Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Norskur grótbátur á Havnini við gróti til Sandoyartunnilin

$
0
0
Átta lastbilar koyrdu frá stóra norska grótbátinum til Sandoyartunnilin. (Mynd Vagnur)

Á Vestaru bryggju er ikki nógv virksemi í løtuni, tí eingir næmingar eru í skúla í Saltsøluni, og parkeringsplássið tí mest sum tómt. Heldur eingin bátur landaði í gjár til Landingarmiðstøðina, tá línubátar sleppa ikki av við fiskin fyri rímuligan kostnað. Tó so, har koyrdu átta lastbilar frá norska grótbátinum Nordfjord, sum sýntist áhugavert, tí hví innflyta grót úr Noregi, tá nóg mikið av gróti er í Føroyum. Tosaði við bilførara, og hann segði mær, at grótið kemur úr grótbroti í Noregi og skal brúkast til vegin í Sandaoyartunlinum. Hví grót úr Noregi, og bilførarin svaraði ógvuliga skilagott

– Norska grótið er reinari og betri til vegin og eisini bílagari enn at keypa tað í Føroyum, tí koyringin úr til dømis Hundsarabotni er bæði dýrari og longri at koyra, segði bilførarin. Sum eg skilji, er talan um stórt grótbrot í Noregi, sum selur og flytir grót bæði við bilum og grótbátum kring landið. (Mynd (Vagnur)


Úr myndasavninum – Havi so nógv góð minni um Sverra Trónd Hansen og Gundadal

$
0
0
Sverri Trónd Hansen og Tummas Rubeksen á hestbaki. (Mynd Stephania Thorsteinsson)

Tá tú herfyri hoyrdi Sverra Trónd og Viggo Olsen í tríati ára gomlu spurnarkappingini Kennir tú land títt, leitaðu tankarnir í myndagoymsluna eftir mynd av Sverra. Kendi Sverra frá ungum árum úr reyðu húsunum í Gundadali, og mannin, sum kálkaði fótbóltsvøllin, sum tá var grúsvøllur. Eisini góð minni um Sverra í kappríðingum úti á Velbastaðvegnum, sum var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum ungu á ólavsøku. Men hvør var Sverri?

Sverra dámdi væl at rokast, og altíð var hann klárur, tá tey róptu grindaboð. (Mynd Myndablaðið)

Kom í familjuna hjá Sverra og teimum, tí hann var bróðir vermammuna. Hann var sonur Stephaniu (1882-1974), sum var av Húsum, og havnarmannin Trónd Hansen (1881-1939), sum gjørdist plantari hjá Det danske Hedeselskabet frá fyrst í 1900-talinum til 1924. Tey bygdu hús í Gundadali í 1911, og so høvdu tey handil við eitt nú plantum og urtagarðsamboðum á Áarvegnum.

Sverri og tey vóru sjey systkin. Mia (1914-2003), Mælan (1917-1983), Leivur (1918-1994), Augusta (1922-1981), Sverri (1923-2008), Bergtóra (1925-1942) og Elinborg (1928-2008). Tey búði øll í Havn uttan Mælan, sum var gift til Kirkjubøar. Bergtóra doyði ung av sjúku bert sekstan ára gomul.

Sverri var giftur Annu (1921-2011), sum var úr Miðvági, og eitt skifti í 1960-árunum búðu Sverri og Anna við børnunum Stephaniu og Heina í Miðvági, har Sverri  arbeiddi at gera vegin til Oyragjáar. Minnist hann segði okkum, at við Oyragjógv vóru onkuntíð so nógvir moyggjabitar um summarið, at arbeiðið mátti leggjast niður. Moyggjabitarnir løgdu serliga á summar av arbeiðsmonnunum.

Stefania, mamma Sverra, var avlamin í nógv ár, og Sverri og Anna búðu í barnaheiminum í Gundadali, har Gusta eisini búði. Seinni bygdu Sveri og tey sær hús tætt við. Sverri var innløgumaður, og vit minnast allar harurnar, sum hingu undir takskegginum, harur, sum hann hevði skotið í Kirkjubøhaganum. Sverri hevði nært tilknýti til Kirkjubø, har hann eisini gekk á fjall og fletti. Hann plagdi at siga við smíli, tá hann gjørdist eldri, at tað var hann, sum vigaði krovini og skrivaði vektina á merkiseðlarnar.

Sverri var uppvaksin við rossi, og hann hevði ross í fjósi við húsini. Hann var flaggberari á ólavsøku í hálvthundrað ár, men hevði eisini onnur áhugamál. Millum annað var hann altíð klárur, tá rópt var grindboð. Tá legði hann alt frá sær og helt avstað, sum myndin eisini sýnir.

Húsini hjá Sverra og teimum vóru bygd í 1911 og vóru langt frá gomlu Havnini. Í 1911 búðu ikki meira enn tvey túsund fólk í Havn. Tróndur og tey høvdu ymsar veltur við húsini, har ymist vaks, sum tey seldu í handlinum á Áarvegnum. Tey høvdu eisini vakstrarhús á trøð longri ímóti býnum. Myndin má vera frá einaferð í 1920-árunum. (Mynd: Fornminnissavnið)

Fótbóltur var stóri áhugin hjá Sverra, og hann var bæði nevndarlimur í ÍSF fótbóltsdeildini, áðrenn Fótbóltssambandið var stovnað, og eisini nevndarlimur í FSF og B36. Hann plagdi at siga, at hann var bæði limur í HB og B36, men uttan iva var hansara hjartabarn B36. Tróndur, pápi Sverra, var ein av teimum, sum stovnaði HB, og hann slóðaði eisini fyri fótbóltsvøllinum.

Sverri bar merkið á ólavsøku í hálvthundrað ár.

Sverri var mangan ferðir uttanlands sum ferðaleiðari hjá fótbóltsliðum. Eitt var, at hann kálkaði fótbóltsvøllin til dystirnar, men hann røkti eisini teir fáu fótbóltarnar hjá B36, sum hann tók heim, vaskaði, turkaði og smurdi teir við serligum feitti. Tá spældu teir jú mangan fótbólt í runudýki á grúsvølli.

Barnaheimið hjá Sverra og teimum eru tey reyðu húsini, sum seinni eru útbygd. Sverri og Anna bygdu sær seinni húsini til høgru, har dóttirin og abbadóttir við familju búgva. (Mynd Vagnur)

Sverri var lærdur tekniskur teknari, og hann arbeiddi í mong ár hjá Lamhauge og Waagestein, men arbeiddi eisini í nógv ár hjá Tórshavnar kommunu. Ikki løgið, at Sverri var so kønur at kenna land sítt, tí hann sigldi mangan kring oyggjarnar við djóralæknanum í bátinum Tusk, og so teir mongu reiðtúrarnir í fjøllunum við vinmonnum.

Myndina fekk eg til láns frá Onnu Trónd Hansen til grein. Ternan og Stjørnan spæla á vøllinum í 1943, tá skipað var fyri hondbóltskapping í Havn, har MB og Neistin eisini spældu henda dagin. Vit síggja eisini HB húsið við ánna. Hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum var gjørdur í 1936/37.  

Sverri var áhugaverdur at práta við, tí hann visti so nógv um alt møguligt og hevði gott minni. Umframt at hava ross, hevði Sverri eisini seyð í Hoydølum. Hetta var stór trøð, sum eftirkomararnir nú hava. Altíð hugaligt at koma inn til Sverra og Annu, sum altíð var blíð og fyrikomandi. Anna segði mangan frá hondbóltsferðum, tá tey úr Miðvági gjørdu ferðir til Havnar at spæla ímóti Neistanum. Hon spældi hondbólt við MB.

B36-nevndin í 1948. Frá vinstru: Hans Jacob Egholm, Petur Højgaard Simonsen, Dia Lava Olsen, Sverri Trónd Hansen og Arnold Hansen. (Mynd: Bókin Rennið dreingir)

Vegurin frá Sverra og teimum niðan í Hoydalar var róptur Sanatoriivegurin niðan til Sanatoriið i Hoydølum, sum var bygt í 1907. Sverri og systirin Mia søgdu frá døprum hendingum, tá húskið hoyrdi hestavognin og seinni líkbil koma við kistum eftir Sanatoriivegnum fram við hjá teimum og oman í Vágsbotn, har postbáturin bíðaði. Tuberklarnir ávirkaðu øll húski í Føroyum um hetta mundið. (Vagnur)

Tá Sverri fylti áttati ár, møttu reiðfólk at heilsa Sverra á føðingardegnum. Frá vinstru konan Anna, Sverri, Rólant, Svenning og Vilhjálmur. (Mynd Vagnur)

 

Hon misti hattin uttan fyri Kondittaríið

$
0
0
Myndin “Hon misti hattin uttan fyri Kontiddaríið” hongur inni hjá okkum.

Á ólavsøku 1995 hevði Eir í Ólavsstovu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og ein av myndunum hongur á veggi heima hjá okkum. Forvitnislig góð mynd, sum sigur júst frá, hvønn leiklut Kondittaríið á “Glade hjørn” hevði. Í ungdómsárunum var hetta miðdepulin í Havn, tí mest sum øll ferðsla millum eystur og vestur býin fór báðar vegir gjøgnum hetta knútapunkt.

Tá var ikki fast vegasamband millum Steinatúni og J. Paturssonargøtu og heldur ikki koyrandi niðri á Skálatrøð. Á Kondittarínum hittust fólk bæði tíðliga og seint, og nógvir vóru “stam” gestirnir. Og komst tú innum, angaði av kaffi, og køkurnar vóru sjálvandi frá bakarínum hjá Frants Restorff, sum átti Kondittaríið. Ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tíðindini hevði viðkomandi hoyrt á Kondittarínum.

So er tað vakra listarverkið, sum Fridtjof Joensen gjørdi í 1983 úr rústfríum stáli við navninum Spingvatn við dansaðum børnum. Minnist, at fyrstu tíðina var vakurt spingvatn, men listarverkið fekk ikki frið fyri ungdómi, sum í náttarlívinum gjørdu seg vátan undir vatnstrálunum. Tí verri blivu vatnstrálurnar burturbeindar, og nylon spent har, vatnstrálurnar áður vóru. Hetta fekk heldur ikki frið, tí ungdómar skóru burtur nylontræðrirnar.

