Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Úr myndasavninum – Tá Dimmalætting fyrst í 1970-árunum hevði frálíkan ítróttaskrivara

$
0
0
Jógvan Martin Mørk royndir seg við 3-metur kasti, og dómari er Hans Holm. Tá eingin dómari møtti, dømdi dómari frá hvørjum felag.

Fekk sendandi nakrar svart/hvítar hondbóltsmyndir tiknar í ítróttahøllini á Nabb fyrst í 1970-árunum. Á eini myndini sæst ítróttaskrivarin Árni Dahl, sum í síni frítíð skrivaði um ítrótt í Dimmalætting. Tá vóru eingir portalar, teldur ella slíkir hentleikar. Altíð spennandi at bíða, til vit týsmorgun fingu Dimmalætting, sum hvørt húskið í Føroyum fekk. Myndirnar fáa tankarnar at sveima.

Uttast vinstrumegin Sverri Jacobsen, sáli og síðani Finnur Helmsdal, sáli, verja neistamann. Hendrik Dahl kemur undan, og undirritaði fer frá vonginum. Málverjin er Finn Bærentsen. Uttast til høgru sæst ítróttaskrivarin Árni Dahl.

Vit eru til dyst í høllini á Nabb, sum vit tá róptu nýggju høllina. Dysturin er millum mansliðini hjá Kyndli og Neistanum, og sjálvur spældi eg við Neistanum. Við sorgblídni eisini at síggja myndirnar, tí fleiri spælarar eru ikki millum okkum longur. Herfyri fór um sýn málverjin hjá Kyndli Hjørleif Kürberg, sum sæst á eini myndini.

Haldi, at lítil orrusta var eftir dystin. Nærmst síggja vit eisini Jørleif Kürberg. Hann er ónøgdur við eitthvørt, og tí haldi eg, at vit vunnu henda dyst. Áhugvavert at síggaj í trappuni pápa mín Helge og mammu mína Ásu Michelsen. Millum tey bæði stendur Mary Persson mamma at Echardti Persson.

Nú hevur man bæði upplivað at spæla hondbólt á grúsi, asfalti og í høll, og øll minnini eru eins góð. Serligt fantastiskt minni, tá vit í 1968 fyrstu ferð sluppu at spæla hondbólt innandura í nýggju høllini í Klaksvík. Næstu tvey árini bíðaðu vit í Havn spent, meðan tey bygdu nýggju høllina á Nabb, sum var tikin í nýstslu á heysti 1970. Hondbólturin fór tá næstu árini frá at vera uttandura spæl til innandura spæl. Meira ferð kom á spælið, og skotnu málini gjørdust fleiri.

Her má vera brotskast til undirritaða. Eisini uttan iva reytt kort til kyndlsspælaran. Frá vinstru síggja vit Hilmar Joensen, Kyndil, Echardt Persson, Neistin, Hendrik Rubeksen, Kyndil, Finn Helmsdal Kyndil Jógvan Martin Mørk, Neistin, Cristian Poulsen, Neistn, Sverra Jacobsen, Kyndl ,Hendrik Dahl, Kyndil og undirritaða.

Nýggja høllin á Nabb var stórt frambrot fyri hondbóltin í Havn, og tað legðist til við spælarum í øllum deildum. Um hetta mundið var H71 eisini stovnað, men trupulleikin var, at so nógv feløg vóru um einu høllina. Tað vóru feløgini Kyndil, Neistin, HB, B36 og Havnar Badmintonfelag, sum saman við kommununi og landindum tóku stig at byggja høllina. Í 1984 kom so Gundadalshøllin, og tá nýggja svimjihøllin var tikin í nýtslu í 1982, var høll bygd oman á gamla svimjihylin, har Havnar Badminton felag koma halda til. (Vagnur)


Ódnartøkini í Miðvági góvu okkum serliga tvær ábendingar aftrat

$
0
0
5- mannafør við kvinnum í Miðvági. Nærmast Erla Kongsdóttir, síðani Drekin, Sílið, Jallurin og Ørnin. Jallurin vann tveir róðrar og Erla Kongsdóttir ein róður. (Mynd Hvannrók)

Um tríggjar vikur rógva kappróðrarbátarnir fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Tá fáa vit fyrstu veruligu ábendinginar, hvussu fer at gangast í summar í øllum bátastøddum. Ódnartøkini í Miðvági vóru væl avgreidd, veðrið var gott at rógva um kapp, tó regnaði eitt sindur. Sjálvt um rógvast skal tríggjar ferðir 140 metrar, so fáa vit altíð ávísar ábendingar. Og serliga tvær ábendingar komu aftrat í Miðvági. Annars er spell, at ikki fleiri manningar rógva ódnartøk, tá nú so nógv orka verður løgd í hetta frálíka róðrarátak. Nakrar manningar kunnu ikki møta, men so eru tað aðrar, sum rætt og slætt ikki tora at møta. Frálíku myndirnar úr Miðvági tók Guðrið Patursson. Seinastu ódnartøkini fyri FM-róðrarnar vera rógvin í Vestmanna leygardagin 26. mai. 

Barnaróður gentur. Nærmast Ørnin, síðani Firvaldur, Knúkur, Ingibjørg og Havørnin, sum er úr Sandavági. (Mynd Hvannrók)

Vit sóu í fjør, hvussu væl Firvaldur kláraði seg í barnaróðri við gentum. Hetta eru ungar gentur, sum nú eru eitt ár eldri. Longu kann sigast, at genturnar av Tvøroyri vístu í Miðvági, at Firvaldur er at síggja heilt frammi í oddinum. Uttan iva ovast á tindinum. Eisini áhugavert, at Knúkur frá nýggja róðrarfelagnum í Gøtu gjørdist nummar tvey. Knúkur og Havørnin eru nýggj nøvn í føroyskum kappróðri. Havørnin eru úr Sandavági, og Knúkur úr Gøtu. Báturin er lándur av Tvøroyri.

Barnamanningar við dreingjum. Nærmast Ingibjørg, síðani Ternan, Falkur og Knúkur. (Mynd Hvannrók)

Fýra barnamanninar við dreingjum, men uttan iva tríggjar ferðir so nógvar rógva á norðoyastevnu. Spell, at ikki fleiri bátar rógva, tí manningar læra so nógv at rógva ódnartøk. Hetta at leggja til startin, og so spenningurin bara at vera við. Hugagóðir rógvara má sigast. Tú kanst rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gamal/gomul. Aldursmunur sæst eisini í ódnartøkunum.

5-mannaførini júst startað. Nærmast Erla Kongsdóttir, síðini Drekin, Sílið og Jallurin. (Mynd Hvannrók)

Jallurin við kvinnum róði ikki í Runavík, men í Miðvági sást, at Jallurin aftur í ár er at  síggjast heilt frammi í oddinum. Erla kongsdóttir var eisini har, og so er spurningurin við Drekanum. Her mugu vit nevna, at eingi 6-mannafør við kvinnum róðu í Míðvági, tí bara Tindur boðaði frá luttøku. Uttan iva fara vit í summar bara at síggja trý 6-mannafør við kvinnum. Vit vita bara um Sølmund, Lóm og Páll Fanga.

5-annførini við dreingjum. Nærmast Ingibjørg, síðani Sílið, Jallurin, Drekin og Falkur. (Mynd Hvannrók)

Dreingjaróðrarnir gerst øgiligur í summar, tí so nógvar góðar manningar rógva. Teir umborð á Sílinum gjørdust í fjør nummar tvey í FM-stríðnum, og teir róðu væl í Miðvági, har teir vunnu. Men eru eisini Jallurin og Drekin ni framvið, og eingin ivi um, at Royndin Fríða úr Vági eisini fer at bjóða av og aðrir bátar við.

Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru júst startaði í Miðvági. Vøkur mynd, má sigast. Á norðoyastevnu rógva eisini Drekin Reyði, Ormurin og Suðuroyingur. (Mynd Hvannrók)
Klaksvíkingur vann á Havnarbátinum, men munurin var minni enn í Runavík. Vit gleða okkum til FM-róðarnar. (Mynd Hvannrók)

Fimm 10-mannafør rógva í summar, men bara Klaksvíkingur og Havnarbáturin hava higartil róð ódnartók. Eingin ivi um, at Ormurin og Drekin reyði herja á, har teir sleptu í fjør, so eru vit spent, hvat Suðuroyingur hevur at bjóða. Hetta eru menn, sum í fjør róðu við Tofta Regini. Vit kunnu fegnast um tey fimm 10-mannafør í summar.

Var í gjár í Álakeri, tá menn umborð á Ørvi komu aftur úr Miðvági. Rógvari segði mær, at í dag vóru vit har frammi, sum stuttligt er vera. Argjabáturin er stinnur, men Ørvur megnaði at basa Árnfirðingi. Havi varhugan av, at fá 8-mannafør rógva í summar. Miðvingur róði ódnartøk í Runavík, og óváttaði tíðindi siga, at Heiðabáturin úr Runavík er um at vera mannaður. Vit vóna tað.

8-mannaførini taka fyrstu tøkini í startinum. Nærmast Ørvur, síðani, Argjabáturin og Árnfirðingur. (Mynd Hvannrók)
8-mannaførini fara um málið. Argjabáruin fyrstur, Ørvur næstur og Árnfirðingur á triðja plássi. (Mynd Hvannrók)

Gentubátarnir róðu í tveimum riðlum, og endin gjørdist í finaluni, at Tambar fór við sigrinum. Annars eru genturóðrarnir serligir í summar, tí drekagenturnar frá í fjør, sum gjørdist nummar tvey í FM-stríðnum, eru í ár ov gamlar at rógva genturóður. Men hvar er Fivaldur, sum vann meistaraheitið í fjør? Allar genturnar kunnu rógva í ár, men tær eru ikki enn farnar í bátin, og spurningurin er, um vit síggja tær í summar. Fekk at vita frá rógvara av Tvøroyari, at ætlanin var ikki at rógva í summar, tí tvær gentur vildu brúka meira tíð til flogbóltin. Men kanska fara tær kortini at rógva. Gera tær tað, so eru tær so mikið góðar, at tær munnu metast sum favorittar í summar.

Gentubátarnir róðu í tveimum riðlum og síðani finalu. Her síggja vit nærmast Tambar, síðani, Koll, Drekan og Sílið. (Mynd Hvannrók)
Nakir gentubátar: Nærmast: Blikur, Tambar, Kollur, Drekin, Knúkur, Falkur, og Sílið. (Hvannrók)

Fimm 6-mannafør við monnum róðu í Miðvági. Rádni úr Fuglafirði fór við sigrinum. Hinir bátarnir vóru Gongurólvur, Páll Fangi, Lómur og Hósvíkingur. Tað kemur ikki óvart á meg, um Páll Fangi úr Klaksvík mannaður við ungum monnum, fer at gera veruliga vørr í summar. Hetta eru ungir menn, sum í fjør róður við Fípuni Føgru. Veit, at teir umborð á Gongurólvi venja ikki so nógv, so uttan iva kemur kappingin at standa millum Rádna og Páll Fanga.

Frálíku myndir úr Miðvági tók Guðrið Patursson. Her starta 6-mannaførini. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini fara um málið. Nærmast Lómur, síðani Rádni, Gongurólvur, Páll Fangi og Hósvíkingur. (Mynd Hvannrók)

Í núverandi støðu eru alt gitingar, tí í ódnartøkuteinurin er 140 metrar, og FM-róðrateinurin er túsund metrar. Hetta kann ikki sammetast, tó vit fáa nakrar ábendingar. Eisini rógva fleiri manningar ikki ódnartøk, sum í løtuni venja kring landið til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík. Vit kunnu spyrja, hvussu tildømis í Vági. Suðuroyingur og ikki at gloyma Royndin Fríða við dreingjum, bara at nevna tveir bátar. Síðani eru tað 10-mannaførini Ormurin og Drekin Reyði?

