hjá Kyndli er tikin í ítróttahøllini á Hálsi í 1974. Tá fór hondbólturin frá at vera uttanduraspæl spælt um summarið til innanduraspæl spælt um veturin. Allir spælara á báðum liðmyndunum eru uppvaksnir í Kyndli og VÍF, og eingin útlendingur er á liðnum. Peningur var ikki tá í føroyskum hondbólti, og feløgini megnaðu bæði at manna unglingalið, 2. lið menn og 1. lið menn, sum var besta liðið tá. Tá gramdu fólk seg ikki um vánaligar venjingarumstøður, vit vóru øll fegin at sleppa í nýggju høllina á Hálsi.

Frálíkt lið. Kyndil vinnur FM-heitið í 1974. Standandi f.v: Heðin Mikkelsen, Finnur Helmsdal, Anfinn Rubek Nielsen, Jóan Pætur Midjord og Niels Nattestad. Húkandi f.v: Sverri Jacobsen, Áki Davidsen, Jakku Heinesen, Jørleif Kürberg, Hendrik Rubeksen og Hilmar Joensen. (Mynd Kyndilslogin)
Frálíkt lið. Kyndil vinnur FM-heitið í 1974. Standandi f.v: Heðin Mikkelsen, Finnur Helmsdal, Anfinn Rubek Nielsen, Jóan Pætur Midjord og Niels Nattestad. Húkandi f.v: Sverri Jacobsen, Áki Davidsen, Jakku Heinesen, Jørleif Kürberg, Hendrik Rubeksen og Hilmar Joensen. (Mynd Kyndilslogin)

Mangan verður tikið til, at feløgini missa so nógvar ungar spælarar, tí teir fara uttanlands í lestrarørindum og uttanlands at arbeiða. Í 1970-árunum fóru sanniliga eisini ungfólk uttanlands í lestrararørindum, og serliga nógvir ungir vestmenningar fóru til skips og seinni nomu sær skipara- ella maskinmeistaraútbúgvin. Hóast hetta, so megnaði Kyndil og VÍF altíð at manna góð hondbóltslið.

Hjá Kyndli var tó nakað øðrvísi. Í 1981 helt eg eina røðu á 25 ára stovningarveitsluni hjá Kyndli, sum var hildin á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Tá segði eg millum annað, at mansliðið hjá Kyndli var mannað við eini “stammu” í nógv ár, og kundi tí eftir ólavsøku byrja, har liðið slepti um várið. Hetta var ein dygd. Soleiðis var ikki hjá hinum liðunum. Sverri, Natti, Hilmar og Hjørleif vóru lærarar, og Heðin og Hendrik arbeiddu hjá løgreglunum. Kyndil hevði “stammuna” ár um ár, og so komu og fóru hvørt ár nakrir ungir spælarar.

Í 2014 er heilt øðrvísi. Manslið sleppa ikki upp á toppin í føroyskum hondbólti uttan nógvur peningur verður brúktur til útlendskar spælarar. Fótbóltin tosa vit slett ikki um, tí har fáa mest sum allir spælarar løn fyri at spæla. Í manshondbólti er bara StÍF, sum ongan útlending hevur á liðnum. Øll hini seks mansliðini standa og falla við útlendingum, sum skjóta flestu málini í kappingini. Tá tankar mínir høvdu sveimað eina løtu um forvitnisligu liðmyndirnar, varð enn ein grein skrivað? Hví bar til við nógmikið av góðum føroyskum spælarum í 1970-árunum og ikki í 2014? Eisini havi eg spurt henda spurning á Hondbóltskjaki. Duga feløgini ikki nóg væl at hjúkla um egnar spælarar? Hvat er so galið. (Vagnur)

Finnur Hansson hugleiðir um stigatalvuna í bestu mansdeild

$
0
0
H71 fyrireikaði seg best til landskappingina, sigur Finnur Hansson.
H71 fyrireikaði seg best til landskappingina, sigur Finnur Hansson.

Steðgur er í hondbóltslandskappingini í fimm vikur, og nú skulu liðini spæla steypadystir. Eg havi biðið Finn Hansson sagt nøkur orð um mansliðini í bestu deildini og serliga, hví stigatalvan sær út sum hon ger. Hyggja vit at stigatalvuni í taptum stigum, so hevur H71 tapt fimm stig, VÍF ellivu stig, KÍF ellivu stig, Kyndil fjúrtan stig, StÍF seytjan stig, Neistin tjúgu stig og Team Klaksvík hevur enn einki stig fingið. H71 fer uttan iva við fyrsta FM-finaluplássinum, men so er hørð kapping millum VÍF, KÍF og Kyndil um seinna FM-finaluplássið. Finnur sigur soleiðis um stigatalvuna og um tey sjey liðini.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 16 430 338 92 27
2 VÍF 16 426 407 19 21
3 KÍF 15 371 334 37 19
4 Kyndil 16 424 396 28 18
5 StÍF 15 392 390 2 13
6 Neistin 15 344 367 -23 10
7 Team Klaksvík 15 341 496 -155 0

– Tað kemur ikki óvart á meg, at H71 er ovast á stigatalvuni, tí liðið fyrst og frems fyrireikaði seg klárt best til landskappingina. Liðið fekk tí góða byrjan við góðari orku, góðum samanhaldi og góðum spæli. H71 hevur høgt botnstøði, tí manningin er so væl fyri frá byrjan. Spælararnir hava vant miðmíst í trý ár og nú heysta tey fruktirnar í Hoyvík. Eitt gott homogent lið. Tá tað er sagt, so er vandamikið at fara út í fjølmiðlarnar, tá átta dystir eru spældir og siga, at teir ætla ongan dyst at tapa í árinum. Vit kunnu ikki nevna H71 uttan at siga danan Lars Krogh, sum skjýtur nógv mál. Hvat hendir við H71 liðnum, um hann gerst skaddur? Øll liðini eru so viðbrekin.

KÍF er við í FM-finalustríðnum. Góð KÍF manning, heldur Finnur,
KÍF er við í FM-finalustríðnum. Góð KÍF manning, heldur Finnur,

– Vestmenningar boðaðu alment frá, at teir ætlaðu sær ikki tað heilt stóra í vetur. VÍF var FM-vinnari og steypavinnari, og ikki er lætt liva upp til hesi úrslit. Tað skal gerast nakað serlig, skal tú megna at endurvinna hesi heitini. Tað sýnist mangan, at menn eru mettir eftir hesi upplivilsi. Ingi Olsen fekk nakrar grønlendingar at koma til Vestmannar, og sum tíðin leið, sóu tey í Vestmanna, at liðið kundi verið við í kappingini. Ùtgangsstøðið var broytt og gamla ætlanin slept. Nú fóru teir eftir Heina Hanusarsson, Sámal Joensen og Agnar Joensen, og so kom Nicklas Selvig úr Kollafirði. Nú sæst tíðuliga, at VÍF fer eftir øðrum FM-finaluplássinum.

H71 fyrireikaði seg nógv best til landskappingina, og Team Klaksvík heldur ikki tørn allan dystin.
H71 fyrireikaði seg nógv best til landskappingina, og Team Klaksvík heldur ikki tørn allan dystin.

– KÌF kom eisini trilvandi inn í kappingina. KÍF liðið er mannað við góðum spælarum, sum kenna væl hvør annan og hava spælt saman í nógv ár. Samhaldið tykist gott, men eg haldi, at spælið hjá KÍF verður alt ov nógv stýrt av venjaranum á beinkinum. Hetta darvar spælinum hjá KÍF, sum fær ov lítið burtur úr góða fólkinum. Botnstøðið hjá KÍF hevur í vetur vera svingandi, og so misti liðið Nicklas Selvig til VÍF. Kanska kom tá óróð í bólkinum, men KÍF er so sannilga við í stríðnum at náa FM-finalupláss.

Neistamenn hava góða stríðsanda men mangla ein góðan spælskipara.
Neistamenn hava góða stríðsanda men mangla ein góðan spælskipara.

– Ikki er neyðugt at siga so nógv um Kyndil, tí tú veitst eins og eg, hvussu trilvandi Kyndil eisini kom inn í kappingina. Fyrstu dystirnar var liðið slett ikki fullmannað, tí fleiri lyklaspælarar vóru skaddir. Ja, so málið um spæliloyvið hjá Mladin o.s.f. Tá vit eru fullmannaðir, spæla vit upp til ovaru liðini, og vit hava enn góðan møguleika at náa FM-finalurnar. Vit eru bara trý stig eftir VÍF og KÍF og nógvir dystir eftir at spæla. Liðini eru ógvuliga jøvn, og øll liðini eisini StÍF og Neistin kunnu taka fleiri stig frá ovaru liðunum. Tá tað er sagt, so kundu vit mist møguleikan í dystinum ímóti VÍF sunnudagin. Taptu vit dystin, var brekkan meira enn brøtt at náa FM-finalunum. Javnleikurin var kærur at fáa.

– Ikki lætt at gerast klókur um StÍF liðið, sum hevur góða manning, men botnstøðið er og hevur verið svingandi í nógv ár. Teri spæla nógvar frálíkar dystir, men snávar liðið, tá á stendur. Eg haldi, at fær StÍF ikki nýggja innspræning uttanífrá, so broytist einki. Tað sýnist, sum liðið koyrir í sama spori við sama hugburði og sama spæli. Ein hugburðsbroyting má fara fram í StÍF, skal liðið náa heilt upp á toppin. StíF hevur spælararnar.

StíF hevur heilt góða manning, men nýggja hevur koyrt ov leingi í sama sporinum. Nýggja íblástur, heldur Finnur.
StíF hevur heilt góða manning, men liðið hevur koyrt ov leingi í sama spori. Nýggjan íblástur, heldur Finnur.

– Neistanlið er liðið við óvanliga góðum stríðsanda, har spælarar leggja allar kenslur í dystin. Geva alt sum teir eiga, hava einki at missa, og tí kunnu yvirraska, sum liðið ger av og á. Altíð topptendraðir, men tá neistamenn í dysti síggja, at teir tapa dystin, so dettur korthúsið mangan, og tá rennur liðið seg inn í okkurt stórtap. Fleir góðir spælarar, men liðið vantar ein góðan róligan spælskipara. Vit skulu minnast til, at liðið hevur vunnið og spælt javn ímóti toppliðunum.

