Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Úr myndasavninum – Kim Lützen var úlvungi og skóti á Bakkahellu

$
0
0
Hugagóðir skótar í 1953 í skótahúsinum á Bakkahellu. Aftast fra vinstru Olivur Næss, Birni Dam, Eðin Jacobsen og Tummas Arge. Fremst frá vinstru Flóvin Jacobsen, Kim Lützen, Richard Bugash og Torstein Arge. (Mynd SSB skótar)

Komi av og á mánamorgun í SSB skótahúsið við Havnará, har eldri skótar hittast til drekkamunn og prát. Teir elstu skótarnir vóru eisini skótar niðri á Bakkahellu, meðan vit aðrir byrjaðu sum úlvungar og skótar í nýggja skótahúsinum við Havnará, sum var tikið í nýtslu í 1959.

Kom í blaðnum Eyganum frá 1976 fram á grein um SSB skótar, har eisini myndir vóru av skótaliði frá tíðini á Bakkahellu. Myndirnar eru frá um 1953, og á myndini er  Kim Lützen, sum er føddur í 1939 og er 83 ára gamal. Havi spurt Kim, hvat hann minnist um tíðina á Bakkahellu.

Kim hevur góð minni í skótahúsinum á Bakkahellu. (Mynd Vagnur)

– Nógv góð minni havi eg frá tíðini í skótahúsinum á Bakkahellu fyrst sum úlvungi og síðani sum skóti. Vit vóru sum skótar fýra fimm patruljur, og okkara æt Ternan. Birni Dam var førari og seinni Tummas Arge. Skótahúsini á Bakkahellu vóru smá, einans tvey rúm. Vit høvdu grúgvu og eina peru í hvørjum rúmi. Vesið var einki, og tí máttu vit kasta okkum av vatninum uttanfyri.

– Minnist, at vit fundaðust einaferð um vikuna, og í vikuskiftinum vóru av og á kappingar, og so vóru vit eisini á ferð. Lógu í leir oman fyri Bø í Vágum, páskaferð í Kvívík, og vit vóru eisini í Suðuroy og aðrastaðni. Í 1952 vóru vit tretivu SSB skótar minniliga skótaferð  í Noregi. Kann nevna, at Zacharias á Skipafelagnum var góður stuðul hjá skótunum, og hann fekk Tjaldur at seta okkum av við Stavanger, har loðsbátur fraktaði okkum í land. Vit skuldu til stað, sum æt Verdal.

– Sum skóti minnist eg serliga, hvussu hugagóðir vit vóru at ogna okkum ymisk merki at seyma á búnan. Tú skuldi standa ymsar royndir til tess at fáa merkini. Tildømis 1. hjálparamerki, duga at binda nógvar knútar, renna ávist strekki upp á tíð, og hetta at minnast eini tjúgu ting á borðinum. Síðani skuldi tú dugu morsiteknini og ikki at gloyma kumpassina. Jú, nógv góð minni frá tíðini á Bakkahellu, sigur Kim og heldur fram.

– Einki heitt vatn var í skótahúsinum, og so oman til grannar ella Meiaríið á fáa okkum heitt vatn í stóran mjólkardunk, so vit kundu vaska skótahúsið. Patruljurnar skiftust eina viku í senn at vaska húsið.

Á Bakkahellu var eitt skótalið við fýra fimm patruljum. Olivur Næss skrivar uttan iva í fundarbókina. SSB skótar fingu í 1959 nýtt skótahús við Havnará sunnanfyri Plantasjuna. ( Mynd blaðið Eygað)

– Minnist, tá  skótarnir skipaðu fyri lutaseðlasølu, tí longu tá ætlaðu skótarnir at byggja nýtt skótahús, tí tað gjørdist vaksandi áhugi at gerast úlvungi og skóti. Skipað var fyri lutaseðlasølu aftaná eg gavst, har skótarnir hava spurt Mogens pápa mín um at lata ein vinning. Hann var so beinasamur at lata eitt tons av koli tjúgu sekkir á hundrað pund, sum var eitt ársforbrúk.

– Ternan – okkara pratrulja – hevði onga kapping vunnið í langa tíð, og hevði tí ikki fingið silvurplátu á standaran. Men so tóku vit okkum saman og vunnu eina av stóru kappingunum, og frøin var stór, tá vit fingu gjørt stóra graveraða silvurplátu á standaran, sigur Kim at enda.

Í 1955 gavst Kim sum skóti, tí tá fór hann av landinum í lestrarørindum. Vit, sum eru uppvaksin við Landavegin, komu nógv í Rættará, sum osar av søgu. Fabrikkin Østrøm, Skeiva pakkhús, Müllers pakkhús, gamla Hospitalið og nógv søgulig hús eru har á leiðini.

Skótalið Sigmunds Brestissonar var stovnað 2. februar 1926. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Kim Lützen var úlvungi og skóti á Bakkahellu appeared first on Hvannrók.


Úr myndasavninum – vesturbýurin nógv broyttur í mínari tíð

$
0
0
Áhugavert hjá okkum, sum eru uppvaksin í vesturbýnum at síggja hesa mynd. (Myndaeigari Jón Hansen)

Áhugaverd mynd tikin av Oyggjarvegin og út á Argir. Vit síggjast húsini hjá okkum við Landavegin, og er má siga, at har er nógv broytt suðureftir, síðani myndin var tikin í 1960-árunum. Har er eingin Vesturkirkja, tí grundasteinurin til Vesturkirkjuna var lagdur í 1968, og 24. februar 1971 gróvu teir fyrstu bøkkarnar. Vit síggja ongan Venjingarskúlia, og teir eru ikki byrjaðir at grava út fyri skúlanum, sum var tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 1968.

Frá okkum við Landavegin vóru fleiri traðir oman í Hornabø. Leivdir av gøtuni síggjast enn. Fyrst kom Venjingarskúlin og síðan Skúlin á Trøðni. Á myndini eru tey ikki enn farin at stykkja út nógvu grundøkini á Müllerstrøð. Annars heilt lítið broytt í Grønlandi, tó síggi eg, at húsini í Kardamummubýnum eru enn ikki bygd. Haldi, at fyrstu húsini vóru liðug í 1967. Nýggja Landssjúkrahúsið er ikki at síggja. Har var grundarsteinurin lagdur í 1962 av Peturi Mohr Dam, løgmanni, og sum tólv ára gamal var eg á staðnum. Eg meini at sjúkrahúsið varð liðugt í 1968, og bygningarnir til tey sálarligu sjúku tiknir í nýtslu í 1970. Altíð áhugavert at síggja slíka mynd. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – vesturbýurin nógv broyttur í mínari tíð appeared first on Hvannrók.

Atli Dam fyrrv. løgmaður skuldi fingið aðra gøtu í Hoyvík

$
0
0
Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)
Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)

Gøtunavnanevndin í Havn hevur kallað upp nógvar gøtur í Hoyvík eftir farnum løgmonnum, sum vit hava havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Talan er um gøturnar Andrasargøtu, Kristiansgøtu, Pætursgøtu, Hákunargøtu, Atlagøtu og Maritugøtu. Marita Petersen er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyum.

Fyrsti løgmaður var Andrass Samuelsen, sum var løgmaður árini 1948-1950, og síðani Kristian Djurhuus 1950-1959. Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst í Tinganesi. Heili sekstan ár í tveimum umførum. 1970-1984 og 1990-1992. Men gøtunavnanevndin hevur givið Atla “keðiligastu gøtuna”, tí eingin býr við Atlagøtu, og harvið hevur eingin tildømis adressu Atlagøta 12. Hetta átti gøtunavnanevndin at fingið broytt, so navnið Atli Dam kemur til sín rætt í Hoyvík.

Eingin hús hava adressu Atlagøta. Hetta er spell. (Mynd Vagnur)
Eingin hús hava adressu Atlagøta. Hetta er spell. (Mynd Vagnur)

Atlagøta er gøtan, sum strekkir seg millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt. Tá eg um dagarnar koyrdi har uppi, kom eg knappliga at hugsa um, hví júst henda gøtan fekk navn eftir Atla Dam, fyrrverandi løgmann. Fleiri hundrað fólk hava tildømis adressu Kristiansgøta ella Andrasargøta, men eingin hevur adressu Atlagøta. Nøkur fá hús liggja út til Atlagøtu, men inngongdin til húsini er út til aðra gøtu. Hví er hetta gjørt? Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst sum løgmaður, tí skuldi Atlagøta vera gøtan, sum veruliga  kom til sín rætt til minnis um Atla Dam. Men so er ikki.

Skilji ikki, at gøtunavnanevndi hevur givið hesi gøtuni navnið Atlagøta. (Mynd Vagnur)
Skilji ikki, at gøtunavnanevndin gav júst hesi gøtuni navnið Atlagøta. (Mynd Vagnur)

Atli Dam var formaður í Javnaðarflokkinum frá 1972 til 1993, og tað var hann, sum fekk okkum undirgrundina, tá Poul Schlüter var statsministari í Danmark. Eg haldi, at gøtunavnanevndin hevur her framt eitt sjálvmál. Ein gøta eitur Maritugøta, og Marita er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyar undir heimastýrislógini frá 1948. Martia var løgmaður frá januar mánað 1993 til september mánað 1994. Hetta var í ringastu fíggjarkrepputíð, og Marita hevði tað ikki lætt sum løgmaður hesa tíðina.

Sum sagt var Andrass Samuelsen fyrsti løgmaður undir heimastýrislógini. Hann var løgmaður árini 1948-1950, síðani kom Kristian Djurhuus 1950-1959 og aftur frá 1968-1970. Petur Mohr Dam var løgmaður árini 1959-1963, síðani kom Hákun Djurhuus 1963-1967, og Kristian Djurhuus aftur frá 1968-1970. Atli Dam var fyrst løgmaður frá 1970-1984 og síðani aftur frá 1990-1992.  Marita Petersen var løgmaður frá januar mánað 1993 til september mánað 1994. (Vagnur)

 

 

The post Atli Dam fyrrv. løgmaður skuldi fingið aðra gøtu í Hoyvík appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Tey hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli (e)

$
0
0
Oldboys Kyndil og Neistin í 1981. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Poul Johannes Johansen, Nick Hansen, Eigil Lyngsø, Vagnar Olsen, Bjarni Johansen, Jógvan Andras Joensen, Mortan Mørk, Viggo í Stórustovu og Johnny Reinert. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Petur Hans Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Dia Jacobsen, Petur av Sandi, Hildibjart Johansen, Poli Jacobsen, Henning Eysturoy og Heðin Mikkelsen. (Mynd Óli Hansen)

Í vetur skrivaði eg tvær greinar um oldboys og oldgirls liðini hjá Neistanum og Kyndli, sum 1981 hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli. Nú havi eg fingið felagsmynd av mansliðunum hjá Kyndli og Neistanum senda frá Óla Hansen, og felagsmyndin skal sjálvandi á heimasíðuna. Nógvir av monnunum eru ikki millum okkum longur, men eftir liggur stórt arbeiði, sum teir gjørdu og slóðu fyri í feløgunum. Niðast er grein, sum eg skrivaði um oldgirls kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum.