Stóri spurningurin er, um listakvinnan við vilja hevur skrivað ”ð” skreivt í navninum Kondittaríið. Áhugavert, tí hetta fær eisini hyggaran at hugsa. Stuttligt at síggja, hvussu forvitnir gestirnir á Kondittarínum eru, nú unga kvinnan misti hattin, sum er navnið á listarverkinum. Kondittaríið er ikki til longur, men húsini standa tó har.  (Vagnur)

Tvey stásilig frálandaskip við Vestaru bryggu í morgun

$
0
0
Tvey stásilig skip á Vestaru bryggju í morgun. (Mynd Vagnur)

Altíð okkurt áhugavert á Vestaru bryggju. Mánadag plaga nógvir bátar at landa til Fiskamarknaðin, men so var ikki í morgun. Tó so bátur hjá Thor, sum eg haldi fiskar svartkalva við gørnum. Streymurin er nakað harður í løtuni men batnar næstu dagarnar, men trupulleikin er, at línubátarnir fáa ikki nóg mikið fyri fiskin, tí fáir keyparar eru í løtuni úti í heimi. Myndin í morgun eru frálandaskipini Eldborg frá 2009 og Sjoborg frá 2012, sum lógu við bryggju. Í hesum koronatíðum er skipini komin til Føroya at skifta manning. Tað er Supply Service, sum eigur skipini, og sum eru skrásett í Føroysku altjóða skipaskrásetingini. Sá onkrastaðni at 22 mans sigla við hvørjum skipi. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Sjeyti ára gomul mynd av svanum í Plantasjuni

$
0
0
Vøkur mynd frá 1950 í Plantasjuni. Tveir svanir men ongar dunnur. (Mynd: Ùr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Tá vit vóru ung og komu í Plantasjuna, kendi vit ikki orðið viðarlund, tí kemur Platasjan í okkara hugaheimi altíð at eita Plantasjan. Vit kenna jú sangin Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, sum Birni Dam gjørdi orð og lag, og sum Simmi gav út í 1957. Alt eg minnist, hava tvey sløg av svanum verið í Plantasjuni. Knópsvanur og sangsvanur. Hvør er so munurin á svanunum?

Tey søgdu, at Knópsvanur er vakrari við reyðgulum nevi og svørtum runni niðan á pannuna, har veingirnir standa meira uppúr rygginum enn hjá sangsvani, sum hevur gult nev og veingirnir liggja meira tætt at kroppinum. Fyrstu svanirnir í Plantasjuni vóru Knópsvanir, meðan teir seinastu vóru sangsvanir.

Har siti eg sum smádrongur og eygleiði svanir. Hini eru frá høgru mamma mín Ása, Amanda omma, pápi mín Helge, arbeiðskona hjá ommu og beiggi mín Torbjørn í vogninum. Mynd frá seinast í 1950-árunum. Tá var hegn um hyljarnar, tí svanirnir kunnu sláa hart við veingjunum. (Familjumynd)

Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnar vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini.

Vit síggja ikki dunnu á myndini frá 1950, men tá eg arbeiddi í Plantasjuni, fóðraðu vit bæði dunnur og dúgvur. Hetta til tess at verja villdunnu – og dúgvustovnarnar Føroyum. Síggi úr køksvindeyganum, at fólk geva dunnunum, men góðveðursdagar, fáa dunnurnar alt ov nógv breyð. Fólk koma við heilum breyðum, sum so summi kasta millum trøini, tá dunnurnar eru mettar.

Knópsvanur hevur reyðgult nev við svørtum runni niðan á pannuna.

Annars hava vit funnist at, at Plantasjan ongan góðan hevur í løtuni. Har arbeiðir skilamaður, men sum eisini arbeiðir aðrastaðni enn í Plantasjuni. Tíverri hevur Tórshavnar kommuna latið Plantasjuna til Umhvørvistøðina ella rættari sagt Skógrøkt at taka sær av, men hetta er ikki nóg gott fyri Plantasjuna.

Mynd av tveimum sangsvanum í Kollafirði í 2016. (Mynd Vagnur)

Seinastu tvey árini hevur áin verið ógvuliga skitin, har hvítt betonvatn dálkar ánna. Tú sært stoypisandin við áarmunnan. Havi sagt frá hjá kommununi, men tað sýnist, sum eingin hevur veruliga ábyrgd av ánni, hyljunum og gøtunum. Eitt er, at Skógrøkt syrgir fyri trøunum, men fólk frá kommununi mugu fara væl um Plantasjuna, og her haltar í løtuni. So mikið veit eg av royndum, at Plantasjan krevur meira enn eitt starvsfólk, tí har er nógmikið at takast við og at halda. (Vagnur)

Kann leggja aftrat, at mangan sigua fólk ein svani og tveir svanar, men hetta er ikki rætt málsliga. Ein svanur og tveir svanir skal tað vera.

Úr myndasavninum – Øll á Abbatrøð og vit onnur vóru góð við Oskar í Smæruni

$
0
0
Oskar Jacobsen var føddur 23. februar 1929 og andaðist 25. mai 2002. Oskar var altíð væl hýrdur.

Pápi okkara Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár arbeiddi hjá Evensen. Hans Jacob Jacobsen róptur Hans Jakku í Smæruni var handilsmaður og vinnulívsmaður, og í 1932 læt hann upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, sum helt til í M.A. Winterhersgøtu/J.H. Schrøtersgøtu, har Sjónvarp Føroya helt til, áðrenn flutt varð í Sortudíki.

Eitt av børnunum hjá Hans Jacob og konuni Gerdu var Oskar (1929-2002), sum var føddur við barnalammilsi. Hann hevði góð evni, men vánaligar rørslur, so hann hevði torført at tosa, ganga og brúkar hendurnar. Nøkur orð um Oskar henda fitta fyrikomandi mannin, sum øll vóru so góð við.

Oskar og tey vóru fýra systkini. Frá vinstru Otto (1922-1945), Gerda (1932-1950), Oskar (1929-2002) og Gudny (1924-2013).

Hans Jakku í Smæruni og abbi okkara Hans Jakku í Dalaólavstovu vóru systkinabørn, og tí vóru Oskar og pápi okkaran trímenningar. Oskar var seks ára gamal, tá pápi okkara kom í Smæruni, og hann tók Oskar til sín sum son fyrsta dagin, og teir vóru nær knýttir líka til pápi okkara fór.

Aftast f.v: Gerda, Oscar og Gudny. Fremst Elly kona Otto, Marin, Torbjørn sonur Otto og Elly og Hans Jacob.

Í 1929 tá Oskar var smádrongur, vóru eingi tilboð til Oskar. Hann kundi lesa men ikki skriva, og eg síggi hann fyri mær, tá hann mátti drekka drekkamunn við súgvurøri, og tað var akkurát, at hann megnaði at taka breyðbitarnar í hondina. Oskar bleiv partur av starvsfólkunum í Smæruni, og hvønn dag kom hann í handilin á vitjan og hvønn dag á kóntórið hjá pápa okkara.

Í 1932 læt Hans Jacob Jacobsen róptur Hans Jakku í Smæruni upp matvøruhandil. (Mynn Havnin – fólk og yrki)

Oskar hevði barnalammilsi og tí ringar førleikar, men hann var vitugur maður. Áðrenn Útvarp Føroya sá dagsins ljós, lurtaði hann eftir norskum, enskum og donskum radio, og hann var tíðindakeldan hjá fólkunum á Abbatrøð, tí Oskar visti alt úti í heimi. – Nakað nýtt í dag Oskar, plagdu fólk at siga við Oskar.

Dimmalætting var nærmasti granni hjá Oskari og teimum, bara Kilakanalin skylti húsini. Oskar hevði umframt radio eisini fiskabylgjuna, har skip tosaðu millum sín. Tá føroysk skip fiskaðu sild norðanfyri Føroyar við gørnum, fylgdi Oskar væl við. Hann gjørdst tíðindakeldan hjá Dimmalætting, hvussu nógv skipini fingu í hvørjum sildagarni. Tað kundi vera kvart, hálva, ella tríkvart tunnu í garninum, og fór upp um tunnuna, var rokfiskiskapur. Arbeiðið á skipunum strevið, tí sildatunnurnar vóru tungar og skuldi stúvast í lastina.

Oskar var dagligur gestur í Smæruni. Hann var mangan í Smærubilinum, tá vørur vóru koyrdar heim til kundar. Lagið altíð gott.

Oskar og tey vóru fýra sysktin: Otto, sum var í Danmark undir krígnum, og sum var skotin av týskara sama dagin, sum týskin gav seg yvir í Danmark. Síðan Gudny, sum var gift Mourits Rubeksen, Oskar og Gerda, sum doyði átjan ára gomul í 1950. Hoyrdist, at tað var serligur heilivágur fyri tuberklar, sum hon ikki toldi. Hørð lagna hjá familjuni, tí Otto var jú deyður í 1945 og nú fór Gerda í 1950.

Alt vit minnast, høvdu Oskar og tey arbeiðsgentu, og nógvar kom at hava nært tilknýti til Oskar, sjálvt um tær fóru víðari í lívinum. Blivu giftar ella fingu sær útbúgving. Hann vitjaði í nógvum bygdum og býum hjá konum, sum høvdu verið arbeiðsgentur hjá Oskari og teimum. Øll vóru góð við Oskar.

Slaktaríið hjá Smæruni var í kjallaranum hjá Oskari og teimum. Og Oskar fylgdi væl við. Her hevur slaktarin Martin Justesen júst flett tvey neyt.

Oskar dámdi væl at koyra bil, og sat mangan í Smærubilinum, tá Poul í Smæruni og onnur koyrdu vørur út til kundarnar. Tá kundi bíleggjast vøra og fáa tær koyrdar til dyrnar. Minnist einaferð, at pápi okkara fekk í lag, at hann og Oskar sluppu við hvalabáti, sum gjørdist stórt upplivilsi, sum hann Oskar mangan seinni tosaði um.

Seinnu árini vitjaði eg mangan Oskar, sum var ógvuliga hittinorðaður. Vit høvdu altið okkurt at práta um, millum um alt virksemið, sum var í slaktarínum í kjallaranum hjá Oskari og teimum. Eisini var hjallur undir trappuni, og Oskar fylgdi væl við, hvussu nógv var flett. Eina heystið drupu teir 2100 seyðir í slaktarínum, og so allir oksarnir, sum komu úr Mykinesi og aðrastaðni.

Oskar dámdi heilt væl at koyra út vørur í Smærubilinum. Poul í Skorini var fystur bilstjórin, sum eg minnist koyra Smærubilin.

Tú kundi kanska ímynda tær, at Oskar bleiv happaður sum smádrongur, og tað spurdi eg hann um. – Eingin gjørdi mær nakrantíð ónáðir á nakran hátt, hvørki á Abbatrøð ella í úti í býnum. Føldi meg altíð væl og var ongantíð gloymdur ella settu uttanfyri, segði Oskar.

Nógvar ungar og eldri kvinnur arbeiddu Smæruni longri og styttri tíðarskeið. Mynd tikin um 1970. Frá vinstru Peina og Hanna.

Í 1960 ella 1970 árunum var eingin telda, kort ella heimagreiðsla, og í Smæruni var goldið kontant ella skriva í bók. Minnist, at Oskar hvønn mánamorgun fór niðan gjøgnum býin í Føroya Banka við bláum plastikkposa, har allur peningurin var í, sum tey høvdu selt fyri vikuna fyri.  Fólk spurdi pápa okkara, um hann tordi at lata Oskar handa posan hangandi bert í lítlafingrinum. Oskar kundi jú ikki renna eftir viðkomandi, sum kanska vildi stjala peningin fá Oskari. Tá skuldi pápi okkara siga, at sjálvandi tekur eingin posan frá Oskari, og um so var, má pengingur vera peningur. Oskar misti ongantíð eitt oyra.

