Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.
Tá eg sá hesa frálíku myndina á Facebook, droymdi eg meg aftur í tíðina, tá ið vit sum smádreingir spældu niðri við sjóvarmálan. Pápi okkara var altíð bangin um okkum í sambandi við sjógv, og hann legði stóran dent á, at vit lærdu okkum at svimja úti í Sandá. Eg fekk hug at skriva niðanfyri stuttu stuttsøgu.
Lítli Einar ætlar sær at læra til skipara eins og abbin
Lítli Einar situr í dráttinum í Vágsbotni og bíðar eftir pápanum, sum er farin inn til Andreas í Vágsbotni at keypa klæði, tí hann um fáar dagar skal við slupp til Íslands. – Nú situr tú stillur her, meðan pápi fer í handilin at keypa gummistylvar, handskar og nøkur ullint undirklæði, sigur pápin, sum ikki er bangin um sonin, tí hann sær úr handilsglugganum oman í dráttin.
Durdarverður og heitt henda leygarmorgun, og Lítli Einar situr stillur, sum pápin sigur. Bæði mamman og pápin hava lagt børnunum eina við, at tey ikki fara oman til sjóvarmálan, fyrr enn tey duga at svimja. Tey búgvi í Bøgøtu skamt frá sjóvarmálanum. Lítli Einar er væl hýrdur í stuttum buksum, bundnum vesti og nýggjum gummiskóm við hvítum botni og ger, sum pápin sigur.
Lítli Einar sær tveir smádreingir koma rógvandi í árabáti inn móti bryggjuni, og tá fara tankarnir at reika hjá Lítla Einari. Abbin í Havn eitur eisini Einar, og tí rópa tey dreingin Lítli Einar. – Tá eg veri stórur, skal eg vera sjómaður eins og pápi. Og eg ætli mær at læra til skipara eins og Einar abbi. Eg tími ikki at standa við snøri, tí pápi sigur, at hetta er strævið arbeiði, og serliga, tí menninir kappast um at fiska. Teir hava lippukassar umborð hjá pápa og teimum, hugsar Lítli Einar sum starir út á vágna og spælir við nakrar smásteinar, meðan tankarnir reika í allar ættir.
Ein eldri maður kemur fram við og spyr dreingin, hvat foreldrini siga, at hann einsamallur er so nær sjónum. – Eg eri ikki einsamallur, pápi keypur í handlinum har uppi og bað meg sita pinna stillur, til hann kom aftur. Her er so nógv spennandi at síggja.
– Eigur tú handa lastbilin, sum stendur har yviri? Spyr Lítli Einar mannin, sum umvælir bát sín nakað niðan frá dráttinum. – Nei, góði, handa lastbilin eigur Júst Sivertsen. Hví spyrt tú, ætlar tú tær at koyra lastbil, tá tú verður stórur? – Nei, eg ætli mær at gerast skipari eins og abbi, sigur Lítli Einar og vendir eyguni ímóti manninum. – Rætt gerst tú góði, men ansa nú eftir sjónum, segði maðurin og fór niðan til bát sín.
Løtu seinni kemur pápin við tveimum stórum posum í hondini. – Nú góði, tú situr í sama stað. Hvat prátaðu tú og maðurin um, tit prátaðu eina løtu saman. – Eg spurdi mannin, um hann átti handa stóra lastbilin har yviri, men tað átti hann ikki. Eg segði honum, at tá eg verði stórur, ætli eg mær at læra til skipara eins og Einar abbi. – Rætt gerst tú, men nú fara vit at hyggja at lastbilinum og kanska kanst tú sleppa umborð til báðar dreingirnar í hasum bátinum.
– Nei, pápi, eg havi verið umborð á bátinum og eisini siti við rórið í lastbilinum. – Hevur tú tað, eg segði tær, at tú skuldi sita stillur, meðan eg fór í handils, sigur pápin, sum veit, at sonurin sat í sama stað alla tíðina.
– Pápi, tá tú fórt niðan í handilin, sá eg Lítla Einar koyra stóra lastbilin, og hann sat eisini við árarnar umborð á hasum bátinum. Men tað var í tonkunum pápi, segði Lítli Einar og reisti seg og hjálpti pápanum at bera annan posa til húsa. (Vagnur)
Í fjør 24. juni fór pápabeiggin Vagn Erik Michelsen 92 ár ára gamal. Hann búði á Tjarnargarði í tólv ár, og tá vit ruddaðu og tømdu kamarið, fekk eg forvitnisligu og góðu myndina í varðveitslu. Bambus tók myndina av systkinabarninum, tá hon var doypt fyri 64 árum síðani. Við sorgblídni at síggja gummur og gubbar, men eisini hugaligt at síggja hesi fólkini, sum er ættarlið undan okkum.
Á myndni síggja vit standandi frá vinstru Johannes Weihe (1902-1981) róptur Hannis, Helge Dahl Michelsen (1913-1985), Aage Michelsen (1911-1982) og Niels Arge (1909-1974). Fremst sita Christina Weihe (1906-1995) rópt Kittan og Birthe Helena Arge (1913-1986)
Húsini hjá Vagn Erik og Petru vóru reist á sumri í 1953. Fremst Vagn Erik og Petra, og timuburmenninir eru frá vinstru Frits, Fjørdal, sonur Fjørdal og Edvard. Unga parið bygdu sær fyrst húsini og seinni vóru tey gift.
Johannes og Kittan vóru systkin, og tað vóru Helge og Aage eisini. Niels og Birthe Helena Arge vóru maður og kona, og so vóru Kittan og Birthe Helena systkinabørn. Helge var pápi okkara og Aage pápabeiggi, men tú komst eisini í sambandi við hini fólkini á myndini, tí tey komu til Petru og Vagn Erik í Varðabú, tá føðingardagur vóru..
Tá eg hugsi um Elina systkinabarnið, sum var doypt henda dagin, so leita tankarnir til hørðu lagnuna, familja hjá Vagn Erik og teimum fekk á lívsleiðini. Vagn Erik og Petra vóru fyrikomandi og fitt fólk, og hjálpin var stór frá teimum báðum, tá mamma okkara gjørdist sjúk og mátti til Danmarkar í 1960-árunum. Umframt Elina, sum verður doypt á myndini, átti Vagn Erik og Petra dóttrina Minnu. Hon var menningartarna men ógvuliga lívsglað. Nítjan ára gomul fór Minna til Danmarkar, men í 2013 hendi syrgilig hending, tí Minna bleiv knappliga burtur. Hon doyði í 2013 føst í dýki og er grivin í Danmark.
Vagn Erik plagdi at siga í skemti við okkum ungu, at sjálvandi smíða tit tykkum hús, áðrenn tit giftast. Hetta gjørdu Vagn Erik og Petra, men torført var hjá okkum ungu liva upp til hetta. (Vagnur)
Kongaminni er vakurt listaverk, sum stendur á vælvaldum plássi. (Mynd Vagnur)
Tá ið tú kemur inn í vøkru katólsku Mariukirkjuni í Havn, hongur vakurt rannróknarskip í kirkjuni. Vinnmaður mín FinnBjørn Guttesen hevur sent mær nakað um rannróknarskipið, sum sakk í Íslandi í 1936. Fjøruti mans vóru við skipinum, bara 3. stýrimaður bjargaðist. . Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum.
Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum.
Rannsóknarskipið var eitt av trimum skipum, sum skiparin Jean Baptiste Charcot lat byggja, og Pourquoi Pas varð serliga ætlað til rannsóknir í norðurhøvum, og kom skipið at arbeiða serliga við Grønland, Ísland og Føroyar. Skipið gjørdi fleiri drúgvar ferðir úr Fraklandi og norðeftir og var fleiri ferðir í Føroyum. Millum annað kom skipið í 1927 á Fuglafjørð.
13. septembur 1936 kom rannróknarskipið á Reykjavík at fáa olju og proviant. Skipið sigldi bæði við seglum og hevði motor. Skipið fór síðani úr Reykjavík, og 15 septembur kom skipið í herviligt ódnarveður við orkan styrki. Motorurin hevur óivið ikki megna at hildið skipinum nóg langt úr landi, og 16 septembur rendi tað á boða í Streymfjørðinum. 23 mans doyðu mest sum beinanvegin, meðan seytjan mans bardust í eina tíð í vrakinum, men máttu lúta, áðrenn hjálpin náddi fram. Bara 3. stýrimaðurin Eugene Conidec bjargaðist av teimum fjøruti monnunum.
Skiparin Jean Baptiste Charcot var óivað katolikkur.
Tað var skiparin Jean Baptiste Charcot, sum gav modellið av rannsóknarskipinum til katólsku kirkjuna á síni seinstu ferð í Føroyum á sumri í 1936. Sama árið sakk rannsóknarskipið Pourquoi Pas í Íslandi, og skiparin doyði í vanlukkuni.
Alt hevur eina søgu, eisini rannsóknarskipið, sum hongur so vakurt í Mariukirkjuni. Sum eg skrivi í aðrari grein seinni, síggi eg úr vindeyganum katólsku kirkjuna, men ikki fyrr enn nú veit eg, at tað er modellið av fronskum rannsóknarskipi, sum hongur í Mariukirkjuni.
Havi roynt at leitað eftir rannsóknarskipinum Pourquoi Pas á altnótini, og haldi ikki, at eg fari skeivur, at fransmenn hava í løtuni stásiligt rannsóknarskip, sum er uppkallað eftir gamla Pourquoi Pas, sum gjørdist vrag í Íslandi í 1936.
Hitti annars einaferð útlendskt par, sum stóð uttan fyri Havnar Kirkju, tey vóru við ferðamannaskipi, sum lá við eysturu bryggju. Tey spurdu, um Havnar Kirkja var katólsk, men tað er hon ikki, segði eg teimum. Tey vildu síggja katólsku kirkjuna, og eg vísti teimum leiðina, so tey komu til kirkjuna. (Vagnur)
Modellið av Pourquoi Pas hongur so vakurt í kirkjuni. (Mynd Vagnur)
Meiningarnar um Vágbotn eru nógvar. Alt gott um hugna har á leiðini, men kommunan fær ikki ikki bilbukt við nógvu bilinum. (Mynd Vagnur)
Sat herfyri á vøkru trappuni í Vágsbotni og hugleiddi eina løtu um Vágsbotn, sum so nógv fólk hava meining um. Tankarnir leitaðu til barnaárini, tá Skálatrøð var trøð og ikki parkeringspláss, og har ikki var koyrandi út á Skálatrøð. Vit ungu fingu um endan á tíðini, tá mjólkabátarnir løgdu at bryggja í Vágsbotni, har Rubek var avgreiðslumaður hjá Meiarínum, Vit minnast aldurnar, sum komu sunnan úr havi inn í Vágsbotn, og tað kom fyri, at aldurnar fóru leikandi niðan Tórsgøtu. .Á trappuni hesa løtuna gjørdist niðurstøðan púra greið: Hvussu Tórshavnar kommuna vendir kósini á kumpasini í Vágsbotni, so kann hon ongantíð gera øllum til vildar. Hædd má takast fyri ferðsluni, fyritøkum har á leiðini, bátareigarum, Nólsoyar Pálli og ikki minst fótgangarunum. Áhugabólkarnir eru nógvir.
