So eydnaðist loksins at fella Nólsoyar Páll. Syrgilig avgerð. (Mynd Vagnur)
Heima hjá okkum við Landavegin sótu vit ungu um borðið í stovuni, tá pápi okkara lurtaði eftir valúrslitum í útvarpinum og skrivaði tey í valskema í Dimmalætting. Vit fylgdu eisini við, men tað skuldi vera tøgn um borðið. Síðani tá hevur tú altíð havt áhuga fyri bæði løgtings – kommunuvalum, hetta, hví politikkarar fáa nógvar atkvøður, og hetta, at summi missa áður vunnar atkvøður og kanska ikki vera afturvald.
Fyri valið í Tórshavar kommunu vart tú heilt vísur í, at stjórnarskifti fór at fara fram á Vaglinum, og at Tjóðveldi fór at missa tvey umboð, og at Fólkaflokkurin ikki fór at gera gott val. Men tú fórt nakað skeivur, tí ungt stjørnuskot, sum fekk 519 atkvøður og ikki brúkti eina krónu til valstríð, tryggjaði Tjóðveldi varðveitti triðja umboðið. Men hví hevði tú hesa hugsan fyri valið í Tórshavnar kommunu?
Tá fólk fara á val, so er tað í vónini um, at tann, tú velur, umboðar tær hugsjónir, tú heldur gott um, og at viðkomandi stríðist fyri hesum hugsjónum. Fýra ár seinni hevur tú møguleikan at velja persónin aftur ella ganga aðrar leiðir. Og júst at ganga aðrar leiðir, sóu vit á valinum í Tórshavnar kommunu, og nýggja leið gekst tú sjálvur.
Javnaðarflokkur fór frá 4764 atkvøðum í 2016 til 5776 atkvøður í 2020, og her er talan um túsund atkvøður fleiri og boðar frá, at fólk vildu broytingar. Fólkaflokkurin stóð mest sum í stað frá 1659 atkvøðum í 2014 til 1704 atkvøður ein vøkstur á 45 atkvøður.
Stóri taparin í atkvøðum var Tjóðveldi, sum fór frá 3378 atkvøðum í 2016 niður á 2698 atkvøður í 2020. Munurin er 680 atkvøður og dyggur smeitur. Í 2016 fekk Sambandið 1209 atkvøður og 1554 atkvøður í 2020. Gott val við 345 fleiri atkvøðum, og Framsókn fór frá 1094 atkvøðum í 2016 til 1266 atkvøðum í 2020. Munurin 172 atkvøður fleiri.
Men hví gjørdi serliga Tjóðveldi ringt val í Tórshavnar kommunu, og hví fekk borgarstjórin ikki fleiri atkvøður, sjálvt um hon vaks um atkvøðutalið frá 322 atkvøðum í 2016 til 586 atkvøður í 2020?
Í mínum hugaheimi eru serliga tríggjar orsøkir.
Eitt. Illa frágingið politiskt arbeiði í sambandi við grótið frá Eysturoyartunlunum og Sandoyartunlinu, har kalbaksfólk og onnur ikki sluppu til orðanna og vóru vird, tá man koyrdi grót á sjógv og oyðilegði vakra sjóvarmálan á Sundi. Grót, sum kundi farið inn í Eysturoynna. Grótið frá Sandoyartunlinum verður koyrt í hagan, og í vár skulu 70.000 lastbilar við grótið koyra gjøgnum havnargøtur ávegis til Runavíkar. Alt hetta kostar atkvøður.
Tvey. Samgongan setti fýra leiðarar at stýra vøggustovum og barnagørðum, sjálvt um pedagogar og fagfelagið mutaði ímóti, tí tey yngstu heldur at fáa fleiri starvsfólk á stovnarnar. Serliga henda gerðin kostaði serliga Tjóðveldi heilt nógvar atkvøður.
Trý. Samgongan tvíhelt um, at Tjóðpallur skuldi byggjast á Skálatrøð, sjálvt um fleiri enn tvey túsund undirskriftir vóru latnar á Vaglinum, sum talaði ímóti hesum. Slíkt kostar eisini atkvøður. Flokkarnir tóku ikki Tjóðpallin við í valstríðið, tí málið er eldfimt og kann kosta atkvøður.
Sjálvandi er nógv gott framt í býnum seinastu fýra árini, men tildømis at byggja havnir, barnagarðar, sambýli og eldrabústaðir er sjálvfylgja fyri borgaran og ávirkar ikki, hvar tú setir krossin á býráðsvalinum. Men traðkar tú dyggiliga borgaran á tærnar, so kostar hetta atkvøður. Hetta sigur søgan.
Ja, so er tað Nólsoyar Páll, sum mátti dvína saman við samgonguni. Ikki tordu tey at taka standmyndina burtur fyri valið, tí hetta hevði eisini kostað samgonguni atkvøður. Annars var forsíðan um vikuskiftið í Dimmalætting betri ógjørd, tí har fert tú beinleiðis eftir persóninum heldur enn eftir málinum Ikki gott journalistiskt avrik má sigast. (Vagnur)
Rørandi kensla leygarmorgunin at síggja standmyndina, og tankar reikaðu hesa løtuna. (Mynd Vagnur)
Í nógv vindinum leygarmorgunin gekk leiðin niðan á Hjalla til tess at vita, hvussu Nólsoyar Páll (1766-1809) hevði tað, nú hann er vrakaður av Tórshavnar kommunu eftir 25 góð og eydnurík ár í Vágsbotni millum havnarfólk. Hesin garpin, sum á sinni tók stríðið upp við einahandilin og danska embætismannaveldið í Føroyum.
Teir slóðaðu fyri, brettu upp um armar og bygdu far á Fløtuni fríðu í Vági, og Nólsoyar Páll hevði lært seg sjómanskunnleika og sigligarfrøði hjá Mads Winther. Umframt var Nólsoyar Páll yrkjari og yrkti millum annað Fuglakvæði og Jálup á Møn. Nú er hann fjónaður uppi à Hjalla og liggur har úti einsamallur í nógva vindinum og myrkrinum og kagar upp himmalin. Fingið krakk frá Tórshavnar kommunu, og Guð viti, nær hann kemur oman aftur í Vágsbotn, um hann kemur omanaftur. Eitt ússaligt snigálop á hetjuna. (Vagnur)
Birgar Johannessen í 2014 við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)
Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen 74 ára gamal. Vit kunnu vera takksom fyri alt tað, Birgar hevur útint, tí Birgar var góður við Havnina. Dýrabarur skattur liggur eftir hann við bókum og alt tað, hann savnaði av eldri lutum, sum hava tilknýti til býin, hann var føddur og uppvaksin í. Birgarsa stóri dreymur var væl skipað býarsavn í Havn.
Á lívsleiðini hevur Birgar eisini upplivað daprar og tungar stundir, m.a. tá hann 4. september 2014 misti Elsu, konuna, vinin og sálarhirðan, sum hann málbar seg. Birgar misti tá part av lívsgleðini og stríðsandanum, tí Elsa var eisini viðpælari í útgávum av bókum og savnan av lutum til býarsavn. Birgari sýntist torført at fóta sær uttan Elsu við sína lið. Hetta segði Birgar mangan.
Poppminni 1967. Cream Crackers í Sjónleikarhúsinum. Frá vinstru Sigurd Beck, Jógvan Telling Joensen, Torkil Juul Thomsen og Birgar
Birgar hjá Fritleifi, sum hann var róptur, var føddur beint eftir kríggið 16. juni í 1946 í húsum hjá H.N. Jacobsen í Gongini. Í 1949 fluttu foreldrini yvir í Lon, sum vóru samanbygd hús, sum kommunan læt byggja. Tá fluttu trettan familjur yvir í Lon, har Leivur beiggi Birgar framvegis býr. Tað vóru tá millum tretivu og fjøruti børn, sum samstundis fingu nýggjan bústað.
Foreldur Birgar vóru Fritleif úr Havn og Jacobina, rópt Bina, sum var av Signabø. Birgar og tey vóru sjey systkin: Petur, Leivur, Karl, Brynhild, Iris, Emmely og Birgar. Nú er bara Leivur eftir á lívi. Vit, sum búðu við Landavegin, komu ikki nógv í eysturbýin. Tó sita minnini frá krígnum í hugaheiminum, og tú sært fyri tær nógvu barakkirnar har á leiðini, eins og barakkir eisini vóru á okkara heimabeiti við Ellisheimið.
The Enjoyers í 1961. Frá vinstru Birgar, Djóni, Hans Christian og Steingrím. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)
Minnist, at seinast í 1950-árunum vóru mong kríggj millum býarpartar í Havn uttan iva íspunnin av krígnum. Dreingir høvdu svør skjøldrar, gummipískar og langar bambusstengur at sláa við. Tíbetur fánaðu hesi kríggj burtur við tiðini.
Birgar spældi bassguitar, rútmuguitar og sang. (Mynd Vagnur)
Birgar var trý ár eldri enn undirritaði, tí gingu vit ikki somu leiðir, men meg minnist, tá Birgar og teir í Cream Crackers í 1967 vóru við í Poppminnum i Sjónleikarhúsinum. Á pallinum spældi Birgar rútmuguitar, Jógvan Telling sologuitar, Sigurd Beck bassguitar og við trummurnar sat Torkil Juul Thomsen. Eftir hesa tónleikastórhending gjørdust Birgar og teir okkara tónleikastjørnur.
Minnist eisini, tá nakrir ungir dreingir í 1961 stovnaðu bólkin The Enjoyers. Hans Christian Clementsen, Djóni Andreasen og Steingrím Abrahamsen búðu við Kinabrekkuna í vesturbýnum, og teir fingu guitarundirvísing frá Eyðbirni á Kamarinum.
Hesir tríggir byrjaðu so smátt at stápla tónleikabólk á beinini, sjálvt um teir einans vóru tólv trettan ára gamlir. Birgar arbeiddi tá sum býdrongur hjá fyritøkuni Charles Mouritsen úti í Tinganesi, og tá Djóni var býdrongur hjá Gjaldstovuni, sum tá eisini var í Tínganesi, komu Birgar og Djóni mangan at práta um tónleik. Soleiðis gjørdist Birgar limur í bólkinum, sum teir góvu navnið The Enjoyers. Annars kom Birgar nógv í vesturbýin, tí abbi hansara Petur í Mattalág og húski búðu við Kinabrekkuna.
15 . juli 1987 skiftir Birgar kós á lívsleiðini
Eftir góðu árini í Sjónleikarhúsinum í 1960- og 1970-árunum misti tú Birgar úr eygsjón, tí teir í Cream Crackers og The Enjoyers vóru givnir at spæla tónleik. Hitti ikki Birgar aftur fyrr enn í 1988, tá vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60-árini, har vit í tjúgu fylgjandi ár fingu tónleikabólkar frá 1960-árunum aftur á pall. Eisini Cream Crackers og The Enjoyers, sum fleiri ár vóru á palli í høllini á Hálsi.
Spell, at Birgar ikki upplivdi, at Havnin fekk býarsavn. Mynd úr savninum hjá Birgari. (Mynd Vagnur)
Sum frá leið komu Birgar og tú at kennast heilt væl, og hugtikin gjørdist tú av Birgari, tá vit nógvu vitjaðu forvitnisligu myndasýningar hansara í SMS. Har sóu vit veruligu evnini hjá Birgari. Í samrøðu við Birgar nakað seinni spurdi tú Birgar, hví hann gjørdist so bitin av at savna eldri myndir og lutir. Birgar svaraði mær júst soleiðis:.
– Eg var nakað váttligur á ungum árum, men 15. juli 1987 gjørdi eg knappliga av, at nú var “slutt” við rúsdrekka, men okkurt mátti eg fylla tíðina við, sum eg hevði sitið við fløskuni. Eg keypti mær ein Chevrolet-caprice fyri 348.000 krónur, har eg lænti størsta partin av pengunum, keypti sjónvarp og sjónvarpsupptakara. Okkurt mátti henda, nú eg var givin at drekka, segði Birgar. Tú merkti, at skuldarkensla fyri familjuni hesi ”vátu” árini tyngdi Birgar.
Mynd tikin í savninum hjá Birgari. Myndin sigur frá parti av rúsdrekkasøgu føroyinga. Birgar tosaði opið um rúsdrekka og rúsdrekkatrupulleikar. (Mynd Vagnur)
Tá Birgar um hetta mundið vaknaði úr dvala, komu nógvu evni hansara undan kavi, sum ikki komu til kennar í barnaskúlanum, tí hann tímdi ikki at ganga í skúla. Seinni gekk betur, og hann nam sær kunnleika í roknskapi, og arbeiddi síðan sum roknskaparmaður hjá Smyril Line í nógv ár. Minnist, hann koyrdi eitt skifti hýruvogn í Auto, og tá hann gavst í Smyril Line gjørdi hann roknskapir fyri smáar fyritøkur og fólk.