Starvfólk í Smæruni í 1960-árunum. Frá vinstru: Johan Stephansson, Martin Justesen, Oddbjørg Joensen, Helge Michelsen, Hildibjørg Joensen, Jens Petur Hansen og Marita Christiansen.

Tá eg hugsi um familjuna hjá Oskari og teimum, so fingið tey harða lagnu, tí fyrst Oskar, so bróðirin Otto, sum bleiv skotin í Næstved í 1945, og systirin Gerda, sum í 1950 fór bert átjan ára gamal. Og vit, sum minnast Hans Jakku pápa Oskar, so hevði hann seinnu árini tveir fingarar við kjálka til tess at halda høvdinum. Ørminnist okkurt um, at undir skurðviðgerð komu tey skaða nervu. Oskar hevði nært tilknýti til okkara familju við Landavegin, og millum annað var hann gubbi beiggja okkara Torbjørn. Myndir eru fingnar frá Hannu Michelsen, Otto Rubeksen og øðrum. (Vagnur)

Fýra slaktarar og pylsumakarar í Smæruni, sum allir eru farnir. Fremst Jens Petur, Hansen, síðani Johan Stephansson, Nick Hansen og Helge Michelsen. Myndin frá 1960-árunum.
Árni og Martin arbeiddu nógv á í Smæruni. Her eru teir í slaktarínum.
Otto sonur Mourits og Gudny arbeiddi í Smæruni. Til vinstru kemur Arni Kjærbo undan, sum arbeiddi nógv ár í Smæruni.
Johan Steffansson arbeiddi í mansaldur í Smæruni sum pylsumakari.
Knút Lütsen minnist eg arbeiddi í matvøruhandlinum hjá Hans Joensen, men hann arbeiddi seinni í Smæruni.

Føroyska bókin –“Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen

$
0
0
Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.
Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.

Í 2013 kom út bókin “Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen. Bókin sigur frá fýra ungum føroyskum gentum, sum í 1960-árunum funnu sær amerikanskan mann í Føroyum og fóru við teimum longu leiðina til Amerika, har tær settu búgv. Sjávt um tær blaðungar fóru út í tað óvissa langt heimanífrá, eydnaðist teimum at skapa sær góða lívsleið sum útisetar. Ikki var lætt hjá teimum at liva seg inn í fremmant umhvørvi við øllum tí, sum tað hevði við sær, og mangan leitaðu tankarnir heim aftur. Kvinnurnar gloymdu tó ongantíð sín uppruna sum føroyingar.

73 ára gamla Rakur er einkja, eigur tveir synir og fýra ommubørn.
73 ára gamla Rakul er einkja, eigur tveir synir og fýra ommubørn.

Fyrsta søgan í bókini er um Rakul Ketels, sum fyrst í 1960-árunum hitti natomannin John. L. Ketels í Sjónleikarhúsinum í Havn. Rakul arbeiddi um hetta mundið sum kahútsjomfrú umborð á ferðamannaskipinum Tjaldrinum. John var teleteknikari, sum eins og hinir amerikumenninir á Sornfelli varð útlæntur til Nato.

Rakul varð skjótt hugtikin av hesum høga og hábærsliga manni, men eftir dansin í Sjónleikarhúsinum mátti Rakul umborð aftur á Tjaldrið. John hevði sett sær fyri at fáa hendur á ungu gentunum úr Klaksvík, og hvørja ferð Tjaldrið kom aftur á Havnina úr Danmark, stóð John á bryggjuni. Í 1962 fór Rakul fyrst við manninum til Ìslands, har hann hevði fingið arbeiði, og seinni gekk leiðin til Amerkia.

Torgerð er 69 ára gomul og hon og Gary fingu tveir synir.
Torgerð er 69 ára gomul og hon og Gary fingu tveir synir.

Onnur søgan er um Torgerð Valliancourd, sum er fødd á Viðareiði. Torgerð var bara seytjan ár gomul, tá ið hon hitti tá 26 ára gamla amerikumannin Gary, sum arbeiddi í Mjørkadali. Torgerð arbeiddi í køkinum á Hotel Hafnia, har natomenninir vanliga komu at eta døgurða.

Í fyrstuni legði Torgerð ikki til merkis, at ein av fremmandamonnunum hevði serligan áhuga í henni. “Hvat skal ein baptistagenta av Viðareiði við einum Nato-manni”, hugsaði Torgerð. Hetta var nýggj verð, tí hon dugdi illa at málbera seg á enskum. Hon mátti tó ásanna, at Gary vísti seg at vera ógvuliga fittur og friðarligur. Longu hálvt ár eftir, at tey bæði hittust, giftust tey. Gary er nú vegna aldur farin úr arbeiði, og tey bæði njóta nú dagarnar millum annað saman við synum og abba- og ommubørnum, sum fylla nógv í gerandisdegnum.

Oddny og Dale fingu tveir synir og eiga seks ommu- og abbabørn.
Oddny og Dale fingu tveir synir og eiga seks ommu- og abbabørn.

Triðja søgan er um klaksvíksgentuna Oddny Brownawell, sum í 1962 hitti mann sín Dale Brownawell í síni tíð á Hotel Føroyum, sum tá var á Kongabrúnni í Havn, har Oddny starvaðist í matstovuni.

Dale var amerikumaður og starvaðist á NATO-støðini á Sornfelli. Menninir komu á Hotel Føroyar at fáa sær døgurða, og tað var her Dale, sum var tíggju ár eldri enn Oddny, fekk eyguni á ungu gentuna úr Klaksvík. Tey komu saman og 20. februar 1963 giftust tey í Klaksvík. Longu sama árið fór Oddny úr Føroyum við manni sínum til Amerkia.

Helma og Dean fingu fýra børn. Helma er í dag einkja.
Helma og Dean fingu fýra børn. Helma er í dag einkja.

Fjórða søgan er um Helmu Dam Weber frá Norðskála, sum ein vakran summardag í 1960 fór 16 ára gomul súkklutúr til Eiðis at vitja Onnu, eina vinkonu, ið starvaðist sum arbeiðskona í amerikanarahúsinunum, tey kallaðu, har amerikumenninir, sum bygdu Loranstøðina, búðu. Her hittust Helma og amerkumaðurin Dean Webster, sum var tíggju ár eldri enn Helma.

Dean var verkfrøðingur og staddur í Føroyum í sambandi við byggingina á Eiði. Helma varð skotin í Dean við fyrsta eygnabrá, og hon segði seinni vinkonuni “Líkamikið, eg skal hava hann”, og so var. Árið eftir giftust Helma og Dean, og 1962 fóru hjúnini úr Føroyum fyrst ein mánað til  Danmarkar og síðani longu leiðina til Amerika.

Bókin “Alt av kærleika” er forkunnug fyri meg. Serliga í hesum døgum, tá tosað verður so nógv um, at ungar gentur flyta av landinum, og javnvágin millum ungar dreingir og ungar gentur fer av lagi í landinum. Ungfólk eru altíð farin av landinum, og nógv koma ikki heimaftur.Tær fýra søgurnar í bókini eru sólsskinssøgur, tí føroysku kvinnurnar hava havt eitt spennandi og ríkt lív í Amerika.

Gjøgnum alla bókina merktir tú, at kvinnurnar hava varðveitt kærleikan til fosturlandið og familjurnar í Føroyum, og heimini eru eisini merkt av hesum. Nógvar kvinnur halda saman, sjálvt um fjarstøðan mangan er long, men tær tosa saman gjøgnum skyp ella telefon og fylgja væl við gjøgnum alnótina, hvat fyriferst í Føroyum. Í bókini eru nógvar góðar myndir av foreldrum, børnum, makum og ommubørnum. Kvinnurnar hava allar sjálvandi longst til Føroya av og á, og nú tvær konur er vorðar einkjur og hinar vorðnar eldri kvinnur, hugsa tær um møguleikan at flyta aftur til Føroya. Men tær siga allar við ein munn, at hetta ber slett ikki til, tí børnini og ommubørnini eru teirra lívsæðr í gerandisdegnum.

“Alt av kærleika” er forvitnisligt bók eftir Dagny Joensen, sum Mentunargrunnur studentafelagssins gav út í 2013. Aftast í bókini er ein “epilogur”, og har stendur millum annað, at fýra næmingar úr Klaksvík giftust amerikumonnum um som tíð. Eingin teirra visti av hvørji aðrari, fyrr enn tær funnu saman sum útisetar. Ein heimføðingur sum eg havi ongantíð skilt, at ungar gentur kunnu taka slíkar avgerðir, men eftir at hava lisið bókina, hugsaði eg. – Jamen, hesar kvinnur hava havt eydnuríkt og spennandi lív í Amerika. (Vagnur)

Úr myndasavninum –Áhugaverdir hýruvognar í 1950 í Kirkjubø

$
0
0
Mynd úr Kirkjubø í 1950. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Áhugavert mynd frá 1950 úr myndabók hjá Harry S.Johansen, tá Harry og konan Bette høvdu vitjan úr Svøríki. Tey eru á vitjan í Kirkjubø, og eisini hýruvognarnir eru áhugaverdir og hava sína søgu. Í 1950 – árunum hevði vanligi borgarin ikki loyva at keypa sær bil, tí landið vildi ikki lata valuta av landinum. Bara vinnubilar og hýruvognar kundu keypast, tí vóru so nógvir hýruvognar kring landið í mun til samlaða bilatalið. Hetta var alt broyt, tá vit komu í 1960-árini.

Vit síggja eisini tríggjar hýruvognar í Kirkjubø henda dagin í 1950. Fari eg ikki skeivur, so eru tveir av bilunum Vauxhall 14 hýruvognar og ein Checolet hýruvognur. Hugsa vit um ferðfólk, sum kom til Føroya í 1950, vóru ikki nógvir møguleikar at sýna teimum okkara land í bili, tí í 1950 var ikki vegasamband til Kollafjarðar ella til Vestmannar, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 1966. Heldur ikki var koyrandi úr Havn til Kalbaks fyrr enn í 1983. (Vagnur)


HSF skal sláa kalt vatn í blóðið og fáa avgreitt bestu deildirnar í heilum líki.

$
0
0
Fýra kvinnulið ligga stavn um stavn til tess at vinna meistaraheitið. Kyndil, H71, VÍF og Neistin. 

Áhugavert kjak fer fram á Hondbóltskjaki, har Geir Wardum leggur upp til kjak um, hvørs man bara skal strika kappingarárið 2019/2020. Hetta er sjálvandi ein meining, men slett ikki eri eg samdur í hesi niðurstøðu. Og serliga, tá Geir sigur, at hetta er bara eitt ”bikar”, og tá sammetir hann uttan iva við koronastøðuna her heima og úti í heimi. Forkvinnan í HSF hoyrdist í Kringvarpinum siga, at tey arbeiða við ymsum møguleikum at enda kappingarárið í bestu deildunum, og yngru deildirnar spæla ikki meira, og meistararnir kosnir á skrivarborðinum men sjálvandi eru eisini tikin hædd fyri stigatalvuni. Nakrar viðmerkingar um innleggið hjá Geir Wardum.