Standmyndin av Nólsoyar Pálli fyllir bert ein fermetur, so standmyndin er ikki trupulleikin. Heldur er tað ferðslan har á leiðin. (Mynd Vagnur)
Í 1970 – árunum kom fyrstu rembingarnar í Vágsbotni, tí tá sprongdu tey á Skálatrøð, og grótið brúkast úti á Molanum. Skjótt var koyrandi úr Vágsbotni út á nýtt stórt parkeringspláss á Skálatrøð,. Seinni komu bátabrúgvarnar, og stuttleikabátarnir gjørdust fleiri og fleiri.
Bilatalið í 1970 – árunum í Føroyum var um 3.500 bilar, og nú eru teir farnir upp um 30.000. Á trappuni hesa løtuna kom til hugs tey trý uppskotini um nýtt torg í Vágsbotni. Havi sæð uppskotini, og vakrasta uppskotið gjørdist vinnari. Men eitt er vinnarauppskotið, annað er at fremja ætlanina í verki.
Zeta arkitektar vunnu kappingina um Torgið. Hugnaliga góð mynd, men míni eygu halda, at torført er at fremja hesa ætlan í verki. Ikki sæst á tekningunum, um slett ikki er koyrandi út í Bakka. (Mynd: Torshavn.fo)
Veikleikin hjá teimum trimum uppskotunum er, at bara ein bilar eru at síggja á tekningunum ei heldur Nólsoyar Páll. Seinastu árini er alt meira kroyst oman í Vágsbotn tað veri seg handlar, barrir og matstovur, og sjálvt ólavsøkan er flutt frá miðbýnum oman í Vágsbotn. Nøkur ilskast inn á standmyndina av Nólsoyar Pálli, sum tey vilja flyta í allar ættir. Her er at siga, at fóturin á standmyndini er lítið meira ein fermetur. Býarpolitikari vildi flyta Nólsoyar Páll út á Skinnarasker, men ætlanin miseydnaðist, tí skinnarasker er friðað.
Kom eisini at hugsa um ferðsluna til og frá Skálatrøð, og har eru bert tvær leiðir, og tær eru úr Vágsbotni yvir á Skálatrøð, og oman Kondradsbrekku. Sigmundargøta og Bøgøta eru einsrættaðar, har tú bara kanst koyra frá Skálatrøð. Tí sýnist torført at finna skilagóða loysn, tá talan er um ferðsluna har á leiðini.
Standmyndin av Nólsoyar Pálli var ett í Vágsbotni, tí hon hevur søguligt tilknýti til húsini millum anna Einahandilin. (Mynd: Havnin – fólk og yrk)
Ja, og summi politikarar vilja byggja Tórspall á Skálatrøð og súkkluoyggj mitt á vegnum í Tórsgøtu, men nógva er afturvendandi høvuðbrýggj hjá hesum fólkum. Ælanin er snara ferðsluni uttan um Nólsoyar Páll niðan ímóti matstaðnum Sirkus, men eigarin hevur longu gjørt vart við sína ónøgd. Um Nólsoyar Páll skal flytast úr Vágsbotni, so gerst upppreistur, og ikki trúgvi eg, at býarpolitikarar tora hetta, nú tað stundar til býráðsval.
Soleiðis minnist vit í 1950-árunum barnaárini í Vágsbotni. (Mynd Asbjørn Long)
Spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer í Vágsbotni, og hvussu kommunan fer at greiða ferðsluna har á leiðina og eisini, um vinnarauppskotið um nýtt torg gerst veruleiki. Haldi, at tað frá byrja var dáragerð at flyta so nógv virksemi oman í Vágs ja sjálvt ólavsøkuna. Tjóðpall á Skálatrøð og súkkluoyggj á vegnum í Tórsgøtu, skal kommunan gloyma alt um. (Vagnur)
Vit fóru fleiri ferðir á ólavsøku oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)
Myndin omanfyri er frá ólavsøku 1939, tíggju ár fyri eg var føddur. Men júst henda myndin vekir nøkur barna- og ungdómsminni um kappróðurin á ólavsøku. Í mínum ungdómsárum stóðu allir kappróðrarbátar til framsýningar á Kongabrúnni alla ólavsøkuna, og júst sum á myndini, sóu nógv fólk bátarnar. Hvør bátur hevði sína søgu.
Kappróður hevur altíð fylt nógv í mínum hugaheima, og kappróðurin á ólavsøku var eitt av heilt stóru hæddarpunktunum á ólavsøku. Eri uppvaksin við Landavegin, men okkara spælipláss var eisini niður við sjóvarmálan á Vestaru bryggju, Skálatrøð, Vágsbotni og ikki minst í Álakeri, har neystið hjá Havnar Róðrarfelag stóð. Tá átti Havnar róðrarfelag bara tveir bátar. 10-mannafarið Havnarbátin og 8-mannafarið Ørv. Fyrst í 1960-árunum mátti byggjast skúrur upp í neystið vestureftir, tí Niclas í Koltri smíðaði 5-mannafarið Sílið til felagið.
Nógvir áskoðarar sóu kappróðurin á ólavsøku í 1958. Sjey 10-mannafør síggjast á myndini.
Men aftur á Kongabrúnna. Eg minnist, at vinnandi bátar fingu umframt steyp silvurplátur á skrúva á bátarnar, og tað vóru serliga hesar plátur, sum vit ungu vildu síggja. Síggja, hvussu nógvar róðrar bátarnir høvdu vunnið. Tá vóru fýra stevnur norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Eitt 10-mannafar hevði serligan áhuga, og tað var 10-mannafarið Sunnbingur, tí ymsar søgur vóru um bátin og manningina. Vit vistu, at sunnbingar vóru serliga sterkir menn, ja, og so trúðu vit, at tá teir søgdu, at um teir ikki vunnu á ólavsøku, so ótu teir bátin. Hetta var alt spennandi.
Tá var róð inn í Vágsbotn, og serliga hugaligt var at standa í Vágsbotni, tá kappróðrarbátarnir róðu av Kongabrúnni og framvið áskoðarunum í Vágsbotni, fram við Vestaru bryggju og út undir Argjaland. Góð kappróðrarminni at minnast aftur á.
Nú er alt øðrvísi. Vit hava fingið inniróður, tey skipa fyri snarróðrum og ódnartøkum umframt tær sjey FM-róðrarnir. Kappróðrarbátarnir standa ikki longur á Kongabrúnni til gleði fyri ólavsøkugestirnar, bátarnir rógva bara 1000 metrar, og bátatalið er fækkað nakað seinnu árini. Men enn er stórur áhugi fyri kappróðri millum manna, og eins og undanfarin ár gleði eg meg til róðrarárið. (Vagnur)
Lítli Knút var trúgvur HB-ari, las nógv og fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum.
Fekk forvitnisliga mynd sendandi av Knúti Petersen róptur Lítlí Knút úr Havn, sum var egin, og sum vit øll kendu. Hann gekk altíð í vælvaskaðum og reinum gummistyvlum, keppi og mynsturbundnari troyggju. Prátaði av og á við Knút, sum fyrst og fremst snúði seg um fótbólt, tí hann var HB-ari við stóra H. Hann fylgdi eisini væl við í samfelagsviðurskiftum. Knút er uttan iva hugskotið til sangin Kalla Katt hjá Kára P, sum hann yrkti og syngur so væl. Havi spurt systurson Knút og kagað eitt sindur í lívsleiðina hjá kendu havnarmyndini og HB-aranum, sum í 1987 doyði ov ungur bert 49 ára gamal.
Fyri okkum ungu við Landavegin var Bringsnagøta serlig, tí húsini Arnesminde var politistøð, har politibilarnir stóðu uttanfyri, og fongslið var jú úti í Tinganesi. So alt hetta hugtók okkum ungu.
Í Bringsnagøtu byrjaði Havnar Keypssamtøka í 1952, og hinumegin stóðu smá hús, har Knút skómakari hevði skósmiðju, og har vart tú nakrar ferðir inni við pápa, sum skuldi forsóla skógvar, sum tað tá æt.
Skómakarin Knud og konan Jetta Alvilda og níggju av teimum trettan børnunum. Myndin er frá umleið 1930. (Myndaeigari: Knútur Gray)
Har sat Knút skómakari, doyptur Knud, á krakki við knívi og hamara í hond. Hann kom fyrst í málaralæru hjá Poul í Geil, men har var hann ikki leingi. Í 1931 fór hann í skómakaralæru hjá pápanum Knud, sum hevði skósmiðju og skósølu í Arnesminde.
Ikki altíð lætt at halda skil á nøvnunum, tí har itu bæði sonur, pápi, abbi og langabbi Knút. Síggi, at fleiri eru doyptir Knud, navn, sum er komið úr Noregi, men teir blivu allir róptir Knút. Tildømis Gamli Knút, Lítli Knút og Knút skómakari.
Lítli Knút búði í gulu húsunum á Tórsgarðshamri, sum ensku hermenninir bygdu í 1943. Húsini vóru kommandomiðstøð við sambandi vestur í Vágar heim á Skansan og inn á Skálafjørðin. (Myndaeigari Eyðhild Sivertsen)
Hesin Knút skómakarin var pápi havnarmyndina og býarmyndina HB-aran Knút Petersen, róptur Lílti Knút, sum uttan iva fekk hetta navnið sum smádrongur, tí pápi hansara æt eisini Knút. Foreldrini hjá Lítla Knúti vóru Jetta Alvilda (1902- 1994), sum var úr Valunum á Tvøroyri, og skómakaran Knút (1900-1968), og tey áttu trettan børn. Tríggjar vóru genturnar: Anna, Isalina rópt Lina og Svanbjørg, og tíggju vóru dreingirnir: Petur, Andreas, Árni, Gunnlagur, Herjálv, William (Villi), Rodmund, Torbjørn, Páll og Knút.
Vanligt var, at familjur fingu seks gravir, men so er ikki longur. Vit síggja gravsteinin hjá foreldrunum hjá Lítla Knúti, og Knút liggur nærmast høgrumegin í grøv nummar 136. (Mynd Vagnur)
Sekstan ára gamal fór Lítli Knút til Íslands at sigla við íslendskum fiskiskipum, og har var hann í tíggju ár. Komin aftur til Føroya lossaði hann mangan á Eystaru bryggju, og hann búði í kommandohúsinum á Tórsgarðshamri. Hetta vóru kommandohús, har ensku hermenninir undir seinna heimsbardaga høvdu gott útsýni yvir skipa- og flogferðslu inn á Skálafjørðin og eystur og suður í hav. Henda radarakommandostøð hevði samband vestur á flogvøllin, út á Skansan og inn á Skálafjørðin.
