Húsini til vinstru eru tey hjá Julius Clementsen og teimum og síðani Grótvirkið. Á myndini síggjast tveir steinar á vogni klárir at saga sundur á verkstaðnum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá eg sum ungur í 1967 fór í billæru hjá Vilhelmi Nielsen, komst tú at kenna nógv fólk har á leiðini. Tú komst jú av Landavegnum í vesturbýnum. Umframt á verkstaðnum komu vit mangan oman í kaffivognin á bryggjuni, har Margretha og Carl Mouritsen borðreiddu.
Á verkstaðnum hoyrdu vit dagliga serligt ljóð frá sagunum á Grótvirkinum, sum lá skamt frá verkstaðnum. Hetta grótvirkið hevur serliga søgu, og eg kom at kenna nú 85 ára gamla Hans Samuelsen son Sámal á Smyrli, sum arbeiddi á Grótvirkinum. Hans búði/býr hanagleiv frá verkstaðnum. Havi prátað við Hans, men fyrst til upprunan til Føroya Grótvirkið, sum evnaði til gravsteinar og at saga ymisk grótsnið til minnisvarðar og trappur.
Nógv av grótinum fingu teir á Boðanesi. Onkuntíð boraðu og kílaðu teir grótið sundur, aðrar tíðir sprongdu teir. (Mynd Vagnur)
Tað var í 1930, at Føroya Grótvirkið var stovnað. Í nevndina komu Hjalmar Heerup, lækni, Johannes Djurhuus apotekari og Sigmund Arge smiður. Teir leitaðu sær hjálp til Danmarkar eftir dananum Lars Larsen at leiða virkið.
Í 1935 fór virkið tó av knóranum, og kommunan keypti húsini. Havnar Arbeiðsmannafelag leigaði húsini í nøkur ár, men eftir kríggið um 1948 komu feðgarnir Lars Larsen sonurin Helmuth Larsen til Føroya, og teir saman við øðrum fingu aftur gongd í Føroya Grótvirki.
Danin Lars Larsen ( 1884-1975) kom í 1930 til Føroya at leiða Grótvirkið. Fór aftur til Danmarkar, men eftir kríggið var Lars aftur í Føroyum og hevði sonin Helmut við sær. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Lars var í millumbilum í Føroyum og í Danmark, og Helmuth arbeiddi á grótvirkinum, tá eg fór í læru í 1967. Longu í 1966 gavst Helmuth á grótvirkinum og fekk sær egið virkið, har hann seldi og evnaði til gravsteinar. Pápin Lars var tá vorðin einkjumaður og kom aftur til Føroya, har hann búði hjá Helmuth og teimum. Lars bleiv 91 ára gamal.
Fingu nýggjar nýtímans maskinur
Minnist enn serliga ljóðið frá sagimaskinuni, sum sagaði sundur stóru klettarnar. Hans Samuelsen sigur mær, at hann arbeiddi á grótvirkinum í tíggju ár. Hetta vóru tíggju strevin ár, tí tú kundi arbeiða fýrati tímar út í eitt, tá nógv var at saga. Minnist, tá vit sagaðu til allar steinpláturnar, tá tey bygdu upp í Føroya Sparikassa í miðbýunum, sigur Hans og heldur fram.
– Mesta grótið fingu vit úr grótbroti á Boðanesi, og har var nógv gott grót. Vit fingu nýggja stálwire bandsag úr Noregi, sum ikki larmaði eins og gamla maskinan. Eisini fingu vit nýtt tól at skera út stavirnar á gravsteinunum. Sjálvur fekk eg trupulleikar við eina lunganum, og tí mátti eg eftir tíggju ár gevast á grótvirkinum. Kann nevna menn sum Helmuth Larsen, Árna Ziska, Richard Nybo og Ole Nielsen, sum eg arbeiddi saman við, sigur Hans at enda.
Havi eisini hitt Ole Nielsen, sum sigur, at grót fingu teir eisini úr “berginum”, har pylsuvognurin og kioskin stóðu. Føroyskur mekaniski grótíðnaðurin, sum fyritøkan æt, bar seg at enda ikki. Um 1990 endaði søgan hjá virkinum, sigur Ole. Magnus Petersen keypti allar maskinurnar, og teir hildu fyrst til uppi á Hjalla, men so var alt virksemið flutt til Skopunar. (Vagnur)
Føroyski mekaniski grótíðnaður fekk eisini grót, har pylsuvognur og kioskin einaferð stóð. Hart gott grót mátti brúkast til gravsteinar og steinplátur. (Mynd Vagnur)
Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein
Eg veit, at fleiri gamlar neistamyndir eru í ymsum myndabókum, myndir, sum vit onnur ikki hava sæð. Ein dagin sat eg og hugdi í myndabók, sum mammubeiggi mín Debes Chistiansen og kona Rigmor áttu. Aftast í myndabókini kom eg fram á myndina omanfyri av neistakvinnum.Talan var um ein upprunamynd, tí Rigmor spældi við neistaliðnum og er á myndini. Havi sæð myndina áður, men ikki upprunamyndina. Havi altíð vitað, at myndin er frá 1934, men tað løgna er, at aftanfyri á myndini er skrivað 1935/1936. Talan er um fyrstu mynd av einum neistaliði.
Á fyrstu myndini í søgu Neistans síggja vit átta neistakvinnur á fótbóltsvøllinum í Gundadali. Neistin varð stovnað 21. mars 1931. Sum áður sagt, varð fyrstu árini kálkaður hondbóltsvøllur á fótbóltsvøllinum í Gundadali, til hondbóltsvøllur við síðuna av fótbóltsvøllinum varð gjørdur í 1936. Allar kvinnurnar eru farnar eisini Gunnvør Dal Christiansen, sum fór ung úr Føroyum, og sum doyði fyri fáum árum síðani. Nevnast kann, at nýggjur hondbóltsvøllur varð gjørdir í 1946, har svimjihøllin stendur.
Á myndini frá 1943 síggja vit fyrsta hondbóltsvøllin í Føroyum við síðuna av fótbóltsvøllinum.
Í minnisritinum Neistin 50 ár verður nógv skrivað um Sáru Hansen, sum frá ungum árum var úrmælingur á hondbóltsvøllinum, samstundis sum hon var felagslimur burturav. Hon var forkvinna í Neistanum í tíggju ár. Undir seinna heimsbardaga var hon í Danmark, har hon í 1940 var við at stovna ÍF Føroyar og spældi við danska felagnum KI. Heimkomin eftir krígslok herjaði hon á aftur, har hon slepti í Neistanum. Vit nevna eisini Petru Rein, sum var við at stovna Neistan og Havnar Róðrarfelag.
Mitt í myndini situr Rigmor Christiansen, sum var kona mammubeiggja mín Debes Christiansen. Rigmor var yngra systir Edel Djurhuus, sum var við at stova Neistan og var í fyrstu nevndini. Systrarnar komu av Tvøroyri. Edel Djurhuus er omma Edel Mariu Jacobsen, sum er í nevnd Neistans. So tað gongur í arv.
Eins og nú á døgum fóru ungu neistakvinnurnar í allar ættir, tá ið tær náddu tjúguára aldur. Ninna, dóttir Niels í Heiðinum, giftist til Tvøroyrar. Malan gjørdist bóndakona í Kirkjubø, Gunnvør, Sólrun og Petra búsettust í Danmark. Og Honnu Skaale minnist eg væl. Hon var konan Conrad Skaale, sum hevði bakarí í J.C. Svabosgøtu nær Ellisheiminum. Talan er um neistafólk, sum slóðaðu fyri. Í longu søgu Neistans hava ávís neistafólk altíð slóðað fyri. (Vagnur)
Soleiðis minnist eg Jóan Jakku. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)
Tá ið eg á sinni kom í heimið hjá 90 ára gomlu neistakvinnuni Solveig Dam, sá eg vakran málning av pápanum Jóan Jakku og vakra mynd av skóbúðini hjá pápanum hanga á bróstinum í gongini. Jóan Jakku, sum var av Viðareiði, var skómakara og handilsmaður í Havn. Hann var ein “havnarmynd”, hesin høgi maðurin í føroyskari húgvu altíð fyrikomandi og blíður. Hann lærdi til skósmið og at seyma skógvar í Danmark, og í 1925 bygdi hann sær skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var føddur í 1893 og doyði 97 ára gamal í 1990.
Jóan Jakku keypti eitt neyst í Vágsbotni og bygdi skóbúð á staðnum. (Mynd Vagnur)
Søgan um málningin er henda: Jóan Jakku Joensen og Esmar Fuglø vóru báðir av Viðarreiði og vóru vinmenn. Esmar kom mangan oman í handilin í Vágsbotni at práta við Jóan Jakku, og ein dagin gjørdu teir av at fara til Viðareiðis at vitja. Á hesi ferðini tók Esmar mynd at Jóan Jakku sitandandi á einum steini, sum myndin omanfyri vísir. Tvey ár seinni fekk Jóan Jakku málning frá Esmari, sum hevði biðið listamálaran Sigmund Petersen mála málning eftir myndini. Frálíkur og vakur málningur, og tað júst soleiðis, eg minnist Jóan Jakku.
Solveig Dam segði mær, at grein um pápan Jóan Jakku stóð í blaðnum Tingakrossi frá 1983. Ì longu og áhugaverdu blaðgreinini, sum eg fekk á Landsbókasavninum, greiðir Jóan Jakku millum annað soleiðis frá:
– Sjálvur eri eg slektaður av Viðareiði, men pápi mín Lutherus var slektaður úr Hósvík og mamma mín Johanna slektað av Kirkju. Viðareiði var valabygd, og nógv fiskur kom upp á land í bygdini. Eg minnist teir plagdu at seta línu um kvøldið, og so vóru teir aftur fyrrapartin dagin eftir. Teir fingu bara tosk, sum varð borin niðan í bygdina í leypi og vigaður á stórari vekt hjá handilsmanninum. Pápi, sum arbeiddi í handlinum á Brekkumørk, plagdi at flekja fiskin.
Her síggja vit neystið, sum Jóan Jakku keypti. (Mynd Fornminnissavnið)
– Pápi fór seinni at handli í bygdini, men tá fyrra kríggið byrjaði, helt hann uppat. Tað gjørdist so trupult hjá honum at bera sekkir og at fáa petroliumtunnur niðan, at hann helt uppat at handli. Eg var um fimtan ára aldur, tá ið eg kom til Havnar. Hetta var í 1908. Eg kom í skómakaralæru hjá Sofusi Christiansen, sum búði í Tórsgøtu beint niðanfyri Frelsunarherin, sum ikki vóru bygt tá.
– Eg var hjá Sofusi Christiansen til mars mánað 1914, tá eg fór til Danmarkar at læra at skera skógvar til, tí eg vildi fegin gera nýggjar skógvar. Skeiðið at læra at skera skógvar til vardi í hálvan fjórða mánað, men so kom eg á ein góðan fakskúla, og har var eg til desember mánað 1915, tá eg fór heimaftur til Føroya.