Ikki kunnu vit spáa um framtíðina, tá talan er um ítrótt, og ítróttur kemur sjálvandi í aðru røð, tá talan er um koronakreppuna. Lættast er hjá hondbóltinum bara at kasta handklæði í ringin og siga, kappingarárið 2019/2020 er strikað. Tað vil siga, at dystir eru spældir til onga nyttu, tí endamálið við eini kapping er at finna ein vinnara. Øll stremba eftir at gerast meistarar, og tað er hæddarpunktið í kappingarárinum. Ikki bert eitt ”bikar” men stríð og strev og ikki minst peningur hjá feløgum at koma har til.

H71 vinnur trygt grundspælið, meðan kapping er millum VÍF, Neistan, KÍF og StíF um at koma í endaspælið.

Havi tað meining, at tú kanst ikki byrja nýggja kapping, fyrr enn núverandi kapping er liðugtspælt. Og hetta hevur føroyskur hondbóltur lætt at avgreiða, tí liðini eru bara sjey í tali og frástøðan stutt millum feløgini. Tú kanst eftir stuttari fyrireika ikki spældar dystir og endaspæl. Hetta kann gerast innfyri tveir tríggjar vikur.

Árið 2020 er ungt enn, og óteljandi møguleikar eru at avgreiða restandi dystirnar og finna meistaran 2019/2020. Keypi ikki grundgevingina hjá Geir, tá hann í viðmerking sigur, at spæla vit tildømis í heyst, ja, so hava kanska spælarar skift felag. Ja, so læt teir skifta felag ella fara av landinum, tí kappingin stendur ikki millum einstakar spælarar men millum feløg. Og tað eru feløgini, sum í allar ævir standa í hagtølunum og ikki spælarar.

Eivind Jacobsen sigur millum annað í viðmerking, at meistaraheitið kann ikki brúkast til tað stóra, tí kanska skal spælast uttan áskoðarar. Til Eivind er at siga, at tað er av stórum týdningi, at vit hava virðing fyri sjálvari kappingini, og hetta at finna meistaran, um tað sjálvandi ber til. Torført at spáa um framtíðina, ja, sjálvt Pál Weihe sigur, at komandi ólavsøku gers ikki sum undanfarin ár.

Tú kanst tí ímynda tær, at fólk ikki kunnu savnast á ólavsøku, og kunnu so hondbóltsliðini spæla nýggja kapping longu tíðliga í heyst? Tí haldi eg, at HSF skal miðja fram ímóti at fáa avgreitt núverandi kapping í heilum líki, og so taka tað har frá. Tá kann kappingarárið 2020/2021 skipast á annan hátt. Kanska broyta steypakappingina, so hon ikki gerst so rúgvismikil.

Ringasta loysnin er sjálvandi at strika kappingarárið, næstringasta loysnin er at gera av meistaraheitið í einum vikuskifti, og besta loysnin og virðingin fyri kappingini er, at  núverandi kapping skal spælast í heilum líki. So er líkamikið, nær verður spælt. Tú mást fyrst spæla núverandi kapping lidna, áðrenn tú setir hol á nýggja kapping.

Kanska kemur okkurt nýtt virus sníkjandi norðureftir næsta vetur, tí skulu tey í HSF sláa kalt vatn í blóðið. Taka tað róliga og síggja, hvussu leikur fer. Tá grønt ljós er frá heilsumyndugleikunum, so taka vit tað har frá og fyrireika at fáa spælt núverandi kapping lidna. At gera sum danir er ikki altíð besta loysning fyri føroyskan hondbólt, tí umstøðurnar í Danmark og Føroyum kunnu slett ikki sammetast í hondbóltshøpi. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tá vælumtókti týski venjarin Sepp Piontek vitjaði eisini í Føroyum

$
0
0
Sepp Piontek í Føroyum: F.v: Jákup Simonsen, FSF, Sepp Piontek og Jens Erik Rasmussen. (Mynd Dimmalætting)
Sepp Piontek í Føroyum: F.v: Jákup Simonsen, FSF, Sepp Piontek og Jens Erik Magnussen FSF. (Mynd Dimmalætting)

Eg havi altíð havt stóra virðing fyri Sepp Piontek fótbótlsvenjara. Í TV2 sæst ein lýsing við Sepp Piontek, har hann heitir á fólk at keypa týskan bil. Í 1979 fekk Sepp starvið sum danskur landsliðsvenjari í fótbólti. Um hetta mundið var danska manslandsliðið ikki nakað serligt, og hevði ikki verið tað í nógv ár. Sepp var júst givið sum landsliðsvenjari á Haiti. Sepp vandi danska landsliðið til 1990 og leiddi liðið 115 landsdystir.

Preben Elkjær var ein av stóru stjørunu í 1980-árunum.
Preben Elkjær var ein av stóru stjørunum í 1980-árunum.

Sepp, sum var týskari, var mettur at vera maðurin, sum broytti danskan fótbólt. Hann prentaði týskan hugburð í danska landsliðið, og hann verður av kønum mettur at vera maðurin, sum hevði æruna av, at danir vunnu EM-kappingina í Svøríki í 1992, sjálvt um hann ikki tá var landsliðsvenjari. Donsku EM-spælararnir høvdu mest sum allir spælt undir Seppsa leiðslu. Í 1983 varð Sepp valdur til ársins venjari í Danmark.

Hesi árini var stórur áhugi fyri danska landsliðnum í Føroyum, og hvørt mansbarn kendi Preben Elkjær, Allan Simonsen, Frank Arnesen, Søren Lerby, Michael Laudrup, ella hvussu teir allir eita. Tað sýnist, sum danir ikkii megna at fáa eitt so gott landslið aftur, sum í 80-árunum. Sepp spældi sjálvur fótbólt frá 1963 til 1972 og spældi 203 dystir fyri Werden Bremin. Hann spældi eisini seks landsdystir. Sepp hevur roynt mangt og hvat. Hann vandi eisini eitt skifti grønlendska og turkiska landsliðið.

Sepp er framvegis væl umtóktur í Danmark, har hann býr. Hann ferðast kring landið og heldur fyrilestrar, ja, so biður hann í lýsing danir keypa týska bilar. Myndin omanfyri er av Jákup Simonsen, Sepp Piontek og Jens Erik Magnussen. Á myndini eru Sepp í Føroyum og vitjar Fótbóltssambandið, og Jákup og Jens Erik eru um hetta mundið nevndarlimir í FSF. (Vagnur)

Júst soleiðis minnist eg sum smádrongur grindadrápini

$
0
0
Áhugaverd mynd, sum er gomul. Men hvussu gomul. 

Tá ið eg sá omanfyri myndina á Facebook, sveimaði tankarnir beinanvegin, og eg ímyndaði mær grindadrápinum, sum vóru á Eysturvág, tá ið eg var smádrongur og unglingi í Havn. Tá kundi grindin ikki fara upp á turt uttan nakrir fáir hvalir inni á sandinum við áarmunnan. Hvalirnir vórðu stungnir við hvalvákni, sum eru bannað fyri nú nógvum árum síðani. Nakrir hvalir vórðu eisini høgdir við sóknarongli og hálaðir upp á turt, har teir vórðu skornir á háls. Hátíðardagar vóru í Havn, tá ið grind legði beinini. Næmingarnir fingu frí úr skúla, og sannur veitslurómur var í býnum.

Ikki hugsaðu fólk tá um kviksilvur og PCB, og tá var eingin Pál Weihe at minna okkum á, hvussu skaðiligt tað er at eta ov nógv av tvøsti og spiki. PCB er eiturevni, sum hópast upp í føðiketuni, og sum er skaðiligt fyri menniskjalikamið. PCB er tildømis í byggitilfari, kunsttøðum og máling, og eru nú bannað í EU-londum, men PCB-ið er komið í umhvørki bæði á sjógvi og landi og verður seint ella slett ikki niðurbotið. Grindahvalurin, sum ferðast á okkara leiðum, er dálkaður, og mangan fáa vit tí at vita, at vit ikki mugu eta tvøst og spik ov ofta.

Myndin má vera frá fyrst í 1960-árunum.

Kanningar vísa, at kviksilvur tálmar mál, árvakni, minni, rørslu og rúmsansir. Og serlig boð eru til ungar gentur og kvinnur, at tær ikki mugu eta tvøst og spik, tí eiturið kann í ringasta føri føra til, at tær ikki fáa børn. Men aftur til grindadrápini á Eysturvág. Eg síggi fyri mær ávísar persónar, sum gjørdust púra villir, tá ið grind kom á Havnina. Stillir og friðarligir menn blivu púra ørir í høvdinum. Síggi fyri mær mynd av manni, sum svimur út til hval við grindaknívi í munninum.

Tá var grindadráp stuttligt og spennandi, men við árunum fánaði hugurin at fara í grind. Eg minnist einaferð, at ein hvalur lá undir pakkhúsinum hjá Landshandlinum, sum nú hýsir kappróðrarbátum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Har lá ein hampuliga stórur hvalur, og vit fóru at telja sárini frá hvalváknunum bara á einari síðu á hvalinum. Vit taldu 137 sár, og eg kann eisini minnast, at drápið, tá ið tað gekk av skriðuni, vardi í fleiri í tímar, tí mangan sluppu nakrir hvalir útaftur og so aftur at reka. Mangan sá út, sum summir menn bara stungu onkrastaðni á hvalinum.

Alt varð broytt í Havn, tá ið farið var í Sandagerð at halda grind til, men fyrstu árini var framvegis loyvt at brúka hvalvákn. Seinni bleiv hvalvákni bannað, og nú verður roynt av øllum alvi at fáa grindina at gera landgongd. Útlendingar hava vakin eygu við føroyingum, tá ið talan er um grindadráp, men seinastu árini er mótmælini fækkaði í tali. Eg skilji heilt væl, at útlendingar stúrsa við, tá ið teir síggja villar føroyingar í drápi, og vágin er blóðreyð. Føroyingur etur ikki eins nógv tvøst og spik, sum teir gjørdi á okkara ungum døgum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Nøkur minni og orð um megnarkvinnuna Frú Müller

$
0
0
Frú Müller á skrivstovuni. Megnarkvinnan var formaður í Reiðarafelagnum í tíggju ár. (Myndaeigari: John Müller)

Siti júst og hyggi at 70 ára gamlari mynd, sum eg fekk úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Tankar mínir leita aftur í barnaárini, og vit eru stødd við húsini hjá Frú Müller í Gongini og síggja eisini radiohandilin hjá Wellejus. pakkhúsið hjá Evensen og Kristnastovu. Síggi fyri mær, tá eg saman við ungdómsvininum Jan Müller nakrar ferðir var inni hjá Frú Müller, sum var omma Jan.

Vit vistu, at Hans Müller abbi Jan var deyður á ungum árum bert 36 ára gamal, og konan Frú Müller hevði sitið einkja í nógv ár. Søgan um Frü Müller er áhugaverd, tí tá maðurin fall frá, átók konan sær uppgávuna at reka DFDF avgreiðsluna og reiðaravirksemið, sum umfataði nógv fiskifør. Tað var um reppið, at Frú Müller tyngd av sorg fór av landinum, tá maðurin brádliga doyði í 1925. Nøkur orð um Frú Müller.

