Vagn Erik Michelsen, Jóhan Norðfoss og Herluf Jacobsen. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
Tá í útvarpinum hósdagin hoyrdist, at Jóhan Norðfoss var farin 97 ára gamal, kom eg at hugsa um áhugaverda mynd, sum er at síggja í Christian Holm Jacobsens myndasavni. Tríggir kendir menn við Velbastaðvegin, sum práta um arbeiði. Jóhan kendu vit væl frá svimjihylinum. Frá vinstru Vagn Erik Michelsen, Jóhan Norðfoss og Herluf Jacobsen. Hví er so Vagn Erik á myndini, jú, hann arbeiddi á Telegrafstøðini, og her skal telefon – og telegrafkaðal leggjast úr Havn til Velbastaðar og Kirkjubøar. Alt arbeiðið gjørt við spaka, eyrhakkara og trillibør, og vit síggja tveir kaðalar. Nú fór Jóhan, Herluf er eisini farin, og Vagn Erik, sum er 90 ára gamla, er dementur og býr á Tjarnargarði. Vegurin er einsporaður eyrvegur. Men nær komu so fyrstu vegirnir í Føroyum. Fann niðanfyri brot.
Um aldamótið kveiktist áhugin at gera vegir í Føroyum, og í 1922, tá ið fyrsti bilurin kom higar til lands, kom so rættilig gongd á vegagerðina. Vegurin millum Skopun og Sand var liðugur við árslok 1916. Í 1921 játtaðu ríkismyndugleikarnir 80% av útreiðslunum til hesar fimm vegagerðir, ið vóru 65 km til longdar: Úr Sørvági um Miðvág til Sandavágs, úr Havnini til Velbastaðar og Kirkjubøar, úr Søldarfirði um Gøturnar til Fuglafjarðar, úr Kollafirði til Kvívíkar, av Sandi til Skálavíkar og Húsavíkar. So kundi ein spurt, hvussu við vegunum í Suðuroy. (Vagnur)
Alt var ikki so væl skipað har á leiðini í 1960-árunum. Húsini hjá Frazer síggjast við Jekaragøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Myndin omanfyri er áhugaverd eisini fyri meg, tí myndin er tikin júst um tað mundið, tá eg fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Hoyri fyri mær ljóði frá grótsagini á Grótvirkinum, sum hevði heilt serligt ljóð. Síggi eisini fyri mær nógvu gravsteinarnar, sum stóðu uttanfyri. Henning Eysturoy, sum arbeiddi á stoypivirkinum, kendi eg heilt væl frá Neistanum, og eg minnist eisini, tá Frazier Eysturoy bygdi sær hús í Jekaragøtu, har hann hevði modellsnikkarí í fyrstu hædd. Frazer byrjaði í 1953 snikkaraverkstað í J.C. Svabosgøtu, og vit smádreingir vóru mangan inni hjá Frazari, har vit sluppu at síggja, hvussu hann meistarliga snikkaði til ymsu modellini. Frazer var eldri maður í okkara ungdómsverð, men hann doyði longu 53 ára gamal í 1977.
Alt har á leiðini Yvir við Strond var ikki so væl skipað. Barakkir frá krígnum, Serjantahúsini, bátar og verkstøð hvørt um annað. Økið niðanfyri vegin, har bátarnir standa, var steinsett fiskastykki, og har turkaði Carl á Lag fisk uttandura. Í 1933 var turkihúsið bygt á staðnum. Svørtu húsini norðanfyri stoypivirki meini eg teir í Geil bygdu, men tað kann onkur fáa okkum á pláss. Í 1950-árunum var heilt stór tilflyting til Havnar, og vit síggja raðhúsini “túnini” koma undan uppi á høvdini. Har gjørdist stórur býlingar við raðhúsum. (Vagnur)
Nógv skip lógu í nógv ár við teym á Vestaruvág. Áhugaverd eisini at síggja Skálatrøð og allar smábátarnar, sum tá vóru festir á grótið.
Lofrmyndin omanfyri, sum er tikin í 1974, er so mikið áhugaverd, at vit kundu skrivað lítla bók um myndina. Fara vit fyrst til Tórshavnar Skipasmiðju, so síggja vit bara gomlu bedingina. Nýggja nýtímans bedingin var tikin í nýtslu nøkur ár seinni. 17. mai 1979 var hátíðardagur í Sjarpholinum, tí tá var rækjuskipið Sólborg sum fyrsta skipið tikið upp til umvælingar á nýggju bedingini. Vit síggja eisini ein nýbygning. Hetta er ein av fýra bilferjum lætnar til Hetlands. Fyvla 1973, Geira 1973, Fylga 1975 og Thora 1975. Sama dag nýggju bedingsvognurin varð tikin í nýtslu, andaðist stjórin og undangongumaðurin Kjartan Mohr 79 ára gamal. Mangt annað er eisini áhugavert á myndini millum annað Skálatrøð.
Arbeiðið at leingja Molan út í núverandi longd var liðugt í 1975, og nakað av stóra grótinum av Skálatrøð var brúkt til brimgarðin sunnanfyri Molan. So var eisini vegur gjørdur úr Vágsbotni út á Skálatrøð. Havnin var upprunaliga brimpláss, og síggja vit eldri myndir, so liggja skipini fyri teym í fleiri røðum. Poul Mohr segði mær herfyri, at talan vóru um fýra ymsar ketur, sum lógu á botni um Vestaruvág. Tann uttasta var fest í Tinganes, og tann innast lá inn ímóti Skálatrøð, har mest smábátar lógu fyri teym. Tað var ikki nógmikið einast at binda størri skipini í ketu á botni, akkerið mátti eisini vera úti sunnanfyri ketuna sum eyka trygd, segði Poul.
Eisini áhugavert at síggja aftur stóra hjallin úti í Bakka, har Kaysten Andreasen í 1955 stovnaði “Tórshavnar Netbarkarí”. Sildagørn vóru barkaði og bøtt, eisini vóru gørn og annar reiðskapur goymdur í stóra hjallinum. Orðið at barka kenna vit frá at barka húðir og skinn. Sildagørnini vóru smurd við serligum innfluttum evni, sum líktist tjøru. Minnist sum ungur rama tjøruluktin koma úr hjallinum.
Vit síggja eisini gamla hospitalið frá 1829. Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja fyri nú nógvum árum síðani skuldu víðka um bedingina við nýggjum bedingsvogni, forðaði “Gamla Hospitalið” útbyggingini. Fornfrøðingar og onnur stríddust ímóti Skipasmiðjuni, sum átti økið, til tess at varðveita dýrgripin Gamla hospitalið fyrsta sjúkrahús í Føroyum. Semja var at enda um at flyta hospitalið longur niðan, men hetta var ein vánalig loysn. Heldur átti húsið at verið flutt út til hinar sjúkrahúsbygningarnar
Áhugavert at síggja Fiskasentralin, sum ikki er har longur. P/F Fiskasetralur var stovnað 29. august í 1942. Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar, har teir frystu fisk til útflutning. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu privata frystiboks á Fiskasentralinum. Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Í 1985 lat Fiskasentralurin aftur, og húsaognin seld Tórshavnar Skipasmiðju. Nýggjur verkstaðsbygningur var bygdur á staðnum, tá gomlu bygningarnir vóru tiknir niður.
Nógv annað er broytt, síðani loftmyndin var tikin í 1974, men hetta lata vit fara hesuferð. Allir bygninguarnir niðri við sjóvarmálan á myndini havi jú sína áhugaverdu søgu. (Vagnur)
Her er Havnin framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl inn í Vágsbotn.
Aftur ein áhugaverd loftmynd av Havnini tikin uttan iva fyrst í 1960-árunum. Serliga síggja vit, at Havnin er framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl beint inn í Vágsbotn. Triðja byggistigið av Molanum er ikki byrjað, so Molin fær fulla longd, og skipasmiðjumolin er ikki bygdur. Alt virksemið hjá Timburhandlinum og Baldslev er ikki enn flutt niðan á Háls og niðan í Hoyvík, og smáu pakkhúsini og bygningurin Hjá Kartna Winther og teimum eru eisini har. Einki vegasamband millum Vágsbotn og Skálatrøð, og Skipasmiðjan ikki fingið nýggja bedingsvognin.
Áhugavert at síggja, hvussu fá hús eru í Hoyvík. Eini 4000 fólk búgva nú fleiri í Hoyvík enn á myndini, og Grótbrotið, sum vit síggja við Oyggjarvegin, er niðurlagt og Brandstøð og annað virksemið hjá kommununi bygt á staðnum. Ja, so liggur Dannebrog við Molan, og nógv fólk taka ímóti. Rokni ikki við, at so nógv fólk í dag koma á Molan at taka ímóti drotningini. Fyri hálvthundrað árum síðani vóru føroyingar meira kongavinarligir, tó at vit framvegis hava stóra virðing fyri drotningini, sum megnar sítt arbeiði til lítar. Ja, so er tað Saltsølan, Bacalao, og Fiskasentralurin? Á myndini er nógv vinnuvirksemi á Vestarubryggju , sum nú er minkað niður í einki. Eingi skip liggja ikki longur fyri teym í Havn. Tíðirnar broytast í høvuðsstaðnum, má sigast. (Vagnur)
Víkingarnir: Petur Lava Hansen, Johan Ellendersen, Pól á verkinum og Karl Samuelsen.
Menninir á myndini arbeiddu á Tórshavnar elekricitetsverki úti á Rundingi á Vestaru bryggju. Teir eru frá vinstru Petur Lava Hansen, Jóhan Ellendersen, róptur skómagarin úr Hvalba, Poul á verkinum og Karl Samuelsen. Hvønn dag í árinum svumu teir á sjónum, og tað er í tí sambandinum, at myndin er tikin. Teir svumu frá sjóvarmálinum á Rundingi og yvir á kolabrúnna hjá Lützen og aftur. Kavi er henda dagin, myndin er tikin. Myndina havi eg fingið frá Elsu Horn, dóttir Pól á Verkinum.