Birgar framleiddi í nógv ár hugtakandi tónleikasendingar í Útvarpinum, har hann serliga legði seg eftir popptónleiki frá 1960-árunum. Tú visti, at Birgar og konan Elsa stríddust at fyrireika og geva út tvær myndabøkur við teksti úr Havn, sum gjørdust ein fongur fyri okkum, sum eru uppvaksin í Havn.
Myndina tókst tú í 1988 í sambandi við Aftur í 60-árini. Frá vinstru Birgar Johannessen, Hans Christian Clementsen, Sigurd Beck, Djóni Andreasen og Herálvur Andreasen. Herálvur var onkuntíð sangari í Cream Crackers. (Mynd Vagnur)
Bøkurnar Havnin – fólk og yrki frá 2007 og 2008 eru dýrgripir, sum eingin annar enn Birgar kundi avrikað. Ótrúligt, at tað eydnaðist Birgari og Elsu at savna saman so nógv tilfar. Minnist seint á kvøldi tað bankaði á hurðina hjá okkum, og var tað Elsa, sum stóð í hurðini. Hon kom eftir mynd av abba mínum, sum skuldi í aðra bókina.
Birgar gav eisini út aðrar bøkur, m.a. Tórshavn – Býur og býarbørn, men árið 2014, tá hann misti konuna, setti síni djúpu spor. Hann segði mær, at hann fann ongantíð aftur gamla lívsneistan og stríðsandan at skriva, geva út bøkur og savna eldri lutir.
The Enjoyers seinastu ferð teir spældu Aftur í 60-árini. Frá vinstru Hans Christian Clementsen, Birgar Johannessen, Steingrím Abrahamsen og Djóni Andreasen. (Mynd Vagnur)
– Eg kom ongantíð yvir djúpu sorgina at missa konuna, tí hon var mítt akker og sálarhirði á lívsleiðini, og eg orkaði ikki longur at búgva á Norðasta Horni, og tí ætli eg mær at selja og flyta aftur heim til Havnar, segði Birgar sorgartungur seinastu ferð tú vart á gátt hjá honum á Norðasta Horni. Birgar vitjaði grøvina hjá Elsu dagliga.
Minnist, at Birgar var ógvuliga fegin, tá hann gjørdist flaggvørður í Tinganesi. Skuldu flagg á stong bæði úti á nesinum og longri inni, plagdi Leivur beiggi Birgar at hjálpa honum. Og Birgar gekk ógvuliga høgt uppí, at bæði fløggini fóru upp samstundis.
Bøkurnar Havnin – fólk og yrki frá 2007 og 2008 eru dýrgripir, sum vit m.a. eiga eftir Birgar. (Mynd Vagnur)
Vit hava so nógv at takka Birgari fyri, og hansara hjartamál var, at Havnin fekk gott og snotuligt býarsavn. Men tað sýntist, sum tað gekk striltið at fáa Tórshavnar kommuna rættiliga at bíta á. Finnur Johansen, sáli, royndi eisini við býarsavni, men enn eigur Havnin einki býarsavn, sum vit kunnu vera stolt av.
Hvíl í friði, góði Birgar. Tú vart fantastiskur, og nú er enn ein kend havnarmynd farin um sýn. (Vagnur)
Nógvar er minniligu løturnar frá tíðini í grótbrotinum.
Tá ið eg á Facebook sá áhugaverda mynd av Grótbrotinum við Oyggjarvegin, leitaðu tankarnar til tíðina, tá ið eg arbeiddi í grótbrotinum. Á jólum í 1966 segði eg við pápa mín, at nú tímdi eg ikki at ganga í skúla longur. Eg gekk tá í 2. real í Hoydølum, men skúlin segði mær tá slett einki. “Skalt úr skúlanum, skalt beinanvegin finna tær arbeiði”, segði pápi mín. Eg kendi Echardt Persson, sum arbeiddu í Grótbrotinum, og tað var hann, sum útvegaði mær arbeiði.
Grótbrotið var tá eitt slag av eini fabrikk, tí fyrst var longst uppi minni grótbrot, har borivognur stóð ovast, sum boraði djúp hol, og síðani var skotið, tá ið nóg nógv hol vórðu borað. Eyðálvur Milná ansaði borivogninum. Grótið varð koyrt í ovara knúsaran, har tveir eldri menn Edvard Gjóvará og Johannes Johannessen tóku ímóti gróti frá stórum gravmaksinum, sum Hjørleif á Kamarinum og Hassi Justinussen koyrdu. Johannes Johannessen var pápi at Eyðuni Johannessen sjónleikara. Eitt av mínum arbeiðum var at hjálpa manninum, sum ansaði borivogninum, og so boraðu eg eisini eitt ella fleiri hol í steinarnar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran.
Lítið sæst i dag til grótbrotið, tí har eru stórir bygningar, og nógv tilfar er tyrvt í brotunum. (Mynd Vagnur)
Tað var serlig spennandi løta, tá ið vit sprongdu steinarnar inni í brotinum. Dynamitt við perlu vóru fyrst koyrt í holini, og síðani fingu vit nakrir serligt fjús, sum skorið varð í, so fjúsflamman fór út ígjøgnum hol fjúsinum, sum skuldi brúkast at tendra fjúsini í steinunum við. Síðan runnu vit allir millum steinarnar og tendraðu fjúsini, og so at renna úr brotinum. Roknað varð út, hvussu langa tíð vit kundu vera inni í brotinum og tendrað í fjúsini, áðrenn fyrsta skotið brast. Hesa skipan hevði arbeiðseftirlitið ikki góðtikið í dag.
Stóri knúsarin knústi grótið soleiðis, at tey bleiv til sligið grót, sum vit rópa tað. Síðani koyrdi minni maskina sligna grótið í minni knúsara, sum knústi grótið til ymsar støddir av skervi. Niðanfyri stóð alsfaltblandarin, sum blandaði asfalt bara til vegirnar í Tórhavn. Benny Carlsson arbeiddi við minna knúsaran, og Echardt Persson arbeiddi við asfaltblandaran. Longri niðri var maskinverkstaður og kaffistovan.
At arbeiða sum ungur í Grótbrotinum var hart arbeiði, tí alt var tungt kropsligt arbeiði, og vit arbeiddu frá átta á morgni til sjey á kvøldi. Eg minnist, at eg mangan sovnaði í baðikarinum, tá alt støvið um kvøldið skuldi vaskast av kroppinum. Vit forvunnu nógvan pening, tí arbeiðstímarnir vóru nógvir, fleiri vóru yvirtímarnir, og tá var skatturin ikki so stórur. Hvønn fríggjadag kom arbeiðsformaðurin John Justinussen við lønarbjálvanum, tí tá í tiðini fingu vit lønini kontant einaferð um vikuna.
Tíðin í Grótbrotinum í 60-árunum minnist eg við gleði, tó minnist eg ilt aftur á, tá ið vit yngstu skuldu niður í myrkt hol úndir minna knúsaran at grava støv upp úr holinum, sum var komið frá bondunum, sum fluttu skervin á knúsaranum. Hetta var so mikið hart arbeiði, at vit vóru tríggir ungir, sum skiftust til tess at fáa holið tómt. Stuttligar vóru løturnar í kaffistovuni, har teir eldu menninir royndu at spæla stuttligir og “prika” okkum yngru við ymiskum.
Eftir fimtan mánaðir í Grótbrotinum gekk leiðin til bilverkstaðin hjá Vilhelm Nielsen at læra til bilmekanikara. Eingin ivi er um, at barlastin úr Grótbrotinum kom væl á verkstaðnum. Brandstøðin og maskinverkstaðurin hjá Tórshavnar kommunu heldur nú til í Grótbrotinum. Arbeiðseftirlitið hevði í dag slett ikki góðtikið eitt grótbrot so nær vanligum húsum, tí nógv grótdust kom frá serliga niðara knúsaranum og asfaltblandaranum. Í Grótbrotinum og hjá Vilhelmi Nielsen bendi slett einki á, at eg seinni bleiv skúlalærari. Mangt broytist á lívleiðini. (Vagnur)
Standmyndin varð avdúkað ólavsøkudag í 1933. (Mynd Vagnur)
Á Vaglinum í Havn stendur vøkur standmynd av Rasmus C. Effersøe. Spyrt tú fólk, hví standmyndin stendur júst har, og nær standmyndin varð avdúkað, so vita fólk ikki rættliga. – Standmyndin hevur alla mína tíð staðið á Vaglinum, og mynd av Rasmusi hongur eisini í Sjónleikarhúsinum, og hann hevur yrkt nógvar vakrar fosturlandssangir, siga fólk, men annars vita tey lítið um mannin og standmyndina. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum til standmyndina.
Í 1933 ólavsøkudag tá ið tingið varð sett, varð standmynd av Rasmus Christopher Effesøe avdúkað. Tað var danska listakvinnan Anne Marie Carl-Nielsen, sum gjørdi bronsuhøvdið av Rasmusi. Ole Arge “Ole smið” gjørdi fótin.
Nógv kann skrivast um lívssøguna hjá Rasmusi, men eingin ivi eru um, at standmyndin er sett upp á Vaglinum í 1933 sum tøkk til Rasmus fyri tað stóra arbeiðið hann gjørdi fyri føroyskan sjónleik og allar teir vøkru fosturlandssangirnar, hann yrkti í eini tíð, tá ið føroyska málið ikki enn rættliga hevði fótafesti í føroyska samfelagnum.
Upprunaliga er ættin hjá Rasmusi íslendsk, og ættarnavnið skal setast í samband við íslendsku oynna Effersey. Abbi Rasmus, Jón Guðmundsson Effesøe. búsettist í Føroyum, og ein sonur hansara Gudmundur Effersøe gjørdist 1851 síslumaður á Tvøroyri, og á Tvøroyri bleiv Rasmus Chistopher Effesøe borin í heim í 1857.
Tíggju ára gamal fer Rasmus til Havnar at ganga í realskúla og tók prógv í 1872. Hann fór síðani til Danmarkar og Skotlands at læra seg jarðarbrúk og seyðabrúk, og hann tók endaligt prógv í Keypmannahavn í 1879. Rasmus gjørdist landbúnaðarráðgevi, hann tók stig at stovna búnaðarfelagsskapir, var blaðstjóri á fleiri bløðum millum annað Dimmalætting, var politikari eitt skifti, og Rasmus var virkin í Føringafelagsarbeiði, meðan hann var í Danmark.
Sjónleikur og fosturlandssangir
Longu sum ungur steig Rasmus fram sum meistarligur yrkjari í Keypmannahavn. Vit kenna sangirnar “Heimið” Føroyingar, sum her nú koma saman, “Vesturætt” Úr øllum ættum koma vindar, “Fornsøgur” Eg minnist í gomlum søgum og “Barndómsminni” So vakrar moyggjar. Hesar “perlur” yrkti Rasmus í árunum 1877 til 1879. Rasmus var um hetta mundið lívglaður, kátur, og fosturlandstokkin lýsir úr hvørjum ørindi í yrkingunum.
Føringafelagsmenn kendi tað sum eina avbjóðing at føra føroyskar sjónleikir á pall í Føroyum, tí áður spældu fólk danskar leikir ella útlendskar leikir, sum vóru týddir til danskt. Og hin ítasti at fáa broytt hetta var Rasmus C. Efferøe, sum bæði var frálíkur leikari og sjónleikahøvundur. Longu í 1889 vóru tveir føroyskir leikir framførdir í Havn.
Sum sjónleikahøvundur var R.C. Effesøe nýskaparin fram um allar aðrar, og ei undur í , at hann eigur heiðurspláss oman fyri pallin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Ólavsøkudag í ár eru 80 ár liðini, síðani standmyndin av Rasmus Christopher Effersøe varð avdúkað á Vaglinum.
Einaferð var tosað um at flyta standmyndina av Rasmusi á annað stað á Vaglinum. Hetta má ikki henda, tí standmyndin hevur altíð staðið júst har, og har skal hon altíð standa. Rasmus var føddur á Tvøroyri í 1857 og andaðist í 1916. Seinastu árini var hann sjúkligur maður, og hann gjørdist bara 59 ára gamal. (Vagnur)
Rasmus hevur verið vitni til nógv á Vaglinum hesi 80 árini. (Mynd Vagnur)
Í 1950 stovnaðu tey fyrirøkuna Ruba i Magnus Heinasonargøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tú komst at kenna tey í Ruba, tí Helma Michelsen ein av teimum í Ruba, var gumma mín og gift Aage Dahl Michelsen pápabeiggja. Serlig søga er knýtt at reinsarínum, tí tað var sonurin í húsunum Marius Rubeksen, sum hevði hugskotið um reinsarí við sær úr Danmark eftir kríggi. Marius var í Danmark í lestrarørindum undir krígnum, og nærmasti vinmaður hansara var Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara sama dag, kríggið endaði í Danmark. Otta var sonur Hans Jacob í Smæruni.