Liðmyndin omanfyri er frá 1981, tá ið Kyndil fylti 25 ár. Neistaspælararnir á myndini spældu flestir í 50-árunum, men spælari sum Mortan Mørk, sáli, spældi eisini í 40-árunum, og Johnny Reinert og Bjarni Johansen spældi eisini fyrst í 60 árunum. So er onkur, sum spyr, hví Torbjørn Mikkelsen, sáli, er á myndini og er farin í bláan búna. Niðast er eisini grein av old girls liðunum hjá Kyndli og Neistanum, sum eisini spældu í 1981. Myndin av kvinnuliðnum hevur áður verið á heimasíðuni, men myndina av old boys monnunum hjá Neistinum og Kyndli, fekk eg sendandi frá Óla Hansen. Myndina havi eg ikki sæð áður.

Bæði Kyndil og H71 eru sprottin úr Neistanum, og tað vóru ungfólk, sum hildu til í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil í 1956. Fleiri góðir spælarar millum annað Torbjørn Mikkelsen, Petur Sigurd Rasmussen og Hannis Jacobsen fór tá úr Neistanum í nýggja felagið. Á 25 ára føðingardegnum spældi Torbjørn við sínum gomlu liðfeløgum.

Á myndini er Henning Eysturoy, sáli, sum í fleiri ár var formaður í Neistanum. Hann og Eðin Slættesen løgdu nógvar tímar í felagsskapin, sum vit ungu fingu gleða av. Sjey spælarar á myndunum eru ikki millum okkum longur. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Neistakvinnur og kyndilskvinnur á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli í 1981

rederiksen, Karin Joensen, Gunnbjørg Rubeksen, Anna Dalsgarð, Sólrun Klein, Martha Hansen og Hildibjørg Wiehe. Húkandi f.v: Jutta Poulsen, Duddan Thomsen, Margit Poulsen, Malvina á Dunga, Elsa Patursson, Ella Gaard Hansen, Sølvá Nolsøe og Hilda Lamba. (Mynd Evald Larsen)

Stuttligt at síggja myndina av “old girls” kvinnunum, sum Evald Larsen tók á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli. Hetta var í 1981. Tú minnist aftur kvinnurnar, sum stríddust á grúsvøllinum í Gundadali. Neistakvinnur høvdu vunnið fleiri meistaraheiti í 50-árunum, men nú fór fram ættarskifti á neistaliðnum, og liðið var ikki nóg gott at enduvinna meistaraheitið. Í 1960, 1961 og 1962 vann Søljan úr Sandavági, í 1963 VÍF, í 1964 Kyndil, í 1965 Søljan, Neistin í 1966 og 1967 og VÍF í 1968.

Eg hitti Sólruna Klein, sum spældi við kyndilsliðnum í 60 árunum og var við at vinna Fm-heitið í 1964. Hon segði frá stuttligari hending um Sáru Hansen, sum var úrmælingur á vøllinum og altíð spældi í longum buksum. Venjarin hjá Kyndli Viggo í Stórustovu vildi vera við, at Sára ikki hevði loyvi at spæla í longum buksum, so hann noktaði kyndilskvinnum at spæla dystin. Men alt spældi tó væl av, tí dómarin skar ígjøgnum og segði, at spældu kyndilskvinnur ikki, so var dysturin taptur.

Og dysturin bleiv spældur í øllum góðum. Á myndini er Olga Frederiksen, sum veruliga setti sítt fingramerki á føroyskan hondbólt. Hon var stór og sterk og hevði spælt á høgum støði í Danmark. Í fleiri ár var hon álitið á kyndilsliðnum. Kvinnurnar á myndini eru ikki javngamlar og spældu tí ymisk tíðarskeið á hondbóltsleiðini. Summar í 40 árunum og summar í 50 árunum. (Vagnur)

 

The post Úr myndasavninum – Tey hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli (e) appeared first on Hvannrók.

Gundadalur er nógv broyttur, síðani myndirnar vórðu tiknar

$
0
0
Áhugaverd og góð mynd av Gundadali frá 1957. B36-húsið varð bygt í 1943, og bilurin Fø 333 er ein Standard Vanguard árgangur 1955/1958 (Myndaeigari Jógvan á Lað)

Altíð stuttligt og áhugavert at fáa sendandi gamlar myndir, ja, og skriva um myndirnar og at kanna ymist á myndini. Tvær forvitnisligar myndir, onnur av Gundadali í 1957, tá Føroyar og Hetland skuldu spæla landsdyst í fótbólti. Niðara myndin er frá ólavsøkudegi 1959. Gundadalur er nógv broyttur hesi 58 árini. Eg minnist væl alt á myndunum, tí eg dugdi ikki meir enn at ganga, tá ið leiðin gekk í Gundadal at hyggja at fótbóltsdysti saman við pápa mínum. Hvat síggja vit so á myndini omanfyri?

Mitt í myndini síggja vit bilin Fø 333 av merkinum Standard Vanguard árgangur 1955/1958. Tað var Standard Motor Company úr Coventry í Bretlandi, sum framleiddi hesar bilar. Verksmiðjan var virkin árini frá 1947 til 1963. Síðani síggja vit partar av fótbóltsvøllinum, sum varð tikin í nýtslu í 1911. Í B36-bókini “Rennið dreingir” stendur mangt áhugavert um fótbóltsvøllin, tí tað var Havnar bóltfelag, sum tók stig at byggja vøllin, men Tórshavnar kommuna átti vøllin.

Bilarnar á Oyggjarvegnum frá vinstru eru: Standard 10, VW Transporter, Opel Kaptain, Vauxhall Cresta, Austin A30 og Ford Taunus. Fremst á myndin sæst Mannbjørn Mortensen. Maggi Gunnarsson hevur hjálpt mær at seta nøvn á bilarnar. Meinhard og Jutta Andreassen búði í húsunum. (Myndeigari Jógvan á Lað)

Tá so B36 varð stovnað í 1936, noktaðu tey í HB, at B36 slapp at venja á vøllinum, tí HB helt seg eiga vøllin. Stríðið millum HB og B36 um rættin at brúka vøllin helt fram líka til 1941, tá M.A. Jacobsen, býráðsformaður, mátti upp í leikin, so friður valdaði í Gundadali. Málið kom fyri býráðsfund, og har var endaliga samtykt, at HB og B36 høvdu eins rættindi til vøllin. B36 skuldi venja týskvøld, hósdag og leygadag, og HB skuldi so hava vøllin hinar dagarnar.

B36-húsið er eisini áhugavert, tí karmarnir tá og nú eru sum dagur og nátt. Fyrstu árini skiftu B36-spælararnir aftan fyri steinar í Gundadali, og skuldu fótbóltsstyvlar skolast og andlit, føtur og armar við, so fóru teir í ánna at tváa sær. Ikki fyrr enn í 1943 bygdu tey B36-húsið, sum stendur enn. Hús við góðum skiftingarrúmum við brúsubað aftan á venjing, men bert kalda brúsu. HB-húsið stóð úti við ánna vestanfyri. MIðskeiðis í myndini síggjast skiftingarrúmini, sum hoyrdu til svimjihylin frá 1930. Hylurin varð stongdur í 1949, tí hylurin var vorðin so skitin, at vandi var fyri ymsum smittum.

Jóhan Shell, konan og dóttirin uttan fyri summarhúsið í Gundadali. Jóhan hevði hønur, velti epli og hevði seyð á trøðni. (Myndeigari Bette Johansen)

Tá myndirnar vóru tiknar, æt vegurin fram við nú Listaskálanum Oyggjarvegurin og broytti seinni navnið til Gundadalsvegur. Vinstrumegin á fyrstu myndini síggja vit “Elektricitetsverkið”, sum tað æt tá. EL-verk varð bygt á Rundingi í 1920, men Havnin vaks so mikið nógv, at verkið megnaði ikki at nøkta el-tørvin. Ætlanin var at byggja út á Rundingi, men ætlanin varð slept.

Tórshavnar kommuna byrjaði í 1948 at byggja El-verk við Oyggjarvegin, og í 1950 varð verkið tikið í nýtslu, og tá steðgaði virksemið á Rundingi. Á verkinum við Oyggjarvegin stóðu tveir 600 hesta B&W motorar. El-verkið bygdi fyritøkan P.A. Petersen úr Keypmannahavn. Í 1974 fór fyrsti motorurin á Sundi at mala, og tá var ikki longur brúk fyri el-verkinum við Oyggjarvegin. Havnin hevði tá eisini fingið streym úr Vestmanna.

Nærmastu grannar til fótbóltsvøllin vóru húsini nærmast til vinstru á næstu myndini, har Meinhard og Jutta Andeasen búðu. Longri uppi á ovastu myndini síggja vit húsini hjá Harry Johansen, sum vóru bygd 1948/1949 á trøðni hjá familjuni. Eini summarhús standa á trøðni, og lágu summarhúsini átti Jóhan Shell, pápi Harry Johansen.

Bette, dóttir Harry, sigur mær, at tá hon var smágenta, búðu í húsunum Ásbjørn og Ninna Nattestad og børn teirra Natte og Beinta. Oman fyri el-verkið standa húsini hjá  Marius Weihe, og har standa eisini hvítu húsini hjá Henningi Jacobsen. Hinumegin húsini hjá Harry Johansen standi eini hvít hús, men húsini eru tikin niður. Húsini átti Petur Mohr Persson, pápi Niels Persson. Miðskeiðis í ovastu mynd síggja vit skíðibrekkuna frá HB-húsinum og niðan til trøðna hjá Henry Djurhuus. Mær er sagt, at skíðibrekkan riggaði ikki væl, tí ov lítið av kava fekst at liggja á brekkuni.

Vit kunnu enda hesi orðini at nevna “pisshúsið” í Gundadali, sum sæst høgrumegin á ovastu myndini. Slík pisshús stóðu nógvastaðni í býnum eitt nú niðri í Vágsbotni við gomlu Perluna og á Kongabrúnni. Pisshúsini vóru bara til menn, og mangan var ikki tespiligt at koma í pisshúsini, tí har var ofta skitið og frárenslið tipt. Takk til Bette og Maggi fyri hjálpina. (Vagnur)

 

 

 

The post Gundadalur er nógv broyttur, síðani myndirnar vórðu tiknar appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Henda myndin vekir nógv góð minni

$
0
0
Áhugavert at hugsa sær, at baðistova hevur verið í lágu húsunum við Sjónleikarhúsið. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Tá eg sá myndina omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki, kom eg at hugsa um Arna G, hvørs fulla navn var Peter Arne Henry Lisberg Danielsen. Arne búði við Tinghúsvegin nærmasti granni hjá pápabeiggja mínum Aage Michelsen. Ikki visti eg, at tá ensku hermenninir komu at halda til í Sjónleikarhúsinum undir krígnum, bygdu teir eina baðistovu hinumegin vegin. Tá kríggið var av, yvirtók kommunan húsini. Leiguavtalu var gjørd við Arna Danielsen um at halda fram við baðistovuni. Arni gavst við baðivirkseminum í 1958. Men so nógv annað áhugavert er at síggja á hesi mynd. Greinin skrivað í 2016.