Í bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at í 1920 byrjaði arbeiðið at laða húsið hjá Tórshavnar elektricietetverki úti á Rundingi, sum tað var rópt. Hetta var fyrsta elverk í Havn. Óli Arge, eldri, Martin Danielsen og Johannis Simonsen átóku sær arbeiðið. Í september mánað í 1921 varð elverki sett til. Elverkið hevði tveir dieselmotorar og ein stóran akkumolator. Diesel motorarnir vóru 100 hk og 150 hk, akkumolatorurin hevði battarí 270 sellur. Trý tey fyrstu húsini, sum fingu streym, vóru Avhaldshúsið, Losjan og Klubbin. Elverkið helt til á Rundingi í knappliga tríati ár. Í 1950 varð húsið tikið niður. Næsta elverkið í Havn var bygt upp í Gundadali.
Elverkið, sum mátti víkja fyri útbyggingini av Skipasmiðjuni og Fiskasentralinum, varð tikið niður í 1950. (Mynd Fornminnsissavnið)
Elsa Horn sigur mær, at tað vóru fleiri enn hesir fýra garparnir róptir víkingarnir, sum svumu á sjónum, men øll svumu ikki hvønn dag í árinum, sum teir fýra gjørdu. Millum annað svam Sanna hjá Karl á lag mangan á sjónum, sigur Elsa. Mamma undirritaða segði mær, at systur hennara Louisa svam mangan á sjónum. Karl Samuelsen var sonur Dánjal í Horni og maður Mallu Samuelsen, sum vit kenna frá politikki og fyristøðukvinnu í Ellisheiminum. Johan Ellendersen var úr Hvalba, og hann umvældi seinni skógvar í húsum við Steinatún, sum vórðu tikin niður, tá nýggi Føroya Banki varð bygdur.
Poul á verkinum er pápi Elsu Horn, og ungi maðurin á myndini uttast til vinstru Petur Lava Hansen flutti av landinum. Teir fingu navnið “víkingarnir”, og navnið boðar frá, at sjálvt í frosti og kava skuldi svimjast av Rundingi yvir á kolabrúnna og aftur. Óivað var heitt hjá teimum at koma aftur í el-verkið, tí dieselmotorarnir geva nógvan hita frá sær. Myndin tikin í 1943 ella 1944 er eitt postkort. Góðskan er ikk so góð men myndin áhugaverd. (Vagnur)
Áhugavert at síggja loftmyndina frá 1967. Enn eru nógvir grønir blettir í høvuðsstaðnum. Aftur ein áhugavert loftmynd.
Altíð áhugavert at síggja ymsar eldri loftmyndir av Havnini, tí tá sæst, hvussu nógv høvuðsstaðurin er broyttur í tínari tíð. Og altíð er okkurt nýtt at síggja, sum tú hevur gloymt. Løgið at hugsa sær, at júst, sum myndin er tikin, arbeiddi eg uppi í Grótbróinum, har eg arbeiddi í eitt ár, áðrenn leiðin gekk á verkstaðið hjá Vilhelmi Nielsen at læra til bilsmið. Høvuðsarbeiðið í Grótbrotinum var at bora hol og spreingja ov stórar steinar, sum ikki sluppu í størra knúsaran. Havi áður skrivað grein um hendingaríka árið í Grótbrotinum. Aftur her síggja vit Skálatrøð, har teir eru byrjaðir at spreingja grót til Molan, og so síggja vit eisini uppi í vinstra horni, at vegurin yvir á Frælsið er ikki gjørdur.
Á Skipasmiðjuni smíða teir farmaskipið Norðvíking, og Kjartansmolin, sum onkur rópti hann, er ikki gørdur, og Havnin er enn brimpláss, har havaldan hevði fría kós inn í Vágsbotn. Ja, so er nýggja Landsbókasavnið ikki bygt, Eisini áhugavert at síggja, at hvussu lítið er bygt frá Dalavegnum og vestureftir, har tey ikki enn hava stykkjað út á Mikkjalstrøð. Nógv virksemi á Saltsøluni, Bacalao og Fiskasentralinum, og gamla Hospitalið er enn ikki flutt. Ja, so eru enn eingir glastrevjabátar og bátabrúgvar. So nógv er broyttast hesi 51 árini síðani 1967. Um hetta mundið vaks Havnini við fúkandi ferð, tí í 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og longu í 1975 var fólkatalið 11.329 fólk. Ì 1967 búðu 40.441 fólk í Føroyum. (Vagnur)
Líðarfjall áður Guliklettur við bryggju í Nólsoy. (Mynd Sonne Smith)
Um dagarnar kom eg á Facebook at kennast við vakurt 8-mannafar, sum lå bundið við bryggju í Nólsoy. 8-mannafarið lá fyri nú nógvum árum síðani við síðuna av okkara báti undir Müllers pakkhúsi, og eg minnist væl, tá vinmenninir Poul á Verkinum, Poul Guttesen og Karter Niclasen í 1970 fingu Niclas í Koltri at smíða teimum bátin. Poul Guttesen kendi eg heilt væl, og eg kom nógv í heimið í Hornabø, har Poul og konan Hedvig búðu. Yngsti sonurin Finn Bjørn og eg eru vinmenn, og sjálvt um hann fór ungur til Danmarkar, so vitjaði eg mangan í Hornabø. Poul og eg høvdu altíð nógv at práta um, og serliga tosaðu vit nógv um bátar okkara, og tað at fara á flot. Poul doyði 1996, og nú vildi eg kanna, um 8-mannafarið Guliklettur TN 486 var til enn. Hetta skuldi gerast áhugaverd kanningarferð. Leiðin gongur fyrst til Nólsoyar.
Fyrst sendi eg myndina av 8-mannafarinum, sum Sonne Smith tók í 2005, til Facebook vin í Nólsoy, tí eg visti, at báturin endaði í Nólsoy. Eg at ringja til Brynjolf Jacobsen, sum Facebook vinurin vísti mær á. Jú, eg kom á tal við fyrikomandi eldri mann, sum segði mær hesi orð um 8-mannfarið Gulaklett, sum hann gav navnið Líðarfjall TN 154.
Poul og teir fiskaðu mest sum altíð sunnafyri. Suður úr Kirkjubønesi og við Bøboðarnar. Poul til vinstru og Karster til høgru.
– Eg keypti 8-mannfarið frá Niclas Danielsen, sum býr á Argjum. Vit vóru frá fyrsta degi heilt væl nøgdir við bátin, sum var nýumvældur. Sjógóður bátur í øllum veðri, og mangan baltrutan túrin vóru vit serliga eystanfyri á floti ella eftir havhesti. Eisini kundi vera drabbut at sigla um Nólsoyarfjørð á lágættunum, tá vit skuldu í Vágsbotn at selja fisk ella havhest.
– Bátin keyptu vit fyri 15.000 krónur, og vit hildu okkum at gera kvettið. Sum árini gingu gjørdist eg sum vera man eldri, og so kom dagurin, at eg mátti lata bátin frá mær. Eg læt eitt sysktinabarn mítt í Skálabotni fáa bátin, sum gav mær eina whiskyfløsku afturfyri. Haldi, tað var í 2008, og báturin var framvegis í hampuliga góðum standi.
Niclas í Koltri segði mær, at konan Elisabeth hølvar og klinkar við mær, og hann ivaðist ikki í, at Elisabeth, sum var fryntlig og prátingarsom kona, heilt vist megnaði at smíða ein bát einsamøll. (Mynd Einar Michelsen)
– 8-mannfarið lá við bryggju í Skálabotni, men so ein óveðursdag fór báturin somikið illa, at hann gjørdist ikki aftur. Annars kann eg nevna, at tá vit seldu fisk og havhest í Vágsbotni, spurdu nógv fólk um 8-mannafarið, sum tey vistu Poul Guttesen og teir høvdu átt, sigur Brynjolvur at enda.
So at ringja Niclas Danielsen á Argjum, sum keypti 8-mannafarið frá Poul Guttesen og teimum og seldi bátin til Brynjolv í Nólsoy.
– Eg keypti 8-mannafarið frá Poul Guttesen 7. november 1995. Skrokkurin var í góðum standi, men nógvir seymir vóru rustaðir, sum blivu skiftir. Motorurin var ein 8-10 HK Saab motor við einum sylindara, sum er umvældi. Árið eftir seldi eg bátin til Nólsoyar, tí eg hevði í boði at fáa mær glastrevjabát.
Poul Guttensen var vorðin eldri maður og kom ikki í bát longur, og tí seldi hann bátin til mín.Tá eg seldi bátin til Nólsoyar fylgdi navnið Guliklettur TN 486 ikki við, og navnið gav eg glastrevjabátin, eg fekk mær, sigur Niclas í stuttari viðmerking.
Tað áhugaverda við 8-mannafarinum Guliklettur TN 486 er, at teir tríggir Poul á Verkinum, Poul Guttesen og Karter Niclasen bíløgdu ein ”lyklakláran” bát frá Niclasi í Koltri. Báturin var bæði smíðaður og gjørdu liðugur at flota úti á Heynum Mikla, har Niclas í Koltri búði. Navnið Guliklettur stavar frá kletti við Vestaru bryggju. Hesin klettur er ikki til meira ella rættari sagt farin undir heilt. Annars smíðaði Niclas í Koltri 360 bátar, av teimum vóru 75 kappróðrarbátar. Ì 1961 flutti Niclas og tey til Havnar og búsettust á Heygnum Mikla.
Poul og vit ávegis suður á Kirkjubønes at fáa okkum at kóka. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)
Eg havi sæð í skjali, sum Poul Guttesen á sinni vísti mær, at tað var Sigmar Johannessen lastbileigari, sum koyrdi 8-mannafarið av Heygnum Mikla oman til sjóvarmálan, har báturin var flotaður. Túrurin kostaði tretivu krónur, tí Poul hevði gjørt rokniskap um allar útreiðslur til bátin, sum sjálvandi skudi býtast í tríggjar partar. Tá Poul á Verkinum doyði, kom Vagnar Olsen at eiga í bátinum.
