Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Søguligi Skansin og bátahavnin, sum tí betur ikki gjørdist veruleiki

$
0
0
Skandala, um Skansin var byrgdur inni av bátahavn, og sjóvarmálin Yvir við Strond oyðilagdur av breiðum bingjuvegi. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við nýggju havnina á Skansaboða hoyrdi tú fyrr í summar formanninin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu siga, at keðiligt var, at bátahavnin við Skansan ikki gjørdist veruleiki. Nú verður so bátahavn til 140 smábátar gjørd í Álakeri. Alt gott um tað, sjálvandi um gomlu neystini vera varðveitt og alt økið í Álakeri væl frágingið. Var um dagarnar í bátinum fram við landi Yviri við Strond og steðgaði á við Skansan. Tá reikaðu tankarnir veruliga eina løtu. Býráðslimir í undanfarnu samgongu ætlaðu at byrja inni Skansan við smábátahavn, so ikki sást suður í Nólsoyarfjørð. Fólk vóru í øðini, og mótmælini vóru so nógv og ágangandi, at býráðið slepti tíbetur ætlanini í sambandi við nýggju havnarbryggingina.

Nú stundar til býráðsval, og vit koma í næstum at síggja nógvar myndir av býráðslimum í fjølmiðlunum, sum koma at lova borgaranum bæði “ditt og datt”. Míni ráð eru, at býráðslimir lurta eftir borgaranum, og hvat rørir seg í samfelagnum, tí borgarin dugur eisini at hugsa og síggja góðar loysnir. Haldi, at seinnu árini er farið alt ov lætt um at varðveita tað, sum søguligt er í Havn. Annars dámar mær heilt væl, at Tórspallur ikki verður bygdur á Skálatrøð, tí her hava hundraðtals havnarborgarar eisini talað at og mótmælt. Økið á Skátrøð er upptikið, og annað økið má finnast til nýggjan Tjóðpall. (Vagnur)


Hevði abbi Jákup Mørk “Gamli Mortan” vitað

$
0
0
Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk "Gamla Mortan".
Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk “Gamla Mortan”. (Mynd Niels Jákup Heinesen)

Sigur tú Mørk, sigur tú eisini B36, tí øll Mørk familjan heldur við B36. Tá eg sá myndina omanfyri á Facebook av Jákupi Mørk, hugsaði eg mítt: Hevði “Gamli Mortan” vita, at abbasonurin seinasta leygardag hevði funnið fram gull tvørsloyfuna til heiðurs fyri B36, so hevði abbin verið errin. Vit róptu abba Jákup fyri “Gamli Mortan”, tí sonur Mortan eitur eisini Mortan. Í B36 og Neistanum var Gamli Mortan serligur, tí hann vann FM-heitið bæði við B36 og Neistanum. (Skrivað í 2014)

Mortan Mørk var altíð í Gundadali, tá B36 og Neistin spældi. Børnini og abbabørnini spældu, og hann sá hvønn dyst. Og so var Mortan við B36 liðnum, sum í 1946 vann B36 fyrsta FM-heitið av teimum nú tíggju heitunum. Í B36 bókini “Rennið dreingir” stendur at lesa, at sunnudagin 18. august 1946 spældi B36 finalu ímóti VB í Gundadali. B36 vann dystin 3-1 og vann fyrsta FM-heitið til felagið. Eftir dystin vóru VB og B36 spælararnir bjóðaðir oman í Perluna. Har fekst hugnalig løta við práti, sangi og røðum frá báðum pørtunum.

B36 vinnur fyrsta FM-heitið í 1946. Aftast f.v: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðuni Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen, og Mortan Mørk. Fremst f.v: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)
B36 vinnur fyrsta FM-heitið í 1946. Aftast f.v: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðuni Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen, og Mortan Mørk. Fremst f.v: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)

Men aftur til myndina av Jákupi, sum er serlig, tí umframt tvørsloyfuna klødd við gulli, drekkur hann eina Føroya Bjór øl. Pipar og Salt søgdu á sinni í skemtisending, at nú var SISU komið heim til Klaksvíkar. Hetta kann ikki sigast um ølina, Jákup drekkur, tí henda ølin hevur altíð verið heima í Klaksvík. Lena mamma Jákup átti eitt skifti Restorffs bryggjarí, og Martin beiggi Jákup arbeiddi á bryggjarínum. Nù er bryggjaríið søga.

Jákup er B36 maður um ein háls, og vit kenna hann mest sum ítróttaskrivara á Sosialinum og á in.fo. Jákup sat eitt skifti í nevndini í B36. Pápi Jákup er Mikkjal Mørk, sáli og mamman eitur Lena Mørk, og teir eru tveir brøður. Jákup og Martin Mørk.

Tá vit siga Mørk og harvið B36, so kann leggjast aftrat, at venjarin hjá B36 Sámal Erik Hentze er giftur inn í Mørk familjuna, so hann fær óivað 100% stuðul til venjaraarbeiðið frá konuni Súnu Mørk. Løgið at hugsa sær, at tað eru 68 ár millum báðar myndirnar í tekstinum. B36 hevur nú vunnið FM-heitið tiggju ferðir: 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011 og 2014. Her má nevnast, at B36 vann ikki FM-heitið í 35 ár. Frá 1962 til 1997 var FM-turkur. (Vagnur)

Hákun Poulsen slóðaði í vár fyri, at 10 – mannaførini kundu rógva í summar

$
0
0
Tjúgu ára gamli Hákun Poulsen er bátsformaður umborð á Havnarbátinum.(Mynd Vagnur)

Róðrarárið 2020 kemur altíð minnast sum árið, tá korona gjørdist viðspælari í føroyskum kappróðri, og at tað gjørdist um reppið, at 10 – mannafør ikki róðu í summar. Tíðliga í vár var bara Ormurin mannaður. Róðrararárið hjá tjúgu ára gamla Hákuni Poulsen gjørdist heilt serligt, tí umframt, at tað gekk stríggið at manna Havnarbátin, sum bleiv hann og tveir aðrir umborð á bátinum smittaðir við korona beint eftir ólavsøku, so øll manningin mátti í sóttarhald. Smittukeldan var nógv umrødda brúdleypið á Argjum. Havi prátað við unga bátsformannin, sum skuldi gerast áhugavert prát.

Í 2017 komu fýra ungir skótar í Álaker og vildi sleppa at rógva kapp. Teir mannaðu Títling, har teir mest sum sjálvir stóðu fyri venjingini. Eftir róðrarárið fóru teir hvør til sítt, men trý á seinni, vildi teir manna 6-mannafar ella bara onkran bát. Havnarbáturin stóð ómannaður í neystinum, og tá fólk spurdu, hví teir ikki bara mannaðu Havnarbátin, so yppaðu teir øksl og serliga Hákun Poulsen, sum var leiðarin í bólkinum og bleiv bátsformaður umborð á Havnarbátinum. Hákun sigur soleiðis:

Miðalaldurin umborð á Havnarbátinum var í summar var 18,4 ár: Frá vinstru: Tummas Simonsen, Hákun Poulsen, Bárður H. Djurhuus, Magnus Hvalsrætt, Tórður H. Gunnarsson, Dánial L. Jacobsen, Hjørtur Johansen, Regin M. Gaard, Niklas Samuelsen, Jákup Petersen, Tórur Paulason. (Mynd HR)

– Eg helt, at eingin meining var í, at Havnarbáturin flaggskipið hjá felagnum ikki var mannað. Tað má vera størsta æran hjá rógvara at sleppa at rógva við 10-mannafari, men eg helt eisini, at vit vóru enn ov ungir og óroyndir at manna Havnarbátin. Endin var tó, at vit gjørdu roynd at finna fýra rógvarar aftrat, so báturin var fullmannaður.

Ógvuliga striltið gekk at finna seinasta rógvaran, tí nógvir menn bóru seg undan, tí teir hildu, at vit ongan møguleika høvdu í kappingini og serliga ímóti Orminum. Kanska hjálpti korona okkum, tí ungfólk sluppu ikki uttanlands við ítróttinum. Tað var um reppið, at vit sleptu ætlanin at manna Havnarbátin, men hann bleiv mannaður, sigur Hákun.

Á norðoyastevnu róðu bara Ormurin og Havnarbáturin. Tá var Havnarbáturin eina løtu um at taka Ormin. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Manningin umborð var millum sekstan og tjúgu ár og miðalaldurin 18,4 ár. Fýra høvdu ikki róð áður, og róðursmaðurin ikki roynt at sitið við róðrið. Í februar mánað herjaðu vit á venjingina fyrst innandura og síðan heilt nógvar langar túrar í bátinum, so vit fingu áralagið í lagi, tí fýra av manningini sótu jú fyrstu ferð í kappróðrarbáti. Haldi, at vit vóru allir hugagóðir at fara til verka, og vit vandu hart. Og sjálvandi trúðu vit uppá, at vit fóru at klára okkum væl.

– Minnist, tá eg SMS-aði til formannin og boðaði frá, at nú var Havnarbáturin mannaður, og himmals fegin var Bjarti, tí ring kensla hjá øllum var at sígga flaggskipið ómannað í neystinum. Innandura vandu vit bæði í rógvimaskuni og vandu eisini styrkivenjingar.

– Tá tú spyrt, hvussu nøgdir vit vóru við róðrarárið, so kann eg siga fyri meg sjálvan, at róðrarárið var uppliving av teimum heilt stóru. Tað var stuttligt, krevjandi og spennandi. Haldi, at eg sjálvur vandi onkuntíð tíggju ferðir um vikuna. Rann og vandi styrkivenjingar við síðuna av rógvingini, sigur Hákun og heldur fram.

Plettskot frá Jan Herman Hansen. Teir ungu hava givið alt, og í Álakeri vóru vit bara so stolt av ungu monnunum. Hetta, at teir hættaðu sær at manna 10-mannafrið og bjóða av. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Vit fingu hjálp á leiðini, og menn vóru eisini plágaðir av skaðum, har einstakir fingu lyskuskaða. Eftir hvønn FM-róður hugdu vit saman eftir róðrinum og tóku saman um. Kanska fánaðu vit eitt sindur, so hvørt sum róðrarárið fór. Eri heilt vísir í, at allir umborð góvu alt teir áttu og meira aftrat í hvørjum róðri. Teir umborð á Orminum vóru eldri, royndari og kropssterkari enn vit, og tað vistu vit.

– Haldi, at vit taptu eitt sindur, at málini vóru so stutt summi bara 900, 920 og 960 metrar, og her hugsi eg serliga í kappingini ímóti Drekanum Reyða, sum seinni kom í kappingina. Ja, vit ætla at manna Havnarbátin næsta ár, og vit eru fimm seks, sum halda fram, og so koma nakrir umborð, sum í summar róðu við Drekanum. So talan verður framvegis um unga manning, sigur Hákun at enda

Róðrarárið 2020

Róðrarárið 2020 gjørdist heilt serlig vegna korona. Nógvar barnamanninga og nógvar dreingja – og gentumanningar. Og tað gekk bara væl at avgreiða róðrarnar, men kortini okkurt kundi verið gjørt nógv betur. Hasir innleiðandi róðrarnir hjá gentu – og dreingjum fóru við alt ov nógvar tíð, har man kundi funnið aðra skipan. Hví skal eitt 10-mannafar rógva 1000 metrar og dreingja – og gentubátar 2000 metrar. Hetta er ikki nóg gott. Vit kundu gjørt sum í fótbólti og hondbólti, har man hevur góðar royndir við a og b deildum. So var meira jøvn kapping allastaðni og skjótari at avgreiða.

Vónandi síggja vit fleiri 10-mannafør komandi summar. Plagdi at skriva, at vit skulu minst hava fimm bátar, skal kappingin gerast áhugaverd. (Mynd Jan Herman Hansen)

Og klokkutíðirnar kundu verið betri ásettar, tí tað tók ov langa tíð at avgreiða róðrarnar og serliga á ólavsøku. Nú tekur longri tíð at avgreiða róðrar, enn tá bátar róður 1500 og 2000 metrar. Sjálvandi skulu rógvarar skifta bát, men tað gera tildømis 8-manna – og 10-mannaførini ikki.