– Team Klaksvík hevur hampuligt lið og er við í fleiri dystum. Men tað sýnist, sum liðið í nógvum dystum megnar bert at halda tørn í kanska fjøriti minuttir, men so ikki meira. Lyklaspælararnir Sámal og Bogdan hava ikki verið so góðir higartil í vetur, sum seinasta vetur, tí er liðið eisini niðast á stigatalvuni. Tá alt omanfyri er sagt, so standa og falla øll liðini við fáum lyklaspælarum. Missa liðini ein av hesum spælarum, so broytist myndin skjótt. Vit síggja eisini nú, at H71 hevur mist fleiri stig, og orsøkin er, at nú eru hini liðini komin fyri seg, so hvørt sum grundspælið fer at halla, sigur Finnur at enda. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 16 430 338 92 27
2 VÍF 16 426 407 19 21
3 KÍF 15 371 334 37 19
4 Kyndil 16 424 396 28 18
5 StÍF 15 392 390 2 13
6 Neistin 15 344 367 -23 10
7 Team Klaksvík 15 341 496 -155 0

Milson Zachariassen tók í 1961 stigið at stovna Faroe Boys (4)

$
0
0
Faroe Boys í 1962. Frá høgru Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánial Petur Djurhuus, Milson Zacahariassen og Tummas Nielsen. (Bambus foto)
Faroe Boys í 1962. Frá høgru Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánial Petur Djurhuus, Milson Zacahariassen og Tummas Nielsen. (Bambus foto)

Søgan um tónleikabólkin Faroe Boys er áhugaverd, men lítið hava vit hoyrt um upprunan til tónleikabólkin, sum var stovnaður í 1961. Tað var Milson Zachariassen, sum tók stig at stovna bólkin, og hetta var áðrenn Kári Mouritsen, Robert McBirnie og Jógvan Dahl komu í bólkin. Eg havi verið á gátt hjá Milson og spurt hann, hvør byrjanarsøgan er um Faroe Boys, og Milson sigur soleiðis:

Aftur í 60 árini 1988. Milson Zachariassen á palli í Høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Milson Zachariassen á palli í Høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)

– Eg hevði siglt úti og ætlaði mær at fara upp á skúla at læra til stýrimann. Fosturpápi mín, Niels Petur Joensen, arbeiddi á Bacalao, og har arbeiddi Tummas Juul Askham eisini. Niels Petur fortaldi Tummas Juul, at eg var komin heim við ymsum ljóðførum, og Tummas Juul gjørdist forvitin og setti seg í samband við meg.

­ – Í eina tíð hevði eg spælt mær við tankan at fáa ein tónleikabólk upp at standa, og tá Tummas Juul sýndi áhuga, fóru vit spakuliga í gongd. Tummas Juul kendi Bjarna Skaalum, sum gekk á Føroya læraraskúla, og í preliminerskúlanum gingu tveir ungir suðuroyingar, sum búðu í KFUM. Hetta vóru Tummas Nielsen, sum spældi klaver, og Dánjal Petur Djurhuus, sum spældi guitar og sang. Tummas Juul kom at sita við trummurnar. Í KFUM búði eisini fuglfirðingurin Atli Hansen, sum var úrmælingur við guitaranum og seinni kom at spæla við Faroe Boys.

uiu
Faroe Boys fyrsta manningin. Frá vinstru Dánial Petur Djurhuus, Tummas Nielsen, Tummas Juul Askham, Bjarni Skaalum og Milson Zachariassen. (Myndaeigari Milson)

– Vit vandu í Losjuni, og amboðini vóru sjálvandi ljóðførini, men eisini tíggju watt forsterkarar, og eg minnist, hvussu styrkjin øktist, tá vit fingu fimtan watt forsterkara av merkinum Framus frá Simma. Vit spældu fyrstu ferð í Klubbanum í 1962, men spældu eisini í Losjuni og onkuntíð í Tórshøll. Á bygd vóru vit eisini og spældu – millum annað á Glyvrum. Tú spyrt, hvønn tónleik vit spældu?

– Fyrst og fremst Shadows og sangir hjá Elvis Presley og Cliff Richard, og so komu jú Beatlarnir og aðrir útlendskir tónleikabólkar. Lítið var sungið fyrstu tíðina, men av og á sang tvøramaðurin Rudolf Niclasen. Ein skifti búðu vit úti á Marknagilsvegnum, og vit vandu eitt skifti í kjallaranum. Minnist, at vit bóru øll ljóðførini og forsterkarar oman í býin, har vit skulu spæla. Hetta hevði man ikki gjørt í dag.

Aftur í 60 árini 1988. Tummas Juul Askham við trummurnar. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Tummas Juul Askham við trummurnar. (Mynd Vagnur)

­- Navnið Faroe Boys setti eg á bólkin beinanvegin, sum skjótt var skrivað at stórutrummu. Eg spældi við bólkinum frá 1961 til 1964, og tá eg var liðugur við stýrimansskúlan, fór eg út aftur at sigla. Tá eg var heima, spældi eg onkuntíð við bólkinum, men tá vóru Dánjal Petur Djurhuus og Tummas Nielsen farnir aftur til Suðuroyar, og millum annað kom Atli Hansen at spæla sologuitar í Faroe Boys. Tummas Juul Askam gavst eisini, og við trummurnar kom at sita Trygvi Restorff, og Kári Mouritsen spældi bass. Ùtgerðin var longu tá batnað munandi, sigur Milson.

Undirritaði byrjaði at ganga í dansi í Sjónleikarhúsinum sum fimtan sekstan ára gamal, men tá vóru fleiri av upprunatónleikarunum í Faroe Boys givnir. Bara Bjarni Skaalum var eftir frá fyrstu manningini. Eg minnist slettis ikki fyrstu manningina í Faroe Boys.

Aftur í 60 árini 1988. Tummas Nielsen við ljóðfør. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Tummas Nielsen situr við ljóðførið. (Mynd Vagnur)

Meðan Milson og eg sita heima hjá Milson og teimum og práta, rennur mær til hugs, hvussu nógv Milson hevur fingist við tónleik og ymsar upptøkur. Tá kom ikki føroyskt band ella pláta á føroyska marknaðin, uttan Milson hevði tikið upp. Hetta var eisini seinasti spurningur til Milson.

– Tú kanst gott siga, at eg hevði betri útgerð at taka upp konsertir og kórsang enn Ùtvarpið tá hevði. Her í kjallaranum, sum vit nú búgva, bygdi eg mær upptøkurúm ella tað sum fólk rópa studio. Kann nevna, at Faroe Boys spældu nakrar ferðir í Útvarpi Føroya, og vit tóku upp heilt band til Útvarpið at senda. Minnist, at vit fingu 150 krónur at deila frá Útvarpinum.

Aftur í 60 árini 1988. Bjarna Skaalum spældi sum tann einasta øll árini við Faroe Boys. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Bjarna Skaalum spældi sum tann einasta øll árini við Faroe Boys. (Mynd Vagnur)

– Her í kjallaranum vóru nógvar upptøkur gjørdar, og eg minnist, at fyrsta plátan, sum var eg tók upp, var pláta við bólkinum Snowflakes, sum var mannaður við Fríðbjørg Winther Hentze og Halltóru Stórá úr Skopun og Randi Thomasen úr Sandavági. Annar sangurin var Tvey hjørtur, tveir skuggar, tvey andlit, sigur Milson at enda.

Um hetta mundið hendir spakuliga ein útskifting í Fareo Boys. Vit síggja frá vinstru Atla Hansen, Milson Zachariassen, Tummas Juul Askham og Robert McBirnie. (Myndaeigari Milson)
Um hetta mundið hendir spakuliga ein útskifting í Fareo Boys. Vit síggja frá vinstru Atla Hansen, Milson Zachariassen, Tummas Juul Askham og Robert McBirnie. (Myndaeigari Milson)

Milson vísti mær eisini maskinuna, har hann kann innspæla øll tólini sjálvur, sum at enda kann setast saman til heilt orkestur, so tað tekniska er nógv broytt, síðan Milson fekk sín fyrsta bandupptakara, sum hevði fleiri spor og tók upp í stereo. Í seinni grein fara eg at siga nøkur um, hvussu eg minnist Faroe Boys serliga í Sjónleikarhúsinum. Tá mannaðu Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum og Kári Mouritsen Faroe Boys. Vælumtókti tónleikabólkurin gavst at spæla í 1967, men seinni spældu teir nakrar ferðir millum annað í stóra tiltakinum Aftur í 60 árini. (Vagnur)

 

 

 

 

 

Vit bíða í spenningi eftir nýggju brúnni um Sandá

$
0
0
Áhugavert at fylgja arbeiðinum, sum skal vera liðugt 28. februar. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at fylgja arbeiðinum, sum skal vera liðugt 28. februar. (Mynd Vagnur)

Nýggja brúgvin um Sandá skuldi vera liðug á ólavsøku í fjør, vóru boðini frá Tórshavnar kommunu. Næstu boðini vóru, at brúgvin ikki skuldi gerast jólatrøll, men seinastu boðini eru, at borgarstjórin klippur snórin 28. februar. Havi fylgt arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri abbabørn, sum ganga í skúla og eru í vøggustovu á Hamarinum. Altíð áhugavert at koma á Hamaran, tí útsýnið er so gott og vakurt. Tú sært um alla Havnina, norðoyggjarnar eru har, og tú sært suður í hav. Skalt úr Havnardali, har abbabørnini búgva, er stórur umvegur, tí tú skalt heilt oman í rundkoyringina við Landssjúkrahúsið, áðrenn tú skal niðan gjøgnum Müllerstrøð. Og har er altíð nógv ferðsla. Tá brúgvin kemur, lættur munandi um ferðsluna har á leiðini. Spákaði mær í vikuni yvirímóti brúnni, og teir leggja nú nógv tons av jarni á brúnna, áðrenn dekkið verður stoypt. Havi mangan hugsað, hvussu torført má vera at geva tilboð uppá slíkt arbeiði, tí ikki eru royndirnar nógvar at byggja slíka brúgv. Vit eru øll tolin og bíða í spenningi eftir nýggju brúnni um Sandá. (Vagnur)

Sandur tikin á Hólmanum brúktur til vegir í 1950-árunum

$
0
0
Áhugavert at síggja myndina frá fyrst í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Áhugavert at síggja myndina frá fyrst í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndina omanfyri tók Christian Holm Jacobsen, sáli. Vit síggja tríggjar Bedford lastbilar koyra sand av Hólmanum í Kollafirði, men ein av bilunum er smokkaður í bleyta sandinum. Eg havi prátað við eldri kollfirðing um myndina, og hann sigur mær, at teir tríggjar Bedford lastbilarnar áttu Karl Jensen, Menning Geyti og Hallgrímur Hansen. Myndin er tikin fyrst í 1950-árunum. Áhugavert, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juli í 1966, tá koyrandi var millum Havnina og Kollafjørð. Nógv annað áhugavert er at síggja á myndini.