Hesin var eisini til ódnartøk í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Í føroyskum kappróðri er bara eitt, sum veruliga harmar meg sum eldri eygleiðari og havi skrivað um kappróður síðani 1980-árini. Ògvuliga óheppið og keðiligt, at vit ikki megna at gara dreingja- og genturóðrarnar meira ítrótta- og virðiligar. Tað líkist ongum, at fimtan ára gomul skulu rógva ímóti átjan ára gomul, og at tú kanst rógva fýra ár í hesum bólkum. Í gentu-og dreingjaróðrunum kanst tú rógva sum fimtan, sekstan, seytjan og átjan ár. Tað gerst tú ikki í tildømis bóltsspølunum, har tú ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu fáa loysn hetta einaferð med alla.

Úrslitini við tíðum eru at síggja inni á Kappróðrarkjaki. Frálíku myndir úr Miðvági tók Guðrið Patursson. (Vagnur)

Takk fyri frálík og væl fyriskipað ódnartøk í Miðvági. Her síggja vit Jallin, Sílið, Drekan og Erlu Kongsdóttir 5-mannafør við kvinnum. (Mynd Hvannrók)

Seks manningar úr Vágs Kappróðrarfelag fara at rógva í summar

$
0
0
Royndin Fríða við dreingjum á norðoyastevnu í fjør. (Mynd Hvannrók)

Altíð áhugavert at venda kikaran til Vágs til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar. Kappróður stingur djúpt í Vági, og tað var tann tíð, tá bygdin mannaði tvey 10-mannafør Vágbing og Ormin Langa. Umstøðurnar hjá teimum vaksnu har suðurin eru serligar, tí fleiri rógvarar antin arbeiða ella ganga í skúla norðanfjørðs. Havi hitt formannin Rógva Kjærbæk, og hann boðar frá, at seks manningar rógva í summar. Her skal nevnast, at 10- mannafarið Suðuroyingur umborðar alla oynna og er samstarv millum Vágs Róðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.  

Fara vit fyrst til 10-mannaførini, so eru tey higartil fimm. Frálík tíðindi at hoyra, at Suðuroyingar verður aftur at síggja í summar, og tað eru mennirnir, sum í fjør róðu við 8-mannafarium Tofta Regini, sum manna Suðuroying, umboðar alla Suðuroynna. Hini 10-mannaførini eru Klaksvíkingur, Ormurin, Drekin Reyði og Havnarbáturin. Spennandi, hvussu fer at gangast.

Her síggja vit Suðuroyingin í 2014 vinna á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Royndin Fríða við dreingjum rógva eisini í summar, og nú eru hesir dreingir jú vorðnir eitt ár eldri. Teir gjørdust í fjør nummar trý í FM-kappingini. Fípan Fagra gjørdist meistari eitt við 47 stigum, Sílið fek 40 og Royndin Fríða 30 stig. Dreingir umborð á Fípuni Føgru rógva nú við 6-mannafarinum Páll Fanga.

Um dagar frættu vit eisini, at 6-mannafarið Smyril er mannað við kvinnum, og at Royndin Fríða eisini er mannað við gentum. Haraftrat eru tvær barnamanningar. Fiskurin við dreingjum og Svalan við dreingjum. Fiskurin er fyrrverandi Svanur av Skála, sum Sámal Hansen á sinni smíðaði, og Svalan er gamla Royndin Fríða. Tey fingu jú nýggjan bát í fjør.

Her síggja vit tveir bátar úr Vági rógva barnaróður á ólavsøku. Báturin nummar tólv og trý. (Mynd Hvannrók)

Ítrótturin í Suðuroya hevur altíð havt mín áhuga, tí umstøðurnar eru øðrvísi enn aðrastaðni. Vit kunnu tildømis nevna 10-mannafarið Suðuroying, har nakrir rógvarar arbeiða ella ganga í skúla norðanfjørðs. Teir venja um vikuskiftið, men so venja teir eisini mikukvøld, tá menn koma suður við Smyrli og fara umborð aftur á Smyil hósmorgun. Heilt serligar venjingarumstøður, má sigast.

Síðani fer nógvur ungdómur av oynni eftir miðnámsskúlan, tí tey skulu undir víðari lestur. Tá tey so kanska hava fingið sær góða útbúgving, so eru eingi størv at fáa í Suðuroy. Tí er so torført bæði at manna kappróðrarbátar og so sanniliga eisini flog, hond – og fótbóltslið.

Óført, at Vágs Róðrarfelag megnar at koma við seks mannigum í summar. Vit kundi hugsað okkum at sæð manningarnar rógva ódnartøk, men tað krevur sítt at fara norðanfjørðs við bátunum. (Vagnur)

Tað gongur av skriðuni at fáa mannað kappróðrarbátar í Vestmanna

$
0
0
10-mannafarið Vestmenningur hevur ikki róð FM-róðrar síðani 2014. Tó við eldri monnum á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Tá talan er um føroyskan kappróður, so var Vestmanna einaferð ein av háborgunum. 10-mannafarið Vestmenningur, 6-mannafarið Fortuna og 5-mannafarið Havfrúgvin vóru mest sum altíð við. Vakrir hvítir bátar við grønum stokki. Men nú sýnist, sum ungdómarin í Vestmanna ikki tímir at rógva um kapp, tí bara ein gentumanning úr Vestmanna rør í summar. Nevndarlimur sigur mær, at ein av orsøkunum er eisini stóri aldurmunurin í dreingja-og genturóðrunum.

Havi hugt í hagtølini, og 10-mannafarið Vestmenningur róði seinast í 2014, tó at báturin er mannaður við eldri rógvarum á ólavsøku. Tað kann ikki vera hondbólturin, sum er forðingin, tí fyri ikki so nógvum árum síðani spældu vestmenningar hondbólt um veturin og róðu um kapp um summarið.

VÍF kappróður hevur gott neyst við góðum venjingarumstøðum. (Mynd Hvannrók)

Tey hava frálíkar umstøður í Vestmanna. Gott neyst við venjingaramboðum, góðar bátar, og folk eru eisini í felagnum, sum vilja hjálpa teimum ungu. Men einki bítur á, sigur nevndarlimur.

Seinnu árini hava fleiri vestmannabátar róð, og vit hava sæð bæði Fortunu við monnum og kvinnum og Havfúnnna við gentum og dreingjum. Kann nevna, at kvinnurnar umborð á Havfrúnni vunnu meistaraheitið bæði í 2012 og 2013.

6-mannafarið Fortuna var í fjør at síggja við bæði kvinnum og monnum. (Mynd Hvannrók)

Vestmenningurin sigur, at ein av trupulleikunum er eisini aldursmunurin í dreingja-og genturóðrunum. Vit høvdu tildømis góða barnamanning, sum á sinni vann alt, men tá so nakrir rógvarar vóru ov gamlir, var torført at manna bát, tí rógvarar sóu seg ongan møguleika hava ímóti átjan ára gomlum ”monnum”.

Áhugavert hjá mær at hoyra hetta úr Vestmanna, tí í mín skriving havi eg óteljandi ferðir gjørt vart við júst hetta. Men fólk sita bara hendur í favn og lata standa til. Kann bara endurtaka, at trupulleikin er nógv størri, enn fólk gera sær far um. Vit mugu gera okkum ongantíð ov skjótt, og vit mugu læra av øðrum ítróttagreinum.

Havfrúgvin barnaróður á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Annars sá eg í fjør Vestmenning mannað við eldri rógvarum rógva á ólavsøku. Hugaligt at síggja vakra 10-mannafarið, men eisini við sorgblídni, tí kappróður hevur so djúpar røtur í Vestmanna. Tað átti at borið til at mannað 10-mannafarið og útvega fleiri ungdómsmanningar. Føroyskur kappróður hevur so sanniliga brúk fyri bátunum úr Vestmanna. (Vagnur)

Spell, um vit ikki ikki síggja 6.mannafarið Fortunu mannað við monnum. (Mynd Hvannrók)

Vesturkirkjan vekir serlig barndómsminni við Landavegin

$
0
0
Standmyndin varð avdúkað 5. juni 2006. Hans Pauli Olsen listamaður gjørdi standmyndina .(Mynd Vagnur)

Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á en ella annan hátt dragandi. -Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin.

Tað var spennandi hjá okkum ungu at fylgja arbeiðinum at byggja Vesturkirkjuna. Og vit øtaðust, tá ið menn settu upp stóru jarnbjálkarnar, tí kirkjan, sum máldi 42 metrar til hæddar, kom at vera hægsti bygningur í Føroyum. Kirkjan, sum líkist einum skipi, fellir væl inn í lendi, er einføld, vøkur, stílrein og tignarliga. 800 fólk kunnu sita í kirkjuni, og kirkjan hevur frálíkan kirkjukjallara, har sunnudagsskúlin millum annað heldur til. Í kirkjuni er eitt Frobenius orgul við sekstan stemmum.

Teir grava fyrstu bøkkarnar í 1971. Stóri steinurin, sum vit børn hildu okkum eiga, sæst aftan fyri menninar. (Mynd Árið íð)

24. august 1975 varð kirkjan vígd av Eivindi Vilhelm varabiskupi, meðan danski biskupurin Ole Bertelslen frí “Københavns stift” held vígslurøðuna. Í sambandi við vígsluna vitjaði Ingrid drotning í Føroyum saman nógvum innbodnum gestum úr Danmark. Í byggitíðini kom eg mangan at tosa við ein føroying, sum búði í Danmark. Hann var eitt slags koparsmiður og stóð fyri at leggja koparið á tekjuna. Vit vóru ikki vón at síggja menn arbeiða so høgt uppi á byggipallum.

Kopartekjan lak tíverri, og nakað seinni kom føroyingurin og hansara menn aftur til Føroya at gera kopararbeiðið umaftur. Koparskoytini megnaðu ikki at standa ímóti vesturættini við nógvum vindi og regni, og so var eitt at gera, og tað var at seta uppaftur høgu byggipallarnar og fara til verka enn einaferð. Síðani bleiv kirkjan tøtt.

Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir at fríðka uttan fyri Vesturkirkjuna, og økið vestanfyri kirkjuna við vakra hylinum riggar ótrúliga væl. 5. juni 2006 var standamynd av Sigmundi Brestissyni avdúkað á vakra økinum. Listamaðurin Hans Pauli Olsen gjørdi standmyndina. Fólk eru ógvuliga fegin um Vesturkirkjuna, og nógv fólk koma í kirkjuna bæði ung og eldri. (Vagnur)

Nýggja 5-mannafarið hjá Hósvíkar Róðrarfelag eitur Heykur

$
0
0
Her síggja vit fremst í myndini Falk við gentum. Blái báturin við svørtum stokki stingur stavnin fram. (Mynd Hvannrók)

Í mun til fólkatalið er Hósvíkar Róðrarfelag felagið, sum hevur flest manningar í FM-kappingini. Til tess at fáa meira vita um róðrarfelagið, ringdi eg fyrst til Gunnbjørn Joensen, sum er innarlagið í felagnum tó ikki í nevndini, men tað er ein dóttir hansara. Og rósandi orð hevur Gunnbjørn til ungu fólkini í Hósvíkar Róðrarfelag, tí umframt at tey hava ábyrgd av kappróðrinum, so skipa tey fyri føstalávint tiltaki, eru við í nýggjárshaldinum og ikki at gloyma stóra regatta tiltakinum. Í næstum fáa tey nýtt 5-mannafar, sum skal eita Heykur, og í summar rógva fýra manningar við bláu bátunum við svørtum stokkum. Í Hósvík búgva 320 fólk. Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag eitur Tóki Mørkøre, og hann sigur soleiðis:

– Nýggja 5-mannafarið, sum Terji Reinert Jacobsen av Kjalnesi hevur smíðað, verður í løtuni gjørt klárt til róðarárið. Við bátinum skulu rógva dreingir og dreingir barnaróður. Vit eru ógvuliga spent at fáa bátin.