Vit, sum sum áhuga í kappróðri hava altíð nógv ynski. Vónandi fáa vit meira kapping í vaksnamannaróðrarnar og fleiri manningar. Allir bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu í summar vunnu allar sjey FM-róðrarnar við einum undantaki, og tað var, tá Knørrur vann á ólavsøku.

Ávís øki í dømingini fái eg ikki skil á. Meinti, at tað skal skjótast av, um bátur hongur fastur, men á ólavsøkuna sást, at bátur hekk fastur, men skotið var ikki av. Dømingin má ikki vera øðrvísi á ólavsøku enn á hinum stevnunum.

Annað er reyða kortið Firvald við gentum fekk. Um tú fært reyð kort í tildømis bóltspølunum, so missir sjálvt liðið mest sum einki og hevur møguleikan framvegis at vinna meistara heitið. Alt ov ógvusligt, at róðrarárið mest sum oyðilagt, tí bátur fær reytt kort. Í kappróðri er einki VAR ella livemyndir, sum í fótbólti, og vit kunnu ikki síggja, hvussu skeivt Firvaldur fór av kósini. Vit hava bara orðini hjá dómaranum. Komi í tankar um, at um Ormurin ella onkur annar toppmanning fekk reytt kort á norðoyastevnu, ja, so fekk Ormurin null stig og Havnarbáturin sjey stig. Torført hjá Orminum tá at hála innaftur stig  bara í sjey róðrum. Man kundi gjørt sum í Formul 1, har bilar missa sekundir. Spennandi, hvussu gongst næsta ár, ja, um korona aftur er viðspælari í kappróðri. (Vagnur)

Hákun mannar eisini Havnarbátin næsta róðrarár. Fimm seks rógvarar halda fram, og so koma nakrir ungir evnaríkir rógvarar aftrat umborð. (Mynd Vagnur)

Steinarnir eru íbygdir, tí tordu menn ikki at spreingja steinarnar

$
0
0
Tey settu búgv í Saltangará í 1846. (Mynd Vagnur)
Tey settu búgv í Saltangará í 1846. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg skrivaði um Símun á Høgabóli og tók myndir av staðnum, síggi eg tveir stórar steinar skamt frá. Á øðrum steininum var ritað nøvnini á hjúninum Nielsi Joensen og Anne Kathrina Petersdatter, sum vóru fyrstu fólkini, sum í 1846 búsettu seg í Saltangará. Torført er hjá okkum í Havn at skilja ímillum, hvør býr í Runavík, Saltangará, Saltnesi, Søldafirði ella á Glyvrum, tí í okkara eygum er alt talan um Runavík. Og vónleyst er at síggja, hvar mørkini eru. Eg havi hitt Símun Mittún abbason Símun á Høgabóli og spurt hann um báðar stóru steinarnar. (Skrivað í 2015)

kjkjkj– Niðanfyri vegin var eitt stórt fiskastykki, sum skuldi burtur, tí bygningur skuldi byggja á staðnum. Við fiskastykkið lógu báðir stóru steinarnir, og eg helt, at tað var synd, at steinarnir skuldu burturbeinast. Menn vóru eisini í iva, hvat skuldi gerast við steinarnir, tí sagt varð, at steinarnir eru íbygdir, og hin “grái” skuldi búgva í steinunum. Gamalt var ikki at beina burtur íbygdar steinar, tí hetta kundi fáa fylgir.

– Eg átti tá stykkið omanfyri vegin, og eg fekk hugskotið at flyta steinarnar við stórari gravmaski niðan um vegin og á mítt stykki til minnis um fyrstu hjúnini, sum settu seg niður í Saltangará. So varð gjørt, og eg fekk ritað nøvini í steinarnar og hampað um økið. Hetta var miðskeiðis í 1980-árunum. Eg eigi ikki longur stykkið, og tíverri fekk eg ikki matrikulera stykkið frá ognini. Men eg vóni, at steinarnir sleppa at liggja har í allar ævir.

Eg rokni ikki við, at nakar torir at beina burtur íbygdu steinarnar. (Mynd Vagnur)
Eg rokni ikki við, at nakar torir at beina burtur íbygdu steinarnar. (Mynd Vagnur)

– Niels Joensen var av Glyvrum og konan Anne Kathrine av Selatrað, og eri eg í familju við tey bæði. Húsini hjá teimum báðum stóðu ikki júst har, men tað er so týdningarmikið, at vit viðra og minnast tey gomlu, sum settu búgv at hesum staðnum, sigur Símun at enda.

Eg havi stóran áhuga í standmyndum, kirkjum og øðrum gomlum. Altíð áhugavert at fáa at vita nakað um tildømis hesar báðar steinarnir. Hesuferð fekk eg so samband við Símun Mittún abbason Símun á Høgabóli, sum var úr Havn og konan Símun á Høgabóli var úr Hoyvík. Og navnið Símun gongur aftur í Hoyvík. Vit kenna Jákup Símun Simonsen og Símun Simonsen son Esbern Simonsen fyrrverandi bankastjóra. (Vagnur)

Hugflogið hjá Edwardi Fuglø hevur ongar greinsur

$
0
0
Sjaldsama listarverkið í SMS. (Mynd Vagnur)
Sjaldsama listarverkið í SMS. (Mynd Vagnur)

Tá eg fyri fimm árum síðani skuldi í SMS at keypa, mátti eg venda til húsa aftur eftir myndatólinum. Tí serliga listarverkið á Torginum mátti eg taka mynd av. Nógv fólk eygleiddu snildisliga listarverkið. Alskyns føroyskir fuglar. Edvard hevði gjørt eina kúlu, sum hann hevur spent høsnanet um. Síðani eru fuglarnir festir í netið. Tað serliga við listarverkinum er, at myndin broytist, so hvørt sum tú gongur um listarverkið, tí fuglarnir eru so ymiskir í stødd og liti.

Edvard Fuglø er kendir føroyskur listamaður og hevur fingið fleiri virðislønir bæði í Føroyum og uttanlands. Hann er kendir fyri pallseting í sjónleikum, sjónvarpi og filmum. Eisini hevur hann tekna til ymsar bøkur og frímerki. Ein maður segði mær í morgun, at fuglarnir koma frá ymsum skúlum í landinum. Eisini gott hugskot hjá Edvardi at fáa fólk at gita, hvussu nógvir fuglar eru í listarverkinum. Ein seðil er hjá fólki at skriva á. Hugflogið hjá Edvardi Fuglø hevur ongar greinsur, má eg siga. Vakurt og áhugavert at síggja nógvu føroysku fuglarnar. (Vagnur)

Listarverkið broytist so hvørt, sum tú gongur um tað. (Vagnur)
Listarverkið broytist so hvørt, sum tú gongur um tað. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Nøkur minni um Stella Argus og minnisvarðan í Kvívík

$
0
0
Stella Argus av Havnini ávegis til fiskiskap. Havi bara sæð hesa myndina av trolaranum.

Óli Olsen hevur givið út nógvar áhugaverdar og forvitnisligar bøkur, og í fjør kom bókin Glottar úr trolarasøguni. Longu á síðu 33 í bókini stúrsar tú við, og tankarnir at reika. Mynd av havnartrolaranum Stella Argus, sum p/f Kimbil átti. Hugdi leingi at myndini, tí sum sjey ára gamal minnist tú væl syrgiligu vanlukkuna í 1957, tá trolarin hvarv við allari manningini ávegis av fiskileið til Havnar. Í 2007 fimmti ár eftir hendingina var minnisvarði avdúkaður í Kvívík, og leygardagin gekk leiðin til Kvívíkar at hyggja at minnisvarðanum, sjálvt um tú hevði sæð mynd av listarverkinum, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði.

Vakur minnisvarði í Kvívík. Nøvini á teimum 22 monnunum eru høgd í minnisvarðan, og fýra ljós eru eisini at síggja á hógvinum, so hugaligt kundið verið at sæð hann, tá myrk var. (Mynd Vagnur)

Minnist, at fólk um alt landið lurtaðu eftir Tórshavn Radio, meðan skip í hópatali leitaðu eftir Stella Argus. Nógvar vóru gitingarnar, tí sunnumorgunin 27. oktober 1957 boðaði skiparin á Stella Argus frá, at teir vóru farnir at sigla inn við 828 tunnum av sild og væntaðu at vera inni mánakvøldið.

Á middegi sama dag tosaðu teir umborð á Stella Argus við annað skip í telefonini, og tá stóð væl til. Men einki hoyrdist aftur frá trolaranum, og hóast nógva leiting spurdist hvørki manning ella skip afturíaftur. Nógvar vóru gitingarnar, hví Stella Argus hvarv, tí veðrið var hampuligt.

Ì februar mánað í 1938 keypti p/f Kimbil Stella Argus úr Hull, sum var smíðaður í 1925. Trolarin var 299 brutto við 500 hesta guvumaskinu. Nógvir av hesum trolarum, sum um hetta mundið og fyrr komu til Føroya vóru smalir og lógu tungt í sjónum.

Skuldu teir til Íslands ella Grønland at fiska, var lastin full bæði av salti og koli, og menn arbeiddu á vátum dekki undir opnum himli á kuldaveðri. Í bókini eru nógvar myndir, sum boða frá hesum.

Á ungum árum arbeiddi eg nøkur summar hjá Bjarna Húsgarð, og Bjarni hevði nært sambandi við Hans bónda á Skælingi, og meg minnist, at kona Hans var úr Kvívík. Bjarni segði mær mangan, hvussu kona Hans píndist, eftir at hon misti fýra brøðir við Stella Argus. Av teimum 22 monnunum, sum sjólótust við Stella Argus vóru átta kvívíkingar, fýra vestmenningar, ein á Válinum og ein úr Leynum, so økið har á leiðini var hart rakt. (Vagnur)

Róðrarsambandið ynskir at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki

$
0
0
Sandvágur má fyri alt í verðini ikki strikast sum róðrarøki. Kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. (Mynd Vagnur)

Herfyri var eftirmetingarfundur í Róðrarsambandinum, fundur, sum er á hvørjum ári. Millum annað kastaði forkvinnan í RSF vandamiklið mál út til feløgini at hugsa um og at taka støðu til. RSF ynskir møguliga at strika sum róðrarøki Hósvík, Hvalvík og Sandavág, tí har er ov nógv havalda, verður sagt. Illa umhugsað ballón at senda út til feløgini, og umboðið fyri kappróðrinum í Sandavági gjørdist so kløkkur og illur, at hann rýmdi av fundinum. Púra vitleyst av RSF senda út slíka ballón út í luftina, tí sjálvandi skal hvørki Sandavágur, Hósvík ella Hvalvík strikast sum róðrarøki. Havi spurt meg fyri.

Í míni verð spreingievni hjá RSF at ”pilka” við, tí í allar tíðir hevur veður og steymur verið partur í føroyskum kappróðri. Strikar tú róðrarøki, so mást tú hyggja at øllum róðrarøkjunum í Føroyum. Fleir øki lúka ikki 1000 metrar teinin millum annað 900 metrar teinurin í Havn, og eg sá onkrastaðni onnur øki millum annað í Miðvági og Vestmanna, sum ikki hava fullan 1000 mertartein.

Vit eru í Sandavági í 2018, tá Sílið, Drekin og Jallurin við dreingjum fara javnir um málið. í 2018 var so einki galið við róðrarøkinum í Sandavági, og púra vilt av RSF at koma við tankum um at strika Sandavág sum róðrarøki.  (Mynd Hvannrók)

Nú er man vorðin so mikið gamal, at tú minnst, tá 10-mannaførini róðu 2000 metrar á øllum stevnum eisini í Havn, Vestmanna, Miðvági, Sandavági, Vági og Klaksvík ella hvussu róðrarøkini eita. Grótkast, aliringar og molar gjørdu, at undantak var givið at rógva 1000 metrar og minni enn tað.