Sjónleikarhúsið til høgru á myndini var bygt í 1926 og kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaðu húsunum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív.

Fara vit aftur til lága bygningin til vinstru, so minnist eg, at handverkarar hildu til í húsunum til 1992, tá tey blivu tikin niður. Hetta vóru menn, sum tóku sær av vatnleiðingunum í býnum. Tá vóru øll rørini úr jarni, sum við tíðini tardust, og tí vóru hesi handverkarar vanliga at síggja í gøtunum, tá rustaðu rørini fóru á hol í vegnum.

Hesi sjáldsomu lágu húsini máttu víkja fyri fleiri parkeringsplássum, nú bilatalið seinnu árini vaks við fúkandi ferð. Tó so, stóra kreppan minkaði um bilarnar frá 18.000 niður í 14.000 bilar í Føroyum. Til stuttleika kann nevnast, at 1. januar 2016 eru heilir 21.500 persónbilar skrásettir í Føroyum, og síðani koma einir 4000 vinnubilar og aðrir bilar aftrat, so samlaða talið er um 30.000 skrásett akfør, tá eru motorsúkklurnar taldar við.

Húsini mitt í myndini eru eisini áhugaverd, tí tað eg minnist, hekk stórt skelti á húsunum við tekstinum Bambus foto. Svend Poulsen róptur Bambus kendi eg væl. Minnist hann sum skótaleiðara, ja, so kom man eisini í handilin at keypa ella taka onkra mynd. Bambus læt í 1950 upp fotoatelier á Tinghúsvegnum. Í 1966 flutti hann í húsini, vit síggja á myndini. Handilin hjá Bambus var í niðaru hædd, og foturúmið var uppiá. Stóru húsini aftanfyri baðistovuna, vóru húsini hjá Slættanes, og aftanfyri hjá Bambus búði kendi listamálarin Sigmund Petersen.  (Vagnur)

 

 

The post Úr myndasavninum – Henda myndin vekir nógv góð minni appeared first on Hvannrók.

Magdalena, sum nú er farin, hitti eg í 2016 á savninum hjá Birgari

$
0
0
65 ára gamal Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)
65 ára gamla Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)

Á sumri 2016 var eg á gátt í savninum hjá Birgari, har eg hitti 65 ára gamla konu, sum er javngomul við meg, og sum eg slett ikki visti var til. Konan eitur Magdalena Thiim fødd Næs og er dóttir Noomi Juul og Erhardt Næs. Um dagarnar hoyrdist í Kringvarpinum, at konan nú er farin. Magdalena gekk í Nonnuskúlanum, tá eg gekk har fýra fyrstu skúlaárini, men minnist ikki henda næming. Kendi ikki Magdalenu, men kenni væl foreldrini Erhardt og Noomi. Erhardt var tá 89 ára gamal og búði í sambýli í Hvalba, og Magdalena var komin úr Kanada at vitja foreldrini. Fekk tá áhugavert prát við Magdalenu, og komin heim festi eg orðini á blað at leggja á heimasíðuna, sum eg endurtaki niðanfyri.

Erhardt var formaður í ÍSF árini (1975-1978)
Erhardt var formaður í ÍSF árini (1975-1978)

Fyrstu ferð eg hitt Erhardt, var tá eg sum trettan ára gamal kom at stýra 5-mannafarinum Sílinum. Erhardt var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1954-1959 og 1962-1964. Í 1962 var Erhardt valdur til skrivara í ÍSF, og árini 1975-1978 var hann formaður í ÍSF. Noomi Juul havi eg altíð kent, og serliga seinnu árini, tá eg hyggi at framsýningum av gomlum lutum, hon selir á torginum í SMS og aðrastaðni.

Tá eg sígggi í andliti á Magdalenu, síggi eg nakað í Erhardti í henni. Magdalena býr í Kanada og giftist donskum manni úr Ålborg. Tey eiga ein son. Eg kom at hitta Magdalenu og mammusystrina Bibi inni á savninum hjá Birgari, sum heldur til í húsnum hjá Bibi. Eg spurdi Magdalenu, um hon fylgir væl við í fjølmiðlunum, hvussu gongst í Føroyum, nú hon í hálvthundrað ár hevur búð uttanlands, og Magdalena sigur. – Beint nú er røddin mín troytt, tí eg eri ikki von at tosa føroyskt í gerandisdegnum. Eg eri hvønn dag á ymsum portalum til tess at fylgja við, hvussu gongst í Føroyum.

– 8. oktober 1965 flutti eg sum fimtan ára gomul til Ålborg, har eg seinni hitti mann mín. Seinni fluttu vit til Kanada, har vit búgva. Í miðal eri eg triðja hvørt ár í Føroyum. Eg havi júst verið í Hvalba og vitja pápa mín Erhardt Næs, sigur Magdalena, sum tosar føroyskt sum vit onnur, sjálvt um hon dagliga mest sum ikki tosar føroyskt.

Eg haldi, at tað er so spennandi og áhugavert at hitta fólk, sum tú ongantíð hevur sæð, men sum tú beinanvegin lætt kann práta við, tí tú kennir foreldrini og onnur í familjuni hjá viðkomandi. (Vagnur)

 

The post Magdalena, sum nú er farin, hitti eg í 2016 á savninum hjá Birgari appeared first on Hvannrók.

43 ár liðin síðani rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador (1)

$
0
0
Brúgvin var úr alminium og bráðnaði sum kavi. (Mynd Bókin)
Brúgvin var úr alminium og bráðnaði sum kavi. (Mynd bókin)

Vinmaðurin Djóni Dalsgarð av Velbastað og eg tosaðu ein dagin um hendingina, tá ið rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador. Djóni var tá 21 ára gamal og ein av manningini. Eg hevði hug at skriva eina grein um hendingina, sum annars er at lesa um í endurminningunum eftir Eileri Jacobsen. Hugsaði, at eg átti at tosað við Ingolf Rasmussen, skipara á Sólborg, sum býr í Havn, men sum eg ikki kendi. Kanska átti hann nakrar myndir frá hendingini. Hetta skulu gerast áhugaverd vitjan, tí tað vísti seg, at Ingolf og eg eru í familju. Greinin skrivað í 2014.

Sólborg hevði júst landað fulla last í Matane og var komin út á fiskileið og hevði fiskað í tríggjar dagar. Rokfiskiskapur, tí eftir trimum døgum vóru hundrað tons av rækjum í lastini, sum var flúgvandi byrjan. Um miðnáttina kom eldur í skipið, og eldurin breiddi seg skjótt. Roykurin gjørdist skjótt so tjúkkur, at bara var at halda seg burtur.

Djóni st. t.v. var 21 ár, tá Sólborg brendi í 1979. Hinir á myndini eru Christian Eli Poulsen, Sverri Heinesen og kanadiskur eftirlitsmaður. (Mynd bókin)
Djóni var 21 ár, tá Sólborg brendi í 1979. Hinir á myndini eru Christian Eli Poulsen, Sverri Heinesen og kanadiskur eftirlitsmaður. (Mynd bókin)

Stýrimaðurin á Sólborg greiddi seinni frá í rættinum, at vandi var fyri roykeitran, tí nógv kunststoff, plastikk og annað leyst og fast var umborð á skipinum. Teir roknaðu við, at eldurin var kyknaður í kamari har frammi fult av pakkitilfari.

Skiparin Ingolf Rasmussen var á brúnni, og tá hann fekk boðini, var allar fyrst at fáa bjargað manningini. Hepni var við manningini, tí vaktarskifti var júst um midnáttina, og tí var manningin á veg úr koyggjuni og upp til arbeiðis. Hevði tann vaktin – einir fjúrtan mans – sovið, tá eldur kom í skipið, hevði neyvan eydnast øllum at sleppa við lívinum. Tá teir taldu manningina, funnu teir fram til, at ein maður restaði í. Til alla lukku funnu teir løtu seinni hann har afturi í skipinum

Sólborg brendi í eina viku. Tá ið Tjaldri, sum hevði vatnkanón kom til skipið, eyndaðist at sløkkja. (Mynd Bókin)
Sólborg brendi í eina viku. Tá ið Tjaldrið, sum hevði vatnkanón, kom til skipið, eyndaðist at sløkkja. (Mynd Bókin)

Veðrið var av tí allar besta, og rækjutrolararnir V. U. Hammershaimb og Hvítanes vóru á somu leið og komu Sólborg til hjálpar. Manningin fór skjótt av skipinum, tí hitin bleiv so øgiligur. Eisini leitaði eldurin seg skjótt til brúnna, sum var av alminium og smeltaði sum kavi. Alt skipið innan var uppkolað uttan maskinrúmið. Har var bara eitt sindur av vatnskaði.

Skiparin Ingolf Rasmussen var einsamallur umborð á Sólborg í tveir tímar, og hann hevur ongantíð følt seg so einsamallan í lívinum sum tá. V.U. Hammershaimb fór undir at sleipa Sólborg, og á Hvarvinum var Tjaldið, sum hevði vatnkanón, komið til Sólborg og fekk sløkt eldin. Tá hevði Sólborg brent í eina viku.

Alt innan úr Sólborg kolaðist upp uttan maskinrúmið. (Mynd bókin)
Alt innan úr Sólborg kolaðist upp uttan maskinrúmið. (Mynd bókin)

Stór mannfjøld var komin oman á Eystur bryggju í Havn, tá Tjaldrið koma á Havnina við Sólborg. Øgiligi sjón at síggja Sólborg við ongari brúgv og uppkolað. Men lívið gongur víðari og eftir eitt ár, var Sólborg sum nýtt skip aftur. Teir fingu eitt nógv betri skip, tí umframt umvælingina, var skipið longt átta metrar.

Djóni sigur mær, at hann minnist ikki, at nakar panikkur var umborð á Sólborg. Djóni var triðseinastur av monnunum, sum var fluttur av Sólborg og umborð á V.U. Hammarshaimb. Hann minnist eisini, hvussu gott veðrið var, tá ið teir vóru sigldir millum skipini.