Knút las nógv og var tí vitandi maður. Altíð stóran áhuga, hvussu gekst HB og fylgdi væl við og var mangan at síggja í Gundadali, eisini tá HB vandi. Pápi hansara Knút skómakari spældi í fleiri ár á besta liðnum hjá HB, og vistu tú ikki í knappari vending nakað at práta við lítla Knút um, so var bara at nevna HB.
Thomas Michael Smith hevur teknað.
Síggi fyri mær Knút í vælvaskaðum reinum gummistyvlum, keppi og mynsturbundnari troyggju. Søgan um reinu gummistyvlarnar er áhugaverd, tí gøtan frá kommandohúsunum oman í býin var skitin og vát, og tí mátti Knút fara í gummistyvlar. Niðri við Lavatrøðna við barnagarðin Lítlaskóg hevði Knút lappa goymdan í garði, har hann steðgaði á og turkaði gummistyvlarnar, áðrenn leiðin gekk longur oman í býin. Tá lappin gjørdist skitin, ja, so legði hann nýggjan reinan lappa í garðin.
Tað sigst, at býarmyndin og HB-arin er lossingarmaðurin Kári P syngur um í sanginum Kalli Katt. Eingin ivi er um, at Knút er júst Kalli Katt. Býarmyndin og HB-arin Lítli Knút var føddur 12. januar 1939 og doyði 49 ára gamal 10. november 1987. (Vagnur)
Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og Í dag 28. juni fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti hann at koma aftur til Føroya og búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. Seinnu árini var heilsan hjá Sverra farin at bila, og nú orkaði hann ikki meira. Hann búði nú hann andaðist á Boðanesheiminum. Eftir sita vit vinir við nógvum góðum minnum bæði sum hondbóltsvinur í Neistanum og seinni í heiminum við Tróndargøtu.
Sverri var sonur Knút Wang, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum, og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs apoteki. Áhugavert er eisini, at Erik Faber, pápi Anettu og abbi Sverra, arbeiddi sum lækni eitt skifti seinast í 1880-árunum á Gamla hospitali. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá undirritaði eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverra og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.
Serliga minnist eg, tá dreingir spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltsspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna.
Sverri á fermingardegnum saman við foreldrunum Knúti og Anettu Wang.
Hondbóltsleiðin hjá Sverra endaði tíverri brádliga, tí hann á prutli rendi á pakkhús á Eystarubryggju og fekk stóran skaða í høvdið. Annars fór hann fyrst í læru í Sjóvinnubankanum, men so knappliga fór hann á ítróttaskúla í Danmark. Knút Wang var blaðstjóri á Dagblaðnum, og Sverri skrivaði sum heilt ungur um ítrótt á blaðnum. Á ferð í Danmark hitti hann Annu, sum var úr Hesti, og saman við henni búði hann í Keypmannahavn í mong ár.
Sverri og Anna eru ferðabúgvin ávegis av landinum.
Anna andaðist í 2017, og Sverri kendi seg einsamallan í Danmark, og hann plagdi at siga í telefonini: Hvat skal eg gera í Danmark, tá Anna er farin, eg vil heim aftur til Føroya. Og tað kom hann fyrst í februar í 2018, men dreymurin at búgva í barndómsheiminum gjørdist stuttur, tí hann var ov illa fyri at búgva heima, sjálvt um hann hevði heimahjálp.
Neistaungdómar í Noregi í 1964. Frá vinstru aftast: Finn Bjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Niels Símun Johannessen, Tønnis Wardum, Elinborg Trond Johansen, ferðaleiðari, Sólrun Mikkelsen, ferðaleiðari, og Mai Breckmann og Helena Mortensen, sum vóru í gentuhópinum. Húkandi í miðjuni frá vinstru: Bjarni Samuelsen og Sverri Wang. Fremst frá vinstru: Tummas Joensen, Echardt Persson, Eyðfinn Lamhauge og Kristjan á Neystabø.
Sjálvt um Sverri búði í Danmark, komu vinmenninir í Føroyum at hava tætt samband við Anettu. Ein spennadi vitug kona, sum var spennandi at tosa við. Anetta las nógv, og hon plagdi at siga, at hon altíð hevði fleiri bøkur liggjandi ymsastaðni í húsinum í senn. Einar tvær lógu í stovuni, og so las hon í aðrari bók, tá hon fór til songar. Eg plagdi at arga Anettu, tí vit vildu hava hana at tosa føroyskt, tí hon hevði jú búð í Føroyum síðani 1947. – Ikki talan um, fólk skulu ikki fáa møguleikan at flenna at mær, tí eg komi ongantíð at tosa nóg væl føroyskt, segði Anetta.
Sverri við FM-steypinum í 1966. F.v: Haraldur, Sverri, Steinbjørn, Finn Bjørn og Vagnur.
At enda leita tankarnir til góðu løturnar á kamarinum hjá Sverra, har vit skemtaðu okkum, men trupulleikin var, at Sverra dámdi mest sum bara Elvis sangir. Hann átti allar LP pláturnar, sum vóru útkomnar, meðan vit aðrir hildu okkum heldur til Rolling Stones, Kinks, Beatles og meira harðari rock. Ja, sjálvt frensurin hjá Sverra og teimum æt Elvis. Góði Sverri, hvíl í friði vinurin. Lívsleiðin hjá tær var til tíðir strevin. Nú liggur tú tryggur undir liðini á foreldrum tínum, og vit eru øll fegin um, at hetta bar til. (Vagnur)
Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f.v.: Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.Kistan er júst komin av Boðanesheiminum í Kirkjugarðskapellið.Við sorgblídni í dag at síggja merkið í hálvari stong.
Á norðoyastevnu í 2006 róðu seks 10-mannafør. Nærmast
Tá fólk spyrja meg, hví tú ikki skrivar um kappróður í summar, sum tú hevur gjørt hvørt ár síðani 1980-árini, so er svarið einfalt. Tá slett eingin kapping er í vaksnamannaróðrunum og FM-heitini longu avgjørd á norðoyastevnu, so er einki at skriva heim um. Fáir bátar og slett eingin spenningur. Vaksnamannaróðurin er framvegis í kreppu, men tá tað er sagt, so hava ungdómsmanningarnar sett met, og tað kunnu vit øll fegnast um. Havi til stuttleika hugt í hagtøl frá ár 2000.
Hesi tjúgu árini frá 2000 eru 10-mannf, 8-mannf, 6.mannf við monnum og 6.mannf við kvinnum samanlagt fækkað 50%. Á Sundalagstevnu herfyri róðu trý 10-mannafør, fýra 8-mannafør, sjey 6-mannafør við monnum og trý 6-mannafør við kvinnum. Samlagt seytjan manningar. Á sundalagsstevnu ár 2000 róðu fimm 10-mannafør, trettan 8-mannafør, seks 6-mannafør við monnum og níggju 6-mannafør við kvinnum. Samlagt 33 bátar. Havi ikki talt við 5-mannaførini við kvinnum, tí í 2000 var einki aldursmark, har bæði kvinnur og gentur róðu í sama róðri.
Havi higartil sæð nakrar róðrar í sjónvarpinum og lurta eitt sindur í útvarpinum. Tað hevur gingið bara væl at starta bátarnar, myndirnar og frásagnirnar í Kringarpinum góðar, tó at frásøgumenninir gott kundu vitað meira um einstøku manningarnar. Tú fílist á, at vit ikki síggja mállinjuna í tí løtu, startskotið brestur. Sá tildømis í Hvalvík, hvussu ójavnir bátarnir lógu løtu fyri startskotið, men tú sært ikki sum kappróðri uttanlands bátarnar á linju, tá skotið brestur. Kanska er hetta við vilja.
Fara vit til barnaróðrarnar, so er fantastiskt at síggja nógvu bátarnar. Heili seytjan dreingjamanningar og átjan gentumanningar hava higartil roynt seg, og hetta er met síðani barnaróðurin sá dagsins ljós 2002/2003. Tú fegnast altíð, tá róðrarfelag vaknar úr dvala, sum mest sum hava verið burtur í nógv ár. Her sipi eg tildømis um róðrarfelagið í Sørvági, sum hava spent seg út við nýggjari Dúgvu. Bæði dreingirnir, sum hava vunnið, og genturnar eru heilt frammi í oddinum. Drívið á.
Fimtan deingja – og fimtan gentumanningar hava higartil róð í summar, og hetta má vera met síðani ár 2000. Korona er ein orsøk, tí tey ungu sleppa ikki uttanlands við ørðrum ítrótti. Veit bara í Álakeri, at fýra manningar eru av hesu orsøk lagdar aftrat, og ongantíð í søguni hjá HR hava so nógvar ungdómsmanningar róð í felagnum.
Fari at nevna gentumanningina umborð á Jallinum. Hetta eru hondbóltsgentur, har bara ein genta áður hevur róð eitt ár barnaróður. Talan er um elituhondbóltsgentur, sum bæði gingu á hondbóltslinju í 9. flokki, og hava seinastu nógvu vikurnar vant landsliðshondbólt tríggjar til fýra ferðir um viku bæði styrki – og hondbóltsvenjing.
Tær fóru til stuttleika í Jallin nakrar vikur fyri norðoyastevnu, og abbadóttirin segði mær, at málið hjá teimum var ikki at vera aftastar. Kom óvart á tær, at Jallurin bleiv nummar seks á norðoyastevnu, og so var kósin sett upp á tindin, sum endaði við øðrum plássi á eystanstevnu og fyrsta plássi á jóansøku. Hesar gentur rógva nokk ikki næsta ár, tí tær fara uttanlands í lestrarørindum og koma ikki aftur til Føroya fyrr seinast í juni mánað næsta ár.
Vaksnamannaróður í stórari í kreppu
Nú vit øll fegnast um nógvu barnamanningarnar og nógvu dreingja – og gentumanningar, so er niðurstøðan, at barnaróðurin, sum sá dagsins ljós í 2002/2003, ikki hevur ment vaksnamannaróðurin. Tað sýnist, at tá tey ungu hava róð ungdómsróður í fleiri ár, so gevast tey at rógva um átjan nítjan ára aldur. Miðnámsskúlin er liðugur, nú skal annað henda lívsleiðin, og heilt nógvir rógvarar seta seg ongantíð aftur í kappróðrarbát.