Her er handilin umbygdur. Myndin er fra fyrst í 1960 árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
– Komin aftur til Føroya var eg ein mánað á Viðareiði, men so gekk leiðin aftur til Havnar at arbeiða sum skómakari hjá Sofusi Christiansen, og har arbeiddi eg til 1917, tá eg byrjaði fyri meg sjálvan.
– Nógvir skómakarar vóru í Havn um hetta mundið, men hóast hetta fekk eg nógv at gera og arbeiddi mangan langt út á kvøldarnar. Í 1921 fór eg undir at byggja mær húsini í Tróndargøtu og ætlaði eisini at hava handil í niðaru hæddini. Grundin varð stoypt, og hetta var óivað fyrsta grund, sum stoypt varð, tí grundir vórðu vanliga laðaðar við gróti, men grót hevði eg einki.
Menn trúði ikki tá, at betong fór at halda í longdini, men grundin varð stoypt, og sandur tikin úr Havnará. Húsini vóru liðug í 1922. Hálvttriðja ár hildu vit til í Tróndargøtu við verkstaði og lítlari skóbúð. Men so kemur Anton Andreasen til mín á verkstaðnum og biður meg heldur flyta skóbúðina oman í Vágsbotn, tí har koma mjólkabátarnir og har koma flestu fólkuni. Longu leiðina niðan í Tróndargøtu kemur ikki eitt menniskja, segði Anton.
Gamla skóbúðin burturbeind og nýggjur skóhandil í trimum hæddum bygdur í 1963/64. (Mynd Havnin – folk og yrki)
– Ì eina tíð gekk eg og hugsaði um orðini hjá Antoni, og tað endaði við, at eg keypti gamalt neyst og bygdi skóbúð. Tvey ár seinni flutti eg eisini verkstaðið oman í Vágsbotn. Í 1932 keypti eg húsini hjá Johannes Simonsen, sum stóðu aftanfyri skóbúðina, og tá fluttu vit eisini oman í Vágsbotn at búgva. Tó fluttu vit niðan aftur í Tróndargøtu undir krígnum, segði Jóan Jakku millum annað við Tingakross í 1983.
Tá ið Jóan Jakku gavst sum skómakari og handilsmaður, tóku hjúnini Solveig og Jóan Petur Dam yvir skóbúðina. Solveig er dóttur Jóan Jakku. Fyrst í 1960-árunum varð gamla skóbúðin tikin niður, og nýggj skóbúð í trimum hæddum bygd á staðnum. Meðan hjúnini bygdu nýggju skóbúðina, seldu tey skógvar í Perluni, sum seinni varð tikin niður. Jóan Jakku pápi Solveig doyði í 1990, og maðurin Jóan Petur doyði í 1991. Solveig Dam gavst at selja skógvar í 1996, og tá varð bygningurin í Vágsbotni seldur. (Vagnur)
Jóan Jakku bygdi sær hús (nærmast til vinstu í Tróndargøtu í 1922. Solveig og Jóan Petur bygdu upp í húsini suðureftir. (Mynd Vagnur)
Mynd frá 1962 standandi fra vinstru: Kartni Winther (1914-2012, Niels Hallgrím Rein róptur Haggi ( 1911-1984), Trygvi Restorff (1920-2004), Arnold Ludvig (1915-1985), Einar Mikkelsen (1917-1999), Hans Johannes Clementsen (1917-1997), Debes Christiansen (1912-2000), Erling Christiansen (1920-1981), Sven Skarðhamar (1913-1996), Johannes Nicolajsen (1924-1983), Jóhan Petur Dam (1922-1991), Bogi Winther (1921-2007), Charles Bærentsen (1909-1983) og Torstein Askham, sum tíverri ikki er á myndin, men aðrari mynd í greinini. Miðraðið frá vinstru. Á stólinum situr Archbald Askham (1916-1998), síðani Holgar Bærentsen (1905-1975), Vilhelm Hansen róptur Villi (1904-1992), Thomas Jul Askam róptur Ullaba (1904-1983), Jógvan Mittún (1903-1992), Sverri Mortensen (1906-1979), Erik Mohr (1886-1969), Sámal Christiansen (1881-1974), Símun Askham (1896-1967), Eyðálvur Mikkelsen (1926-2007) og Albin Bærentsen (1898-1980) Fremst frá vinstru: Cristian Mittún (1906-1983), Frants Mortensen (1937-2001), Knút Lützen (1935-1980), Christian Christiansen, Olaf Ludvig (1938-2019), Torbein Rein (1940-2009) og Jacob Lützen (1930-1998)
Serlig kensla at hugleiða um mynd frá 1962 av monnum, sum allir eru uppvaksnir við Landavegin ella høvdu nært tilknýti til Landavegin. Eri komin fram á áhugaverdar myndir frá veitsluni, myndir, sum mammubeiggin Debes Christiansen átti. Trygvi Restorff skipaði fyri veitsluni í matstovuni IRIS, sum um hetta mundið helt til í postmeistarhúsunum við Landavegin. Thomasia rópt Masa og maðurin Oddvaldur Ørvarodd høvdu matstovuna.
Kenni meira og minni hvønn mann á myndini, og tú kundi skrivað bókling um lívsleiðina hjá hesum monnum, sum var so ymisk. Trygvi hevur uttan iva sett aldarsmarkið til tjúgu ár, tí tá hevði tú valrætt og kundi bíleggja rúsdrekka úr útlondum. Undrunarvert, at tað eydnaðist Trygva at savna saman so nógvar menn. Har eru millum annað jú fýra Askham menn, tríggir Bærentsen brøður, Mikkelsen, Mittún, Lützen brøður, feðgar og systkinabørn.
Stóru húsini vinstrumegin eru postmeistarahúsini, sum vóru bygd í 1918. Myndin er frá 1920, og áhugavert at síggju eldru húsini fram við Landavegin. Matstovan IRIS helt í nøkur ár til í niðastu hædd, har menn við Landavegin hildu veitslu í 1962. (Mynd: Fornminnnissavnið)
Elsti maðurin á myndini er abbabeiggi Sámal Christiansen (1881-1974), sum fyrst í 1900 – talinum flutti úr Norðdepli til Havnar og bygdi sær hús við Landavegin. Allir menninir á myndini eru farnir uttan Christian Christiansen systkinabarn mítt sonur Debes og Rigmor Christiansen, sum er yngstur á myndini. Christian er farin um tey áttati árini.
Menn høvdu nógv at práta um. Nærmast til vinstru síggja vit Hans Johannes Clementsen, sum búði ovast uppi við Kinabrekkuna. Har ímillum og oman til Poul Restorffs handilin eru flestu menninir uppvaksni. Vit síggja eisini Jógvan, Arnold, Archibald, Einar, Kartna, Debes og Erling.
Tað tók sína tíð at finna fram, nær farnu menninir eru føddir og farnir. Nú kanst tú leita eftir gravum og nøvnum undir teiginum Talgildir kirkjugarðar, men hóast hetta, so hava menn ymisk hjánøvn, og einstakir eru ikki grivnir í Føroyum. Leitast mátti eisini uttanlands. Landavegurin sá dagsins ljós um ár 1830, tí tá vóru so mikið nógvar traðir lagdar inn so langt vestureftir, at vegur til hesavagnir mátti gerast út til traðirnar, so lættari var at fáa nógva torvið til høldar heim í gomlu Havnina.
Menn dansa føroyskan dans, og lagið er gott. Frá vinstru Christian, Olaf, Sverri, Debes, Albin og Jacob.
Postmeistarhúsini vóru valahús bygd í 1918
Postmeistarahúsini, har veitslan var hildin, hevur eisini áhugaverda søgu. Tað var Post-og Telegrafvæsnet, sum í 1918 bygdi húsuni sum postmeistaraíbúð. Johan Danielsen, sum var postmeistari frá 1922 til 1954, búði í húsunum. Johan var giftur Margrethu rópt Gugga dóttir Søren Müller. Vit kendu tvey postmeistarahús eitt við Landavegin og eitt í Hornabø. Postmeistarahúsini í Hornabø vóru bygd í 1882, sum C.C. Danielsen postmeistari lat byggja. Christian C. Daneisen var pápi Johan Danielsen postmeistara. Meg minnist, at umframt matstovuna IRIS, so búðu eisini næmingar í postmeistarahúsunum við Landavegin, næmingar, sum gingu á læraraskúla, sjómansskúla, maskinskúla ella stundentarskúla. Hesir ótu eisini á matstovuni.
Matstovan Iris vóru hugnalig høli. Frá vinstru Sverri, Christian, Hans Johannes, Arnold, ?, Archibald, Einar og Kartni.
Poul Knudsen arbeiddi sum postkassameistari hjá Postverkinum, og hann keypti postmeistarahúsini í 1962, men seldi tey longu aftur í 1967 til Landsbyggifelagið. Í 1972 yvirtók landið húsuni, og nú heldur Landsskjalasavnið til har. Postmeistarahúsini vóru stór ella rættara sagt vøkur valahús í mun til fyrstu húsini, sum vóru bygd fram við Landavegin fyri nú fleiri enn hundrað árum síðani.
Masa, Oddvardur og Trygvi skipaðu eisini fyri undirhaldi. Masa stendur við durastavin, og so er spurningur, um tað er Oddvardur, sum er maðurin við yvirskegginum.
Tað var Trygvi Restorff, sum fyrireikaði veitsluna, og Trygva kendu vit ungu øll. Hann var uppvaksin niðast við Landavegin sonur Poul Restorff handislmann. Trygvi arbeiddi sum ølbryggjari á Bryggjarínum, og Trygvi hoyrdist. Hann floytaði altíð og var í góðum lag. Havi serlig minni um Trygva, tí hann bað okkum ungu mangan renna oman til konuna eftir drekka seinnapartin. Glasfløska við heitum te ella kaffi í pulshosu, so ikki kølnaði. Tá vóru nokk ongar termokannir til at taka. Vit ungu fingu sodavatn aftur fyri ørindini.
Fyrstu húsini við Landavegin, sum byrjar niðri við handilin hjá Poul Restorff, eru bygd fyrst í 1900-talinum. Málingahandilin, sum byrjaði í 1962 at selja máling í húsunum hjá Linu Arge, fór við tíðini at víðkað um virksemi. Eldri hús vóru tikin niður og stórur bygningur bygdur á staðnum. Á horninum stóðu húsuni hjá Poul á Landavegnum og eisini húsuni hjá Archibald Askham og teimum. (Mynd Vagnur)
Tvær serligar hendingar
Fari at enda um tvær serligar hendingar, sum tveir av teimum elstu á myndini upplivdu á lívsleiðini. Talan er um Sámal Christiansen abbabeiggi róptur Sámal úr Hvannasundi og so Erik Mohr, sum vit ungu kendi sum skiparan á Tjaldrinum.