At strika róðrarøki snýr seg um kenslur og róðrarsøgu. Havi spurt meg fyri fyrst í Sandavági og eisini róðrarumboð í Hósvík og Hvalvík, og har er púra greitt, at tey finna seg ikki í, at teirra róðrarøki skal strikast. Hvat spurt Hansinu á Plógv eldsálina í Sandavági, hvat hon heldur:

– Sjálvandi eri eg ógvuliga ørkymlaði, kedd og standi sum kánus, at vit í Sandavági nú skulu berjast við RSF, um Sandavágur skal vera róðrarøki ella ikki. Tað hevur altíð verið róð kapp í Sandavági, og mest sum altíð  gongur væl. Ja, havaldan kann vera í Sandavági, og tað kann havalda eisini vera á øðrum róðrarøkjum millum annað í Havn.

Í 2013 tók eg myndina av nýggja kappróðrarneystinum í Sandavági. Snotuligt neyst, sum tá var um at vera liðugt. Neystið er svarti bygningurin mitt í myndini, (Mynd Vagnur)

– Seinastu nógvu róðrarnar í Sandavági hevur gingið heilt væl, og vit hava eisini frá RSF fingið álagt at hava Miðvág í bakhondini. Tað er vørumerkið og av stórum týdningi, at róð verður kapp í Sandavági, sum allar tíðir hevur verið gjørt. Vit hava bygt snotuligt neyst og fingið smíðað dýrar bátar, so vestanstevnan í Sandavági er partur av øllum hesum. Missa vit Sandavág sum róðrarøki, so tekur RSF sálina úr felagnum. Kappróðurin doyr í bygdini, og Hansina leggur aftrat.

– Mær vitandi er eingin klaga komin um róðrar í Sandavági, og tá vit hugsa um fyrireiking, so fer fram aling her á leiðini, so fóðurbátar eru til at taka, og vit hava altíð gjørt okkara heimaarbeiði. Vit fara ikki at finna okkum í, at RSF strikar Sandavág sum róðrarøki, og fyri tjúgu árum síðani var álagt okkum at hava Miðvág til at taka, men vit hava ikki havt brúk fyri at rógva í Miðvági. Ja, okkurt ári hevur verið durdarveður í Sandavági á vestanstevnu, meðan trupulleikar hava verið aðrastaðni í Føroyum. Sjálvandi finna vit okkum ikki í, at Sandavágur skal stikast sum róðrarøki, og mín inniliga vón er, at róðrarfeløgini kring landið ikki atkvøða fyri slíkum uppskoti. Byrja vit at strika róðrarøki, hvar enda vit so, sigur Hansina at enda.

Púra vilt at strka Hvalvík sum róðrarøki, Havalda? Skal heilsa RSF, at havalda, streymur og vindur hava í meira enn hundrað ár verið partur í føroyskum kappróðri. (Mynd Vagnur)

Havi eisini spurt meg fyri í Hósvík og Hvalvík. Eva Vilhelm úr Hósvíkar Róðrarfelag sigur, at tey fara ikki at góðtaka, at Hósvík verður strikað sum róðrarøki, og hon saknar sakligar grundgevingar frá RSF. Fer man eftir Hósvík, Hvalvík og Sandavági, so má man viðgera øll róðrarøkini í Føroyum á líkafóti.. Símun Dalsgaard úr Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag sigur, at tey fara slett ikki at góðtaka, at Hvalvík skal strikast sum róðrarøki

Klokkuklárt sjálvmál

Undirritaði heldur, at tað er púra vitleyst at strika hesi trý róðrarøki, tí skalt tú tað, má vera líkarættur kring landið og øll vera líka fyri lógini. Vit hava jú øki, sum ikki lúka 1000 metrarteinin, og vit hava onnur øki enn Hvalvík, Hósvík og Sandavág, har havalda er partur í róðrunum. Men hetta er jú føroyskur kappróður, og soleiðis hevur altíð verið, síðan róð var kapp heilt aftur til 1870-árini . Sum rógvari mást duga bæði at rógva ímóti, undan, inn á síðuna og nakað av aldu. Tað er jú høvuðsdómarin, sum ger av, um umstøður eru at rógva á ymsu stevnunum. So tekur man tað har frá.

Tey í Hósvíkar Róðrarfelag fara at stríðast fyri, at Hósvík ikki verður strikað sum róðrarøki. (Mynd Hvannrók)

Róðrarsambandið má syrgja fyri ikki at trekkja enn fleiri tenn úr føroyskum kappróðri. Vit skrottaðu 1500 og 2000 teinin, sum var stórt afturstig. Fara vit so taka fleiri róðrarøki frá feløgum, hvar enda vit so? Kanska skuldi man bara skipa fyri sjey FM-róðrum á Leitisvatni, ja, so sleppa vit undan fóðurbátum og hanafótum. Er tað hetta tey í RSF vilja?

Vit kunnu einki gera við veður vind og streym. Mínar royndir í føroyskum kappróðri í skjótt fjøruti ár eru, at størsti trupulleikin mangan til tess at avgreiða FM-róðrarnar eru heimaarbeiði frá RSF og stevnufyrireikarunum. Kunnu bara nevnda syrgiligu róðrarnar fyri fáum árum síðani í Hvalvík og Sørvági. Her var heimaarbeiðið út av lagi vánaligt bæði frá RSF og teimum á staðnum, Róðrarsambandið skal stuðla og hjálpa feløgunum, so teir sjey FM-róðrarnir eru í góðum hondum og vera væl avgreiddir. Samarbeiði er lyklaorðið føroyskum kappróðri at frama.

Heykur úr Hósvík er nýggja 5-mannafarið hjá Hósvíkar Róðrarfelag. Gongur væl at manna bátar í bygdini, og sjálvandi skulu bátar úr Hósvik ikki missa heimasjógvin. (Mynd Hvannrók)

Í summar gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar, serliga tí veðrið var til vildar á øllum stevnunum. Vit mugu ikki strikað Sandavág, Hósvík og Hvalvík ella okkurt annað øki sum róðrarøki. Heldur skulu feløg, sum kanska okkurt árið ikki megna vegna manningartrot at fyrireika FM-róðrar sleppa undan ella, at róðrarøki arbeiða saman. At strika róðrarøki er heilt burturvið, og eg trúgvi einki uppá, at róðrarfeløgini kring landið fara at atkvøðu fyri slíkum uppskoti.

Vil leggja aftrat, at føroyskur kappróður er ongantíð 100% rættvísir, tí veður harvið steymur og vindur er so stórur partur í róðrunum. Ógvuliga lítið hugsað av RSF og klokkuklárt sjálvmál sleppa slíka ballón út í luftina uttan nágreinligar grundgevingar. Í Sandavági, Hósvík og Hvalvík eru virkin kappróðrarfeløg, og tey skal man heldur hjúkla um enn at spenna bein fyri. Strika vit fyrst Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki, hvar endar føroyskur kappróður so? (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Petur Reinert var undangongumaður

$
0
0
Petur var mettur sum "kongurin" á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.
Petur var mettur sum “kongurin” á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.

Nógv er at tríva í av góðum hondbóltsminnum, og hesuferð steðgi eg eitt bil við Peturi Reinert læknan av Eiði, sum einaferð bjargaði mær skotarminum í einum hálvleiki í høllini á Hálsi. Hetta var fyrst í 1970-árunum. – Petur Reinert var eitt slagi av kongi á Eiði, tí hann var í fremstu røð alla staðni, tað veri seg í hondbólti, fótbólti, slóðaði fyri flakavirkinum og keypti skip, sigur vinmaðurin Knút Vesturdal.

1. mai 1960 kom læknin Petur Reinert úr Danmark til Eiðis at arbeiða sum lækni. Petur hevði í Danmark spælt eitt sindur av hondbólti og fótbólti, og hann var ikki meira komin til Eiðis, so fingu eiðisfólk leiðaraevnini hjá Peturi á kenna. Hann var bragligur maður og hoyrdist, har hann var.

Mangar góðar hondbóltsløtur høvdu við á Eiði, og Petur Reinert var altíð í fremstu røð. (Mynd Vagnur)
Mangar góðar hondbóltsløtur høvdu vit á Eiði, og Petur Reinert var altíð í fremstu røð. (Mynd Vagnur)

Eg kom at kenna væl Petur, tí tá vit ungu neistamenn komu á besta mansliðið í 1968, spældu vit eisini ímóti EB av Eiði. Hetta var á uttanduravøllinum við skúlan á Eiði og á grúsvøllinum í Gundadali. Petur var givin at spæla, men hann var eitt slagi av liðleiðari hjá flestu EB-liðunum, og hesin 198 sentimetrar høgi eiðismaðurin úr Kalbak gekk ótrúlig høgt upp í hondbóltsspælið.

Serlig hending um Petur Reinert kom at brenna seg fast í minni mítt. Vit spældu dyst í høllini á Hálsi, men eg fekk ikki skotið, tí ein “nerv” var komin í klemmu í høgru øksl, so armurin dovnaði, og tað prikaði úti í fingrunum. Eg sat í skiftingarrúminum í hálvleikinum og fekk ikki spælt. Tá kemur Petur Reinert brestandi inn og spyr eftir langa klæna vinstra vongi hjá Neistanum. Neistavenjarin hevði sent boð eftir Peturi, sum henda dagin var áskoðari í høllini.

Petur Reinert saman við vinmonnum. EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen
Petur Reinert saman við vinmonnum. EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen

Petur tók  glas við salvu úr taskuni, og smurdi á armin, og so byrjaði hann at mýkja vøddarnar, sum eg ongantíð hevði sæð ella merkt áður. Hann morlaði vøddarnar við sínum stóru “labbum” so ógvusligt, at eg helt, at alt í arminum slitnaði. Eg fekk forbannað ilt, men eftir eina løtu segði hann við meg: “Vagnur tú spælir eisini seinna hálvleik, sjálvt um tú fært ilt. Ein nerv er óivað komin í klemmu, men eg rokni við, at armurin er nú er lagi”, segði Petur. Eg fór aftur á vøllin, og tá ið ein tíð var farið av hálvleikinum, merkti eg einki til skaðan.

Petur er føddur 8. september í 1923 og andaðiar 28. juli 1991 bara 67 ára gamal. Petur var ættaður úr Kalbak og var bóndasonur Heimistovu. Petur var kalbaksmaður í bæði borð, hann átti seks børn, har eitt doyði á ungum árum. Eg havi spurt Knút Vesturdal av Eiði, hvussu vit kunnu lýsa vinmannin Petur Reinert, sála, sum persón.

– Fyrst kann eg siga, at tað vóru Petur Reinert lækni og Sølvi Jespersen, sum arbeiddi á Loranstøðini, sum byrjaðu manshondbóltin á Eiði. Kvinnurnar spældu hondbólt, men menninir spældu fótbólt. Hetta var um 1960.

Petur Reinert var altíð í fremstu røð, og mong sporini hevur hann runnið og gingið niðri á Mølini á Eiði.
Petur Reinert var altíð í fremstu røð, og mong sporini hevur hann runnið og gingið niðri á Mølini á Eiði.

– Petur var ikki tann dugnaligasti hondbóltsspælarin, men hann var stórur, sterkur og góður verjuspælari. Onkuntíð royndai hann seg sum málverja. Petur var í nøkur ár í nevndini í EB, eitt skifti sum næstformaður. Eg minnist serliga eina uttanlandsferð EB gjørdi til Danmarkar og Svøríkis í 1971 við Peturi sum ferðaleiðara. Og tú kanst trúgva, at hetta gjørdist minnilig ferð, tí Petur var “on” alla ferðina, og vit upplivdu eina rúgvu.