Tá tú hyggur nærri at vaksnamannarróðrunum higartil í summar, so hevur tú ongantíð uppliva áður, og tað er heilt aftur í 1950-árini, at føroyameistarin í 10-mannaførunum, 8-mannaførunum, 6-mannaførunum við kvinnum og monnum og 5-mannaførunum við kvinnum longu eru funnin ella rættari sagt kosin eftir fyrsta róðurin á norðoyastevnu.
Eingin spenningur av nøkrum slagi, og tað má vera ring kensla hjá teimum í kringvarpium at varpa út hesar róðrar, tá vinnarin longu er funnin, áðrenn startskotið brestur. Eisini ring kensla hjá mongu fólkunum í RSF bátum og málbil at uppliva slíkt.
Vit kaga í bátastøddirnar
Kaga vit eitt sindur nærri at hesum bátastøddum, so kann byrjast við 6-mannaførunum við monnum. Hetta er bátastødd, har bátar koma og fara. Kann nevna, at bara tríggir bátar, sum róðu í bólkinum í fjør rógva í ár. Hvessingur, Gongurólvur og Riddarin. Í hesi bátastødd savnast eisini menn, sum elska at rógva men ikki vilja brúka so nógva tíð til venjingar. Ja, har sita eisini menn, sum eru farnir um tey hálvhundrað árini.
Hetta er alt frálíkt, men her er bara eingin kapping. Í fjør var Hvessingur einaráðandi, men nú eru komin Sundabáturin og ikki minst vinnarabáturin Smyril. Alt á gosi í Vági, men í mínum róðrareygum vildi eg heldur sæð Suðuroyingin ella 8-mannafarið Tofta Regin mannaðar. Umborð á Smyrli sita rógvarar, sum hava róð við hesum bátum.
6-mannaførini við kvinnum er beinleiðis keðiligi at hyggja at. Í fjør fekk Sølmundur onga kapping, men í ár hevur Jannie Dam Jacobsen fingið mannað Jarnbard, og alt gott um tað. Hon hevur verið umborð á Sølmundi eftir góðum rógvara og eisini verið úti á Argjum og aðrastaðni eftir rógvarum. Hetta hevur Jannie altíð duga ómetaliga væl. Men her eru bara tríggir bátar og eingin kapping, og serliga er orsøkin, at dygdarrógvari er farin av Sølmundi umborð á Jarnbard. So lítið skal til at broyta støðuna.
8-mannaførini er stutt at skriva heim um. Nevið Reyða hevur longu vunnið meistaraheitið, og úrmælingarnar umborð síggja vit nokk umborð á Klaksvíkingi næsta ár. Teir vunnu meistaraheitið við Fípuni Føgru í 2017, meistaraheitið við Páll Fanga í 2018, og ungu garparnir góðu Argjabátinum skarpan gang í fjør. Nú eru dreingirnir vorðnir eitt ár eldri, og Argjabáturin klárar ikki at fylgja við.
Hugaligt, at Knørrur er við, og meira enn gleðiligt at síggja Heiðabátin aftur, sum rør heilt væl. Til stuttleika kann nevnast, at í 1989, tað vil siga fyri tretivu árum, síðan róðu fimtan 8-mannafør í róðrarárinum.
5-mannafarið Erla Kongsdóttir hevur higartil vunnið allar róðrarnar, og mín viðmerking er ógvuliga stutt, og skrivaði hana eisini í fjør. Hví í Harrans navni mannað hesir góðu rógvarar, sum halda fram at vinna so trygt, ikki 6-mannafarið Rádna og bjóða av Jarnbardi og Sølmundi? Tí so høvdu vit fingið aðra kapping bæði hjá 6-mannaførunum og 5-mannaførunum við kvinnum. Kvinnurógvingin hevur í nógv verið í kreppu við ov fáum bátum og mest sum ongari kapping.
10-mannaførini og besta mansdeild í fótbólti
10-mannaførini eru fallin í djúpt hol, sum ikki er sædd síðani menn byrjaðu at rógva kapp seinast í 1800-talinum. Um nakrir óroyndir átjan nítjan ára gamlir dreingir ikki fóru umborð á Havnarbátin, ja, so var eingin 10-mannafarsróður í summar.
Sammeta vit 10-mannførini við bestu mansdeild í fótbólti, so eru nakrir líkar. Liðini, sum liggja ovast á stigatalvuni eru tey, sum hava stóra fíggjarætlan. Lið sum HB, NSÍ, KÍ og B36 megna ikki at uppala egna spælarar og ligga ovast í toppin, tí keypa feløgini útlendskar spælarar ella frá lægri liðunum í Føroyum. Í løtuni kappast bara hesi fýra líðini um meistaraheitið, sjálvt um bara triðingurin av kappingini er spældur. Lið sum Skála, AB og EB Steymur berjast um ikki at fara í næstabestu deildina. Tey hava ikki fíggjarorku at liggja í toppinum.
Fyri fýra fimm árum síðani eydnaðist Róðrarfelagnum Knørri at fáa mannað bát, sum eg kalli elitubát við rógvarum allir á fyrstu hill. Flestu rógvarar ikki uppaldir í felagnum, men komu eisini úr Eysturoynni og Klaksvík. Fara kanska tveir tríggir rógvarar av bátinum næsta ár, ja, so er lætt at fara kring landið eftir royndum rógvarum á fyrstu hill. Tí øll vilja vinna, og so er líkamikið um báturin er bláur ella venur í Kollafirð ella í Havn.
Trupulleikin hjá hinum feløgunum sýnist, at tey fáa ikki mannað 10-mannafar við rógvarum allir á fyrstu hill, men mugu taka til takkar við rógvarum eisini á aðru ella triðju hill, skal hugsingur vera um at manna 10-mannafarið. Vit síggja tildømis frá í fjør, at umborð Havnarbáturin og Suðuroyngur fóru allir í land eftir lokið róðrarár.
Hesi róðrarfeløg kunnu eins og HB, NSÍ, KÍ og B36 ikki keypa sær rógvarar at bjóða í hesum førinum Orminum av. Tí eru vit í syrguligu støðuni um 10-mannaførini. Bert ein elitubát, síðani nakrir átjan nítjan ára gamlir óroyndir dreingir umborð á Havnarbátinum og so Drekan Reyða av Argjum, sum mitt i kappingarárinum er mannaður við nógvum óvandum rógvarum og so teimum, sum vóru umborð á Lómi.
Hyggja vit inn í framtíðina, so er tó vón fyri framman, tí næsta ár fara teir umborð á Nevinum Reyða umborð á Klaksvíking, teir umborð á Havnarbátinum gerast eitt ár eldri, um teir rógva, og kanska eydnast at manna aftur Suðuroyingin. Men hetta er alt gitingar.
Kanska er man vorðin so gamal, at tú droymir teg aftur í ungdómsárini, tá sjey til tíggju 10-mannafør róðu á hvørjari stevnu, har bygdir og býir kappaðust hvør ímóti øðrum. Men hetta er alt farin tíð.
Var við í kjakinum á sinni, tá 1500m og 2000 m teinarnir vóru strikaðir. Nógv køn vísti á, at nú fóru vit at síggja fleiri 6-manna – 8- manna – og 10-mannafør, men undirritaði vísti á tað mótsatta. Og so gjørdist. Stórt afturstig fyri føroyska kappróður, at longu teinarnir vóru strikaðir. Vit fingu eina vangaskerda kapping í størru bátastøddunum. (Vagnur)
LOYSING er vorðið slitið og kámt. Onkur átti at málað tað aftur., (Mynd Jóhann Mortensen)
Tá tú sum smádrongur við Landavegin gjørdist eldri, víðkaðist sjónarringurin. Vit lærdu at svimja í Sandá og Sandagerði, og tá vit dugdu at svimja, sluppu vit oman í Vágsbotn og Vestaru bryggju, sum bleiv okkara spælipláss. Sum tólv ára gamal komst tú oman í Álaker, har systkinabarnið Lill stýrdi á 8-mannafarinum Ørvi. Kundi rógvari ikki rógva eitt kvøldi, so róði Lill, og tú stýrdi. Tá komst tú í róðrarhøpi at kenna ávís staðarnøvn fram við Argjalandi, og eitt var LOYSING, sum var málað á hamara millum Gulan og Argjaboða. har aliringarnir nú liggja. Tá gavst tú tær ikki far um, hví orðið LOYSING var hvítmálið á hamara har suðurin.
Sum smádrongur komst tú í Álakeri í róðrarhøpi at kenna nøvnini Sandagerð, Sandagerðsnes, Argjahøvda, suðuri á Gulanum, Úti í Buð, LOYSING, Glyvursgjógv og Glyvursnes. Tað kom eisini fyri, at størri kappróðrarbátarnir fóru suður um Glyvursnes fram við Borá og út á Kirkjubønes, men hetta var sjáldan, tí steymhart er um nesini. Tá manningar róðu málið inn í Vágsbotn, var hita upp út á LOYSING ella har um leiðir.
Fyri ikki so langari tíð síðani, segði Bjarti Mohr mær, at pápi hansara Høgni Mohr, sum er 92 ár ára gamal og býr á Boðanesheiminum, og tveir vinmenn málaðu LOYSING á hamara har suðurin. Hetta var juli mánað fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Báðir vinmenninir vóru Øssur Patursson (1919-1995) úr Kirkjubø og Trygvi Árting (1923- 2007) úr Havn.
Høgrumegin á grøna stykkinum inni í Bug stóðu stóðu málstengurnar á 2000 metramálinum, tá róð var kapp inn í Vágbotn. (Mynd Vagnur)
Høgni Mohr er sonur Kjartan Mohr, sum átti Tórshavnar Skipasmiðju, og frá skipasmiðjuni lándu ungu menninir skipasmiðjujollu. Teir fingu hvíta skipsmáling og eisini langar bambusstengur, sum vóru brúktar á skipasmiðjuni, tá teir málaðu skip á beding..
Nógv órrusta var millum manna fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946, og hugskotið at málað LOYSING á hamara har suðuri var fyrst og fremt at minna suðuroyingarnar á álvaran av fólkaatkvøðuna, tí flestu suðuroyngur vóru ikki fyri at loysa frá Danmark. Tá suðuroyingar komu við Smyrli til Havnar, ella Tjaldrið kom úr Danmark skuldu ferðafólkini síggja vakra navnið LOYSING tíðuliga frá lúnningini, tá skipini siglu framvið og inn á Havnina.
Onnur mynd tikin úr bláum kappróðrarbáti av LOYSING. Her hevur onkur málað merki. LOYSING er litfarið av tíðarinnar tonn.
Tá tú sært sjóvarmálan har suðurin, er ikki lætt at koma á land frá sjónum. Klatra upp á hamaran við máling og longum bambusstengrum, men hetta gjørdu ungu menninir. Ì 1940 – árunum lógu eingir aliringar har suðuri, og bátar bæði størri og smærri siglu nær landi, tá siglast skuldi suður í Nólsoyarfjørð. Tí sást LOYSING so væl.