Fyrstu árini lá Guliklettur við Müllers pakkhúsi, men tá bátabrúgvarnar komu, kom báturin at liggja har. Smádrongurin er Jákup abbasonur Poul. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)
Tað lá væl fyri hjá Pouli og teimum at fiska, og fyri tað mesta fiskaðu teir heimanfyri við Bøboðarnar og suður úr Kirkjubønesi. Poul plagdi at siga mær, at Karter var ringur at fáa til húsa aftur, tá fiskur var undir bátinum. – Góði Poul, stima bara einaferð uppaftur, Kartni vil ikki heim. Tá plagdi Poul at siga: – Karter, tá tú seint í kvøld situr í kjallaranum við stóru fiskarúgvnuni, so man vera nokk fiskað. So tagdi Karter, og teir drógu inn snørini og hildu leiðina heim við sjovarfallinum.
Rolf Guttesen sonur Poul Guttesen heilsar í Nólsoy fyrrverandi 8-mannafarinum hjá pápanum. Snøggur bátur. LÍÐARFJALL TN 154 áður Guliklettur TN 486. (Myndaeigari: Rolf Guttesen)
Poul og eg vóru seinasta túrin á floti við Gulakletti. Poul var illa gongdur, men hansara størsta ynski var at sleppa ein seinast túr á flot við Gulakletti. Poul mátti leiðast í bátin, og leiðin gekk niðan í fjørðin. Vit fingu væl av fiski henda dagin, men verri var at fáa Poul til húsa aftur, tí hann var stirnaður so mikið í kalda veðrinum, at beinini bóru honum ikki. Nógv góð minni umborð á 8-mannafarinum Gulakletta TN 486. (Vagnur)
Team Klaksvík hevur sítt besta lið í nógv ár. Vunnið stig og tapt nógvar teprar dystir, men enn væntar nakað til tess at koma upp á toppin.
Síggi ikki hondbóltsdystir í hallunum, men fylgi væl við á stigatalvuni og ikki minst dómaraseðlunum, har tú kanst síggja øll hagtølini og gongdirnar í dystunum. Hissini stroymaði brot eru sædd. Hetta er alt áhugavert. Nú er steðgur í landskappingini, tí innleiðandi dystirnir í steypakappingini standa fyri durum. Stutta av tí langa er, at longu fyri jól var greitt, at kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndil spæla FM-finaludystirnar í apríl mánað, men í manskappingini er enn spenningur, tó sannlíkt er, at Neistin og H71 spæla FM-finaludystirnar. Haldi ikki, at kappingin er nóg væl løgd, og virðingin í HSF fyri stigatalvuni er ikki nóg stór. Hví skuldi nú útsetti mansdysturin millum Kyndil og VÍF útsetast í tveir mánaðir. Hetta órógvar stigatalvuna, sum fólk fylgja.
Sjálvandi skuldi liðini havt spælt eins nógvar dystir fyri langa steðgin, so vit sóu á stigatalvuni, hvussu støðan er. Nú mugu vit brúka mist stig og ikki vunnin stig at meta okkum eftir. Støðan í løtuni í mansdeildini er, at Neistin hevur mist seks stig, H71 níggju stig, VÍF tólv stig, Kyndil trettan stig, Team Klaksvík átjan stig, KÍF og StíF einogtjúgu stig.
Tað, at H71 misti Peter Krogh og aðrar spælarar, og at onnur lið mistu spælarar, so talaði alt fyri javnari kapping vetur. Men hvørki KÌF ella StÍF megnaðu at fylgja við frá byrjan, og í løtuni eru tað bara VÍF og Kyndil, sum eru við í kappingini um at koma í FM-finalurnar, tó at vegurin sýnist langur. Vit eru í triðja umfari í grundspælinum.Mest óvæntaða og gleðiliga í vetur er, at Team Klaksvík veruliga er farið at býta frá sær og er við í kappingini. Tó so, liðið vann sær nøkur góð stig fyrst í kappingini, men hevur so í nógvum dystum tapt tepurt. Heilt nógv at siga fyri hondbóltin, at Team Klaksvík er við. Ja, so tapti Kyndil longu fýra útidystir fyrst í kappingini, og ikki fyrr enn nú er David Edvardsen komin aftur, og tí meira beidd á liðnum. Uttan iva ov seint at koma í FM-finalurnar.
Ì telviningi um at koma í FM-finalurnar, skulu vit minnast til, at VÍF og Kyndil skulu spæla tríggjar dystir hvør ímóti øðrum, so har missa lið stig. Síðani er bara trý stig frá VÍF upp til H71. Ja, so er broytingini tann, at David Edvardsen er komin aftur til Kyndil og Peter Krogh til H71. Hvørja ávirkan fær hetta, og hvør hevði væntað, at H71 leygardagin í farnu viku við Krogh á liðnum var fyri knúsandi 13- 27 ósigri fyri Kyndli við David Edvardsen á kyndilsliðnum.
Spell, at VB ikki kann bjóða av heilt frammi í oddinum.
Um kvinnukappingina er ikki nógv at skriva heim um, tí har er bara tvey lið, sum bjóða av at koma í FM-finalurnar og serliga, nú VB tapti fyri Neistanum í Havn. Seinnu árini hava Kyndil og Neistin spælt FM-finalurnar, hini liðini hava rætt og slætt ikki verið nóg góð. Neistaliðið er fánað heilt nógv, og á VÍF liðnum eru spælarar komnir aftur, sum hava verið skaddir ella átt børn. VÍF hevur bara mist eitt stig, Kyndil, fýra stig, VB tíggju stig, Neistin fimtan stig, Stjørnan tjúgu stig, H71 23 stig og StíF 27 stig.
Her kunnu vit at nevna, at VB hevði ávísan møguleika fyri dystin sunnudag ímóti Neistanum í Havn, sum liðið tapti. Og VB og Kyndil hava bara ein innanhýsisdyst at spæla hvør ímóti øðrum. So nú er longu greitt, at VÍF og Kyndil spæla FM-finalurnar í apríl mánað.
Annars er áhugavert, at H71 er komið í bestu kvinnudeildina, og at Stjørnan er ment heilt nógv síðani seinasta kappingarár. At Neistin, sum hevur mist nógvar spælrar, fór heilt til Brazil eftir venjara, var fyri mær heilt ófatuligt, tí vit sóu longu bæði í steypafinalun og FM-finalurnum í fjør, at neistaspælarar vóru slett ikki í nóg góðari venjing. Mín vón er, at tey á Strondum halda tørn, nú liðið er mannað við nógvum heilt ungum spælarum, og tær eldru garvaðu ikki eru við. Til seinast vil eg heita á HSF um at virða stigatalvuna, so rætta myndin sæst, nú liðini eru farin í langa steðgin. (Vagnur)
Myndin av Cathrinu í Dalólastovu hongur í Listaskálanum.
Kom herfyri fram á málning av langommu míni Annu Cathrinu Michelsen (í Dalólastovu), sum hongur í Listaskálanum. Á myndini er langomma mín 76 ára gomul. Eg kenni málningin, hann hevur hingið hjá einari ommudóttir hennara og latin listaskálanum, tá hendan doyði.
Stóð eina góða løtu frammanfyri málning og hugsaði um, hvussu ættarlið fylgir ættarliði, at hendan kvinnan hevði havt sítt lív, sínar hugsanir, sín bangilsi, og sínar dreymar. Tað er ikki nógv, eg veit um hennara gerandisdag, og ongin er longur at spyrja.
Tá hon varð fødd, búðu 900 fólk í Havn. Anna Cathrina Jacobsen var borin í heim í 1851 og doyði í 1932. Hon vaks upp í Havn. Tá búðu færri enn 900 fólk í Havn, og tey búðu flest øll í Tinganesi og úti á Reyni. Anna Catharina fór í skúla sum sjey ára gomul og úr skúlanum, tá hon var konfirmerað.
Hon giftist Sigmund Johannes Michelsen, sum eisini var úr Havn. Hann var føddur í 1854, so tey vóru javngomul. (Chirstin Dahl Plate hevur skrivað greinina)
Dalólastova eru húsini til vinstru og Koytustova til høgru.
Tey búsetust í lítla svarta húsinum, Dalólastovu, úti á Reyni og fingu fýra børn, Hans Jacob, Johannes, Palle og Maria. Maður Anna Cathrina var fiskimaður. Øll børnini komu væl undan. Palle starvaðist sum elektricitetsbestýrari á Rundingi og flutti seinni til Danmarkar. Maria flutti sum ung til Danmarkar, var fyrst í bókhandli, síðan á Rikiskjalasavni og gav út stuttsøgur og yrkingar. Hon flutti aftur til Føroya á eldri árum. Hans Jacob tók skiparaprógv, sigldi í nøkur á og bleiv síðan havnameistari. Johannes starvaðist við ymiskum og seymaði millum annað segl. Brøðurnir búsetust nærhendis hvørjum øðrum í Havn.
Maria Mikkelsen og mamman Cathrina í Dalólastovu.
Góð við bøkur. Anna Cathrina var dugnalig kona, men var eisini ógvuliga góð við bøkur. Hon gloymdi alt uttanum seg, tá hon í tímavís sat og las. Sagt var, at tá maðurin og børnini komu til hús á middegi, hevði hon mangan púra gloymt at gera teimum døgurða. Hon kundi eisini vera ein skrøpp dama og tað sigst, at børnini hjá henni ongantíð vóru skeldað ella sligin í skúlanum, tí lærararnir ræddust Annu Cathrinu.
Kundi man fáa meira vitan? Sanniliga um ikki navn hennara kom fram, tá eg leitaði á Google. Tað vísti seg, at hon í 1929 hevur skrivað hugtakandi grein í Varðanum. Hon er tá 78 ára gomul og skrivar um, hvussu tað var at ganga í skúla, tá hon var barn fyri umleið 70 árum síðani (í næsta bindið av Varðanum skrivar hon grein um katolikkarnar í Havn).