– Petur var eitt slag av einum kongi á Eiði, tí hann var í fremstu røð í ítróttinum, hann var kommunulækni, hann slóðaði fyri flakavirkinum, og hann keypti eisini fleiri skip og var eisini í landspolitiki, har hann var landsstýrismaður frá 1975 til 1979. Petur brendi fyri øllum, hann tókst við. Hann dansaði eisini føroyskan dans og telvaði. Hann var væl dámdur í bygdini, hann var verkskapsmaður og var drívmegin hjá okkum øllum. , sigur Knút. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 


Úr myndasavninum –Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar

$
0
0
Tey níggju systkini. Standandi frá vinstru: Regin, Bogi, Hugin, Heðin, Hjalti og Bjarni. Fremst frá vinstru: Magnhild, Helga og Ása. Myndin tikin fyri umleið tíggju árum síðani. (Myndaeigari Hjalti)

Stór miðsavnan byrjaði eftir seinna heimsbardaga í Føroyum eins og í øðrum norðanlondum. Løgið at hugsa sær, at fyrst í 1900 – talinum búðu 10% av fólkatalinum í Føroyum í Havn, og nú í 2020 fleiri enn 40%. Fólk flyta har, tey fáa arbeiði og harvið betri umstøður. Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar, familja, sum vóru faðir, móðir og níggju børn. Hetta var sjómansskúlalærarin Johan Samuelsen og konan Sofía, sum bæði vóru úr Sumba.

Eftir at hava búð við Hoydalar og aðrastaðni í býnum, komu tey í 1957 á búgva við Landavegin í grannalagnum hjá okkum, og hetta vóru siðulig, fyrikomandi og rólig fólk. Maður, kona, tríggjar gentur/kvinnur og seks menn/dreingir, sum tú komst at kenna øll meira og minni. Nøkur orð um familjuna.

Frá vinstru Jona Joensen kona Einar Joensen, sum tók myndina. Síðani hjúnini Johan og Sofía Samuelsen. Gentan til høgru eitur Jonna bróðirdóttir Sofíu. (Myndaeigari Hjalti)

Johan (1905- 1976) og Sofía (1910-1972) vóru bæði úr Sumba, har sjey av børnunum vóru fødd. Hesi vóru Magnhild f. 1929, Ása f. 1931, Helga f. 1936, Heðin f. 1939, Bogi 1941, Regin f. 1943 og Hugin f. 1946. Hjalti f. 1947 og Bjarni f. 1950 eru føddir í Havn.

Johan var sjómaður, men fór á skúlabonk at læra til stýrimann. Komin til Havnar gjørdist hann lærari við Sjómansskúlan sum tímalærari, har bara var undirvíst partar av árinum. Tí mátti Johan eisini sigla sum stýrimaður við ymsum skipum. Sofía kona Johan vaskaði fyrst í Sjómansskúlanum, har skrivstovan hjá Mest heldur til, og tá nýggi Sjómansskúlin var liðugur í 1961/1962, kom hon at vaska har.

Sam og Anna Olsen átti húsini og trøðna, sum Johan Samuelsen og tey leigaðu Í 1946. Húsini standa framvegis har, og trøðna eiga Hilmar Kass og tey. (Mynd Vagnur)

Komin til Havnar í 1946 leigaðu Johan og tey hús og trøð frá Annu Sam, har tey høvdu neyt, gæs og okkurt lambið. Anna var kona Sam Olsen, sum andaðist í 1921, og var  rópt Anna Sam. Trøðna í dag eiga Hilmar Kass og tey, og húsini, sum upprunaliga vóru summarhús hjá Annu og Sam Olsen standa enn á trøðni. Eftir seks ár fluttu Samuelsens familjan oman til Havnar millum annað í Rættará, til tey í 1957 komu í hús við Landavegin, sum fyri okkum við Landavegin hava ávísa søgu. Eisini syrgiliga søgu.

Sum smádrongur minnist eg Tóra og Jensinu Michelsen og børnini búgva í húsunum. Tórur var beiggi el-menninar Einar og Eyðolf Michelsen, men í 1956 fluttu Tórur og Jensina við børnunum til Danmarkar, og árið eftir í 1957 flutti familjan úr Sumba í húsini, har har tey búðu, til tey í 1965 bygdu sær hús úti á Heygnum Mikla. Hùsini vóru kallað í Dávastovu, og tá mamma var ung við Landavegin búðu Jens í Dávastovu og konan Ella Súsanna í húsunum. Jens og Ella Súsanna áttu trettan børn, men lagnan gjørdist teimum hørð, tí fleiri av børnunum blivu sjúk av tuberklum, har tvey doyðu, og meg minnast at teir báðir Eyðolf og Hilmar lógu á Sanatorium í Hoydølum.

Í nærmastu húsunum til høgru búðu Johan Samuelsen og tey frá 1957 til 1965. Húsini er uttan iva frá 1904, tí hetta árstal var skriva á rút í húsunum, sigur Hjalti. Vit róptu húsini Ì Dávastovu, sum Jens í Dávastovu og konan Ella Súsanna lótu byggja. (Mynd Vagnur)

Tey elstu børnini hjá Johan og Sofíu vóru í 1957 farin úr reiðrinum, tá Johan og Sofía og tey fluttu við Landavegin. Meg minnist bara Regin, Hugin, Hjalta og Bjarna búgva har. Nógv kann nevnast um hesa fyrikomandi familjuna, og sjálvndi má nevnast B36. Heðin vann meistaraheitið við B36 í 1959 og søguliga meistaraheitið í 1962, sum var nummar fimm meistaraheiti í søgu felagsins. Í 1946, 1948, 1950, 1959 og so 1962. Men so skuldu ganga 35 ára long oyðumarkagongd, til B36 aftur vann meistaraheitið. Hetta var í 1997.

Áhugaverd mynd frá umleið 1920 av húsum við Landavegin. Húsini uttast til vinstru eru tey í Dávastovu, har Johan og tey búðu.

Hugin, sum fór í fjør, var fótbóltsúrmælingur og mong ár stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36. Spældi á landsliðnum, og hann var eisini formaður í felagnum árini 1974-1978, umframt, at hann evnaði til dystarbløð, tí hann arbeiddi hjá Einars Prent og Einars Offsett. Hjalti var eitt skifti kassameistari í B36 og spældi eisini fótbólt. Hjalta og Bjarna komst tú kenna serliga væl, tí Hjalti og eg arbeiddu í nógv ár sum lærarar í Eysturskúlanum, og Bjarni var okkara frálíki málverji í Neistanum.

Heðin við Restorffs á bringuni til arbeiðis á Restoffs Bryggjaríi. Minnist, at bæði Bjarni, Hjalti og Hugin eisini arbeiddu á bryggjarínum í frítíðini. (Myndaeigari: Hjalti)

Síggi fyri mær vinnmenninar Johan Samuelsen og Einar Joensen spáka í havnargøtum. Teir sóu mestsum allar filmar, sum kundu síggjast í býnum. Hjalti sigur mær, at teir fóru ofta í biograf sunnudag, og mangan sótu teir fyri vell og sóu tríggjar filmar klokkan sjey, níggju og mittnáttarfilmin.

Minnist serliga hending við Landavegin, tá grivið var út fyri húsunum hjá Páll Nolsøe hinumegin vegin hjá Johan og teimum. Eina skotið var so mikið hart, at nógv grót fór yvir um Landavegin, har stórur steinar brustu í húsini hjá Johan og teimum og grannahúsunum. Stórur steinur breyt DBS súkkluna hjá Hugini, og steinur fór gjøgnum køksvindeyga, har Sofía stóð við komfýrin. Tíbetur var Sofía ikki rakt. Eisini breyt stórur steinur skutara, sum stóð á trappusteini í grannahúsunum.

Nógv kann skrivast um tey níggju systkini. Bjarni arbeiddi sum lærari úti á Argjum, Hjalti var lærari í Eysturskúlanum, Hugin arbeiddi hjá Einars Prent, Einars Offsett og seinni hjá Skipafelagnum, Regin er húsasmiður og býr í Danmark, Bogi var stýrimaður og skipsførari og slgldi úti í heimi og arbeiddi seinni hjá Skipafelagnum.

Ja, so Heðin Samuelsen, sum eg kendi væl, byrjaði sum fjúrtan ára gamal byrjaði at arbeiða á Restoffrs bryggjaríi, har hann var í seks ár. Síðan at ganga í handilsskúla og gjørdist at enda skipsmeklari. Minnist hann arbeiða hjá Shell á Viðanesi og eitt skifti í Amerika. Systarnar kendi man sum so ikki, men Magnhild, sum er farin, var gift Richardi, sum sigldi hjá ØK. Ása og Pætur úr Nólsoy bygdu sær hús úti á Heygnum Mikla, og Helgu keypti man onkuntíð frá, tí hon hevði kiosk uppi í Gundadali saman við manninum Oddmari Hansen.

Kann leggja aftrat, teir gjørdu fyrsta teinin av Landavegnum 1836. Arbeiðið ein einsporaður vegur var væl úr hondum gjørdur uttan maskinur. Hetta var róptur uppdyrkingarvegur, tí nógvar traðir vóru um hetta mundið lagdar inn har á leiðini. Hetta var vegur til hestavognar og fólk at ganga á, tí tá vóru jú eingir bilar. Sum smádrongur í 1950-árunum minnist eg, at tað vóru bara tveir bilar við Landavegin frá ovast í Kinabrekkuni og oman til handilin hjá Poul Restorff. Wensil Hammer koyrdi verkstaðsbil, og reiðarin Óla Jákup Jensen átti Volvu bil.

Í grannahúsunum hjá Johan og teimum við Landavegin búðu Anskar og Kristina Nolsøe. Johan og Kristina vóru systkin. Húsini hjá Kristinu og teimum bygdi Christian í Dali róptur Loðsurin. Anskar og Kristina áttu seks børn John, Ester, Ingibjørg, Poul, Helga og Randi. í dag búgva Randi og Árant í húsunum. (Vagnur)

Eitt skifti arbeiddi Heðin í Amerika, sum myndin er frá. (Myndaeigari: Hjalti)

 

 

The post Úr myndasavninum – Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar appeared first on Hvannrók.

Hetta kanst tú ikki bjóða borgarum í framkomnum samfelag

$
0
0

Seinnu árini

Maksina hevur mest sum staðið í stað og brekka harða hellu, sum sjálvandi átti at verið sprongd. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini havi vit lisið og hoyrt um óljóð frá skipum, hvørs avleiðingar eru, at fólk ikki fáa náttarsvøvn, sum sjálvandi er fólkarættur. Men onnur óljóð órógva so mikið nógv og eru so tyngjandi, at fólk mugu rýma úr húsunum. Vanliga heldur borgarin seg aftur at mótmæla og grenja, tí slík arbeiði vara vanliga stutt tíðarskeið. Men í einstøkum førum er óljóðið so langt úti, at tað fer út um øll mørk. Talan er um brekka harða hellu millum hús. Her eitt dømi.

Í grannalagnum hjá okkum við Hoydalsvegin og Tinghúsvegin leggja teir fjarhita. Eftir Hoydalsvegnum gekk skjótt og væl, tí har var lítið og einki at brekka, tó nakað niðri við Sjónleikarhúsið. Har var borað og síðani sprongd nøkur skot, so var yvirstaðið.

Verri gongst uppi við MRCC støðina á horninum Jústgøta/Tinghúsvegur. Har hevur stór maskina brekka í nógvar vikur, og ikki gongst væl, tí hellan er so hørð. Okkara hús stendur á hørðu helluni, sum gongur suðureftir. Sjálvt við oyraproppum fært tú ikki hugsavna teg um nakað sum helst, tí sløgini fara upp gjøgnum beinini.

Nýggj hús eru bygd hinumegin garðin hjá okkum, og har royndu menn at brekka í grundøkinum, men illa gekst, tí hellan var so hørð. Boð vóru send eftir borivogni, sum boraði hol, og síðani vóru skotin sjey skot. Hetta tók tveir dagar. .