Í Danmark búðu Marius og Otto í slagi av næmingaheimi, har nógv ung vóru knýtt at donsku mótstøðurøðsluni. Marius og Otto tosaðu mangan um, at tá teir komu aftur til Føroya, skuldu teir byrjað onkra fyrirøku, sum vantaði í Føroyum. Marius arbeiddi/lærdu innan postverkið í Danmark, og hann gjørdist seinni deildarleiðari í postverkinum í Føroyum. Otto, sum var lærdur pylsumakari, skuldi taka yvir Smæruna eftir pápanum.
Tey fimm systkini hjá Óla og Elsu vóru frá byrjan meira og minni knýtt at reinsarínum. Aftast frá vinstru Marius, Olga og Eli. Fremst frá vinstru Helma og Maria.
Tað var Marius, sum í 1950 tók stig til tess at stovnað reinsarí í Magnus Heinasonargøtu, har barnaheimið var, og foreldrini Óli og Elsa búðu. Reinsaríið var í niðastu hædd, og øll í familjuni tóku hond í, tí har var frá byrjan nógv at gera. Í 1950 – árunum vóru tíðirnar ringar í Føroyum eisini í Havn. Og fólk áttu ikki vaskimaskinu og annars hentleikar, sum tey gera í dag. Hjá okkum við Landavegin í 1950-árunum áttu vit ikki vaskimaskinu, høvdu ikki oljufýr og einans bukku. Minnist tó kókigrýtu og gulu gasfløskuna í kjallaranum, har síðani klæðini vóru skolað í tveimum stórum baljum og síðani út á snór.
Starvsfólk í Ruba í 1950-árunum. Fremst frá vinstru Andrea, Julianna og Selma, sum allar vóru av Strondum. Aftast frá vinstru Maria, Olga og danin Ingvardsen, sum var komin í Føroyum at læra tey at brúka amboðini.
Nærmasti granni hjá Ruba var Petur Háberg og tey, og Óli og Elsa fingu loyvi at byggja bygning í mark, sum meg minnist móttøkan var. Har læt tú inn klæði, og har hingu eisini nógv klæði reinsað og prssað á akslatrøum klár at heinta. Tá tú lætst inn klæði fekst tú seðil við nummarið, sum tú skuldi hava vit tær, tá tú komst aftur eftir klæðunum. Nógv klæði komu eisini av bygd, sum skuldu reinsast og pressast, pakkast og sendast við postbátinum til eigaran.
Óli (1889-1965) pápin í húsinum var maskinmaður, og tað var hann sum stóð fyri rúgvusmiklu tólunum. Har var stóru ketil í úthúsi vestur eftir, ymsir vatntangar og stór rør. Tey skuldu eisini hava nógv heitt vatn og damp í arbeiðinum. Seinni vóru hesi tól burturbeind, og tey útvegaða sær nýtímans tól, sum fylti minni og betri at havast við. Tá Óli doyði í 1965, tók konan Elsa (1889-1982) við fyrirøkuni. Í 1985 skifti Ruba eigara, og var fyritøkan ikki longur í hondunum hjá Rubeksen familjuni.
Nógv klæði komu av bygt til reinsingar, og so skuldi pakkast og sendast eigurunum. Ruth kona Marius arbeiddi eisini í Ruba.
Kann nevna, at tá Helma gumma var eld og viknað, plagdi hon at siga, at hon vónaði ikki, at hon bleiv eins gomul og mamman. Elsa bleiv 93 ár og Helma 94 ára gamlar.
Óli og Elsa áttu fimm børn. Helma (1913-2008), Maria (1915-2009), Olga (1917-2006), Marius (1921-2001) og Eli (1923-1993). Marius kenna vit sum deildarleiðara í Postverk Føroya, og Eli sum meiarist fyrst í Tórsgøtu, og síðani fekk hann sær egið margarinvirki í Torfinnsgøtu. Veit, at Helma eitt skifti arbeiddi hjá Valdemari Lützen, meg minnist hana bara sum heimagangandi húsmóðir.
Olga pressar klæði í Ruba.
Sum sagt var Helma gumma mín, og hon plagdi at flenna at serligari hending í Havnar Kirkju, tá tú vart doyptur. Helma bar meg til dópin, og Jákup Joensen prestur skuldi doypa. – Hvussu skal barnið eita, spyr Jákup, og Helma svarar. – Hann skal eita Vagnur Dahl Christiansen. Helma stúrsaði við, men tordi einki at siga, tí tað skuldi ikki vera Christiansen men Michelsen. Tá reisti Maria Mikkelsen abbasystir seg úr stóli og mótmælti eftirnavninum. Navnið var broytt munnliga til Michelsen frá altarinum, tí tú doypir ikki barn tvær ferðir. Eldri myndirnar hevur tú fingið frá Effie Campell, sum er dóttir Mariu í Ruba. (Vagnur)
Nógv tá framkomnu reinsutólini komu úr Danmark. Minnist luktin av dampi og sápu, tá tú skuldi lata inn klæði til reinsingar.
Gøtu Tróndur á Forminnissavninum. Báturin var við í kappróðri á Eysturvág í 1925. (Mynd bókin Drekin)
Fert tú fyrst at grópa í føroyska kappróðrarsøgu, so kemur nógv áhugavert undan kavi. Á Fornminnissavninum í Hoyvík standa fleiri gamlir bátar, sum eisini vóru brúktir til kappróður. Og í Rituvík standa eisini fleiri bátar, sum vóru brúktir til kappróður og sjálvandi eisini til fiskiskap. Tá vóru ikki smíðaðir serligir kappróðrarbátar. Vit skulu heilt aftur til 1870-árini, tá fyrsti skipaður kappróður fór fram á Trongisvágsfirði. Ì Dimmalætting 1887 stendur at lesa, at nú fóru tey eisini at rógva kapp á ólavsøku.
Løgið at hugsa sær, at tá varð róð inn á Eysturuvág, og bátarnir startaðu inni á sandinum og málið var úti við Tinganes. Tá var Havnin brimpláss, tí fyrsti Molin var ikki bygdur fyrr enn miðskeiðis í 1920-árunum. Á Fornminnissavninum stendur væl kendi seksæringurin Gøtu Tróndur. Niels Juul Arge skrivar í bókinum “Drekin”, at í 1925 var nú blivið so trongt á ólavsøku, at nú mátti rógvast ólavsøkuaftan. Áður varð róð ólavsøkudag.
Í 1918 eydnaðist Andreu Árting at manna fýra 4-mannafør við kvinnum. Her báturin Kristina. Manningin var henda: Í rongini Andrea Árting, síðani Petra Toftum, Morentsa Mouritsen, Grace Arge, Karin Andreasen, Alma Fossá og Lina Johansen. (Mynd bókin Drekin)
Á ólavsøku 1925 komu tveir seksæringar til Havnar at rógva kapp á ólavsøku. Gøtu Tróndur úr Norðragøtu og Drekin úr Klaksvík. Veðrið var av tí besta henda dadain, og blaðið Tingakrossur skrivar, at ongantíð áður hava fleiri fólk verið á ólavsøku og sæð kappróðurin. Gøtu Tróndur vann á Drekanum.
10-mannafarið Nólsoyingur á Fornminnissavninum. Jógvan á Mýruni úr Nólsoya smíðaði bátin í 1896. (Mynd bókin Drekin)
Andrea Árting má hava verið serligt eldsál, tá talan er um kappróður, tí hon gongur aftur nógvastaðni í kappróðrarsøguni í Havn. Andrea var eisni frammalaga í politikki og fagfelagsarbeiði. Ì 1918 helt Andrea, at nú mátti fáast í lag kappróður fyri kvinnur, og 1918 eydnaðist at manna fýra 4-mannafør við kvinnum. Fýra manningar úr Havn og ein úr Nólsoy. Trupulleikin var at útvega egnaðar bátar, sum skuldu rógva á ólavsøku.
Eg síggi einastaðni, at í 1927 var róð av Gulanum og inn í Vágsbotn. Hetta árið rógva seks 10-mannafør. Vestmenningur, Ormurin Langi úr Koltri, Alfrida úr Hesti, Politisturin úr Havn, Havnarbáturin og Bardan. Mest áhugaverda er, at teinurin fyri menn var 2250 metrar og 1200 metrar fyri kvinnur. Tá róðu 6-mannafør við monnum og 8-mannafør eisini 2250 metrar. Hesar bátarstøddir brúktu millum fimtan og sekstan minuttir um teinin. Hetta er løgið at hugsað sær, tí í 2015 rógva bátarnir á ólavsøku 901,25 metrar. Hvat høvdu tey “gomlu” sagt um henda stutta teinin. Uttan iva lítið um. (Vagnur)
Mynd frá 1960-árunum. Standandi frá vinstru: Anna, Per, Echardt, Børge og Manne. Fremst frá vinstru Karl, Elin, Poli og Mary.
Tá vit í 1950 – og 1960 – árunum vóru smábørn og seinni unglingar við Landavegin, var lítið bygt frá Kinabrekkuni og vestureftir. Hissini hús bygd framvið vegnum og á traðum har á leiðini. Fólk høvdu ikki bil, og meg minnist sum unglingi bara tveir bilar frá Kinabrekkuni og heilt oman til handilin hjá P.A.Restorff við gamla kirkugarð. Fólk vóru til gongu ella súkklaðu dagliga framvið hjá okkum, og vit komu at kennast við hesi fólk og vistu, í hvørjum húsum tey búðu.
Kom ein dagin at hugsa um tá stór gult hús við Landavegin vestan fyri nýggju rundkoyringina, har Landavegurin, Heygsvegurin og Íslandsvegurin møtast. Talan er um húsini hjá Børga og Mary Persson, sum áttu sjey børn og høvdu matvøru handil í fyrstu hædd. Visti, at eftirnavnið Persson hevur sín uppruna av Tvøroyri ella rættari sagt úr Svøríki, tí pápi Børge var svii og giftist við tvøragentu. Havi hugt eitt at sindur nærri at Persson familjuni, og leiðin gongur fyrst til Tvøroyrar.
Sviin Niels A. Persson (1875-1943), sum var dugnaligur og arbeiðssamur handverkari, kom sum ungur til Tvøroyrar. Hann bleiv kendur byggimeistari og snikkari og arbeiddi eisini eitt skifti í kolaminuni í Rangabotni. Niels smíðaði millum annað kirkjuna í Sandvík.
Mina og Niels Persson og børnini. Børnini frá vinstru: Esther, Amanda, Sigfred, Frants, Peter Mohr, Niels, Gustav, Hilda, Børge og Elisabeth.
Niels giftist Adaminu Mariu Mortensen rópt Mina (1878-1955) í Tvøroyra kirkju 3. februar 1904. Mina var úr Trøðum av Sandi. Niels og Mina fingu tíggju børn og yngstur var Børge Persson. Børnini vóru Sigfred, Peter Mohr, Amanda, Niels Martin, Frantz, Hanna, Hilda, Esther, Gustav og Børge. Tvær av gentunum vóru føddar í Svøríki, tí familjan flutti til Svøríkis, men vendi aftur til Tvøroyrar. Mina var annars úr Trøðum av Sandi.
Børge finnur sær konu av Tvøroyri.
Børge Persson (1921-1982) var lærdur maskinmaður og sigldi eisini sum motorpassari í eini tíð, tá trolarar høvdu dampmaskinu og fýrdir við koli. Børge fekk sær Mary Thorsteinsson (1922-2004) til konu, sum var úr Trongisvági. Børge og Mary búðu fyrstu árini sum familja á Tvøroyri, har tey elstu fimm børnini vóru fødd.
Tá Børge kom at arbeiða hjá Skipasýninum, sum tá var danskur stovnur, fluttu tey fyrst til Klaksvíkar, har Poli var føddur, men í 1955 flutti familjan til Havnar, har tey byggja sær hús við Landavegin, har Elin yngsta barnið var fødd í 1957. Børge gjørdist eisini stjóri í Skipasýninum.
Gulu húsini við Landavegin bygdu Børge og Mary sær, tá tey fluttu úr Klaksvík til Havnar. Matvøruhandil var í niðastu hædd. (Mynd Vagnur)
Teu sjey børnini hjá Børga og Mary eru Anna f. 1944, Karl f. 1946, Per f. 1947, Echardt f. 1950, Manne f. 1952, Poli f. 1954 og Elin f. 1957. Manne sigur mær, at krøvini frá foreldrunum til børnini vóru mest sum bara tvey, og tey vóru, at tey fingu sær útbúgving og meldaðu eg í ítróttafelag, hvør skal siga sunn sál í sunnum likami. Anna bleiv sjúkrasystir, Karl, timburmaður, Per løgreglumaður, Manni lærari, Echardt og Poli radiomekanikari og Elin pedagogur.
Tey sjey syskini gjørdu øll fimleik í Havnar Fimleikafelag og vóru fleiri av teimum heilt góðir fimleikarar. Millum annað minnist eg, tá Echardt gjørdist føroyameistari í amboðsfimleiki. Per var eisini í nógv ár formaður í Havnar fimleikafelag. Umframt hetta minnast vit, tá Karl og Manne spældu fótbólt á besta liðnum hjá HB, og Echardt spældi í nógv ár hondbólt á besta liðnum hjá Neistanum og eisini á landsliðnum.