Falkur við dreingjum barnamanning rør ódnartøk í Havn. Hvíti báturin er Ingibjørg. (Mynd Hvannrók)

– Síðani rógva gentur við Falki, og so er 6-mannafarið Hósvíkingur mannaður við monnum. Tá tú spyrt, um allir rógvararnir koma úr Hósvík, so koma rógvarar úr allari kommununi, tó barnamanningin úr Hósvík.

– Í nevndini er ung evnarík fólk, sum veruliga vilja gera nakað fyri bygdina. Eitt er kappróðurin, men so eru vit við í øðrum tiltøkum í bygdini. Millum annað fastalávint, nýggjárinum, og Regatta eru vit altíð við.

Teir rógva ódnartøk í Havn. Hósvíkingur longst burtur síðani Hvessingur og Gongurólvur. (Mynd Hvannrók)

– Tá tú spyrt um umstøðurnar hjá kappróðrinum í Hósvík, so hava vit frálíkt neyst niðri við sjóvarmálan. Neystið er lætt at síggja, tí tá tú koyrir gjøgnum bygdina, sæst  stóra Jolly lýsingin á neystinum. Summi rópa neystið fyri Jollyneystið, og onkur sigur i skemti ikki Hósvík menn Jollyvík, tí lýsingin sæst so væl.

– Umstøðurnar í neystinum eru frálíkar. Har kunnu standa tríggir bátar, men eisini fýra bátar, men tá er trongt millum bátarnar. Vit hava sjey nýggjar rógvimaskinur, tvær brúsur við vs. Í so máta er venjingarumstøðurnar góðar. Eisini hava vit heilt góðan drátt, so lætt er at flota bátarnar. Uttan iva besti dráttur í landinum.

Bátarnir úr Hósvík eru vakrir bátar. Tað er hesin blái liturin við svarta ovasta borðið og svarti stokkurin. (Mynd Hvannrók)

– Stórur áhugi er fyri kappróðri í Hósvík, og serliga havi vit merkt hetta seinnu árini. Vit skipa eisini nú fyri verkadegi, har limir í felagnum og onnur bretta upp um armar og fara til verka í neystinum. Gera alt klárt til róðrarárið bæði í neysti og bátum, sigur Tóki Mørkøre.

Ì nevndini í Hósvíkar Róðrarfelag eru: Tóki Mørkøre, formaður, hini eru Marni Joensen, Bjørk Lykke Mikkjalsdóttir nývaldur kassameistari, Martina M. Djurhuus, skrivari og Marius Høgnisen. Tiltakslimirnir eru Winný Joensen og Jónas Tungá.

Hósvíkingur við kvinnum í 2013. Vit høvdu vóna at tær róðu í summar, tí báturin var við onkran róður í fjør. (Mynd Hvannrók)

Hyggja vit í hagtølini, so kláraðu bátarnir úr Hósvík seg hampuliga væl í fjør. Falkur barnaróður við dreingjum bleiv í fjør nummar fýra í FM-kappinngin, og genturnar umborð á Falki gørdust eisini nummar fýra í FM-stríðnum.

Áhugavert og gott at hoyra, at ungfólkini í Hósvík soleiðis slóða fyri trivna í bygdini ikki bara innan kappróður men eisini á øðrum økjum. Nýggja 5-mannafarið eitur sum sagt Heykur, og vit gleða okkum at síggja bátin. (Vagnur)

Uppískoytið: Ì 2005 skrivaði eg niðanfyri grein, sum eg haldi skal við. Ti navnið Falkur úr Hósvík hevur alla mína tíð verið kent navn serliga á ólavsøku

Úr myndasavninum – 6-mannafarið Falkur var hansara hjartabarn

Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)
Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)

Eftir ólavsøkuróðrarnar í 2005 skrivaði eg niðanfyri grein um Levi Petersen áhugaverdan eldri víkamann, sum var komin til Havnar at fylgja 6-mannafarinum Falki, sum hann átti. Falkur er í dag 113 ára gamal, og Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði, sum er eitt ár yngri, hava alla mína tíð verið fastir gestir á ólavsøku. Levi Petersen doyði 18. september í 2011.

 6-mannafarið Falkur er hansara hjartabarn

85 ára gamli víkamaðurin Levi Petersen, sum býr í Hósvík, eigur 108 ára gamla 6-mannafarið Falk, sum róði á fleiri stevnum í ár. Levi gongur upp í kappróðurin við lív og sál, og hann fegnast um hvønn kappróður, báturin rør, sigur bátsformaðurin Jóhannes Johannesen, sum hevur róð við Falkinum í nógv ár.

Í Hósvík býr 85 ára gamal maður, sum hevur stóran áhuga í føroyskum kappróðri. Og serligan áhuga hevur hann í sínum egna báti, sum eitur Falkur. Falkur er kent navn í føroyskum kappróðri, tá ið vit tosa um gomul 6-mannafør, sum rógva á fleiri stevnum. Falkur og Greivin róðu kapp á ólavsøku í ár, og Falkur vann róðurin. Bæði Falkur og Greivin eru fleiri enn hundrað ára gamlir bátar. Falk smíðaði bátasmiður av Skipanesi.

Falkur og Greivin hava verið fastir gestir á ólavsøku so langt eg kann minnast. (Mynd Vagnur)
Falkur og Greivin hava verið fastir gestir á ólavsøku so langt eg kann minnast. (Mynd Vagnur)

85 ára gamli Levi Petersen eigur Falk, sum stendur í neystinum hjá Kollafjarðar Róðrarfelag, og tað er kollfirðingurin Jóhannes Johannesen, sum er bátsformaður og hevur róð við bátinum í nógv ár.

– Ja, Levi er nú ein eldri maður, men áhugin fyri Falki er eins góður, og tá ið hann sjálvur róði við bátinum. Levi var á ungum árum sjómaður og arbeiddi seinni í asfaltverkinum í Hundsarabotni. Hann hevði nátturðan við til arbeiðis, tí hann skuldi rógva eftir arbeiðstíð. Og Falkur hevur vunnið nógv steyp, sum standa í heiminum hjá Levi í Hósvík, sigur Jóhannes

– Levi er víkamaður og býr í Hósvik. Falkur er sum sagt gamal bátur, og tað eg veit, stavar báturin úr Vík og hevur altíð verið í ættini hjá Levi. Og Levi gleðir seg sum eitt barn, tá ið várar, tí tá verður Falkur drigin úr neystinum. Levi fylgir væl við, hvussu báturin stendur seg í kappingini, og vinna vit steyp, so fara vit eftir stevnu inn á gólvið hjá Levi við steypinum, og tá hevur hann gjørt okkum ein betri bita. Ein sermerkt løta, sum er hugnaligt og stuttlig.

Levi Petersen avmyndaður við steypum á Kongabrúnni í 2005. (Mynd Christopher)
Levi Petersen avmyndaður við steypum á Kongabrúnni í 2005. (Mynd Christopher)

– Á ólavsøku var Levi fegin. Dóttirin koyrdi hann til Havnar, og tá ið vit komu at landi, var Levi fyri okkum við stórum smíli. Stóltur var hann, tá hann sat í koyristólinum við steypunum í fanginum.

– Sjálvur havi eg róð við Falki og Greivanum síðani einaferð í sekstiárunum. Ella rættari sagt, nú lati eg ungu menninar rógva og stýri sjálvur. Vit venja ikki so nógv, kanska tvær tríggjar ferðir um vikuna áðrenn stevnu. Tað er spennandi og stuttligt, og menn ganga upp í róðurin við lív og sál. Á ólavsøku var stuttligt at vinna á Greivanum, og tað var eisini frøi á monnum, at eigarin eisini var komin úr Hósvík til Havnar at fylgja báti sínum.

Tá ið vit róðu í Hósvík var Levi uppi á vegnum og fylgdi róðrinum. Hann var væl nøgdur við róðrarlagið og ferðina á bátinum, so hann hevur altíð sínar viðmerkingar um róðurin, sigur Jóhannes at enda.

Abbasonur Levi, Hallgrím Hansen, er ikki á felagsmyndini, tí hann er løgreglumaður og skuldi eftir ólavsøkuróðurin heim at fáa sær ein blund, tí hann skuldi til arbeiðis um náttini. Hallgrím er kent navn í Havnar Róðrarfelag, tí hann var við at vinna FM-heitið við Ørvi í 2003. Flestu ørvamenninir fóru umborð á Hoyvíkingin, men tað hevði Hallgrím ikki stundir til.

Mamma Hallgrím segði heimasíðuni, at tá ið byrjar at vára, so ringir abbin mangan til abbasonin og spyr, hvussu gongur at manna Falk. So hjá Levi er mestsum leingi at bíða, til Falkur verður drigin úr neystinum og flotaður.

Vit kunnu leggja afturat, at tað hevur týdning, at føroyskur kappróður er annað enn kapping um stig og FM-heiti. Altavgerandi at eldri rógvarar og yngri rógvarar, sum ikki hava stundir at venja so nógv, eisini kunnu seta seg við árarnar og kappast á stevnunum.Tess fleiri fólk rógva, tess størri gerst áhugin fyri føroyskum kappróðri. (Vagnur)

So venda vit kikaran suður til Tvøroyrar at spyrja um manningar

$
0
0
Vit koma ikki at síggja hesa mynd í summar, tí drekagenturnar eru ov gamlar at rógva genturóður, og ivasamt er um Firvaldur við gentum rør í summar. Firvaldur vann meistaraheitið í 2017 og Drekin bleiv nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

Altíð áhugavert at ringja kring landið til tess at fáa vita, hvussu gongst at manna bátarnar. Vit kunnu bara staðfesta, at nógvastaðni gongst væl at manna ungdómsbátarnar, meðan tað sýnist torført at fáa ung at rógva eftir miðnámskúlan. Tá vilja nógv okkurt annað um summarið. Havi fingið orð á Tóka Hartmann Niclasen úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann er fegin um, at 10-mannafarið Suðuroyingur er mannaður, sum er samarbeiði millum Tvøroyri og Vág. Í løtuni húsast felagið í trimum bingjum, nú nýggja stóra virkið hjá Varðanum Pelagic verður bygt. Og Tóki sigur víðari:

– Tú spyrt um Firvald við gentum, sum vóru so stinnar og seinnu árini og hava vunnið so nógv. Eg kann siga, at Firvaldur við gentum er meldaður til FM-róðrarnar, men genturnar hava ikki enn verið í bátinum. Vit vita ikki rættiliga, um tær rógva ella ikki, sigur Tóki.

Fípan Fagra við dreingjum nærmast vann í fjør meistaraheitið við Sílinum sum nummar tvey. Vit síggja eisini Sílið, Roynda Fríðu og Blik. (Mynd Hvannrók)

Hetta er alt áhugavert, tí er Firvaldur ikki við í summar, so fáa vit nýggjar vinnarar í øllum ungdómsróðrunum. Fara vit fyrst til barnaróðurin, so vunnu genturnar og dreingirnir umborð á Ingibjørg í fjør allar róðrarnar. Men hesir rógvarar eru nú ov gamlir at rógva barnaróður.

Fara vit til dreingja- og genturóðrarnar, so vunnu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík meistaraheitið í fjør, men í ár situr manningin umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga. Genturnar umborð á Drekanum, sum í fjør vóru nærmasti kappingarneytin hjá Firvaldi av Tvøroyri, eru ov gamlar at rógva genturóður. Tí er júst spennandi til tess at fáa vita, um vit í summar síggja Firvald við gentum.