Tá hon byrjaði at ganga í skúla í 1858, var bert ein skúli í Havn. Skúli var í langari lon við flagtaki úti á Reyni, og har var bert einans skúlastovu. Har gingu umleið hundrað børn sum vóru býtt í tríggjar klassar, og ein lærari var til øll børnini, men í yngsta klassa hevði hann eldri børn til hjálpar at læra tey minstu”. Børnini gingu í skúla tveir dagar um vikuna. Um um veturin frá níggju til tólv og eitt til trý seinnapartin og summarið frá átta til ellivur og eitt til fýra seinnapartin. Á kirkjutorninum var ongin klokka, og kirkjuklokkan ringdi, tá børnini skuldu í skúla.
Hvat lærdu tey? Av skúlafakum høvdu børnini religión, skriving, rokning, danskt, danmarkarsøgu, eitt sindur av veraldarsøgu, landalæru og sang. At duga religión var mest umráðandi, og tann nýggja stóra bíbliusøgan var akkurát komin. Einans í bíbliusøgu kundi børnini blíva “sett eftir”, um tey ikki høvdu lisið uppá.
Cathrina í Dalólastovu á eldru árum. Hon bleiv 81 ára gomul.
Annars vóru næstan ongar bøkur, bert okkurt barn áttu bók, so tey máttu hjálpast sum best. “Birks læsebog” var nýtt í donskum og í hesi bókini var eisini tilfar til landalæru og søgu. Næstan alt tilfarið var um Danmark og donsk viðurskifti, lítið og onki var um Føroyar. Hetta helt ongin tá í tíðini vera løgið. Roknað var í høvdunum, og børnini høvdu svarta talvu at skriva úrslitini uppá. Ikki øll áttu talvu, men funnu sær onkran takstein at skriva á. Skrivibøkur vóru ongar, so lærarin teknaði linjur á leys ørk til hvørt barnið og “skrivaði fyri”. Tey skrivaðu við gotiskari skrift, men lærdu eisini danskar bókstavar.
Systir mín Chirstin Dahl Plate skrivaði greinina
Lærarin, Andreas Christian Lützen, var dani. Hann kom til Føroyar í 1837 og fekk føroyska konu, Eva Hansdatter úr Baiansstovu. Hann var lærari í Havn til hann doyði í 1874. Anna Cathrina dámdi hann ógvuliga væl og skrivar, at hann dugdi væl at læra frá sær. Hann gjørdi ikki mismun á børnunum, og hann lærdi tey góðan fólkaskikk og var teimum góð fyrimynd.
Hann tók væl ímóti foreldrunum tá tey komu at lurta, tá børnini høvdu próvtøku. Amtmaður, próstur og onkur frá skúlakommissiónini vóru til staðar undir próvtøkum. Andreas Christian Lützen doyði so brádliga. Sum býráðslimur skuldi hann halda móttøkurøðu, tá Kristian 9. kongur í 1874 vitjaði Føroyar. Undir røðuni small hann um og doyði.
Alt er relativt. Tað er áhugavert at lesa, hvussu Omma Katrina, sum ommubørnini rópti hana, heldur alt vera betri í 1929, enn tá hon gekk í skúla 70 ár frammanundan. Nú vóru fleiri skúlar, fleiri lærarar og fleiri skúlabøkur. Ringt er at ímynda sær, hvat Anna Cathrina hevði hugsað, um hon sá skúlarnar í Havn í dag! Og hvat mundi hon sagt um alt, sum børn hava, t.d. bøkur, teldur, fartelefonir, Ipad og onnur hjálpitól. Man kann spyrja seg sjálvan, um tað man vera betri at vera barn í dag enn tá Anna Cathrina var smágenta í 1860´unum.
Mangt er í hvussu so er øðrvísi! (Chirstin Dahl Plate)
Í Dalólastovu. Til vinstru Betty Michelsen, kona Palla son Cathrinu, sum situr í miðjuni. Uttast til høgru Palli Michelsen.
Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. (Myndir Vagnur)
Um dagarnar gerast túrarnir nógvir í Plantasjuni, tí hundurin dámar ikki og tolir ikki at ganga á saltdálkaðum gongubreytum og vegum. Tá er øðrvísi í Plantasjuni. Hevði myndatólið við mær í morgun, og fyrsti maðurin, eg møtti, var norðmaður við myndatóli við langari linsu. Ørindini í Plantasjuni vóru at taka myndir av ymsum fuglum. Ti, sum hann sigur, fuglar, sum ikki hoyra til í Føroyum, koma eisini framvið. Torført er at finna útav, um dunnurnar, dúgvurnar og annars smáfuglarnir fáa nógmikið at eta í kalda veðrinum. Í morgun vóru dunnurnar svangar, men eg sá, at onkur hevði longu givið dúgvunum millum trøini.
Myndin broytast alla tíðina í Plantasjuni. Eisini vakurt at síggja stóru áirnar eftir grimdaregn. Eitt eru trøini og fuglarnir, annað eru sílini í ánni. Seinasta summar vóru heilt nógv síl bæði stór og smá at síggja, men í vetur eru sílini í ánni fækkað. Hvar eru tey so farin, kanska goyma tey seg undir áarbakkanum? Dreymagentan Tarira verður altíð væl vitjað hvønn einasta dag. Har skreiða eisini børn, og mest sum hvønn gerandisdag eru barna- og skúlabørn í Plantasjuni. Plantasjan er størsta perlan í høvuðsstaðnum. (Vagnur)
Dunnarnar vóru svangar í morgun.Nógv fólk vóru koma í Plantasjuna hvønn einasta dag.Myndin broytist mest sum hvønn dag í PlantasjuniÁhugavert at síggja, hvussu kavin tyngir greinararnar.Serliga fegin um júst hesa mynd.Lerkatrøini, standa ógvuliga tøtt men uttan nálir.Vøkur trø tyngd av kava.Hundurin trívast væl í Plantasjuni, tá har er nógv at snodda í.Nakrar dunnur halda fast til í ánni.Nógvar ymsar myndir eru at síggja henda vakra kalda morgun.
Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.
Við sorgblídni at síggja gomlu myndina av Doktar Jakobsensgøtu. Bilarnir siga frá, at myndin er tikin einaferð í 1930-árunum. Serliga venda eyguni ímóti húsunum næst til høgru omaneftir. Hetta eru húsini hjá Bena og Katrinu Wardum, sum tey bæði yvirtóku í 1956, eftir at hava búð við Landavegin hinumegin ánna við Vesturkirkjuna. Bena og Katrina áttu tveir dreingir, elst Virgar, sum um tjúgu ára aldur flutti til Íslands, og yngri sonurin Bergur Wardum, sum andaðist herfyri. Familjan var nærmasti granni hjá okkum við Landavegin, til tey fluttu heim í Dr. Jacobsensgøtu. Vit ungu komu mangan í heimið hjá Bena og Katrinu. Og minnini eru góð.
Hans P. Poulsen pápi Bena stovnaði møblasølu í 1927, og eisini hevði hann snikkaravirkið í Hornabø, sum hann hevði bygt nøkur ár frammanundan. Bena seldi skjótt snikkaravirkið, og umframt at selja møblar, hevði Bena eisini møblaverkstað. Og har komu vit ungu mangan, tí Virgar og eg vóru javngamlir og vinir frá Landavegnum. Bergur bleiv ein av landavegsdreiggjunum, sjálvt um hann nú var fluttur heim í býin.
Dr. Jakobsensgøta í 2015. Skálabúðin er har, men húsini hjá Bena Wardum eru niðurtkin. (Mynd Vagnur)
Eg minnist serliga tríggjar menn, sum arbeiddui á verkstaðnum hjá Bena. Høgni Danielsen lærdi til møblapolstrara, sum tað æt tá. Minnist væl vakra stólin, sum Høgni gjørdi sum sveinastykki. Síðani Edmund Jacobsen, sum búði uppi á Dalavegnum hinumegin vegin hjá Mads hjá Spinnaranum. Fyrikomandi og fittur maður, sum arbeiddi í nógv ár hjá Tórshavnar kommmunu. At enda Ove Davidsen møblasnikkari, sum flutti til Hósvíkar.
Eftir stóran eld í húsunum í 1966 gavst Bena við handlinum og verkstaðnum. Bena (1914-1987) æt Hans Bærent Wardum. Konan Katrina, sum var úr Fámjin, var ógvuliga góð við okkum ungu, sum komu á gátt í Dr. Jacobsensgøtu. Katrina gjørdist gomul kona og búðu seinastu tíðina á Ellisheiminum í Havn.
Húsini hjá Bena og Katrinu í Dr. Jacobsensgøtu hava seinastu árini leingi staðið tóm, og Bergur segði mær einaferð, at hann fekk ikki byggiloyvi til tað, sum hann ætlaði, tí stóðu húsini sum tey gjørdu. Húsini fóru á aðrar hendur og eru tikin niður.
Í sethúsunum við reyða takinum við Landavegin búði familjan Wardum til 1956. Húsini er einki broytt. (Mynd Vagnur)
Sum sagt omanfyri fór Virgar sum ungur til Íslands og hevur siglt øll árini. Vit høvdu ikki sæð hann í nógv Harrans ár, men tá mamman Katrina doyði og fór til gravar, var Virgar í Føroyum. Áhugavert at tosa við gamlan vinmannin, sum tú ikki hevur sæð kanska í tretivu ár.
Bergur Wardum, sum var nakað yngri enn eg, er nú farin. Tá eg hugsi um lívsleiðina hjá Bergi, hugsi eg fyrstu um hansara handalag, tí hann dugdi væl at polstra og hevði eitt skifti verkstað heima við hús á Spógvavegi. Bergur hevði strevið lív seinastu nógvu árini, tí hann kom í trupulleikar við mynduleikarnar um ymist, og eisini hevði hann í nógv ár sak koyrandi um eina húsasølu. Mangan var hann í rættinum, men sjálvt um hann helt seg hava rætt í sínum máli, endaði sakirnar ikki akkurát til hansara fyrimun.