Fara aftur til foreldrini Børga og Mary, so stóð Mary fyri matvøruhandlinum við Landavegin, sum tey høvdu í fyrstu hædd, og øll í familjuni tóku hond í. Hetta var ein av fyrstu sjálvtøkuhandlunum í Havn. Tá Echardt og eg spældu hondbólt í Neistanum, kom eg mangan í heimið hjá Echardt og teimum. Mary henda blíða fyrikomandi konan, og Børga, sum var meira stillur í sinninum men hittinorðaður.
Minnist, tá Børge á býráðsvalinum 10. desember 1968 var valdur í býráðið í Havn á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gongd. Listin H fekk 797 atkvøður og tríggjar býráðslimir valdar. Petur í Gong, Óli Frits Jacobsen og Børge Persson. Býráðsval var aftur 8. desember 1972, og fekk Borgaralistin, sum hevði broytt navn, fýra býráðslimir. Petur í Gong, Børge Persson, Arnbjørn Olsen og Heðin Mortensen. Flokkurin fekk heili 911 atkvøður, og tað var fyrstu ferð Heðin Mortensen kom upp í býarpolitikk, og tað er hann framvegis. Børge sat tvær setur í býráðnum.
Nú eru vit í 1970 – árunum, og børnini er vorðin vaksin. Standandi frá vinstru: Anna, Per, Echardt og Manne. Fremst frá vinstru Karl, Poli, Mary og Børge. Elin fremst í myndini.
Minnist serliga hending um meg og Børga. Eg gekk á Læraraskúla árini 1974 -1979, og 1977 skuldu vit 27 næmingar í flokkinum velja okkum evni til høvuðsuppgávu í kristni. Var nakað seinur at velja evni, og tá tey bestu evnini vóru farin, valdi eg at skriva um Jehovas Vitni og tess virksemi í Føroyum.
Nærmasti granni hjá Børga og Mary var ríkissalurin hjá Jehovas Vitni, sum var í kjallaranum hjá Rasmusi Nygaard. Valdi tríggjar ferðir um vikuna í góðan mánað at ganga á møti hjá Jehovas vitnum til tess kunna meg um felagsskapin. Hetta gjørdist ógvuliga áhugavert, og eg var væl móttikin og fólk blíð.
Børge hevði í garðinum ella í vindeyga sæð meg farið við posa framvið hjá teimum og dámdi uttan iva lítið, at eg var vorðin limur í Jehovas Vitnum. Ein dagin steðgaði hann mær uttanfyri og spurdi, hvat foreldini søgdu, at eg helt til hjá Jehovas vitnum. Segði honum, hvørji ørindini míni vóru í grannalagnum, og tá smíltist Børge og segði. – Nú eri eg róligur aftur.
Manni og eg arbeiddu mansaldur sum lærarar í Eysturskúlanum, og vit skrivaðu eisini um ítrótt í blaðnum 14. september. Tey vóru sjey systkin, men í 2012 doyði Per Persson 65 ára gamal. Børge bleiv ikki gamal maður, tí í 1982 doyði hann bert trýss 60 ára gamal.
Tá børnini vóru farin heiman og Børge farin, seldi Mary húsini og bygdi sær smærri hús við Gásadalsveg. Eldri myndirnar eru fingnar frá Manna Persson. (Vagnur)
Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)
Mangan havi eg hoyrt, at fyrrverandi starvsfelagin Hjalti Samuelsen eigur húsini, sum í Føroyum standa hægst yvir sjóvarmálanum. Vit eru stødd úti á Norðasta Horni í Havn. Fyrst í 1980-árunum var nógv kjak, um tað nú var rætt at byggja 110 sethús á Norðasta Horni. Serliga stríddist býráðslimur Eliesar Arge, sáli, nógv fyri hesi ætlan. Í einum føðingardegi komu vit at kjakast um hetta, og skjótur var ein á telefonina og fann hagtølini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Har var mangt áhugavert at lesa um júst tað sama.
Millum annað vísti heimasíðan á húsini Granagøta 34 úti á Norðasta Horni, sum var sethúsið í Føroyum, sum stóðu hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. Víst var eisini á annað sethús Reyðagøta 6 eisini á Norðasta Horni, sum eitt av húsunum, sum stóð hægst yvir sjóvarmálanum. Sagt er, at tað velst alt um, hvar í húsinum tú mátar. Uttan iva máta tey frá gólvflatuni í niðastu hædd og fara ikki upp á takið..
Hetta eru sethúsini á Norðasta Horni, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)Hetta eru sethúsini á Norðasta Horni, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)
Stendur tú á Hamaranum á Argjum og hyggur út á Norðast Horn ella stendur ovast uppi í Hoyvík og hyggur sama veg, so kann ikki tykjast, sum umtalaða húsið á Norðast Horni er húsið, sum stendur hægst yvir sjóvarmálanum. Men so er. Niðan fyri sæst talvan, hvar hægstu sethúsini standa yvir sjóvarmálanum. Bóndagarðurin á Vatnaskørum í Hoyvik er nummar tvey, Hotel Føroyar nummar trý, men so koma Meðalsbrekka í Vestmanna og Kambsdalur. Ògvuliga áhugavert. Niðast sæst Mjørkadalur sum stendur 260 metrar yvir sjóvarmálanum. Men bygningurin verður ikki roknaður sum eitt heilárs sethús.(Vagnur)
Øll verkætlanin skuldi kosta 70 milliónir krónur, men borgarin fekk ongantíð at vita, hvussu nógv brúgvin endaliga kostaði. Arbeiðið var jú seinkað fleiri ferðir. Høgt er úr ánni og upp á koyribreytina. (Mynd Vagnur)
Kom fram á myndina, sum eg tók 3. juni 2015. Minnist, at verkfrøðingur, sum kendi til málið um brúnna um Sandá, segði mær tá, at ikki verður koyrandi um brúnna á ólavsøku sum ætlað. Heldur nærkast vit jólum, áðrenn arbeiðið er liðugt. Arbeiðið var seinkið fleiri ferðir. Á myndini stoypa teir stóru stútturnar, og sum myndin sýnir frá vegnum á Argjum, er høgt úr ánni og upp á koyribreytina. Eisini koyrdu nógvir bilar við gróti og mold til tess at gera vegastubbarnar til brúnna. Arbeiðið at gera frálíku rundkoyringarnar gekk strálandi. Stórur er jarðarmunurin, og heilt nógv tilfar skuldi koyrast. Har á leiðina komu kollveltandi broytingar, tá brúgvin var liðug, tí tá fekk Argir samband við vestara ringveg.
Fimm ár seinni koyra bilar nú gjøgnum Eysturoyartunnilin, og meira enn hálvur tunnil í Sandoynna er boraður. Eisini hoyrist, at hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, men enn hava vit deyðsfellurnar Norður um fjall. Tað sýnist, at har fækst atkvøður eru vinna, jú seinni gongst at fáa ferðsluumstøðurnar nøktandi. Tunlarnir Norður um fjall og ússaligu ferðaumstøðurnar til Nólsoyar eru bestu dømu um hetta. (Vagnur)
Tukums 4436 var úr Liepaja í Litavia. Øll skipini vóru myrk á liti.
Tá eg um dagarnar fekk áhugaverdar myndir av russiskum sildabátum sendandi frá vinmanni úr Danmark, reikaðu tankarnar aftur í barnaárini. Við Landavegin høvdu vit úr stovuni frálíkt útsýnið eystur í hav, og vit høvdu góðan kikari standandi á vindeygakarminum, sum rakk langt út í havsbrúnna. Fiskimarkið var tá seks fjórðingar, og viðhvørt um kvøldarnar var hugaligt at síggja øll ljósini frá russisk sildabátunum. Sýntist sum bygd á sjónum. Nøkur minni um myrku sildabátarnar.
Sum unglingar vóru vit dagligir gestir á Vestaru bryggju og við hvørt á Eystaru bryggju. Fylgdu væl við fiskivinnuni og kendu nógv skip eisini tey útlendsku, sum av og á lógu við bryggju. Nógvir bretskir trolarar fiskaðu við Føroyar og lógu mangan á Havnini, og føroyskir fiskimenn sigldu eisini við týskum trolarum. Síggi fyri Jógvan á Dul (1912-1989) vesturtýska konsulin fara við mappu umborð á týsku trolararnar. Týsku trolararnir vóru størru og betur hilnir enn teir bretsku.
Veit ikki um Raduga úr Kalingrad fiskaði við Føroyar, men júst hetta slag av sildaskipum vóru mangan at síggja á Havnarvág.
Mangan lá russiskt vatntangaskip á Havnini eftir vatni. Hetta var skip, sum sigldi millum nógvu sildabátarnar við vatni, tí teir vóru langt heiman og eisini mangan langt úr landi. Síggi, at russar bygdu um hetta mundið 800 sildabátar, sum mest sum allir vóru eins.. Nakrir sildabátar lógu onkuntíð á Havnini, og forkunnugt at var síggja hesar bátar, sum vóru myrkir á liti. Sýntist eisini forvitnisligt og eitt sindur dult fyri okkum ungu, tí undir kalda krígnum vóru russar kanska ikki so høgt í metum í Føroyum.
Stór móðurskip vóru knýtt at stóra russiska sildaflotanum, har umskipað var á opnum havi. Skipið er úr Murmansk.
Sum smádrongur kom eg mangan til Kollafjarðar, har ein mammubeiggi búði. Har sást tú eisini russiskar sildabátar við bryggju á Langasandi. Mammubeiggi og eitt systkinabarn áttu saltfiskahús og keyptu eisini sild frá føroyskum skipum at salta í tunnur. Um teir eisini keyptu sild frá russum, veit eg ikki. Í Kollafirði var á sinni sildaverksmiðja, men eg kann ikki minnast, um hon var virkin seinast í 1950- árini og fyrst í 1960, tá vit mangan vitjaðu í Kollafirði.
Hesi vatntangaskip lógu mangan við bryggju í Havn. Skipið eitur Grosneft.
Í 1964 var føroyska fiskimarkið flutt frá seks út á tólv fjórðingar, og tá sást ikki longur russiski sildabýurin úti í havsbrúnni, men russiskir sildabátar og vatntangaskip komu framvegis nakrir á Havnina. Hákun Djurhuus var løgmaður føroyinga, tá fiskimarkið var flutt frá seks út á tólv fjórðingar, og Atli P.Dam var løgmaður føroyinga, tá fiskimarkið í 1977 var flutt út á tveyhundrað fjórðingar, og fiskimarkið var jú eisini stutt skifti úti á hálvtrýss fjórðingum. Og vit minnast, hvussu óðir serliga skotskir fiskmenn vóru, tí føroyski landgrunnurin var besta heimabeiti hjá skotskum trolarum.
Vit skriva nú 2020, og samstarvið við russar er gott. Føroyskir trolarar fiska í russiskum sjógvi, og russisk uppsjóvarskip fiska í føroyskum sjógvi. Eingir myrkir russiskir smærri sildabátar at síggja, men russisk skip koma hvørja viku í føroyskar havnir og firðir. (Vagnur)
Russiskur vatntangabátur við Molan í 1961. ( Myndasavn: Christian Holm Jacobsen)
Frálík mynd av sílagentum eftir ólavsøkuróðurin 1963. Aftast frá vinstru: Ruth Poulsen, Maiken Højsted, Margreta Eysturdal og Elsa Poulsen. Frremst frá vinstru: Ellan Lützen, Ingibjørg Samuelsen og Jutta Joensen. (Mynd Bambus)
Tá vit um dagarnar hoyrdu, at nýggi Hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, og koyrandi er gjøgnum tunnilin fyrst í næsta ár, rann mær til hugs myndina omanfyri av sílagentum, sum í 1963 róðu á jóansøku. Havi ongantíð róð sjálvur men stýrdi sum trettan ára gamal Sílinum í 1963 eisini á jóansøku.
Hvalbiartunnilin var fyrsti tunnil í Føroyum, sum koyrast kundi ígjøgnum í 1963. Av tilvild kom eg á jóansøku 1963 at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin úr Hvalba til Tvøroyrar og havi ikki koyrt gjøgnum tunnilin síðani.
Trettan ára gamal gekk leiðin til Tvøroyar at stýra Sílinum á jóansøku. Dreingirnir umborð á Sílinum vóru nakað eldri enn tú, og genturnar ella rættari sagt kvinnurnar umborð á Sílinum nærkaðust tjúgu árunum og onkur farin um tey tjúgu árini. Tá var eingin barnaróður og einki aldursmark umborð á 5-mannaførunum við gentum/kvinnum. So aldursmunur kundi vera stórur.