Hans og Ebba Müller áttu tveir syndir Ebbe (1917-1967) og Eidin (1921-1989). Eidin og konan Mia búðu við Landavegin og áttu synirnar Frank, Jan og Mikkjal, og Ebbe og konan Henny búðu í grannahúsunum hjá foreldrunum í Gongini og áttu børnini Hans, John og Ebbu. Ommubørnini róptu ommuna Bibi, hetta var kelinavn, sum omman hevði við sær úr Danmark, tí Frú Ebba Müller var donsk uppvaksin í Silkeborg fødd Zahle.

Frú Müller og Frú Danielsen. Ikki vist eg av, at økið æt Undir kjallara. Vit kendu bara navnið Müllers brúgv, sum var bygd um 1920. Húsið høgrumegin hjá Frú Müller og teimum var tikið niður, og Ebbe og konan Henny bygdu sær hús har í 1943. (Myndaeigari: John Müller)

Hans og Frú Müller høvdu góða útbúgving. Hans tók løgfrøðisligt embætisprógv í 1919 og fór beinanvegin at arbeiða í reiðarínum og DFDS arvgreiðsluni hjá pápanum Sørin Müller. Hann virkaði samstundis sum fulltrúi á amtsskrivistovuni, so hann kundi fáa viðurkenning sum løgfrøðingur. Í 1919 tók hann yvir DFDS avgreiðsluna og eisini reiðaravirksemið. Eitt skifti átti fyritøkan trettan fiskifør.

Mynd frá 1950, tá Harry S. Johansen og svenskur gestur spáka í Gongini. Vit síggja húsini hjá Ebbe og Henny, húsini hjá Frú Müller, Wellejus, pakkhúsið hjá Evensen og til høgru Kristnastova. (Mynd ur myndabók hjá Harry s. Johansen)

Í 1925 hendi stóra vannlukkan í Müller familjuna, tá Hans (1888-1925) brádliga smellur um og doyr bert 36 ára gamal, og har stendur Frú Müller eftir við tveimum smádreingjum Eidin og Ebbe og stórari fyritøku. Havi lisið onkrastaðni, at Frú Müller var so tyngd av sorg, at hon ætlaði at siga Føroyum farvæl og flyta til Danmarkar. Men hvussu við reiðaravirkseminum og DFDS avgreiðsluni?

Øll í Müller familjuni og onnur høvdu stóra virðing fyri Frú Müller, sum hevði góða útbúgving sum bankakvinna. Tey heittu inniliga á Frú Müller um at yvirtaka reiðaravirksemið og DFDS avgreiðsluna, og eftir umhugsunartíð gjørdi hon av at vera verandi. Frú Müller minkaði í næstum um reiðaravirksemið við fleiri skipunum men varðveitti DFDS avgreiðsluna.

Ommusynirnir Frank og Hans inni hjá Frú Müller. (Myndeigari: John Müller)

Tá Frú Müller var farin at eldast, læt hon í 1967 sonin Ebbe yvirtaka stjórastarvið hjá mammuni, men hetta vísti seg at vera stutt skotbrá teimum var unt afturat. Frú Müller doyði sama heystið og trettan mánaðir seinni fór Ebbe bert 51 ára gamal. Reiðaravirksemið var tá steðgað, men tey høvdu DFDF avgreiðsluna. Jóan Pauli Sørensen, sum arbeiddi á kontórinum, tók yvir summarsiglingina hjá DFDS og røkti virksemið, til tað steðgaði í 1992.

Frú Müller (1891-1967) var hábærslig og serlig kona, og inni hjá Frú Müller var hjá okkum unglingum hugaligt at koma. Altíð væl móttikin, og stovurnar vóru serligar, tí har vóru so nógvir vakrir eldri lutir at sjá.

Minnist, hvussu tey borðreiddu, tí har var við hvønn talerkin smáir borðdúkar rullaðir saman við silvurringi um, og hvør í familjuni ung sum eldri áttu sín ring, har navnið var graverað. Frú Müller tosaði danskt, tó at hon royndi at læra seg føroyskt, tá hon kom til Føroya, Men sum hon segði, fekk hon ikki rættiliga tak á bendingarlæruna, og so helt hon seg til tað danska. Men hon legði stóran dent á, at synirnir og ommubørnini dugdi væl at málbera seg á føroyskum, ja, og sjálvandi eisini á donskum.

Sigur nógv um dygdina hjá Frú Müller, at hon var forkvinna í Føroya Reiðarafelag í tíggju ár, sum var ein mansverð. Annars var eisini sagt um Frú Müller, at hon gjørdi lítið av húsligum arbeiði, tí virksemið á kontórinum gravdi so nógv av henni. Mangar eru arbeiðskonurnar, sum hava arbeitt hjá Frú Müller. (Vagnur)

Uppskoyti: Tríggjar av myndunum eru fingnar frá John ommusoni Frú Müller. Havi júst fingið at vita, at økið fram við sjóvarmálan har á leiðini eitur Undir kjallara, men kennist bara við navnið Müllers brúgv. Eitt skeltið stóð við gamla Sjóvinnubankan, men skeltið er ikki at síggja longur.

Her síggja vit húsini hjá Ebbe og Henny bygd høgrumegin hjá Frú Müller og teimum. (Mynd: Havnin – fólk og yrki.)

Bládúgvan reiðrast mest sum bara í Føroyum

$
0
0
Svarta rondin um hálsin á Turkadúgvuni sæst væl. (Mynd Vagnur)

Hevur tú breyðmolar og kastar teir á gøtuna fram við ánni í Plantasjuni, gongur lítið bil, so eru dúgvurnar hjá tær. Bládúgvan og Turkadúgvan. Serliga bládúgvan er ótrúliga vakur litfagur fuglur. Liturin er vakur grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini korkareyð og eyguni gulbrún. Bládúgvan er støðufuglur í Føroyum. Bládúgvan dámar best at liva nær sjógvi.

Vit strendurnar uttan um Miðjarðarhavið eiga tær nógvar. Men so reiðast tær onga aðrastaðni í Europa uttan í Føroyum, tó bert nakrar fáar við vesturstrond Noregs og Skotlands. Til búðstað velja tær sær holur í bergi og urðum, altíð út ímóti sjónum. Bládúgva er støðufuglur í Føroyum.

Vakra bládúgvan situr í kúrur í Plantajuni. (Mynd Vagnur)
Vakra dúgvan situr og kúrur í Plantajuni. (Mynd Vagnur)

Seinast í mars mánað fer steggin at draga stutt strá, sýruleggir, fjaðrar og tílíkt, sum bøgan ger til reiður. Bøgan verpur tvey hvít egg, og klekingar tíðin er um hálvatriðju viku. Tá ið ungarnir eru mánað gamlir, flúgva teir úr reiðrinum, og tá verpa tær gomlu fyri aðru ferð.

Turkadúgvan

Sambært bókini Fuglar í Norðurhøvum er ikki nógv av turkadúgvu í Føroyum. Turkadúgvan er heilt ljósamorreyð og hevur langt vel. Veingirnir eru smalir og vengjaarbroddarnir kubbutir. Hon er løtt á flogi, og so er ytsti parturin av velinum allur hvítur. Gamlar dúgvur hava svarta rond um nakkan fram við hálsin báðumegin. Turkadúgvan er komin úr Asia og dugir væl at lagað seg eftir viðurskiftunum í Europa. Hon heldur til við mannabúðstaðir, í urtagørðum og viðarlundum. Fuglafrøðingar rokna ikki við, at turkadúgvan fer at vaksa í tali í Føroyum, um ikki fleiri dúgvur koma afturat uttaneftir.

Hevur tú verið í stórbýum uttanlands, sært tú hópin av dúgvum, og tað eru fleiri enn hundrað ymisk dúgvusløg. Trupulleikin er, at tær tomu dúgvurnar blandast við villu dúgvurnar, tí fáa vit ymsu útsjóndirnar av dúgvum. Best kendar eru brævdúgvurnar, sum vit hava sæð nógv í filmum. Brævdúgvurnar flúgva skjótt, kanska meira enn 100 kilometrar um tíman. Nógv fólk serliga uttanlands hava dúgvur sum frítíðarítriv. Bládúgvan, sum er í Føroyum, blandast ikki við onnur dúgvusløg.

Einki er at ivast í, at nógvar tamar dúgvur eru komnar í Plantajuna, og serliga nógvar turkadúgvur er at síggja í løtuni, men torført er mangan at skilja ímillum dúgvusløgini. Eg haldi, at millum nógvu dúgvurnar í Plantajuni eru eisini Turtildúgvur, sum er lítil dimmur fuglur í mun til Turkadúgvuni. Og bókin Fuglar úr Norðurhøvum sigur frá um Holudúgvu og Mánadúgvi. Eg átti at kanna hetta nærri.  (Vagnur)

Bládúgvurnar í Plantajuni er blivnar tamar við tíðini. (Mynd Vagnur)
Bládúgvurnar í Plantajuni er blivnar tamar við tíðini. (Mynd Vagnur)

 

 

 

 

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsferð í Runavík í 1985

$
0
0
Kyndil dreingir 10 ár vinna FM-heitið í 1985. Standandi f. v: Hanus Jensen , Beinir Poulsen, Rúni Jákupson og Einar Vang. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hanus Kúrberg ,Hans á Lag, Búi Holm og Eyðun Samuelsen. (Mynd Vagnur)

35 ár eru liðin, síðani omanfyri mynd varð tikin í høllini í Runavík. Ein mynd sum hevur sína søgu. Vit sóu longu frá ungum árum, at sonur okkara Hanus Jensen hevði sera góð hondbóltsevni, og vit kastaðu og loftaðu mangan í gongini hjá okkum, so lampur og annað til tíðir fingu toyggið og brotnaðu. Eitt av málinum var úthurðin. Rannvá og eg spældu í Neistanum, og tað gjørdi Eyðun beiggi Hanus eisini. Hanus var mangan við til venjingar, serliga tá mamman vandi, har hann spældi bólt aftan fyri netini. Spurningur var bara um tíð, nær hann fór at venja skipaðan hondbólt í Neistanum.

Tá var eingin minihondbóltur ella U8 deild. Yngsta deildin var dreingir 10 ár, og enn var Hanus ov ungur at byrja í hesi deild. Seks, sjey ára gamal møtti hann tó upp til nakrar venjingar í Neistanum, men har vóru so mikið nógvir dreingir, at hann treivst slett ikki í hesi “jungluni”, tí tað kundi vera 40 til 50 dreingir á vøllinum í senn. Vit hildu, at hann kundi bíða eitt, tvey ár og bara halda fram at spæla við bóltin, sum hann var vanur at gera.