Tær umborð á Ingibjørg, sum vit síggja fremst í Miðvági, eru nú ov gamlar at rógva barnaróður. Ingibjørg vann allar róðrarnar í 2017 (Mynd Hvannrók)

Kappróður hevur djúpar røtur á Tvøroyri, og hvussu gongst so at manna bátarnar, spyrji eg Tóka? – Sum sagt eru vit fegin um Suðuroying, og so hava vit fyribils tríggjar manningar. Firvaldur og Hulda er eru mannaðir við gentum barnaróður, og so er Firvaldur eisini mannaður við dreingjum. Ja, so eru spurningurin við gentunum umborð á Firvaldi.

Vit eru í Klaksvík í 2017, tá Ingibjørg við dreingjum barnaróður fer fyrst um málið. Dreingirnar eru nú ov gamlir at rógva barnaróður. (Mynd Hvannrók)

– Tá tú spyrt um umstøður, so húsast vit í løtuni í trimum bingjum, sum Varðin Pelagic hevur útvegað okkum við bátahylin. Í sambandi við byggingina av nýggja virkinum fáa vit ikki brúkt gamla dráttin, tó at vit fáa brúkt ovaru hæddina í neystinum, sigur Tóki í stuttari samrøðu av Tvøroyri. Sum eg skilji á lagnum, eru røddir frammi um at fáa bygt nýtt neyst.

Altíð lætt at gita, men tað kemur ikki óvart á meg, um barnamanningin umborð á Firvaldi fer ósigrað gjøgnum kappingarárið. Tær vóru heilt frammi í oddinum í fjør, og tær hava enn aldur at rógva barnaróður. Og spennandi at síggja, hvussu fer at hilnast hjá Suðuroyingi.  (Vagnur)

Róðrarsambandið skal tora at bróta upp úr nýggjum, sigur Ísak Mikladal úr Klaksvík

$
0
0
Ísak Mikladal er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Fekk hósdagin áhugavert prát við Ísak Mikladal, formann í Klaksvíkar Róðrarfelag. Frá honum fekk eg góð tíðindi og minni góð tíðindi. Góðu tíðindini eru, at felagið hevur tríggjar evnaríkar manningar umborð á Klaksvíkingi og Páll Fanga við monnum og kvinnum, men so rør bara ein ungdómsmanning í summar, og tað er Fípan Fagri við dreingjum barnaróður. Og Ísak hevur boð um, hví so er.

– Ja, tað er harmuligt, at vit ikki fáa fleiri ung at rógva kapp, tí vit royna alt, vit kunnu, til tess at manna bátarnar. Eg havi ta fatan, at tey ungu tíma ikki at rógva, um tey frammanundan vita, at tey ikki megna at koma fram í oddin. Tey vilja ikki standa aftanfyri menninar umborð á Klaksvíkingi og tildømis dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, sum kláraðu seg so væl í fjør.

– Ein orsøk er eisini, at torført er at fáa fólk at stýra, og her haldi eg, at Róðrarsambandið átti at traðkað til og skipa fyri skeiðum fyri róðursfólkum. Havt ein ráðgeva, sum kundi ferðast kring landið og stimbrað í feløgini, sigur Ísak.

Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri manningini umborð á Klaksvíkingi og ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Teir umborð á Páll Fanga róðu í fjør við Fípuni Føgru. Og sum eg skilji, leggur Martin Venned venjari stóran dent á at fáa kvinnurnar umborð á Páll Fanga kropssterkari og í enn betri venjing, so tær kunnu koma longur fram í oddin. Í fjør vantaði nakað umborð á Páll Fanga.

Vit eru stødd i Hósvík í fjør. Nærmast Ormurin, síðani Klaksvíkingur, Drekin Reyði og Havnarbáturin. (Mynd Hvannrók)

Komi beint nú at hugsa um 8-mannafarið Nevið Reyða, har rógvari í 2016 í Runavík breyt eina ár í startinum, so sjey menn máttu rógva allan teinin, meðan áttindi rógvarin sat frammi í rong. Tað var um reppið, at teir vunnu róðurin við sjey monnum.

Manningin umborð á Klaksvíkingi hevur serligan hugburð. Teir møta altíð til ódnartøkini í væl kenda reyð/hvíta búnanum. Komi at hugsa um mynd, eg tók í fjør, tá teir róðu ódnartøk í Havn. Í Álakeri stóð bilur klárar við alskyns smyrjibreyði og okkurt at drekka til rógvararnar, tá teir komu aftur at landi. Hetta boðaði frá trivna umborð á 10-mannafarinum úr Klaksvík.

Hetta eru ungu menninir umborð á Páll Fanga, sum í fjør róðu við Fípuni Føgru. Spennandi at fylgja ungu monnunum í summar. (Mynd Hvannrók)

Og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg skrivi, at tá Klaksvíkingur og Ormurin á ólavsøku í fjør kappaðust um fyrsta plássið, so hildu 90% av áskoðarunum við Klaksvíkingi. Sigi hetta, tí Ormurin hevur so lítið tilknýti til Havnina. Báturin sæst ikki á Havnarvág um summarið, tí teir venja í Kollafirði. Orsøkin er, at so nógvir klaksvíkingar rógva við Orminum. Styttri at koyra til Kollafjarðar enn til Havnar.

Søguliga myndin av Nevinum Reyða, tá ár brotnaði í Runavík í 2016. Vit síggja áttanda rógvaran sita frammi í rong. Myndin tikin av sjónvarpsskíggjanum. (Mynd Hvannrók)

Í prátinum hósdagin hevði Ísak eisini annað upp á hjartað. Hann sigur soleiðis: – Eg haldi, at Róðrarsambandið skal tora at bróta upp úr nýggjum. Ikki vera bangin at fá kanska ein ella tveir róðrar aftrat, men eisini skal RSF útvega nýggja útgerð til startin.

Klaksvíkingar fáa sær ein bita eftir ódnartøkini í Havn í fjør. (Mynd Hvannrók)

– RSF skal fáa sær nýggja útgerð, har róðursfólkini sleppa frá at loysa bátin úr startinum. Hetta skal alt gerast sjálvvirkandi, har tøknin loysir allar bátarnar úr startinum í senn. Henda útgerð kostar nakrar hundrað túsund krónur, men hetta hevði bøtt um nógv, sigur Ísak at enda.

Leygardagin í aðru viku rógva manningarnar fyrsta FM-róðurin í 2018, og altíð er spennandi at vita, hvussu venjingarstøðan er hjá ymsu manningunum á norðoyastevnu. Vit gleða okkum. (Vagnur)

Vit kundu ynskt okkum fleiri ungdómsmanningar úr Klaksvík. Nærmast Fípan Fagra úr Klaksvík. Tær rógva ódnartøk. (Mynd Hvannrók)

 

 


Seinastu ódnartøkini vóru avgreidd í fagrasta summarveðri í Vestmanna

$
0
0
Nógvir bátar, húsvognar og fólk á bátastevnu í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

Nú stundar til fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Altíð spennandi at síggja, hvussu nógvar manningar rógva fyrstu róðrarnar. Ódnartøkini eru bara ábending, tí fleiri manningar rógva ikki ódnartøk. Vit vóna øll, at FM-róðrarnir í 2018 vera eins væl avgreiddir, sum ódnartøkini. Fekk fyri nógvum árum síðani grøna glaskúlu, sum eg plagi at hyggja í og práta við í sambandi við hondbólt. Glaskúlan hevur mest sum altíð rætt. Í vikuni fari eg fyri fyrstu ferð at spyrja glaskúluna, hvat hon roknar við á norðoyastevnu leygardagin. Spennandi at frætta frá glaskúluni, sum eg fekk eldri havnarmanni. Hann segði mær, at glaskúlan var meira enn vanlig glaskúla og bað meg ansa væl eftir kúluni

Nógv bátar, nógvir húsvognar og nógv fólk vóru á bátastevnuni í Vestmanna. Trygdin var í lagi, og Brimil lá í Vestmannasundi og fylgdi gongdini. Veðrið var av tí allar fagrasta til kappróður. Fyrireikararnir vóru keddir um, at nakrar manningar góvu avboð í seinastu løtu ella slett ikki góvu avboð.

Ætlaði ikki at skriva so nógv um sjálvar róðrarnar í Vestmanna, men bara leggja út nakrar myndir við myndateksti. Úrlitini frá róðrunum eruat síggja á Kapróðrarkjaki. (Vagnur)

Argjabáturin verður ikki lættur at basa á norðoyastevnu leygardagin. Nærmast Argjabáturin og síðani Ørvur. Uttan iva bara trý 8-mannafør leygardagin. Árnfirðingur kemur aftrat. (Mynd Hvannrók)
Barnamanningarnar við dreingjum eru júst startaðar. Nærmast Fípan Fagra, síðani Knúkur, Falkur og Ingibjørg. Aldurin at rógva barnaróður er ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. (Mynd Hvannrók)
Barnaróður gentur. Nærmast Frúgvin, síðani Knúkur og Ingibjørg. Favoritturin at vinna í summar er Firvaldur av Tvøroyri, sum gav avboð til ódnartøkini í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
Her rógva bæði 5-mannafør og 6-mannafør við kvinnum í Vestmanna. Nærmast Páll Fangi, síðani Teistin, Drekin, Lómur, Sílið og Blikur. Sílið var stinnast í Vestmanna. Jallurin og Erla Kongsdóttir róðu ikki, og hesir bátar vera heilt frammi á norðoyastevnu. (Mynd Hvannók)
Góð mynd av kvinnubátunum. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini við monnum í Vestmanna. Nærmast Lómur, síðani Gongurólvur, Rándi og Páll Fangi. Teir umborð á Ránda sýnast væl fyri. Eitt eru 140 metrar í Vestmanna annað er 1000 metrar leygardagin á norðoyastevnu. Spennandi. (Mynd Hvannók)
Dreingjabátarnir nærmast Ingibjørg, síðani Jallurin, Sílið, Drekin og Ørnin. Í dreingjaróðri kanst tú rógva sum 15, 16, 17 og 18 ára gamal. Jallurin, Sílið og Drekin vóru leygardagin fremsti bátar. Nú bíða vit eftir, hvat tildømis Royndin Fríða úr Vági hevur at bjóða á norðoyastevnu. Dreingjaróðrarnir vera óvanliga spennandi í summar. (Mynd Hvannrók)
Gentubátarnir liggja við startin. Nærmast Drekin, síðani Blikur, Tambar, Falkur, Kollur og Knúkur. (Mynd Hvannrók)
Vit skulu minnast til, at tú kanst rógva genturóður sum 15, 16, 17 og 18 ára gomul. Falkur og Tambar vóru stinnastir í Vesmanna. (Mynd Hvannrók)

10-mannaførini eru júst startað í Vestmanna. Klaksvíkingur fekk besta startin. Nærmast Havnarbáturin, siðani Klaksvíkingur og Drekin Reyði. (Mynd Hvannrók)

Eingin ivi um, at Klaksvíkingur leygardagin verður heilt frammi í oddinum. Nú bíða vit eftir, hvat Ormurin og Suðuroyingur hava at bjóða. Nærmast Havnarbáturin síðani Klaksvíkingur í stórum stíli og Drekin Reyði. (Mynd Hvannrók)

 

Mín dýrabara glaskúla hevur talað um FM-róðrarnar á norðoyastevnu

$
0
0
Mín dýrabara glaskúla, sum eg goymi sum reyða gull, hevur sum oftast rætt. (Mynd Vagnur)

Grønu glaskúluna omanfyri fekk eg frá Poul Guttesen, sála, sum var pápi vinnmann mín Finn Bjørn. Glaskúlan er frá gomlum sildagarni, har glaskúlurnar gjørdu, at ovari endin á sildagarninum fleyt í vatnskorpuni. – Hyggur tú í glaskúluna, fært tú svar upp á nógvar spurningur, kundi Poul siga. Eg goymi glaskúluna sum reyða gull, og tá eg á sinni nakrar ferðir spurdi glaskúluna um ymist innan hondbólt, fekk kúlan mest sum altíð rætt. Nú fari eg fyri fyrstu ferð at spyrja glaskúluna um kappróður. Glaskúlan svarar altíð ógvuliga einfalt, men spennandi, um hon tímir at  svara.