Gamla neystið hjá Havnar Róðrarfelag rópt Hornaneystið. Sílið stóð onkuntíð í grannaneysti, men skúrur var bygdur upp í neystið vestureftir, so Sílið kundi standa har um summarið. (Mynd Vagnur)
Í 1963 fóru menn og vaksnir dreingir á stevnu ikki bara at rógva, men eisini at halda stevnu og ”ballast” saman við stevnufólkunum. Smyril fór av Havnini leygarmorgun, og rógvarar vóru ikki aftur í Havn fyrr enn sunnukvøld. Sílakvinnurnar ætlaðu sær ikki at halda jóansøku, og meg minnist, at Ruth Poulsen, sum sat á lærbekki á Sílinum segði hesi orð við meg eftir róðrarnar. – Vit fara til gongu til Hvalbiar, og eg haldi, at tú ert ov ungur at vera millum hasar meira vaksnu dreingirnar. Kom við okkum, og so var gjørt
Vit gingu uppum til Hvalbiar og hildu til í summarhúsi hjá Martini Holm og teimum. Aftur til Tvøroyrar sótu vit í lastbili, sum koyrdi gjøgnum myrka tronga tunnilin, sum tá ikki var latin upp alment. Guði viti, hvussu sílagenturnar fingu minniligu ferðina í lag gjøgnum tunnilin.
Vit dreingir sóu upp til sílagenturnar, sum vóru krútsterkar og róðu væl. Síggi í hagtølunum í bókini Drekanum, at sílagenturnar vunnu á ólavsøku, og hinir bátarnir vóru Skurin úr Gøtu, Fípan Fagra úr Klaksvík, Ternan av Toftum, Firvaldur av Tvøroyri og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði.
Í 1963 helt Havnar Róðrarfelag til í gamla neystinum rópt Hornaneystið. Í neystinum var bara pláss fyri Havnarbátinum og Ørvi, tí stóð Sílið eitt skifti í grannaneysti, men meg minnist, tá skúrur var bygdur uppí neystið vestureystur, so Sílið kundi standa har um summarið. Munur á umstøðum hjá rógvarum í dag.
Hugaligt at hugleiða 57 ár aftur í tíðina, tá vit vóru á jóansøku í 1963 og koyrdu gjøgnum fyrsta tunnilin í Føroyum. Fyri meg er myndin serlig, tí mær dámdi so væl HR búnan frá hesi tíðini. Bæði menn og kvinnur í hvítari skjúrtu við uppbrotnum ermum og við HR merkinum í bringuni. (Vagnur)
VÍF og Sverri Durhuus hava júst vunnið meistaraheitið. (Mynd Vagnur)
Sverri Durhuus hondbóltsvinurin úr Vestmanna er farin 75 ára gamal, og eftir sita góðu minnini, tá vit sum unglingar spældu fyrstu hondbóltsdystirnar á uttanduravøllinum í Vestmanna. Hetta var miðskeiðis í 1960-árunum. Tá hitti vit fyrstu ferð Sverra Durhuus, sum fyri okkum ungu var Vestamannaáskoðarin nummar eitt, tí Sverri var altíð har, og hann hoyrdist um vøllin.
Minnist, at Sveri kundi ikki standa stillur við vøllin, og hann gekk kykur fram við síðulinjuna og eygleiddi spælið. Mær er sagt, at Sverri og tey vóru nógv systkin, og at Sverri spældi ongantíð sjálvur hondbólt.
At spæla í Vestmanna var altíð nakað heilt serligt, tí har møttu altíð nógvir áskoðarar. Har var eisini Kafeteria og Silkienni, sum høvdu forkunnugar boksir, har tú kundi velja tær 60-ára tónleik at spæla.
Tíðirnar broytast, og tá høllin í 1968 kom í Klaksvík og høllin á Hálsi kom í 1970, og aðrar hallir komu seinni, gjørdist hondbóltsspælið eitt innanduraspæl. Sverri fylgdi eisini tíðini, og hann gjørdist eisini næstu nógvu árini eins trúgvur VÍF áskoðari, tá VÍF spældi kring landið. Høllin í Vestamanna kom í 1986, so vestmenningar vóru eitt skifti noyddir at venja á Skála og onkuntíð í Havn.
Minnist serliga hending fyri tretivu árum síðani, tí eg fekk hugskot at gera innslag um Sverra at senda í hondbóltssending í Sjónvarpinum. Árni Gregersen, Leivur Hansen og undirritaði gjørdu seks hondbólts – og seks fótbóltssendingar, tá kappingarnar vóru um at enda. Ringdi til Sverra um hugskot um dyst í Vestmanna, og hann var klárur beinanvegin. Sverri setti treytina, at hann og konan sluppa at koyra í sjónvarpsbilinum til Vestmannar.
Sjónvaparstekningarin fylgdi Sverra í millumbilum á áskoðaraplássinum, og hetta gjørdist hugtakandi og eisini stuttligt innslag. Sverri livdi við spælinum og var uttan iva eins troyttur eftir dystin og spælararnir vóru.
Tað var á uttanduravøllinum í Vestmanna, vit fyrstu ferð hittu Sverra Durhuus. Tá var vøllurin grúsvøllur, sum seinni var asfalteraður. Her er graslíki lagt á vøllin. Vit skiftu í skúlanum, ja, har var eisini svimjihylur. Nógvir áskoðarar stóðu uppi á bakkanum vinstrumegin, sum vit ikki síggja á myndini. Bara góð minnni úr Vestmanna. (Mynd Vagnur)
Seinni komst tú at kenna Sverra á annan hátt, tí hann búði á Tórsbyrgi, og tá eg var lærari í Eysturskúlanum, hittust Sverri og eg mangan serliga, tá Sverri og konan spákuðu fram við Eysturskúlan oman Essalág og oman í býin. Og Sverri hevði altíð onkra viðmerking um dyst, sum VÍF hevði spælt um vikuskiftið. Hann hótti mangan at skriva lesarabræv um dómarar, sum hann helt ikki dømdi nóg væl. Hetta hendi serliga, tá VÍF hevði tapt dyst, men lesarabræv skrivaði Sverri ongantíð.
Sverri og vit neistaunglingar í Vestmanna 1966. Sverri gav út steyp at spæla um, sum hann ætlaði, VÍF skuldi vinna. Vit vunnu við tveimum og fóru til Havnar við steypinum. Neistaunglingarnir frá vinstru aftast: Finn Bjørn, Sverri, Kristian, (Sverri Durhuus), Tønnis og Steinbjørn. Fremst f.v: Vagnur, Echardt, Kristian og Haraldur.
Knappliga bleiv Sverri burtur úr hallunum, og mær er sagt, at hann toldi ikki, at fólk funnust at honum sum áskoðari. Hetta tosaðu vit mangan um, men Sverri stóð vit sítt. Hondbóltsáskoðarin nummar eitt í Vestamanna sást tí verri ikki aftur í hallinum. Hvil í friði hondbóltsvinurin úr Vestmanna og takk fyri góðu minnini. (Vagnur)
Fantastisk mynd av Sverra í rætta lagnum. Hann hugdi ikki bert eftir hondbólti, hann livdi seg inn í spælið. (Mynd Vagnur)
Herman var ævintýrari, hann var evnaríkur og altíð á ferð. (Mynd Eivindur)
Tórður Johannesarson bróðursonur Herman Jacobsen, sála, hevur skrivað áhugaverda og forvitnisliga ævisøgu um pápabeiggjan. Tað var við sorgblídni at lesa endan í bókini, har sagt verður, at Herman var vorðin beiskur um, at pláss var ikki longur fyri hansara talenti í Føroyum. Lívsáskoðan hansara og egna lívsmynd vóru skeiklaðar, tí valdi Herman at beina fyri sær 13. apríl 1988 bara 46 ára gamal. Bókin byrjar við lívsneista og gleði, har rithøvundurin fyrst meistarliga sigur frá familjuni hjá Hermanni.(Skrivað 18.august 2015)
Tá ið eg seínastu jól fekk bókina HERMAN – ævisøga í føðingardagsgávu, visti eg ikki rættiliga, um eg fór at lesa bókina, tí eg helt meg vita alt um Herman. Har var einki nýtt undir sólini, helt eg, men eg fór fullkomiliga skeivur. Ikki kendi eg Herman persónliga, men eg kendi væl ein av beiggjunum, sum eg gekk á Læraraskúla saman við í fimm ár, eg visti hvørji foreldrini hjá Hermani vóru, kendi konu hansara, sum hann giftist við í 1966, og sum á ungum árum arbeiddi saman við pápa mínum í Smæruni. Og beiggjan Hannus vist eg, hvør var. (Skrivað 14. august 2015)
Brøðurnir Herman, Hannus og Heri saman við foreldrunum Edmundi og Judith.
Herman var fólksins ogn, hann undirhelt í V4 sendingum, var við í hoyrispølum í útvarpinum, spældi sjónleik, undirhelt í veitslum, gav út plátur og gav út myndablað. Herman var ævintýrari, hann var altíð á ferð.
Hann kom sær upp á hægstu tindar og varð syftur niður í lívsins djúpu lægdir, skrivar rithøvundurin so væl. Herman var sonur Edmund Jacobsen úr Fuglafirði og Judith Jacobsen, sum var fødd á Tvøroyri. Julius pápi Judith var sjómaður, og 9. januar 1932 broyttist alt í stóru familjuni hjá Judith og teimum, tí Julius varð yvirkoyrdur av einum bussi í Hull og doyði á staðnum, og mamman sat eftir á Tvøroyri við nýggju børnum. Judith var tá fjúrtan ára gomul. Judith fór eftir vanlukkuna eitt skifti til pápabeiggjan í Hvalba at búgva, men so gekk leiðin til Havnar, har hon kom at búgva hjá mammusystrini Masu og manninum Herlufi Arnason. Judith fekk sær útbúgvin sum bókbindari í Danmark.
Herluft Arnason og Masa, sum var mammusystur Herman.
Herman Jacobsen er føddur 19. januar 1942 í húsi í Sverrisgøtu, har Herluf Arnason hevði handil. Húsini vóru í trimum hæddum. Niðast var handilin, í miðhæddini búðu Judith og Edmund, sum eg minnist sum skipara á Tróndi, og syninirnir Herman, Hannus og Heri. Ovast búði Herluf og Masa, sum vóru barnleys. Herman er uppkallaður eftir Herlufi.
Tá ið eg við sorgblídni var liðugur at lesa ævisøguna um Herman, reikaðu tankarnir allar fyrst um andaligu viðurskiftini í uppvøkstrinum hjá Hermani. Harnæst hugsaði eg rúma tíð um, at eitt menniskja kann koma so langt út á eggina, at einasta loysnin er at beina fyri sær.
Herman og nærmasti vinmaðurin Svenn Brimheim undirhildu á mangari veitslu og samkomu.
Masa og Herluf komu í Ebenzer, og Herman kom eisini í Ebenzer frá ungum árum og treivst væl. Men um fjúrtan fimtan ára aldur fór Herman spakuliga at loysa seg frá Ebenzer, tí Herman var ógvuliga fríur í síni hugsan, og óivað dámdi honum ikki alt tosið um synd og forboð. Kanska hevur tað andaliga tó fylt nógv hjá Hermani seinni í lívinum, her hugsi eg um skuldarkenslur og ringa samvitska, eftir hann í nógv ár livdi á verðsligu gøtunum.
Frá barnsbeini fylti tónleikurin ótrúliga nógv hjá Hermani og beiggjanum Hannusi, og tá brøðurnir vóru nóg gamlir spældu teir til dans, og neivan mundu fólkum í Ebenzer dáma hetta, ti dreingirnir vóru tá bara trettan og fimtan ára gamlir. Her skal sigast, at tá í tíðini var djúp gjógv millum Ebenzer og kirkjuna, tí á mínum ungu døgum gingu ungdómar í Ebenzer ikki í biograf, og fleiri íðkaðu heldur ikki ítrótt. Í dag er alt tíbetur meira hóvligt, at tú mest sum ikki merkir, hvørjar trúðarbólkar fólk hoyra til.
Her er Herman við í sjónleikinum At tæna tveimum harrum.
Tað, sum gongur aftur í bókini, er, at Herman støðast bara stutta tíð í hvørjum staði ella rættari sagt arbeiðsplássi. Herman tímdi ikki at ganga í skúla, hevði útlongsul og vildi eins og abbarnir til skips. Men hann slapp ikki at mynstra, tí okkurt varð galið við nýrunum. Herman arbeiddi tí eitt skifti hjá Brockie heilsølu til hann fór á premierskeið úti á VBV. Men skúlin var framvegis ikki nakað fyri Herman, tí longsluni til tónleikin var ov stórur, og útlongsluni var altíð har. Herman var altíð á ferð og vildi uppliva so nógv.