Tíðin og harvið veðurlagið slítur orðið Loysing, og tú veitst, at teir hava umvælt LOYSING nakrar ferðir, men í løtuni sæst LOYSING næsta ikki úr landi og serliga, tá tú mást halda teg eystanfyri aliringarnar. Síggi eisini, at onkur hevur málað merkið við síðuna at LOYSING, men hetta var ikki gjørt í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946.
Bjarti Mohr sigur mær, at pápi hansara Høgni Mohr upplivdi ikki fólkaatkvøðuna, tí tá var hann farin út í heim at sigla. Hann hevði heldur ikki valrætt sum nítjan ára gamal. Niðanfyri síggja vit øll staðarnøvnini úr Sandagerði suður á Kirkjubønes. Staðarnøvnini eru úr bókini Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen gav út í 1978. Viggo Olsen savnaði staðarnøvnini. (Vagnur)
Mynd frá 1928 á skótalegu í Danmark. Frá vinstru Helge Michelsen, Poul, sum eg ikki kennist við, og Aage Michelsen. Helge fimtan og Aage seytjan ára gamlir á skótalegu í Gravenshoved. (Familjumynd),
Mamma okkara, sum í fjør fór um sýn, átti nógvar familju – og aðrar myndir, sum hon hevði skipað í brævbjálvar, og sum lógu eftir henni, tá hon flutti á Ellisheimið í 2011. Havi fleiri ferðir kagað í brævbjálvarnar, og nú komst tú fram á nakrar serligar skótamyndir frá seinast í 1920-árunum. Visti, at pápi okkara og beiggjarnir vóru skótar, men ikki visti eg, at abbi okkara Hans Jakku Michelsen var frá 1926 til hann doyði í 1943 ein av teimum fimm í liðráðum í Skótalið Sigmuds Brestissonar. Liðráðið, sum mest vóru foreldir, var treyt, um føroyskir skótar skuldu vera við í altjóða skótasamarbeiðinum, og tí mátti S.S.B innlimast í ”Det danske spejderkorps”.
Skótalið Sigmunds Brestissonar stytt S.S.B var stovnað á vári 1926, og á sumri í 1928 fóru S.S.B skótar fyrstu uttanlandsferð. Pápi okkara, sum var fimtan ára gamal, var við á ferðini. Skótarøðlsan hevur sín uppruna í Bretlandi um 1909/1910, og sum breiddi seg um allan heimin. Tað var Robert Baden Powel, sum var ímyndin av skótarøðsluni, og endamálið var at útinna góðan borgaraskap fyri dreingir millum annað við at leggja gott í teir, venja teir at vera fyrivarnir, lýdnir og líta á seg sjálvar, venja teir í tænastu og at røkja likamið, andaliga og mentunarliga.
Skipafelagið keypti Tjaldrið í 1925. 27. juni 1946 rendi Tjaldrið, sum var á veg til Klaksvíkar, á Mjóvanes og sakk. Mynd: Havnin – fólk og yrki
Nakrir royndir vóru í Føroyum at birta lív í skótarøðslu, men ikki fyrr enn um árskiftið 1925/1926 tóku fýra bødreingir við Eskildi Christiansen á odda seg saman og savnaðu sekstan dreingir í skótarøðslu. Teir vóru hepnir frá byrjan, tí teir fingu danan Henning Holm, róptur Bomme, sum arbeiddi í Føroyum og hevði verið liðhjálpari í Roskilde, at gerast liðleiðari hjá teimum. 23. apríl 1926 góvu ungu dreingirnir á fyrsta sinni skótalyftið. Teir komu at halda til í húsum á Bakkahellu, sum skótarnir seinni keyptu.
Sorg var millum ungu skótarnar, tá danin Henning Holm hálvtannað ár seinni flutti av landinum, og skótarnir stóðu uttan leiðara. Men aftur vóru teir hepnir, tí danski landfútin í Føroyum Sundorph játtaði at gerast liðstjóri. Hann hevði royndir sum skóti og skótaleiðari í Danmark, og við Sundorph sum leiðara vaks talið av skótum.
Myndin er helst frá 1927. Síggi, at pápi okkara og brøðirnir Ejler og Aage eru á myndini. Eisini mammubeiggin Debes Cristiansen. Mamma hevur sett kross við teir fýra. (Familjumynd)
Eftir seks ár í S.S.B, fór Sundorph av landinum aftur, og tá tóku føroyskir skótar við leiðsluni. Teir vóru Christian Weihe og Hendrik Jacobsen. 2.februar 1951 fylti SSB 25 ár, og tí sambandi kom út forvitnislig bók, sum Rikard Long legði til rættis. Òtrúligt, sum skótarnir longu frá byrjan vóru virknir við skótalegum kring landið, útferðum og ymsum kappingum. Hetta var tíð uttan fartelefon og onnur lurtitól.
S.S.B skótarnir fóru 3. juli 1928 við Tjaldrinum á summarlegu við Gravenshoved í Suðurjútlandi. Veðrið var einki serligt, og fleiri skótar gjørdist ringir í sjóverki. Áhugavert at lesa í bókini um ferðina, har føroyskir skótar hittu danskar, norskar, svenskar og pólskar skótar. Nógv var á skránni allar dagarnar millum annað skótakappingar, ferðir í fjøllunum og ymsar ítróttakappingar.
Síggi á felagsmyndini omanfyri, sum er tikin í Føroyum, at umframt pápa, so eru pápabeiggjarnir Ejler og Aage á myndini, og eisini mammubeiggin Debes Christiansen og onnur kend andlit. Giti, at myndir er frá 1927. Á myndini ovast stendur á baksíðuni: Til mindes om Korpslejren 1928 på Gravenshoved. Har standa eisini nøvini Helge, Poul og Aage. (Vagnur)
Skuldi S.S.B vera partur av aljóða skótasamarbeiðinum, so skuldi skótarnir hava liðráð.
Danin Tom B. Hansen og Eyðun Djurhuus í boksidysti á Háskúlanum. (Mynd Ítróttarárbókin 1972)
Tað var tann tíð, tá føroyingur fóru upp á nátt at lurta í útvarpi, tí Cassius Clay, seinni Muhammad Ali, Ingmar Johansson ella Floyd Pattersson boksaðu um heimsmeistaraheitið. Undir krígnum boksaðu enskir hermann í Føroyum, og føroyingar hava boksað í Danmark. Einaferð æt eitt felag Tórshavnar boksifelag, sum var virki í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum.
Torben Zwinge á ungum aldri. Hann flutti til Føroya eftir kríggi. Myndaeigari. Dagny Zwinge)
Í ítróttarárbókini, sum kom út í 1972, eru nakrar boksimyndir, og har stendur at lesa, at í Havnar boksifelag venja í løtuni umleiðis tjúgu mans. Í juni mánað hetta árið var danin Tom B. Hansen í Føroyum eina tíð. Hann var fyrr í árinum Sælandsmeistari í sínum vektflokki. Tá hann fekk at vita, at Ítróttafelagið Bragdið eisini hevði eina grein innan fyri boksing, var hann við nøkur kvøld. Skipað var fyri boksikapping. Venjarin hjá Tórshavnar boksifelag var Torben Zwinge, sáli. Eg havi prátað við Dagny Zwinge dóttir Torben Zwinge.
– Pápi mín er føddur í Danmark og búði fyrst parti av lívi sínum í Danmark. Mamman var úr Skálavík og pápin var dani. Pápi var fínmekanikari, giftur og átti ein son, men hann gjørdist einkimaður. Eftir seinna heimsbardaga flutti hann til Føroyar, har hann seinni hitti mammu mína Turið, sum hevði verið einkja í sjey ár. Pápi arbeiddi sum fínmekanikari í Føroyum alla sína tíð, til hann doyði 67 ára gamal í 1988. Tú spyrt, hvat eg veit um pápa og boksing?
– Eg minnist tíverri ikki so nógv, hvussu gekst pápa mínum sum boksari. Mamma hevði helst vitað betur at svara, men hon er jú tíverri eisini farin. Men eg síggi í eini “scrapbók, eg havi liggjandi, at hann bleiv nr. tvey í weltervekt í Jysku junior meistarakappingini á heysti 1943.
Amerikumaðurin Floyt Pattersson og sviin Ingmar Johansson boksaðu tríggjar dystir. Ingmar vann ein og Floyt tveir dystir.
´- Ì somu “scrapbók” síggi eg, at hann 16. januar 1944 vinnur á sama manni, tá teir boksa í Aalborg Håndværkerforening. Jyllandsposten skrivar sama dag, at harðasta og besta dystin í finaluni boksaðu jydin Torben Zwinge og Victor Jørgensen úr Skive. Victor var í gólvinum tvær ferðir og Torben einaferð. Torbein Zwinge vinnur dysti við dómaraatkvøðunum 2-1, skrivar Jyllandsposten, sigur Dagny.
Sjálvur minnist ómetaliga væl, tá føroyingar boksaðu á Háskúlanum og í niðaru fimleikahøllini í Tórshavnar kommunuskúla. Mær er sagt, at boksararnir vóru vístir úr kommunuskúlanum, tá ein tungur sandsekkur, sum vigaði nógv, skuldi havt skeiklað ein av bummunum í høllini. Dagny sigur, at pápin Torben Zwinge var ikki heilt tryggur við boksing í Føroyum.
Muhammad Ali vann OL-gull í 1960, og so gjørdist hann yrkisboksari.
– Pápi visti, at boksing er vandamikil ítróttagrein, og hann helt, at føroyingar ikki rættiliga høvdu “repekt” fyri ítróttagreinini. Hann var bangin fyri, at persónar fóru at misbrúka ítróttagreinina úti í gerandisdegnum. Kanska í býnum um kvøldarnar.
– Eg haldi, at pápi helt, at føroyingar ikki vóru nóg búnir at fáast við hesa ítróttagrein, tí í Danmark var boksing gomul og væl skipað ítróttagrein sum aðrar ítróttagreinar, sigur Dagny at enda.
Eg havi spurt meg fyri ymsastaðni um boksing í Føroyum, tí eg veit, at nakrir føroyingar hava boksað í Danmark. Millum annað Børge Rubek Nielsen, sum var niðri undir krígnum. Eisini segðist, at Bambus eitt skifti boksaði í boksifelag í Danmark. Eg giti, at tá Torben Zwinge gavst at venja Havnar boksifelag, og danin Tom B. Hansen fór av landinum aftur, so fánaði boksing í Føroyum spakuliga burtur í einki. (Vagnur)
Victor Danielsen á fríøkinum í Fuglafirði. (Mynd Vagnur)
Á ungum árum segði navnið Victor Danielsen mær ikki nógv uttan tað, at vit í skúlanum fingu at vita, at hann týddi bíbliuna til føroyskt, hann hoyrdi til Brøðrasamkomuna og var evnaríkur sálmayrkjari og umsetari. Seinni gjørdist mær greitt, at maðurin veruliga slóðaði fyri føroyska málinum í eini tíð, tá ið føroyska málið hevði torført at fóta sær í føroysku kirkjunum. Victor var undangongumaður.