Glaskúlan er ikki í iva: Sølmundur við kvinnum vinnur greiðan sigur á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Tá eg spyrji glaskúluna um 10-mannafarsróðurin á norðoyastevnu leygardagin, gongur rúm løta, áðrenn svarið kemur. Helt, at har kom einki svar, men so hómast svarið í kúluni . – Klaksvíkingur og Ormurin fara at kappast um fyrsta plássið, har Klaksvíkingur er favoritturin. Drekin Reyði og Suðuroyingur fara at togast um triðja plássið, meðan Havnarbáturin hevur torført at fylgja við. Nú vónaði eg eitt meira beinrakið svar, men kúlan skal kanska venja seg at meta um kappróður.

Svarið um 8-mannafarsróðurin er ógvuliga stutt. – Argjabáturin  vinnur róðurin, meðan Árnfirðingur og Ørvur kappast um triðja plássið. Kúlan svarar eisini skjótt um 6-mannaførini við monnum. Rádni vinnur róðurin, meðan Gongurólvur og Páll Fangi togast um annað plássið. Teir umborð á Gongurólvi eru ikki í nóg góðari venjing, og ungu menninir umborð á Páll Fanga skulu venja seg at rógva í 6-mannafari.

Glaskúlan sigur púra greitt, at Firvaldur við gentum vinnur barnaróðúrin á norðoyastevnu. Bátarnir á myndini eru nærmast Ørnin, síðani Firvaldur, Knúkur, Ingibjørg og Havørnin, sum er úr Sandavági. (Mynd Hvannrók)

Nú gjørdist eg spentur til tess at vita, hvat var frætta úr glaskúluni um barnaróðrarnar. Har kom heilt skjótt svar. Firvaldur við gentum vinnur greitt genturóðurin, meðan glaskúlan dró leingi á at koma við nøvnum á dreingjabátunum. Eg síggi nøvn sum Falk, Ternuna og Ingibjørg, og har hómast onkur bátur úr Suðuroy. Einki greitt svar.

Tá, eg spurdi glaskúluna um 5-mannaførini við kvinnum, gekk long tíð, áðrenn svarið kom, men so kom svarið.- Jallurin vinnur á norðoyastevnu í harðari kapping við Erlu Kongsdóttir og Sílið. Greitt svar, má sigast. Eisini gekk long tíð, til svarið kom um dreingjaróðurin, og her nevnir glaskúlan fýra bátar. Jallin, Sílið, Drekan og Royndina Fríðu. Hon peikar serliga á Jallin og Sílið, sum eru klárastu nøvnini í glaskúluni.

Skjótasta svarið úr glaskúluni kom, tá eg spurdi um 6-mannaførini við kvinnum. Beinanvegin stóð har klárt bjart gult navn. Sølmundur. Kámastu nøvnini í glaskúluni eru 5-mannaførini við gentum. Har síggjast bara fýra nøvn langt inni í kúlini. Nøvnini eru Tambar, Falkur, og meira kámt Blikur og Drekin. Einki endaliga greitt svar.

Spennandi at vita, um glaskúlan fær rætt, ella hon ikki hevur so stóran áhuga í kappróðri. Lívst so spyrt. (Vagnur)

Róðrarfelagið Tindur (Gøta/Leirvík) fær í næstum nýtt 5-mannafar

$
0
0
5-mannafarið Knúkur úr felagnum Tindi (Gøta/Leirvík) vann í Vestmanna fyrsta sigurin til felagið. (Mynd Hvannrók)

Gøta og Leirvík eru gamlar róðrarbygdir, og vit, sum eldru eru, minnast 8-mannaførini Gøtu Trónd og Leirvíking, ja, og 5-mannafarið Skuran úr Gøtu. Men nú er nógv ár síðani, at róð hevur verið um kapp í Gøtu og í Leirvík, tó so, fleiri rógvarar hava róð við ÌF kappróðri og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur. Í februar mánað í fjør skrivaði eg grein um felagið, og nú eitt ár er iðið, spyrji eg Gudny Langgaard forkvinnu í felagnum, hvussu er gingist higartil at fáa til vega bátar og at manna bátarnar.

Her síggja vit Knúk rógva ódnartøk í Vestmanna. Nærmast jkjkjk, síðani Knúkur, Falkur og Ingibjørg. (Mynd Hvannrók)

– Triggjar manningar úr Tindi rógva í summar, og eru tað 5-mannafarið Knúkur barnamanning við dreingjum og gentum, og síðan Knúkur mannað við gentum. 5-mannafarið Knúk hava vit  fingið av Tvøroyri, sum áður æt Firildur, sum er ein eldri Firvaldur, sum Sáman Hansen á sinni smíðaði. Nú bíða vit spent at fáa nýtt 5-mannafar, sum Sámal Hansen hevur smíðað okkum. Vit vóna, at báturin er klárur at flota i jkjkj, sum næstu FM-róðrar, sum er sundalagsstevna í Hósvík 17. juni.

Knúkur við dreinjum barnaróður. (Mynd Hvannrók)

– Tú spyrt um neyst og venjingarumstøður? – Bátarnir 5-mannafarið Knúkur og 6-mannafarið Tindur standa í neysti í Norðagøtu. Vit hava fingið tíggju níggjar rógvimaskinur, og so fegnast vit um at hava fingið venjara at venja tey ungu. Hetta er John Høgnesen, sum á sinni róði við bátí Leirvík. LÍF kappróður, sum vit eldri minnast so væl. Vit keyptu eisini 6-mannafarið Sølmund, nú tey í Runavík fáa nýtt 6-mannafar. 6-mannafarið eitur Tindur, sigur Gudny Langgaard í stuttari viðmerking.

Knúkur við gentum. (Mynd Hvannrók)

Vit kunnu leggja aftrat, at Knúkur vann sín fyrsta sigur nakrantíð til felagið, tá  Knúkur við gentum barnaróður vann ódnartøkini í Vestmanna. Tey í Tindi vita, at Firvaldur av Tvøroyri, sum rør heilt væl, var ikki við, men genturnar ætla sær at spenna seg út á norðoyastevnu. Vit eru nógv sum fegnast um, at gongd er komin í aftur kappróður í Leirvík og Gøtu. (Vagnur)

Nú er kunngerðin ávegis um skjóttgangandi bátar og skutarar á Havnarvág

$
0
0
Skútarar av hesum slag hava einki at gera inni á vágunum í Havn. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Vit minnast syrgilig vanlukkuna á Keypmannar havn, tá vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum var fongslaður fyri óviljað manndráp, og onnur nýggju ungfólk vóru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Men er kunngerðin ávegis, verður sagt frá Sjóvinnustýrinum. Um hesa tíðina í fjør segði havnarmeistarin í Havn og løgreglan við Hvannrok. Svarini vóru stutt.

Hetta skeltið var fest á Molan í Havn, men nú er tað burtur. (Mynd Vagnur)

Havnarmeistarin í Havn sigur, at tey ynskja ikki hesar skjóttgangandi skutarar á Havnarvág, men trupulleikin hjá Tórshavnar Havn er, um tey løgfrøðiliga kunnu gera nakað, tá eingin lóg er at halda seg til. Sjálvandi kann ásetast hámark, hvussu skjótt bátar, og skip og skutarar kunnu sigla á vágunum, men at bannað skutarum at sigla yvirhøvur er ivasamt. – Vit vita og síggja vandan, og serliga, tá skjóttgangandi skutarar hava fólk á vatnskíð hangnandi aftur úr sær. Vit mugu kannað tað løgfrøðiliga á økinum, sigur havnarmeistarin í stuttari viðmerking.

Eg havi eisini tosað við løgregluna í Havn, og har er mest sum sama svarið. Har var eisini sagt, at einki lógarverk er í Føroyum um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar. Løgreglumaðurin, eg tosaði við, segði, at tey hava tosað um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar, men einki lógarverk er at halda seg til. Um fólk meldað, so viðgera tey sjálvandi hvørt einstakt mál, fekk eg í stuttum at vita frá løgregluni. í Danmark skalt tú hava koyrikort til tess at sigla við vatnskutarum, men í Føroyum krevst einki sum helst.

Ymiskar støddir fáast av vatnskutarum. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Nógv ferðsla er á vágunum í Havn og serliga um summarið, tá ferðamannaskipini koma til landið, stuttleikabátarnir vera meira brúktir, og nú serliga nógvir kappróðrarbátar fyrireika seg til róðrarárið. Eitt er vist, at missir ein vatnskútaførari tamarhaldið á skutaranum, og hann rennur við nógvir ferð á kappróðrarbát, so fer kappróðrarbáturin fyrst í smildur og vandi er fyri ógvusligum skaðatilburðum. Hetta má og skal ikki henda.

Nú komið eg nógv í Álaker, og eg havi sæð longu í vár vitleysa sigling nær landið og nær kappróðrarbátum. Tað kann tykjast løgið, at koyrir tú  á vegunum 30 km/t skjótari enn loyvda markið, so missir tú koyrikortið og skal til nýggja koyruroynd. Men siglur tú 80/100 km/t á vatnskutara tildømis fram við Molanum í Havn, so hendur einki. Eingin ferðslukanning av nøkrum slag, einki aldursmark og eingin lóggáva. Hetta líkist sjálvandi ongum.

Katamaranurin, sum siglir millum Havnina og Nólsoy er vandamikil fyri kappróðrarbátarnar. Hann siglir ov skjótt innan fyri Molan og gevur stórar aldur frá sær.

Í Føroyum er mangan so, at stór ólukka skal fyrsta henda, áðrenn nakað munagott verður gjørt. Eg haldi, at róðrarfeløgini eiga at venda sær til Tórshavnar kommunu og fáa politiska myndugleikan at bannað vatnskutarum at sigla á vágunum í Havn. Síðan skulu vit beinavegin fáa gjørt eina lóggávu á økinum. Spurningur er bara um tíð, til at álvarslig hending hendur á Havnarvág. Einaferð var fest stórt skeltið á Molan vetureftir . Og har stóð: Max 4 knots, men skeltið er tikið niður.

Eg haldi, at tíðin er komin at gera nakað munagott við stóra trupulleikan. Her eiga Fiskiveiðueftirlitið, Sjóvinnustýrið. løgreglan og umboð fyri stóru havnarnar at funnið saman, tí trupulleikar eru eisini við skjóttgangandi bátum, sum sigla alt ov nær landið ymsastaðni í Føroyum. Annars síggi eg, at vatnskutarar kosta frá 45.000 krónur til 150.000 krónur. Tað velst alt um stødd á skutara og motori.

Uppískoytið: Nú er eitt ár farið, síðani eg skrivaði greinina, men enn er sama skilið á Havnarvág. Aftur havi eg vent mær til løgregluna, Sjóvinnustýrið og havnarmeistaran, og har verður sagt, at arbeitt verður av øllum alvi at snikka saman kunngerð um vatnskutarar og skjóttgangandi bátar á vágunum.  (Vagnur)

Fríggjadagin umvældu menn frá Sílaveiðufelagnum sílatrappur í Sandá

$
0
0
Hugagóðir menn umvæla sílatrappurnar. Gróðlaðarin Adrian Strauss Joensen stendur fyri arbeiðinum. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin kom eg í Sandagerð at hyggja at, meðan teir umvældu sílatappurnar í Sandá, Hesaferð við fossin. Tað var miðsleiðis í 1950-árunum, at menn gjørdu fyrstu sílatrappurnar í Sandá. Hetta var gjørt til tess at hjálpa sjósílunum at koma niðan í ánna á gýta. Sílini fara síðani aftur á havbit at vaksa seg stór fyri síðani at koma aftur í ánna. Sjósílini er kná, men tey hava sína avmarkingar, tí verða sílatrappur gjørdar.