Nú verður nógv tosað um evnið Meira lív í miðbýin. Eg komi framvegis í Dr. Jakobsensgøtu, og har má sigast at vera lív. Nógvir handlar, nógvir bilar og nógv fólk hvønn einasta dag. Ja, nógv meira lív enn í miðbýnum, tí har er fáir handlir og lítið at koma til hjá stóru fjøldini uttan á ólavsøku ella til Grækarisskrúðgongu. Vit kunnu kanska í felag fáa meira at vita um húsini á gomlu myndini. (Vagnur)
Leygarmorgunin var eg fyrstu ferð í nýggju høllini á Hamrinum. Gjørdist bæði ovfarin og glaður at síggja hesa vøkru og góðu høll. Hugnalig ljós høll við góðum útsýni yvir Havnina, og sum uttan iva er nossligasta høllin í Suðurstreymoy. Tó er at siga, at talan er um eina venjingarhøll við ikki so nógvum áskoðaraplássum.
Á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk, og fólkagrundarlag er til bæði fót-og hondbólt, um rætt verður atborið. Ein abbasonur dreingir 12 ár spældi dyst, og har vóru í høllini spælarar úr ÍA, H71, Kyndli, SÍF og Team Klaksvík. Nógvir evnaríkir spælarar og gott hondbóltsspæl. Áhugavert at síggja.
Hondbólturin á Argir hevur nú eins góðar venjingarumstøður sum aðrastaðni kring landið. (Mynd Vagnur)
ÍA á Argjum hevur nú allar møguleikar at menna hondbóltin í økinum, og vónandi fær felagið góðan byr hondbóltinum í Føroyum at frama. Men vit vita kring landið, at eitt eru góðar hondbóltshallir, men tað krevst eisini góðir venjarar og hjálparfólk, skal hondbólturin mennast, og feløgini hava lív lagað.
Meðan tú situr og fylgir dreingjadysti tvær ferðir fimtan minuttir, reika tankarnir. Hugsaði um teir møguleikar abbasonurin hevur, og hvørjar møguleikar abbin hevði, tá hann sum smádrongur byrjaði at spæla hondbólt. Vit spældu uttandura á grúsvølli um summarið. Seinni bleiv vøllurin asfalteraður, og í 1968 kom fyrsta høllin í Klaksvík og í 1970 høllin á Nabb, sum vit róptu hana. Minnist bara um góð hondbóltsupplivilsi hesi árini.
Vit spældu eisini á bygd, men tey ungu í dag ferðast nógv oftari til dyst kring oyggjarnar enn vit gjørdu, tí ferðasambandið er broytt so nógv.
Hugaligt at koma fyrstu ferð í nýggju høllina á Hamrinum. (Mynd Vagnur)
Vandi er í allari vælferð, og stór kapping er um tey ungu. Hesa løtuna hugsaði um nógvu hondbóltstalentini, sum um fjúrtan/sekstan ára aldur heldur velja fótbóltin enn hondbóltin. Og allar teir frálíku spælararnar, sum fara av landinum, og sum ikki koma víðari á hondbóltsleiðini. Alt hetta broytist vónandi, nú HSF hevur sett nógv ungdómslandslið á skinnaran.
Hondbóltsdysturin í høllini á Hamrinum er av, og vinstrahenti abbasonurin og liðið spældu fráíkan dyst og vunnu. Sum fyrrverandi spælari og venjari sást tú tó nógv, sum kundi gerast betur á vøllinum, men tú vart nøgdur við góða spælið, tú sást hesa góðu løtuna.
Áhugavert var eisini at síggja, hvussu ymiskir dreingirnir vóru í stødd og styrki í hesum aldrinum. Nakrir dreingir vóru fyrsta árs dreingir 12 ár og aðrir annað árs dreingir 12 ár. Eitt ára munur í hesum aldri kann gera heilt stóran mun. (Vagnur)
VÌF hevur enn teoretiskan møguleika at koma í FM-finalurnar, men so mugu fyrst allir restandi dystir vinnast.
Hetta er bara ov vilt, sum fer fram í bestu mansdeild í løtuni. Ongantíð áður í føroyskari hondbóltssøgu er manskappingin so illa løgd sum í vetur. Mansliðini eru sjey í tali og spæla dupulta kapping. Tað vil siga tveir dystir hvør ímóti øðrum fyri jól og tveir dystir eftir jól. Men hvat ger HSF? Í tíðaskeiðnum frá 22. mars til 31. mars spæla VÍF og Kyndil tríggjar dystir hvør ímóti øðrum, og H71 og Neistin spæla báðar dystirnar í seinnu hálvu í somu viku. Tey, sum leggja kappingina, mugu hava misskilt uppgávuna. Og virðingin fyri stigatalvuni er heldur ikki nóg góð.
Tú stendur spyrjandi at síggja slíka dystarskrá.
Annars er støðan í besti mansdeild, at taptir Neistin ella H71 allar restandi dystirnar, og VÍF vinnur allar dystirnar, so kemur VÍF í hvørfall í FM-finalurnar. Støðan í løtuni er, at Neistin og H71 hava 31 stig, meðan VÍF kann náa 32 stig. Kyndil hevur mist møguleikan. Neistin skal spæla tveir dystir ímóti H71, ein ímóti Kyndli og ein ímót VÍF.
Havi í vetur sæð nakrar stroymaðar dystir, og tað sigur nógv um føroysku kappingina, at liðini standa og falla við so fáum einstøkum spælarum. H71 er besta dømi, har Peter Krogh kemur aftur til Føroya og beinleiðis sum einmansherur vendir allari kappingini. Hvør spældir FM-finalurnar? H71 og Neistin. Tó er spennandi at fylgja við, hvussu alt spælir av hjá VÍF liðnum.
Veikleikin í føroysku kappingini er, at vit ikki hava nakrar spennandi og avgerandi dystir um niðurflyting sum í fótbóltinum. Sigi hetta, tí fleiri lið hanga tíðliga í kappingini í einum ongamannalandi, har lítið er at spæla um.
Komi júst at hugsa um kyndilsliðið, sum vann steypakappingina, og sum er ment nógv síðani á jólum, tá David Edvardsen kom aftur til landið. Hyggja vit í skránna, sum byrjaði Kyndil at spæla seks útidystir, har fleiri vóru taptir. Og hesi stigi vanta nú. Ja, so minnast vit árið, tá Kyndil ikki fekk spæliloyvi til útlendskan málverja, og til árið, tá liðið misti stig, tí liðið hevði ikki spæliloyvi til spælari. Mangt er, má sigast. (Vagnur)
King Arthur í Íslandi á sumri í 1924. Aftast f.v. standandi: Eliesar úr Múla, Hans Pauli Hansen (hjá Sigmalenu), Norðdepli, Hans Hansen (stóri Hanus), Eiði, Hanus Eysturtún, Tórshavn, Jóan Karl Absalonsen, Viðareiði, Zaharias á Stykkinum, Stykkinum, Sigurd Henriksen, Árnafirði, Ólavur í Todnesbuð, Norðdepli, Emil Johannnesen, Hvannasund, Jóan Hendrik Olsen, (hjá Sigmalenu) Norðdepli og Jakki Mikal Sørensen. (uppi við Garð), Viðareiði. Fremst sitandi f.v. Hans Edvard Joensen, Eiði, Jens Kristian Justesen (Kristian hjá Magnusi), Norðdepli, Hans Jákup Joensen (á Trætustykkinum), Eiði, Edmund Hansen, Ánirnar, Sámal Jákup Johannesen Ánirnar, Christian Christiansen (í Hvannasundi), Tórshavn, Símun Frederiksen), Múli og Hans Mikal Hansen (hjá Karli), Viðareiði. (Mynd Joensen prestur)
Í sambandi við grein um m/k Grundick kom eg eisini fram á nøvnini á manning, sum var við sluppini m/k King Arthur í Íslandi í 1924. Debes Christiansen skrivar undir nøvnunum, at Joensen prestur var fleiri summar í Nordfirði í Íslandi, har hann helt møtir fyri manningum á føroyskum skipum, sum komu inn at landa fiskin til skip, sum síðani sigldi fiskin til Føroyar til virkingar. Sum áður sagt, keyptu Havnar Jógvan og synirnir Chrstian og Sámal sluppina King Arthur í 1903. Eg havi tað soleiðis, at mynd missir virði, um myndatekstur ikki fylgir myndini. Í hesum førinum nøvnini á fiskimonnunum á myndini. Sjálvt um tú ikki kennir allar menninar, so er áhuguvert at síggja menninar, og kanska kennir tú okkurt eftirnavn. Umborð eru í tveimum førum faðir og sonur, og so eru tríggir brøður eisini umborð á King Arthur. Hjá mær er altíð serligt at síggja mynd av abba mínum Christiani í Hvannasund, tí hann doyði, áðrenn eg varð føddur. Spell ikki at hava hitt hann. Myndina omanfyri havi eg sæð áður, men nú eru so nøvnini eisini komin á pláss. (Vagnur)
Jón Hansen á trøðni við Villingardalsvegin. Myndin er tikin á sumri 1974. (Mynd Vagnur)
Longu sum smádrongur í 1950-árunum kom eg at kenna navnið Jón Hansen, tí Jón átti brúnu lastbilarnar, sum koyrdu í Havnargøtum. Á hurðunum stóð skrivað Jón Hansen telefon 1850. Eg kom at hitta og kenna henda merkismann í trimum ymsum tíðarskeiðum. Fyrst sum smádrongur í Smæruni, har pápi mín arbeiddi, síðani sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, tí Jón Hansen hevði fleiri Bedford-lastbilar, og seinastu árini í familjuni, tí Jón var systkinabarn vermammu mína, Miu Trónd, og vinmaður Hanus Jensen, verpápa mín. Myndina omanfyri tók eg av Jóni uppi á trøðni hjá honum summarið 1974 – sama árið, sum Jón doyði. Og myndin hevur sína søgu.