Havi spurt meg fyri, hví í Harrans navni teir ikki bora og spreingja, tá tað gongst so illa brekka. Fyritøkan, sum ger arbeiðið, fær so og so nógvar krónur fyri rúmmeturin brekkaða grótið, og hetta sigur mær, at fyritøkan fær stórt hall fyri arbeiðið.

Sagt verður, at skalt tú bora og spreingja, so trygginargjald av húsum í grannalagnum kostnaðarmikil. Myndir skulu eisini takast bæði uttan og innan í umtalaðu húsunum. Í míni verð er ikki talan um pening, men hvat tú kanst bjóða borgarunum í býnum. Teir brekka hvønn dag frá níggju á morgni til fýra fimm seinnapartin, og tú fært ikki at vita, nær arbeiðið er liðugt. Vit eru noydd at rýma úr húsunum, tí sløgini eru so mikið hørð, og nógmikið er ikki at stinga oyraproppar í oyrini. Sløgini fara upp í gjøgnum beinini.

Havi spurt meg fyri hjá Fjarhitafelagnum, men har verður bara sagt, at fyritøkan, sum ger arbeiðið, er lítil, hvør skal siga, kann hon ikki bora og spreingja helluna. Fjarhitarør skulu leggjast til nýggju løgreglustøðina.

Arbeiðið er illa umhugsað og tilrættalagt av Fjarhitafelagnum, tí tað búgva eldri fólk í grannalagnum, sum ikki eru til arbeiðis. Tey skulu í vikur pínast av hørðu sløgum sum fara gjøgnum merk og bein. Hetta kann mann ikki bjóða borgarunum í framkomnum býi í 2020. (Vagnur)

The post Hetta kanst tú ikki bjóða borgarum í framkomnum samfelag appeared first on Hvannrók.

Róðrarfelagið Knørrur fer at byggja stásiligt nútíðar neyst í Álakeri

$
0
0
Allan Mouritsen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri, og her stendur hann á grundøkinum í Álakeri, har nýggja neystið skal standa. Spennandi ætlan, og neystið kemur at hava góðan drátt oman á sjógv.. (Mynd Vagnur)

Tá tú herfyri sást Allan Mouritsen formann í Róðrarfelagnum Knørri siga, at felagið ætlar at byggja nýtt neyst í Álakeri, gjørdist tú forvitin. Kenni alla søguna um felagið, og Allan er fjórði formaður í róðrarfelagnum, tú samskiftir við um grein um róðarumstøður hjá  Róðrarfelagnum Knørri. Felagið hevur síðani á sumri 2010 húsast í friðaðum neysti ”Evensens pakkhús” við Müllers brúgv. Gott pláss til bátar, men eingir aðrir hentleikar sum skiftingarrúm, brúsur, vs-ir og venjingarrúm.

– Vit ynskja at savna alt virksemið hjá felagnum á einum stað, og nú bátahavn skal gerast í Álakeri, gerst eisini møguleiki hjá okkum at byggja nýtt neyst. Ætlanin er ung, og allar tekningar eru ikki lidnar, og fíggingin ikki enn komin á pláss. Neystið verður 630 fermetrar í tveimum hæddum og kanska eisini við lofti, sigur Allan.

Frálíkt pláss til bátarnar í Evensens pakkhúsi, men eingir aðrir hentleikar, kappróðrarfelag skal hava. (Mynd Vagnur)

Søgan um Róðrarfelagið Knørr er áhugaverd, og skulu vit aftur til árið 1978, tá nakrir postmenn fóru at tosa um, at stuttligt hevði verið at mannað kappróðrarbát. Sigurd Andreasen segði mær í grein, at 8-mannafarið Leirvíkingur stóð í neysti í Leirvík og hevði ongan góðan. Teir lándu bátin til Havnar og róðu fyrstu ferð við bátinum í 1979.

Leirvíkingur var gulur, og so at mála bátin bláan og at mála kenda postmerkið við horninum av júst yvirtikna Postverkinum á bátin. Slíkt er ikki loyvt longur. Í 1980 vann Postbáturin á ólavsøku, og teir róðu seinastu ferð við Postbátinum í 1982. Báturin stóð í nøkur ár, men so kom báturin at eita Knørrur, og Róðrarfelagið Knørrur var stovnað 28. februar 1985. Leirvíksingur/ Postbáturin/Knørrur er til enn og stendur í bygningi í Rituvík.

Fyrstu árini helt Róðrarfelagið Knørrur í friðaðum neysti við “Lágikai”, har bara pláss eru fyri tveimum bátum. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur kom at halda til í eisini friðaðum neysti við ”Láikai” við Rættará. Har var pláss fyri tveimum bátum. Fyrst 8-mannafarið Knørrur, men so smíðaði Hanus Jensen bátasmiður úr Skúvoy felagnum 6-mannfarið Jarnbard. Síðani vaks bátatalið við fyrst Jallinum og øðrum bátum, so felagið eigur nú tíggju kappróðrarbátar.

Felagið hevur í nógv ár hildið til í friðaðum bygningi við Müllers brúgv, og tey hava roynt í fleiri umførum at sleppa at savna alt virksemið í bygninginum, men landið eigur bygningin, sum er friðaður. Nú eru tey í Róðrarfelagnum Knørri komin har til, at her skal brótast upp úr nýggjum og ikki bíða eftir friðaða bygninginum. Og formaðurin Allan Mouritsen sigur:

Tey í róðrarfelagnum trívast væl á Müllers brúgv, men landið eigur friðaða pakkhúsið. Tá nýggj bátahavn verður gjørd í Álakeri, fær Róðrarfelagið Knørru gott grundøkið til neyst. Nú ætla tey at bróta upp um armar og byggja nýtt neyst, sigur Allan.  (Mynd Vagnur)

– Ja, nú herja vit á at fáa felagnum nútíðar kappróðrarneyst í Álakeri. Vit hava brúk fyri 630 fermetrum at byggja á, og vit eru í samráðingum við Tórshavnar kommunu um økið. Ætlanin er so mikið nýggj, at tekningarnar eru ikki enn lidnar, og hvat neystið fer at kosta.

– Vit ynskja at savna alt virksemið á sama stað, tí vit havi jú ikki havt brúsur, vs og hava vant innandura í Tollbúðini á Eystur bryggju. Bátur stendur eisini neystinum við “Lágikai”, so vit mangla rætt og slætt pláss til alt virksemið hjá felagnum, sigur Allan at enda.

Spennandi at fylgja gongdini í Álakeri, nú arbeiðið er byrjað at byggja bátahavnina. Eisini spennandi at fylgja, hvussu fer at gangast Róðrarfelagnum Knørri at byggja nýtt neyst. Felagið hevur fingið góð úrslit seinnu árini, sjálvt um umstøðurnar ikki hava verið nøktandi. Á ólavsøku vann tildømis bæði 10-mannafarið Ormurin, 8-mannafarið Knørrur og 6-mannafarið (Vagnur)

The post Róðrarfelagið Knørrur fer at byggja stásiligt nútíðar neyst í Álakeri appeared first on Hvannrók.

Sørvágs Róðrarfelag meldar seg inn aftur í føroysku róðrarfamiljuna

$
0
0
Neystið er frá 1970-árunum. Pláss til fýra bátum, frálíkur dráttur og tvær rúmligar hæddir. (Mynd Vagnur)

Seinstu viku í dýrdarveðri gekk leiðin til Sørvágs eftir nakað av laksi. Vit koyrdu báðar vegir eftir oyggj, og komin í Vágarnar reikaðu tankarnar um kappróðurin í oynni. Nógv avbera góð róðrarminni og nógv fyrikomandi róðrarfólk. Ja, Sørvágur, hesin vakri fjørður og ikki minst sandur, sum skiftir skap alt eftir um tað er flóð ella fjøra.

Tá tú stóðst og eygleiddi stóra neystið hjá Sørvágs Róðrarfelag, kom tær til hugs grein, tú við sorgblídni skrivaði í 2013 við yvirskriftina: Sørvágs Róðrarfelag eigur stórt neyst men ongar rógvarar. Nú sjey ár seinni er lagið betri í Sørvági, og djúpu róðrarkenslurnar í bygdini eru vaknaðar úr dvala, tí felagið hevur í summar havt besta róðrarár í nógv, nógv ár. Forkvinnan í felagnum eitur Anja Magnussen, og hon sigur.

Anja Magnussen er forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag.

– Vit eru heilt væl nøgd við gongdina í felagnum, og tað sýnist, sum djúpa róðrarrøturnar í bygdini stinga djúpt, tí vit merkja stóran áhuga millum manna, og vit síggja eisini, hvussu fólk fylgja bátum, tá manningar venja á fjørðinum.

–  Í løtuni venja millum tjúgu og tretivu ungdómar inniróður í neystinum, og í summar hava róð um hálvthundrað ungdómar í felagnum. Fimm manningar róðu í summar við 5-mannaførunum Dúgvuni og Súluni. Dúgvan er nýggj, sum Terji Reinert Jacobsen smíðaði, og so er tað Súlan, sum kom úr Havnar Róðrarfelag, og sum Sámal Hansen smíðaði.

– Sjálvandi eru vit fegin um, at dreingirnir umborð á Dúgvuni barnaróður í summar vunnu meistaraheitið, og genturnar umborð á Dúgvuni barnaróður gjørdust nummar fýra í FM-kappingini. Síðani róðu eisini tvær aðrar ungar barnamanningar við Súluni, har dreingirnir róðu allar róðrarnar, meðan genturnar nakrar róðrar. Súlan við dreingjum róðu eisini nakrar FM-róðrar, sigur Anja.

Meðan tú stendur við neystið í Sørvági henda vaknara heystardag, kemur eisini til hugs, hvussu striltið hevur gingist at hildið lív í kappróðrinum í bygdini. Minnist 5-mannafarið Dúgvuna á sinni veruliga bjóða av á hvørjari stevnu og 6- mannafarinum Norðístovu Dánjal var eisini. Í 1978 róðu báðir bátarnir, og í 1985 rør Dúgvan bæði við kvinnum og dreingjum, og í 1990 rør Dúgvan við kvinnum. Tú minnist eisini aftur í 1970 – árini, tá vit sóu 8-mannafarið Sørving í flotanum.  Men aftur til Anju Magnussen.

Nógvur ungdómur róðu í summar við bátunum hjá Sørvágs Róðrarfelag.

Skeivt at strika róðrarøki, sigur Anja

– Sjálvt um í tíðarskeiðum hevur gingist minni væl at manna bátar í bygdini, so hava nógvir sørvingar við róð við bátum í Sandavági og Miðvági, og okkara vón er, at sørvingar allir rógva í Sørvágs Róðararfelag. Tá tú spyrt um neystið, so hevur tað sína søgu. Tað var Karen Bo kona Dánjal Niclassen abbabeiggi Jørgin Niclasen, sum gav Sørvágs Róðrarfelag neystið, eftir at Dánjal var farin. Nógva sjálvbodna arbeiðið rakk á mál, so vit fingu frálíkt neyst. Pláss til fýra bátar og síðani tvær rúmligar hæddir, har rógvimaskinur og onnur venjingaramboð eru til at taka.

Her síggja vit bæði Dúgvuna og Súlana eftir barnaróður, sum Dúgvan vann.