Í sambandi við umvælingina varð Sólborg longd átta metrar og gjørdist eitt betri skip. (Mynd bókin)
Í sambandi við umvælingina varð Sólborg longd átta metrar og gjørdist eitt betri skip. (Mynd bókin)

Djóni var við Sólborg í tvey ár og var eisini ein túr við nýumvældu Sólborg. Tilvildin vildi tað soleiðis, at hann ikki kom umborð aftur á Sólborg. Hann hevði um tað mundið ætlanin at sigla við Sólborg í nøkur ár og var júst mynstraður. Tann 13. oktober 1980 spældi hann ein hondbóltsdyst, og undir dystinum bleiv hann skaddur í øksluni. – Hetta mátti fara at laga seg, helt Djóni, tí Sólborg sigldi ikki fyrr enn fríggjadagin. Men tá hann segði læknanum Essa, at hann skuldi við Sólborg, segði Essa: – Tú fert ongan veg, tí so kanst rokna við at fáa eina fastalæsta øksl. Djóni gjørdi, sum Essa segði og fór ikki við henda túrin.

Sum Djóni plagar at taka til: – Eg havi mangan hugsað um, hvussu lívsleiðin hevði lagað seg, um eg ikki varð skaddur í hondbóltsdystinum og var farin við Sólborg. – Um sjógvurin gjørdist mítt lívsstarv, veit eg ikki rættiliga, men mær dámdi ómetaliga væl umborð á Sólborg.

Djóni fór seinni til Danmarkar at læra til lærari. Hann fann sær konu á skúlanum, og tey eiga fýra børn og búgva á Velbastað. Í seinni grein fara eg skrivað nøkur orð um skiparan Ingolf Rasmussen, sum hevur havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár. (Vagnur)

 

 

 

 

The post 43 ár liðin síðani rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador (1) appeared first on Hvannrók.


Dia Jacobsen var fyrsti kyndilsmálverji og fyrsti landsliðsmálverji

$
0
0
Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur sigld alt sítt lív. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)
Dia er útbúgvin maskinmeistari. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)

Fara vit í hondbóltssøguna, so er 79 ára gamli Dia Jacobsen serligur, tí hann var fyrsti málverji Kyndils, sum var stovnað 10. mars 1956. Føroyar spældu fyrsta landsdystin í hondbólti ímóti Íslendingum á asfaltvøllinum í Gundadali 18. juli í 1964, og annar málverjin var Dia Jacobsen. Dia byrjaði sum sagt at spæla við Kyndli í 1956, og seinasta dystin spældi hann í 1964, tá Kyndil vann FM-heitið. Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur millum annað siglt við skipum hjá ØK, Skipafelagnum og 23 ár við skipum hjá Strandferðsluni. Hann gavst at sigla í 1999. Eg havi prátað við frálíka málverjan, sum eg væl minnist spæla. Skrivað í 2015.

Kyndil 1956. Standandi f.v: Hannis Joensen, Vagnar Olsen og Heðin Mikkelsen. Í miðjuni Poli Jacobsen. Fremst frá vinstru Viggo í Stórustovu, Dia Jacobsen og Jógvan Andrass Joensen. (Myndaeigari: Dia Jacobsen)
Kyndil 1956. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Vagnar Olsen og Heðin Mikkelsen. Í miðjuni Poli Jacobsen. Fremst frá vinstru Viggo í Stórustovu, Dia Jacobsen og Jógvan Andras Joensen. (Myndaeigari: Dia Jacobsen)

Dia Jacobsen er sonur Niels í Stórustovu úr Havn og Olivu í Horni gift Jacobsen. Dia og tey eru fýra systkin: Hannis, sum vit kenna frá Kyndli, Regin, sum vit kenna við harmonikuni, systirin Bjørt og Dia. Sum níggju ára gamal kom Dia at halda nógv til niðri í Bøgøtu, har abbin hevði bakarí. Longu sum níggju ára gamal koyrdi hann breyð frá bakarínum í Horni í Dandastovu, har breyðini vóru seld. Dia sigur soleiðis.

– Eg kann nevna fyrst, at eg eri føddur í 1936 á Tórgarði. Ja, eg koyrdi longu sum níggj ára gamal við vánaligum vogni breyð, og tá ið á stóð, hjálptu Ólavur í Horni og Sjúrður Skaale mær. Einferð segði pápi mín mær, at um eg kýtti meg í skúlanum og gjørdist nummar eitt, skuldi eg fáa eina súkklu. Eg lá ikki á boðunum, og tá vit næstu ferð fingu karakterbók, hevði eg hægsta miðaltal í flokkinum. Eg fekk súkkluna, og nú kundi eg koyra breyðini við súkkluni. Fetilin á leypinum við breyðunum hevði um pannuna, og nú var skjótt at súkkla breyðini yvir í Dandastovu.

Føroyska landsliðið í 1964: Sverri Jacobsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF, Peter Sigurd Rasmussen, Kyndil, Kári Nielsen, VÍF, Steinbjørn Zachariassen, VÌF, Heðin Mikkelsen, Kyndil og Torbjørn Mikkelsen, Kyndil. Húkandi f.v. Hans Mortenen, Neistin, Dia Jacobsen, Kyndil, Jóhannes Bjørgvin, VÍF, og Jóan Pætur Midjord, Kyndil
Føroyska landsliðið í 1964: Sverri Jacobsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF, Peter Sigurd Rasmussen, Kyndil, Kári Nielsen, VÍF, Steinbjørn Zachariassen, VÌF, Heðin Mikkelsen, Kyndil og Torbjørn Mikkelsen, Kyndil. Húkandi f.v. Hans Mortenen, Neistin, Dia Jacobsen, Kyndil, Jóhannes Bjørgvin, VÍF, og Jóan Pætur Midjord, Kyndil

– Eitt skifti búðu við í húsum, har teir á Skarv búðu í Tróndargøtu, men seinni fluttu vit út í Perskonugøtu. Eitt ár var millum Hannis og meg, og vit sparkaðu altíð bólt. Ì Bøgøtu lá væl fyri at sparka, og har helt alt við HB. Eg var so lítil og var tí altíð koyrdir í málið. Seinni kom eg at spæla við HB, fyrst sum málverji, men tá eg fór í málið hjá Kyndli, gavst eg at standa í mál hjá HB og fór ístaðin at spæla úti. Minnist, at eg kom at standa í málinum á besta liðnum hjá HB fýra dystir, tí Peter Sigurd Rasmussen hevði brotið ein fingur. Hetta var í 1958, sigur Dia.

Skrínið, sum Dia fekk frá Kyndli, tí hann útsetti ferðina við skipið hjá ØK í tveir mánaðir. (Mynd Vagnur)
Skrínið, sum Dia fekk frá Kyndli, tí hann útsetti ferðina við skipi hjá ØK í tveir mánaðir. (Mynd Vagnur)

Tá eg spyrji Dia um serlig hondbóltsupplivilsi, sigur hann mær, at tá í tíðini var heilt serligt at spæla í Sandavági, tí nógvir miðvingar komu til Sandavágs at rópa á Kyndil. Eitt árið vóru Steinbjørn Zachariassen, Julian Olsen og Johnny Joensen úr VÌF og hann bodnar at koma til Íslands við SÍF. Sigurd Petersen, sum herfyri andaðist, var venjari hjá SÍF. Ì 1960 spældi Dia serligan finaludyst um føroyameistaraheitið, og Dia sigur:

Dia spældi fótbólt í HB. Standandi f.v: Jákup, Wenna Mortensen, Heðin Samuelsen,
Dia spældi fótbólt í HB. Standandi f.v: Eigil Lyngsø, Jákup Luth Joensen, Wenna Mortensen, Heðin Samuelsen og Bjarni Olsen. Húkandi f.v: Dia Jacobsen, Hákun Mortensen, ein dani, Heri Jensen, Brynjálvur Mikkelsen og Harry á Lava. (Myndaeigari: Dia Jacobsen)

– Tú sært hetta skrínið, sum hevur serliga søgu. Eg hevði fingið starv hjá ØK, men tveir mánaðir seinni, skuldi Kyndil spæla finalu um føroyameistaraheitið ímóti StÍF. Kyndilsmenn bønaðu meg ikki at fara, fyrr enn finalan var spæld. Hetta dámdi mær einki, men eg lat meg yvirtalað og ringdi til ØK og fekk útsett ferðina. Tá vit høvdu vunnið finaluna, komu teir við hesum skríninum sum takk fyri stuðulin. Seinasta upplivilsi hjá mær var so landsdysturin ímóti Íslandi í Gundadali í 1964. Eg var júst komin heim, og meiningin var slett ikki, at eg skuldi spæla landsdyst, men venjarin Mannbjørn Mortensen hevði sæð meg spæla dyst í Vestmanna, og hann má hava hildið meg vera so mikið góðan, at eg fekk landsliðsboð.

Dia útlærdu maskinsmiður í 1960. Standi f.v: Johan Niclasen av Tvøroyi, Bjarni Magnussen úr Kvívík, Hans Jákup Ludvig úr Havn og Dia Jacobsen. Fremst Frímund Sivertsen og Gundmund (Myndi) Isfeldt)
Dia útlærdu maskinsmiður í 1960. Standi f.v: Johan Niclasen av Tvøroyri, Bjarni Magnussen úr Kvívík, Hans Jákup Ludvig úr Havn og Dia Jacobsen. Fremst Frímund Sivertsen og Gudmund (Myndi) Isfeldt. (Myndaeigari: Dia Jacobsen)

– Vit spældu á asfaltvøllinum í Gundadali, og stór mannfjøld sá dystin. Íslendska landsliðið hevði lagt at landi í Føroyum eftir aljóða kapping í Ungarn. Eg stóð í málinum størsta partin av dystinum. Íslendingar vóru góðir spælarar og harvið stórir og kropssterkir.

– Eg fór fyrstu ferð út at sigla í 1953, og í 1955 kom eg í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar skipasmiðju, og síðani fór eg á maskinskúla í hálvtannað ár. Í 1960 fór eg umborð á skip hjá ØK, har eg sigldi í trý, fýra ár. Næstu tíggju árini sigldi eg við skipum hjá Skipafelagnum bæði gamla Tjaldrinum og nýggja Tjaldrinum, sum varð selt til Suðuramerika. Ì 1975 kom eg í starv hjá Strandfaraskipum landsins, har eg arbeiddi í 23 ár og sigldi við Teistanum og Smyrli. Eg gavst at sigla í 1999, sigur Dia Jacobsen at enda.