Fremst síggjast Símun Askham, Erik Mohr og Sámal Chistiansen.
Erik Mohr (1886-1969) sást av og á í grannalagnum hjá okkum, tí systrarnar Dagny og Torgerd Mohr búðu niðanfyri hjá okkum. Havi lisið, at 3. apríl 1941 kemur Næraberg trolari úr Klaksvík fullfermdur á Klaksvík. Skipari var Kaj Johannessen. Fiskurin skuldi víðari til Bretlands, og Erik Mohr skipari var biðin um at loysa av Kaj ferðina til Bretlands.
Millum lond nærkast týskt flogfar Næraberg og sleppur tveimum bumbum, sum endaðu i lastini. Skipið skrædnaði, men tað eydnaðist manningini at koma sær í tveir bjargingarbátar. Løtu seinni sakk Næraberg og týska flogfarið fór frá báðum bjargingarbátunum.
Erik Mohr var evnaríkur skipari, og teir til árarnar og settu kós ímóti Orknoyggjum. Tretivu tímar seinni sou teir land Súluskerini vestan fyri Orknoyggar. Teir komu í land, har vitapassarafamilja búði og vóru væl móttikinir. Fingu eisini vitjan av trimum enskum hermonnum, sum vildu vita, hvørjir menninir vóru. Føroysku sjómenninir komu seinni aftur til Føroya við armeraðum enskum trolarum.
Postmeistarahúsini vóru bygd í 1918. Grannahúsini eru tey hjá Miu og Eidin Müller. Mia og Eidin fingu grundøkið í brúðargávu frá postmeistarahjúnunum. (Mynd Vagnur)
Sámal Cristiansen (1881-1974) abbabeiggi var skipari á sluppini Grundick og bróðurin Christian skipari á King Arthur, sum familjan átti. Mamma segði mangan, at serlig mynd í sambandi við Grundick hevði brent seg fast í minni hjá henna.
Tað var, tá Grundick á veg heim av fiskileið kom í Nólsoyarfjørð, og sluppin flaggaði í hálvari stong. Grundick hevði mist ein mann á heimferðini. Veðrið var gott men tung alda, og ein ungur maður liggur fram á lúnningina har frammi. Uttan iva í øðrum tonkum og gleðir seg at koma heim.
Sluppin lá tung í sjónum, og knappliga kemur ein alda upp um lúnningina har afturi og fer fram eftir dekkinum. Ungi maðurin, sum einki varnaðist, var lyftir upp um lúnningina og fór fyri borð. Maðurin sást ikki aftur. Tað var dapurt at síggja Grundick koma inn um Molan við merkinum í hálvari stong, og hendingin merkti Sámal restina av lívinum, sigur mamma. (Vagnur)
Tríggir teir yngstu menninir á veitsluni frá vinstru Torbein Rein, Christian Christiansen og Olaf Lundvig. Nærmast til høgru Jacob Lützen.Nærmast frá vinstru. Thomas jul Askham (Ullaba), Símun Askham, Erik Mohr og Sámal Chistiansen.Skemtilig mynd. Við veggin Sverri Mortensen og Christian Mittún. Maðurin handa “skortin” kann vera Oddvaldur ØrvaroddFrá vinstru Archibald, Hans Johannes, Sven og Torstein, Sámal er á veg frá borðinumFrá vinstru Archibald Askham, Einar Mikkelse og Kartni Winther. Johannes Nicolajsen vendir bakið til myndamannin.
Skomm, tá Tórshavnar kommuna tók niður standmyndina av Nólsoyar Pálli. Høvdu tey so funnið annað økið beinanvegin, so kundi vit nógvu góðtikið hendingina. Men so var ikki gjørt. (Mynd Vagnur)
Dáragerð eftir býráðsvalið seinast at ikki afturvalda býraðið tók niður standamyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Býráðið tordi ikki at taka niður standmyndina fyri býráðsvalið, tí so gekk tað út yvir valúrslitið, men tað gjørdi tað kortini.
Ússaliga avgerðin var bara so langt úti, tí tú tekur ikki niður eina standmynd, sum hevur staðið í Vágbotni í 25 ár, uttan tú beinanvegin setur standamyndina á annað stað. Standmyndin liggur goymd einastaðni inni á Hjalla, og eingin eru tekini, at hon kemur fram í ljósmálan aftur.
Áhugafelagið Nólsoyar Páll í Klaksvík hevur gjørt vala arbeiði at minnast Nólsoyar Páll. Á Vaglinum í Havn er eingin áhugi fyri Nólsoyar Pálli, tí skal standmyndin setast upp á vakra økinum í Klaksvík.
Hetta er háðan ímóti fólkunum, sum útvegaðu standmyndina, fyri listarmanninum og okkum sum líkaði standmyndina. Í Klaksvík hava tey Áhugafelagið Nólsoyar Páll, og tá eingin áhugi er fyri Nólsoyar Pálli á Vaglinum, so eigur Tórshavnar kommuna at lata standmyndina til Áhugafelagið Nólsoyar Páll í Klaksvík. (Vagnur)
Standmyndin var í skundi blakað niðan á Hjalla, har hon framvegis er. Ikki tordu tey á Vaglinum at taka standmyndina niður fyri býráðsvalið. Gjørdi tey tað, so misti Fólkaflokkurin ein býráðslim og Tjóðveldi tveir býráðslimir og fleiri enn tær 650 atkvøðurnar Tjóðveldi gjørdi. (Mynd Vagnur)
Ótrúligt, at ljóta dapra barakkin ikki er tikin niður fyri nógvum árum síðani. (Vagnur)
Úti við Landssjúkrahúsið stendur barakk, sum líkist týningarbarakkunum undir seinna heimsbardaga. Ljótur, svartur og dapur bygningur, sum slett ikki hóskar í umhvørvið har á leiðini. Í fleiri umførum seinnu árini skuldi húsini barakkin slættast við jørðina, og fyri fimm árum síðani hoydist, at í seinasta lagi í 2021 var bygningurin niðurtikin. Søgan um ljótu, myrku og dapru barakkina er henda.
Grundarstreinurin til nýggja Landssjúkrahúsið var lagdur 12. juni 1962, og um hetta mundið var svarta barakkin bygd sum ein fyribilsloysn til tuberklasjúklingar, sum vóru fluttir úr Hoydølum oman í barakkina. Sanatoriið skuldi brúkast til real- og studentarskúla. Minnist væl, hvussu ill og ørg havnarfólk vóru um ljótu barakkina, men býarpolitikkarar royndu at sissa fólk, tí barakkin skuldi bara standa nøkur fá ár. Uttan iva til Landssjúkrahúsið var liðugt bygt í 1967. Men nú skriva vit 2022, og henda fyribilsloysn er nú vorðin til 60 ár.
Tað løgna við svørtu barakkini er, at vit hava í fleiri umførum hoyrt og lisið, at nú skal barakkin burtur. Seinast, tá nýggi snotuligi bygningurin var bygdur upp í Landssjúkrahúsið. Tá var sagt, at um trý ár er bararakkin burtur, men so var ikki. Sá táverandi landsstýriskvinnuna Sirið Stenberg siga, at nú skal barakkin slættast við jørðina í seinasta lagi í 2021, men av royndum trúði vit nógvu ikki orðunum, tí hesi orð eru søgd so mangan.
Havi skrivað áður, at fyribilsloysnin frá 1962, sum bara skuldi vara í nøkur fá ár, fær ongan enda, tí nú eru 60 ár liðin, síðan barakkin var bygd. Kann nevna, at fyri nøkrum árum síðani sá eg vakran bókling liggja á borði á Landssjúkrahúsinum, har tú millum annað sást vakrar myndir á Landssjúkrahúsinum. Men tú sást onga mynd av ljótu barakkini, sum eingin vil kennast við.
Aksel Hansen, sáli, sum búði í Hornabø, segði mær fyri nú nógvum árum síðani, at hann hevði sagt við Kjartan Mohr táverandi býráðslim, at barakkin var misprýði fyri økið við Landssjúkrahúsi. – Róligur Aksel, barakkin er ein fyribilsloysn, og um nøkur fá ár taka við barakkina niðuraftur, segði Kjartan. Nú er H-bygningurin um at vera liðugur, so kanska fara tey eftir svørtu barakkini. (Vagnur)
Sjónleikarhúsið í 1926, sum hevur hýst ótrúligum virksemi. (Mynd Fornminnisavnið)
Eg gangi ella koyri framvið Sjónleikarhúsinum hvønn dag, og av og á sveimað tankarnir um tað ótrúliga virksemið, sum er farið fram í hesum húsi, síðani Hans Andrias Djurhuus formaður í felagnum saman við øðrum tóku stig at byggja húsið. Sjónleikarhúsið frá 1926 kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaða húsinum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív.
Á heimasíðuni hjá Sjónleikarhúsinum er millum annað skrivað:
Føroyingar hava spælt sjónleik í meira enn 200 ár og fyrst og fremst í høvuðstaðnum, sum longu Jens Christian Svabo skrivar um í verkinunum “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782”.
Í fyrstani vórðu danskir leikir spældir, serliga Holberg-leikir, men saman við tjóðskaparrørsluni seinast í fyrru øld vaks áhugin fyri móðurmálinum, og í 1889 vórðu teir fyrstu leikirnir, skrivaðir og framførdir á føroyskum, leiktir í tinghúsinum í Havn. Annan leikin hevði hin káti og hjartagóði Rasmus Effersøe skrivað, hann sum hongur avmyndaður uppi yvir leikpallinum í sjónleikarhúsinum saman við orðunum “Til gaman og álvara”.
Sjónleikarhúsið í 2012. Húsið er útbygt fleiri ferðir. (Mynd Vagnur)
Onnur skald og yrkjarar hava verið góð við húsið, og tað var okkara tjóðskald Hans Andrias Djurhuus , sum í 1926 var formaður í felagnum, sum fekk byggingina í lag fyri meira enn 80 árum síðani. Eisini William Heinesen hevði eitt stórt hjarta fyri húsinum, og tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, tú kundi ganga framvið á kvøldi og hoyra brúsandi ljóð innan fyri. Tá var tað William, sum spældi Beethoven fyri sínum góða vinmanni Jákup Zahle, meðan teir málaðu leiktjøld. Tá visti tú, at nú fór skjótt ein nýggjur leikur at verða vístur. Hvat mundi tað vera hesaferð, og hvør fór at spæla við?
Ikki at gloyma Kristin í Geil, sum bæði skrivaði og leikti, og so allar sjónleikararnar, sum her hava skapað havnafólki og øðrum við gott skemt og nógvan látur, men eisini hjartasuff og tár, tá ið alt var syrgiligt, og tað gekst høvuðsfólkunum minni væl.