Sílatrappurnar eru høgrumegin í fossinum. Fossurin er vakur, tá nógv vatn er í ánni, men tað var tað ikki fíggjadagin.. (Mynd Vagnur)

Tá áarføri er, stendur nógv á sílatrappunum, og tær slítast eisini, tá eyrur og smásteinar koma oman við ánni. Teir tøma eisini sílatrappurnar fyri grót og eyr, so tær eru rúmar og nóg djúpar hjá sjósílunum at ferðast í. Sílatrappurnar vóru umvældar einaferð í 1980-árunum, og nú var tíð at umvæla tær enn einaferð.

Her síggja vit, hvar sílatrappurnar eru. Her er vatn í ánni, og teir mugu byrgja fyri, so teir fáa laðað og stoypt. (Mynd Vagnur)

Sandá er friðað, og tú mást hava loyvi at gera átøk í ánni. Arbeiði at umvæla sílatrappurnar er eisini í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Tá umvælingin fer fram, má áin vera lítil, og vatnið leiðast aðrar vegir. Vit mugu vera væl mannaðir, tí betong skal blandast og bera, sigur Óli Petersen, sum er skrivari í Sílaveiðufelagnum.

Nú er sílatrappugongin turr, og teir kunnu fara til arbeiðis. (Mynd Vagnur)

Meðan eg stóð har og eygleiddu menninar, reika tangarnir aftur í barnaárinum, tá vit fangaðu glasállar, júst har teir umvældu sílatrappurnar. Eg spurdi, um teir sóu nakað til glasállar. Jú, ein hevði fanga tríggjar glasállar. Vit ungu lærdu jú at svimja í Sandá og tveimum hyljum longri upp í Sandá. Í Mylluhylinum og ein minni hyli longri uppi. Tað er grótlaðarin Andrian Strauss Joensen við hjálp frá monnum úr Sílaveiðufelagnum, sum fríggjadagin  umvældu sílatrappurnar. Í september mánað í fjør umvældu teir sílatrappurnar við Mylluhylin. (Vagnur)

Hugaligt at síggja menn í Sandá. Teir er nú lidnir at laða og stoypa.  (Mynd Vagnur)
Sílatrappurnar skulu eisini av og á reinsast fyri grót, sum kemur oman við ánni. (Mynd Vagnur)

 

 

Róðrarnir vóru væl avgreiddir á norðoyastevnu – altíð nøkur óvæntað úrslit

$
0
0
Ormurin vann tryggan sigur við Klaksvíkingi og Suðoyingi í hølunum. (Mynd Hvannrók)

Nú RSF hevði sett klokkutíð á róðrarnar, var eg spentur, um tíðirnar fóru at halda. Frálík róðrarlíkindi, men tað byrjaði ikki væl, tí vit mistu smáar tjúgu minuttir í fyrsta FM-róðrinum, sum skuldi byrjað klokkan 15.20. Men tey megnaðu at vinna tíðina innaftur, og 10-mannaførini byrjaðu til tíðina klokkan 17.20. Frálíkt, og vónandi verður góðan avrikið í Klaksvík eisini á hinum stevnunum. Frálíku myndir tók Guðrið Patursson. 

Sá fyrst nakrar róðrar á telduskíggjanum, og tveir hoyrdi eg í Kringvarpinum. Nú havi eg allar róðrarnar í KVF. Frálíkar myndir og serliga frálíkar nærmyndir. Frásøgnin eisini góð frá Suna Merkistein, og frálíkar viðmerkingnar frá Ludvíki við Stein. Tó haltar at benda rætt nøkur bátanøvn og kanska seta seg eitt sindur inn í, hvat rørir seg á róðrarøkinum kring landið.

Kom óvart á nógv, at Drekin við dreingjum vann, tí Jallurin og Sílið vóru mettir at kappast um fyrsta plássið,. (Mynd Hvannrók)

Nú kanst tú síggja róðrarnar í Kringvarpinum, og róðrarnir koma eisini á heimasíðuna hjá KVF, so nógv er ikki hjá mær at leggja aftrat róðrunum. Tó so.

Úrlini í dag vóru á leið, sum vit roknaðu við, tó við serliga trimum undantøkum. Roknaði heilt vist við, at bátarnir næst Kósabrúnni og landinum har høvdu lítlan fyrimun og serlig við lotinum undan. Tað hilnaðist betur serliga seinast í róðrunum, sum vóru nærmast Kósabrúnni, og soleiðis hevur altíð verið, tí undanvindurin og harvið aldan far meira ferð á seg inni við land enn mitt á fjørðinum. Vit kenna hetta frá undir Molanum í Havn.

Haldi, at tað er sera óheppið, at fimtan gentumanningar standa at rógva á norðoyastevnu, og tríggir bátar møta ikki. Kundi spurt, um skipanin við tilmelding og frámelding ikki riggar nóg væl í RSF. Har vóru jú fleiri bátar á startlistanum, sum ikki róðu í Klaksvík. Hetta má RSF fáa skil á til næstu stevnu.

Tambar fer fyrstur um málið, síðani Blikur og Frúgvin. (Mynd Hvannrók)

Og tá talan er um undantøkini, kom óvart á meg, at Drekin við dreingjum vann, sjálvt um eg veit, at teir eru óførir, men teir eru jú bara annað árs dreingir. Sílið var har sum væntað og eisini Jallurin. Hesir bátar metti eg at fara við sigrinum.

Hevði ikki roknað við, at ungu menninir umborð á Páll Fanga, vóru so stinnir. Ungir menn í toppvenjing, og teir róðu í heilt øðrum ”gearið” enn hinar tríggjar manningarnar. Tildømis Rádni og Gongurólvur vunnu jú ódnartøk, men munur er at rógva 140 og 1000 metrar. Vil siga uppvísningsróður av Páll Fanga, har fýra rógvarar eisini kunnu rógva dreingjaróður.

Eisini kom óvart á meg, at Jallurin við kvinnum ikki megnaði at  fylgja við. Við HR brillum væl nøgdur við kvinnurnar umborð á Sílinum, men tað sýntist, sum Erla Kongsdóttir rann eftir ánni undir Kósabrúnni seinastu 300 metrarnar. Spennandi, tá bátarnir Sílið, Jallurin og Erla Kongsdóttir ligga borð um borð.

Erla Kongsdóttir leyp avstað í endaspurtinum. Sílið bleiv nummar tvey og síðani Jallurin. (Mynd Hvannrók)

Genturóður endaði júst, sum eg roknaði við. Blái báturin stinnastur og eisini Blikur og Frúgvin. Drekagenturnar, sum eru komnar frá barnaróðrinum kláraðu seg eisini væl. Her kemur til sjóndar, hvørjar gentur eru eldri og yngri, tí tú kanst rógva genturóður bæði sum 15, 16, 17 og 18 ár.

Spennandi 10-mannafarsróður. Klaksvíkingur og Suðuroyingur fingu ikki góða start, meðan Ormurin reyk avstað. Teir róðu ómetaliga væl. Ògvuliga áhugavert aftur at síggja Suðuroyingin, sum mundi tikið Klaksvíking á mállinjuni. Eisini spennandi á næstu stevnu, har fremstu bátarnir koma at liggja borð um borð. Ùrslitið gjørdist júst, sum eg roknaði við, tó eg væntaði mær meira av Klaksvíkingi. Betri start næsta ferð, so er Klaksvíkingur halt frammi í í oddinum .

Argjabáturin verður torførur at taka í summar. Árnfirðingur bleiv nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

Argjabáturin verður ringur at taka í summar, og har var eisini spell, at Heiðabáturin ikki róði, sum annars stóð á startlistanum. Árnfirðingur stóð seg væl undir landinum, men Ørvur megnaði bert at fylgja við fyrstu hundrað metrarnar.

6-mannafarið Sølmundur við kvinnum fær uttan iva onga kapping í summar. Annars áhugavert at fylgja kappingin um annað plássið millum Smyril og Páll Fanga, har Smyril var væl við fyrst í róðrinum. Spell fyri henda bólk, at bátar sum Rádni, Jarnbard, Gongurólvur og Fortuna ikki síggjast á vágni. Tí verri er eingin mynd av 6-mannafarsróðrinum.

Frálík avrik av ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Rándi, Gongurólvur og Lómur megnaðu slett ikki at fylgja ungu monnunum umborð á Páll Fanga. (Mynd Hvannrók)

Barnaróðurin havi eg ongan møguleika at siga nakað um, tí róðurin var ikki stroymaður. Myndir frá barnaróðrunum koma á heimasíðuna.

Taka vit saman um róðrarnar á norðoyastevnu, so kunnu vit staðfesta nakrar góðar og minni góðar niðurstøður. Fimm 10-mannafør er frálíkt, men bara trý 8-mannafør og fýra 6-mannafør við monnum boðar ikki frá góðum.

Ungdómsmanningarnar eru fækkaðar nakað og serliga barnamanningar. Gentumanningar og dreingjamanningar halda á leið tørn, meðan vit áttu at sæð fleir 5-mannafør við kvinnum. Serliga illa stendur til við ungdómsmanningum í Runavík og har á leiðini, í Klaksvík og Vestmanna. Hildu hesi pláss tørn, so var alt øðrvísi á startlistanum. (Vagnur)

Barnamanningarnar eru fækkaðar 30 % síðani í fjør

$
0
0
Aldurmunurin er alt ov stórur í barnaróðrinum. Her síggja vit

Tá vit hyggja at úrslitunum í barnaróðrunum, so síggja vit, hvussu stóru fjarstøðan er millum fremsta og aftasta bátin. Orsøkin er ógvuliga einfald. Tey ungu kunnu rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. Bæði stødd, vekt, aldur og royndir eru ymiskar umborð á bátunum. Vit hava eisini fekst tildømis dømi umborð á Ingibjørg við dreingjum, sum vann allar barnaróðrarnar í fjør. Nú rógva teir dreingjaróður og hava ongan møguleika at koma fram í oddin. Havi sagt tað fleiri ferðir áður. Róðrarsambandið skal fáa endurskoðað aldursmørkini og hyggja at øðrum ítróttagreinum, har tú í bóltspølunum ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu ikki bara lata standa til.

Í dreingjaróðrinum á norðoyastevnu fór Fiskurin úr Vági fyrstur um málið. Næstur Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra úr Klaksík. Í genturóðrinum fór sum væntað Firvaldur fyrstur um málið við Knúki og Frúnni í hølinum. Vit síggja eisini, hvussu stórur munurin er í genturóðrinum, tí vit skulu minnast til, at manningarnar rógva bara 500 metrar. Niðanfyri síggja vit nakrar myndir, sum vit tóku í Klaksvík.