Dia sigldi eisni við gamla Tjaldinum. (Myndaeigari: Dia Jacobsen)
Dia sigldi eisni við gamla Tjaldinum keypt úr Noregi.  (Myndaeigari: Dia Jacobsen)

Í 1964 var eg fjúrtan ára gamal og júst byrjaður at spæla hondbólt. Minnist heilt væl landsdysin ímóti Íslendingum. Á íslendska liðnum vóru nógvir góðir spælarar millum annað Ørn Hallsteinsson bróðir kendu hondbóltsstjørnuna Geir Hallsteinsson, sum spældi landsdyst í Føroyum í 1968. Føroyingar taptu dystiin 17-26, men Føroyar vóru á odda 13-12 við hálvleik. Dia Jacobsen er annars skrásettur at hava spælt 85 dystir fyri Kyndil. (Vagnur)

Oldboysdystur í 1981, tá Kyndil fyllir 25 ár. Dia er við. Oldboys Kyndil og Neistin í 1981. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Poul Johannes Johansen, Nick Hansen, Eigil Lyngsø, Vagnar Olsen, Bjarni Johansen, Jógvan Andras Joensen, Mortan Mørk, Viggo í Stórustovu og Johnny Reinert. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Petur Hans Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Dia Jacobsen, Petur av Sandi, Hildibjart Johansen, Poli Jacobsen, Henning Eysturoy og Heðin Mikkelsen. (Mynd Óli Hansen)
Oldboysdystur í 1981, tá Kyndil fyllir 25 ár. Dia er við. Oldboys Kyndil og Neistin í 1981. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Poul Johannes Johansen, Nick Hansen, Eigil Lyngsø, Vagnar Olsen, Bjarni Johansen, Jógvan Andras Joensen, Mortan Mørk, Viggo í Stórustovu og Johnny Reinert. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Petur Hans Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Dia Jacobsen, Petur av Sandi, Hildibjart Johansen, Poli Jacobsen, Henning Eysturoy og Heðin Mikkelsen. (Mynd Óli Hansen)

 

The post Dia Jacobsen var fyrsti kyndilsmálverji og fyrsti landsliðsmálverji appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Syrgiligt at síggja myndina úr Vestmanna

$
0
0
Stórt afturstig fyri Vestmana, tá ið hotellið og Sentrum brendu.

Tá ið eg sá myndina omanfyri á Facebook úr Vestmanna, reikaðu tankarnir aftur í tíðina. Nú er soleiðis nógvastaðni kring landið, at fólk bæði ung og eldri ferðast til Havnar at stuttleika sær. Náttarbussar hava koyrt í fleiri ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum í Havn, tí tá gekk leiðin til Vesmannar í dans. Í Vestmanna var Sentrum, Silkienni og dansistova, og hesi góðu støð við serligum plátuboksum og innandura svimjihyli dró okkum hondbóltsspælarar til Vestmannar. Skrivað í 2015.

Á myndini síggja vit toftirnar av brendu bygningunum, sum eg haldi brunnu í 1969. Til vinstru Sentrum Kafeteria og til høgru hotelið. Á bryggjuni síggjast nógvir bilar, tí fyrsti SAM, eg minnist, tók kanska tveir bilar, og tí lótu fólk bilarnar standa á bryggjuni, tá ið tey fóru um sundið. Seinni komu ferjur, sum tóku nógvar bilar. Nógv fólk vitjaðu í Kafeteria og Sentrum, og serliga minnist eg plátuboksina, har vit koyrdi pening í. Ein armur fór í plátusavnið og legði plátuna á plátuspælaran. Dansistovan í bygdini var ikki stór, og serliga minnist eg, hvussu nógv fólk altíð stóðu uttanfyri. Óivað tí, at so nógv fólk vóru í dansistovuni.

Alt broyttist hjá okkum ungu eftir Sentrum brendi í grund. Vestmanna bleiv ikki sama savningarpláss fyri ungdómin í Havn, sum tað einaferð var. Bygningar komu í staðin, og nú er økið fríðkað og vakurt, har Sentrum og hotellið einaferð stóðu. Tíðin fer við øllum, tí síðani kom undirsjóvartunnilin, og tí er mann ikki so ofta sum áður í Vestmanna. (Vagnur)

 

The post Úr myndasavninum – Syrgiligt at síggja myndina úr Vestmanna appeared first on Hvannrók.

Stóð bergtikin, tá ið eg fyrstu ferð í 2008 vitjaði Gásadal

$
0
0
Ótrúliga vakurt at koma úr tunnilsmunnanum og síggja Gásadal. (Mynd Vagnur)

Eg hevði ikki givið mær nógv far um Gásadal lítlu bygdina í Vágum, sum var einasta bygd í Føroyum við ongum vegasambandi. Fylgdi í fjølmiðlunum eitt sindur við politiska spælinum til tess at fáa tunnilin lidnan. Ongantíð hevði eg gingið upp um Skarð til Gásadals, fekk frá fólki eg at vita, at hetta var serlig náttúruppliving. Í 2008 koyrdi eg fyrstu ferð gjøgnum nýggja tunnilin, og upplivingin at síggja Gásadal var størri, enn eg áður fekk at vita frá fólki. Stóð bergtikin við tunnilsmunnan og sá stórsligu náttúruna, vakra dalin og lítlu bygdina har niðri.

Tankarnir sveimaðu, tá ið eg var komin oman í bygdina í 2008. Eg sá langt har uppi tunnilsmunnan og gøtuna, sum var farleiðin upp um Skarð. Ótrúligt, at fjúrtan húski einaferð hava búleikast á hesum staði, tí svikaligt var sjósambandið ella rættari sagt lítið og einki, eingin tunnil og eingin tyrla. Alt skuldi berast upp um Skarð eisini líkini. Tað tók hálvantriðja tíma at ganga teinin upp um Skarð.

Alt skuldi berast upp um Skarð. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg hevði gingið eina løtu millum húsini í bygdini, gekk leiðin oman ímóti lendingini, men har stóð ávaringarskelti, sum segði, at tað var vandamikið at ganga tey 173 trapputrinini oman á lendingina. Bæði rennistongurin, gelendarin og alt, sum var úr jarni var rustað og leyst. Eg fór tí ikki oman trappurnar, men nýtti útsýnið og tók eina mynd. Tað sást á øllum brøgdum, at nógv vatn er runnið í ánna, síðani rennistrongur, trappur og lítla lendingin vóru gjørd í 1941.

Leivdir frá einaferð nógvum virksemi í Gásadali. (Mynd Vagnur)

Raggaði mær aftur í bygdina, har húsini standa tøtt. Eg gekk eftir gøtu vestureftir útímóti fuglalandinum. Har sá eg einar fýra lundar og nakrar havhestar, men sum eg skilti á lagnum, hevur einaferð verið nógvur lundi í Gásadali.

Tollaksmessudag í 2003 varð 1410 metrar langi tunnilin skotin ígjøgnum fjalli, men ikki fyrr enn í januar mánað í 2007 varð tunnilin alment latin upp. Einaferð í 2004 til 2007 kundu gásadalsfólk ganga ígjøgnum tunnilin, men ábyrgdin var teirra, tí tunnilin var ikki liðugur og ikki enn tryggur til almenna ferðslu. Gásadalsfólk høvdu lykilin til bummin.

Náttúran er ótrúliga vøkur í Gásadali. (Mynd Vagnur)

Eg sat eina løtu á parkeringplássinum og eygleiddi alt tað vakra í bygdini. Síðani tey fingu tunnilin, eru nøkur nýggj hús bygd og onnur umvæld. Var tunnilin ikki komin, doyði út bygdin, tí bara eldri fólk búðu í Gásadali. Setti meg í bilin og koyrdi niðan ímóti bergholsmunnanum. Fór úr bilininum og tók eina mynd. Hugsaði:”Hvussu í Harrans navni hava fólk búleikast í Gásadali uttan vegasamband við umheimin og uttan ljós og vánaligt sjósamband, ótrúligt”. (Vagnur)

Lendingin í Gásadali. (Mynd Vagnur)

 

 

The post Stóð bergtikin, tá ið eg fyrstu ferð í 2008 vitjaði Gásadal appeared first on Hvannrók.

Johannes Andreas Næs vandi hondbóltsgentur í Hvalba í 1940-árunum

$
0
0
Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)
Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg tosaði við Sannu Mortensen á Argjum um hondbóltsspælið í Sandvík í 1940-árunum, nevndi hon, at íblásturin fingu tey úr Hvalba, har gentur vóru farnar at spæla hondbólt. Ikki visti eg, at Johs. Andr. Næs, sum eg kenni, var venjari hjá hvalbiargentum. Hetta segði Manne Næs beiggi hansara mær, tá eg ringdi til hansara til tess at vita, um hann visti at siga mær um hondbólt í Hvalba í 1940-árunum. – Ring til beiggja mín, tí hann var venjari og eigur myndir av hondbóltsgentunum, segði Manne. Nú havi eg tosað við 94 ára gamla Johs. Andr. Næs. Greinin er skrivað 10. januar í 2015. Johannes andaðist 5. juni 2018.

Johs. Andr. Næs hitti eg fyrstu ferð í Fuglafirði í 1978, tá eg gekk á Føroya læraraskúla og skuldi taka svimjilæraraprógv. Hann var próvdómari, og Jógvan Jensen (Egga) var lærari. Minnist, at tá vit næmingar fóru til døgurða, kom Johs. Andr. ikki við, tí hann vildi svimja sær nakrar metrar í innandurahylinum.

Hondbóltsgentur úr Hvalba undir seinna heimsbardaga: Standandi frá vinstru: Johs. Andr. Næs, venjari, Svanhilda Jespersen á Hólum (gift við Eli Poulsen við Neyst), Andrea Holm við Bakkhús (gift við Johan Elias Simonsen úr Sandavági), Jensina Thomsen á Brekkuni (gift við Olaf Niclasen á Hamri), Sonja Thomssen á Leitinum (gift Sámal Gaard á Tvøroyri) og Herta Holm við Bakkhús (gift við Richard Evensen úr Hvalba). Fremra rað frá vinstru: Osla Schrøter á Bønhúsfløtu (gift Daniel Martin Jacobsen úr Sandvík), Sonny Jacobsen við Giljageil (gift Petur Poulsen úr Hvalba) og Herta Willumsen á Heyggi (gift Mortani Mortensen úr Garðsenni)
Hondbóltsgentur úr Hvalba undir seinna heimsbardaga: Standandi frá vinstru: Johs. Andr. Næs, venjari, Svanhilda Jespersen á Hólum (gift við Eli Poulsen við Neyst), Andrea Holm við Bakkhús (gift við Johan Elias Simonsen úr Sandavági), Jensina Thomsen á Brekkuni (gift við Olaf Niclasen á Hamri), Sonja Thomssen á Leitinum (gift Sámal Gaard á Tvøroyri) og Herta Holm við Bakkhús (gift við Richard Evensen úr Hvalba). Fremra rað frá vinstru: Osla Schrøter á Bønhúsfløtu (gift Daniel Martin Jacobsen úr Sandvík), Sonny Jacobsen við Giljageil (gift Johannes Poulsen úr Hvalba) og Herta Willumsen á Heyggi (gift Mortani Mortensen úr Garðsenni). Allar kvinnurnar eru farnar.