Ógloymandi minni í Sjónleikarhúsinum
Tankarnar leita nú aftur í ungdómsárini, tá ið vit ungu sóu fyrstu filmarnar í Sjónleikarhúsinum. Minnist ilt aftur á, hvussu drúgt tað var á standa í bíðurøð í brøttu tappuni til tess at ogna sær atgongumerki til filmarnar. Far til Fire, Sorro ella bíbilskar stórfilmar. Vit sóu nógvar filmar.
Hans Andrias Djurhuus var formaður í felagnum, tá ið húsið varð bygt. (Mynd Vagnur)
Seinni fóru vit at ganga í dansi, har Goggan spældi sunnukvøld og Faroe Boys mikukvøld. Tá ið eg nú komi í Sjónleikarhúsið tykist løgið, at tey kundu selja 600-700 atgongumerki til dansin. Har var eisini sum sild í tunnu, men øll fólkini vóru óivað ikki inni samstundis, tí vanligt var at fara út í tún at svala sær á.
Eg sá tá fleiri sjónleikir, enn eg geri í dag. Einki var sjónvarpið, og eingin var teldan. Virksemið í Sjónleikarhúsinum er ikki sum áður, men tey spæla sjónleik í húsinum. Í Havn er eisini komin Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið. Eingin almennur dansur er longur, og filmsýningarnar eru ongar í Sjónleikarhúsinum.
Sjónleikarhúsið frá 1926 er bygt út nakrar ferðir í mínari tíð bæði suðureftir, norðureftir og eystureftir. Sjónleikarhúsið var stórt hús, tá ið tað varð bygt í 1926, og eldsálirnar Hans Andrias Djurhuus, H.C.W. Tórgarð og onnur vóru ógvuliga framsíggin fólk.
Havnar Sjónleikarfelag er stovnað í 1918, og fyrsti formaður var H.C.W. Tórgarð. Oman fyri leikpallin standa vælvaldu orðini skrivað við stórum stavum: TIL GAMAN OG ÁLVARA. Og í garðinum stendur standmynd av Hans Andriasi Djurhuus. (Vagnur)
Umframt sjónleikur, filmur og dansur, so var onkuntíð eisini konsert í Sjónleikarhúsinum. Nógv kend tónleikafólk á myndini.
Mangan er torført at finna parkeringspláss í Havn. (Mynd Vagnur)
Løgreglan í Føroyum er donsk, men ikki øll lógarbrot vera revsað eins í báðum londunum. Vit hava hoyrt um rúsevnismál, sum verða revsað harðari í Føroyum enn í Danmark. Eg tosaði eftir ólavsøku við klaksvíking, sum eg kenni væl. Hann var komin á ólavsøku, men fann einki parkeringspláss, so hann parkeraði bilin á einum stað, hann ikki hevði loyvi: – Tað kostar ikki allar verðina at parkera bilin her í fýra dagar fyri 200 krónur, segði klaksvíkingurin við einum smíli. Ikki fekk eg at vita, at um hann fekk hvíta seðilin í undir viskaran fyri teir fýra dagarnar. (Skrivað í 2014)
Herfyri sá eg í fjølmiðlunum, hvussu nógvar parkeringbøtur vóru skrivaðar í Havn seinasta ár, og hvussu stór upphæddin var. Stór upphædd. Summi fólk leggja lítið í, um tey mugu gjalda 200 krónur, tí tey onkuntíð kanska hava gloymt at stilla parkeringsskivuna. Ella tey bara taka kjansin og vóna tað besta.
í sambandi við parkeringsbøtur havi eg á Google til stuttleika kannað, hvat tað kostar at parkera ólógliga í Danmark. Har er minsta upphæddin 530 krónur, tí spyrji eg, hví tað er bílagari at parkera í Føroyum, tá løgreglan er donsk. Er tað føroyska politiska skipanin og ikki løgreglan, sum ásetur parkeringsbótina?
Í Havn eru parkingsvørðar, sum hava nógv at gera, tí bilarnir eru nógvir. Haldi, at teir arbeiða allar dagar í viku uttan sunnudag. Eitt feskt dømi hava eg í grannalagnum, har ein bilur stóð heilt vikuskifti á fótgangarateigi uttan at fáa parkeringsbót. Sjálvur havi eg fingið onkra parkeringsbót í býnum, og tá veit eg, at eg havi parkerað ólógliga.
Danir siga, at tað bara er pengapungurin hjá fólki, sum kann minka um ólógliga parkering. Eg haldi, at parkeringsbøturnar í Føroyum eru alt ov lágar, tí hjá summum fólkum og fyritøkum, er 200 krónur ikki stór upphædd. Vit eiga at hækka parkeringsbótini til 400 krónur. Tað er ikki løgreglan men politiska skipanin sum ger av, um parkeringbótin skal hækka ella ikki. (Vagnur)
Her síggja vit stóra økið, har allar urnurnar eru grivnar. (Mynd Vagnur)
Tá ið eg á sinni skrivaði grein um kirkjugarðin við Velbastaðvegin, greiddi táverandi gravarin Høgni Krossteig mær, at einar hundrað urnur vóru tá grivnar í kirkjugarðinum. Hetta eru urnir, sum eru komnar úr útlondum til Føroya. Í 2009 vitjaði eg vakran kirkjugarð í Ballerup, kirkjugarð, sum er nógv øðrvísi, enn vit síggja í Føroyum. Eg var serliga ovfarin av stóra økinum, sum er lagt av til mongu urnurnar og eisini økið til tey ókendu.
Eg havi bara sæð tvær urnur, eina, sum kom úr Danmark og eina av tilvild, tá ið vit vitjaðu kirkjugarðin í Ballerup. Fyri nøkrum árum síðan var nógv prát um líkbrenning í Føroyum, men enn er einki krematorium komið, og prátið er tagna aftur. Óivað tí, at føroyingar ynskja ikki at brennast.
Kann minnast, at prátið tók seg upp, tá ið Hoyvikar kirkja skuldi byggjast. Fólk vildu tá eisini hava kirkjugarð í Hoyvík, og onkur nevndi tá, at tíðin var komin, at møguleiki eisini var at brenna lík í Føroyum. Nú re kirkjugarður komin í Hoyvík, og prátið um líkbrenning tagnaði skjótt aftur. Sum eg skilji, kunnu føroyingar flytast til Danmarkar og verða brendir har, og at urnan so verður grivin í Føroyum. Eg havi roynt at leita á alnótini til tess at finna, um danska lógin um jarðarferðir og líkbrenning, sum var galdandi í Føroyum, kom við í føroysku kirkjulógina, tá ið kirkjan varð yvirtikið. Men einki hava eg funnið.
Hetta er høvuðsgravsteinurin hjá teimum ókendu í kirkjugarðinum. (Mynd Vagnur)
Um tað mundið, tá prátið var frammi um líkbrenning í Føroyum, kann eg minnast, at sjónvarpið fór á gøtuna at spyrja fólk, um vit áttu at brent lík í Føroyum. Ein ungur maður segði nakað skemtandi, at hann skuldi í hvørfall ikki brennast, tí hann ræddist eld. Tá smíltist sjónvarpsmaðurin. Eg vitjaði eisini Ballerup kirkju í 2009 og kom í prát við kirkjuleiðara. Hann segði mær, at nógv fleiri fólk verða brend í stóru býnum enn í smáum plássum úti um landið. Hann nevndi fyri mær tølini í prosentum, men hesi havi eg gloymt.
Eg rokni við, at tað verður seinur dagur, at vit fáa krematorinum í Føroyum, tí áhugin er ikki fyri líkbrenning. Fólk tosa um, at nú eru summir kirkjugarðar vorðnir nakað stórir, at okkurt má gerast. Men har frá og at byggja krematorinum fyri nógvar milliónir eru langur vegur. Kanska gott tað sama. (Vagnur)
Grøvin, vit vitjaðu í vakra kirkjugarðinum, var vanlig grøv eins og í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Myndin er frá 1930-árunum, og soleiðis minnist eg Vágsbotn sum smádrongur, og har er lítið broytt. (Mynd Asbjørn Long
Myndirnirnar í hesi greinini eiga Fornminnissavnið og Asbjørn Long sonur Richard Long. Eldra myndin er frá 1890 og yngra myndin frá 1930-árunum. Einahandilin, sum varð tikið av í 1856, átti stóru húsini í Vágsbotni. Danin Martin Christian Restorff kom til Føroya í 1848 at arbeiða sum bakari, og tá ið einahandilin varð avtikin í 1856, byrjaði M. C. Restorff stórt handilsvirksemi í Vágsbotni. Áhugaverda er, at húsini hjá einahandlinum standa enn í Vágsbotni í Havn. Børnini hjá Andreasi Restorff Jacobsen “Andreasi í Vágsbotni” reka framvegis klædnahandil, og í húsinum høgrumegin handilin heldur Miðlahúsið til. Skrivað í 2015.
Hyggja vit niðan í Tórsgøtu á myndini omanfyri, síggja vit Meiaríið, har Tjóðpallurin nú heldur til. Millum Miðlahúsið og Tjóðpallin sæst Vaskarííð og longri upp í Tórsgøtu sæst gamli Føroya Banki, har Tilhaldið heldur til. Pápi mín Helge Michesen er føddur í 1913 í heiminum í Tórsgøtu nakað oman fyri gamla Føroya Banka, og hann segði okkum, at kappingin millum smábørnini um veturin var, hvør kundi skeiða longst út á bryggjuna í Vágsbotni. Tá vóru eingir bilar í Tórsgøtu.
Myndin er tikin í 1890. (Mynd Fornminnissavnið)
Á ovaru myndini síggja vit navnið Z. Heinesen á Miðlahúsinum. Sum omanfyri sagt keypti danin Martin Christian Restorff ognirnar frá einahandlinum, men í 1926 keypir Zacharias Heinesen pápi William Heinesen ognirnar í Vágsbotni frá M.C. Restorff og synum. Zacharis, sum var giftur abbadóttir M.C. Restorff, handlaði í Bringsnagøtu, men eldur kom í handilin, og tí gjørdi Z. Heinesen av at flyta í Vágsbotn. Seinni kom handilin hjá Katrinu Christiansen at halda til í Bringsnagøtu. Millum havnarfólk varð handilin hjá Z. Heinesen í Vágsbotni róptur Vágsbotnshandilin.
Fara vit aftur til Miðlahúsið, so keypti Valdemar Lützen húsini, har Zacharias Heinesen hevði havt klædnahandil. Valdemar Lützen hevði stóra kolasølu í Rættará, men tá ið fólk fóru at nýta olju ístaðin fyri kol, legði serliga sonur Valdemar, Mogens Lützen, á annan bógv. Hann læt upp í Vágsbotni handil við ísinkrammi, glas-, keramik- og postalínsvørum. Sonur Mogens Valdemar var leiðari í handlinum, men fyri ikki so nógvum árum síðani fluttu tey handilin út á Skálatrøð, har tey nú mest sum bara selja ymisk amboð.