Á fríøkinum vestanfyri samkomuhúsið Siloa í Fuglafirði stendur vøkur standmynd av trúboðaranum Victori Danielsen, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði.
28. septembur í 2008 vóru bæði bispur, landsstýriskvinnan í mentamálum, høg umboð úr Brøðrasamkonuna og hundrað tals onnur fólk savnað í Fuglafirði, tí tá varð listaverkið avdúkað. Eg var í vetur í Fuglafirði og sá vakra listarverkið fyrstu ferð. Tók tríggjar myndir, hvør veit, kanska fært tú brúk fyri myndunum í onkrum høpi.
Á læraraskúlanum í 70 árunum gekk upp fyri mær, at Victor Danielsen var útbúgvin lærari, men arbeiddi bara sjey mánaðir sum lærari við skúlarnar í Søldafirði og nøkrum av granna bygdunum. Samvitskan gjørdi, at Victor gavst sum lærari, tí hann kundi ikki standa inni fyri nøkrum lærusetningum í bíbliuni. Victor hevði andaligar trupulleikar at dragast við um hetta mundið, sum endaði við, at hann meldaði seg úr fólkakirkjuni, bleiv umvendur og meldaði seg inn í Brøðrasamkomuna 29. mai 1915. Hann byrjaði við lív og sál at boða út lærdómin hjá Brøðrasamkomuni.
Victor Danielsen varð føddur 28. mars 1894 í Søldafirði og andaðist 2. mars í 1961 í Fuglafirði, har hann búði. Victor var kropsliga veikur frá ungum árum, men hevði ótrúliga gott høvd, sum tikið verður til. Tí søkti hann inn á læraraskúlan, og trý ár seinni varð hann avlærdur lærari við hægstu próvtølum.
Victor flutti til Fuglafjarðar í 1928, og hóast likamliga veikur vitjaði hann hvørt heraðshorn í Føroyum, har hann boðaði Guðs orð og slóðaði til tess at byggja samkomuhús í bygdunum.
Eingin ivi er um, at Victor Danielsen millum manna í dag er mest kendur fyri allar sálmarnar, hann yrkti og umsetti til føroyskt. Longu í 1928 gav hann út bókling við 85 sálmum. Í 1952 kom út Songbók Guðs Fólks við 1125 sálmum. Victor yrkti sjálvur 27 sálmar og umsetti til føroyskt heilar 870 sálmar.
Umframt at hava umsett ymsar andaligar tekstir til føroyskt, umsetti Victor nýggja testamenti til føroyskt í 1937 og tíggju ár seinni kom út eisini gamla testamentið. Hetta var drúgt og stórt arbeiði.
Havi mangan hugsað um, at torført má hava verið at umsett útlendskan tekst til føroyskt í 30 árunum, tí ongar vóru orðabøkurnar. Victor legði seg í umsetingunum nær talumálinum, og hann brúkti ymsar norðurlendskar, týskar og enskar bíbliur í arbeiðinum at umseta bíbliuna til føroyskt. Standmyndin av Victor Danielsen er vakurt listarverk, og hon stendur ótrúliga væl á fríøkinum í Fuglafirði. Listaverkið er beinrakið. Victor, sum við stavi er á ferð at boða Guðs orð kring landið, og hondin, har pennurin boðar frá nógvu yrkingunum og umetingunum, sum Victor lat úr hondum. (Vagnur)
Myndin er tikin seinast í 60-árunum. (Mynd Tórshavnar Havn)
Tað er áhugavert at síggja gamla mynd og so taka mynd av sama øki eini fimmti ár seinni. Hetta gjørdi eg í gjár, tá ið eg stóð ovast uppi yvir Skálatrøð og tók mynd av eystaru bryggju. Alt tað gamla Skeiva pakkhús, Müllers pakkhús, smiðjan og fabrikkin hjá Østrøm eru framvegis har, men nógv er broytt. Ovara myndin er frá seinast í 60-árunum, og niðara myndin av sama øki er júst tikin. Síðani seinast í 60-árunum eru molarnir longdir, og nýggjur moli gjørdur út frá Fiskasentralinum. Á niðaru myndini eru allir bilarnir á Skálatrøð og nógvu frítíðarbátarnir.
Nógv virksemið var á eysturbryggju á mínum ungu døgum. Hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Tað var tann tíð, tá ið nýggju skipini hjá Akseli Hansen komu inn um Molan flaggskrýdd. Fyrst línubátarnir Brestir og Beinir, og síðani trolararnir Magnus Heinason, Brandur Sigmundarson, og línubátarnir Brestir, Breinir og Búgvin, og seinni stásiligi trolarin Brestir og aðrir trolarar. Men hetta er alt søga.
Nógvir bilar og frítíðarbátar, men mest sum eingin fiskivinna á eystaru bryggju. (mynd Vagnur)
Bacalao varð stovnað í 1952, og øll árini sat Aksel Hansen sum stjóri. Okkurt árið tók fyritøkan ímóti 15.000 tonsum av fiski. Umframt, at fiskurin varð skorin til flak í flakamaskinum, var saltfiskur frá trolarum vaskaður og turkaður í turkikanalum. Klippfiskurin varð útfluttur serliga til Brasil og Spania. Virksemið hjá Bacalao er ikki til longur, og trolararnir vóru seldir til Sørvágs. Seinni helt Fiskavirkin til í bygningunum, men fyritøkan er eisini givin.
Umframt Bacalao, so var nógv virksemi á Tunnuvirkinum, Saltsøluni, Fiskasentralinum og ikki at gloyma Tórshavnar Skipasmiðju. Men eisini á Skipasmiðjuni er virksemið minkað, tí skipini eru nú færri og størri.
Myndin niðanfyri sýnir serliga, at Skálatrøð er vorðið stórt parkeringspláss. Eg minnist, tá ið økið var borað, sprongt og slættað, og alt grótið fór í grótkastið við molarnar. Áhugavert at síggja á gomlu myndini, tí á sjónum eru eingir glastrevjabátur, og fleiri bátar og skip liggja fyri teym. Áðrenn molarnir vóru liðugt gjørdir, var Havnin brimpláss. Tey størru skipini fyri teymi eru Hekla, Reyði Krossur, og eg meini Njarlingur. Kúrberg og verjuskipið longri úti.
Eystara bryggja og alt økið á Skálatrøð var okkara stóra spælipláss. Við fabrikkina hjá Østrøm var sandstrond, har vit spældu. Mest spennandi var tó at rógva í jollum hjá skipasmiðjuni, og mangan róðu vit umborð á skipini, sum lógu fyri teym. Á gomlu myndini er eisini áhugavert at síggja, hvussu nógv er broytt á Argjum. (Vagnur)
8-mannafarið Ørvur 1962: Aftast f.v. Hanus Clementsen, Reinar Dam, Rógvi Holm og Sjúrður Mikkelsen. Fremst f.v: Sverri Køtlum, Andrias Klein, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen og Bjarti Ludvig. Tá róðu menn í hvítari skjúrtu, upprullaðum ermum og terlenbuksum. (Mynd Bambus)
3. oktober í fjør andaðist systkinabarnið Vilhjálmur Christiansen róptur Lill, og hann stýrdi 8-mannafarinum Ørvi í 1962. Havi skrivað um kappróður hvørt ár síðani 1983 men ikki í ár, tí eg helt, at lítið var at skrivað heim um, tí eldri bátastøddirnar 5-mannaførini við kvinnum, 6-mannaførini við monnum og kvinnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini vóru longu avgjørdar á norðoyastevnu. Somu bátar hava fyri ólavsøku vinnu allar róðrarnar. Kom í morgun at hugsa um myndina omanfyri, sum Bambus tók av ørvamanningini í 1962. Myndin er søgulig, tí í 1962 gav Úrvarp Føroya út steyp at kappast um, ferðasteyp, sum ikki kann vinnast til ognar. Serliga við steypinum var, at tað var løgmaður, sum handaði steypið á ólavsøku. Lill stýrdi Ørvi í 1962 og situr mitt í myndini, og meg minnist, at tað var seligur stóltleiki hjá Ørvi at vinna Útvarpssteypið hetta árið.
Gjørdar vóru kappingarreglur um Útvarpssteyðið, har reglurnar søgdu, at bátur skuldi rógva á hvørjari stevnu, og vinnandi bátur fekk trý stig, nummar tvey tvey stig og nummar trý eitt stig. Stóð á jøvnum millum bátar eftir ólavsøkuróðurin, so skuldi trýmannanevnd gera av, hvør bátur róði vakrast og fara við steypinum sum var serligur stoltleiki. Ørvur vann sær útvarpssteypið í 1962. Fara vit til 2020, so hava fimm bátar vunnið allar róðrarnar í summar fyri ólavsøku. Erla kongsdóttir 5-mannfar við kvinnum, Jarnbardur 6-mannafar við kvinnum, Smyril 6-mannafar við monnum, 8-mannafarið Nevið reyða og Ormurin. So er spurningurin, hvør fer við útvapssteypinum. Hesir bátar hava 42 stig og fult stigatal. Eingin barnamanning, gentu – ella dreingjamanning hevur vunnið allar seks róðrarnar. (Vagnur)
Fólk gjørdu kvetti, tá ið Barjama í 1952 sigldi á Bøboðarnar og gjørdist vrak. (Mynd Vágs Sóknar Bygdasavn www.vagsbygd.com )
Í 2007 skrivaði eg dagbók í sambandi við kognitiva venjing, og ein frálíkan summarmorgun gekk leiðin Út á Bø, sum er avtoftað lítil bygd sunnanfyri Kirkjubø. Tað er ótrúliga vakurt Úti á Bø, og har sæst, at fólk einaferð í tíðini hava búleikast har. Dyrkaður bøur, toftir frá húsum, stórt seyðahús, sum er gjørt í nýggjari tíð, og leivdir frá farmaskipinum Barjamu, sum í 1952 fór á land á Bøboðarnar. Skotska farmaskipið, sum var á veg til Vestmannar, var fullfermt við timbri og øðrum góðum, sum nógv fólk fingu gleði av. Niðanfyri er brot at lesa úr dagbókini, eg skrivaði í 2007.