Áðrenn eg fór oman á Sólteig at hitta Johs. Andr. Næs kagaði eg í bókina Føroyskir fólkaskúlalærarar til tess at vita eitt sindur meira um hann.

Hann er føddur í Nesi í Hvalba 16. september 1920, og í 1942 fekk hann prógv sum lærari. Johs. Andr. Næs  má hava havt stóran áhuga í ítrótti, tí í 1946-47 var hann ársskeiði á “Danmarks Højskole for Legemsøvelser” og tók prógv sum fimleika- og svimjilærari á sama skúla 1947-48.

Míni ørindi á Sólteigi, har Johs. Andr. Næs býr, vóru fyrst og fremst at fáa at vita nakað um hondbóltsspælið í Hvalba í 1940-árunum, men fyrst spyrji eg hann, nær hann fyrstu ferð kom at kenna til hondbóltsspælið, tí ítróttagreinin var ung í Føroyum, tá hann gekk á Føroya læraraskúla seinast í 1930-árunum og fyrst í 1940-árunum. Og Johs. Andr. Næs sigur soleiðis:

Tey spældu hondbólt á fløtuni millum vegin og vatnið. Myndin tikin í 1945 frá Prestfjalli, har kolavegurin varð gjørdur.
Tey spældu hondbólt á fløtuni millum vegin og vatnið. Á Fitjunum í Nesi. Myndin tikin í 1945 frá Prestfjalli, har kolavegurin varð gjørdur.

– Føroya læraraskúli helt tá til í gamla Realskúlanum, og norðanfyri, har Tórshavnar kommuskúli varð bygdur og tikin í nýtslu í 1956, stóð fimleikahøll nærmast skúlanum. Síðani var eisini eitt óvelt óslætt hagalendi, har vit íðkaðu frælsan ítrótt, har vit millum annað kastaðu spjót og onnur køst. Ein júti, Jokumsen, var fimleikalærari, og hann lærdi okkum at spæla hondbólt á óslætta hagalendinum. Fótbólt spældu vit í Gundadali.

– Í 1942 fekk eg prógv sum lærari, og leiðin gekk til Suðuroyar, har eg byrjaði sum lærari á Tvøroyri, Sumba og Øravík stutt skeið. Síðani var eg lærari í Porkeri í nøkur ár, til eg endaði at arbeiða sum lærari í Vági frá 1949 til 1962.  Tá eg kom suður til Hvalbiar á sumri í 1942, vóru hvalbiargentur byrjaðar at spæla hondbólt, og tá eg kendi til spælið frá læraraskúlanum, var eg drigin upp í spælið. Hondbólt spældu vit bara um summarið og mest í summarfrítíðini, sigur Johs. Andr. Tá eg spyrji, hvar tey spældu hondbólt, so smílist hann, tí umstøðurnar at spæla hondbólt vóru ikki tær somu tá, sum vit nú kenna til.

Nýggj mynd av økinum, har tey spældu hondbólt í 1940. Òmetaliga vakurt at síggja. (Mynd Rúni Thomsen)
Nýggj mynd av økinum í Nesi, har tey spældu hondbólt í 1940 árunum. Ómetaliga góð og vøkur mynd. (Mynd Rúni Thomsen)

– Eingin av gentunum var gift hesi árini, tær spældu hondbólt. Spælt varð á Fitjunum í Nesi. Har var ein hóskandi fløta millum vegin og Vatnið, sum nátúrliga í hagalendi var hóskandi til hondbólt. Tað var bara at gera málstengur og seta tær upp. Onnur síðulinjan á vøllinum var vegurin og hin síðulinjan var vatnið. Vøllurin var eystur og vestur.

– Málstengurnar fingu tær Edmund Berg á Breyt at gera, og tilfarið fekk hann sjálvur til vega. Millum hvørja venjing hevði Jensina Thomsen ábyrgdina av at goyma málstengurnar í einum hoyggjhúsi. Málstengurnar høvdu ein tríkant sum trífót, sum stórir steinar vórðu lagdir á undir leikinum, so tær ikki fóru um koll, sjálvt um ein bóltur brast í tær.

jhjhjhjhjh
Tað búgva 724 fólk í Hvalbiar kommunu, har eini 90 búgva í Sandvík. (Mynd Rúni Thomsen)

– Yvirleggjarin var eingin, so at venjarin mátti gera av, um málskotið var ov høgt. Av hesum stóð ongantíð nakað av trætumáli, tí hetta var spæl. Í hondbóltsliðnum vóru nógvar aðrar gentur, sum eisini vóru við til venjingarnar á Fitjunum, men hesar átta, sum á myndini eru, vóru tær, sum oftast fóru av bygdini til bæði Vágs, Tvøroyrar, Sandvíkar og Sands. Allar kvinnurnar á myndini eru farnar.

– Einaferð var farið til Sands, og hetta var í ferðalagi við fótbóltsliðnum úr bygdini, sum skuldi spæla á Sandi. Vágbingar og tvøragentur komu sjálvar við motorbáti til dyst á Fitjunum í Nesi. Hvalbiargentur fóru eisini við motorbáti av bygdini at spæla hondbólt, tær høvdu jú báði “Thor” og “Johannu” at taka til. Hetta vóru átta-tíggju tons deksbátar.

æ
Hvalbiar bygd spennur víða. Vit síggja eisini Stóra Dímun og Lítla Dímun. Bergholið millum Hvalba og Tvøroyri kom í 1963, og tað millum Hvalba og Sandvík í 1970. Mynd Rúni Thomsen)

– Hesir túrarnir av Hvalba kostaðu ikki eitt oyra, og bátaeigararnir tóku ikki fyri oljuna frá hvalbiargentunum. Hetta var alt spæl millum bygdir, spæl ið dugdi, sigur Johs. Andr. Næs at enda.

Eins og nógva aðrastaðni í Føroyum, so broyttist bygdarsamfelagið í Hvalba, tá seinni heimsbardagi var av. Tey ungu fóru í allar ættir, gentur fóru út at tæna, dreingir fóru til skips, og onnur fóru av bygdini at nema sær útbúgving. Tí steðgaði hondbóltsspælið í nógvum bygdum – eisini í Hvalba. Nógvar av gentunum giftust eisini ungar, áttu børn og gjørdust heimagangandi húsmøður. (Vagnur)

The post Johannes Andreas Næs vandi hondbóltsgentur í Hvalba í 1940-árunum appeared first on Hvannrók.

Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað

$
0
0
Har dansar hon so vøkur, meðan spælimaðurin spælir. (Mynd Vagnur)

 

Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. Eg síggi standmyndina hvønn dag úr køksvindeyganum, og tað eru ikki hissini fólk, sum bæði tíðliga og seint vitja og taka myndir av dreymagentuni Tariru.

William Heinesen búði undir Varða, og eg síggi hann og konuna Elisu fyri mær spáka fram við ánni í Plantasjuni. William skrivaði á donskum, og bøkur hansara eru týddar til nógv mál. Pápi William var handilsmaður og hevði handil, har gamli handilin hjá Katrinu Christiansen var.

Húsini hjá Williami vinstrumegin nærmast. (Mynd Vagnur)

Mamma William var donsk, og William duldi ikki, at hann dugdi betur at málbera seg á donskum enn á føroyskum, og tað gjørdi vinmaður hansara Jørgen Frantz Jacobsen eisini. Føroyar høvdu verið í ríkisfelagsskapi við Danmark í fleiri hundrað ár, og hevði danska málið sterka støðu serliga í høvuðsstaðnum, tí har vóru donsku embætismenninir, konslar og danskir keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, og summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

Pápi William vildi hava sonin at fara til Keypmannahavnar at útbúgva seg sum handilsmann, men sjálvt um William fór í 1916 til Keypmannarhavnar at ganga á handilsskúla, var  hugurin mestur at skriva. William kom heimaftur at arbeiða í handilinum hjá pápanum, men skjótt blivu yrkingar og skaldsøgur hansara so mikið viðurkendar, at hann gavst sum handilsmaður og gjørdist burturav listamaður og rithøvuðundur.

Í smáttuni læt William tankarnar sveima, sum hann festi á blað. (Mynd Vagnur)

Fyrsta skaldsøga “Blæsende gry” kom í 1934, og í 1938 kom onnur skaldsøgan  kenda “Noatun”, og har sló William navn sítt fast millum fremstu skaldsøguhøvundar, sum skriva á donskum. William skrivaði á donskum, men nógva av tilfarinum tók hann úr heimbýnum, sum millum annað í skaldsøgunum “De fortapte spillemænd, Moder syvstjerne og Tårnen ved verdens ende”.

Mangan, tá ið eg spáki fram við Havnará, hitti eg útlendingar, sum hyggja at standamyndini, men tað eru ikki bara útlendingar, sum eru bergtiknir av dreymagentuni, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði í 2000. Har koma skúlaflokkar og barnagarðflokkar og onnur. Har sita ung pør og halda um hvørt annað, og onkran morgun, tú hyggur út gjøgnum køksvindeygað, hevur Tarira hálsturruklæði um hálsi.

Varðveitta barnaheimið hjá Williami við Tinghúsvegin. (Mynd Vagnur)
William og konan eru grivin í “nýggja kirkjugarði” frá 1935. (Mynd Vagnur)

Øll eru góð við dreymagentuna, og mangt “klemm” hevur Tarira fingið, nú í hon í tólv ár í øllum veðri hevur staðið har so spelkin og drigið fólk til sín. Dreymagentan Tarira dansar, meðan spælimaðurin spælir. William búði upp á Varða, sum vit plaga at taka til, og har búgva synirnir Zacharias og Heini Heinesen eisini. Longur upp á trøðni er lítla smáttan hjá Williami varðveitt. Í smáttuni sveimaðu tankarnir hjá rithøvindanum og listamanninum, sum hann so meistarliga festi á blað.

Av tí at William skrivaði á donsku, eru tekstir og yrkingarnar ikki so væl kendar í Føroyum, men so sanniliga uttanlands. William gjørdi eisini tónleik, og er kendur fyri steinprentini av ymsum huldufólkum og vætrum. William var ein meistarligur rithøvundur og listamaður. (Vagnur)

Sonurin Heini býr í húsunum á Varða, Zacharias longri uppi. (Mynd Vagnur)

 

 

The post Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum –Í 1957 setti Auto upp telefonboksir í Havn

$
0
0
Tey bygdu bilstøðan Auto í
Tey bygdu bilstøðina Auto í 1956. (Auto – altíð til tænastu)

Í 2002 kom út forvitnislig bók um bilstøðina Auto, sum hetta árið fylti fimti ár. Magnus Gunnarsson, sum hevur stóran áhuga í bilum, savnaði tilfarið og skrivaði frálíku bókina. Bilstøðin byrjaði í 1952 sum P/F Taxa, sum seinni bleiv til Bilstøðina Auto. Nýggja støðin, sum vit kenna í dag, varð tikin í nýtslu í 1956. Nummarið 1-2-3-4 var lætt at minnast til hjá fólki. Eg eri mest sum uppvaksin við Auto og kom sum bilmekanikar at kenna nógvar bilførarar.