Havi hugt í hagtølini, og har síggi eg, at barnamanningarnar  eru minkaðar 30% síðani í fjør. Í 2017 róðu tólv dreingjamanningar og ellivu gentumanningar barnaróður á norðoyastevnu. Í ár róðu níggju dreingjamanningar og sjey gentumanningar. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá barnaróðinum. (Vagnur)

dsdsd
Hugaligt at síggja kappróðrarbátarnar á vognum. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit nærmast Spógvan ú Runavík og Svaluna úr Vági. Hetta er barnamannignar. (Mynd Hvannrók)
Fípan Fagra úr Klaksvík barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg úr Havn barnaróður (Mynd Hvannrók)
Genturóðruin er av, sum summar gentur sýnast útlúgvaðar. (Mynd Hvannrók)
Havørnin úr Sandavági er vakurt navn at geva kappróðrarbáti. (Mynd Hvannrók)
Drátturin í Klaksvík. Har standa menn og hjálpa rógvarunum at flota bátin. (Mynd Hvannrók)
Her eru vit í málbilinum, har vit síggja persónur úr Róðrarsambandinum. (Mynd Hvannrók)
Endaboyurnar. (Mynd Hvannrók)
Nýggju steyp og níggju róðrar. (Mynd Hvannrók)

 


Bara 6-mannaførini við monnum eru fækkað heilt nógv seinastu tíggju árini

$
0
0
Vøkur góð mynd av Páll Fanga á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Havi til stuttleika hugt eitt sindur í hagtølini frá 2008 til tess at síggja, hvussu gekk tá at manna bátar kring landið. Bátatalið er á leið tað sama í øllum bátastøddum uttan 6-mannaførunum við monnum.

Allar ungdómsmanningarnar halda á leið tørn pluss og minus tveir/tríggjar bátar í bólkunum. Serliga sæst, at 6-mannaførini við monnum eru farin afturi eftir hali, tí í 2008 róðu átta 6-mannafør við monnum á norðoyastevnu, og heili tólv bátar á ólavsøku. Á norðoyastevnu leygardagin róðu bara fýra 6-mannafør við monnum og bara trý 8-mannafør. 8-mannaførini hava verið fá seinnu árini.

Tað eru serliga tvey økið í landinum, sum hava mist fótafestið. Róðrarháborgirnar Vestmanna og Runavík eru fánaðar, og í Vestmanna rør bara ein gentumanning. Í Klaksvík vanta ungdómsmanningar, tí meðan Klaksvíkingur og Páll Fangi við monnum og kvinnum eru har, so rør bara ein barnamaning.

Mynd Hvannrók

Havi sjáldan sæð so vakra kappróðrarmynd, sum hana ovast. Talan er um Páll Fanga, sum vann á norðoyastevnu. Guðrið Patursson tók leygardagin myndina fyri Hvannrok.fo. Fyri ólavsøku í fjør, tosaði eg í Álakeri við manningina umborð á Fípuni Føgru, og teir søgdu mær, at í 2018 fóru teir at rógva við Páll Fanga, tí teir vildu fylgjast. Tveir rógvarar vóru vorðnir ov gamlir.

Her síggja vit 6-mannaførini við kvinnum á norðoyastevnu. Stórur munur, og royndu og vælvandu kvinnurnar umborð á Sølmundi vera ringar at vinna á í summar. Ein úrvalsmanning, má sigast. (Mynd Hans Højgaard) 

Áhugavert at síggja, hvussu høgt Páll Fangi flýtur á sjónum. Lættir unglingar í toppvenjing. Hetta boðar frá góðu, tá talan er um Klaksvíking næstu nógvu árini. Kanska komu ungu menninir umborð á Páll Fanga nakað lætt til sigurin, tí hini 6-mannaførini sýntist ikki at vera í nóg góðari venjing. Eingin ivi um, at tættari verður í Kollafirði leygardagin. (Vagnur)

Úr myndasavninum – 32 ár síðani Ove Joensen framdi bragdið

$
0
0
Ovi Joensen í "Daniu Victoriu" sum bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúgvi smáðaði.
Ove Joensen í “Daniu Victoriu” sum bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði.

Mánadagin 11. august 1986 klokkan 16.20 ritaði gamli sjógarpin úr Nólsoy Ove Joensen navn sítt klettfast í søguna sum ein av heimsins djarvastu monnum. Eini 25.000 fólk fólk stóðu fram við tí kilometrarlongu Longulinjubryggjuni og fagnaði Ova, tá hann í “Dianu Victoriu” millum tveir føroyskar bátar og stórum og smáum førum afturúr sær róði inn i Keypmannahavnar havn. Onnur 5.000 fólk tóku ímóti honum, tá hann eftir mikið stríð og strev veittraði tútahúgvu síni í aðrari hondini og føroyskum flaggi í hinari, lendi undir Havfrúnni. Millum annað hetta skrivaðu Leivur Hansen og eg i myndinaárbókini, vit góvu út í 1986.

– Hetta er ótrúligt. Eg fati einki av hesum, hetta er størsta løtan í lívi mínum, segði Ove Joensen, tá hann hevði fingið trogað seg ígjøgnum mannamúgvuna til almennu móttøkuna og var komin nøkulunda til sín sjálvs aftur eftir ta framúrskarandi móttókuna. Ove Joensen byrjaði ferð sína úr Nólsoy tann 1. juli. Tá ið hann hevði sagt sínum kæru og øðrum farvæl, sum komin á bryggjuna, fór hann undir triðju royndina at rógva úr Føroyum til Keypmannahavnar. Báðar ferðir frammanundan mátti hann gevast, tá hann var komin til Hetlands, tí veðrið forðaði honum í at halda fram.

Ove mussar Havfrunna og veittrar við føroyska flagginum til stóru mannamúgvuna.
Ove mussar Havfrúnna og veittrar við føroyska flagginum til stóru mannamúgvuna.

Hera ferð legði hann frá landi ein mánað fyrr enn í 1984 og 1985. Við sær í “Dianu Victoriu” hevði hann dukkuna Anju, sum systurdóttir hansara hevði givið honum. Hann hevði 100 litrar av vatni, 15 litrar av mjólk, 15 litrar av juice og skerpikjøt, turra grind og fisk. Hesuferð var hann eisini betur útgjørdur  við tekniskari útgerð. Eisini hevði hann hesuferð við sær gummi bát, og Ove segði fyri fráferðina: – Eg kenni meg nógv tryggari nú, hóast báturin nú er væl tyngri og vigar tað sama sum eitt fullmannað seksmannafar.

Spell, at Ove Joensen ikki er millum okkum longur,
Spell, at Ove Joensen ikki er millum okkum longur,

Hugskotið til ferðina fekk Ove í 1977, tá hann sigldi úti í verðini. Hann frætti um mann, ið hevði gjørt eina tílíka ferð millum Australia og New Zealand, og síðan kom hetta at vera stóri dreymurin hjá Ova. Bragdið hjá Ova varð mett at vera so stórt, at hann var boðin til móttølu á Amalienborg, har drottningin og Poul Schlütter forsetiráðharri  tóku ímóti. Og móttøkan var ikki minni, tá ið mest umrøddi maðurin í danska kongaríkinum tann 20. september 1986 steig á land aftur í Nólsoy, har 2000 fólk vóru samankomin. – Ove hevur neglt navn sítt í søguna. Í dag ert tú hetja okkara, segði Napoleon Hansen bygdaráðsformaður í Nólsoy.

– Tit skulu fáa ein svimjihyl frá mær, tað skal eg lova tykkum, segði Ove og helt fram. – Eg geri tað aldri aftur, endurtók Ove, tá hann aftur hálsfevndi móður sína Olevinu Joensen, og sum var hjartansfegin um at hava fingið son sín heim aftur.

Ove Joensen kom ikki at uppliva svimjihyl í Nólsoy, tí stutt eftir stóra “baragdið” í 1986 druknaði Ove á deyðavatni á Skálafjørðinum. Syrgiliga hendingin á Skálafjørðinum fór fram 26. november 1987. Vit skriva nú 2013, men enn er eingin svimjihylur komin í Nólsoy, sjálvt um savnað er inn til verkætlanina líka síðani Ove róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar. Møguliga svimjihylin í Nólsoy fari eg at venda aftur til í seinnu grein. Ove Joensen er grivin í kirkjugarðinum í Nólsoy, og báturin “Diana Victoria” stendur í neysti í Nólsoy. (Vagnur)Ove 6

 

Blikur av Argjum við gentum var einasti nýggi vinnarin á sundalagsstevnu

$
0
0
Spennandi róður millum Erlu Kongsdóttir og Sílið við kvinnum í endaspurtinum. (Mynd Hvannrók)

Sum ítróttaskrivari og eygleiðari var eg alt ikki væl nøgdur við avrikið í Kollafirði. Í allar fagrasta róðrarlíkindi, eydnaðist ikki at avgreiða róðrarnar til tíðina. Eftir róðurin við 6-mannaførunum við kvinnum vóru upplýstar nýggjar tíðir. Gentubátarnir skuldu annars til startin klokkan 14.50, men ikki fyrr enn hálva tíma seinni klokkan 15.20 komu bátarnir til startin. Hetta er ikki nóg gott. Bryndis Maria Jóhonnudóttir tók myndirnar fyri Hvannrok.fo. 

Hvør orsøkin er, er líkamikið, tí tankarnir eru allar fyrst hjá rógvaranum, sum skulu fyrireika seg til róðurin millum annað hita upp. Ja, so eru tað áskoðararnir á bryggjuni og kring landið. Hetta er bara ikki nóg gott.

Skilji ikki rættiliga, hví man setir tíðir á róðrarnar, tá man í allar bestu róðrarlíkindum ikki megnar at halda tíðirnar. Hetta hendi eisini fleiri ferðir seinasta ár. Tá tað er sagt, gekk væl at starta bátarnar. Frásøgnin góð og myndirnar góðar í Kringvarpinum, men tað gongur framvegis ikki væl at benda bátanøvnini. Báturin eitur Klaksvíkingur og ikki Klaksvíkingurin og Falkur og ikki Falkurin.

RSF skal leggja alla orku í at halda ásettu tíðirnar. Hetta hava serliga rógvararnir uppiborið. (Mynd Hvannrók)

Men so til róðrarnar. Fara vit fyrst til gentubátarnar, so vóru tað ikki teir fremstu bátarnir, og teir, sum fóru við heiðursmerkjunum, sum fingið besta startin, tí Falkur, Báran og Beinta dógu beinanvegin frá. Men longri inni um 300 metrar var fatastiskt at síggja Blik, Tambar og Drekan eina løtu togast stavn um stavn.

Tambar vann á norðoyastevnu, men nú fór Blikur við sigrinum og Drekin bleiv nummar trý. Skal leggja aftrat, at drekagenturnar róðu í fjør barnaróður umborð á Ingibjørg, so tær eru heilt vist væl nøgdar við bronsumerkini. Tú kanst rógva genturóður sum 15,16, 17 og 18 ár.

Spennandi endaspurtur í genturóðrinum, har tær umborð á Bliki megnaðu at knógva Tambar. Drekin nummar trý og Beinta nummar fýra. (Mynd Hvannrók)
Her mynd av gentubátunum úr øðrum vinkli. Nærmast Drekin, síðani Blikur, Tambar, Beinta, Báran, Falkur og Sílið. (Mynd Hvannrók)

Uttan at taka nakað frá sigursvandu kvinnunum umborð á Sølmundi, so var stóra upplivilsi at síggja kvinnurnar umborð á Smyrli úr Vági. Tær vunnu sær hálvan sigur í Kollafirði, tí tær blivur nummar trý í Klaksvík, og í Kollafirði nummar tvey.

Fara vit til fjarstøðuna hjá Smyrli fram til Sølmund, so minkaði munurin fram til Sølmund frá ellivu sekundum á norðoyastevnu niður í seks sekund í Kollafirði.Tær rógva ómetaliga væl, og meira áhaldndi umborð á Smyrli, so kunnu tær geva Sølmundi veruliga kapping.

Sølmundur vinnur tryggan sigur, men fjarstøðan aftur til Smyril er minkaður. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit Lóm av Argjum. (Mynd Hvannrók)

Í dreingjaróðrinum leyp Jallurin avstað og var hálva bátslongd á odda tíðliga í róðrinum, men so komu báðir hvítu bátarnir við drekastevnunum. Tað sýntist, sum longu mergjaðu tøkini umborð á Drekanum munaði í hvørjum taki, tá hann stakk drekastevnið fram um Jallin.