Herman var við at stovna Tónleikafelagið í 1960, og sum fráleið kom hann so spakuliga at gerast partur av Útvarpi Føroya, sum var stovnað í 1956. Sum áður sagt, so støðaðist Herman stutt í hvørjum staði. Hann arbeiddi eitt skifti í Sjóvinnubankanum, síðani á Skipafelagnum, men so fór Herman knappliga til Danmarkar at læra til laborant. Hann búði trý ár í Danmark, men hann fekk ikki útbúgvingina sum laborantur.
Nært samband var millum beiggjarnar Herman, Hera og Hannus.
Síðan kemur Hermann aftur til Føroya, og tá kemur langt tíðarskeið, har Herman er á “toppinum” í samfelagnum. Hann spældi millum annað sjónleik og studentakabarettir, og hann arbeiðir á Landsskjalasavninum. Seinni byrja so V4 sendingarnar kring landið, har Herman er ein av stjørnunum. Hann gav eisini út myndabløð millum annað blaðið myndablaðið Eygað saman við Niels Juul og Jógvani Arge, tíl hann fór at geva út sítt egna myndablað Nú.
Sambært ævisøguni hevur Herman duga illa við tí fíggjarliga, og í 1982 brýtur hann úr nýggjum, og mynstrar hann við rækjuskipinum Sólborg. Herman var um hetta mundið ikki í sálarligari javnvág, tí Herman drakk illa, og brennvínið hevði fingið ov stórar fastatøkur í mannin, at tað gekk útyvir tað sálarliga. Herman var tríggjar túrar við Sólborg, og hann skal hava sagt, at hetta var av bestu tíðarskeiðum í lívinum. Tí eitt var, at hann mentist sálarliga, men hann slapp eisini undan rúsevnisbyrðuni. Herman gjørdist sum nýggjur maður sálarliga umborð á Sólborg.
Herman fekk nýggja lívsneysta, tá ið hann fór umborð á rækjutrolaran Sólborg.
Árini ganga og Herman gerst eldri. Í 1984 eru Jan Müller og Herman í Egyptalandi, og ferðin verður eftir heimkomuna víst í føroyska sjónvarpinum. Serliga eftir Egyptalandsferðina síggja vinmenn Hermans, at maðurin er hugtungur, og at hann er farin at drekka meira.
Men aftur eru boð eftir evnaríka Hermani, sum skal til Danmarkar at umboða Postverk Føroya í stóra tiltakinum Føroyar í Fokus. Herman fær eitt skifti nýggjan íblástur í lívinum. Hann byrjar at mála málningar, men tað sýnist tó, at hann við tíðini aftur tyngdist sálarliga, tí boð vórðu ikki eftir honum longur til sang og undirhald. Herman var leingi arbeiðsleysur, og hann fekk tí ikki at hanga saman fíggjarliga, og tað píndi.
Herman og Jan Müller vóru stórfingna ferð í Egyptalandi.
Vinmenn royndu at hjálpa, og vinmaður fann honum eisini arbeiði, men lívsáskoðan og egna lívsmynd vóru skeiklaðar hjá Hermani. Hann var beiskur og var farin at tosa við beiggjan og vinmenn, at hann fór at beina fyri sær. Fólk hildu, at Herman segði hetta í spølni.
Við sorgblídni las eg seinastu síðurnar í bókini, og tankarnir leitaðu tá til nakrar setningar, sum sálarfrøðingur skrivaði um sjálvmorð í einum blað: Mangan eru tvær fatanir, hví fólk vilja beina fyri sær. Onnur fatanin er, at tey hava kensluna av at hava svikið onnur og ligið øðrum til byrðu. Hin fatanin er, at tey ikki kenna seg sum part av einum felagsskapi.
Mín fatan er, at báðar hesar fatanir passa væl til Herman, men eingin ivi er um, at Herman megnaði ikki at koma fyri sálarliga, tí rúsdrekka hevði fastatøkur í honum. Tað var ov óruddiligt í sál Hermans. Hann var illa fyri fíggjarliga, og so hevði hann uttan iva eisini hjartasorg av ymiskum slagi. Tí beindi hann fyri sær 13. apríl 1988.
Tað er djarvt av rithøvundanum at skriva um, hvussu Herman beindi fyri sær. Hetta hendi í einum bili.
Tað má vera harður kostur hjá Tórði at skriva ævisøguna um pápabeiggjan, tí Tórði og Herman vóru nær knýttir. Tórði hjálpti millum annað Hermani at geva út sangtilfar á fløgu. At beina fyri sær ella hava ætlanir at beina fyri sær er “tabuevni” millum mannað, tí er gott og djarvt av rithøvundanum at skriva um hendingina, tá Herman beindi fyri sær.
Ævisøgan um Herman er væl skrivað. Málið í bókini er frálíkt, men skal eg koma við lítlari negativari viðmerking, so kundi fleiri av myndunum verið størri, tí myndir hava í míni verð stóran týdning júst í slíkari bók. Frálíkt avrik av rithøvundanum Tórði Johannesarsyni. Til lukku við bókin Tórður. Rithøvundurin kann vera errin av ævisøguni um Herman Jacobsen. Eg ringdi til Tórð, sum eg ikki kenni, og bað um loyvi at brúka myndirnar í bókini. Fyri meg var samtalan við Tórð áhugaverd, hann segði mær millum annað, at tað tók tvey ár at skriva bókini.
Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg fari av og á at ummæla føroyskar bøkur, sum eg havi lisið, ummæla tær á mín egna hátt. Tá ið eg lesi eina føroyska bók, hevur innihaldið sjálvandi størsta týdningin, men eisini hevur málburðurin mín stóra áhuga. Mær dámar væl at hyggja at serligum orðum, sum rithøvundurin nýtur, og harvið fáa hugskot til egnu skriving. Føroyska málið er ríkt, hvat orðum viðvíkur, men tað eru rithøvundar, sum duga betur enn aðrar at skriva, so teksturin er lættur at lesa. (Vagnur).
Frá vinstru: John Vilhelm, Einar Michelsen, Niels Midjord, Elias Simonsen, Sámal Bláhamar, Pauli Jacobsen, Heðin Mortensen, Hans Simonsen, Bjarni Eliasen, Karlo Petersen, Karl Johan Hansen, Karl Wolles, Harald Haraldsen, Poula Johannesen, Tórhalla Bláhamar, Thorolf Bjørklund, Sverri Mortensen, Jóannis Nielsen, Martin Mouritsen, Herluf Müller, Vilhelm Nielsen, Vagnur Michelsen, Carita Bjørklund og Hákun Poulsen. Eldra Mantabilin eigur Martin Mouritsen og eldra Kadet bilin eigur Eirik Lindenskov. (Myndaeigari: Sámal Bláhamar)
Tá eg hoyrdi í Kringvarpinum, at Sverri Mortensen av Argjum var farin 98 ára gamal, kom mær til hugs mynd frá 2013, tá fyrrverandi starvsfelagir hjá Vilhelmi Nielsen hittust í bygninginum í Jónas Bronsks gøtu, har vit í mong ár arbeiddu. Sámal Bláhamar tók stig til átakið, tí henda dagin 12. august 2013 vóru júst hálvhundrað ár liðin, síðani Sámal kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Sverri Mortensen, sum í 2013 var farin um tey níti árini, arbeiddi eisini lagt lív hjá Vilhelmi Nielsen, og Sverri er á myndini. Her nøkur orð um fyritøkuna Vilhelm Nielsen og Sverra Mortensen.
Danin Vilhelm Nielsen kom til Føroya í 1920 og byrjaði samstarv við Wenzel Petersen, sum hevði havt maskinhandil síðani 1917. Teir báðir gjørdust umboð fyri Ford bilar og fluttu inn fyrstu bilarnar til Føroya. Fyrsti Ford bilurin ein lastbilur kom til Føroya 6. mai 1922.
Í 1927 fingu teir eisini umboð fyri General Motors, men GM fyritøkan góðtók ikki, at sama fyritøka umboðaði bæði Ford og General Motors. Tí samdust teir um, at Vilhelm Nielsen kom at umboða General Motors, og tí fóru teir báðir hvør til sítt.
í 1934 fór Vilhelm Nielsen undir at byggja verkstað og handilshús í Jónas Broncksgøtu. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)
Í 1934 bygdi Vilhelm Nielsen bygningin í Jónas Broncks gøtu. Tá undirritaði arbeiddi har árini 1967-1974 fyrst sum lærlingur og síðan sum sveinur, var fyritøkan stórt arbeiðspláss. Vit vóru eitt skifti tólv lærlingar og nógvir sveinar. Umframt at umvæla mest Opel persónbilar, umvældu vit eisini Bedford lastbilar og Vauxhall persónbilar. Hissini gravmaskinur seldi Vilhelm Nielsen og umboðaði eisini Atlas køluútgerð. So har var nógmikið at takast við..
Sverri Mortensen og tey vóru tólv sysktin.
Nógvir av starvsfeløgunum á myndini eru farnir foldum frá, og um dagarnar fór Sverri Mortensen av Argjum. Foreldrini hjá Sverra vóru Tummas av Argjum og Thomina (1919-1993) av Válinum í Vestmanna. Sverri var næstyngstur av tólv systkjum níggju dreingir og tríggjar gentur.
Soleiðs sá út hjá Vilheilmi Nielsen, tá eg arbeiddi har frá 1967-1974. Í uppíbygningunum vóru mest lastbilar umvældir. (Mynd Bergur Jensen)
Sverri arbeiddi í nógv ár fyrst sum handverkari hjá Vilhelmi Nielsen, men í mini tíð á verkstaðnum, arbeiddi Sverri á eykalutagoymsluni. Fittur og fyrikomandi maður, sum plagdu at siga frá ymiskum, tá teir eisini arbeiddu umborð á skipum kring oyggjarnar.
Sverri búði í barnaheiminum á Argjum, sum tey rópa Uppi á Geil. Sverri og Thomina áttu børni Tummas Paula og Maritu, sum bæði eru farin. Nógv góð minni koma fram, tá tú sært felagsmyndina omanfyri. Nógv andlit eru ikki millum okkum longur. Fyritøkan hjá Vilhelmi Nielsen læt aftur í 1986. (Vagnur)
Við Fossdalsgjógv, sum er landbúnaðarøki, er ætlanin at skipa økið til matstovuvirksemi, gisting og tílíkt. (Mynd Vagnur)
Stúrsaði við fyri nýggjár at síggja lýsing frá Tórshavnar kommunu í Dimmalætting, har kommunan vil broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast har. Rokni ikki við, at vanligi borgarin rættiliga veit, hvat ætlanin snýr seg um, og hvørjar avleiðingar slík byggisamtykt hevur fyri hetta vakra, friðarliga og serstaka øki. Heilt burturvið at oyðileggja vakrastu náttúruperlu í Suðurstreymoy, tí hevur tú fyrst broytt byggisamtyktina og slept stórkapitalinum framat økinum, so vendist ikki aftur. Her nøkur orð, hví eg havi hesa meining.
Óskiljandi, at tað skal vera so lætt at órógva náttúrúvakurt øki. Vit eru nógv, sum vóna, at ætlanin ikki gerst veruleiki.
Velbastað er gomul bóndabygd og av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðanfyri bygdina við sjóvarmálan er mangt funnið, sum ivaleyst stavar frá miðøldini, og í Fossdali eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld.
Havi altíð havt alsk fyri Velbastað, sum stavar frá ungdómsárunum, tí eg nøkur summar hoyggjaði og koyrdi í súrhoyggjabrunn hjá Hans Peturi Brekkstein bónda. Seinastu nógvu árini eri eg komin nógv vesturum, ja, mest sum hvørja viku. At ganga oman á støðna ella ganga ella koyra frá bygdini norður í Fossdal er balsam fyri sálina. Túrur, sum tekur hálvan tíma at ganga hvønn vegin.
Vegurinr frá landsvegnum oman í gomlu bygdina er smalir við ongari gongubreyt. Vegurin fer um húsini hjá Jan á Argjaboða og síðani norðeftir í Fossdag og til Syðradals. (Mynd Vagnur)
Náttúrumyndin er ongantíð hin sama, tí veður, vindur og árstíðin broytur sjógvin og náttúruna. Serliga er tað fríska luftin, ljósið og kvirran, sum dregur teg úr heiminum við Plantasjuna í Havn til Velbastaðar. Úr loftsvindeyga síggja vit vestur á Velbastaðháls, har mangan er ljósari enn í Havn, tí har vesturi fer jú sólin í kav. Dagurin eru um hálvan tímar ljósari enn í miðbýnum í Havn.
Plagi at seta bilin við barnagarðin á Velbastað og so halda leiðina omaneftir, har tú fyrst kemur til nýggjaru býlingarnar undir Borgarhálsi og við Gerðisbreyt, har vegirnir hava gongubreyt, sum gomlu bygdavegirnir ikki hava.
Longri niðri steðgar tú við húsini hjá Jan á Argjaboða og heldur til høgru, har vegurin gongur í Fossdal og víðari til Syðradals. Har merkir tú longu friðin og vakra útsýnið. Hest, Koltur, Skálhøvda, og tú sært Miðvág. Steðgar á eina løtu, tí tú sært kanska onkran bát ella skip fara gjøgnum Hestfjørð. Norðastu húsini í bygdini eru tey hjá Niels á Velbastað og Jóngerð Purkhús og húsini hjá Teiti Lassen og Ingilín Strøm.