Fara vit fyrst til teir tríggjar Bedford lastbilarnar, so byrjaðu tey í Onglandi at gera hetta “K-modellið” í 1931. Kann nevna, at fyrsti brandbilurin kom til Føroya í 1948, og hetta var eisini eitt “K-modell”. Henda vakra brandbil hava tey á Brandstøðini í Havn í gjørt í stand og varðveitt. Nevnast kann eisini, at fyrsti líkbilurin kom til Havnar í 1949, og var bilurin eisini eitt “K-modell”. Onglendingar steðgaðu at gera hetta Bedford sniðið í 1950, tó kann nevnast, at undir krígnum vóru hesir lastbilar ikki gjørdir, tí verksmiðjurnar framleiddu vápn.

Á Hólmanum spældu vit hondbólt ímóti Kollfirðingum í 1960-árunum. (Mynd Vagnur)
Á Hólmanum spældu vit hondbólt ímóti Kollfirðingum seinast í 1960-árunum. Myndin tikin í 2015. (Mynd Vagnur)

Fyrst í 1950-árunum vóru vegirnir grúsvegir, og nógvur sandur var koyrdur av Hólmanum til vegin millum Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna. Annars sá eg onkrastaðni, at koyrandi var millum Kollafjørð og Kvívík í 1924 og millum Kollafjørð og Vestmanna í 1944. Í 1950-árunum vóru allir vegir kommunuvegir, og tað var ikki fyrr enn í 1963, at vegirnir millum bygdir gjørdust landsvegir.

Fara vit aftur á Hólman, so spældu vit neistaunglingar mangan hondbólt ímóti kollfirðingum á Hólmanum. Mangan tóku vit til, at á hondbóltsvøllinum á Hólmanum kundi tú detta um síðulinjuna. Tá fløddi, kom sjógvur niðan ímóti vøllinum, og tí var tjúkkur sildatrossi lagdur um vøllin. Hyggja vit at Hólmanum í dag, so er nógv tilfar koyrt inn á økið, og sjálvt um fløðir, er Hólmin turrur. Kollfirðingar spældi fyrst hondbólt á Hólmanum, síðan var farið í skúlagarðin, og nú spæla tey hondbólt í snotuligari ítróttahøll.

Uttast til vinstru gomlu myndini síggja vit húsini hjá Guttormi og Ragnhild Poulsen, húsini, sum nú eru farin at aðrar hendur. Guttorm var systkinabarn mammu mína, so eg kom mangan sum ungur í hesi hús. Ragnhild býr á Ellisheiminum í Havn. Vit síggja eisini gamla skúlan, sum eru húsini við høgu reisingini. Longri til høgru síggjast húsini hjá Claudiu Thomsen, og síðani bóndagarðin á Oyrareingjum. (Vagnur)


Sjálvandi skal Tórshavnar havn byggjast út, men?

$
0
0
Kundi ynskt mær at sæð tekningar av nýggja havnarlagnum. (Mynd Vagnur)
Kundi ynskt mær at sæð tekningar av nýggja havnarlagnum. (Mynd Vagnur)

Spyrt tú fólk á gøtuni um nýggju havnina, sum ætlanin er at byggja suður í Nólsoyarfjørð, so sigur eingin seg vera ímóti ætlanini. Tó nevna næsta øll økið við Skansan. Tórshavnar kommuna lurtaði eftir borgaranum og hevur slept ætlanin at byggja bryggju og bingjupláss fram við Skansanum, sum forðar fyri útsýni suður í hav. Hetta er frálíkt og sjálvandi røtt avgerð. Ein mótmælisfundur var herfyri á Meiarínum, har borgarstjórin var við men ikki formaðurin í havnarnevndini. Ikki var eg á fundinum, men ein maður segði mær, at á fundinum kom fram, at ongar royndir eru gjørdar um veður og vind á serstovni í Danmark. Í fjølmiðlunum verður sagt, at arbeiðið skal bjóðast út í næstum. Haldi, at borgarin hevur rætt at síggja tekningarnar í nýggja uppskotinum, nú nýggja havnin skal byggjast suður í Nólsoyarfjørð. Gjøgnumskygni, sum vit taka til. Millum 50 til 60 ferðamannaskip vitja Havnina um summarið, og farmaskip koma á Havnina mest sum hvønn dag í viku. Ov lítið bryggjupláss er til at taka, tí má Havnin byggjast út, men hetta má gerast við skili, og allar kanningar mugu gerast, áðrenn arbeiðið byrjar. At vit varðveita útsýnið frá Skansarnum suður í Nólsoyarfjørð eru fólk fegin um. Tá fólk nevna útsjónd, so kunnu vit øll vera samd um, at bingjur eru ikki nakað prýði fyri eitt havnarlag og harvið umhvørvið har á leiðini. . (Vagnur)

Faroe Boys spældu í Íslandi í 1964 og 1966 og vóru róptir føroysku beatlarnir

$
0
0
Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorft og Atli Hansen.
Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Tummas Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorff og Atli Hansen.

Í seinnu greinini um Faroe Boys leita tankarnir fyrst í Sjónleikarhúsið miðskeiðis í 1960-árunum. Stúgvandi fult av fólki inni í Sjónleikarhúsinum og nógv fólk uttanfyri og lýddu á, meðan tey hugdu gjøgnum vindeyguni upp á pallin. Har stóðu Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Kári Mouritsen, Jógvan Sofus Vágsheyg og Jógvan Dahl væl ílatnir og spílaðu seg út. Hetta var seinasta manningin í Faroe Boys, sum góvust at spæla í 1967. Í 1988 fóru teir aftur á pallin í Aftur í 60-árini, og fólk streymaðu úr øll landinum í Høllina á Hálsi.

Tá Alti Hansen fluttir aftur til Fuglafjarðar kom Jógvan
Tá Alti Hansen flutti aftur til Fuglafjarðar, kom Jógvan Dahl at spæla sologuitar í Faroe Boys. (Mynd Vagnur)

Sum skrivað var í fyrru greinini um Faroe Boys, var fyrsta manningin frá 1961 Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Milson Zacahariassen, Tummas Nielsen og Dánial Petur Djurhuus. Í 1963 vóru Milson, Tummas Juul og Dánial Petur givnir í bólkinum, og í teirra stað komu Trygvi Restorff at spæla trummur, Kári Mouritsen bass, Atli Hansen solo guitar og Robert McBirnie gjørdist forsangari. Fyrstu manningina minnist eg ikki, men manning nummar tey minnist eg væl, tí nú var eg farin at ganga í dans.

Í 1965 skifti manningin aftur, tí Atli Hansen var nú útbúgvin lærari og flutti aftur til Fuglafjarðar. Jógvan Sofus Vágsheyg setti seg við trummurnar, uttan iva tí Trygvi spældi jú eisini trummur í Gogguni. Jógvan Dahl, sum eins og Atli Hansen var úrmælingur við guitaranum, kom at spæla solo. Ein øðrvísi stílur kom í bólkin, tí nú vóru allir í hvítari skjúrtu, vesti og terylenbuksum. Amboðini vóru betri og sanganleggið nýtt.

Kári Mouritsen spældi bass í Faroe Boys frá 1963. (Mynd Vagnur)
Kári Mouritsen spældi bass í Faroe Boys frá 1963. (Mynd Vagnur)

Í 1964 og 1966 løgdu Faroe Boys leiðina til Íslands, har teir beinanvegin í fjølmiðlunum vóru róptir føroysku beatlarnir. Faroe Boys vóur bornir á lógvum í Íslandi, nógv fólk komu at lýða á, og teir í Faroe Boys væl umtóktir. Í 1967 góvust Faroe Boys at spæla. Tað eydnaðist tíbetur  Faroe Boys at geva út eina LP-plátu, og nógvar upptøkur við Faroe Boys eru í goymsluni hjá Kringvarpinum.

Faroe Boys við í Aftur í 6o árini: Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl, Robert McBirnie, Kári Mouritsen, Bjarni Skaalum og Milson Zachariassen. (Mynd Vagnur)
Faroe Boys við í Aftur í 60 -árini: Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl, Robert McBirnie, Kári Mouritsen, Bjarni Skaalum og Milson Zachariassen. (Mynd Vagnur)

Um tjúgu ár seinni komu vit at uppliva Faroe Boys í tiltakinum Aftur í 60-árini, sum fór av bakkastokki í apríl mánaði í 1988. Eg minnist, at Robert McBirnie, Robert Magnussen og Andreas Højgaard frá Twilight og eg sótu í stovuni hjá okkum og prátaðu um, hvussu tiltakið Aftur í 60-árini skuldi skipast. Twilight átti amboðini, og Neistin hevði gjørt avtalu við Cream Crackers, Faroe Boys og Twilight um at spæla í høllini fríggjakvøldið 19. apríl 1988. Vit gjørdu av at seta upp borð í høllini og ikki selja ov nógv atgongumerki, tí fólk skuldu hava pláss at dansa.

Góð mynd av Faroe Boys frá
Góð mynd av Faroe Boys frá 1962/1963. Frá vinstru Milson Zachariassen, Atli Hansen, Tummas Nielsen, Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askahm og fremst Robert McBirnie. (Myndaeigari Milson)

Tá vit byrjaðu at selja atgongumerki í forsølu, vóru tey 1000 atgongumerkini skrødd burtur næstan sama dag, tey komu sølubúðirnar. Vit gjørdu skjótt av at endurtaka tiltakið leygarkvøldið 20. apríl, men trupulleikin var halgidagslógin. Haldi, at vit fingu langan snór frá løgregluni, tí dansað varð til klokkan tvey um náttina. Fólk komu allastaðni frá úr Føroyum og útselt var bæði kvøldini.

Faroe Boys gavst at spæla í 1967, og hetta var seinasta manning. Frá vinstru: Bjarni Skaalum, Robert Mcbirnie, Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen. (Mynd Tórshavn-fólk og yrki)
Faroe Boys gavst at spæla í 1967, og hetta var seinasta manning. Frá vinstru: Bjarni Skaalum, Robert McBirnie, Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen. (Mynd Tórshavn-fólk og yrki)

Mest áhugaverda við Faroe Boys var, at bólkurin var væl mannaður og heilir tríggir trummusláarar vóru á pallinum í 1988. Har vóru Trygvi Restorff, Jógvan Sofus Vágsheyg og Tummas Juul Askham. Trygvi var ikki ein av manningini hetta kvøldið, men kom tó á pallin og spældi nøkur løg. Tummas Nielsen var komin úr Sumba, Milson Zachariasen var har, og so allir frá seinastu manningini: Robert McBirnie, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl og Bjarni Skaalum. Fantastiskt upplivilsi at síggja Faroe Boys aftur á palli og ikki at gloyma Cream Crackers. Faroe Boys spældu Aftur í 60-árini í 1988, 1991, 1993, 1995 og 1997. Vit góvust við Aftur í 60-árini í 2007.