Men so hendi eisini, at Sílið í dag ikki megnaði at fylgja við, tí í endaspurtinum tók Royndin Fríða í góðum endaspurti Sílið. Altíð áhugavert at síggja dreingjaróðrarnar, og við HR brillum beit eg merki í, at Ingibjørg við dreingjum vann sær fimta plássið. Teir róðu barnaróður í fjør.

Jallurin fekk nógv besta startin, men drekadreingirnir vóru ógvuliga stinnir og vunnu róðurin. (Mynd Hvannrók)
Hørð kapping um triðja plássið, sum Royndin Friða vann. Nærmast Royndin Fríða síðani Sílið, Drekin og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Fragd at síggja ungu garparnar umborð á Páll Fanga í góðari venjing. Nú kenni eg menninar umborð á Gongurólvi, sum ikki eru í nóg góðari venjing, men teir ætlaðu at leggja hart út í Kollafirði, og so var gjørt. Annars eru teir royndir rógvarar

6-mannafarsróðurin eru prógv um, at tú kanst ikki bjóða av heilt frammi í oddinum, uttan tú ert í topp venjing. Havi stóra virðing fyri ungu monnunum umborð á Páll Fanga, sum rógva væl. Eri heilt vísir í, at megnar tildømis teir umborð á Gongurólvi og Gullbrandi at koma í betri venjing, sum minkar munur heilt vist fram til Páll Fanga.

Ungu menninir umborð á Páll Fanga vunnu aftur tryggan sigur, men Gongurólvur beit veruliga frá sær og bleiv nummar tvey. (Mynd Hvannók)

Áhugavert at síggja Argjabátin og Árnfirðing so leingi rógva mest sum stavn um stavn, og at bara endaspurturin var munurin. Tá hevði Argjabáturin nakað meira orku. Ørvur megnaði ikki at fylgja við.

Árnfirðingr og Argjabáturin lógu leingi stavn um stavn, men Argjabáturin hevði betri endaspurt. (Mynd Hvannrók)
Ørvur megnar ikki rættiliga at fylgja við. (Mynd Hvannrók)

Spennandi at bíða eftir, hvussu fór at gangast frammi í oddinum við 5-mannaførunum við kvinnum. Erla Kongsdóttir vann á norðoyastevnu, og Sílið gjørdist nummar tvey. Men Erla Kongsdóttir og Sílið lógu tá so langt burtur  hvør frá øðrum. Og fór Jallurin kanska at gera um seg í Kollafirði. Fyrsti róðurin var skotin av, tí bátur hekk eftir,  og í seinna róðrinum reyk Jallurin av stað og legði trygt á odda. Men á hálvari leið løgdu Erla Kongsdóttir og Sílið seg á odda, og góða løtu var Sílið fremst. Jallurin megnaði ikki at fylgja við, og Erla Kongsdóttir vann endaspurdin. Spennandi at fylgja næstu róðrunum.

5-mannafør við kvinnum. Eina løtu var Sílið fremst. (Mynd Hvannrók)

Ikki nógv orð um 10-mannafarsróðurin, tí Ormurin er higartil betri á øllum mótum enn Klaksvíkingur og Suðuroyingur, sum ávikavist gjørdust nummar tvey og trý. Einki talar fyri, at Ormurin verður tikin í summar. (Vagnur) 

Teir umborð á Orminum sýnast at vera óvanliga væl fyri og neyvan tikin í summar. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit nærmast Klaksvíking, Ormin, Suðuroying og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)

Barnaróður við dreingjum

1 Fiskurin 02.47.35

2 Heykur 02.48.03

3 Ingibjørg 02.48.22

4 Fípan Fagra 02.48.42

5 Ternan 02.51.47

6 Svalan 02.53.06

7 Pílur 02.58.10

8 Spógvin 03.02.22

9 Knúkur 03.07.36

Myndatól mítt kom ov seint til Kollafjarðar, tí ongar myndir av barnaróðrinum við gentum, sum Firvaldur vann. Her síggja vit Fiskin úr Vági fara fyrstur um málið. Síðani Heykur, Ingibjørg, Fípan Fagra, Ternan og Svalan. (Mynd Hvannrók)

 

Barnaróður við gentum

1 Firvaldur 02.51.09

2 Ørnin 02.59.06

3 Frúgvin 03.01.05

4 Ingibjørg 03.05.31

5 Knúkur 03.06.28

6 Hulda 03.09.10

7 Tambar 03.13.40

8 Havørnin 03.13.42 

5-mannfør við gentum

1 Blikur 05.35.25

2 Tambar 05.36.02

3 Drekin 05.36.44

4 Beinta 05.40.03

5 Báran 05.44.06

6 Frúgvin 05.44.42

7 Falkur 05.47.14

8 Sílið 05.53.07

9 Kollur 05.56.39

10 Knúkur 06.05.21

11 Fenja 06.06.02

12 Royndin Fríða 06.07.39

13 Stubbin 06.24.35 

6-mannfør við kvinnum

1 Sølmundur 05.07.21

2 Smyril 05.13.01

3 Páll Fangi 05.15.48

4 Lómur 05.30.36 

5-mannfør við dreingjum

1 Drekin 05.24.45

2 Jallurin 05.26.39

3 Royndin Fríða 05.29.12

4 Sílið 05.30.13

5 Ingibjørg 05.36.37

6 Tjaldrið 05.42.27

7 Silja 05.43.47

8 Heykur 05.46.01

9 Ørnin 05.52.42

6-mannafør við monnum

1 Páll Fangi 05.06.14

2 Gongurólvur 05.09.32

3 Rádni 05.12.01

4 Lómur 05.17.45

5 Sølmundur 05.34.42

8-mannafør

1 Argjabáturin 04.55.15

2 Árnfirðingur 04.56.25

3 Ørvur 05.09.30

5-mannfør við kvinnum

1.Erla Kongsdóttir 05.30.47

2 Sílið 05.32.00

3 Jallurin 05.37.05

4 Teistin 05.43.21

5 Blikur 05.58.17 

10-mannfør

1 Ormurin Langi 04.39.01

2 Klaksvíkingur 04.41.11

3 Suðuroyingur 04.43.01

4 Drekin Reyði 04.47.17

5 Havnarbáturin 04.51.21

 

 

 

 

 

Náttúran vísir seg eisini frá síni vøkru síðu í oysandi regni

$
0
0
Vakurt at fylgja ánni niðan eftir. Frálíkt, at tey varðveittu brandhyljarnar. (Mynd Vagnur)

Nú gangi eg nógvar túrar við hundinum í Plantasjuni, og hvønn dag er okkurt nýtt at síggja. Umframt nógvu eldri fólkini, barnagarðsbørnini og skúlanæmingarnar, so er so nógv annað lív at síggja í Plantasjuni. Nógvar dúgvur, dunnur og onnur fuglasløg, og hissini kettu og rottu sært tú eisini. Vit trongdu til nakað av regni, tí Havnará var turr og eisini eitt sindur skitin.

Hvørja ferð eg gangi niðan ímóti skótahúsinum, hugsi eg um varðveittu brandhyljarnar. Um serliga summarið var savnað vatn í brandhyljarnar, so var vatn var til at taka, um eldur kom í, Tá vóru jú eingir brandbilar. Fyrsti brandbilurin kom ikki fyrr enn í 1948, og fyri tað vóru pumpur sleipaðar kring býin, sum pumpaðu vatn úr brandhyljunum. Minnist ein brandhyl við Ellisheimið, ein niðri á Vaglinum, ein við Sjónleikarhúsið og so hesar, vit síggja á myndini. (Vagnur)

 

Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár

$
0
0
Myndin av mammu er tikin, tá hon fylti 98 ár.

Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár. Hon býr á Ellisheiminum, men tíverri er hon í løtuni ikki nóg birg at halda føðingardagin. Fyri trimum vikum síðani bæði bant hon og læs bøkur. Mamma er púra klár.

Mamma er fødd við Landavegin 16. juni 1918 og er dóttir Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og Sigrid Christiansen, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi. Tey bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Mammu og tey vóru sjey systkin, og mamma var yngst. Tey vóru Jógvan, Christiane rópt Anna Dukk, Louisa, Debes, Edgar og mamma. Sigrid omma var 46 ár, tá hon fekk mammu.

Eftir framhaldskúlan kom mamma at arbeiða hjá Hussted sakførara. Hon hevði lært stenografi hjá systir Jørgen Frants Jacobsen og maksinskriving hjá konu Vilhelm Nielsen, bilseljara. Hussted søkti eftir skrivara, og nógv vóru um boðið, tí tíðirnar vóru ringar og torført var at fáa arbeiði í Havn. Mamma var til upptøkuroynd og samrøðu og fekk arbeiðið. Arbeiði hjá mammu var serliga at vera til fundir, har hon skrivaði samtalur fyrst sum stenografimál, sum hon seinni reinskrivaði til vanligt mál.

Eins og aðrar gentur hevði mamma útlongsul. Sum sekstan ára gomul kom hon at skriva saman við týskari gentu, sum hon framvegis hevur samband við. Tað var týsklærarin Richard Long, sum setti hana í samband við týsku gentuna Eriku, og hon vildi so inniliga síggja hana. Tær mistu sambandið undir seinna heimsbarda, men í 1947 funnu tær saman aftur.

Soleiðis sá út við Landavegin, tá mamma var fødd 16. juni 1918.

Sum nítjan ára gomul í 1937 fór hon til Danmarkar at arbeiða á kontóri hjá sakførara í eitt ár. Á sumri í 1938 fóru systir hennara Louisa og hon til Týsklands at vitja týska “pennevennin” Eriku. Mamma og Erika, sum er hálvtannað ár yngri enn mamma, býr á ellisheimi í Týsklandi. Tær skriva saman, og ikki fyri so langari tíð síðani tosaðu tær saman í telefon. Sig so tað.

Mamma og pápi giftust í 1941.

Í 1963 noyddist mamma sjúk til Danmarkar og var har í sjey ár. Hetta var svárt fyri familjuna, tí tá var langt til Danmarkar. Tjaldrið sigldi um veturin aðru hvørja viku og eina ferð um vikuna um sammarið. Eingin flogferðsla og torført at fáa samband við mammu  gjøgnum telefonina.

Ì 1970 kom hon aftur til Føroya og fekk hjálp frá Árna Olsen, Hera Berg og teimum. Hon gjørdist ein av svimjikonunum, sum vóru dyggur stuðul hjá mammu líka til mamma gavst at svimja sum 92 ára gomul. Umframt at svimja, gingu konurnar í føðingardegi hvør hjá aðari, og tær vóru fleiri ferðir uttanlands millum annað á Rhodos.

Mamma hevur búð á Ellisheiminum síðani 2011, har hon hevur trivist heilt væl. Tey á Ellisheiminum er bara so fantastisk. Mamma giftist Helga Michelsen í 1941, og tey bygdu sær hús við Landavegin yvir av Vesturkirkjuni. Børnini eru Chirstin, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur. Pápi okkara doyði 16. desember 1985 og gjørdist 72 ára gamal.

Pápi okkara var við at stovna Neistan í 1931, og mamma spældi eisini í Neistanum, har tær mangan ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Á myndini niðanfyri frá 1936 eru tey ávegis til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Bæði mamma og pápi eru á myndini.

So kunnu vit leggja aftrat, at mamma kom eisini nógv í Uppistovu, og hon var eisini í “bindiklubba” í fleiri enn trýss ár, har hon hevði nógvar vinkonur. Men tá man fyllir 100 ár, eru flestu av hesum fólkunum farin. (Vagnur)

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>