Jón og Signhild Hansen (Myndaeigari Jón Hansen)
Jón Hansen var føddur 11. desember 1901 í Havn, og foreldrini vóru Hans Hansen úr Havn og Gudrun Jónsdóttir, rópt Gynna, úr Íslandi. Longu sum átta ára gamal misti Jón pápan, og Gynna kom at sita eftir við trimum smábørnum: Jón, Jóannes og Guðrun, rópt Guggan, sum bleiv gift við bóndanum Joen Heina Joensen í Bø. Jón var arbeiðssamur unglingi, tí eftir at pápin doyði, forvann Jón sær nøkur oyru longu sum átta ára gamal. Hann koyrdi tøð við hestavogni fyri pápabeiggja sín Jens hjá Gustu, segði Mia Trónd.
Longu í 20 ára aldrinum byrjaði Jón sum flutningarmaður og flutti farm í Havn, fyrst við hestavogni. 6. mai 1922 kemur fyrsti bilurin til Føroya, ein persónbilur, sum Júst Sivertsen fekk til landið. Í 1930 fær Jón fyrsta bilin og fer undir vinniliga koyring í Havn. Hetta var ein Chevrolet persónbilur, sum Jón brúkti sum hýruvogn. Seinni fekk Jón sær fyrsta lastbilin og gjørdist ein av størstu lastbileigarunum í Havnini og var í hesi vinnu alt lívið.
Eg kom sum smádrongur at kenna Jón í Smæruni, tí bilarnir hjá Jón Hansen koyrdu nógv fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi. Serliga koyrdu brúnu lastbilarnir seyð og neyt frá mjólkarbátunum niðan í Smæruni. Sum smádrongur var altíð spennandi at sleppa at sita við síðuni av Jóni í stýrihúsinum. Jón var góður við børn og hevði einki ímóti, at vit sluppu ymsar biltúrar. Serliga eina hending minnist eg væl.
Jón Hansen fekk henda hýruvogni í 1930. Jón stendur við bil sín. (Havnin – fólk og yrki)
Ein morgun segði pápi mín, at seinnapartin fóru Jón og hann til Kirkjubøar eftir einum tarvi og spurdi, um eg vildi við. Sjálvandi. Komnir til Kirkjubøar setti Jón lastbilin tætt at tromini á innkoyringini til fjósið. Stóri tarvurin var leiddur út í tún og nær tromini. Ætlanin var at skjóta tarvin soleiðis, at hann í fallinum varð skumpaður í lastina á bilinum. Bilurin hevði ikki krana.
Fyrsti lastbilurin hjá Jón Hansen stendur í túninum í Tvørgøtu. (Myndaeigari Jón Hansen)
Eg var ikki sørt bangin, tá pápi mín løddi neytabyrsuna og setti hana fyri pannuna á tarvinum. Skotið small, men ikki eydnaðist at skumpa tarvin í lastina. Tarvurin small niður á helluna, og pápi mín var skjótur við knívinum og svævaði tarvin. Nakað seinni var tarvurin drigin í lastina, og vit til Havnar við tarvinum. Komnir í Smæruna, varð tarvurin í serligum vogni koyrdur oman í slaktaríið, flettur og drigin upp frá gólvinum við talju. Minniligur dagur hjá einum smádreingi.
Jón Hansen spældi við HB í nógv ár. Jón situr í miðjuni í miðraðnum. Vinstrumegin bróðurin Jóannes og aftanfyri Jóannes Grækaris Gregoriussen. Hinar kenni eg ikki nøvnini á enn. (Myndaeigari Jón Hansen)
Ì 1967 kom eg í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, og Jón Hansen hevði fleiri Bedford lastbilar. Eg kom saman við øðrum at umvæla ymist í bilunum hjá honum. Serliga vóru tað synirnir Hans og Tróndur, sum komu við bilunum. Jón og konan, Signhild Jespersen úr Hvalba, áttu fýra børn. Synirnar Hans, Paula, Trónd og dóttrina Margit, sum doyði sum smágenta. Hans og Tróndur vóru knýttir at virkinum hjá pápanum, meðan eg minnist Paula koyra lastbil hjá kommununi, og so koyrdi hann eisini hýruvogn í Auto. Pauli seinnu árini lastbil í familjufyritøkuni.
Jón við pípu í klovanum og í húðaskóm. Hvørji hini á myndini eru, veit eg ikki enn. (Myndaeigari Jón Hansen)
Í 1972 kom eg í familjuna hjá Miu og Hanusi Jensen, og tá kom eg eisini at hava samband við Jón Hansen. Trónd Hansen, pápi Miu, og Hans, pápi Jón, vóru brøður, og tí vóru Mia og Jón sysktinabørn. Gynna og tey trý børnini komu nógv í Gundadal í heimið hjá Stefaniu og Trónd Hansen. Gynna búði eitt skifti í Gundadali.
Signhild og Jón áttu fýra børn. Hans, Paula, Margit og Trónd. (Myndaeigari Jón Hansen)
Umframt at Jón kom nógv í Gundadal og seinni eisini í heimið hjá Miu og Hanusi, so gjørdust Hanus og Jón vinmenn og hjálptu hvør øðrum í gerandisdegnum. Hanus og Mia áttu trøð í Havnardali og Jón átti trøð við Villingardalsvegin, har hann hevði seyð, ross, hønur og dunnur, sum myndin omanfyri eisini sigur frá. Kúnna hevði hann í Tvørgøtu. Hoyrdi mangan, at Jón var altíð á fótum tíðliga á morgni, langt áðrenn onnur fólk fingu eygu. Tá vanligi arbeiðsdagurin byrjaði, hevði hann longu verið í fjósinum, á trøðni og gjørt dagsins gerning har.
Jón við einum av børnunum. Hundurin er har og hestavognurin. Minnist so væl, hvussu góður Jón var við okkum smábørn, sum komu í Smæruna. (Myndaeigari Jón Hansen)
Fari at enda hesa reglur við søguni um myndina. Henda dagin bað Hanus meg koyra seg til arbeiðis á Vestaru bryggju, har hann arbeiddi sum kaifúti. Í brúna Ford Escort bilinum hjá Hanusi skuldu vit eisini taka Jón við okkum, sum búði í Tvørgøtu 9, og koyra hann niðan á trøðna. Tilvildarligt hevði eg myndatólið í bilinum og fekk hugskotið at taka mynd av Jóni og Hanusi saman. Men tað vildi Jón ikki hoyra talan um.
Systkinabørnini Mia Trónd og Jón Hansen. (Mynd Bergtóra Hanusardóttir)
Hanus var settur av á Vestaru bryggju, og Jón og eg hildu leiðina niðan á trøðna við Villingardalsvegin. Nú ætlaði eg at lumpa Jón og fáa tikið mynd av honum. Júst sum Jón læt portrið aftur, rópti eg “Jón”, hann vendi sær við, og so tók eg myndina. Jón var ikki blíður og segði “Tín helvitis f…” við einum smíli, og so helt hann leiðina niðan til húsið við pípuni í klovanum og altíð myrku føroysku húgvuni á skák á høvdinum.
Jón Hansen hevði ross á trøðni við Villingardagsvegin. Uttast til høgru sæst Jón í skrúðgongu í sambandi við kappríðing á Velbastaðvegnum. (Myndaeigari Jón Hansen)
Stuttligt og áhugavert at koma fram á myndina og síðani minnist góðu minnini um Jón Hansen. Um heystið 1974 gjørdist Jón sjúkur og doyði 25. desember 1974. Eg veit, at Jón Hansen var HB-ari við stóra H og spældi eisini á besta liðnum hjá HB. Eisini var hann knýttur at Tórshavnar sløkkiliði.
Sum omanfyri sagt, vóru tað serliga synirnir Hans og Tróndur, sum leiddu bilfyritøkuna víðari. Í dag er tað abbasonurin Jón Hansen, sonur Paula, sum eigur bilfyritøkuna Jón Hansen. (Vagnur)
Lítið broytt við fjósið í Kirkjubø seinastu hálvthundrað árini. Jón bakkaði lastbilin fram við garðinum, og so var tarvurin skotin. (Mynd Vagnur)Jón Hansen búði í gulu húsunum í Tvørgøtu. Húsini eru einki broytt, síðan eg var smádrongur. (Mynd Vagnur)
Skotski trolarin Red Crusader, sum Niels Ebbesen skeyt eftir. (Mynd gomul-skip.fo)
Summi barna- og ungdómsminni sita fastari enn onnur, og eitt av teimum, sum eg minnist serliga væl, var, tá ið danska “fregattin” Niels Ebbesen í 1961 skeyt eftir skotska trolaranum Red Crusader. Hendingin, sum fór fram norðan fyri Vágoynna, var serlig. Niels Ebbesen tók trolaran Red Crusader, sum fiskaði innanfyri føroyska seks fjóðringa fiskimarkið, sum var fiskimarkið í 1961. Manning frá verjuskipinum varð sett umborð á Red Crusader, men tá ið kósin skuldi setast ímóti Havnini, vórðu donsku vaktarmenninir stongdir inni í rúmi, og Red Crusader setti kós ímóti Skotlandi.
Niels Ebbesen skeyt tá við skørpum eftir skotska trolaranum og raksti trolaran. Tvey ensk krígskip, sum vóru á leiðini, komu skotska trolaranum til hjálpar, og tá ið dansku vaktarmenninir vóru slopnir umborð aftur á Niels Ebbesen, helt Red Crusader leiðini ímóti Skotlandi við Niels Ebbesen í hølunum. Tá ið Niels Ebbesen kemur í skotskan sjógv, leggur danska skipið stilt, og nú byrjar drúgt politiskt stríð millum Bretland og Danmark um hendingina.
Eftir stríðið við bretar, tók danska stjórnin Niels Ebbesen úr føroyskum sjógvi. (Mynd: gomul-skip.dk)
Danska stjórnini mótmælir fyri bretsku stjórnuni, men aftursvarið fra bretska undirhúsinum er, at tað er ótilgevuligt, at danska vaktarskipið skeyt eftir Red Crusader. 31. mai liggur Niels Ebbesen í skotskum sjógvi, og 2. juni verður Niels Ebbesen biðin at koma til Danmarkar. Bretska stjórnin góðtekur, at serlig altjóða nevnd verður sett at kanna málið út í æsir. 15. november sama ár kemur altjóða kanningarnevndin til niðurstøðuna, at ikki eru prógv fyri, at skotski trolarin fiskaði innanfyri føroyska fiskimarkið.