Ógloymandi løtur í høllini á Hálsi. Faroe Boyrs á palli í Aftur í 60 árini. (Mynd Árni Conradsson)
Ógloymandi løtur í høllini á Hálsi. Faroe Boys á palli í Aftur í 60 árini. (Mynd Árni Conradsson)

Aftur í 60-árini var eitt so væl umtókt tiltak, at vit í Neistanum fyrireikaðu tiltakið í tjúgu ár á rað. Í 1992 og næstu árini var eisini undirhald og mótasýning um midnáttarleiti. Kann nevna, at eini hundrað fólk vóru til arbeiðis bæði kvøldini. Her var talan um tónleikarar, hjálparfólk, frisørar og onnur neistafólk. Vit vóru so væl mannað, at tað tók bara tveir tímar, so var høllin ruddað.

Í hesi greinini vil eg vegna Neistan takka Faroe Boys og hinum tónleikabólkunum fyri ógloymandi minni í høllini á Hálsi í tjúgu ár. Nú royni eg at savna tilfar um tónleikabólkarnar, sum vóru við í tiltakinum hesi tjúgu árini. Faroe Boys eru fjórði tónleikabólkur, eg skrivi um. Havi skrivað um Cream Crackers, Islanders og Enjoyers, men fleiri eru eftir at skriva um. (Vagnur)

Faroe Boys í Aftur i 60-árini í 1988. Aftast Tummas Juul Askam og Milson Zachariassen. Í truppuni niðureftir sita: Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, Bjarni Skaalum, Jógvan Sofus Vágsheyg, Tummas Nielsen og Robert McBirnie. (Mynd Vagnur)
Faroe Boys í Aftur i 60-árini í 1988. Aftast Tummas Juul Askam og Milson Zachariassen. Í trappuni niðureftir sita: Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, Bjarni Skaalum, Jógvan Sofus Vágsheyg, Tummas Nielsen og Robert McBirnie. (Mynd Vagnur)

Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum

$
0
0
Soleiðis minnist eg Smæruna. Kjøthandil var nærmasta húsinum og keypsmansvørur í hinum húsinum.
Soleiðis minnist eg Smæruna. Kjøthandil var í nærmasta húsinum og keypsmansvørur vóru í hinum húsinum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um Smæruna, nú Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Sjónvarp Føroya helt til í M.A. Winthersgøtu/J.H. Schrøtergøtu í Havn, fóru tankarnir skjótt at reika, tí nógv havi eg sporini í Smæruni. Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hann segði okkum, at hjá Evensen fekk hann 200 krónur um mánaðin, men handilsmaðurin Hans Jacob Jacobsen bjóðaði honum 250 krónur um mánaðin, og hann tók av. Pápi arbeiddi í Smæruni í 48 ár.

jkjkj
Starvfólk í Smæruni í 1960-árunum. Frá vinstru: Johan Stephansson, Martin Justesen, Oddbjørg Joensen, Helge Michelsen, Hildibjørg Joensen, Jens Petur Hansen og Marita Christiansen.

Tá  Hans Jacob Jacobsen, handilsmaður og vinnulívsmaður, í 1932 læt upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, búðu umleið 3000 fólk í Havn. Fólk vóru ivasom, um Hans Jacob fekk eydnu við handlinum, tí handilin lá so langt frá fólkinum, sum flestu búðu úti á Reyni, plagdi pápi mín at siga.

Hans Jacob (1890-1967) var framsíggin handilsmaður, tí longu í 1927 læt hann upp “café” á Høgareyni úti á Reyni. Hetta var ikki bara vanlig “café, men Hans Jacob kundi bjóða nakað, sum bara stórbýirnir kundu bjóða tá í tíðini. Tað fyrsta gestirnir rendu seg í, tá ið teir komu inn um dyrnar, var ein “automat”, og har fekst tú sigarettir, tyggigummi, góðgæti og annað. Í gongini stóð vekt, har fólk kundu viga seg við at gjalda 10-oyra. Á tekjuni stóð stór ljósreklama, sum sást um allan býin.

Mourits Rubeksen situr í Smærubili. Ikki minnist eg henda bilin.
Mourits Rubeksen situr í Smærubilinum. 

Longu í 1902 var bryggjarí í Ydun úti á Reyni. Í 1922 keyptu Hans Jacob Jacobsen og Rudolf Michael Jacobsen bryggjaríið. Í 1935 var bryggjaríið flutt av Reyni niðan í Smæruni á Abbatrøð. Í 1935 gavst Hans Jacob við bryggjarínum og seldi tólini til Føroya Bjór í Klaksvík.

Sum smádrongur í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum kom eg heilt nógv í Smæruna. Eitt var, at pápi mín arbeiddi har, men har var so nógv spennandi virksemi. Í slaktarínum arbeiddu Johan Steffansson, sum var leiðari, Nick Hansen og Martin Justesen. Dánjal Húsgarð og Jens Petur Hansen lærdu til slaktara.

Tá í tíðini bíløgdu nógv fólk vøru úr Smæruni, sum í kassum vóru koyrdar til dyrnar hjá fólki. Poul í Skorini koyrdi vørubilin, og mangan koyrdi eg vøru út saman við Poul, sum var fyrikomandi maður. Smæran var mest sum í tveimum. Vanligi kolonialhandilin við stórari skivu og nógvum skuffum við vørum allastaðni. Havi mangan hugsað, um starvsfólkini tá í tíðini høvdu havt fetmátara um beinini, tí langt var at ganga bara eftir einari vøru runt stóra skivuna.

Menninir longst burtur eru frá vinstru Mourits Rubeksen og Helge Michlelsen.
Menninir longst burtur eru frá vinstru Mourits Rubeksen og Helge Michelsen.

Skuldi tú keypa kjøt ella viðskera, skuldi tú upp gjøgnum einar trappur, har henda deildin var í tveimum. Øðrumegin keypti tú kjøt, fars og annað, hinumegin viðskera og ymisk salatir, sum eg síggi fyri mær. Eisini her var langt at ganga, tí tú skuldi niður gjøgnum tvær trappur, tá tú skuldi niður í slaktaríið.

Pápi mín var arbeiðssamur “altmuligmand”. Hann var vanligur krambakallur, men so fletti hann eisini seyð og neyt. Teir flettu seyðin og skutu neytini í kjallaranum, har Hans Jacob og tey búðu oman ímóti Kilarkanalini. Tað var dagur í viku, tá pápi okkara boðaði frá, at nú skuldi stórur tarvur skjótast, og vit ungu vóru skjót heim í Smæruna.

Í 1967 doyr Hans Jacob, og pápi gjørdist stjóri í Smæruni. Mourits Rubeksen, sum var giftur Gudny, dóttur Hans Jacob, arbeiddi eisini í Smæruni. Mourits læt seinni upp møblahandil í Smæruni, sum var í ovastu hædd í bygninginum, og framsýningarhølini og goymsla vóru í bygningi hinumegin vegin, har Sjónvarp Føroya seinni eisini kom at halda til.

kjkjkj
Helge Michelsen kom í Smæruna sum tjúgu ára gamal og arbeiddi har í 48 ár. Smádrongurin eitur Torbjørn og er sonur Otto Jacobsen, sum varð skotin av týskum soldáti í Næstved í 1945.

Pápi okkara hevði serlig evni at umgangast fólk. Dugdi serliga væl við fólki, og hann segði mær einaferð, at hann ongantíð hevði sent eina rokning til sakførara. Nógv fólk høvdu bók og guldu eina ferð um mánaðin. Men onkuntíð var keypt ov nógv, og fólk megnaðu ikki at gjalda til tíðina. Tá gjørdi hann avtalu við hesi fólkini, har hann bað tey gjalda einar hundrað krónur meira um mánaðin næstu mánaðirnar, til skuldin var goldin. Hesar avalur hildu mest sum allar, segði pápi okkara.

Stórur dagur var á Abbatrøð, tá Smyril kom úr Mykinesi við oksum. Síggi oksarnar standa bundnar á Molanum, og so at leiða oksarnar niðan í Smæruna. Seyður og oksar vóru næstan bara flettir eftir arbeiðstíð, tí hjálparmenn, sum høvdu annað arbeiði í býnum, komu í Smæruna at fletta. Um heystið kundi pápi okkara fletta til langt út á náttina, og so til arbeiðis morgunin eftir. Summir menn tummaðu, aðrir svævaðu, og uppaftur aðrir tóku burturúr og skivaðu. Minnist, at teir eina heystið flettu 2100 seyðir. Heilar gongur komu av bygd í Smæruna.

Hans Jacob Jacobsen lat Smøruna byggja
Hans Jacob Jacobsen læt upp handilin Smæran í  1932.

Stór broyting fór fram í Smæruni í 1960-árunum, tí nú skuldi Smæran gerast sjálvtøkuhandil, tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Viðskiftafólkini ivaðust nógv, tí tey hildu, at vørur vórðu stolnar, men leiðslan í Smæruni sá gongdina í Danmark, tí har gjørdust vanligu gomlu handlarnir farin tíð.

Hoyri eg orðið Smæran, hugsi eg mangan um pápa okkara. Hann hevði onga útbúgving av nøkrum slag, bara sjey ára fólkaskúla. Ikki var hann nakrantíð á nøkrum skeiði í eitt nú roknskapi ella leiðslu, men hann dugdi við fólki, og starvsfólkini vóru góð við Helge í Smæruni og hann við tey.

Á kontórinum minnist eg sótu tvey fólk. Laura Højgaard og pápi mín. Síggi hann føra kassabók við sigarett í munninum. Laura gekk við rokningum og hjálpti til á kontórinum. Laura býr nú á Lágargarði og er farin um tey hundrað árini. Haldi, hon er 103 ár.

Útbyggingin av Smæruni gekk væl, og nýggi sjálvtøkuhandilin fekk góðan byr. Men parkeringsumstøðurnar við Smæruna vóru ikki góðar, og tá SMS sá dagsins ljós, tapti Smæran kappingina um kundarnar. Pápi mín gavst í Smæruni í 1981 sum 68 ára gamal. Hansara lív var familjan, Smæran og fólkini á Abbatrøð.