Á myndini ovast síggja vit bara ein bil, og tað er ein Bedford lastbilur. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, og hetta var júst ein Bedford lastbilur. So kunnu vit hugsveima um nógvu bilarnar, sum nú koyra í Tórsgøtu og niðri í Vágsbotni. Á niðaru myndini frá 1890 er eingin Tórsgøta og eingin stoypt bryggja, men húsini hjá einahandilinum eru har lítið broytt hesi 125 árini.
Nógv kann sjálvandi skrivast aftrat um báðar myndirnar, tí vit hava ikki nevnt smábátarnar, Sjómansheimið, húsini, har Joan Jakki seldi skógvar, og at Havnini á báðum myndunum var brimpláss. Men alt hetta er ein longri søga. Kann leggjast aftrat, at Restoffsfamiljan gavst í fjør at handla í Vágsbotni. (Vagnur)
Ása og Helge Michelsen gift í Havnar kirkju 3. august 1941
Ein dagin komu mamma, sum tá búði á Ellisheiminum, og eg at tosa um, tá tey bygdu húsini við Landavegin. Mamma og pápi vóru av tí gamla slagnum, tí fyrst byggja hús, síðani giftast og síðani komu børnini. Pápi segði mær, at tey áttu fyri helvtina av húsunum og máttu læna helvtina av peninginum í Sparikassanum, tá tey fóru at byggja húsini. Guttorm Poulsen systkinabarn mammu smíðaði sjálv húsini, men foreldrini komu knappliga í serliga knípu, tí enskir hermenn vóru júst komnir til Føroya, og teir tóku sær rættin at taka hús og bygningar, sum fólk ikki búðu í. Millum annað í Sjónleikarhúsunum í Havn.
Húsini hjá foreldrunum vóru um at vera liðug, men enn var einki brúdleyp fyrireikað. Hans Jacob Michelsen abbi segði, at mamma og pápi kundu væntað, at hervaldið fór við húsunum við Landavegin, men hann legði afturat, at fluttu tey beinanvegin í húsini, so vóru húsini kanska ikki tikin. Abbi kendi enska herovastan, og hann segði abba, at giftist unga partið og vóru flutt í húsini, so komu teir ikki at taka húsini. Og so var gjørt og fyririekað varð til lítið brúdleyp.
Eitt av stóru holunum frá bumbubrestinum. Nógv fólk komu heiman úr Havn at hyggja at báðum holunum.
Longu næsta sunnudag var lýst fyri mammu og pápa í Havnar kirkju, og tvær vikur seinni vórðu tey gift. Lýsingartíðin er minst fjúrtan dagar. Í dag eru barndómshúsini mest sum mitt í býnum, men í 1941 var langt út á Landavegin hjá pápa mínum, sum búði í Tórsgøtu. Mamma búði longri niðri við Landavegin. Pápi treivst ikki væl fyrstu tíðina í nýggju húsunum, og hann longdist heim í Tórsgøtu. Men Helge koma at trívast, sum tíðin leið, sigur mamma. Mammu longdist eisini oman til mamma sína, og orsøkin var óivað, húsini máttu myrkaleggjast longu tíðliga um kvøldið, so týsku flogførini ikki sóu at bumba. Ikki var óvanligt at hoyra týsk flogfør yvir Havnini, og krígsóttin var í unga parinum.
Ása og Helge á Landavegnum í 1955. Tá vóru vegirnir grúsvegir.
Vit børn vistu fyrst í 1950 árunum um tvey stór hol í Mattalág, har týskur flúgvari kastaði tvær bumbur. Eg havi spurt mammu um hendingina, og hon minnist hendingina væl. – Systkinabarn mammu Guttormur Poulsen var altíð bangin, tá hann hoyrdi bumbulúðurin ýla. Henda dagin var Guttorm inni hjá okkum, og tá hann hoyrdi lúðurin og flúgvaran, sprakk hann á dyr og helt leiðina vestureftir út eftir Landavegnum, har fá hús tá vóru. Men Guttormur kom ikki so langt, tí flúgvarin kom í sama rættning, sum Guttorm rann og kastaði bumburnar í Mattalág tætt við Íslandsvegin. Tá báðar bumburnar brustu, goymdi Guttorm seg undir eini brúgv um Rættará.
Bretsku hermenninir tóku sær eisini Sjónleikarhúsið at húsast i. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Mamma minnist eisini, at eitt kvøldið bankar á dyrnar hjá teimum, og í durinum standa tvey fólk frá sivilu loftverjuni í Havn. Boðini vóru, at ljós sást í einum vindeyga, og tað mátti fáast í rættlag beinanvegin, tí øll Havnin mátti vera myrkaløgd. Orsøkin til ljósið bara, at hornið í einum lakið í vindeyganum var loysnað . Alt hetta var óivað orsøkin, at foreldrini fyrstu tíðina ikki trivust væl í húsunum. Eg eri føddur í 1949 og minnist, at sentralhiti var eingin, einki ws og bara ein bukka. Húsini vóru heldur ikki heilt liðug smíðað, tá tey fluttu í tey í 1941. Óivað høvdu tey bæði ungu ikki nógmikið í kærleikanum sum nýgift par í nýggjum húsum, men sum fráleið gjørdist alt betri, og serliga tá kríggið endaði broyttist alt, segði mamma. (Vagnur)
Myndin tikin fyri umleið 105 árum síðani. Fríðarligt í gøtunum, tí tá eingir bilar. (Mynd Havnarmyndir – fyrr og nú)
Tórsgøta í Havn hevur altíð havt mín áhuga, tí pápi mín var føddur og uppvaksin í Tórsgøtu. Áhugavert at síggja myndina omanfyri, sum er tikin í 1915, tvey ár eftir at pápi okkara var føddur har og sjey ár fyri, at fyrsti bilurin kom í havnargøtur 6. mai 1922. Pápi plagdi at siga, at tey um veturin plagdu at sleta frá teimum oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út í Vágsbotn. Húsini hjá pápa og teimum síggjast akkurát ikki á myndini. Tey vóru nærmasti granni við húsini hjá Niels í Heiðinum, sum síggjast uttast vinstrumegin. Áhugavert at síggja, hvussu konufólkini er klødd.
Tey trý ovastu húsini høgrumegin standa har enn. Fyrst gamla telefonstøðin, sum varð bygd í 1906, har bara nakað av klædninginum og trappan kemur undan. Skúlatannlæknin heldur til í húsunum. Síðani gamli Føroya Banki, sum eisini var bygdur í 1906, og sum í nógv ár hevur hýst Tilhaldinum. Undan Føroya Banka kemur húsið, sum varð kallað “Reinerts Cafe”, og sum Frelsunarherurin hevur átt síðani 1926. Húsini eru júst umvæld bæði uttan og innan og eru sum nýggj.
Nærmast til vinstru barnaheimið hjá pápa mínum. (Mynd Vagnur)
Fara vit longur oman í Tórsgøtu høgrumegin, so er fleiri hús varðveitt. Vaskaríið og Miðlahúsið, sum eru tvey heilt gomul hús. Vinstrumegin er verri, tí har er myndin heilt broytt, og nógv hús eru tikin niður í mínari tíð. Hetta fór fram, tá Niels Winthersgøta varð samanbundin við Bøkjarabrekku og tá nýggi Føroya Banki varð bygdur.
Áhugavert at síggja stóra træið mitt í vegnum niðast í Tórsgøtu. Træið varð plantað í 1850 og mátti lúta í 1921, tá ferðslan eftir Tórsgøtu spakuliga vaks, og eftir at fyrstu bilarnir komu til Føroya. (Vagnur)
Nógv skip lógu í nógv ár við teym á Vestaruvág. Áhugaverd eisini at síggja Skálatrøð og allar smábátarnar, sum tá vóru festir á grótið.
Lofrmyndin omanfyri, sum er tikin í 1974, er so mikið áhugaverd, at vit kundu skrivað lítla bók um myndina. Fara vit fyrst til Tórshavnar Skipasmiðju, so síggja vit bara gomlu bedingina. Nýggja nýtímans bedingin var tikin í nýtslu nøkur ár seinni. 17. mai 1979 var hátíðardagur í Sjarpholinum, tí tá var rækjuskipið Sólborg sum fyrsta skipið tikið upp til umvælingar á nýggju bedingini. Vit síggja eisini ein nýbygning. Hetta er ein av fýra bilferjum lætnar til Hetlands. Fyvla 1973, Geira 1973, Fylga 1975 og Thora 1975. Sama dag nýggju bedingsvognurin varð tikin í nýtslu, andaðist stjórin og undangongumaðurin Kjartan Mohr 79 ára gamal. Mangt annað er eisini áhugavert á myndini millum annað Skálatrøð.
Arbeiðið at leingja Molan út í núverandi longd var liðugt í 1975, og nakað av stóra grótinum av Skálatrøð var brúkt til brimgarðin sunnanfyri Molan. So var eisini vegur gjørdur úr Vágsbotni út á Skálatrøð. Havnin var upprunaliga brimpláss, og síggja vit eldri myndir, so liggja skipini fyri teym í fleiri røðum. Poul Mohr segði mær herfyri, at talan vóru um fýra ymsar ketur, sum lógu á botni um Vestaruvág. Tann uttasta var fest í Tinganes, og tann innast lá inn ímóti Skálatrøð, har mest smábátar lógu fyri teym. Tað var ikki nógmikið einast at binda størri skipini í ketu á botni, akkerið mátti eisini vera úti sunnanfyri ketuna sum eyka trygd, segði Poul.
Eisini áhugavert at síggja aftur stóra hjallin úti í Bakka, har Kaysten Andreasen í 1955 stovnaði “Tórshavnar Netbarkarí”. Sildagørn vóru barkaði og bøtt, eisini vóru gørn og annar reiðskapur goymdur í stóra hjallinum. Orðið at barka kenna vit frá at barka húðir og skinn. Sildagørnini vóru smurd við serligum innfluttum evni, sum líktist tjøru. Minnist sum ungur rama tjøruluktin koma úr hjallinum.
Vit síggja eisini gamla hospitalið frá 1829. Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja fyri nú nógvum árum síðani skuldu víðka um bedingina við nýggjum bedingsvogni, forðaði “Gamla Hospitalið” útbyggingini. Fornfrøðingar og onnur stríddust ímóti Skipasmiðjuni, sum átti økið, til tess at varðveita dýrgripin Gamla hospitalið fyrsta sjúkrahús í Føroyum. Semja var at enda um at flyta hospitalið longur niðan, men hetta var ein vánalig loysn. Heldur átti húsið at verið flutt út til hinar sjúkrahúsbygningarnar
Áhugavert at síggja Fiskasentralin, sum ikki er har longur. P/F Fiskasetralur var stovnað 29. august í 1942. Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar, har teir frystu fisk til útflutning. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu privata frystiboks á Fiskasentralinum. Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Í 1985 lat Fiskasentralurin aftur, og húsaognin seld Tórshavnar Skipasmiðju. Nýggjur verkstaðsbygningur var bygdur á staðnum, tá gomlu bygningarnir vóru tiknir niður.