Kyndil dreingir 14 ár vinna FM-heitið 1989. St. fr. v: Hanus Kúrberg, Heini Midjord, Bjørn Kunoy, Hanus Jensen, Beinir Poulsen og Dia Midjord, venjari. Húkandi f.v: Búi Holm, Rani í Líð, Hans á Lag, Peter Lauritsen, Eyðun Samuelsen og Hans Thomasen. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)
Kyndil dreingir 14 ár vinna FM-heitið 1989. St. fr. v: Hanus Kúrberg, Heini Midjord, Bjørn Kunoy, Hanus Jensen, Beinir Poulsen og Dia Midjord, venjari. Húkandi f.v: Búi Holm, Rani í Líð, Hans á Lag, Peter Lauritsen, Eyðun Samuelsen og Hans Thomasen. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)

So upprann dagurin, at hann skuldi í skúla, og ein dagin kemur hann heim og sigur, at hann nú fer at spæla hondbólt. Vit spurdi ikki í hvørjum felag, tí sjálvandi var talan um Neistan. Eg spurdi hann, hvør venjarin var. Hann svarar, at tað var ein øgiliga langur maður. Vit funnu útav, at tað var Dia Midjord, og at talan var um at fara í Kyndil. Allir floksfelagirnir hildu við Kyndli. Meira var ikki tosað um hetta, og hann fór í Kyndil og treivst heilt væl frá byrjan.

Tá talan var um Hanus og Kyndil, kom ongantíð upp á tal, at hann skifti úr Kyndli í Neistan. Hann var vorðin kyndilsmaður og er framvegis kyndilsmaður. Onkuntíð spurdu fólk meg, um satt var, at eg hevði lovað Hanus súkklu og pening, um hann kom í Neistan, men hetta er ikki satt. Grønar kyndilstroyggjur hava hingið á snórinum hjá okkum. Yvirskriftina omanfyri valdi eg, tí í ár eru tretivu ár síðani, at Rannvá og eg fóru til í Runavíkar at síggja FM-finaludystin millum Kyndil a og Kyndil b dreingir 10 ár. Nú skuldu vit knappliga sita millum kyndilsfólk og síggja teir “grønu” spæla.

Kyndil vinnur mansunglingadeildina fimta árið á rað: Standandi f.v. Òlavur Debes, Bárður Mikkelsen, Høgni Hansen, Tróndur Joensen, Hanus Jensen, Rúni Poulsen og Annfinn Brekkstein, venjari. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hans Áki Dal Christianssen, John Heri Dam, Bernhard Petersen, Høgni Vilhelmsen, Ragnar Simonsen og Bárður B. Mikkelsen. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)
Kyndil vinnur mansunglingadeildina fimta árið á rað: Standandi f.v. Òlavur Debes, Bárður Mikkelsen, Høgni Hansen, Tróndur Joensen, Hanus Jensen, Rúni Poulsen og Annfinn Brekkstein, venjari. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hans Áki Dal Christiansen, John Heri Dam, Bernhard Petersen, Høgni Vilhelmsen, Ragnar Simonsen og Bárður B. Mikkelsen. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)

Hanus hevur upplivað nógvar frálíkar hondbóltsløtur í Kyndli, tí hann vann FM-heitið í dreingjum 10 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og mansunglingum. Hæddarpunktið var í 1994, tá hann var á kyndilsliðnum, sum vann FM-heitið í bestu mansdeild. Tá hann spældi í unglingadeildini, vóru mangan boð eftir honum eisini at spæla í 2. deild og 3. deild, og hann og Eyðun Samuelsen vunnu eisini hesar deildir saman við eldri kyndilsmonnum.

Kyndil vinnur FM-heitið í 1994. St.f. v: Dia Midjord, venjari, Jónleif Sólsker, Hanus Jensen, Nicklas Djurhuus, Tróndur Joensen, Rúni Poulsen og Hans Thomasen. Fremst f.v: Rúni Mohr, Bent Jákup Hansen, Høgni Vilhelmsen, Sophus Dal Christiansen, Hans á Lag, Bárður Johannessen og Petur Mittún. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)
Kyndil vinnur FM-heitið 1994 í bestu deildini. St.f. v: Dia Midjord, venjari, Jónleif Sólsker, Hanus Jensen, Nicklas Djurhuus, Tróndur Joensen, Rúni Poulsen og Hans Thomasen. Fremst f.v: Rúni Mohr, Bent Jákup Hansen, Høgni Vilhelmsen, Sophus Dal Christiansen, Hans á Lag, Bárður Johannessen og Petur Mittún. (Mynd Bjartur lýsir kyndilslogin)

Hanus var góður verjuspælari, hevði serliga hart langskot og hopskot, hann hevði gott skil fyri spælinum og dugdi væl at spæla linjuspælaran og at spæla hinar upp til skot. Tíverri steðgaði hondbóltsævintýrið knappliga og alt ov tíðliga. Hann var í læru á Tórshavnar skipasmiðju, tá hann var so óheppin at broyta armin í arbeiðsvanlukku. Tá hann skuldi á vøllin aftur, merkti hann okkurt í rygginum, tá hann skeyt hoppskot. Hesin skaðin hevur fylgt honum øll árini síðani. Arbeiðsskaðin gjørdi, at hann mátti gevast at spæla hondbólt og við øðrum ítrótti.

Hanus er framvegis kyndilsmaður og hjálpir eitt sindur til, tá sonurin spælir. Abbasonurin er trettan ára gamal og hevur eins og pápin góð hondbóltsevni. Hann spælir við dreingjum 14 ár hjá Kyndli. Soleiðis var ikki fyri tretivu árum síðani, tí Kyndil hevði hesi árini góð lið og nógvar spælarar í øllum deildum. (Vagnur)

Hans Holm hevur júst handað Hanusi og Kyndli dreingir 12 ár FM-steypið í 1987.
Hans Holm hevur júst handað Hanusi og Kyndli dreingir 12 ár FM-steypið í 1987.

Úr myndasavninum –Í 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31. 781 í Føroyum

$
0
0
Áhugaverd mynd frá 1950. Harry og svenski gesturin hyggja yvir Havnina. Nærmasta húsið høgrumegin eru tey hjá Tummasi Rubeksen og teimum. Áhugavert at síggja nógvu grótgarðarnar. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Aftur áhugaverd mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Harry og konan Bette høvdu vitjan úr Svøríki, og á myndini sigur Harry svensku konuni um Havnina. Myndin er frá 1950, og 1. januar 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Løgið at hugsa sær, at nú búgva fimm túsund fólk í Hoyvíkshaganum, og fólkatalið í kommununi er farin upp um 20.000 fólk. Áhugavert at síggja, hvussu lítið er bygt á Trapputrøðni og har um leiðir og eisini Undir Varða. Vøkru grótgarðarnir um Havnini eru á síggja á eldri myndum, men nógvir av garðunum eru tí verri burtur.

Tíðírnar í Føroyum vóru ikki góðar í 1950-árunum. Arbeiðisloysi, og millum annað fóru fólk til íslands at arbeiða fisk um summarið. Nógv fólk fluttu til Havnar, og er íbúðarneyðin í dag stór í Havn, so var hon ikki minni í 1950 árunum. Man hoyrdi mangan, at tað búði fólk av bygd í hvørjum kjallara í Havn, og flytingin í prosentum hevur nokk ongantíð verið størri enn í 1950 árunum. Ikki fór at lýsna fyrr enn seinast í 1960-árunum og serliga í 1970-árunum. (Vagnur)


Úr myndasavninum – Vit eru stødd úti á Molanum í 1950

$
0
0
Úti á Molanum í 1950. Hegnrullur, oljutunnur og fólk hvørt um annað. Fremst mitt fyri síggjast Bette til vinstru, síðan Helena Hansen og Harry. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen) 

Vit eru stødd úti á Molanum í 1950, og Molin var ikki so langur, sum hann er nú. Einki flogsamband einans ferðamannaskipini Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum og Drotningin hjá DFDS. Minnist, hvussu nógv fólk leitaðu sær út at Eysturu bryggju, tá ferðamannaskipini løgdu at bryggju. Summi høvdu næstringar umborð, onnur bara av forvitni at hyggja at fólki og skipi. Molin var heilt serligt stað í Havn, tí í 1950 búðu 5000 fólk í býnum, og ikki var koyrandi longur til gamla enda á Oyggjarvegnum og ikki til Kalbaks. Høvdu fólk verið í dansi ella á møti, ja, so fóru fólk túr út á Molan. “Kajtúr”, sum var rópt tá.

Við sorgblídni at síggja myndina, tí á brygguni standa hjúnini Bette og Harry S. Johansen. Millum tey bæði Helena Hansen kona “Millionærin”, sum fostraði upp Bette, frá tí hon var trý ára gomul. Á myndini er Bette við barn, og nakrar mánaðir seinni átti Betty dóttir, men Betty doyði í sambandi við føðingina, og Harry sat eftir sum einkimaður og gentubarni. Syrgilig støða hjá Harry.

Á Molanum er hugaligt at síggja tokulúðurin og vitan. Sjálvandi gjørdist meira fátæksligt, tá havnarfólk misti Molan, sum kundi sagt frá mongum kærleiks – og vinartúrum út á Molan. Minnist eisini, hvussu nógv fólk mangan stóðu á seyðabergi á Molanum, og eisini mongu fólkini, sum stimaðu út á Molan at veittra seinasta farvæl til næstringar umborð á Tjaldrinum og Drotningini. (Vagnur)

Eg gekk í 1977 á møti hjá Jehova vitnum í ein mánað

$
0
0
Nú ein dagin fekk eg blaðið "Vagttårnet" í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.
Nú ein dagin fekk eg blaðið “Vagttårnet” í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Tá ið eg gekk á Føroya læraraskúla frá 1974 til 1979 var kristni ella rættari sagt “religión” ein av lærugreinunum. Í 1977 skuldu vit skriva høvuðsuppgávu í kristni, og valdi eg at skriva um Jehova vitni í Føroyum, har eg serliga legði dent á søguliga partin. Eg tosaði við nógv fólk, m.a. við varabispin Eivind Vilhelm. Í 1977 var Ríkissalurin hjá Jehova vitnum í húsunum hjá Rasmusi og Aase Nygaard við Noregsveg. Ríkissalurin í Havn er nú Yviri við Strond.

Tá ið vit skuldu velja evni at skriva um í uppgávuni, skrivaði lærarin nakrar møguleikar á talvuna, men eg var nakað seinur á sjóvarfallinum, tí vóru fá evni eftir at velja ímillum. Eg kendi eitt sindur brøðurnar Rasmus og Kaj Nygaard, sum vóru rútavaskarar í Havn, og sum eg visti vóru Jehova vitni. “Eg velji at skriva um Jehova vitni”, helt eg uttan at gera mær far um, hvat eg vildi skriva um, tí ikki var eg tá kønur í Bíbliuni. Fari fyrst og fremst at skriva um søguliga partin, og tað man fara at ganga.