– Alt stendur og fellur við eldsálum, og tað vóru tvær sjeytjan ára gamlar gentur í bygdini, sum fingu gongd í aftur ungdómsrógvingina. Tú spyrt, hvat eg haldi um kjakið um at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki? – Tað haldi eg litið um, tí vit hava mangan fingið skotið í skógvarnar, hví Sørvágur skal hýsa FM-róðrar, tá einki róðrarlív var í bygdini-

Barnaróður gentur á ólavsøku í fjør. Ingibjørg vann róðurin og Firvaldur nummar tvey, meðan genturnar umborð á Dúgvuni gjørdust nummar trý og fingu heiðursmerki um hálsin. (Mynd Vagnur)

– Dáragerð at strika róðrarøki, tí øll økini hava sína søgu, og øll róðrarøkini hava merkt sviðan av ringum veðrið vantandi eldsálum, sum slóða fyri. Veðrið er jú partur í føroyskum kappróðri, og vit mugu øll halda lív í kappróðrinum heldur enn seta fótonglar og fráskriva summum feløgum at hýsa FM-róðrum, sigur Anja at enda.

Gleðiligt at hoyra, at lív er komið aftur í kappróðurin í Sørvági og eisini frøist tú um, at tey eisini merkja róman, at teirra bátar standa seg væl í kappingini. Kann til stuttleika nevna ein borgarstjóra í Sørvági siga fyri nú nøkrum árum síðani, tá SÍ kvinnur og menn í bestu flogbóltsdeildini høvdu vunnið meistaraheitið. “Flogbólturin setir Sørvág á føroyakortið”, segði borgarstjórin. Kanska fær kappróðurin í bygdini einaferð henda heiður frá borgarstjóraum. Myndirnar tvær tók eg sjálvur, Anja eigur tríggjar myndir og Signar Højgaard tók tað einu myndina. (Vagnur)

Hugtakandi at síggja, at eisini rógvarar úr Sørvági kunna lyfta Dúgvuna upp um høvd eftir FM-sigur. Róðrarminni fyri lívið fyri ungu knassarnar.

The post Sørvágs Róðrarfelag meldar seg inn aftur í føroysku róðrarfamiljuna appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum  – Hugleiðingar um Havnará úr Gundadali oman á Kongabrúnna

$
0
0
Kenni øll andlitini men bara nøkur nøvn. Frá vinstru Leon Andreassen (1945-2001), Dánjal Niclas Niclasen (1929-2010), nummar fimm Luddi Dam Jacobsen (1938-1986) og næst uttast Hans Petur Brekkstein (1926-2009) Teir leggja betongdekk á Havnará. Myndin frá umleið 1960, og onkur kann siga okkum, hvørjir hini menninir eru.

Tá tú fekst forvitisligu myndina sendandi frá Annfinni Brekkstein, reikaðu tankarnar um persónarnar á myndini og ikki minst, tá partar av Havnará vóru fjaldar við betongi. Á myndini eru kend andlit millum annað Hans Petur Brekkstein pápi Annfinn, sum tú kendi væl. Menninir eru í holt við at fjala Havnará við betongi allar helst frá leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið. Myndin frá um leið 1960.. Trupulleikan eru nú við slíkum eldri myndum, at eingin er at spyrja, tí menninir eru farnir. Kenni øll andlitini men ikki øll nøvnini, men tað kann onkur siga okkum.

Havnará framvið fótbóltsvøllin. Archibald Andreasen stóð fyri arbeiðinum at leggja betongdekk á ánna. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Tá tú vart smádrongur, kundi tú fylgja Havnará og lív í ánni frá Gundadali gjøgnum Plantasjuna fram við Sjónleikarhúsið og mest sum allan vegin oman á Vaglið. So hvørt sum stór hús vóru bygd, var lagt betong yvir ánna millum annað, tá Ebeneser var bygt. Minnist Havnará renna niðri á Vaglinum, og bátur lá í ánni á ólavsøku.

Minnist ikki Havnará á hesum strekkinum. Síggi at dekkið var lagt yvir ánna í 1952. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Fara vit niðan aftur í Gundadal, so vóru tað Archibald Andreasen og syninir Johan og Ferdinand og teir, sum fyrst í 1970 – árunum løgdu betongdekk yvir Havnará frá uttandura svimjihøllini fram við niðaravølli og oman til bilhúsið hjá Óla Arge. Síðan fara vit oman til Bambus og Sjónleikarhúsið. Ætlanin var at byggja stóran bygning aftrat Sjónleikarhúsinum. Fundamentið var stoypt og betongdekk yvir Havnará oman um Sjónleikarhúsið. Havnará framvegis rann tá omanímóti Bøkjarabrekku og eisini framvið gamla Telefonhúsinum nú Tinghúsinum.

Í 1952 var betondekk lagt á Havnará frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Júst har genturnar ganga á gongubreytini løgdu menn Havnará í tunnil, so tá skitna áin rann út á sjógv Yviri við Strond. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Minnist, tá teir í 1960 – árunum løgdu betongdekk á Havnará niðri á Vaglinum, men tá var betongdekk longu lagt frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Hetta arbeiðið var liðugt í 1952. Í sambandið býráðsvalið komandi ætla valevni at lata upp aftur Havnará, men hetta gerst ikki veruleiki.

Um so var, so má reinsiverk gerast uppi við Sjónleikahúsið, tí Havnará er ikki rein hvørki inni í Plantasjuni ella longur niðan. Gangi fram við ánni mest sum hvønn dag, og serliga seinastu tvey árini hevur áin verið skitin av hvítum betongvatni og stoypisandur sæst fram við áarbakkan. Nógvar áhugaverdar eldri myndir eru av Havnará, og mong eru fólkini sum droyma seg aftur í barnaárini, men at lata upp aftur Havnará gerst ikki veruleiki.

Nevndi omanfyri Hans Petur Brekkstein á Velbastað, sum er á myndini ovast. Sum unglingi vart tú nøkur summar á Velbastað og hjálpti Hans Peturi og teimum at hoyggja og at koyra við hestavogni gras í súrhoyggjabrunn.. Lándi onkuntíð hestin hjá Hans Peturi við til Havnar, men at ríða gavst man við, tí hondbóltsspælið gjørdist mítt alt og eitt. Ludda minnast vit spæla við tónleikarbólkinum Tey á Kamarinum, og Leon Andreassen av Velbastað kendist tú við, og sum gav í 2008 út forvitnisligu bókini Fólk og hús á Velbastað.(Vagnur)

The post Úr myndasavninum  – Hugleiðingar um Havnará úr Gundadali oman á Kongabrúnna appeared first on Hvannrók.

Grót – boomerangin – sum endaði aftur á Vaglinum

$
0
0
Hví skuldi Tórshavnar kommuna soleiðis uttan vit og skil oyðileggi vakra náttúruøkið á Sundi. 

Seinast í 1980 – árunum skrivaði tú fyrstu greinina um Sund, tá Tórshavnar kommuna smoygdi óbrúkuliga havn á Sundi niður yvir høvdið á bóndahjúnunum, kalbaksfólki og okkum øðrum borgarum. Kalbaksfólk ávaraðu og onnur søgdu beinanvegin, at útgrunt var eystureftir, og var ikki grótkast lagt út frá sjóvarmálanum, so kundi nýggja havnin ikki brúkast. Men eingin á Vaglinum lurtaði, og vit, sum funnust at, fingu rætt um illa frágingnu og óbrúkiligu havnina. Nú er grótið frá undirsjóvartunlunum komin á breddan í  kommunuvalinum komandi í Tórshavnar kommunu. Tí nakrar viðmerkingar.

Havnini á Sundi kundi ongantíð nýtast, og hví skal asfaltverk og byggiídnaður liggja við sjóvarmálan. Hissini larmandi russari er at síggja við bryggjuna. Syrgiligt at síggja slíkt politiskt makkverk á Sundi. Grótið kundi Runavíkar kommuna fingið, men nú skulu 60 000 lastbilar koyra grót úr Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtu til Runavíkar. Skilaloysi. (Mynd Vagnur)

Málið um grótið frá Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum er størsta skandalumálið hjá núverandi samgongu á Vaglinum. Heilt illa frágingið politiskt handverk, sum uttan iva endar við, at 60 000 lastbilar við gróti fyrst í næsta ár skulu koyra grót frá Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtur og til Runavíkar. Vakurt náttúruøki á Sundi oyðilagt uttan mál og mið. Alt hetta kundu vit verið spard fyri, um tey á Vaglinum dugdu at telva, hugsa rætt, vóru framsíggin og lærdu seg at lurta eftir borgaranum, sum eisini dugir at hugsa.

Borgarstjórin á Vaglinum átti longu fyrst valskeiðinum at lurtað eftir kalbaksfólki og okkum øðrum um grótið frá Eysturoyartunlinum, tí borgarstjórin hevði møguleikan at telva øðvísi. 27. apríl 2017 skrivaði borgarstjórin undir sáttmálan við tunnilfelagið at koyra grótið á vakra økið á Sundi og oyðileggja sjóvarmálan. Borgarstjórin segði tá, at hon ikki vera vitandi um, at bæði Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og ein bóndi høvdu áhuga í grótinum, men tað vistu vit onnur. Men tey Vaglinum lurtaðu ikki.

Sjálvandi ynskir tunnilsfelagið at koyra grót so stutt sum tilber frá tunlinum, men Tórshavnar kommuna kundi ikki finna út av, hvussu grótið kundi herbergast, tí endaði tað í haganum. Nú skulu 60 000 lastbilar koyra grót gjøgnum havnargøtu inn í Eysturoynna. Hetta er púra vilt. (Mynd Vagnur)

Røddir vóru tá frammi, at grótið kundi fara í nýggju havnina við Skansan, men tá segði varaborgarstjórin á Vaglinum, at grótið ikki kundi brúkast í nýggja havnarlagnum, og at kommunan kundi roknað við endurgjaldskravi. Vit onnur vístu, at har var einki endurgjaldkrav at koma eftir, tí sáttmálin við tunnilsfelagið var jú ikki undirskrivaður, so hetta var ikki rætt.

Dittaði mær tá at ringja til leiðara hjá J&K at spyrja, um grót frá Eysturoyartunlinum kundi brúkast í nýggja havnarlagnum. Sjálvandi kundi tað, nokk ikki alt til sjálvan brimgarðin, har steinarnir skulu vera serliga stórir og tungir men til vanliga planeringsarbeiðið á havnarlagnum, og har skuldi nógv brúkast. Ja, og hví kann grótið frá Eysturoyartunlinum ikki brúkast til havnarlagið í Havn, tá grót úr Sandoyartunlinum kann brúkast til havnarlag á Sundi? Kundi tú so spurt.

Grót av Glyvursnesi ávegis í nýggju havnarlagið í Havn. Grótið frá Eysturoyartunlinum kundi ikki brúkast til havnarlagið í Havn, tí tað var ov smátt. Men hvat við hesum grótinum? (Mynd Regin Joensen)

Sund er syrgilig søga og skandala, sum byrjaði longu í 1980-árunum, tí Tórshavnar kommuna yngsti meira bryggjukant, tí ov trongt var í Havn. Men bryggjan var frá degi eitt ónýtulig, og tretivu ár seinni sæst bara hissini russari liggur við bryggju og órógva kalbaksfólk. Á økinum er asfaltvirki, sum kundi ligið í onkrum grótbroti og byggifyritøka hevur leigað part av økinum. Men upprunaliga ætlanin við nýtuligum bryggjukanti at lætta um farmaflutningin til Havnar gørdist ongantíð veruleiki.

Ikki er vakurt at síggja oman á bryggjuøkið á Signabø. Henda dagin lå illalarmandi russari við bryggju. Hví skuldi hetta grótið blakast á sjógv uttan mál og mið, har ikki var hugsað um vakra Kollafjørð. Órudduligt og illa frágingið havnarlag. (Mynd Vagnur)

Ja, so grótið frá Sandoyartunlinum, har einki spurdist burturúr fundum millum fólk á Velbastað og Kirkjubø. Landið og kommunurnar hava yngst tunlarnar, og so mugu politikarar syrgja fyri at herberga grótinum á skinsaman hátt í samráð við tunnilsfelagið. Men politiska handalagið hevur so dyggiliga snávað.