Um hálvan tíma at ganga av Velbastað í Fossdal. Húsini til vinstru tey hjá Niels á Velbastað og Jóngerð Purhús, og húsini til høgru tey hjá Teiti Lassen og Ingilín Strøm. Húsini eru barnaheimið hjá Niels á Velbastað. (Mynd Vagnur)
Vegurin er smalur fyrsta teinin oman ímóti Mígandalsá, har tey á sinni bygdu sær svimjihyl í ánni. Har á leiðini sært tú um várið eplaveltur, seyð við smálombum, og ikki minst, hvussu fjøllini skifta lit alt eftir árstíðini. Har er bonkur, har tú kanst steðga á og njóta útsýnið og kvirruna, sum tú ikki á sama hátt kanst í Havn, tí har hoyrist altíð onkur motorur frá virki ella skipum, og serliga, tá tú liggur í songini.
Meðan tú heldur leiðina í Fossdal, broytist útsýnið alla tíðina. Hissini bilar, traktorur og av og á stórur mjólkabilur ávegis til Syðradals eftir mjólk. Nógv fólk bæði á Velbastað og úr Havn dáma at væl at ganga har á leiðini. Summi eftir vegnum í Fossdal og onnur seta bilin við ánna og halda leiðina frá vegnum og niðaneftir fram við ánni.
Við Mígandalsá bygdu tey á sinni svimjihyl. Laðingin sæst í ánni. (Mynd Vagnur)
Tá tú nærkast Fossdali, er tað sum at koma í Himmalska landið. Fantastiskur djúpur vakur dalur vardur av vøkrum fjøllum og ikki minst at síggja Fossdalsgjógv og oman til sjóvarmálan, har brimið livir sítt egna vakra lív. Stóð herfyri eina løtu og hugsaði, hvussu ørt tað er at oyðileggja hetta vakra økið. Oyðileggja við bygningum, nógvum bilum og bussum og uttan iva mest útlendingar, sum koma at vála har á leiðini og í fjøllunum.
Velbastaður bara missir, um Koks fær loyvi at byggja við Fossdalsgjógv
Tá eg í vikuni var í Fossdali, kom mær til hugs, hvussu nógvir býráðslimir í undanfarnu – og nýggju býráðssamgonguni hava gingið túrin av Velbastað í Fossdal. Giti heilt fáir, tí ikki havi eg sæð meira kanska ein býráðslim har á leiðini. Málið um Fossdal og Fossdalsgjógv er ikki bara politiskt men eisini moralsk. Kirkjubøur og Velbastaður hava staðbundna fólkavalda nevnd við trimum limum. Ein úr Kirkjubø og tveir á Velbastað. Hetta er at kalla hoyringsnevnd, sum kunnast og hoyrast, tá mál um Kirkjubø og Velbastað eru til viðgerðar í býráðnum. Staðbundna nevndin hevur ongan avgerðarrætt, men bara kann viðmæla fyri ella ímóti. Áhugavert at frætta, hvat staðbundna nevndin sigur um Fossdal og byggisamtykt.
Fossdalsgjógv nærmast og ikki minst brimið og vakri sjóvarmálin. (Mynd Vagnur)
Er tað veruliga so galið, at kapitalurin er so sterkur, at hann bara kann fara inn á skrivarborðið hjá borgarstjóranum á Vaglinum við ætlan um matstovuvirksemi og gisting, og so fara avstað við so vøkrum náttúruríkidømi í Fossdali. Hvat siga fólk á Velbastað um ætlanina? Tað mátti borið til at finnið hóskandi stað aðrastaðni til dømis í Marknagili, har nógv virksemi av slíkum slag er frammanundan.
Heðin Mortensen segði í skemtisending í Kringvarpinum, tá fýra borgarstjórar/høvdingar býttu Føroyar, at hann læt ikki frá sær Hest, Koltur og Nólsoy, tí hetta vóru náttúruperlurnar í kommununi. Vildi sagt Heðini og teimum í bæði núverandi og undanfarnu býráðssamgongu: – Er Fossdalur ikki eins dýrabar náttúruperla í kommununi? Náttúruperlur fækkast jú skjótt í Havn, tí bygd verður á hvørjum teigi, og tí eiga vit at hjúkla um og varðveita náttúruperluna í Fossdali.
Nú er vit komin í Fossdal, og løtan er altíð serlig líkamikið, hvussu veðrið er og árstíðin er. (Mynd Vagnur)
Vil heita á borgarstjóran í næstum um at skipa fyri útferð til Velbastaðar og bjóða bæði býráðslimum í gomlu – og nýggju samgonguni við á ferðina. Seta bussin ella bilarnar uppi við barnagarðin góðveðursdag og spáka úr bygdini norður í Fossdal. Kanska kundi kønur ferðaleiðari verið við á ferðini, tá har er so nógv bæði nýtt og søguligt gamalt at siga býráðslimunum.
Fossdalur fyrst í januar mánað vardur av vøkrum fjøllum. (Mynd Vagnur)
Eri vísur í, at tá gerst tónin ein annar at broyta byggisamtykt í Fossdali. Velbastaður sum bygd vinnur ikki eina krónu men fær bara trupulleikar, um verkætlanin vinnur frama. Vildi sagt, at Tórshavnar kommuna skuldi heldur slóða fyri at betra um ymist í Havnardali, Velbastað og Kirkjubø. Har treingir til bæði at rudda og bøtu um vegirnar. Serliga seinasta strekkið frá Gomlurætt til Kirkubøar, har holini í vegnum eru mong, og so eisini vegurin frá Kirkjubøarvegnum oman í bygdina á Velbastað, sum er smalur, har bilar hava torført at møtast.
Sigi alt hetta, tí eg havi áhuga í økinum og komi nógv har. Vóni, at nýggja býráðssamgongan hugsar seg væl um, so vit ikki missa náttúruperluna í Fossdali. Seinasta hjartasuffið er á fáa beint burtur seinastu leivdirnar av sildaverksmiðjuni, hampa um økið við fyrrverandi vakstrarhúsið millum Velbastað og Kirkjubø, ja, so kundi økið við fjósið í Havnardali trongt til vinarliga hond. Alt sagt í bestu meining. (Vagnur)
Mynd frá 1960. Frá vinstru fiskahúsið á Langasandi, húsini hjá Guttormi og teimum, skúlin, Hotellið og bóndagarðurin á Oyrareingjum, Bilin átti Olaf á Posthúsinum í Vestmanna. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)
Christian Holm Jacobsen, sáli (1939-1987), sum var uppvaksin í Kollafirði, gekk mangan við myndatóli upp á sær. Myndirnar eru nógvar savnaðar í myndasavni, og nú ein dagin steðgaði eg við mynd, sum vakti serlig ungdómsminni, tí vit komu nógv til Kollafjarðar. Myndin hevur eisini tilknýti til Havnina. Jógvan Christiansen mammubeiggi var giftur í Kollafirði, og tað sama Guttorm Christiansen systkinabarn Jógvan og mammu. Teir stovnaðu saman fyritøku og bygdu fiskihús við sjóvarmálan á Langasandi, har tey saltaðu fisk og keyptu sild at lakasalta í tunnur bæði frá føroyskum og útlendskum sildabátum.
Myndin er frá 1960, og tá var Oyggjarvegurin ikki bundin saman, so koyrandi var úr Havn til Kollafjarðar. Hetta hendi 6. juni 1966. Sum ungur minnist eg Bergtóru rópt Begga arbeiðssom ung genta/ kvinna, sum arbeiddi í handlinum hjá Menning Geyta, sum var pápi hennara. Begga, sum er 74 ár ára gomul, havi eg ringt til og spurt um Hotellið í Kollafirði, sum sæst á myndini omanfyri.
Christian Holm Jacabseon sáli (1939-1987) til høgru á myndini. Myndatólið er eisini har. (Mynd Christian Holm Jacbosen myndasavn) Hvítu húsini eru tey hjá Guttormi og teimum.
Men fyrst til bilin á vegnum FØ 1249 ein Chevolet bilur, sum Olaf á posthúsinum í Vestmanna átti. Kom í 1967 í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, og tá áttu vestmenningar fleiri stórar hýruvognar, sum komu til umvælingar í Havn. Hetta vóru bæði av merkinum Chervolet, Opel Kapitain og Admiral. Ja, ein hevði oljufýr við klokku, so bilur var heitur um morgunin.
Í 1960 vóru vegirnir grúsvegir, og tí slitust bilarnir skjótari enn teir gera í dag. Men aftur til Beggu, sum saman við manninum Ian Rasmussen fingu sær stóra lastbilafyritøku, sum annar sonurin nú rekur. Stór fyritøka við fleiri enn hálvhundrað lastbilum. Begga sigur soleiðis um hotellið í Kollafirði.
– Tá tú spyrt um hotellið, sum sæst á myndini frá 1960, so var tað abbi mín Christian Geyti og konan Thomasia, sum lótu byggja hotellið, har tey eisini høvdu handil. Hotellið kundi hýsa níggju fólkum, og meg minnist, at har var eitt dupultkamar. Seinni kom sonurin Hjalgrím at eiga og reka hotellið.
Plettskot av eini mynd frá Chistiani Holm Jacobsen. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
– Christian Geyti átti fýra synir og tríggjar døtur: Hjalgrím, Herluf, Herálv, Menning, Ingibjørg, Ragnhild og Signhild. Menning pápi mín fekk sær handil, har eg frá ungum árum kom at arbeiða. Fólk kendu uttan iva mest Herálv pápabeiggja, sum vísti film kring oyggjarnar. Nú er Geytanavnið við í filmídnaðinum, har ársins Geyti verður latin, sigur Begga og heldur fram.
– Á myndini sæst skúlin á Oyrareingjum, har eg gekk í skúla. Mín uppgáva var at fara fyrr upp um morgunin og yvir í skúlan at kika, so fjálgt og heitt var at koma í skúla hjá hinum børnunum og læraranum. Bóndahúsini á Oyrareingjum síggjast eisini á myndini, og har er framvegis virksemi, men hotellið er ikki til longur, sigur Begga, sum er 75 ára gomul og er flutt til Havnar ella rættari sagt niðan til Hoyvíkar.
Minnist Christian Holm Jacbosen fyrikomandi og blíði maðurin, sum arbeddi hjá ESSO á Vestaru bryggju. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
– Tú spyrt um Geytanavnið. Abbi mín Christian Geyti var úr Leynum, og Geyti er staðarnavn í Leynum. Heima ella niðri á Geytanum er stað í ánni í Leynum, tætt har neystini standa. Ein hylur er knýttur at Geytanavninum, sigur Begga at enda.
Um Guttorm er at siga, at hann kom til Kollafjarðar undir krígnum og kom har í samband við Christian Geyta. Guttorm var tiltikin handverkari, og hann smíðaði og umvældi ymist fyri Geytan. Nakað seinni fóru Geytin og Guttorm at reka vinnu saman og stovnaðu partafelag, men tá ið Jógvan systkinabarnið kom til Kollafjarðar í 1947, steðgaði Guttorm samarbeiðið við Geytan.
Tað rann saman millum Guttorm og Ragnhild dóttir Christian Geyta, og tey bygdu sær hús á Oyrareingjum, har Hórisgøtan kemur oman. Húsini síggjast mitt í myndini. Ragnhild og Guttorm fingu trý børn Eyðstein, Torgerð og Fríðbjørn. Jógvan mammubeiggi fekk sær Herborg Dam úr Kollafirði sum konu, og tey búðu eisini í Kollafirði. (Vagnur)
Mynd frá 1967 av børnunum hjá Andreu og Ingvardi Vang. Aftast frá vinstru Hallgerð, Andrew, Kristvør og Herluf. Fremst frá vinstru Annvør og Svanbjørg.
Tilvildin er mangan viðspælari á lívsleið okkara, og serliga tá vit finna okkum maka at liva saman við. Sum smádrongur við Landavegin komu vit mangan niðan í Grønland, har vit keyptu í handlunum hjá Johannesi Andreasen og Sigurdi Danielsen. Vit vistu, hvørji fólkini vóru, sum búðu í ymsu húsunum, men kendu sjálvandi ikki øll. Húsini við Grønlandsvegin, Torfinsgøtu, Jákup Nolsøesgøtu, Leivsgøtu og Eiriksgøtu vóru flest bygd um 1950.
Eitt kvøldið herfyri skuldi eg fylgja eini abbadóttur til Ommu lang, sum smærru børnini kalla ommuna í húsunum í Eiriksgøtu. 91 ára gamla Andrea Vang er omma verdóttur mína, sum er dóttir Svanbjørg og Mouldi Manai. Á bróstinum í gongini hongur áhugaverd svørt/hvít mynd av seks unglingum, sum 91 ára gamla Andrea Vang og maðurin Ingvard Vang, sáli, eiga.