Nevndin kom eisini til niðurstøðuna, at sjálvt um danskir vaktarmenn vóru læstir inni í rúmi umborð á Red Crusader, átti Niels Ebbesen ikki at skotið eftir trolaranum. Føroyingar eru í øðini, tí teir halda, at niðurstøðan hjá kanningarnevndini einki hevur við veruleikan at gera, men at danska stjórnin fellur til kníggja fyri bretsku stjórnini. Málið um Niels Ebbesen og Red Crusader endar í politiskari semju millum Danmark og Bretland, har øll krøv landanna millum verða slept. Í Føroyum er nógv at lesa í bløðunum og hoyra í útvarpinum um hendingina. Ùtvarp Føroya sendi tó ikki sum nú allan dagin.
19. februar 1977 fer skotski trolarin Scottish Prinsess á land á veg inn á Tvøroyri og gerst vrak. Teir ellivu sjómenninir bjargaðust. (Mynd gomul-skip.dk)
Hákun Djurhuus var tá løgmaður í Føroyum, og hann boðar frá, at Føroyar í næstum fer at flyta út føroyska fiskimarkið frá seks fjórðingum út á tólv fjórðingar. Skotskir fiskimenn eru í øðini, tí føroyski landgrunnurin var besta heimabeiti hjá skotsku trolarum. Skotar vildu ikki góðtaka uttan stríð, at føroyingar fluttu út fiskimarkið. Føroyar fekk tólv fjórðinga fiskimark í 1964 og tveyhundrað fjórðinga fiskimark í 1977.
Skotska fiskivinnan merkti sviðan, at trolarar ikki sluppu at fiska í føroyskum og íslendskum sjógvi. Skotar bardurst ímóti, og serligt hart stríð var við íslendingar, men skotar taptu at enda. Skotar hildu sjóøkið millum Íslands, Føroya og Skotland vera aljtóða økið, og at Ísland og Føroyar ikki høvdu rætt at kanna sær so stórt sjóøki.
Sum smádrongur minnist eg skotsku trolararnar liggja við bryggju í Havn, og eisini síggi eg fyri mær stóra ljóshavið frá nógvu russiskum sildaskipum eystanfyri Nòlsoynna beint uttan fyri seks fjórðinga fiskimarkinum. Seks fjórðingar er ikki longri teinur enn av Molanum í Havn og út á Borðuna. Vit plagdu at geva skotsku fiskimonnunum tendrarar í bíti við sjokolátu. (Vagnur)
Í august mánað í 2009 vitjaði eg forvitnisliga framsýning í Klaksvík. Framsýningin av modelskipum, sum listamaðurin Hans Jacob Fuglø hevði smíðað, var í hølunum hjá EIK banka, sum vóru væl eygnað til endamálið, tí ljóst var inni, og hølini stór. Har vóru sluppir, motorbátar, trolarar, línubátar og skonnartir. Framsýning var latin upp nakrar dagar áðrenn, vit komu til Klaksvíkar, og tá var hópin av fólki komið saman, tá ið framsýningin lat upp, og sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein høvdu skipað fyri vegna Føroya Sjómannadag. Eg hevði myndatólið við til Klaksvíkar, og tað var áhugevert at síggja framsýningina og fleiri myndir eru niðanfyri av modellskipum.
Gunvá við Keldu, táverandi borgarstjóri setti framsýningina og ein trio sang: Steinvør Fonn, Unnur S. Fonn og Tóra við Keldu – eisini spældu Alex sólstein og Eiler Rasmussen uppá klaver og harmoniku sjómansvísur sum undirhaldstónleik til framsýningina.
Meðan vit gingu millum forvitnisligu modellini av vøkru skipunum, sveimaðu sjálvandi tankarnir. Fyrst sóu vit síðutrolaran Brand Sigmundarson úr Havn, sum Bacalao átti, og sum kom til Havnar í 1960. Eg kann minnast, at hundraðtals fólk vóru á Vestaru bryggju, tá ið stásiligi trolarin kom á Havnina. Tvey ár seinni kom trolarin Magnus Heinason, sum var systirskip til Brand. Fólk í Havn vóru tá ovfegin at fáa tveir so stórar trolarar at landa í Havn.
Ikki kendi eg allar sluppurnar, skonnartirnar og línubátarnar á framsýningini, men tankarnir leitaðu aftur til tíðina, tá ið vit sum ungir hondbóltsspælarar komu til Klaksvíkar at spæla hondbólt í 60-árunum. Tá sást tú sluppir, trolarar, og ikki at gloyma nógvu dekksbátarnar, sum onkur rópar sluppungar, liggja við bryggju. Tá lógu fleiri før bryggju í Klaksvík, enn tað gera í dag, tí skipatalið í Klaksvík er minkað nógv seinnu árini. Útróðrarflotin er næstan burtur í Klaksvík.
Eisini síggi eg fyri mær myndirnar av vøkru skonnartunum við trimum mastrum liggja við bryggju, hetta vóru ótrúliga vøkur før, sum lógu tungt og vakurt í sjónum. Alt hetta er nú skipasøga, men klaksvíkingar eru meistarar at varðveita skipasøguna við millum annað at skipa fyri torradøgum, sjómannadøgum og framsýningum. Klaksvík er fiskivinnubýur og hevur gamla og drúgva skipasøgu. (Vagnur)
Klaksvíkingur helt fram í Runavík, har hann slepti á ólavsøku í fjør. (Mynd Hvannrók)
Væl fyriskipað ódnartøk vóru rógvin flaggdagin í Runavík, og har er altíð gott skil, skal eg heilsa og siga. Frálík róðrarlíkindi, nógvir bátar, nógvir áskoðarar og góð róðrarlíkindi, tó regnaði eitt sindur. Teinurin er 140 metrar, sum ikki kann sammetast við at rógva 1000 metrar í FM-róðrunum. Nógvar manningar rógva ikki ódnartók, men hóast hetta fáa vit ábendingar.
Fara vit fyrst til 10-mannaførini, so vita vit, at í summar rógva í hvørfall Klaksvíkingur og Havnarbáturin, sum róðu í Runavík, har Klaksvíkingur aftur vístu sína styrki. Havnarbáturin er mannaður við nýggjari manning, og teir skulu nokk koma. Síðani vita vit um Suðuroying, Drekan Reyða og Ormin.
Argjabáturin fór fyrstur um málið í Runavík. Sum tað er gott at síggja Ørv aftur í flotanum. (Mynd Hvannrók)
Gleðiligt at síggja 8-mannaførini Argjabátin, Árnfirðing, Ørv og Miðving, og Argjabáturin helt fram í Runavík, har hann slepti á ólavsøku í fjør. Árnfirðingur er væl við, og so frøddust vit aftur at síggja Ørv. Vit fingu ikki rættiliga at vita, um Miðvingur rør í summar, men so gingu tíðindini um, at kanska Heiðabáturin er við.
6-mannaførini við monnum eru áhugaverd, tí serliga venda míni eygu ímóti Páll Fanga. Hetta eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður við Fípuni Føgru í fjør. Eisini manningin umborð á Lómi, eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður í fjør. Og vit kenna góðu úrslitini hjá Fípuni Føgru í fjør, har teir vunnu meistaraheitið. Tveir dreingir gjørdust ov gamlir, og teir gjørdu av at flyta alla manningina á 6-mannafarið Páll Fanga, teir vildu rógva saman. Eisini manningin umborð á Lómi, eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður í fjør.
Gongurólvur 6-mannafar við monnum vann ódnartøkini, og hetta er menn, sum ikki hava stundir at leggja so nógva orku í rógvingina í summar. Hetta eru alt royndir rógvarar. Vit vanta nógv 6-mannafør í summar.
6-mannfarið Tindur. Hetta er kvinnur, sum róði við Sølmundi í fjør. Tær fáa í næstum nýggjan Sølmund. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini við kvinnum eru ikki løtt at spáa um, tí 6-mannafarið Tindur hevði ongan at rógva ímóti í Runavík, tí róði báturin saman við 5-mannaførum við kvinnum. Hvør er so Tindur? Hetta er Sølmundur, sum NSÍ kappróður hevur selt til Gøtu. Kvinnurnar umborð á Tindi hava lánt bátin, meðan tær bíða eftir nýggjum gulum 6-mannafari, sum Sámal Hansen smíðar, og sum skal gerast klárur. Havi frætt, at í summar er Páll Fangi við og kanska eisini Lómur av Argjum, men at Rádni úr Fuglafirði rør ikki summar, havi vit frætt úr Fuglafirði.
Her siggja vit Tind næst og síðani Blik, Drekan og Sílið við kvinnum.(Mynd Hvannrók)
5-kvinnum kvinnum vóru bara trý í Runavík. Úrvalsmanningin umborð á Jallinum, sum vann meistaraheitið í fjør var ikki við. Jallurin má metast vera stórfavorittur at vinna meistaraheitið í summar. Jallurin við kvinnum er heilt serlig manning, tí har skulu rógvarar til royndarvenjing, áðrenn tær sleppa umborð. Tosaði við kvinnu, sum hevði verið til royndarvenjing, men hon fekk at vita, at hon hæddin var ikki í lagi. Ja, og klárar tú ikki so og so væl í rógvimaskinuni, verður tú koyrdur av bátinum. Kenni ongan annan bát, har treytirnar eru so strammar.
Her síggja vit nakrar av dreinjamanningunum, Falkur kemur undan, síðani Fenja, Ingibjøg, Drekin, Sílið og Jallurin. (Mynd Hvannrók)
Ódnartøkini flaggdagin boðaðu frá, at dreingjaróðurin gerst sum altíð eisini spennandi í summar, og serliga nú meistararnir frá í fjør Fípan Fagru nú rógva við Páll Fanga. Jallurin vann í Runavík, men har eru eisini nakrir hvítir bátar, sum veruliga bíta frá sær, og so fáa vit seinni eisini at síggja aðrar dreingjamanningar millum annað úr Suðuroy og Vágum.