Nógv annað er broytt, síðani loftmyndin var tikin í 1974, men hetta lata vit fara hesuferð. Allir bygninguarnir niðri við sjóvarmálan á myndini havi jú sína áhugaverdu søgu. (Vagnur)
Meiaríið í Tórsgøtu var tikið í nýtslu í 1922. Bygningurin, har Tjóðpallurin nú heldur til, er einki broyttur. (Mynd Fornminnissavnið)
Tá eg sá mynd á Facebook, tá fólk við mjólkarspann í hond stóðu í langari bíðurøð Tórsgøtu og bíðaðu eftir at keypa mjólk, reikaðu tankarnir. Vit beiggjar skiftist um at fara av Landavegnum heim í Tórsgøtu at keypa mjólk. Seinni kom mjólkarbilur út í Grønland, har tú kundi keypa mjólkina. Minnist, at ein litur av mjólk kostaði 90 oyru, og vit fingu hvørja ferð eina tvey krónu frá mammu og spann í hondina. Tveir litrar av mjólk kostaðu 1,80 krónur, og tí lupu tjúgu oyru av, og fyri tey keypti eg lakresstengur í kioskini í Kondradsbrekku, har Eiler Dam og systkini seldu frá lúkuni. ( Skrivað í 2016)
Handtakið aftur og fram á mjólkarpumpuni, so var ein pottur í spannuni. Kvinnan eitur Maria Steinkross. (Myndaeigari: Einar Michlensen)
Ikki eru so nógv ár síðani, at fólk kring landið keyptu mjólk frá bóndanum ella frá onkrum tey kendu, sum hevði kúgv. Grannin hjá okkum hevði neyt, og fólk komu dagliga at keypa mjólk frá honum. Síggi meg standa í bíðurøðini í Tórsgøtu og bíða eftir mjólkini. Tað var ikki tað, at starvsfólkini ikki arbeiddu nóg skjótt á Meiarínum, men mjólkin var bara ikki komin frá mjólkarbátinum. Mjólkadunkar, sum ikki komu við báti, komu við lastbili frá bóndunum á Steymoynni, sjálvandi, eftir at Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juni 1966. Rokni við, at nógv fólk minnast ilt aftur á tíðina í Tórsgøtu, tá tey stóðu, ja, kanska í tímar og bíðaðu eftir mjólkini.
Her stóðu vit mangan í langari røð og bíðaðu eftir mjólkini. (Myndaeigari ?)
Vit búðu við Vesturkirkjuna hinumegin Rættará. Tá mjólkarbilurin steðgaði við handilin hjá Jóhannes Andreasen yvir í Grønlandi, ringdi bilstjórin í mjólkarbilinum við klokkuni, og so avstað við mjólkaspannini. Eg mnnist, at Justi Poulsen koyrdi mjólkabilin eitt skifti. Vit ungu kendu øll, sum arbeiddu á Meiarínum. Pápabeiggi mín Aage Michelsen sat á kontórinum í 49 ár, og svágur hansara Eli Rubeksen arbeiddi sum meiaristur, sum tað var rópt. Eli bygdi seinni margarinvirkið Marga úti í Grønlandi.
Zakaris Hansen og Bergtóra Heinesen.(Myndaeigari: Einar Michelsen)
Søgan um Meiaríið er farin um tey hundrað árini. Thorshavns Mælkeforsyning var stovnað 1. august 1908. Seinni var navnið broytt til AS Thorshavns Mælkeforsyning og margarinefabrik”. Vit kenna jú øll Vita margarin. Tað var Peter Jensen, sum útvegaði fyrstu maskinurnar úr Danmark, sum vóru settar upp í kjallaranum í “Arnesminde” í Bringsnagøtu, sum seinni gjørdist politistøð.
Eli Rubeksen var meiaristur á Meiarínum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Fyrstu árini var bara talan um mjólkaframleiðslu, men í 1918 fóru tey undir at framleiða margarin. Meiarríið, har Tjóðpallurin nú heldur til, var liðugt bygt í 1922. So væl gekst við mjólkaframleiðsluni, at fyritøkan keypti fleiri hús í grannalagnum. Í 1923 fór virkið undir at gera sápu og í 1929 kryddarí. Nýggjur ídnaðarbygningur var bygdur upp í Hálsi, og í 1940 byrjaði framleiðslan har.
Í hesum húsunum í Tórsgøtu gjørdi mjólkaforsýningin sápa og annað. Eisini høvdu tey vaskarí og reinsarí har. (Mynd Fornminnissavnið)
Á Hálsi skuldi vera teknisk kemisk deild, olju og oljuklædnavirki, sápu-og sodavirki og annað. Hetta virkið róptu tey Okkara. Ì 1950 varð mjólkarbilur settur í rutu, og koyrt var til býlingarnar í Havn at selja mjólk. Nú er hetta alt søgu. Tað tykist so stutt síðani, at vit keyptu mjólk á Meiarínum í Tórsgøtu, men Mjólkarvirkið í Hoyvík fór undir at framleiða mjólk tann 1. apríl 1980. Mjólkin, sum dagliga verður framleidd, fer til drekkimjólk og til ymisar mjólkarúrdráttir. Síðan Mjólkarvirkið byrjaði, er úrvalið vaksið nógv og veksur alsamt.
Fyri nú nógvum árum síðani hoyrdi eg sending í Útvarpinum, tá Eirikur Thorvaldsson, stjóri, á Mjólkarvirkinum búnaðarmanna greiddi frá, tá tey í 1980 byrjaðu at framleiða mjólk í Hoyvík. Minnist hann segði, at tá vóru 190 veitarar, sum lótu mjólk til virkið. Mjólkardunkar komu úr øllum Føroyum til nýggja virkið. Talið av veitarum minkaði, sum árini gingu, og í 1997 vóru 90 veitarar. Í 2002 gjørdust mjólkarkvoturnar umsetiligar og kundu seljast, og tá gjørdust veitararnir størri og færri. Í dag eru bara 26 bóndur, sum lata mjólk til mjólkarvirkið í Hoyvík. PS. Kanska onkur veit, hvussu kvinnurnar eita á myndunum. (Vagnur Michelsen)
Maria Steinkross og Eli Rubeksen inni á Meiarínum. (Myndaeigar: Einar Michelsen)
Húsini nærmast til vinstru eru tey hjá Hans Peturi og Helgu Weihe. Síðani tey hjá Frithiof Wellejus, Niels Juul og Petru Arge, Jens og Kristinu Næss, Svend og Dagmar Vilhelmsen, Hannu Poulsen, Jens Olivur og Paulu Poulsen, Dánjal Martin og Osla Jacobsen, Kaj og Krisiannu Christiansen og Gunnar og Annu Christiansen. Vit síggja eisini Telegrafstøðina fremst í myndini. (Myndeigari: Henry Christiansen)
Áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn frá tíðini, tá traðir vóru lagdar inn í 1800-talinum. Vegir gjørdir til hestavognar at koyra á, so lættari var hjá fólki at fáa til høldar torv og annað heim í gomlu Havnina, har fólkini búðu. Við tíðini víðkaðist Havnin, og hús vóru bygd fram við hesum vegum. Grúsvegir og ikki gongubreytir, tí fyrsti bilurin kom jú ikki til Føroya fyrr enn í 1922.
Gongur tú av Vaglinum niðan eftir Tinghúsvegi, sært tú leivdir av gamla vegnum, har húsini nógvastaðni standa kloss í vegin. Eingin parkeringspláss ella gongubreytir. Tinghúsvegurin endar uppi í Gundadali.
Telegrafstøðin hevur sína søgu. Í 1907 var fyrsta telegrafstøð bygd við Tórsgøtu í Havn, har tannlæknastova nú er. Í 1917 var nýggj telegrafstøð tikin í nýtslu við Tinghúsvegin, sum myndin vísir. Tey høvdu brúk fyri meira plássi til nógvu antennurnar. (Myndeigari: Henry Christiansen)
Myndirnar frá 1950 eru tiknar av trøðni hjá Jens Petur Rubeksen róptur Pedda post. Fjósið hjá honum sæst uttast høgrumegin á eini myndini. Elstu húsini frá 1936 eru tey hjá Jens og Kristinu Næss, foreldur Olivur Næss kenda sjónleikaran. Jens Næss minnist eg sum møbilsnikkara á verkstaðnum í Bringsnagøtu. Næstelstu húsini frá 1946 eru tey hjá Niels Juul og Petru Arge. 99 ára gamla Petra býr nú á Tjarnargarði.
Nógv er broytt hesi fleiri enn sjeyti ár síðani, myndirnar frá 1950 vóru tiknar. Áhugavert at síggja broytingina vestureftir. (Mynd Vagnur)
Tey, sum bygdu sær húsini fram við Tinghúsvegin fyri nú sjeyti árum síðani, eru flest øll farin. Hús eru seld ella tikin yvir av yngra ættarliðnum. Har eru eisini fyritøkur í summum húsum, og bilarnir eru nógvir í grannalagnum. Alt broytist.
Elstu húsini har á leiðini eru tey ljósagulu húsini frá 1936 hjá Jens og Kristinu Næss. Húsini hjá Niels Juul og Petru Arge til vinstru eru frá 1946. (Mynd Vagnur)
Eisini áhugavert at síggja á myndunum vestureftir niðan á Varða, har tú kennir heilt nógv av húsnum. Tildømis tey hjá Mitens, hjá Ginusi ella tey hjá William Heinesen og húsini við Varðabú. Myndirnar fekk eg frá Henry Christiansen, syni Kaj og Kristiannu Christiansen, sum bæði eru farin. Henry eigur nú barndómsheimið við Tinghúsvegin. Kaj kendi eg heilt væl, hann arbeiddi í mong ár á Telegrafstøðini, har pápabeiggi mín arbeiddi. Kaj var eisini kendur brandmaður, sum vit minnast serliga frá ungum árum í Havn. Kaj og Gunnar, róptir hjá Klokkaranum vóru brøður.