Í 1977 var Ríkissalurin í niðaru hædd í húsinum hjá Rasmus Nygaard við Noregsveg. (Mynd Vagnur)
Í 1977 var Ríkissalurin í niðaru hædd í húsinum hjá Rasmusi Nygaard við Noregsveg. (Mynd Vagnur)

Fyrst gekk leiðin á bókasavnið at læna bók um Jehova vitni, og hetta var áhugaverdur lesnaður. Tað var adventisturin Charles Taze Russell úr Pennsylvania í USA, sum í 1870 legði fyrstu lunnarnar undir Jehova vitni, sum fyrstu nógvu árini æt “bíbliustudentarnir”. Høvuðsmunurin millum Jehova vitni og onnur trúðarsamfeløg er, at Jehova vitni avvísa tríeinigheitslæruna, læruna um tað brennandi helviti, og at sálin er ódeyðulig. Jehova vitni halda ikki jól, páskir og føðingardagar. Tey eru hernoktarar, lata ikki blóð, og tey velja ikki til býráð ella løgting, tí tey siga, at tað er bara “ein”, sum stýrir øllum, og tað er Jehova.

Annars leggur trúðarsamfelagið stóran dent á at boða frá, at “paradísið” einaferð verður á jørðini, og tað er í hesum sambandi, at vit hava hoyrt um heimsins enda. Heimsins endi merkir í teirra hugaheimi, at einaferð verður alt ónt týnt og ruddað burtur á jørðini, og eftir er bara alt tað góða, “paradísið”.

Mynd av Ingrid Joensen stendur í myndinabókini Tórshavn frá 1976.
Mynd av Ingrid Joensen stendur í myndinabókini Tórshavn frá 1976.

Tað eru umleið átta milliónir vitni í heiminum, í Danmark eru eini 15.000 og í Føroyum umleið 140 vitni. Fýra ríkissalar eru í Føroyum, í Havn, Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri. Bløðini “Vagttårnet” og “Vågn op” verða prentað í 45 milliónum eintøkum, givin út í 239 londum og oyggjasamfeløgum á 600 málum.Tað, sum vit vita um fyrstu Jehova vitni í Føroyum, er, at tey fyrstu komu til Føroya í 1952, og fyrsti ríkissalurin var í einum sethúsum í Vørðsluni í Havn.

Í 1916 doyr Charles Taze Russell, og nýggjur leiðari gjørdist Joseph Franklin Rutherford, sum var leiðari til 1942. Undir leiðslu Russells æt felagsskapurin “bíbliustudentarnir”, men í 1931 broytti Rutherford  navnið til Jehova vitni.

Eg gekk á møti tríggjar ferðir um vikuna

Eg var væl móttikin, tá ið eg fyrstu ferð trein inn í møtisalin við Noregsveg. Møti var sunnumorgun og tvær ferðir mitt í viku. Serliga minnist eg “teokratiska skúlan”, har fólk lærdu at viðgera eitt evni skjótt og greitt, sum tey skuldu brúka, tá ið tey vitjaðu føroysku heimini. Eisini fyriskipaðu tey bókatími heima hjá vitnum, har eg eisini var við. Fyrsta føroyska kvinnan, sum gjørdist limur í Jehova vitnum, var Ingrid Joensen, sum búði í Hornabø, har eg vitjaði hana.

Í 1985 flutti Jehova Vitni í nýggjar Ríkissal Yviri við Strond. (Mynd Vagnur)
Í 1985 flutti Jehova vitni í nýggjan Ríkissal Yviri við Strond. (Mynd Vagnur)

Ingrid vaks upp í Skotlandi og dugdi ikki væl at tosa føroyskt. Hon segði mær, at einaferð bankaðu tvey donsk fólk úr Jehova vitnum á dyrnar hjá henni. Hon var niðri í gongini og ruddaði, men hon vildi ikki hava nakað við vitnini at gera. Vitnini løgdu lítla bók á máttuna í gongini, áðrenn tey fóru av stað aftur. Seinni fór Ingrid at lesa bóklingin, og tá fann hon útav, at hetta var júst nakað fyri hana. Ingrid sást í Havnar gøtum í tænastuni fyri Jehova vitnum. Ein ótrúliga áhugaverd og fitt kona at tosa við.

Nógvar mannagongdir eru broyttar í Jehova vitnum, síðani eg skrivaði uppgávuna. Í sjónvarpinum og øðrum fjølmiðlum síggja og lesa vit um fólk, sum er farin úr trúðarsamfelagnum, og har hava Jehova vitni strangar reglur. Velur tú at fara úr trúðarsamfelagnum, verða øll bond, eisini mangan familjubond, kvett við viðkomandi. Jehova vitni er annars eitt afturlatið trúðarsamfelag. Eisini tosaði eg við fólk, sum ikki høvdu nakað við Jehova vitni at gera millum annað Eivind Vilhelm táverandi varabisp í Føroyum, .

Fyrsti ríkissalur hjá Jehovas vitnum var í Vørðsluni hús nr. 2. (Mynd Vagnur)
Fyrsti ríkissalur hjá Jehova vitnum var í Vørðsluni  í  Havn. (Mynd Vagnur)

Føroyingurin er torførur at flyta andaliga, og tí eru Jehova vitni bara eini 140 í Føroyum. Nógv kann skrivast um Jehova vitni, men eg vil bara leggja aftrat, at pápi mín dámdi ikki væl, at eg gekk á møti hjá teimum. Óivað helt hann, at tey kundi ávirka meg. Eisini minnist eg, at eg møtti einum manni, sum var granni hjá ríkissalinum við Noregsveg. Hann steðgaði mær einaferð, tá eg kom spákandi út eftir Landaveginum við tasku í hond og helt leiðina í ríkissalin. Hann spurdi meg, um eg var vorðin óður í høvdinum. Men tá eg segði honum frá uppgávuni, fekk pípan annað ljóð. Eitt skulu tey í Jehova vitnum eiga, og tað er, at eg var ótrúliga væl móttikin serliga av brøðrunum Kaj og Rasmusi Nygaard. (Vagnur)

Myndin er úr blaðnum "Vågn op" i høvuðsgrein, at tú skalt varða teg ímóti kriminalitiet. Tey duga væl at velja røttu myndirnar, sum røra kenslurnar.
Myndin er úr blaðnum “Vågn op” har høvuðsgreinin sigur frá, at tú skalt varða teg ímóti kriminaliteti. Tey duga  ótrúliga væl at velja røttu myndirnar, sum røra kenslurnar hjá lesaranum.

Úr myndasavninum – Í 1969 spældu menninir FM í oldboys

$
0
0
Neistin oldboys 1969. St.f.v: Hans Holm  Poul Johannes Johansen, Henning Eysturoy, Hildibjart Johansen og Eigil Lyngsø. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Eivind Dam og Evald Larsen.

Tað gongur ikki væl at finna myndir av eldri mansliðnum. Neistamenn vóru meistarar í 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi spurt familju og spælarar frá hesum árum, so er eingin mynd at finna. Harafturímóti havi eg funnið upprunamyndina av oldboysliðnum hjá Neistanum frá 1969. Roynt varð hetta árið at skipa fyri FM-kapping í oldboys, men bara VÍF, Neistin og TB meldaðu til kappingina. Og í seinastu løtu meldaði TB frá, tí spældu bara Neistin og VÍF. Liðini spældu fyrst ein dyst hvør ímóti øðrum í Havn og í Vestmanna, men javnleikur var millum liðini. Avgjørt varð tí at spæla nýggja kapping, og har eydnaðist neistamonnum at vinna FM-heitið. Á neistaliðnum spældu spælarar, sum eisini mannaðu neistaliðið í 50 árunum. Myndin av neistamonnum er tikin í Vestmanna. Spælt varð bara í 1969 um FM-heitið í oldboys. (Vagnur)

Mina Wilhelm seymaði hattar og húgvur, og skraddar Debes seymaði frakkar og draktir

$
0
0
Mamma helt hattin vera dekan ov ógvuligan. Smágentan er systir Christin.
Mamma helt hattin vera dekan ov ógvusligan. Smágentan er systir mín Christin.

Eg fann ein dagin í myndagoymsluni hjá mammu eina ungdómsmynd av henni. Hon hevði á høvdinum serligan hatt. Myndin er frá 1942. Altíð áugavert at práta við mammu um farnar tíðir, men henda dagin vildi hon ikki so væl at tosa um júst henda hattin, tí sum hon segði: – Hann gjørdist dekan ov ógvusligur, sum eg ikki ætlaði. Mina Wilhelm var “modist” og hevði handil og seymistovu í heiminum í Niels Finsensgøtu, har Suðuroyr Sparikassi heldur til. Men hvat er ein modistur?

Mina f. 1915 í Vági og d. 1998.
Mina f. 1915 í Vági og d. 1998.

Mina, sum er fødd í 1915, kom sum ung úr Vági til Havnar og fór síðani til Keypmannahavnar at læra til modist, sum er persónur, sum snikkar til handseymaðar hattar og húgvur. Tú kundi biðja Minu sveyma tær hatt ella húgvu eftir máti, og Mina seymaði eisini “seriu” av húgvum, sum til tildømis seinni stundentarhúgvur í hópatali.

Ein modistur ikki bara seymar og klippur, hann skal eisini koma við hugskotum til kundan, hvør nú hattur ella húgva júst passar best til viðkomandi. Hon ella hann skal hava handalag og sans fyri móta og litum til tann einstaka. Modisturin skal eisini kunna broyta hattar og húgvur, sum kanska vóru slitnir og máttu vendast.  Alt hetta prátaði eg við mammu um. Mina og mamma gingu í sama binduklubba í trýs ár, og mamma keypti mangan hattin frá Minu. Og hon sigur:

– Ein góður vetrarfrakki ella sunnudagsfrakki var kostnaðarmikil at útvega sær. Eg minnist, at eg sum ung keypti ein frakka hjá Essaba fyri 100 krónur. Hetta var nógvur peningur tá, tí eg forvann 50 krónur um mánaðin sum skrivari hjá sakføraranum Husted Andersen. Frakkin var goldin í tveimum tvær ferðir 50 krónur. Vanligt var, at fólk keyptu frakka “uppá avbetaling”, sum tað æt tá.

– Skuldi tú hava góða dragt, so var at fara til skraddar Debes, sum helt til í Bringsnagøtu. Har fekk eg onkra dragt og frakka seymaðan eftir máti. Klæðini vóru gjørt úr góðum tilfari, og frakkar og dragtir hildu í nógv ár. Tú skifti ikki hesi klæði út í tíð og ótíð.

Sigrid omma hevur fjøður í hattinum. Kanska gásafjøður.
Sigrid omma hevur fjøður í hattinum. Kanska gásafjøður.

– Skaddar Debes var ikki altíð at lýta á, tí hann helt mangan ikki gjørdar avtalur. Minnist eina søgu um skraddar Debes og ein mann, sum skuldi hava nýggjan frakka seymaðan. Tá maðurin kom eftir frakkanum, sá hann skræddar Debes í vindeyganum, men tá hann bankaði á dyrnar, var eingin skraddari at síggja. Hann fór at leita í húsinum, og at enda fann hann skraddaran sita í trappuni undir lemminum niður í kjallaran. Skraddarin var ikki byrjaður at seyma frakkan, sum skuldi lata júst í dag. Samvitskan nívdi.

– Eg minnist, tá Mina kom úr Vági til Havnar, har hon eisini hevði seymað ymist. Hon fór til Danmarkar at læra til “modist” og afturkomin til Havnar læt hon upp seymistovu og handil í Niels Finsensgøtu. Hetta var fyri kríggið kanska 1935/1936. Hon búði í húsinum, hevði seymistovu, og handil við sýnisglugga út ímóti vegnum.