Tað er nakað serligt at ganga gjøgnum Líðina og Út á Bø, har er veðurgott, tí vegurin fer í boga inn í lendið, sum verjir ímóti vindinum. Altíð gongur ella liggur seyður á vegnum, hetta er arbeiðsvegur, sum bóndin gjørdi fyri pening, hann fekk fyri lendið, hann læt til Gomlurætt. Ikki er koyrandi við vanligum bili eftir knortluta vegnum, men við traktorum og stórum arbeiðsbilum.
Nú standi eg við rulliportið Úti á Bø. Fyrstu ferð í trý ár síggi eg seyðahúsið. Kvirt er í sálini, tá ið tú andar frísku og reinu luftini, og sum gevur tær nýggja lívmegi at náa málinum, sum tú hevur sett tær fyri í dag.
Leivdir av Barjama og leivdir av húsum síggjast framvegis Úti á Bø.
Eg standi eina løtu og hyggi niður yvir toftirnar, sum siga frá, at einaferð hava fólk búð Úti á Bø. Í 1860 búleikaðust tríggjar familjur her, løgið at hugsa sær, at tjúgu fólk hava hava búð á einum so fjarðskotnum stað. Hetta vóru uppsitarar hjá bóndanum í Kirkjubø og sýslumanninum í Havn. Tey búðu øll í einari lon. Kirkjubøbóndin átti sunnara enda. Har búði maður, kona og fimm børn. Harftrat var ein sonur giftur og hevði konu og fýra børn. Í hinum endanum búði uppsitarin hjá Müller sýslumanni, hann hevði konu og seks børn.
Bara ein smøl gøta bant saman lítlu bygdina og Kirkjubø. Um summarið høvdu tey tvey fýramannafør í einum neysti niðri á bakkanum, men um veturin máttu bátarnir standa í neysti heimi í Kirkjubø.
Meðan eg standi í øðrum tonkum, sveima tankarnir. Síggi fyri mær longu lonina við flagtaki, úthúsini og vakra dyrkaða bøin omanfyri vegin. Góður er sólargangurin Úti á Bø, og tí lá væl fyri hjá teimum at velta korn. Alt er so livandi í góðveðrinum, síggi fyri mær fólkini uppi í bønum, sum stríðast og strevast til tess at lívbjarga sær og sínum. Í 1910 varð lítla bygdin avtoftað, tí tá fluttu seinastu fólkini.
Framvegis er kvirt í sál míni, henda kvirra, sum eg eitt langt lív havi longst eftir.
Tað tekur korter at ganga Úti á Bø. Áður var bara gøta til avtoftaðu bygdina. (Mynd Vagnur)
Eg gangi oman til seyðahúsið, fari tveyhundrað metrar longur suður og seti meg á ein stein, har vegurin endar. Nú ert tú púra einsamallur, nú er eingin góða mamma, um óttin kemur sníkjandi í sál tína, sigi eg meg sjálvan. Men har er eingin ótti. Havi nátt málinum, málinum at vera einsamallur langt burtur frá tryggleikanum. Hví kann henda kvirran ikki altíð vera í sálini í gerandisdagnum. Óttin og einsemið høvdu stýrt lívi mínum frá barnsbeini, hevði óivað arvað hesar kenslur.
Nú sveima tankarnir aftur. Síggi fyri mær myndina av skotska fragtskipinum Barjamu, sum í januar mánað í 1952 fór á land Úti á Bø. Skipið var farið av Havnini og skuldi við jarni og timbri til SEV-byggingina í Vestamma. Men á Kirkjubønesi køvdi hann av í mjørka, og tá nýísetti radarin ikki riggaði nóg væl, mátti skiparin bara meta um, nær hann skuldi snara í Hestfjørð. Men ikki var nóg væl ætlað, tí ikki gekk long tíð, til skipið rendi seg fast, og tað stóð sum í berginum.
Tað eydnaðis at bjarga manningini, men tá ið nakrir dagar vóru gingnir, boðaði fútin frá, at skipið stóð ikki at bjarga, og fólk kundu bjarga tíð, sum bjargast kundi. Ein lastbilurin, sum skuldi til Vestmannar, stóð eisini á dekkinum á Barjamu.
Ikki gekk longu tíð, so komu fólk úr Vágum, Kvívík, Vestmanna, Skopun, Nólsoy, av Argjum, úr Havn og eystanbygdunum í Sandoynni til Barjamu. Tí umframt jarn og timbur, sum skuldi til Vestamannar, so var eisini nógv fóður og aðrar vørur í skipinum, sum fólk vildu hava hendur á.
Fólk gjørdu kvetti, men tráanin eftir stóra vinninginum fór ikki bara fram á friðarligan hátt. Tú mátti stríðast fyri sakini í lastini og á dekkinum á Barjamu myrku vetrardagarnar í 1952.
Og nú trýss ár seinni síggjast enn leivdir av Barjamu Úti á Bø, og tað sigst, at í nógvum eldri húsum liggur enn slitsterkt linolium frá Barjamu, tí linoliumsrullurnar vóru nógvar í lastini. (Vagnur)
Ótrúliga vakurt og oftast stilt at ganga gjøgnum Líðina og aftur til Kirkjubøar. (Mynd Vagnur)
Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)
Herfyri kom eg fram á serliga mynd, sum eg tók í Vestmanna í 1986. Myndin er av kyndilsvenjaranum Igor Kmec og Peter Sigurdi Rasmussen við blómutyssi í hond. – Hví taka hesir báðir í hondina hvør á øðrum, og hví Petur Sigurd við blómutyssi. Ikki fekk eg tá fatur í Peter Sigurdi, tí hann var í Danmark, men nú er Peter Sigurd komin aftur, og eg fekk søguna um myndina.
– Eg var venjari hjá VÍF hetta árið, og Igor Kmec vandi Kyndil, og myndin er óivað tikin fyri dystin, sum var avgerandi, um tað bleiv Kyndil ella VÍF, sum vann FM-heitið. VÍF vann dystin 23-20 og harvið FM-heitið, men um tað var Igor, sum gav mær blómutyssið, minnist eg ikki, sigur Peter Sigurd.
Í 1985 tók Kyndil stórt tak at fara til Kekkoslovakia eftir venjara, og nýggi venjarin Igor Kmec var ikki hvør sum helst. Igor hevði ítróttaútbúgving á professarastigi, og í 1978 leiddi hann VSZ Kosice til meistaraheitið í kekkoslovakisku kappingini. Igor var eisini hjálparvenjari hjá kekkoslovakiska A-manslandsliðnum fyrst í áttatiárunum.
Igor hevði spælt hondbólt frá ungum árum, og hann spældi eisini í fleiri ár við Slavia Praha. Igor hevði nógvar royndir sum venjari, tá ið kom til Føroya at venja Kyndil. Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-manslandsliðnum, vandi hann eitt skifti kekkoslovakiska mansunglingalandsliðið við góðum úrslitum, og besta úrslitið var bronsuheiðursmerkini í HM-kappingini í 1981, og tað var besta úrslitið, landsliðið nakrantíð hevði fingið. Í Føroyum skuldi Igor venja besta manshópin og kvinnuhópin hjá Kyndli.
Nógv kann skrivast og sigast um Igor Kmec, og mangt áhugavert er at lesa um venjaran Igor Kmec í bókini Bjartur lýsir Kyndilslogin. Eg kann minnast, at kyndilsspælararnir søgdu, at Igor legði ótrúligan dent á verjuspælið. Eisini skifti Igor nógv út í dystunum, tí hann arbeiddi ikki við løtuvinningum, tí tað galt um at fáa so nógvar spælarar á vøllin sum gjørligt, sum kundu mynda kyndilsliðini næstu árini. (Greinin skrivað í 2015)
Igor var blíður og fyrikomandi maður, og hann vandi kyndilslið tvey kappingarár. Men sjálvt um Igor fór úr Føroyum, var framvegis samband millum kyndilsfólk og Igor Kmec. Eitt dreingjalið hjá Kyndli var á hondbóltsferð í Kekkoslovakia um ársskiftið 1987/1988, og tað var Igor Kmec, sum fekk ferðina í lag. Kyndil heystaði ikki fruktirnar frá arbeiðinum hjá Igori, fyrr enn hann var farin úr Føroyum. Kyndil vann ikki meistaraheitið í 1985, 1986 og 1987, tí tað gjørdi VÍF. Men í 1988 og næstu fimm árini vunnu kyndilsmenn meistaraheitið.
Peter Sigurd Rasmussen
Og so aftur til myndina og Peter Sigurd Rasmussen. Peter Sigurd, sum er farin um tey 80 árini, er kent ítróttanavn í Føroyum. Nógv ung kenna óivað ikki fyrrverandi ítróttastjørnuna, men vit onnur kenna væl landsliðsmálverjan í fótbólti, sum spældi við HB, og landsliðspælaran í hondbólti. Peter Sigurd byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum, men tá ið Kyndil varð stovnað í 1956, fór hann í Kyndil.
Peter Sigurd er útbúgvin lærari og arbeiddi fyrstu trý árini sum lærari í Fuglafirði, og hann var ein av teimum, sum birti lív aftur í ÍF hondbólt. Í heyst hevði eg felagsmynd tikin á Strondum av hondbóltsliðunum hjá StÍF og ÍF frá 1958, og tá er Peter Sigurd á myndini sum ÍF spælari. Eisini spældi Peter Sigurd við SÍF úr Sandavági, tá ið hann var vikarur í bygdini, áðrenn hann fór á læraraskúla. (Vagnur)
Áhugaverd mynd, sum uttan iva er tikin fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. (familjumynd)
Herfyri kom eg fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Altíð áhugavert at síggja “nýggjar” gamlar myndir, og serliga spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Men hetta er ikki altíð lætt. Eg eri uppvaksin við Landavegin, men sjóvarmálin dró altíð okkum ungu oman á Vestaru bryggju, Skipasmiðjunan, Álaker, Lágikai, Vestara bryggja og Vágsbotn vóru eisini okkara spælipláss. So er spurningur, nær er myndin so tikin?
Ringdi fyrst til Poul Mohr, sála, og spurdi hann, nær bygningurin uttast til høgru varð bygdur. – Pakkhúsið hjá millionerinum Zachariasi Hansen. Bygningurin er uttan iva bygdur seinast í 1920-árunum ella fyrst í 1930-árunum, segði Poul. Sjálvur minnist eg væl, tá eingin vegur var fram við sjóvarmálan, og vit ungu royndu at klúgva fram við pakkhúsinum. Minnist, at Otto Reinert og hansara menn flettu seyð í kjallaranum. Ì nýggjari tíð keypti Margit Svarrer og Zacharias Wang húsini og umvældu tey. Einaferð hevði íslendingurin Ólavur Gudmundsson handil í húsinum.