Ovast á Tinghúsvegnum sæst, hvussu smalur Tinghúsvegurin einaferð var. Hetta sæst eisini longri niðri á Tinghúsvegnum. (Mynd Vagnur)
Húsini hjá Wellejus frá 1949 vóru serlig. Í míni tíð búðu Finn og Ása Winther í húsunum, men søgan sigur, at tað var danin Frithiof Wellejus, sum útvegaði sær húsini úr Danmark. Wellejus seldi radiotól niðri í Gongini. Mær er sagt, at Wellejus vann húsini í donskum eydnuhjóli og flutti tey til Føroya. Hetta passar væl, tí uttan iva vóru hesi sniðhúsini ikki bygd eins og húsini í Havn tá. Millum annað hoyrdi bilskúrur til húsini, sum tú ikki sást aðrastaðni við Tinghúsvegin. Sjálvur minnist eg danan Frithiof Wellejus, sum var útbúgvin verkfrøðingur og hevði handil í Gongini. Wellejus flutti í 1919 til Føroya og fór aftur úr Føroyum í 1964, tá Marstein tók yvir radiohandilin í Gongini.
Er nógv broytt, tá vit hyggja vestureftir á eldri myndunum, so er lítið og einki bygt á trøðni hjá Petta Post og teimum og har um leiðir. Júst Rubeksen slær bøin hvørt summar og longri uppi er bæði seyður og fenaður. (Vagnur)
Fjósið, sum vit síggja á eini eldri myndini, stendur har enn. (Mynd Vagnur)
Neistakvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn)
KI úr Keypmannahavn var fyrsta útlendska kvinnulið, sum vitjaði í Føroyum. Tað var Sára Hansen eldhugaða forkvinnan í Neistanum, sum fekk vitjanina í lag í 1948. KI spældi í bestu deildini í Danmark, og millum donsku kvinnurnar var landsliðsspælari. Neistakvinnur fingu við hesi vitjan veruligan íbástur at menna kvinnuhondbóltin í felagnum, og longu árið eftir fóru neistakvinnur fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Keypmannahavnar at vitja KI. “Kvindernes Itrætsforening”.
Tað er torført hjá ungum fólki í dag at ímynda sær, hvussu stór hondbóltshending tað var í 1948, at eitt útlendskt kvinnulið á fyrsta sinni vitjaði Neistan. Tá var eingin flogferðsla, og ferðamannaskip sigldi aðruhvørja viku úr Føroyum til Danmarkar. Eldhugaða forkvinnan í Neistanum, Sára Hansen, hevði samband við hondbóltsfelagið KI í Keypmannahavn, og tað eydnaðist henni at fáa danska liðið til Føroya.
Stór mannfjøld hevði leitað sær í Gundadal at hyggja at fyrsta dystinum millum neistakvinnur og KI. Føroyska og danska merkið veittraðu við grúsvøllin, og Havnar Hornorkestur spældi føroyska og danska tjóðsangin.
Neistakvinnur og áskoðararnir sóu skjótt, at føroyskur kvinnuhondbóltur hevði nógv at læra. KI vann dystin 10-0. Serliga skaraði danska Birthe Lemberg Møller framúr; Hon hevði spælt á danska landsliðnum. Danska vitjanin gav neistakvinnum íblástur at menna kvinnuhondbóltin í felagnum, og longu árið eftir gekk leiðin til Danmarkar at vitja KI.
Serliga funnu neistakvinnur út av, at teir stóðu alt ov stillar á vøllinum. Tær máttu leggja alla orku í at læra seg at lofta, lumpa, at síggja og fata umstøður og líknandi, eisini tá ið tær vóru í ferð.
Elsa Horn, sum eigur myndina omanfyri, sigur, at neistakvinnur máttu hava styrk, tá ið tær fóru til Danmarkar í 1949. Fýra VB-kvinnur vóru við á ferðini. Dystirnir ímóti KI vórðu spældir í Ítróttaparkini í Keypmannahavn. Serliga minnið frá ferðini var, at Tjaldrið fekk maskintrupulleikar á heimferðini, og hetta førdi til, at neistakvinnur koma fýra dagar seinni enn ætlað til Føroya.
Elsa Horn var sjúkrasystranæmingur, og hon var útskeldað, tá ið hon kom aftur til arbeiðis. Fyristøðukvinnan var tó meira lagalig, tí hon visti, at Elsa hevði ikki ávirkan á, at hon kom fýra dagar ov seint til Føroya.
Neistakvinnur spældu í hvítum løriftskóm, sum høvdu ógvuliga tunnan botn. Skógvarnir vóru hvíttaðir eftir hvørja venjing, ja, botnurin var so tunnur, at tú merkti steinarnar á vøllinum ígjøgnum botnin. Til tess at minkað um steinarnar á vøllinum, vóru steinar mangan partur av upphitingini. Tú bukkaði teg niður, tók ein stein í hondina, tóku trý fet, hoppaði og kastaði steinin oman av vøllinum. So hetta má vera kreativ hopskotsvenjing, sigur Elsa Horn við heimasíðuna. (Vagnur)
Myndin tikin einaferð í 1960-árunum. (Myndeigari Jón Hansen)
Mynd frá 1960-árunum. Myndin sigur heilt nógv, tí nógv skip liggja fyri teym á Havnarvág. Orsøkin var, at Molin var ikki longdur, og Havnin var brimpláss á sunnanættunum. Havaldan kom beinleiðis á Havnina, og vit minnast, tá breyt í Vágsbotni, og aldurnar steðgaði mangan ikki fyrr enn uppi við Meiaríið. Á myndini sæst Hvítabjørn, og Tróndur kemur undan. Reyði krossur sæst áraka Skálatrøð. Alt grótið, sum seinni varð sprongt á Skálatrøð, varð brúkt sum grótkast, tá Molin varð longdur.
Ùti í Bakka var serliga stórur hjallur, sum Kaysten Andreasen átti. Hvør er søgan um stóra hjallin, sum vit onkuntíð plagdu at klatra í? Annars er einki broytt úti í Bakka á og Tinganesi uttan tað, at eini sethús eru bygd har, sum nógv politskt stríð stóðst um. Tá eg síggi Hvítabjørn, komi eg at hugsa um størstu aprílsøguna í Føroyum nakrantíð. Heilt stór mannamúgva streymaði oman til sjóvarmálan, tí Ùtvarp Føroya boðaði 1.apríl frá, at ein hvítabjørn var rikin inn á Havnarvág á einum ísflaka. Eg var sjálvur har og sjálvandi lumpaður. Heiti Golfsteymurin syrgir fyri, at eingin ísflaki kann reka inn á Havnarvág. (Vagnur)
Soleiðis minnist eg Skálatrøð. Stórur garður var laðaður um trøðna. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Sært tú heilt gamlar myndir úr Havn, sært tú bara nøkur hús úti á Reyni, í Vágsbotni og við Eystaruvág. Eingin bøur bara hagi. Havi ongantíð veruliga sett meg inn í, hvussu alt hetta hongur saman søguliga, men eg hoyrdi sum ungur, at kirkjubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð, og at Húsahagi umfataði alla jørðina norðan fyri Havnina, Yvir við Srond og vestureftir. Fyrstu havnafólkini átti onga jørð, og eg havi lisið mær, at fyrstu fólkini, sum settu búgv í Havn, vóru fólk, sum arbeiddu hjá Einahandlinum í Tinganesi. Í 1647 vóru jú bara tíggju skattgjaldarar í Havn, og fólkini vóru fátæk. Men í 1779 hendir nakað, sum kom at broyta nógv, og sum slóðaði fyri stórum framburðri í Havn.
Áhugavert kort úr bókini Havnarsøga IV. Vit síggja fyrstu innløgdu traðirnar av Húsahaga. (Mynd Havnarsøga IV)
Kühl kommandantur á Skansanum søkti í 1797 um fáa lagt eina trøð inn av Húsahaganum eystan fyri Skansan. Hesa trøð skuldu soldátarnir og yvirmenn teirra – einir fýrati í tali – fáa til brúks at velta eplir í. Tá sótu tvær festieinkjur á Húsagarði, og tær settu seg ikki ímóti, at umsøkta trøð varð løgd inn av hagnum. Hetta var fyrsta trøð av fleiri, sum næstu árini vóru lagdir inn av Húsahaga. Hetta vóru sokallaðar leigutraðir, sum menn seinni kundu keypa í nýggjari traðarlóg, tá so og so nógv varð velt á stykkinum. Onnur søga er, at hesar traðir, ja í okkara tíð, vóru seldar fyri stórar upphæddir til grundøki. Men hetta er onnur søga.
Tá menn í 1784 fóru undir at smíðja Havnar kirkju, búðu o.u. 500 fólk í Havn. Kirkjan var liðug í 1788. Húsahagi kemur oman í sjóvarmálan. Kirkjan varð umvæld í 1865 og gjørt hvít og mest sum nýggj kirkja. (Mynd Havnin-fólk og yrki)
Tá eg ein dagin spákaði niðri á Skálatrøð, rann mær til hugs, hví hetta nógv umrødda pláss eitur Skálatrøð. Tí Skálatrøð er ikki nøkur trøð, men stórt parkeringspláss, sum so nógv vilja hava hendur á. Millum annað til Tjóðpall, einaferð Musikkskúla og stóran parkeringskjallara. Familjur í Havn hava eftirnavnið Skála, og eg visti um mann, sum æt Skála Palli. Havi spurt meg fyri, men eingin veit rættiliga, hví Skálatrøð eitur Skálatrøð. So eg at leita í bókini Havnarsøga IV og bókini “verjir fyri Havnarvág, sum Mikkjal Helmsdal, sáli gav út í 1994. Jú, har var nakað at frætta um Húsahaga og Skálatrøð.
Løgið at hugsa sær, at Húsahagi einaferð strekti seg heilt oman í Vágsbotn.
Í eini bókini stendur, at árini 1805 til 1810 vóru nakrar traðir aftrat lagdar inn av Húsahaganum. Bøkjaratrøðin, Skálatrøð og Yviri á Trøð. Kongsbøndurnir á Húsagarði geva í skrivi til mynduleikarnar loyvi, at Niels N. Skaale hosutakari fær stykki av Húsahaga at velta. Stykkið er tætt við strondina millum Rættará og vestastu bøgarðarnar hjá Húsagarði. So leingi Niels N. Skaale ella kona hansara livir, hava tey alla trøðna; Men doyggja bæði teirra, verður trøðin lagd aftur til Húsagarð. Síggi, at hesin Niels N. Skaale fær laða garð um trøðna, og partur av hesum garði sæst framvegis við smiðjuna í Lítluvík.
Mynd av Eystaruvág. Húsahagi næstan oman í klettin.
Her hava vit so navnið Skálatrøð eftir manninum Niels N. Skaale hosutakara. Skálatrøð var leigutrøð, og Niels skuldi gjalda festarunum tveir ríkisbankadálar í silvuri árliga. Seinni í bókini sæst, at arvingarnir eftir Niels N. Skaale fingu ikki rætt at halda fram at leiga Skálatrøð. Tá eg var smádrongur, var Skálatrøð framvegis ein trøð, og mær er sagt, at M.C. Restorff eitt skifti átti trøðna. Sum myndin ovast sýnir, og sum eg minnist, var bøur frá Konradsbrekku og oman á sandin við hjá Valdamari Lützen. Seinast í 1960- árunum og fyrst í 1970- árunum fóru teir at spreingja har á leiðini, og grótið brúkt sum brimgarður úti á Molanum, tí Molin skuldi leingjast.