Tá pápi mín gavst í Smæruni í 1981, kom eg ikki nógv har uttan at vitja Oscar í Smæruni. Men so kom eg nøkur ár seinni at arbeiða í Sjónvarpi Føroya, har eg framleiddi ítróttasendingar saman við Árna Gregersen og Leivi Hansen. Tey í Sjónvarpinum varðveittu nakað av tí gamla í Smæruni. Millum annað flísarnar á vegginum í køkinum, har Smæran seldi viðskera og kjøt. Í “pylsumakarínum” í niðastu hædd helt húsavørðurin Øssur Hjalt til. Eg plagdi at skemta við, at har sum sjónvarpsfólkini vórðu smurd, áðrenn tey skuldu á skermin, hevði Smæran stóran hjall, har hundraðtals krov hingu til turkingar.

Fýra slaktarar og pylsumakarar í Smæruni, sum allir eru farnir. Fremst Jens Petur, Hansen, síðani Johan Stephansson, Nick Hansen og Helge Michelsen.
Fýra slaktarar og pylsumakarar í Smæruni, sum allir eru farnir. Fremst Jens Petur, Hansen, síðani Johan Stephansson, Nick Hansen og Helge Michelsen.

Tíðirnar broytast. Sjónvarp Føroya er flutt niðan í Sortudíki, og Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Smæran helt til. Sum eg skilji á lagnum, ætla eisini tey at varðveita nakað av tí gamla frá Smæruni.

Eg kann at enda nevna, at Hans Jacob Jacobsen stovnaði Bacalao saman við Esmar Fuglø og Poul Hansen. Smæran keypti nógv kjøt úr Íslandi, og mangan var eg við Poul í Skorini í frystarínum á Bacalao bæði við og eftir íslendskum seyðakroppum. Seinni bygdi Smæran stórt frystarí uppí Smæruna, sum seinni gjørdist partur av upptøkuhølunum hjá Sjónvarpi Føroya. (Vagnur Michelsen)

Nýggi BankNordik bygningurin riggar serliga væl í skýming

$
0
0
BankNordikbygningurin avmynaður í skýming. (Mynd Vagnur)
BankNordik bygningurin avmyndaður í skýming. (Mynd Vagnur)

Haldi vit kunnu siga, at BankNordik gjørdi kvetti at selja tveir bygningar til Tórshavnar kommunu fyri 90 milliónir krónur fyri síðani at byggja nýggjan bygning. Onkur hevur havt á orði, at Heðin Mortensen og harvið Tórshavnar kommuna skuldu havt sæti í bygninginum, tí so sóu tey alla Havnina í einum. Ikki havi eg verið inni í bygninginum, men eg hoyrdi stjóran siga í útvaprinum, at torført var at hanga upp nógvu málningarnar, tí har var so nógv glas. Tú kanst ikki negla seym í glas. BankNordik eigur um átta hundrað virðismiklar málningar málað av føroyskum málarum. Í skýmingini fríggjadagin tók eg myndina omanfyri, sum eg haldi riggar bara heilt væl. Í løtuni venji eg meg at brúka mítt nýggja myndatól, men hetta gongur ikki nóg væl, tí eg havi “manualfobi”. Tími ikki at seta meg inn í alt tað, sum slíkt myndatól kann. Eg havi fingið hjálp frá kønum, og nú gongur eitt sindur betur. (Vagnur)

30 ár síðani tiltakið “Færøerne i Focus”í Keypmannahavn

$
0
0

Fokus 10Í apríl mánað í 1986 var stórt ítróttalið úr Føroyum við ÍSF-formanninum á odda í Keypmannahavn í sambandi við tilttakið “Færøerne i Focus”. Við í ferðini vóru føroyska mansliðið í hondbólti, kvinnu- og mansliðið í flogbólti, fimleikalandsliðið og nakrar róðrarmanningar og bátar teirra.

Fimleikalandsliðið hevið framsýning í Forum, har Føroyaframsýning var, og róðurin var eftir fyriskipan av Københavns Roklub í sjálvari Kanalini. Í hondbólti- og flogbólti varð spælt ímóti lokalum liðum, og sum heild stóðu føroysku liðini seg væl.

Eini 90 føroysk ítróttafólk vóru við í hesum stóra tiltaki, ið hevði til endamáls at kunna danir um Føroyar. (Vagnur)Fokus 1

Minnisvarðin – Frithjof Joensen gjørdi minnisvarðan við Gjógv, sum varð avdúkaður 1. august 1971

$
0
0
Minnisvarðin sigur alt. Á talvunum eru nøvnini á øllum teimum, sum eru farin á sjónum. (Mynd Vagnur)

Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og  20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum. Undir seinna heimsbardaga búðu umleið 290 fólk við Gjógv, og skúlabørnini vóru hálvthundrað. Nú búgva hálvhundrað fólk við Gjógv, og skúlabørn eru eingi.

Í 2010 vóru vit við Gjógv, sum er ótrúliga vøkur bygd. Meðan vit vóru har, komu tríggir stórir bussar við ferðafólki. Gjógv man vera millum tær bygdir, tey flestu ferðafólk plaga at vitja. Ei undur í, at so er, tí fyri vestan – og sostatt á leiðini higar – standa hægstu fjøll landsins. Her er eisini nógv tann størsta og sjáldsamasta gjógvin í landinum, og her ber til hjá ferðafólki at njóta ta stórbæru, føroysku náttúruna í øllum sínum veldi og vakurleika.  Vit vóru eisini í kirkju, og har upplivdu vit, at orgulspælið kom frá fløguspælara. Eingin urguspælari, men urguspælið var spælt á fløgu, sum var spælt til sálmarnar. Hetta riggaði bara væl.

Gjógv er vøkur bygd. Nú búgva næsta bara eldri fólk í bygdini. (Mynd Vagnur)

Hildið verður, at Gjógv er niðursetubygd úr Funningi. Tann elsta búsetingin, fólk vita um, hevur verið Eysturi við Garðar á leið har, kirkja og kirjugarður eru, og oman fyri har. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í 1584; men hon er ivaleyst nógv eldri enn so.

Gjógv hevur verið av bestu útróðrarplássum í landinum. Her var nógvur útróður í gomlum døgum, og tríggir handlar keyptu tá útróðrarfiskin, sum teir flaktu, saltaðu, turkaðu og seldu sum klippfisk av bygdini. Her hava eisini verið menn, ið bæði hava átt skip og partar í skipi, og onkuntíð hava verið umleið 70 skipsmenn í bygdini. Undir seinna heimsbardaga róðu einir 13 bátar út frá Gjógv um summarið, og var allur hesin fiskur førdur til Fuglafjarðar og haðani á bretska feskfiskamarknaðin at selja.

Kirkjan er frá 1929. (Mynd Vagnur)

Bygdin hevur fleiri ferðir verið fyri svárum missi á sjónum. Í tí hálvu øldini (1870-1920) hava ikki færri enn 33 bygdarmenn látið lív av báts- og skipsvanlukkum, og síðani tá eru eisini aðrir farnir av somu ávum. Teimum til heiðurs hevur bygdarfólkið reist ein prýðiligan minnisvarða, sum stendur Eystur í Kinnini. Tað er listamaðurin Frithjof Joensen, ið gjørdi henda minnisvarða, ið var avdúkaður 1. august 1971.

Kirkjan er ótrúliga vøkur innan. (Mynd Vagnur)

Til bygdina liggja 15 merkur óðalsjørð, ið ber bæði nógvan og góðan seyð, og merkisverdur er tann nógvi bøurin, ið forfedrarnir hava velt báðumegin Stórá til epli og føði til fenaðin.

Skúlin er bygdur í 1883, og kirkjan er vígd í 1929, og var tað fyrstu ferð, at øll kirkjuvígsla er farin fram á móðurmálinum. Altartalvuna hevur Niels Kruse, listamaður, á Eiði, málað. Myndaevnið, ið tikið er úr Halgubók, sýnir ein føroyskan bát, sum rør innan úr Djúpunum til lands, og har ein av bátsmanningini fer íkóti Jesusi, ið kemur gangandi á sjónum til teirra. Gjáar samkomuhús er karmur um mentanarvirksemið í bygdini. Ungmannafelagið Norðstjørnan hevur eisini sítt virksemi í hesum nútímans húsum, sum ferðafólk eisini dúgliga plaga at leiga.

Tað er serliga gjógvin, sum dregur ferðafólk til bygdina. (Mynd Vagnur)

Frá 1. januar 1948 til 31. december 2004 var Gjógv kommuna, men 1. januar 2005 bleiv bygdin partur av Sunda kommunu. Undir seinna heimsbardaga vóru einusinni 283 fólk og 53 skúlabørn í bygdini, men eftir kríggið fluttu fleiri húski heiman, unga fólkið fór at læra og búsetti seg aðrastaðni, so nú búgva bara umleið 50 fólk við Gjógv, og er meginparturin av teimum gomul fólk. Í bygdini eru stívliga 50 hús. Av teimum stendur nú helvtin tóm. (Vagnur) Keldutilfar: Heimasíðan Gjógv. Myndir Vagnur

Gjógv er frálíkt útróðrarpláss, men torført er at herberga bátunum, sum mugu niðan á bakkan um veturin. (Mynd Vagnur)

 

Minnisvarðin – 2749 stóra bretska farmaskipið Principia fór á land á Stóraboða í Søltuvík í 1895

$
0
0
Minnisvarðin varð avdúkaður í august 2010. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)

 

Á minnisvarðanum, sum stendur í Søltuvík í Sandoynni, standa hesi orðini: Prinsipia fór úr Dundee í Skotlandi 16. novembur í 1895 til Amerika. Í illveðri 19. novembur kom eldur í skipið og setti kós mótí Skotlandi, men endaði í Føroyum, har tað fór á land á Stóraboða í Søltuvík 21. novembur. Bert einum manni var lív lagað. Hann rak á lastalúku í fjúrtan tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø. Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø. Tú kanst lesa allar søguna um hendingina niðanfyri.

Frásøgnin var at lesa í Føringatíðindum nr. 23 frá 5. desembur 1895. Maðurin, sum bjargaðist var týskarin Heinrich Anders úr Rostock. Hann vitjaði í Føroyum í 1936, har ørindini hansara var at takka teimum, sum bjargaðu honum í Kirkjubø.

28 menn vóru við stóra farmaskipinum, og bara ein bjargaðist. Í 2001 funnu froskmenn akkerinum av Principiu, sum nú liggja við síðuna av minnisvarðanum í Søltuvík. Niðanfyri kanst tú lesa drúgva søguna um Principiu. Greinin stóð í føringatíðindi í desembur mánað í 1895.(Vagnur) 

Froskmenn funnu akkerini í 2001. Finn Bjørn Guttesen tók myndina í Søltuvík.