Gentumanningar róður í tveimum riðlum. Her annar riðilin. Nærmast Sílið, síðani Silja, Drekin, Falkur,
Spell, at tað ikki eydnast Róðrarsambandinum at fáa skift dreingirnar í tveir aldurbólkar. Eina dreingj- og unglingadeild eins og í øðrum ítróttagreinum. Líkist ongum at fýra aldursbólkur skulu kappast í somu kapping.
Vit fegnast um, at heili ellivu bátar mannaðir við gentum róðu í Runavík. Hetta boðar frá góðum í summar. Áhugavert, at í finaluni gjørdist Falkur úr Hósvík nummar eitt, Jallurin úr Havn nummar tvey og Blikur av Argjum nummar trý. Tosaði annars við nevndarlim í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann segði mær, at ikki var vist, at Firvaldur við gentum róði í summar. Tær eru so ikki farnar í bátin enn. Firvaldur vann meistaraheitið í fjør, og genturnar hava framvegis aldur at rógva genturóður.
Barnamanningarnar liggjar klárar á startinum. Nærmast Knúkur, Ingibjørg, Falkur og Ternan. (Mynd Hvannrók)
Fýra barnamanningar við dreingjum og tvær við gentum róður í Runavík. Her skal sigast, at líkindini hjá teimum yngstu í flotanum hava verið ring í higartil í vár. Eysturættin hevur ”drillað” kring landið. Men barnamanningar vera uttan iva nógvar í summar. Árið 2017 var met luttøka.
Jallurin við dreingjum vann ódnartøkini, og vit kunnu rokna við spennandi FM-dreingjaróðrum í summar. (Mynd Hvannrók)
Tá alt hetta er sagt, skulu vit minnast til, at ódnartøkini geva bara ávísar ábendingar. Sjálvur haldi eg, at ódnartøkni eru mennandi fyri rógvararnar og serlig yngru rógvararnar. Spenningurin at fara til ”próvøku”, venja seg við at leggja bátin til startin, ja, og so sjálv upplivingin at fara úr neystinum og út um landið.
Róðrarlíkindini vóru góð í Runavík. Nærmast Tindur, síðani Blikur, Drekin og Sílið við kvinnum fara um mállinjuna. (Mynd Hvannrók)
Eisini skulu vit minnast til, at nógvar yngri manningar frá í fjør, eru vorðnar ov gamlar í aldurbólkinum, og tí fáa vit nógvar nýggjar vinnarar í summar. Hetta er alt partur í rógvingini. (Vagnur)
Gentumanningarnar róðu í tveimum riðlum innleiðandi. Her riðil eitt. Nærmast Tjaldið, síðani Kollur, Jallurin, Beinta og Báran. (Mynd Hvannrók)5-mannafarið Fenja úr Fuglafirði. (Mynd Hvannrók)5-mannafarið Ternan frá NSÍ kappróðri.(Mynd Hvannrók)5-mannafarið Falkur barnaróður,. (Mynd Hvannrók)5-mannfarið Falkur úr Hósvík við dreingjum. (Mynd Hvannrók)5-mannfarið Knúkur úr Gøtu barnamanning við dreingjum. (Mynd Hvannrók)5-mannfarið Knúkur barnaróður við gentum. (Mynd Hvannrók)Blikur 5-mannafar við gentum. (Mynd Hvannrók)
Vit mugu syrgja fyri, at ítróttaliga virði fer fram í róðrunum. Mugu ikki vera bangin at broyta aldurmarkið. Vit eru í Miðvági. (Mynd Hvannrók)
Síðani aldaskiftið eru tvær vakrar sólskinssøgur hendar í føroyskum kappróðri. Barnaróðurin sá dagsins ljós, og bátar fóru at rógva ódnartøk. Men dapra hendingin var, tá teinarnir 2000 og 1500 metrar vóru strikaðar. Her misti føroyskur kappróður heilt nógv, og nakað av ”sjarmuni” fór. Orsøkin skuldi vera Kringvarpið, sum setti krøv, men orsøkin var ikki Sortudíki, men kring landið, har fólk ikki megnaðu at avgreiða róðrarnar til tíðina.
Nógv spyrja, hví nógv færri rógvarar millum tjúgu og tretivu ár rógva kapp, tí vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tí 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum vóru samanlagt dupult so nógvir bátar sum í dag. Hvør er orsøkin?
Ódnartøkini gjørdust góð nýhugsan í føroyskum kappróðri. Vit eru í Miðvági. (Mynd Hvannrók)
Orsøkin er ógvuliga einfald. Samfelagið er so nógv broytt, og valmøguleikarnir eru so nógvir hjá teimum ungu. Ikki keypi eg orsøkina, at tað krevst meira at rógva í 2018 enn fyri kanska fimtan tjúgu árum síðani. Rógvararnir vandu tá eins nógv og vóru minst líka stinnur sum í 2018.
Tað var ein kvinna, sum einaferð segði mær, at hon var ímóti, at vit vóru farin at rógva barnaróður. Grundgevingin var, at tá tey ungu hava róð barnaróður og dreingja-ella genturóður í kanska seks ár, eru tey troytt av kappróðri og vilja sleppa at gera okkurt annað um summarið. Tey siga seg taka eitt fríár, men tey flestu seta seg ongantíð í bát aftur.
Hesa mynd síggja vit ikki í summar, tí 6-mannafarið Rádni við kvinnum rør ikki. (Mynd Hvannrók)
Kvinnan hevur í mongum førum rætt í orðunum, tí tað sýnist torført at fáa mannað serliga 6-mannaførini við kvinnum, og 5-mannaførini við kvinnum kundu verið fleiri. Barnaróðurin er sjálvandi ikki orsøkin, tí frágangurin í øllum ítróttagreinum er stórur í aldrinum 16-18 ár.
Róðrarsambandið er alt ov stirvið og afturhaldandi
Sjálvandi veit eg, at tað eru feløgini, sum velja fólkini í Róðrarsambandið, og tað er aðalfundurin, sum ger av framtíðina hjá føroyskum kappróðri. Haldi, at RSF er alt ov stirvið og vil ikki broytingar. Havi tildømis fleiri ferðir nevnd dreingja-og genturóðrarnar. Tað líkist ongum, at fýra aldursbólkar rógva í sama bólki. 15, 16, 17 og 18 ára gomul rógva hvør ímóti øðrum, og hetta fer ikki fram í bóltspølinum, har tey eru tvey ár í hvørjum bólki.
Talið av barnamanningum setti met í 2017. Umleið 25 manningar. (Mynd Hvannrók)
Okkurt skuldi sjálvandi verið gjørt við 5-mannaførini og 6-mannaførini við kvinnum, tí núverandi skipan er heilt burturvið. Aldursmark skuldi verið sett á 5-mannaførunum við kvinnum, tí støðan í løtuni er, at nógvar manningar velja heldur 5-mannafar, um tey síggja, at tey ongan møguleika hava ímóti góðum 6-mannafari.
Besta dømi er Suðurstreymoy. Kvinnur manna heldur 5-mannaførini Sílið, Drekan, Blik, Teistan ella Jallin enn 6-mannaførini Gongurólvi, Lóm ella Jarnbard. Soleiðis var í 2017. Bara fá ár síðani, at kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Sundabátinum ongan hevði at rógva ímóti og máttu fara umborð á Rituna.
Ormurin, Klaksvíkingur, Drekin Reyði og Havnarbáturin. Í summar rør Suðuroyingur eisini. (Mynd Hvannrók)
Eg havi tað kensluna, at fólk bara lata standa til og tora ikki broytingar. Nú havi eg ikki havt so stóran áhuga í inniróðri tað veri seg í Føroyum ella uttanlands. RSF brúkar nógvan pening kappingar uttanlands, men brúka vit nóg nógvan pengin at betra um føroyska kappróður? Haldi, at tað haltar nógvastaðni, tí vit renna okkum ferð eftir ferð í trupulleikar, sjálvt um róðrarteinurin bara er túsund metrar.
Tá alt hetta er sagt, so kunnu vit hóast alt fegnast um, at í 2017 setti talið av barnamanningum met. Stóra takið er at fáa rógvarar at halda fram at rógva, tá teir eru vorðnir átjan ára gamlir. (Vagnur)
Líkist ongum, at skúvoyingar mugu lata Sildberan frá sær, tá onnur skip fáa brek. (Mynd Vagnur)
Tey, sum í landsstýrinum varða av Strandferðsluni, mugu hava misskilt okkurt. Tey halda, at skipini, sum sigla millum oyggjarnar, eru ævinlig gonguverk. Men so er ikki. Tey vita, at skip skulu á sleipistøðu til ársligt eftirlit, og tey vita, at okkurt knappliga kann ganga fyri umborð. Men støðan endurtekur seg ár um ár, tí einki eykaskip er til at taka. Og hvør merkir allar fyrst sviðan av øllum rumblinum, jú, fólkini á útoyggj. Í 2014 fingu skúvoyingar nýggjan/gamlan Sildbera, sum tey eru fegin um. Báturin er nógv sjógóðari enn gamli Sildberin, sum varð bygdur á Tvøroyri í 1979. Nýggi Sildberin siglur eisini skjótari og tekur fleiri ferðafólk. Men skúvoyingar sleppa ikki at hava bátin í friði, tá Teistin ella Ternan fáa afturvendandi brekini. Heilt ófatuligt og ábyrgdarleyst, at Strandferðslan ikki hevur eykaskip at seta inn. Politiskt má orsøkin vera, at talan er ikki um so nógvar veljarar. Og ikki vantar peningur, tí milliónirnar fossa í landskassin, tí skattainntøkurnar eru vaksnar nógv seinnu árini, og nú fær landskassin jú eisini eyka inntøku frá uppisjóvarvinnuni. Fólkini í Tinganesi, sum varða av Strandferðluni, mugu hava misskilt okkurt, (Vagnur)