Ì 1902 búði 1650 fólk í Havn, og partur av Húsahaga er framvegis har. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá omanfyri er sagt, at kirkubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð og Álaker, so vóru tveir heilt stórir garðar í Kirkjubø – 26 merkur hvør. Av eystara kirkjubøfestinum kom sýslumansgarðurin, sum vit kenna sum Müllerstrøð og Müllershagi. H.C. Müller var sýslumaður, og tá hann doyði, og sýslumansembætið niðurlagt, var jørðin verandi í hondum Müller familjurnar. Men hetta fór ikki fram uttan stríð við tey í Kirkjubø, sum vildu hava jørðina aftur.
Trætan varð endaliga loyst í 1920-árunum soleiðis, at tær trettan merkurnar, sum sýslumansgarðurin hevði fevnt um, varð býttur soleiðis: Poul Müller fekk átta merkur, og fimm merkur fóru aftur til Kirkjubøar. Sjúrður Patursson fekk hálva triðju mørk og Gazet Patursson hálva triðju mørk. Tá var Kirkjubøur ikki í Tórshavnar kommunu. Løgið at hugsa sær, at nógv av innangarðsjørðini hjá Müllers familjuni er stykkjað út til grundøkið. Talan er um øll húsini á Argjum frá brúnnu um Sandá niðan til fótbóltsvøllin og suðureftir. Á Müllerstrøð, sum vit kalla økið. (Vagnur)
Skálatrøð 2015. Hetta nógv umrødda økið, sum so nógv vilja ogna sær. (Mynd Vagnur)
Standmyndin fer nakrar metrar oman um vegin, har fótur skal gerast við sjóvarmálan. Frálík avgerð. (Mynd Vagnur)
Í seinastu viku sá eg á Facebook havnarmeistaran skriva í viðmerking, at standmyndin av Nólsoyar Pálli stendur aftur í Vágsbotni fyri ólavsøku. Gjørdist meira forvitin, tí eg havi fylgt málinum og ført fram, hvussu ússaligt tað var av undanfarnu býráðssamgongu í snigálopi at taka niður standamyndina uttan at finna nýtt pláss. Standmyndin fekk lítla virðing, tá hon síðani var blakað uttan fyri verkstað inni á Hjalla, har eg tók mynd av henni.
Havi frætt frá nærmastu keldum, at herfyri var fundur millum listamannin, borgarstjóran, býararkitektin og onnur frá umstitingini. Har samdust tey um nýggja plássið til standmyndina í Vágsbotni. Listamaðurin gekk ikki við til at finna fyribils pláss ella seta upp standmyndina Yvir við Strond. Standmyndin er knýtt av gomlu bygningunum í Vágsbotni, og har skal hon standa. Fyri ólavsøku sigur formaðurin í Havnarnevndini. Gleðiligt og virðiligt, sum vit nógvu frøast um. Tað vóru “privat” persónar, sum fyri meira enn 25 árum síðani savnaðu inn pening og tók stig at fáa gjørt standmyndina, sum Hans Pauli Olsen evnaði til. (Vagnur)
Nýggjársbálið uppi á Heygnum sást um alla Havnina. Meira enn hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.
Hyggur tú at myndini oman fyri svartu barakkina, sært tú stóra hellu uppi á Heygnum, sum vit kallaðu staðið, har brøðurnir Høgni og Poul Mohr búgva. Har brendu ungfólk við Landavegin nýggjársbál longu frá fyrrapartin av 1900-talinum. Bálið sást um alla Havnina, og tað var stoltleiki at gera bálið so stórt sum gjørligt. Tíverri mistu vit frálíka staðið til nýggjársbál, og eisini mistu vit seinna frálíka staðið. Nú eru nýggjársbálini við Landavegin bara gomul góð minni.
Abbi mín Christian Christiansen og konan Sigrid bygdu sær hús við Landavegin í 1902, og fimm ár seinni vóru húsini hjá beiggjanum Sámal liðug. Mamma mín, sum var fødd í 1918, minnist væl til nýggjársbálini, sum vóru brend uppi á Heygnum. Tá var eingin vegur frá Landavegnum og niðan á økið, so alt brennið mátti berast niðan til bálið.
Nýggjársfyrireiking hjá okkum ungu við Landavegin var mest sum hæddarpunktið á árinum, tí stór orka og fyrireiking skuldi til at fáa til vega tilfar at brenna. Tá livdu vit ikki í slíkum pappírsveldi sum nú, so aðrir møguleika mátta takast í brúk.
Í 1959 var eg tíggju ára gamal, og eg minnist, hvussu ill vit ungu vóru, tá vit hoyrdu, at nú skuldu hús byggjast á Heygnum. Syrgilig søga at hoyra hjá okkum, tí nú mistu vit frálíka bálplássið. Høgni Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1959, og Poul Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1964 júst har, sum vit plagdu at brenna bál.
Her síggja vit yvir á helluna, har vit brendu stóru nýggjársbálini. Tá var alt bøur frá Landavegnum og oman í Hornabø.
Nú máttu vit finna annað pláss nærhendis, og har stóð ein sandborg á bønum júst har, sum parkeringsplássið er til fimleikahøllina. Plássið var bara tað næstbesta, men bál máttu vit brenna á nýggjárinum. Longu fyri jól byrjaðu vit at savna brenni, tí vit máttu vera fyrstir at ogna okkum nógvar sekkir við hølvispønum frá Skipasmiðjuni. Veit ikki, um Poul Mohr gav boð til handverkararnar, at landavegsdreingirnir skulu hava fyrsta rætt til hølvispønirnar, nú hann var farin við góða bálplássinum hjá okkum.
Sekkirnir vóru í fyrsta umfari goymdir ymsastaðni við Landavegin millum annað í tveimum bilhúsum, har Fróðskaparsetrið nú stendur. Einaferð fingu vit heilt nógv gott tilfar frá Sjómansskúlanum, sum stóð liðugur í 1962. Haldi, at okkurt árið var tilfar bara tikið uttan at spyrja um loyvi.
Í sandborgini brendu vit bál og eisini summi ár heilt stór bál. Minnist, at Andreas Restorff nú ætlaði sær at selja jólatrø, men hann tók dekan og rívan til, tí hann brendi inni við fleiri hundrað jólatrøum. Hesi jólatrø fingu vit, men trupulleiki var at fáa tey heilt niðan til bálið, tí har var eingin vegur bara ein gøta. Vit leigaðu bil frá Jón Hansen og fluttu øll trøini niðan til áðurnevndu bilhúsini. Vit goymdu helvtina av trøunum til seinni nýtslu og sleipaðu og bóru hini helvtina niðan til bálið. Summi trø vóru høg og harvið tung. Hetta var hestaarbeiði, sum eg minnist ilt aftur á.
Húsini hjá Poul Mohr var bygt á okkara frálíka bálplássi. (Mynd Vagnur)
Hini trøini brendu vit í ánni niðri við Ellisheimið 1. mai, tá landavegsdrongur fylti ár. Hetta spældi ikki væl av, tí bálið gjørdist alt ov stórt. Vit blivu meldaðir, og sløkkilið kom á staðið og sløkti bálið.
1968 kom Venjingarskúlin, og fyrst í 1980-árunum bygdu tey fimleikahøllina hjá Havnar fimleikafelag. Tá mistu vit sandborgina sum bálstað. Vit góvust ikki so, tí bál skuldi brennast, vóru vit øll samd um. Beiggi mín og eitt systkinabarn búgva nær fimleikahøllini, og millum hesi húsini og høllina brendu vit bál. Menn vóru djarvir, tí sjálvt um vindurin mangan var nógvur, og hús vóru nær bálstaðnum, so varð tendrað í hvørt ár. Nú var nemmari at fáa brennið til bálið, tí lastbilur koyrdi tilfar næstan til bálstaðið.
Stóra tilfarsmiðið var framvegis Tórshavnar Skipasmiðja. Vit royndu bara at brenna timbur og harvið nógvar plattar. Eitt av seinastu árunum vit brendu bál, var veruligu vandi á ferð. Kiwanis felagsskapurin var byrjaður at selja jólatrø, men seldi ikki øll. Hesi kanska hundrað jólatrøini komu á bálið hjá okkum. Hetta var tí eitt av teimum heilt stóru bálunum. Ein beiggi mín lándi eina brandslangu at seta í brandpost við vegin, um nakað skuldi hent.
Vit plagdu øll at standa uppat fimleikahøllini og eygleiða bálið, men hesuferð máttu vit flyta okkum niðan í brekkuna, tí hitin frá serliga nógvu jólatrøunum gjørdist so heitur. Knappliga hoyrdu vit serligt brak, tað vóru vindeyguni í høllini sum brotnaðu av nógva hitanum. Tíbetur var góðveður hesa løtuna, og eg síggi fyri mær hesa høgu vøkru eldflammuna fara steyrrætta upp frá bálinum.
Nú eru Landavegsungdómarnir farnir at eldast, og einki stórt bál verður brent við Landavegin. Orsøkin er tó ikki aldur, men Tórshavnar kommuna hevur tikið bálplássið við fimleikahøllina frá okkum at nýta til parkeringspláss. Henda minniliga tíðin og nógva stríðið at savna brenni til nýggjársbálið eru nú bara góð gomul minni. Umframt bálini, gjørdu vit nógva heimagjørdar bumbur. Krút, perlur og fjús varð keypt frá Carl á lag, og so var at pakka inn, stramma tvein um og síðan bika ella ferniserað bumburnar. Hetta var vandamikið, tí tú vistu ongantíð, hvønn veg henda bumban fór. Onkur fekk okkurt árið skaða við nýggjársbálið.
At enda kann eg leggja aftrat, at tá hús vóru bygd uppi á Heygnum, fekk nýggi vegur navnið handan Á. Men so kom undan kavi navnið á Stórheyggi. Fimleikahøllin á Stórheyggi. Einki æt Stórheyggur har á staðnum í mínum ungdómsárunum. Stórheyggur er ikki vakurt navn. Og so eitur eitt Debesartrøð. Einki æt Debesartrøð í mínum ungdómsárum. Fróðskaparsetrið er bygt á Rossatrøðni. Hvønn Debersartrøð er uppkallað eftir, veit eg ikki, men Sámal Debes búði har á leiðini, men hann búðu nógv longri vestri enn núverandi Debesartrøð. Uttan iva dámdi fólkum ikki at siga Fróðskaparsetrið á Rossatrøðni, sum trøðin í veruleikanum æt. (Vagnur)