Guvuskipið „Principia“.
16.nov. fór Lundunarskipið „Principia“, 3000 tons til stöddar úr Dundee í Skotlandi við farmi til New York í Amerika. 18. um morgunin vóru teir komnir vestur um norðendan á Skotlandi. Tá var stormur av útsynningi suðri og tungur sjógvur, so at teir fingu stríð við at bjarga og binda dekkslastini. 19. kl. 2 ½ f.m. sást roykur frammi á skipinum og um eitt bil brast forlúkan í loft og login stóð upp úr lastini. Tá vóru 8 av monnunum stæddir framman fyri eldin. 6 av teimum lupu á sjógv hopandi at sleppa upp á afturskipið, men ikki meir enn tveir lukkaðist.

Eldur kom við tað sama í tveir av bátunum og hinir tveir misforist, tá ið tað varð roynt at seta teir út, og ein maður umkomst í sama viðfangi. Teir, sum eftir livdu, lögdu sær nær at steðga eldinum. Í lýsingini fingu teir aftur eld undir maskinina, har sum útkalt hevði verið, og royndu at halda kós móti næsta landi (Skotlandi).

Síðan var stríð við at smíða ein flaka at bjarga seg á, um teir skuldu verða noyddur at skiljast frá skipinum. Alla tíðina máttu teir stríðast við eldin og fingu hvörki svövn ella nytuligan mat. Veðurlagið stóð við og í hesum skili vóru teir útlúgvaðir 21. stutt eftir midnátt, tá ið ein ringari vanlukka hendi.

Tað var ikki so lagað, at „Principia“ skuldi koma aftur til Skotlands. Kompassin var avlagi rangvísandi, so at meðan skiparin stóð og helt seg hava varhugan av lands leið, væntandi hvörja lötu at síggja ein av vitunum, sum eru so tættur á Skotlandi, rendi skipið á ein boða út fyri Söltuvík á Sandoynni.

Tá ið skútan stoytti aðru ferð, fór hon av um miðjuna, so at framparturin nivdi niður í bráðdýpið, sum visti seg at vera innanfyri skerið ella rivið. Á afturendanum var manskapið samlað, hvör við sínum svimjingabelti. Rakettir vóru uppsendar – sjálvsagt til onga nyttu -, og roynt varð at sleppa sær frá skipinum við redningsflakanum, men boðabrotið var so hervuligt, at hetta varð til onga nyttu. Ein av skipsmonnunum, sum hevur borið boð í by, kom í næsta broti fastur í togini uppi í mastrini, men slapp leysur aftur og hevði tá mist svymjingabeltið og sýdvestin.

Síðan komu fleiri hervulig brot, sum hövdu hann burtur frá skipinum. Hann rakti tá við ein hvítmalaðan flaka, sum var góður at finna aftur á hvörja ferð hann slógst burtur av honum. Annars var náttin av tí myrkasta, so at lítið sást ; hann hevði tó, áðrenn hann kom burtur frá skipinum, sætt ein mann, sum helt seg fast í mastratoppin, og helt seg hóma lágt land innanfyri brimið. Neyðaróp hoyrdist úr ymsum ættum.

Um eina lötu kom til hendan áður nevnda flakan ein ferðamaður, sum var farin við „Principia“ til at vitja bróður sín í Amerika. Hesir báðir hildist so saman í o. u. tveir tímar, men tá varð ferðamaðurin so linur, at hann skiltist frá flakanum. Sögusmaður okkara hevði alla hesa tíðina gott skil. Í fyrstuni sat hann gleivandi tvört um flakan og krepti föturnar upp undir hann; men tá varð hann so beindovin, at hann mátti nýta armarnar aleina, tá ið hann slógst av og vildi svymja aftur til flakan. Síðan setti hann seg við báðum fotum annan vegin og nú fekk blóðið frítt lop og liðirnir mýktist aftur, so at hann varð fimur til at sleppa sær upp hvörja ferð hann skolaðist av.
Ættin var landsunningur sunnan, og lá tí lotið út norður úr Söltuvík, so at alt vrak sum boðabrotið ikki hevði inn á urðina norðanfyri „pollin“, mátti reka norð við oynni. Streymurin rann tá eisini norðeftir. Soleiðis bar tað til, at hesin fyrr umtalaði flakin kundi reka norð um Tröllhövda; har mundi tað vera, at hann mól fleiri ferðir runt, áðrenn hann kom út í harða vestfallið

Eina ferð um náttina var hann fastur við 3 „trawlara boyur“, men loysnaði brátt frá aftur. Síðani sýnist flakin at vera dottin við fallandi vestfalli inn á Kolturssund. Hegartil hevði maðurin haft fult skil og tó hann einar tvær reisur begynti at rópa neyðaróp, helt hann uppat aftur, tí tað kom honum fyri, at hann harvið oyddi sína makt til ónyttu.

Í lýsingini sá hann land úttan um seg og tað kom honum fyri, at hann rak burtur frá tí landinum, sum hann fyrst var næst við. Síðan tók hann til at avmaktast og ymiskt gyklaði seg fyri honum. Hann örminnist at hava sæð roykin av einum guvuskipi, eisini at hann sá ein bát sigla við 4 monnum og síðan fleiri aðrar bátar. Hetta ber ikki til, tí veðrið var so vánaligt, at eingin bátur var á sjónum um tær leiðir.

Meiri skil sýnist at vera í tí, at hann rak fram við einari bygd og taldi 8 ella 10 hús. Eftir sannari frásögn er ikki at ívast í, at Velbastamenn sóu hendan flakan á fjörðinum, tó at tað ikki kom teimum til hugs, at maður var á honum. Hálva ökt eftir middag var hann sæddur út fyri „gomlurætt“ norðanfyri Kirkjubö og var bjargaður av báti. Flakin var tá inni í brotinum og tó at maðurin einki skil hevði í aðrar mátar – sum væntiligt kundi vera, av tí hann hevði verið o. u. 13 tímar á sjónum, útlúgvaður og ovvekraður framman undan -, so bjóðaði hann tó til at halda frá landi við fótinum og var sum ein kópur uppi á flakanum aftur eina ferð hann hálvdist.

 


EM-kappingin í hondbólti í Pólandi er beinleiðis órættvís

$
0
0
Venjarin Gudmundur Gudmundsson fær av grovfiluni í donsku í fjølmiðlunum.
Venjarin Gudmundur Gudmundsson fær av grovfiluni í donsku fjølmiðlunum.

Havi um dagarnar sæð nógvar hondbóltsdystir úr Pólandi. Høgir, tungir og sterkir menn, sum flestir eru fleiri enn 190 sentimetrar høgir og viga næsta hundrað og meira enn hundrað kilo. Áhugavert eisini at fylgja dømingini, sum er ymisk frá dysti til dyst. Nógv brotskøst, og skumpar tú spælara í ferð, mást tú út á beinkin at sita í tveir minuttir. EM-kappingin er órættvís eingin ivi um tað, tí hvat líkist tað, at tildømis týska liðið kemur á vøllin eftir at hava hvílt í tríggjar dagar, meðan danir fyrst spæla ímóti Svøríki fyri síðani tjúgu tímar seinni at spæla ímóti Týsklandi. Hetta líkist ongum og má broytast til næstu EM-kapping. Dystur millum Týskland og Danmark var avgjørdur á beinkinum.

Eg sá frá byrjan, at týskarar vóru meira uppsettir enn danir. Danir vardu heilt væl ímóti Spania, men nú valdi danski venjaran at lata vengurnar verja heilt frammi á vølli. Hetta var skeivt, tí nú gjørdist miðverjan ørkymlað og fann ongantíð stevið í dystinum. Serliga misti Henrik Toft fótafestið í verjuni, her skuldi Jesper Nøddesbo heldur byrjað dystin. Nøddesbo skuldi eisini byrjað dystin á linjuni, tí hann flytir seg nógv betur á linjuni enn Toft.

Segði við meg sjálvan frá byrjan, at danir fingu stórar trupulleikar ímóti uppsettum taktiskum týskum liði, og so var. Nógvir danir sýntist troyttir. Í seinna hálvleiki, tá danir førdi við tveimum málum og við tógvið stríð høvdu vunnið sær leiðsluna, gjørdi danski venjari eitt mistak. Hann tók Nøddesbo út, og setti Toft aftur á linjuna. Toft fekk skjótt tveir minuttir, og miðverjan gjørdist ógvuliga sárbar.

Teir smáu markinalarnir gera mangan av slíkar dystir, og hetta hendi bæði í dystinum, danir spældu ímóti svium og týskarum. Mikkel Hansen stóð ov stillur, og danska liðið spældi slett ikki liðspæl, har bara spælarar hvør sær royndu seg. Grundspælið vantaði. Danir eru meira enn vónbrotnir eftir ikki at náa hálvfinalurnar, sum var málið. Ikki er samsvar millum tað, sum danski venjarin Gudmundur Gudmundsson sigur, og hvat danskir spælar og danskir fjølmiðlar siga. Gudmundur sigur, at hann sjálvandi er keddur, men er væl nøgdur við dansku verjuna, og at liðið hevur spælt væl í nógvum løtum.

Men stutta av tí langa er, at bæði spælarar og dansku fjølmiðlarnir siga, at EM-kappingin í Póllandi er ein “fiasko” fyri danir. Eg haldi, at veikleikin hjá danska liðnum er, at liðið ikki hevur ein verðinsspælara á høgra bakki. Mads Christiansen spælir væl, men hann hevur í nógvar mánaðir verið skaddur. Tað sást tíðuliga ímóti týskarum, at Mads var útbrendur og orkaði ikki at spæla 100%, sum skal til í slíkum dystum.

Eingin ivi um, at týski venjarin, sum eisini er íslendingur,  vann taktiska spælið á danska venjaranum mikukvøldið. (Vagnur)

Ófatiligt, at ein søgulig perla í Havn var burturbeind í 1975

$
0
0
Skammiligt
Skammiligt, at henda søguliga perlan mátti burtur. Og alt grótarbeiðið, sum máttu lúta fyri stórum gravmaskinum.

Tá eg herfyri sá eldri áhugaverda mynd av søguligu húsunum í grannalagnum hjá okkum við Landavegin, gjørdist eg ikki sørt harmur. Talan er um eini gomul hús, sum vóru tikin niður úti á Reyni og í 1835/36 bygd uppaftur úti á Trøðni við Landavegin. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og fólkum í býnum, vildi Tórshavnar kommuna ikki lurta. Ein ússalig avgerð tikin av snævurskygdum persónum. Søgan um perluna á Trøðni er henda:

kjkjkj
Frá vinstru síggja vit hús/fjós á trøðni hjá Olufi Hansen, síðani hálvlidnu húsini úti í Grið, húsini hjá Hans Johannes Clementsen ovast í Kinabrekkuni, og síðani húsini, sum Dollin læt byggja. Hvítu húsini við høgari reising eru tey hjá Jógvani og Florenzu Mittún, síðani húsini, sum Oddmar Skarðhamar læt byggja. Vit síggja so perluna á Trøðni og uttan høgrumegin húsini hjá Hannis í Mattalág.