– Tá í tíðini gingu kvinnurnar í hatti og húgvum, og menn í hatti og keppi. Fólk høvdu altíð okkurt á høvdinum, hetta sær mann eisini á gomlum myndum. Eg minnist, at Elin systir Ebbu Mortensen stóð í læru hjá Minu.

– Móti skiftir, og tað gjørdi hann eisini tá. Eg minnist, at eina tíð gingu serliga ungar kvinnur við turriklæði um høvdið bundið sum ein turban, har turriklæðið var fest aftan, sigur mamma at enda.

Sjálvur minnist eg við Landavegin, at nakrir menn bóru hat og langan frakka. Eisini minnist eg stórur hattarnar, sum kvinnur bóru, ja, fyri eini tjúgu tredivu árum síðani. Hattar við heilt stórum skugga, sum tú nú sjáldan sært longur. (Vagnur)

Mina búði og hevði handil og seymustovu í húsi í Niels Finsensgøtu.
Mina búði og hevði handil og seymustovu í húsi í Niels Finsensgøtu.
Menn bóru altíð hat ella húgvuá høvdinum. Manning umborð á sluppini Grundick í 1942.
Menn bóru altíð hat ella húgvuá høvdinum. Manning umborð á sluppini Grundick í 1942.

Hvíldarheimið Naina frá 1936 hevur kensluborna og áhugaverda søgu

$
0
0
Mynd frá 1950. Til vinstru húsini hjá viðoyinginum, síðani Hvíldarheimið og húsini hjá Finni Helmsdal. Frálílt og vælvalt økið at byggja Hvíldarheimið. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen,)

Tá tú úr myndabók hjá Harry S. Johansen fekk mynd frá 1950, har tú sært niðan í Gundadal og Hvíldarheimið Naina, komst tú tat hugsa um bókina Hvíldarheimið Naina 1936-2016. Hvíldarheimið fylti áttati ár í 2016, og í hesum sambandi kom út forvitnislig og góð bók, sum Hanna S. Absalonsen skrivaði. Tú hevði hoyrt og sæð, hví Hvíldarheimið í 1936 fekk navnið Naina, men nú vildi tú kanna hetta nærri og havi lisið bókina.

Naina Scharla Nielsen fødd 29. august 1893 var úr danska býnum Bromme í Sjællandi og flutti seinni til Lynge sunnan fyri Sorø. Foreldrini góvu dóttrini navnið Naina, tí tey hildu, at staðarnavnið Nain, sum er nevnt í Bíbliuni, var vakurt navn og hóskaði til dóttrina. Innsavningin til Hvíldarheimið var eindømi í Føroyum, tí 3.200 gevarar harav 800 skúlabørn lótu pening til nýggja Hvíldarheimið, sum var vígt 23. februar 1936. .

Naina Scharla Nielsen (1893-1934) var fødd í Danmark.

Eftir lokna skúlagongd í Lynge fór Naina á húsarhaldslæraraskúlan Ankerhus, har leiðarin stýrdi skúlanum við myndugleika. Hennara sterka kristna persónsmenska lærdi næmingarnar at skapa virðing og kærleika, so teir mentust at vera væl útbúnir at taka við leiðarastørvum í samfelagnum.

Naina var eftir prógvið síðani lærari í nøkrum húsarhaldsskúlum á Sjællandi, og har kom hon í samband við føroyskar næmingar, sum greiddi henni frá viðurskiftum í Føroyum. Hetta førdi til, at á sumri 1926 kom Naina fyrstu ferð til Føroya.

Øll sóu beinanvegin, at konan var konubrot, tí hon byrjaða beinanvegin at undirvísa í matgerð í Havn og ymsum bygdum. Longu í 1927 keyptu hon grundøki í Havn, tí hon vildi byggja húsarhaldsskúla, sum var liðugur í 1929. Sjúkrasystirin Alma Emilia Juhlert, sum var donsk, var sett í starv á skúlanum at undirvísa í barnarøkt og fyrstuhjálp, vanligari heilsurøkt og reinføri.

Naina hevði nógvar ætlanir, tí hon sá í føroyska samfelagnum, at korini hjá føroyskum kvinnum og gerandisdagurin hjá føroyskum húsmøðrum var strevin við arbeiði úti og inni við nógvum børnum. Hon sá eisini, at korini hjá hesum kvinnum vóru ikki altíð av teimum bestu, sum serliga vóru møddar av nógvum barnsburðum. Tær trongdu at fáa stað at hvíla seg til tess at koma fyri seg aftur. Naina spældi sær tí við hugsjónini at byggja hvíldarheim.

Men tíverri kom Naina ikki sjálv at gera hugsjónina til veruleika, tí longu í 1930 á ferð í Amerika gjørdist hon sjúk av krabbameini. Hóast svára sjúku hevði Naina framtíðarynski at byggja hvíldarheim upp í húsarhaldsskúlan. Hon bar fleiri ferðir upp á mál við Almu Juhlert um ætlanina. Men hetta broyttist alt, tí lívsdagarnir hjá Nainu vóru taldir.

Hjúnini E og Alma Juhlert seldu húsini við Tinghúsvegin, og peningurin fór til Hvíldarheimið. (Mynd bókin Hvíldarheimið Naina)

Vakran summardag í 1934 komu boð eftir vinkonuni Almu, tí nú hevði Naina so nógva pínu, at hon var flutt á sjúkrahúsið. Krabbameinsjúkan var komin í beinagrindina, og longu. 8. september 1934 andaðist Naina bert 41 ára gomul.

Alma Juhlert sjúkrasystir slóðar víðari fyri hvíldarheimið

Alma Juhlert og  Anna Winther Lützen samstarvsfelagir hjá Nainu fingu ábyrgdina av, at síðsti viljin var framdur hjá Nainu. Naina hevði skrivað testamentið, og ognirnar hjá henni skuldi slóða fyri hvíldarheimi. Eftir fundir tær báðar høvdu við almennar myndugleikar tað veri seg sjúkrahúsið, kommunur og landið var gjørt av, at húsarhaldshúsini hjá Nainu, sum nú eitur Uppistova eystan fyri Losjuna, ikki vóru egnaði til hvíldarheim. Tí vóru ognirnar seldar og farið var at leita eftir nýggjum grundøki.

Mynd av Hvíldarheiminum frá 1936. H.C.W Tórgarð teknaði húsið  og var byggimeistari. Frits Hansen gjørdi timburarbeiðið og Maskinsnikkaravirkið í Miðvági snikkaraarbeiðið. Nyholm Debes legði sanitet og Kaj Hansen sentrahita, Andreas Mouritsen málaði heimið og Leif Mohr stóð fyri el.innleggingini. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Víst var á øki við Plantasjuna, men politisk ósemja var í býráðnum, um hvíldarheim kundi ikki byggjast á øki, sum var ætlað til plantasju. Men Ringberg amtmaður loysti knútin, og tey fingu 600 fermetrar stórt øki, har Hvíldarheimið nú stendur. Eitt var grundøkið, annað var at útvega fígging til hvíldarheim, tí ringur tíðir vóru í 1930-árunum.

Hvíldarheimið kostaði 55.000 krónur at byggja við øllum. Ognin hjá Nainu gav 9.000 krónur, tá húsini vóru seld til Jens í Dali. Rørandi at síggja, hvussu innsavningin fór fram eisini í Danmark. Skriv var sent í hvørt hús í Føroyum, og tá avtornaði høvdu 3.200 gevarar harav 800 skúlanæmingar kring landið latið pening til Hvíldarheimið. Innsavningin gav 15.000 krónur, men enn var ikki nógmikið av peningi.

Sjúkrasysturin Alma Juhlert við borðendan var fyristøðakvinna árini 1936 til 1945. Hon slóðaði veruliga fyri ynskinum hjá Nainu um tiltronkt hvíldarheim. (Mynd bókini Hvíldarheimið Naina)

Alma Juhlert var fantastisk, tí hon fór innsavningarferð til Danmarkar, har hon vitjaði Guð og hvønn mann, sum kundi geva sítt íkast til hvíldarheim í Føroyum. Hon kom aftur við 22.000 krónum. Tað var H.CW. Tórgarð, sum teknaði Hvíldarheimið og var byggimeistari. Alma var somikið snild á danmarkarferðini, at hon fekk betonfyritøku at lata sementið til heimið ógvuliga bíliga.

Jákup Dahl próstur vígdi 23. februar 1936 Hvíldarheimið. Alma gjørdist fyristøðukvinna og maðurin Ehrenfred Juhlert gjørdist nevndarformaður og hevði rokniskapin. Tey brendu so mikið fyri Hvíldarheiminum, tí tá stóð á fíggjarliga frá byrjan, seldu tey húsini hjá sær við Tinghúsvegin og góvu Hvíldarheiminum allan peningin. Tey bæði búðu í lítlari íbúð í Hvíldarheiminum, og eitt skifti fekk Alma sær ongan løn, men tey bæði livdu av lønini,  maðurin fekk sum postavgreiðslumaður.

Hvíldarheimið í vøkrum umhvørvi. (Mynd Vagnur)

Kann leggja aftrat, at nógv onnur vóru góð við Hvíldarheimið, tí ein systur Nainu, sum búði í Kanada, sendi 2000 krónur, og Ollufa Brandt dóttir amtmannin Dahlerup stuðlaði byggingini av Hvíldarheiminum og stovnaði gávugrunnin Amtmand Dahllerups legat, har peningur hvørt ár var latin til Hvíldarheimið.

Í 1946 fóru Juhlert hjúnini úr Føroyum, men boð vóru eftir teimum aftur í 1964, tí tá var raksturin hjá Hvíldarheiminum vorðin so tungur, at heimið mátti steingja. Juhlert hjúnini komu til Føroya at fáa Hvíldarheimið á føtur aftur. Tey tosaðu við landsins myndugleikar og kommunurnar, og alt endaði við, at Hvíldarheimið fekk nóg mikið av stuðli frá landi og kommunum, at framtíðin var bjargað. Hvíldarheimið læt uppaftur í 1965 og stendur í 2020 sum ljósur varði við Plantasjuna í Havn.

Hvíldarheimið hevur rørandi og áhugaverda søgu, og undirritaði fekk hugskotið til greinina, eftir at fyrrverandi fyristøðukvinnan Ása Kiærbech Olsen um páskirnar andaðist. Tað var hon, sum í 2015 tók stig at fáa Hannu S. Absalonsen at skriva bókina Hvildarheimið Naina 1936-2016. Í 2016 fylti Hvíldarheimið áttati ár. Undirritaði kom fyrst í 1970 – árunum at búgva nær Plantasjuni og Hvíldarheiminum, og serliga minnist eg nógvu barnakonurnar, sum búði á Hvíldarheiminum, tí tær skuldu eiga hvørja løtu. Síggi tær fyri mær spáka í grannalagnum, men barnakonur síggjast ikki longur við Hvíldarheimið. (Vagnur)

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>