Var rætt atborið, so var vakra økið á Sundið ikki oyðilagt enn meira, og vit nú sluppu undan, at 60 000 stórar skitnir lastbilar skulu koyra gjøgnum havnargøtur til ampa bæði fyri ferðslu og fólk. Grót – boomerangin – endaði aftur á Vaglinum, má sigast. (Vagnur)

The post Grót – boomerangin – sum endaði aftur á Vaglinum appeared first on Hvannrók.

Æðuflokkur til kappróður á Havnarvág á ólavsøku í 2014

$
0
0
Áskoðararnir á “Ískaiini” sýntist fegnir at síggja vakra æðuflokkin fara fram við bryggjuni. (Mynd Vagnur)

Júst, sum skotið var fyri 8-mannaførunum undir Argjalandi á ólavsøku í 2014, kom ein vakur æðuflokkur úr Vágsbotni framvið “Ískaini” og helt leiðina inn í Álaker. Æðuflokkurin órógvaði ikki kappróðurin, tí æðurnar svumu nær landi. Mikkjal av Ryggi skrivar millum annað í Fuglabókini um æðuna, at æðan er einasti fuglur av antarsløgunum, sum nógv er til av í Føroyum.

Steggin er nevndur æðublikur, stundum bara blikur. Allar ársins tíð síggja vit æðurnar liggja í størri ellla minni flokkum fram við strondini, stundum upp á sjóvarklettinum, men mest á floti. Gongulagið er tungt, og flogið – ja, oftast flúgva tær lágt, at føturnar klamsa eftir vatnskorpuni. Tær munnu helst gera tað, tí tá nýta tær føturnar til at geva sær meira ferð.

Æðublikurin
Æðublikurin

Men so mikið kringari eru tær  á sjónum, svimja skjótt og danda lættliga á alduryggjunum, kava gjøgnum brotini og kunnu taka sær æti frá botni á tretivu favna dýpi. Tá dámar teimum best at vinna sær føði á grynri vatni, helst minni enn fimm favna. Føði teirra  er mest taralýs, smákrabbar, kræklingar og aðrir lítlir skelfiskar.

Um várið fara æðurnar at hugsa sær um reiður. Best dámar teimum fram við sjóvarstrondini, bara tær har kunnu fáa frið. Ikki so fáar fara langt inn í hagan, ja, summar høgt upp ímillum fjøl. Reiðrið er klætt við mosa ella deyðagrasi. Eggini eru fýra stundum fimm. Mjúkt og lýtt liggja tær. Æðan roytir dún av sær sjálvari at hava uttan um eggini, og tá ið hon flýgur av, breiðir hon dún afturyvir eggini, so tey ikki skulu kólna. Æða er sjaldsama spakur fuglur.

Ungarnir steðga so at siga einki í reiðrinum. Teir eru fermir til fóts, og sjálvt teir, sum eru uppi millum fjalla, hava ikki langa tíð um at vinna oman til sjóvarmálan. (Vagnur)

The post Æðuflokkur til kappróður á Havnarvág á ólavsøku í 2014 appeared first on Hvannrók.


Vit gleddu okkum altíð til fiskikappingina “Hvør fjøl á flot”.

$
0
0
Pápi min Helge Michelsen, sytkinabarnið Christian Cristiansen og eg koma at landi. Vit avgreidd fyrst, og so fingu pannukøku og drekkamunn. Egil Restoff frá Lions tekur ímóti.

Ì 1970-árunum fór Lions undir at skipa fyri fiskikappingum í Havn. Heilt nógvur bátar vóru við fyrstu árini, og eg minnist væl fyrstu fiskikappingina, har fiskurin varð avreiddur á Vestaru bryggju, har hann var seldur á uppisølu. Ein, tveir, tríggir og einstøkum fýra mans vóru í hvørjum báti. Silvurtoskin fekk báturin, sum í miðal fiskaði mest pr. mann. Í 1974 keypti eg 8-mannafar frá Alberti Simonsen á Válinum. Og sjálvandi meldaðu vit okkum til fiskikappingina, sum var áhugaverd og spennandi.

Eg eigi trý steyp frá fiskikappingunum. Ì 1976 fekk okkara bátur “Rannvá” steyp fyri mestu veiðu, men vit gjørdust ikki fiskikongar, tí aðrir bátar høvdu meira nøgd pr. mann. Haldi, at vit gjørdust nummar seks hetta árið. Men so eri eg fegin um steyp, sum eg fekk í 1986, tá eg einsamallur gjørdist nummar tvey í okkara tá nýggja bátin “Heidi”. Bjarni Skaalum av Argjum vann silvurtoskin. Nøkur nøvn minnist eg, sum vunnu silvurtoskin. Òli Olsen og Erik Hansen av Argjum vunnu meira enn einaferð silvurtoskin, og tað gjørdi Jógvan á Argjaboða eisini meira enn einaferð. Karl og Hans hjá Talis vunnu eisin eina árið.

Steypini minna meg á áhugaverdar og stuttligar fiskikappingar í 1970- og 1980-árunum. (Mynd Vagnur)

Í 1974, sama árið eg fór á Føroyr læraraskúla, segði eg pápa mínum, at eg ætlaði eg keypa 8-mannafar úr Vestmanna. – Tú ert ørur í høvdinum at brúka pening til bát, nú tú skalt á læraraskúla, segði pápi. Eg keypti tó bátin, og svigarpápin Hanus Jensen og eg sigldu bátin til Havnar. Ikki veit eg, pápi mín gjørdist so fegin um bátin, at hann ein dagin spurdi meg, um hann kundi keypa helvtina av bátinum. Svarið var sjálvandi ja. Eg hevði forvunnið fitt av peningini sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, har vit eisini arbeiddu nógv yvir.

Eg kann kann framvegis iðra meg um, at eg ikki vann silvurtoskin í 1986, tí møguleikin har. Tveir dagar fyri fiskikappingina hevði funnið nakrar sildatoskar eysturi úr Hvítanesi og hevði avreidd 300 pund í Nólsoy eina dagin. Har var sandbotnur, grunt og ikki meira enn einar tólv/fjúrtan favnar. Skuldu eg fáa henda toskin, mátti báturin liggja fyri íla, og toskurin tók bara goggu. Ikki vóru góð útróðrarlíkindi henda dagin, og bara 25 bátar meldaðu seg til fiskikappingina. Hetta var nógv minni enn vanligt. Líkindini vóru so mikið ivasom henda leygardagin, at eingin tímdi við mær á flot.

Steypini minna meg á áhugaverdar og stuttligar fiskikappingar í 1970- og 1980-árunum. (Mynd Vagnur)

Klokkan átta fór eg úr Vágsbotni og helt leiðina niðan á Hvítanes. Kastaði ílan, men nógv stóð á ílanum, tí nógvur vindur var. Klokkan tíggju fekk eg fyrsta torskin, og ikki meira enn góður hálvurannar tími gekk, so var fiskakassin fullur av stórum toski. Men so hendi júst tað, sum ikki mátti henda. Tá eg skuldi gogga í ein tosk og fáa hann innum, langaði eg hondina í lúnningina, so eg misti goggaran úr hondini og fyri borð. Goggaran hevði Poul í Skorini, abbi Heina í Skorini og teir gjørt mær. Goggarin sakk ikki, men fleyt nakað frá bátinum. Løtu seinni var goggarin so nær bátinum, at snaraði eg bátinum eitt sindur, so rakk eg goggaran, sum eg vildi hava aftur. Men vandi var, at ílin slitnaði, tí nógv stóð á bátinum í nógva vindum. Og tað var júst tað sum hendi.

Ikki hevði eg annað nóg stórt og tungt varp, tí mátti eg fara av økinum og suður í fjørðin. Fekk nakrar smáfiskar aftrat, men klokkan eitt var eg longu aftur at landi og avreiddi út við 100 kilo til Lions. Allan dagin og seinni iðraði eg meg um, at ílin slitnaði, tí kundi eg bara fiska ein tíma aftrat, fekk eg silvurtoskin. Stóri sildatoskurin munaði so nógv í kassanum, at skjótt var at fylla kassan ella báðar tveir. Hugsi mangan um hetta, hvørja ferð koyri fram við Hvítanesi. Silvurtoskin fekk eg ikki í 1986, men goggaran havi eg framvegis. (Vagnur)

 

The post Vit gleddu okkum altíð til fiskikappingina “Hvør fjøl á flot”. appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Stórhending hvørja ferð Tjaldur fór av Havnini

$
0
0
Neistakvinnur fara út um Molan í 1950 á veg til Norra. Nógv fólk veittra teimum farvæl. (Mynd Elsa Horn)

Okkara samfelag er nógv broytt, síðan neistakvinnur í 1950 fóru við Tjaldrinum til Norra at spæla hondbólt. Neistakvinnur vóru settar av við “Steinin” í Norra, har leiðin gekk til Harstad at spæla hondbólt, og Tjaldur sigldi víðari til Keypmannahavnar. Um hesa ferð hava eg skrivað áður. Áhugavert er tó at síggja myndina av Molanum frá 1950, tí eystara bryggja er stutt um hetta mundið.

Longu seinast í 1800 talinum tosaðu havnarfólk um gera brimgarð, so skip kundu liggja trygg á Havnarvág. Havnin lá tá víðopin fyri havalduni, og tað var bara um summarið, at skip og bátar kundu liggja fyri akkeri á Havnarvág. Stór skip kundu ikki leggja at nakrastaðni, og ferðafólk og tilfar varð ført í land við smærri bátum. Tá ið sluppurnar vórðu lagdar um heystið, varð farið inn á Skálafjørðin at ankra. Á Havnarvág var ikki liggjandi.

Tað var ikki fyrr enn 18. februar 1922 at fyrsti sáttmáli varð undirskrivaður at gera fyrsta teinin av eystara brimgarði, og tað skuldu ganga nógv ár til eystara bryggjan var gjørt og harvið fyrsti teinurin av brimgarðinum. Tá var eingin stoypt bryggja ella “ískai” vestanfyri. Og serliga frá árunum 1955 til 1975 var Molin longdir fleiri ferðir og nógvir bryggikantar stoyptir. Minnist, tá ið stóru betongkisturnar fóru á sjógv, settar á pláss og síðani fyltar við gróti.

Sum smádrongur í Havn í 50 árunum minnist eg, tá ið brimið kom sunnaneftir og av landssynningi, og aldurnar skolaðu heilt niðan til Meiarííð nú Tjóðpallin. Havnin lá jú opin fyri havalduni. Um 1930 var arbeiðið liðugt at gera fyrsta teinin av brimgarðinum og part av eysturu bryggju. Nú kundu nøkur skip liggja trygg innanfyri Molan, men nógvar útbyggingar máttu fremjast aftrat, áðrenn vit fingu so trygga Havn, sum vit hava í dag. Molin eystan fyri varð longdur fleiri ferðir, vestara bryggja og Ískaiin, sum vit rópa hana, vórðu gjørdar, bryggja varð gjørd við Skipasmiðjuna. Og fyri ikki so nógvum árum síðani, varð stórt grótkast lagt uttanfyri vestaru bryggju og innanfyri Skansaboða. Alt grótið var sprongt á Glyvursnesi og siglt til Havnar. Hetta er hugaligt at minnast afturá.

Sum vit síggja á myndini, eru nógv fólk á bryggjuni og siga farvæl, tá ið Tjaldur stevnir út um Molan. Tey ungu skilja ikki hetta, tí nú fert tú úr Havn vestur í Vágar, og fáar tímar seinni situr tú í heitari stovu í Keypmannahavn. Í 50 árunum og 60 árunum sigli ferðamannaskip til Keypmannahavnar fjúrtanda hvønn dag. Nógv fólk vóru á bryggjuni, tá ið Tjaldur kom, og nógv fólk vóru á bryggjuni, tá ið Tjaldur fór úr Føroyum. Men alt hetta er søga, men myndin vekir minni um farna tíð. Gamaní, vit hava Norrønu, men stóra ferðamannaskipið kann ikki sammetast við smáu skipini fyri hálvthundrað árum síðani. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Stórhending hvørja ferð Tjaldur fór av Havnini appeared first on Hvannrók.