Brúðarmynd av foreldrunum Andreu og Ingvardi Vang
Hugdi eina løtu at vøkru myndini og hugsaði: – Hasar fýra genturnar hava allar fingið sær útlendskan mann. Talan er bæði úr Tunis, Íslandi og Danmark. Fekk hug at skriva nøkur orð um myndina, tí mamman at teimum seks børnunum hevur eisini áhugaverda søgu, tá tilvildin ræður á lívsleiðini. Myndin á bróstinum í gongini er frá 1969.
Børnini á myndini eru Svanbjørg f. 1953, Andrew f. 1954, Annvør f. 1956, Kristvør f. 1957, Hallgerð f. 1959 og Herluf f. 1961. Tey ungu fóru tíðliga heiman, og Svanbjørg fór 18 ára gomul fyrst til Týsklands og síðani til Frankaríkis, har hon hitti mannin Mouldi Manai, sum er úr Tunis.
Tunis er gamalt franskt hjáland, og eins og nógvir føroyingar fara til Danmarkar í lestrarørindum, so fara nógvir tunesarar til Fraklands. Sambandið millum Svanbjørg og Mouldi førdi til, at systirin Annvør eisni fekk sær mann úr Tunis. Hetta er Nordin, sum er bróðir Mouldi.
Kristvør og Hallgerð búgva báðar í Danmark. Hallgerð hitti íslending í Føroyum eitt summar og fór fyrst til Íslands við dreinginum, men tey endaðu at seta búgv í Danmark. Kristvør hitti dana, sum var komin til Føroya at byggja Norðurlandahúsið, og tey settu eisini búgv í Danmark. Andrew hevur konu av Strondum og Herluf konu úr Havn.
Ensku hermenninir fóru við húsunum hjá Andreu og teimum í Sørvági
91 ára gamla Andrea Vang, fødd 1929, vaks upp í Sørvági, men 13. apríl 1940 var dagurin, sum eisini so líðandi kom at ávirka gerandisdagin hjá Andreu og teimum. Henda dagin komu fyrstu ensku hermenninir til Føroya at hertaka okkara land, og túsundtals hermenn endaðu í Vágum, har teir millum annað bygdu flogvøllin.
Mynd frá 1997. Aftast frá vinstru Svanbjørg, Andrew, Herluf og Annvør. Fremst frá vinstru Kristvør, Ingvard, Andrea og Hallgerð.
Mamma Andreu æt Kristina Davidsen f. Simonsen, og hon gjørdist longu einkja í 1929, tá hon gekk við Andreu. Maðurin Andrias Davidsen var júst deyður av blýggjeitran. Kristina sat nú einkja við fýra døtrum og gekk við ófødda barninum, sum var Andrea.
Sýslumaðurin í Vágum stóð fyri at hýsa ensku hermonnunum og vildi hava, at eisni húsini hjá Andreu og teimum skuldu hýsa hermonnum. Men hetta vildi Kristina mamma Andreu ikki bjóða døtrunum. Familjan bleiv tískil mest sum rikin úr Sørvági og fór til Kollafjarðar at búgva í húsunum hjá Jákup Wenzel Joensen, sum búði einsamallur heima. Hetta var í 1941, og tá var Andrea tólv ára gomul.
Mynd frá umleið 1960 tikin frá okkum við Landaavegin niðan í Leivsgøtu. Nógv broytt í trýss ár. Eingin Vesturkirkja, einki gistingarhús við Oyggjarvegin, og Jóannesar Paturssonargøta er ikki at síggja, tí tá var ikki bygt á Frælsinum. Frítt hjá børnum at spæla má sigast.
Tá Andrea var liðug at ganga í skúla, gekk leiðin til Fuglafjarðar í húspláss. Seinni kom hon í húspláss hjá systur Ingvard Vang í Kaldbak. Andrea og Ingvard funnu saman og blivu gift í august í 1950, og hetta árið bygdu tey sær eisini hús við Eiriksgøtu í Havn. Ingvard, sum var húsasmiður, bygdi sjálvur húsini. Ingvard (1918-1998) kom seinni at hava egna byggifyritøku.
Nógv er broytt, síðani vit vóru ung við Landavegin og komu niðan í Grønland. Vit síggja eisini Leivsgøtu. (Mynd Vagnur)
Hugaligt hetta kvøldið herfyri at steðga á uttan fyri hjá Andreu og teimum og hugleiða um, hvussu nógv er broytt, síðani tú sum ungur kom í Eiriksgøtu og har á leiðina. Tá vóru heilt fáir bilar, tí í 1950-árunum hevði vanligi borgarin ikki loyvi at keypa sær bil, tí landið vildi ikki senda ”valuta” av landinum. Bara fyritøkur og tey, sum koyrdu hýruvogn, kundu keypa bil. Hetta broyttist alt, tá vit komu inn í 1960-árini.
Grundøkini við Eiriksgøtu eru smá, húsini eru bygd kloss í vegin, og torført er hjá fólki at útvega sær parkeringspláss. Tí standa so nógvir bilar úti á alfaravegi. Annars kann leggjast aftrat, af nógv hús við Leivsgøtu og har á leiðini vóru stoypt upp, tí eftir kríggið var torført at útvega timbur. Hesi hús eru seinnu klødd við timbri ella øðrum tilfari. (Vagnur)
StÍF og ÌF í 1958. Fuglfirðingarnir í reyðum st.v: Petur Jacob Eliasen, Petur Sigurd Rasmussen, Eilif Samuelsen og Poul Leiti. Húkandi f.v: Jógvan Òlason, Thorleif Samuelsen og Birgir Hansen. StÍF í hvítum st.f.v: Odmar Klein Olsen, Sandur Davidsen, Elisar Høj. Húkandi f.v: Petur Magnusson, Poul Johannus Johansen og Hildibjartur Johansen.
Í myndasavninum hjá Lassa Borðoy kom eg fram á myndina omanfyri, sum er ótrúliga áhugaverd, tá ið talan er um hondbóltssøgu. Felagsmynd av mansliði hjá ÍF úr Fuglafirði og StíF av Stondum avmyndað á grúsvøllinum á Strondum í 1958. Eg kendi beinanvegin fleiri spælarar, millum annað Eilif Samuelsen, sum eg ringdi til um dystin. Har eru eisini Petur Sigurd Rasmussen, sum tá var lærari í Fuglafirði, Hildibjartur Johansen og Poul Johannus Johansen av Strondum, sum seinni spældu við Neistanum. Eilif Samuelsen segði mær, at teir spældu niðri á bryggjuøkinum í Fuglafirði, og at hann spældi bara hondbólt í nøkur fá ár, tí tá flutti hann úr Fuglafirði. Á myndini stendur, at øll nøvnini eru ikki funnin, men tað eru tey nú við hjálp frá Eilifi Samuelsen og Richardi Johansen. (Vagnur)
Mynd frá 1961. Ungar gentur á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Marna var stjørna og fyrimynd.
Í myndabók hjá Vagn Erik pápabeiggja síggjast vakrar myndir av smágentum, sum eru á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Vælumtókt útbúgvin dansilærari, sum dró ungdómin og vaksin til sín, sum vildu læra at dansa tango, vals, foxtrot, lancier og aðrar dansir.
Gjørdist forvitin at vita, hvat bleiv av Marnu Nielsen, sum longu seinst í 1950-árunum og seinni bergtók ungfólk og eldri á dansigólvinum. Marna var framman fyri sína tíð. Havi tosað við systkinabarnið Elina Michelsen, sum byrjaði at dansa hjá Marnu sum fimm seks ára gomul. Havi eisini hitt Kristu Nielsen systir Marnu. Og Krista sigur soleiðis:
– Vit vóru tíggjar systrar Aase, Marna og eg. Vit eru uppvaksnar í Lon, og foreldur okkara vóru Johanna Nielsen rópt Hanna og pápi æt Axel. Marna fór ung til Danmarkar at læra til dansilærara. Hon lærdi øll sløg av dansum og eisini at dansa ballett.
Mynd frá apríl 1962. Júst soleiðis minnast vit Marnu, sum fór alt ov ung bert 46 ára gomul.
– Sum nítjan ára gomul í 1955 stóð hon væl nøgd við próvnum í hondini. Hon kom aftur til Føroya og byrjaði mest sum beinanvegin at undirvísa í dansi, sum skjótt fekk heilt stóra undirtøku. Tey, sum ynsktu dansifrálæru, vóru børn heilt niður í fýra fimm ár og eisini eldri ungdómar, ja fólk í øllum aldri. Hon undirvísti í Tórshøll, Losjuni og Havnar Klubba og ferðaðist eisini kring landið.
– Stóra hátíðarløtan var seinasta dansikvøldið á vetrinum, har fólk í apríl savnaðust í hópatali til ”avdansingsball”, sum hetta var rópt. Dansarar væl klæddir, har dreingir vóru í myrkum terlenbuksum, hvítari skjúrtu og butterfly, og genturnar í hvítum struttkjólum. Dansarar, foreldur og vinir eins og vit kenna frá stórum fimleikaframsýningum, sigur Krista.
Mynd frá apríl 1961. Stuttligt at síggja hasi struttskjúrtuni. Spentir vælklæddir unglingar til “avdansingsball”.
– Eg hjálpti mangan Marnu og serliga, tá hon undirvísti á bygd, tí Marna hevði nógv um oyruni, og Simmi spældi til dansin. Jørgin maður Marnu var dani og sigldi við verjuskipinum Thedis. Maðurin arbeiddi eisini í filmsverðini sum upptøkumaður til ymsar filmar. Tey bæði fingu sonin Kim, sum býr á Bornholm.
– Dansiundirvísingin fór fram um veturin eins og vit kenna frá kvøldskúlanum, so Marna kom til Føroya um heystið at undirvísa og fór til Danmarkar aftur seint um várið. Marna var væl umtókt og dugdi sítt handverk, og so var hon eisini fyrimynd.
Fittar smágentur á dansiskeiði hjá Marni Nielsen í apríl mánað 1962.
– Marna gjørdist ikki gomul einans 46 ár. Hon var farin at skranta, tí hon hevði trupulleikar við nýrunum. Og tá hon at enda fekk nýtt nýra, vildi likamið hjá Marnu ikki taka ímóti nýranum, so Marna kláraði ikki skerini og doyði í 1982, sigur Krista at enda.
Marna Nielsen var ein ”millión” á dansigólvinum, sigur Elin
Elin systkinabarnið, sum er á myndunum, var bara fimm seks ára gomul, tá hon fyrstu ferð kom á dansiskeið hjá Marnu, og nógvu góðu minnini standa púra klár frá ógloymandi dansiárunum.
– Vit stóðu øll bergtikin og sóu hesa vøkru og vælkløddu kvinnu. Sum ein millión á dansigólvinum, sum man plagar at taka til. Høvdu ongantíð áður sæð slíkan móta. Uppsett hár við sloyfu í hárinum framman, ymist neglalakk á neglunum, struttskjúrt og spískar høghalaðar skógvar. Enn sitir serligi góði lukturin í næsunum, tí hon hevði erskju við puturi sum luktaði so avbera væl.
Mynd frá apríl 1962 og nógv fólk til “avdansingsball”. Fólk steymaðu til hesa hátíðarløtu, sum var seinasta dansikvøldið á vetrinum.
– Marna var okkara stjørni og fyrimynd, sum vit við gleði ongantíð fara at gloyma. Og krónan á verkið vóru serliga hesi avdansingsballini, sum vit gleddu okkum til. Hetta var eitt slag av framsýning fyri foreldrum og systkjum til tess eisini av vísa, hvat næmingarnir høvdu lært, sigur Elin at enda.
Leggjast kann aftrat, at Marna lærdi at dansa hjá kenda dansilæraranum Karl G.V. Carlsen, sum Marna eisini búði hjá. Krøvini vóru stór, tí vant var hvønn dag, og næmingarnir skuldu vera í góðari venjing. Á dansiskeiðunum var eisini gjørt ógvuliga nógv burturúr, hvussu dansarar vóru klæddir. Hetta síggja vit eisini í dansikappingum í sjónvaprinum. Alt skal jú vera ”perfekt” og sita væl. Sum prógv fekk Marna serligt dansidiplom.
Til tess at styrkja seg kropsliga, var Marna í 1957 á ítróttaskúla í Sønderborg. Mær er eisini sagt, at Marna einaferð einsamøll dansaði ballett á leikpallinum í Sjónleikarhúsinum. Ì sambandið við greinina hitti eg eisini javnaldra Axel Lützhøft, sum er sonur Aase systir Marnu. Axel er uppkallaður eftir abbanum. Stutt og greitt: Marna Nielsen var fantastisk. (Vagnur)
Allir aldursbólkar steymaðu til dansiskeiðini hjá Marnu. Ja, heilt niður í fýra ár. Marna var fantastisk.