Byrjanin í 1834 var ein sólsskinsøga framd av arbeiðssomum og framskygdum manni, men endaði sum syrgilig søga, har snævirskygdir býarpolitikarar hóast mótmæli frá grannum og øðrum ikki vildu lurta. Søguligu gomlu húsini máttu víkja fyri nýggja Spesialskúlanum, sum hann tá æt. Grundgevingin var, at gomlu húsini komu ov nær nýggja Spesialskúlanum. Eg vildi sagt tað júst øvutta. Spesialskúlin kom ov nær gomlu húsunum. Høvdu fólk tá havt hugflog, var bæði pláss fyri Spesialskúlanum og gomlu perluni, sum kundi staðið har sum eitt prýði og minni um farna tíð.

Familjan á Trøðni. Foreldini Petur Jacob Mittún,
Familjan á Trøðni. Foreldini Petur Jacob og Helena Mittún. Børnini eita Jógvan, Christian og Marin Sofía.

Frederik Ferdinand Tillisch, sum var amtmaður og kommandantur í Føroyum í árunum 1830-1837, var sera dugandi og drívandi maður. Tillisch sá beinanvegin, at skuldi veruligur framburður koma í føroyska samfelagið, kundu bøndurnir ikki einsamallir sita við allari jørðini heilt oman til sjóvarmálan og harvið hava alt valdið í Føroyum. Farast mátti undir traðahald, so vanliga fólkið slapp fram at parti av jørðini.

Tað var í Tillischa embætistíð, at menn settust niður í Skopun og Funningsbotni, á Hvítanesi og Slættanesi. Í Havn rukku Flatnahagi og Húsahagi heilt oman til sjóvarmálan, og havnarfólk vóru tá fátøk fólk, men við hjálp frá Tillisch kom spakuliga vend í, tí nú vóru traðir innlagdar, so havnarfólk kundu velta síni epli, hava seyð og kúgv. Hetta saman við útróðrinum var við til, at Havnin spakuliga fór at mennast og fólkatalið vaksa.

Traðirnar í Havn í 1863. Vit síggja Stóragarð í reyðum. Trøðin nr. 37 er Trøðin á Trøðni, sum seinni bleiv til tríggjar traðir. Haraldur Eirikstoft fekk part av trøðni í 1895 langabbi mín Havnar Jógvan fekk part av Trøðni í 1903, sum sonurin Christian yvirtók í 1923.
Traðirnar í Havn í 1863. Vit síggja Stóragarð í reyðum. Trøðin nr. 37 er trøðin á Trøðni, sum seinni bleiv til tríggjar traðir. Haraldur Eirikstoft fekk part av trøðni í 1895 og langabbi mín Havnar Jógvan fekk part av Trøðni í 1903, sum sonurin Christian yvirtók í 1923.

Í 1834 letur Tillisch eina trøð til Zacharias Anthoniussen, sum var úr Havn, og Maluna, sum var úr Hesti. Zacharias og Malan, sum áttu hús nær Mettustovu á Reyni, byrjaðu beinanvegin at velta á Trøðni. Og í 1835/36 avgera tey at taka niður húsini á Reyni og flyta tey út á Trøðna, sum staðið var rópt. Talan var um fyrsta húsið, sum var bygt uttan fyri Vágsbotn og langt úti á bølandinum, sum tikið verður til. Sagt var, at nógv av tilfarinum í húsinum var frá kirkju á Reyni.

Greinastubbin stóð í Sosialinum 15. mars 1975. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og øðrum tók Tórshavnar kommuna skammiligu avgerðina at slætta søguligu perluna við jørðina.
Greinastubbin stóð í Sosialinum 15. mars 1975. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og øðrum í býnum tók Tórshavnar kommuna skammiligu avgerðina at slætta søguligu perluna við jørðina.

Í eini samrøðu við Marin Sofíu Dam, sum var systir Cristian á Trøðni, sigur Fía, sum hon var rópt, at Zacharias og Malan vóru barnleys, men taka Onnu Elisabeth til fosturs eftir at foreldrini eru deyð av landfarssótt. Tá Zacharias og Malan eru farin, yvirtekur fosturdóttirin Anna Elisabeth, rópt Bette á Trøðni, ognina í 1862. Bette giftist Rubek Christian Joensen úr Miðvági, sum frá 1873 sambært tinglesingini kemur at standa fyri trøðni og húsunum.

kjkjk
Elsta myndin av húsunum á Trøðni. Nògv av tilfarinum var fleiri hundað ára gamalt.

Hesin Rubek arbeiddi sum húskallur á Hospitalinum og var áhugaður í urtagørðum, og hetta sást eisini á Trøðni, har vakur urtagarður var vestan fyri húsini. Rubek og Bette fingu tvey børn. Sonurin æt Jógvan og var timburmaður, men hann datt niður og breyt ryggin, tá hann arbeiddi upp á gamla Kommunuskúlan. Tvey ár seinni doyði Jógvan av løstunum. Dóttirin Johanna Helena Joensen giftist Petur Jacob Mittún, sum var av Selatrað men vaks upp hjá eini systur í Svínáum.

Petur Jacob var bátasmiður og arbeiddi millum annað saman við Eliasi í Rættará. Petur Jacob og Johanna Helena áttu trý børn: Marin Sofíu, rópt Fía, Joen, róptur Jógvan, og Christian Ernst Mittún. Sambært tinglýsingini kemur Helena at standa fyri trøðni og húsunum á Trøðni frá 18. desember 1923. Helena, sum eg minnist væl, var fødd 4. oktober 1871 og doyði 92 ára gomul 1. september 1964. Petur Jacob var føddur 19. november 1874 og doyði 65 ára gamal 13. oktober í 1940.

Jógvan og Florenza Mittún. (Myndeigari Irvin Mittún)
Jógvan og Florenza Mittún.

Børnini hjá Petur Jacob og Helenu Mittún vóru sum sagt trý. Jógvan, Fía og Christian. Jógvan, sum var giftur við Florensu úr Hvalvík, bygdi sær hús nakað vestanfyri hjá foreldunum, og húsini síggjast á eini av myndunum. Tey bæði fingu trý børn: Egon, Irvin og Daphne. Fía var gift Hákun Dam, og tey áttu børnini Vagnur, Finnbjørn og Hildigunn. Christian Mittún var ógiftur.

Sorgarsøga, at húsini á Trøðni vóru tikin niður

Eg eri føddur í 1949, og sum smádrongur minnist eg Helenu, ommuna, sum vit róptu hesa barnavinaligu konu. Kristian á Trøðni og mamman búðu í húsunum, sum vóru nakað heilt serligt og øðrvísi enn onnur hús í grannalagnum. Fórt tú yvirum ánna við Vesturkirkjuna, komst tú fyrst til eitt portur, sum var fest í ein hjall. Frá portrinum gekk ein gøta gjøgnum tríggjar traðir oman í  Hornabø. Fyrst trøðin á Trøðni, síðani trøðin hjá abba mínum Christiani Christiansen og longri niðri trøðin hjá Haraldi Eirikstoft.

Frá vinstru Sofía og Vagnur Dam og Helena Mittún.
Frá vinstru Sofía og Vagnur Dam og Helena Mittún.

Húsini á Trøðni vóru so serlig fyri okkum ungu, tí húsini høvdu flagtak, steinsett tún um húsini, har var hjallur, hoyggjhús, køstur og fjós. Tey høvdu kúgv, seyð, hønur og uttan iva eisini flogfenað. Fyrst í 1970-árunum gingu tíðindi, at hesi søguligu húsini skuldu takast niður, tí ein spesialskúli skuldi byggjast á Trøðni. Grannar og onnur vóru í øðini, tí tey í Tórshavnar kommunu kundu ikki vera so snævurskygd  og lítið mentað at taka hesa perlu niður, tí hesi hús komu at standa ov nær nýggja skúlanum. Ein ússalig grundgeving, má eg siga.

Hildigunn, Sofía og Hákun Dam.
Sofia og Hákun Dam. Smágentan eitur Katrin Ottarsdóttir.

Mótmælisskriv við undirskriftum var sent kommununi, men tað var sum at sletta vatn á gás. Havi eisini fingið upplýst, at Fornminnissavnið royndi at fáa Tórshavnar kommuna at varðveita húsini, men uttan úrslit. Áðrenn húsini á Trøðni vóru niðurtikin, vóru tey máld upp av fólkum frá Fornminnissavninum. Í míni verð hevur hetta ongan týdning, tí hvat kunnu nakrar uppmátingar og tekningar brúkast til, tá gamla perlan á Trøðni er burtur?

Cristian Mittún og guddótturin Katrin Ottarsdóttir.
Cristian Mittún og Katrin Ottarsdóttir. Á stóra steininum, har Vestursum nú stendur, spældu vit mangan. Reyðu húsini við grøna takinum eru husini hjá Hannisi í Mattalág.

Umtalaðu tríggjar traðir oman í Hornabø vóru allar tiknar til Venjingarskúla og Spesialskúla. Eigararnir fingu nakrar krónur fyri lendið, men hetta var smápeningur í mun til aðrar traðir í býnum, sum vóru seldar fyri stórar upphæddir til sethús og handilsbygningar.

Teir byggja Spesialskúlan. Hjallurin hjá teimum á Trøðni stendur eftir. Vinstrumegin húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen.
Teir byggja Spesialskúlan. Hjallurin hjá teimum á Trøðni stendur eftir. Vinstrumegin húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen. Ætlalnin var, at hesi hús eisini skuldu takast niður.

Gongur tú í dag har á leiðini, so er einki skil á, hvussu hesir skúlar eru bygdir. Venjingarskúlin er spreiddur um alt ov stórt øki, har fleiri hundrað fermetrar av grasvølli liggja óbrúktir millum ymsu lonirnar. Var vilji til staðar fyrst í 1970-árunum, so kundi Spesialskúli verður teknaður soleiðis, at tað slapst undan at taka niður gomlu húsini á Trøðni, sum var ein perla har á leiðini. Nóg mikið av plássi var bæði fyri gomlu húsunum og skúlanum.