Hugleiðingar um fjónað, vátt og einsamalt 10-mannafar frá 1971

$
0
0
Vakri Havnarbáturin frá 1971. Sjálvandi skal báturin varðveitast. (Mynd Vagnur)

Í illfýsna veðrinum í Álakeri hósdagin sást tú fjónað og vátt 10-mannafar standa við bingju. Kendi beinanvegin Havnarbátin frá 1971, sum Niclas í Koltri smíðaði, og sum tú hevur so nógv góð minni um. Nú sýnist, sum felagið ikki megnar at herberga søguliga 10-mannafarinum, tí pláss er ikki fyri øllum bátunum. Í neystinum er pláss fyri seks bátum, og har standa Havnarbáturin, Ørvur og 5-mannaførini Sílið, Drekin, Títlingur og Ingibjørg.

Í gamla neystinum – Hornaneystinum – standa 6-mannafarið Gongurólvur og ein Havnarbáturin frá 1998, sum eldri rógvarar rógva við. Fyrst í næsta ár fær felagið nýtt 6-mannafar, sum fær navnið Víkingur, so nú vantar bátapláss.

Niclas í Koltri kendi tú heilt væl. Var mangan á gátt hjá honum úti á Heygnum Mikla.

Kom av tilvild at stima við Havnarbátinum í 1996, sum á ólavsøku vann FM-heitið. Vit vunnu eisini 2001 og 2004 meistaraheitið og aðrar róðrar, sum gjørdust upplivingar fyri lívið.

Fyri fimtan árum síðani fór Havnar Róðrarfelag eins og onnur kappróðrarfeløg kring landið at skifta út kappróðrarbátarnar, sum Niclas í Koltri smíðaði. Bátarnir hjá Niclas vóru ov tungir í mun til bátarnar, sum bátasmiðurin Sámal Hansen smíðar.

Fólk í Havnar Róðrarfelag høvdu tá innilig ynski, at 5-mannafar, 6-mannafar, 8-mannafar og 10-mannafar, sum Niclas smíðaði, skuldu varðveitast, men hetta var torført, tí hvar fanst tú pláss til bátarnar.

Havnarbáturin frá 1971 róði fyrstu ferð á jóansøku hetta árið. Samanhald hevur fylgt teimum, ið róðu við bátinum gullárini í 1970-árunum. Havnarbáturin vann FM-heitið 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978 og 1979. Báturin vann eisini róðrar seinni, og seinastu ferð hesin Havnarbátur vann FM-heitið var í 1996. Nevnast kann eisini, at Havnarbáturin vann allar ólavsøkuróðrarnar frá 1971 til og við 1978. Rógvarar frá gullárunum halda framvegis saman og hava ansað væl eftir Havnarbátinum frá 1971, men hesir menn eldast eisini, og tað sýnist, sum áhugin fyri bátinum er minkaður.

Nú stundar til býráðsval í Havn, og tú hevur mangan funnist at, at illa gongst at varðveita ymist gamalt í býnum. Birgar Johannessen royndi sítt við áhugaverdum savni, og Finnur Johansen, sáli, royndi at fá í lag býarsavn, men striltið gekst hjá báðum eldsálunum.

Kringvarpið gjørdi í 2014 sending um Havnarbátin frá 1971, og tá tókst myndina av monnum, sum róði við bátinum gullárini. Róðursmaðurin Heðin Mortensen, á lærinum bakborð Karl Olivar Bærentsen og stýriborð Klæmint Ludvig, síðani Jóhannis Hellisdal og Øssur Simonsen, Hans David Hansen og Børge B. Hansen, Lutherus Hansen og Høgni Egholm, Hans Petur Joensen og Hannis Joensen. (Mynd Vagnur)

Tað sýnist fyri mær, sum fólk, sum ikki eru uppvaksin í Havn og sita við maktini, ikki hava sama áhuga fyri gomlu Havnini sum vit onnur, sum eru uppvaksin har á leiðini. Og tað er mær óskiljandi, at Havnarbáturin frá 1971 ikki kann standa onkrastaðni í Bacalaobygninginum, til býurin einaferð fær stórt býarsavn. Í Sumba hava tey tildømis varðveitt Sunnbingin, sum vann nógv í 1962, og í Miðvági stendur Miðvingur frá 1958, sum var fyrsti kappróðrarbátur, Niclas í Koltri smiðaði. (Vagnur)

Pláss eru fyri tveimum bátunum í gamla neystinum – Hornaneystinum. Har standa Gongurólvur og Tórsbáturin, sum er eldri Havnarbátur. Tá nýggja 6-mannafariði Víkingur kemur fyrst í næsta ár, so hevur báturin einki pláss. (Mynd Vagnur)

The post Hugleiðingar um fjónað, vátt og einsamalt 10-mannafar frá 1971 appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Nú ert tú komin hartil, at eingin er at spyrja um perónarnar á myndini

$
0
0
Mynd av fimleikarum í Havnar Fimleikafelag. Kennist bara við tvey andlit á myndini.

Í myndagoymsluni hjá Vagn Erik Michelsen pápabeiggja ert tú komin fram á hugtakandi mynd av fimleikarum, har menninir hava felagsmerkið hjá Havnar Fimleikafelag í bringuni. Tú situr góða løtu og hyggur at myndini og kennist bara við tvey andlit. Læraran Frøken Cohr (1894-1978), sum stendur uttast til høgru í miðraðnum og Christina Weihe (1906-1995) rópt Kittan, sum stendur næst mannliga læraranum í miðraðnum. Kittan var mamma Petru konu Vagn Erik, og tí er myndin í myndagoymsluni.

Sum unglingi hoyrdu tú mangan um Frk. Cohr, sum var úr Odense og kom til Føroya í 1921 og vera lærari í Millum – og Realskúlanum í Havn og Føroya Læraraskúla frá 1921 til 1964. Minnist væl hesa konu, sum var vinkona Frú Müller stjóra í DFDS fyritøkuni í Føroyum og reiðari hjá fleiri skipum, eftir at maðurin Hans Müller doyði ungur. Løgið at hyggja at gomlu myndini, tí hetta er ættarliðið undan okkum. Tú gerst forvitin at vita okkurt um hesi fólkini, men trupuleikin er, at tú ikki longur hevur nakran at spyrja, tí tey eru øll farin. Ein seinasti møguleiki er Gamlar myndir úr Havn, tí sjálvandi eru fólk, sum kennast við hesar fimleikarar. (Vagnur)

 

The post Úr myndasavninum – Nú ert tú komin hartil, at eingin er at spyrja um perónarnar á myndini appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsmynd frá 1935 av neistakvinnum og VB-kvinnum

$
0
0
Neistakvinnur og VB-kvinnur avmyndaðar í Gundadali í 1935. Standandi fr.v: Hanna Mortensen, Neistin, Ella Arge, VB, Mia Rein, Neistin, Helga Magnussen, VB, Sára Hansen, Neistin, Charlotta Hjelm, VB, Petra Rein, Neistin og Marna Nolsøe, VB. Húkandi f.v: Edith Dahl, VB, Elsa Müller Poulsen, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, enn ókent VB-andlit, Michala Hjelm, VB ?, Rigmor Christiansen, Neistin, og Jona Mortensen, Neistin.(Myndeigari Símun Arge)

Skal eg kanna ymist um hondbólt í Vági, so seti eg meg altíð í samband við Jonhild Kjærbo úr Vági. Tá eg herfyri hitti Símun Arge, fornfrøðing, segði hann mær, at hann átti tvær gamlar áhugaverdar hondbóltsmyndir av neistakvinnum og VB-kvinnum. Tvær søguligar felagsmyndir, har onnur er tikin í Vági og hin í Gundadali. Eg bíðaði við spenningi at fáa myndirnar, og myndirnar vóru báðar fantastiskar fyri meg. Á báðum myndunum er Ella Arge fødd Vilhelm úr Vági, sum var vinkona mammu, og sum er mamma Símun. Jonhild og eg í samráð við mammu, eru komin til, at myndin omanfyri er tikin í Havn í 1935.

Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vági, og Jonhild Kjærbo hevur sent mær samrøðu, sum hon hevði við Sannu hjá Bassanum, sum snúði seg um, nær vágskvinnur fyrstu ferð fóru at spæla hondbólt. Og Jónhild sigur soleiðis:

Sanna hjá Bassanum fortaldi mær fyri nøkrum árum síðani nakað um, nær kvinnur úr Vági byrjaðu at spæla hondbólt. Tað var mitt í tretivu árunum, at Edith Dahl, sála, bað kvinnur koma at spæla langbólt niðri á Gørðunum.

Tær skuldu spæla millum Turkaríið og Stóra pakkhús. Hetta gjørdu tær so í eina tíð, men so kom Hans Pauli Holm, sum tá var lærari í Hvalba, til Vágs at ferðast. Hann bað tær tá fara at venja hondbólt. Hans Pauli hevði lært til lærara í Danmark, og har hevði hann lært um hondbólt og lært reglurnar, sum tá vóru galdandi fyri hetta spæl.

Soleiðis sá út í Gundadali, tá VB-kvinnur fyrstu ferð vitjaðu í Havn.

So byrjaðu tær at venja hondbólt. Fyrst var vant á Gørðunum, men seinni fóru tær vestur á Eiðið. Tá kvinnurnar høvdu vant í eina tíð, settu tær seg í samband við Sáru Hansen í Havn, sum tá í eina tíð hevði spælt við Neistanum. VB-kvinnur bjóðaðu neistakvinnum suður at spæla hondbólt, og tær søgdu ja beinanvegin.

Sum ferðaætlanin var tá, komu tær suður leygakvøld og fóru ikki norður aftur fyrr enn mánadag. Neistakvinnur gistu privat, og vágskvinnur fóru millum annað gongutúr út á Nes við teimum. Har blivu tær bodnar inn í hjá bóndanum á Nesi og fingu rómastamp.

Dystin, sum kvinnurnar leiktu, vann Neistin 10-0, so nógv var enn at læra hjá vágskvinnum. Hóast hetta tap, mistu kvinnurnar ikki mótið, og tað var gott, tí nú eru vágskvinnur millum bestu hondbóltsleikarar í Føroyum.

Eini tvey ár eftir, at byrjað var at venja hondbólt í Vági, stovnaðu kvinnurnar eitt hondbóltsfelag undir Vágs Bólltfelag, sum kom at eita Hvirlan. í fyrstu nevndini vóru Karl Herup Olsen, Lotta Hjelm, Masa Olsen, Henrikka Old og Michala Hjelm, skrivar Jonhild Kjærbo.

Vit ivast í tveimum nøvnum á myndini. Tað er málverjin vinstrumegin Rigmor Christiansen, Neistin, og síðani kemur ein vágskvinna undan Ásu Vágsheyg, Neistin, sum vit ikki kenna.  Á myndini síggja vit, at vágskvinnur spældu hondbólt í kjóla, meðan neistakvinnur tá vóru komnar longur og høvdu útvegað sær hondbóltsbúna.

Sum sagt, er myndin tikin í 1935 á fótbóltsvøllinum í Gundadali. Tá var hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum ikki gjørdur, men hondbóltsvøllur var mátaður upp og kálkaður á fótbóltsvøllinum. Seinna myndin, sum kemur á heimasíðuna skjótt, er eisini áhugaverd fyri meg, tí mamma mín er á myndini. Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi mammu í hondbóltsklæðum. Myndin er frá 1935, tá neistakvinnur fyrstu ferð vóru í Vági. Eg havi tosað við mammu um ferðina. Mamma er einasta kvinna á báðum myndunum, sum livir enn. (Vagnur)

 

 

The post Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsmynd frá 1935 av neistakvinnum og VB-kvinnum appeared first on Hvannrók.

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>