Síðani er tað vakri báturin hjá Olufi Hansen, sum liggur fyri teim út frá bátadráttinum. Hesin altíð vælhildni bátur, sum var hvítur í neðra við grønum stokkum og tvey ovastu borðini grøn.
Síggi fyri mær mann sita á motorkassanum. Myndin er so ikki tikin eftir 1958, tí tá byrjaðu tey at grava út fyri nýggja Sjómansskúlanum. Skúlin varð vígdur 4. januar 1962, og skúlin sæst ikki á myndini.
Sjómansskúlin frá 1962, sum vit róptu skúlan, eitur nú Vinnuháskúlin. (Mynd Vagnur)
Fyri teym síggja við mjólkabátin Reynir hjá Mejarínum og nærri Skipasmiðjuni Heklu, sum í nógv ár lág fyri teym á vágni í okkara ungdómsdøgum. Carl á Lag keypti Heklu úr Noregi, og teir skutu brugdur við Heklu. Sum eg minnist, átti Jákup hjá Carli á Lag Heklu. Annars síggja vit Müllers pakkhús, Skeiva pakkhús og gamla hospitalið. Og undan pakkhúsinum kemur gamla Danmark.
Áhugavert at síggja bátadráttirnar. Eg minnist, hvussu hált tað kundi vera á ganga á steinsetningini, tí olja og annað rusk kom upp á land í Vágsbotni. Molin var tá ikki longdur, og á lágættunum breyt mangan upp um bryggjukantarnar, og sjógvurin fór mangan niðan Tórsgøtu og í ringasta føri niðan til Mejaríið. Minnist væl, tá tey byrjaðu at grava og spreingja á Skálatrøð. Nógv grót skuldi brúkast, tá teir longdu Molan. Hetta var seinast í 1960- árunum.
Um sama mundin gjørdu teir fast samband millum Vágsbotn og fabrikkina hjá Østrøm. Tá talan er um økið, har Valdemar Lützen nú heldur til, so minnist eg væl, tá vit spældi á sandinum og royndu at sleppa út át stóra steinin. Eitt var at vassa út, men annað var at sleppa upp á steinin. Myndin omanfyri er eldri mynd av Østrøm, men sandurin og steinurin er eins, og tá vit vóru ung.
So er spurningurin, nær myndin av Vágsbotni er tikin? Mítt uppskot er fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. Eingin Sjómansskúli, Hekla liggur har og ikki at gloyma báturin hjá Olufi Hansen. (Vagnur)
Seinnapartin sóust í gøtunum í Havn unglingar í búna frá skúlaskipinum Georg Stage, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum. Vakurt trímastra skúlaskip úr jarni bygt í Frederikshavn skipasmiðju í 1934. Umvælt fleiri ferðir. Fyrsti Georg Stage sá dagsins ljós í 1882, og var tað reiðarin Frederik Stage og kona Thea, sum vildi ala upp vælútbúnið sjófólk. Skipið bleiv doypt Geoge Stage eftir soninum, sum doyði av tuberklum í 1880 bert 22 ára gamal. 25. juni 1905 sakk Georg Stage, sum var árent av enskum dampskipi, og 22 næmingar umborð á Georg Stage druknaðu.
Í 1934 var nýtt skúlaskip bygt við navninum Georg Stage, sum hevur pláss fyri 63 næmingur og tey tíggju av manningini. Skipið siglir við næmingum frá apríl til september mánað. Fleiri føroyskir ungdómar hava siglt við skúlaskipiunum, sum hevur tjúgu ymisk segl og hæddin á mastrunum er 31 metrar. Vakurt skúlaskip. (Vagnur)
Neystið hjá Havnar Róðrarfelag er søguligt neyst. Hetta er bygt á gamla Hornaneystið. Tað var tann tíð, tá bátar vanliga vóru drignir í neystini. (Mynd Vagnur)
Nú eru vit komin hartil í Havn, at havnarfólk mugu halda saman og hjúkla og verja um tað søguliga. Fekk bita í hálsin, tá eg hoyrdi, at nú ætlar Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina soleiðis, at gomul søgulig neyst kunnu byggjast um til íbúðir á loftinum. Sá onkrastaðni, at talan er um eini hundrað neyst í kommununi. Síggi eisini, at býráðslimur kundi hugsað sær at selt Bacalao. Álvaratos. Púra vitleyst at selja bryggjukantin í Havn til ríkmenn aðrastaðni í Føroyum, og púra vitleyst at fara eftir gomlu søguligu neystunum. Latið neystini fáa frið, og íbúðartrupulleikin má kunnu loysast á annan hátt.
Vit, sum eru uppvaksin í Havn, og nú er vorðin eldri, hava góð søgulig minni í sálini. Alt virksemið á Vesturu bryggju, Tórshavnar skipasmiðjuni og ikki minst í Álakeri. Tíðir broytast og vinnan broytist, men vit mugu ikki gloyma søguna men varðveita søguna, har tað ber til. Men tað sýnist, at býráðslimir, sum ikki eru uppvaksnir í Havn, hava slett ikki hesar kenslur sum vit onnur. Hjá teimum snýr seg alt um vinnuna og á vestfallið við søguni.
Vóni ikki, at Tórshavnar kommuna meinar við hesi neystini, tí tey príða um í Álakeri. (Mynd Vagnur)
Nú skal Álaker gerast til smábátapláss, og alt gott um tað, men Tórshavnar kommuna má syrgja fyri, at øll tey gomlu neystini, sum er havnarsøga, mugu varðveitast í núverandi líki. At geva spekulantum loyvi at umbyggja neystini til íbúðir er heilt burturvið, og tað mugu vit onnur syrja fyri ikki gerst veruleiki. Vit skulu geva slíkum býráðslimum dyst til mállinjuna.
Tað vóru eisini býráðslimir, sum vildu taka útsýnið í suður í hav frá Skansanum. Tá var lurtað eftir borgaranum, og ætlanin fall til tíbetur til jarðar. So eru býráðslimir, sum vilja byggja tjóðpall á Skálatrøð, men tí betur gerst hetta heldur ikki veruleiki, tí her hava hundraðtals borgarar eisini talað og mótmælt.
Ger Tórshavnar kommuna rætt, so átti hon at fingið friðað øll neystini í Álakeri, tí tey eru prýði fyri eyguni. Spennandi at fylgja við, hvussu Álaker fer at hátta sær næstu árini. Í løtuni er ikki nógv at skriva heim um har á leiðini, tí har valdar ruðuleiki. Bátar, bilar, viðheftisvognar, bingjur og órutt hvørt um annað. Einki skipað. Tey siga, at Álaker skal gerast nýmótans vøkur marinuhavn. Vit bíða í spenningini. (Vagnur)
Eldur fór heilt illa við turkihúsinum og illa gekst at sløkkja eldin. (Mynd Dimmalætting)
Nógv fólk geva sær ikki far um, at stóri guli bygningur við Heygsvegin í Havn einaferð var eitt saltfiska- og turkihús. Tað vóru abbi mín Christian Christiansen, skipari og reiðari, og synirnir Jógvan og Debes Christiansen, sum lótu húsini í byggja í 1936. Uttan iva halda fólk, at løgið er, at teir bygdu húsið so langt frá sjóvarmálanum, tá talan var um saltfiska- og turkihús. Vit ungu gingu nógv í turkihúsinum, og hendingin frá 4. oktober 1956 er hending, sum eg ongantíð gloymi. Tá brendi turkihúsið heilt illa.
Tá í tíðini hoyrdist um alla Havnina, tá eldur var í, tí brandlúðrar vórðu settir upp nógvastaðni í býnum. Nú hava brandmenninir serliga fartelefon uppi á sær, og vit onnur vita næstan ikki, tá eldur var í. Tá í tíðini hugdu nógv fólk at eldsbrunum, og børnini fóru eftir ljóðinum og fylgdi sporinum hjá einasta brandbilinum í Havn. Vit búðu niðri á Landavegnum við Vesturkirkjuna, og í 1956 vóru eingi hús á Frælsinum, eingin Venjingarskúli og fá hús vestanfyri hjá okkum. Har vóru traðir, so langt eyguni rukku.
Síggi fyri mær, tá vit frá okkum sóu høgu eldsúluna upp úr takinum á turkihúsinum, og skjótt vóru vit børn á staðnum. Minnist, at mammubeiggi mín Debes var klatraður upp eftir einum jarnsteyra í elevatorinum, so hann kundi sløkkja málaran. Hann sá øgiligur út í andlitinum, tí bæði eygnabrýr og hárið var sviðið. Tað gekk seint at sløkkja eldin, tí ov lítið av vatni var har á leiðini og bara ein brandbilur. Eldurin var kyknaður í miðhæddini.
Tey hava varðveitt brandbilin frá 1948. (Mynd Vagnur)
Tá eldurin varð slóktur, sá øgiligt út inni í turkihúsinum. Ì húsinum vóru tjúkkir bjálkar, sum ikki vóru brendir ígjøgnum men svartir av eldinum. Tá turkihúsið varð umvælt aftur, sóust tó hesir svørtu bjálkarnir, sum fyri okkum ungu mintu okkum á stóra eldsbrunan. Saltfiskur var í húsinum, men bara partur av fiskinum varð oyðilagdur, og eg minnist, at tey skóru uggarnar av fiski, sum síðani varð pakkaður og seldur av landinum.
Tá tú í dag tosar um turkihúsið úti í Hvannasundi ella við Heygsvegin, minnast flest fólk bara, at Grøði helt til í húsinum. Hetta var fyritøka, sum seldi frukt og handilstøð. Myndina omanfyri sá eg í bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, men eg ynskti at finna upprunamyndina. Fór niðan á Brandstøðina, har myndin hekk á vegginum. Men hetta var ikki upprunamyndin, men “útklipp” úr Dimmalætting. Stavirnir Á.P stendur á myndini. Eingin ivi, at Á.P merkir Ásmundur Poulsen, sáli, sum tók nógvar myndir.
Brandbilurin á myndini er søguligur, tí hetta er fyrsti brandbilur í Føroyum, og sum kom til Havnar í 1948. Brandstøðin hevur varðveitt brandbilin, og bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Søgan um hesar Bedford bilar er henda: Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin.
Bedford bilarnir vóru frá fyrsta degi í 1931 væl dámdur bilur, og teir gingu sum heitt breyð til byrjan av seinna heimsbardaga í 1939, tá framleiðslan steðgaði, tí Churchill kravdi, at verksmiðjan heldur skuldu framleiða serlig hernaðarakfør. Eftir krígslok 1945 byrjaði framleiðslan aftur av Bedford lastbilum av sniðunum Bedford K, M og O. Turkihúsið við Heygsvegin stendur har enn. Eik banki eigur bygningin, og á økinum stendur skelti, at bygningur er til sølu. (Vagnur)