Um hugflog var á fólki, so var bæði pláss fyri Spesialskúlan og aldargomlu perluni á Trøðni.
Um tey í Tórshavnar kommunu høvdu hugflog, so var bæði pláss fyri Spesialskúlanum og aldargomlu perluni á Trøðni.

Eg minnist serliga brøðurnar Cristian og Jógvan Mittún. Jógvan, sum sigldi við Tjaldrinum og eisini arbeiddi eitt skifti á Tórshavnar Skipasmiðju, bygdi sær hús vestan fyri húsini hjá foreldrunum. Kona Jógvan æt Florenza, børnini itu Egon, Irvin og Daphne. Fía bleiv gift Hákun Dam av Sandi, og tey áttu børnini Vagnur, Finnbjørn og Hildigunn. Christian á Trøðni var sum áður sagt ógiftur. Cristian arbeiddi í nógv ár á Tórshavnar Skipasmiðju.

Gøtan oman Hornabø byrjað við Landavegin og sæst á myndini. Hví í Harrans navni skuldi Spesialskúlan leggjast soleiðis, at húsini á Trøðni máttu burtur?
Gøtan oman Hornabø byrjaði við Landavegin og sæst á myndini. Hví í Harrans navni skuldi Spesialskúlan leggjast soleiðis, at húsini á Trøðni máttu burtur? (Mynd Vagnur)

Gomlu húsini á Trøðni eru bara eitt dømi um politikarar, sum ikki hugsa fram um nøsina og í nógvum førum taka skeivar avgerðir. Sjálvandi skuldu søguligu húsini á Trøðni verið varðveitt, og eg eri heilt vísur í, at kom slíkt mál undan kavi í 2016, so vóru húsini á Trøðni ikki burturbeind. Tá talan er um myndir, havi eg fingið nakrar myndir frá Irvini Mittún, Katrin Ottarsdóttir, og onkur er fingið aðrastaðni. Hetta takki eg fyri. (Vagnur Michelsen)

Brøðurnir Jógvan og Christian á Trøðni. (Myndeigari Irvin Mittún)
Brøðurnir Jógvan og Christian á Trøðni.
Landavegsvinir hugna sær, og Christin Mittún sæst til
Landavegsvinir hugna sær, og Christin Mittún er mitt í rokanum.
Ætlanin var at fleiri hús skuldu takast burtur, so frítt var út til ánna og Vesturkirkjuna.
Ætlanin var at fleiri hús skuldu takast burtur, so frítt var út til ánna og Vesturkirkjuna.

 

 

 

 

 

Nú rulla nógvu milliardirnar í Føroyum

$
0
0
Áhugavert at fylgja byggingini. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at fylgja byggingini í Marknagili. (Mynd Vagnur)

Tíðirnar mugu vera óvanliga góðar í Føroyum, tí bilasølan setir mett, og verkætlanir fyri milliardir krónur eru farnar ella fara av bakkastokki. Er tað veruliga laksurin og uppsjóvarvinnan, sum slóðar fyri hesum. Stór verkætlan í Marknagili fyri hálva milliard krónur, undirsjóvartunlar fyri milliardir og Tórshavnar havn útbyggjast fyri hundraðtals milliónir. Hugsi mangan, hvør skal gjalda. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan nú stendur at bresta, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar. Skúladepilin í Marknagili verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Við innbúgvi skal skúlin kosta 515 milliónir krónur. Eitt er stór verkætlan fyri hálva milliard, annað eru undirsjóvartunlar fyri milliardir og útbygging av Tórshavnar havn fyri hundraðtals milliónir. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar, stendur at bresta. (Vagnur)

Partur av stoltleikanum er farin úr føroyskum kappróðri

$
0
0
lklk
Áhugaverd mynd av Hvalbingi frá 1958. (Myndaeigari ?)

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hevur gjørt av, at 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum eisini í 2016 skulu rógva 1000 metrar á hvørjari FM-stevnu. Ikki havi eg ávirkan, hvør teinur verður rógvin, men eg havi altíð hildið, at føroyskur kappróður missir heilt nógv, at stóru bátastøddirnar ikki fáa møguleikan at rógva 1500 metrar og 2000 metrar, har tað er møguligt. Og grundgevingarnar eru alt ov grunnar frá RSF og nøkrum feløgum. .Róðrarsambandið og nøkur felølg eru lopin upp um, har garðurin er lagstur og kastað handklæðið í ringin. So einfalt er tað. Tá millum annað menninir umborð á Hvalbingi í 1958 rógva 2000 metrar, so mugu vit í 2016 eisini kunnu gera tað. Sjálvandi veit eg, at á summum plássum kann bara rógvast 1000 metrar, men hetta ger føroyska rógving enn meira áhugaverda. At rógvarar sleppa bæði at royna styttri og longri teinarnar.

Vil siga tað soleiðis, at tann fasti starturin ongantíð var fingin at rigga á summum plássum. Róðrarnir tóku ov langa tíð at avgreiða, men so lurtaðu RSF og feløg heldur ikki. Longu í 1990-árunum vísti eg  skriving á, at sama manning/toymi átti at staðið fyri øllum FM-róðrum kring landið við hjálp við frá fólkum á staðnum. Nakað tað sama ódnartøkróðrarnir.

Partur av stoltleikanum er farin úr føroyskum kappróðri bara at rógva 1000 metrar.Tær sjey FM-róðrarnir í 2016 eru hesir: Norðoyastevna 4. juni, sundalagsstevna í Hvalvík 11. juni, eystanstevna í Runavík 18. juni, jóansøka í Vági 2. juli, fjarðastevna í Vestmanna 9. juli, vestanstevna í Sørvági 16. juli og ólavsøka 28. juli. (Vagnur)

Tvey hundrað fólk koma í húsini á Tinghúsvegi 37 um vikuna

$
0
0
Ein fjørtuni fólk koma á fund sunnumorgun. (Mynd Vagnur)
Eini fjøruti fólk koma á fund sunnumorgun. (Mynd Vagnur)

Mest sum hvønn dag gangi eg fram við gomlum svørtum húsum á Tinghúsvegi 37. Gerandisdagar um dagin síggjast ikki fólk í húsinum ella í garðinum, men um kvøldarnar og leygar-og sunnumorgnar er nógv virksemi. Ikki tey stóru armsveiggini, har felagsskapirnir AA, Al-anon, NA og ACA halda til. AA sum stendur fyri Anonymar alkaholikarar er felagsskapur av monnum og kvinnum, ið býta royndir, styrkir og vón til tess at kunna loysa teirra felags trupulleikar, og harvið hjálpa øðrum at endurvinna heilsuna aftaná misnýtslu av alkoholi, stendur millum annað í faldara, eg ein dagin fekk frá persóni, sum var á veg á AA-fund.

Hesir felagsskapir hava sínar føstu fundir hvørja viku.
Hesir felagsskapir hava sínar føstu fundir hvørja viku.

Allar kanningar uttanlands siga, at av teimum, sum smakka sær á á ungum árum, gerast millum fimtan og tjúgu prosent bundin av rúsdrekka seinni á lívsleiðini. Hetta kemur sníkjandi, sum árini ganga. Flestu føroyingar megna og duga at umgangast rúsdrekka Teir drekka í veitslulag, drekka eitt glas av víni ella eina øl aftur við matinum og passa sjálvandi sítt arbeiði. Men so eru tað hini, sum ikki duga at fara um rúsdrekka og gerst bundin av rúsaða løginum.

Persónurin, eg hitti á Tinghúsvegnum segði mær, at AA-felagsskapurin hevur í eini tíggju ár hildið til í húsunum, og at eini tvey hundrað fólk koma í húsini um vikuna. Men øll koma ikki samstundis. Summi koma har fleiri ferðir um vikuna, onnur velja sær ávísa fundir, og onnur koma kanska bara einaferð um mánaðin. Nevnast kann, at tildømis sunnumorgun koma eini fjøruti fólk á fund.

Tað einasta, ið krevst fyri at gerast limur, er ynskið at gevast at drekka. Einki limagjald, eingin limalisti, og AA felagsskapurin klárar seg sjálvur fíggjarliga við egnum sjálvbodnum gávum.

AA hevur ikki tilknýti til nakra sekt, trúðarrætning, poliskan bólk ella stovn. AA tekur onga støðu í stríðsspurningum og vil hvørki berjast ímóti ella stuðla nakrari óviðkomandi sak. Einasta endamál er at vera edrú og at hjálpa øðrum at uppnáa edrúskap, stendur eisini í faldaranum.

John og Essumia Jacobsen áttu húsini, sum Tórshavnar kommuna nú eigur. (Mynd Vagnur)
John og Essu Mia Jacobsen áttu húsini, sum Tórshavnar kommuna nú eigur. (Mynd Vagnur)

hús 5

Tá eg spyrji viðkomandi, eg hitti, hvør leiðir fundirnar, so svarar hann í stuttum soleiðis: Eingin fastur leiðari leiðir fundirnar, men tað eru einstøku limirnir, sum leiða fundirnar. Í felagsskapinum eru bólkar, og tað eru fólk úr hesum bólkum, sum standa fyri fundunum, og útgangsstøði er úr teirra egnu støðu.

Hyggja vit í skránna, so eru vanligir AA fundir, men so er nakað, tey kalla ACA-fundir mikukvøld og leygarmorgun. Hetta eru fundir fyri tey avvarðandi, tí vit vita øll, at tá tildømis eitt ella bæði foreldrini ella okkurt av børnunum eru bundin av rúsdrekka, so lýðir øll familjan. NA fundir eru fundir, sum eru ætlaðir teimum, sum hava verið bundin av narkotika, og Al-anon fundir eru fundir fyri makan.

Umframt at koma til ymsu fundirnar á Tinghúsi 37, gerast limirnir eisini stuðlar ella rættari sagt vegleiðarar hjá persónum, sum ynskja at halda uppat at nýta rúsdrekka. Og har koma tey tólv stigini, sum AA-ararnir ganga eftir, inn í myndina. Hesir stuðlar/vegleiðarar gjøgnumganga tey tólv stigini við viðkomandi, sum kann taka eitt ár at fáa avgreitt.

Altíð havi eg havt heilt stóra virðing fyri persónum, sum viðganga, at teir hava rúsevnistrupulleika og vilja gera nakað við trupulleikan. Kenni heilt nógvar persónar, sum við hjálp hava fingið bilbukt við trupulleikanum, men so eru nógvar persónar í alt ov ungum aldri farnir orsaka av ov nógvum rúsdrekka. (Vagnur)

Tólv ymsir fundir eru í húsinum hvørja viku. Heilt nógv virksemi.
Tólv ymsir fundir eru í húsinum hvørja viku. Heilt nógv virksemi.

 

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live