Tú trýsti á knappin í telefonbóksini, so var samband við bilstøðin. (Mynd Auto - altíð til tænastu)
Tú trýsti á knappin á boksini, so var samband við Auto. (Mynd Auto – altíð til tænastu)

Torført er hjá ungum at skilja, at í 1952 høvdu hýruvognar ikki telefon, og eg minnist, tá ið Auto setti upp telefonboksir ymsastaðni í Havn, har tú kundi kalla á støðini um biðja um ein bil. Hýruvognarnir hjá Auto stóðu mangan við ymsu telefonboksirnar í býnum og bíðaðu eftir túri. Telefonboksirnar vórðu setta upp í 1957 og vórðu brúktar nakað inn í 1960-árini.

Í 1958 fingu bilarnir í Auto radiotelefonir. Tað var einki minni enn kollveltin innan hýruvognskoyring í Havn. Nú var samband millum støðgentuna í Auto og einstaka bilin. Eg havi skrivað áður um bilatalið síðani í 1955. Mest áhugaverda um søguni hjá Auto er umframt frálíku myndirnar er, hvussu nógvir hýruvognar vóru í Føroyum í 1955 í mun til samlaða talið av bilum. í 1955 vóru 582 bilar í Føroyum. Helvtin av bilunum vóru vøru og lastbilar og ein fimtapartur vóru hýruvognar. Meiniga fólki fekk tá ikki loyvi at keypa sær bil, tí landið vildi ikki senda “valuta” út av landinum.

Nógv koyring var frá postbátunum. Rambler Classic frá 191, sum Jóhannes Berg átt. Mynd Auto-altíð til tænstu)
Nógv koyring var frá postbátunum. Rambler Classic frá 1961, sum Jóhannes Berg átti. (Mynd Auto-altíð til tænastu)

Hetta broyttist í 1960-árunum, og næstu tíggju árini frá 1955 til 1965 bleiv talið av bilum fýrafaldið. Serliga seinast í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum tók bilasølan dik á seg í Føroyum, tí tá fóru vanlig fólk at keypa sær bil. Teir nógvu skutararnir og smáu motorsúkklurnar á vegunum fækkaðust tá við tíðini. Eg kann minnast, at telefonboksirnar fingu ikki frið fyri unglingum, sum spældi við boksirnar. Tey trýstu á knøttin og “tvætlaðu” við telefongentuna í Auto, sum mangan var ørkymlað, tí hon visti ikki altíð, um bilur skuldi sendast á staðið ella ikki. (Vagnur)

 

The post Úr myndasavninum – Í 1957 setti Auto upp telefonboksir í Havn appeared first on Hvannrók.

Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898

$
0
0
Fólk í Havn vóru bergtikin av stásiligu stóru húsunum, og tey fylgdu væl við, meðan húsini vóru bygd. (Mynd: KFUK í Havn)

Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom á føroyingar, sum sóu tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroysku útróðrarmenn høvdu søkt í øldir. Hart stríð stóðst millum føroyingar og bretar, og donsk verjuskip vóru send til Føroya at taka bretskar trolarar. Tann 1. apríl 1901 var Henry Montagu Villiers tilnevndur konsul í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at stásiliga og stóru konsulátið var bygt við Varðagøtu. Konsulin fekk ringa móttøku, men við tíðini gjørdist hann avhildin maður. Greinin skrivað í 2017

Eldri mynd av skótum framman fyri KFUK-húsini. Kenni konu á myndini, og myndin má vera frá 1940-árunum.

Í ár 1900 byrja handverkarar at byggja ”slottið” sum William Heinesen skrivar um húsini, sum bergtók føroyingar, tí húsini vóru valahús í mun til kroysirnar niðri á Reyni. Útlendskur arkitektur og byggimeistari, sum fingu alt tað fyrsta flokka tilfar úr Danmark og Bretlandi, sum teir vildu hava. Alt innbúgvið av besta slag kom úr Bretlandi, og á gólvunum lógu dýr tæppi. Har var einki spart..

Henrietta Hansen, stovnari av KFUK. Myndin er tikin í 1941. Myndaeigari: KFUK í Havn.

Bretar vildu byggja annað hús enn Amtmanshúsini frá 1881, sum vóru laðað upp, men máttu skjótt umvælast uttan, tí tey lóku so illa. Konsulátið úr útvaldum timbri var at roknað sum ein ”maktdemostratión” av bretum, sum vildu verja síni fiskirættindi við Føroyar. Bretsku fiskimenninir hildu, at teir høvdu eins rætt og føroyingar at fiska við Føroyar. Vit eigu jú øll havið, søgdu teir.

Konsulin Henry Montagu Villiers mátti snýkja seg í land, tá hann við konu og tveimum børnum kom til Føroya úr Íslandi. Føroyingar vildu ikki vita av konslinum, men sum tíðin leið, gjørdist konsulin tó umhildin maður. Nógvar rættsakir fóru fram um bretskar trolarar, sum fiskaðu ólógliga við Føroyar. Konsulin skuldi sjálvandi verja bretsk áhugamál, men hann skilti eisini føroyingar, har fiskiveiða var lívsgrundarlagið.

Tíðarskeiðið, meðan konsulin Villiers var í Føroyum, er eitt av teimum mest áhugaverdu, tá talan er um stóra innrás av bretskum dampdrivnum trolarum. Villiers var ikki leingi í sama stað, og 7. mai 1906 var konsulin fluttur til Stockholm. Hann var tó stutt skifti aftur í Føroyum í 1914/1915. Valahúsini við Varðagøtu gjørdist uttan iva ov stór til virksemið hjá bretum í Føroyum, og tí var tað flutt í minni høli í Havn.

Tá ið KFUK-felagið varð stovnað í 1922 og hús keypt til arbeiðið hjá felagnum, gav lærarin og listamálarin Jógvan Waagstein KFUK henda stóra málning. Sigmundiur Brestisson boðar kristindómin á útifundi í Tinganesi u.l. ár túsund. (Mynd Vagnur)

Eftir at húsini stóðu tóm í nøkur ár, keypir KFUK- felagið við Henriettu Hansen á odda í 1922 húsini og stóra jarðarstykkið fyri 35.000 krónur. Í Jólaboð frá 2013 skrivar Johs. Andr, Næs áhugaverda  grein um vígsluna av stásuligu húsunum.

KFUK arbeiðið í Havn stóð saman við tí stóra KFUK-felagnum í Danmark, og áhugaverda søgan í Jólaboð snýr seg um tvær ungar danskar gentur úr danska felagnum, sum vóru komnar til Føroyar at vera við til vígsluna av KFUK húsunum. Til víglsuna henda dagin vóru nógv fólk og nógvir vinir hjá KFUK komin saman – teirra millum fleiri prestar og teir fýra Indre Missions trúboðararnir, sum tá vóru í Føroyum, sæst at lesa í Jólaaboð.

Hesin málningur hongur eisini í KFUK-húsunum. (Mynd Vagnur)

Í bókini Bretskur konsul í Føroyum kanst tú lesa alt um, hvussu valahúsini við Varðagøtu vóru bygd, og hvussu gekst við bretsku ránsveiðini við Føroyar. Millum annað er áhugavert at lesa, at teir bjálvaðu veggirnar við mold. Hetta var eisini soleiðis, tí tá umvæling í nýggjari tíð fór fram í húsunum, og veggur máttu brótast niður, komu tey fram á mold sum bjálvingartilfar. Fekk eisini at vita frá KFUK leiðara, at tey siga fólki, at húsini eru frá 1904, men sum eg lesa, so flutti konsulin í húsini í 1901, men tá er uttan iva bara niðara hædd innrættað.

Soleiðis síggja 116 ára gomlu KFUK húsini út í dag. (Mynd Vagnur)

Síggi eisini, at tað eydnaðist at leggja vatn inn í niðaru hæddina, sum tey fingu frá lítlari á á trøðni. Hósdagin var eg í KFUK húsunum, og skjótt gjørdist mær greitt, at húsini vóru alt ov stór at búgva í hjá konslinum, konuni, tveimum børnum og tveimum arbeiðskonum. Lítla løtan í KFUK hósdagin skuldi gera áhugaverd, tí í stovuni sótu eldri kvinnur og hugnaðu sær. Blíðar og áhugaverdar at práta við. Nakað av tí gamla er varðveitt, tí vakrir bjálkar undir loftinum síggjast nógvastaðni. Høgt til loftið og stór rúm, má sigast. Áhugavert eisini at síggja stóra málningin á bróstinum, sum listamálarin Jógvan Waagstein lat KFUK vígsludagin í 1922.

Uppískoyti: Ein vinmaður sendi mær tvær myndir av økinum við Varðagøtu , har KFUK húsini standa: Onnur myndin er frá 1902 og hin frá 1942. Veit ikki hvør eigur upprunaligu myndirnar, men eg rokni ikki við, at nakar hevur ímóti, at eg leggi tær aftrat greinini. (Vagnur Michelsen)

Myndin er tikin í 1902, og her síggjast Konsulhúsini við Varðagøtu langt frá bygdum øki. Grótgarður er laðaður um stóru trøðna, har húsini standa. So er rætt, sum stendur í bókini bókini Bretskur konsul í Føroyum, at húsini eru bygd í 1901, men uttan iva hava tey ikki innrættað ovaru hæddina beinanvegin.
Myndin er tikin í 1942, og nú nærkast sethúsini KFUK húsunum. Áhugavert at síggja, hvussu verður bygt niðan Tróndargøtu, Tvørgøtu, Heygsbreyt og niðan ímóti Dalavegnum. Eisisini ahugavert at síggja, hvussu stórur Realskúlin frá 1916 er í mun til sethúsini har á leiðini.

The post Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898 appeared first on Hvannrók.


Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð

$
0
0
Sigmundur Petersen, sáli, málaði málningin í 1962. (Mynd Christopher)

Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Havnar Róðrarfelag gav Ítróttasamband Føroya í 1962 felagnum vakran málning. Málningin málaði listamaðurin Sigmundur Petersen, sáli. Átta ár seinni kundi FM-róðrar ikki rógvast inn í Vágsbotn. Í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag hongur vakur málningur, sum sigur nógv um farnar ólavsøkuróðrar. Í 1962 fylti Havnar Róðrarfelag 30 ár og á háðtíðarhaldi hjá felagnum lat ÍSF málning í føðingardagsgávu. Á silvurplátuni er at lesa:”Ólavsøkuróðrar 1887 – 1962”. Skrivað í 2015

Hetta sigur okkum somikið, at longu í 1887 varð skipað fyri ólavsøkuróðri í høvuðsstaðnum. Róð varð í útróðrarbátum, og hevur tú hug at vita meiri um eldri ólavsøkuróðrarnar, so er áhugavert tilfar at lesa í bókini Drekin, sum Niels Juul Arge, sáli, skrivaði. Róð varð inn í Vágsbotn til og við í 1970, tá nú longdi Molin forðaði bátunum at rógva av Gulanum við Argjaboða og inn í Vágsbotn.

klk
Heilt nógvir áksoðarar sóu ólavsøkuróðrarnar. Áskoðarar úti í Bakka og á Vestaru bryggju.

Tað var óvísur dámur yvir ólavsøkuróðrar fyri 1962. Kappróðrarbátarnir stóðu til framsýningar á Kongabrúnni, og tá ið bátarnir róðu út á málið, varð fyrst róð fram við bryggini í Vágsbotni at heilsa ólavsøkugestunum. Tað var vøkur sjón at síggja niður í bátarnar, meðan rógvararnir veittraðu til nógvu áskoðararnar. Ikki var framkomandi í Vágsbotn á ólavsøku, tí tá var eisini stórur áhugi fyri føroyska kappróðrin. Ólavsøkuróðurin var hæddarpunktið á ólavsøku, eingin ivi um tað.

Tíanverri forðaði longdi Molin eftir 1970 bátunum at rógva 1500 metrar og 2000 metrar. Í 1971, 1972 og 1973 vórðu royndir gjørdar at rógva 1000 m, 1500 m og 2000 m uttanfyri Molan. Róð varð frá Argjalandi fram við Molanum, men nógvi streymurin var so darvandi, at royndirnar mestsum miseydnaðist og vórðu sleptar. Áskoðararnir stóðu á Molanum og á Skansanum.

Núverandi ólavsøkuteinurin er 901,25 metrar. (Mynd Vagnur)
Núverandi ólavsøkuteinurin er 901,25 metrar. (Mynd Vagnur)

Síðan 1974 hava FM-bátarnir róð 1000 (901,25) metrar frá Argjalandi og inn undir pakkhúsini hjá Skipafelagnum. Vit, sum eldru eru, minnast góðu løturnar í Vágsbotni, tá ið vit bíðaðu eftir tíggju 10-mannaførum, sum róðu av Gulanum og inn í Vágsbotn. Tað var í 60 árunum, at sumbingar í fjølmiðlunum lovaðu ólavsøkugestunum, at vunnu teir ikki á ólavsøku, so ótu tær bátin eftir róðurin. Eitt er tó vist, at Sumbingur er ikki etin, tí hann stendur í neysti í Sumba.

Einaferð var roynd gjørd at rógva á ólavsøku uttan fyri Molan fram við Skansanum. Men hetta riggaði ikki væl. (Mynd Vagnur)
Royndir vóru gjørdar á ólavsøku uttan fyri Molan fram við Skansanum. Men hetta riggaði ikki væl. (Mynd Vagnur)

Eftir ólavsøkuróðurin stóðu allir kappróðrarbátarnir á Kongabrúnni til stóra gleði fyri ólavsøkugestirnar, sum eisini á miðaru nátt leitaðu oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. Mangt reypi var at hoyra við nógvu bátarnar. Tá í tíðini vóru sjálvir bátarnir hægri í metum millum fólk, enn teir eru í dag. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð appeared first on Hvannrók.

15% av føroyingum gerast bundnir av rúsdrekka

$
0
0
Nógv fólk gerast bundin av rúsdrekka.
Nógv fólk gerast bundin av rúsdrekka.

Hvørja ferð eg hoyri um syndarligar vanlukkur, kemur mær til hugs, hvussu nógv rúsdrekka er atvoldin er til í okkara samfelagi. Hetta sært tú ikki sum ungur, men hetta gerst klárari jú eldri tú gerst og kemur í mín aldur. Vit ballaðust eisini, vóru limir í “ølklubba”, koyrdu rukkukoyring sjálvandi við edrúum bilstjóra og tóku mangan ov rívan til av rúsaða løginum. Skrivað í 2015.

Ein dagin sat eg í kaffihúsi og prátaði við mann um rúsdrekka, tí hetta hevur mín áhuga, sjálvt um lítið og einki er drukkið síðani einaferð í 80-árunum. Í lítla løtu taldu vit tretivu menn, sum vit kendu í Havn, sum vóru deyðir beinleiðis av rúsdrekka. Summir rukku ikki 40 ár og aðrir ikki 50 ára aldur. Rúsdrekka fekk kvørkratak á menninar longu á ungum árum, og sum at enda førdi til deyða.

Allar kanningar uttanlands siga, at av teimum, sum smakka sær á á ungum árum, gerast millum fimtan og tjúgu prosent bundin av rúsdrekka seinni á lívsleiðini. Hetta kemur sníkjandi, sum árini ganga. Flestu føroyingar megna og duga at umgangast rúsdrekka, teir drekka í veitslulag, drekka eitt glas av víni ella eina øl aftur við matinum og passa sjálvandi sítt arbeiði. Men so eru tað hini, sum ikki duga at fara um rúsdrekka og gersta bundin av rúsaða løginum.

Eg havi upplivað tíðina við “kvartalsdrankarum”, hvítar flamingokassar, “øl-klubbar”, at Rúsan kom í 1992, og at loyvt var nú at skeinkja á hvørjari matstovu. Fór spurningur út til fólkaatkvøðu, um loyvt skal vera at selja alt rúsdrekka í vanligum handlum, so hevði eg svara “ja”. Sum unglingar fingu vit fatur í øllum tí rúsdrekka, vit ynsktu, bara vit høvdu nóg mikið av peningi. Eg dugi ikki at skilja, at “Okkara” og “Føroya Bjór” kunnu hava egnar sølubúðir, tá ið ikki er loyvt at selja sterkt øl í handlunum. Men Føroyar er eitt land, har dubultmoralurin trívist ómetaliga væl.

Tað er ymist, hvussu fólk gerast bundin av rúsaða løginum. Summi melda seg úr samfelagnum eina viku ella báðar tvær nakrar ferðir um árið, sleppa samfelagsendanum og fara inn í rúsaða dreymalandið. Onnur drekka hvørt vikuskifti, meðan uppaftur onnur smakka sær á mest sum hvønn dag í viku. Landið forvinnur stórar upphæddir av rúsdrekka, tí er ógvuliga umráðandi, at landið eisini er við, tá ið niðurbundnu sálirnar muga hava hjálpt antin á Heilbrigdi ella Blá Kross. Og tað eru nógv fólk, sum við hjálp fóta sær aftur.

Eg haldi, at vit á ein ella annað hátt sópa brennivínstrupulleikan inn undir stovuteppið, tí sjálvt um fólk drekka seg í hel ella vanlukkur henda av brennvínsávum, so tosa vit lítið og einki um hetta. Men verður persónur tikin við nøkrum grammum av hasj í flúgvara ella umborð á Norrønu, so eru tíðindini beinanvegin í fjølmiðlunum. Tað er, sum tað er loyvt og góðtikið millum manna, at fólk fara út av eggini orsaka av rúsdrekka.

Vit hava kanska tað áskoðan, at hetta mugu fólk sjálvi um. Skal persónur sleppa rúsaða løginum, so má hann fyrst og fremst vilja tað sjálvur. Eg fekk aðrar fatan um alt hetta, tá ið eg las bókinum, sum segði frá virkseminum sum Njál Djurhuus og konan framdu í Noregi. Mangan eru tað smæðin fólk, og fólk sum berjast við einsemi djúpt í sálini, sum gerast bundin av rúsaða løginum.

Ikki eri eg rætti persónurin, sum skal prædika fyri fólki, men eg vil bara vísa í hesi grein, hvussu høgan kostnað eitt samfelag sum Føroyar má gjalda orsaka av rúsdrekka. (Vagnur)

 

 

 

 

The post 15% av føroyingum gerast bundnir av rúsdrekka appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum –Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

$
0
0
Minnist væl handilin hjá Karl F, sum var tikin niður, tá Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd fyri serliga okkum, sum minnast handilin hjá Karl F. Johansen. Karl hevði matvøru- & slaktarahandil í Steinagøtu frá 1920 til 1940, tá Karl andaðist. Handilin var á horninum Tórsgøta/Steinatún. Familjan helt fram at handla eftir 1940, og eg minnist væl, tá eftirkomararnir hjá Karl F stóðu fyri handlinum. Í 1977 skuldi Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta bindasta saman, og tá vóru húsini hjá Karl F, sum húsini og handilin vóru rópt, tikin niður. Løgið at hugsa sær, at tá var Tórsgøta ein av høvuðsgøtunum í Havn. Á myndini síggja vit ein ljóssteyra “lyktapela”, sum teir tá vóru nevndir. Hesir ljóssteyrar er søga, tí nú verða allir el-kaðalar lagdir í vegirnar. Komi at hugsa um pápa mín, sum var føddur í 1913 í húsi við Tórsgøtu til høgru longri uppi í brekkuni. Hann plagdi at siga okkum, at tey plagdu um veturin at skreiða á sledu oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út á bryggjuna niðri í Vágsbotni. Økið í Steinatúni er nógv broytt hesi fýrati árini, síðani Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman í 1977. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni appeared first on Hvannrók.

Hans Petur Brekkstein var vrakaður umborð á Argjabátinum – men vann FM-heitið við Knørri

$
0
0
Hans Petur við steypinum hann og Knørrur vunnu á jóansøku.

Eitt er at fylgja kappróðri á staðnum ymsastaðni kring landið ella í Kringvarpinum, annað eru tær óteljandi áhugaverdu søgurnar, sum eru innanborða í føroyskum kappróðri. Ætlaði ikki at skriva meira um kappróður, men eg haldi, at tað er undrunarvert, at Hans Petur Brekkstein í sama kappingarári fyrst verður eftir norðoyastevnu ”blakaður” úr Argjabátinum og síðan vinnur FM-heitið við Knørri, sum vann allar róðrarnar í summar.

Kom at kenna Hans Petur í fjør, tá hann róði við Gongurólvi. Kendist við navnið, tí hann er abbasonur Hans Petur Breikkstein, sála, bónda á Velbastað, og sum eg kendi væl. Plagdi sum ungur at hoyggja hjá teimum á Velbastað, tá Johan Petur pápi Hans Petur var ungur. Havi hitt 31 ára gamla Hans Petur, sum má sigast at havt serligt kappróðrarár í summar. Hann sigur:

– Sum yngri róði eg við Jarnbardi og Jallinum í Róðrarfelagnum Knørri, róði tvey ár við Havnarbátinum og í fjør við Gongurólvi. Vit ætlaðu at manna bátin aftur í summar, men tað bleiv av ongum, men so var eg biðin at koma umborð á Argjabátin, sum er flaggskipið á Argjum. Hugsaði, at hetta kundi gerast spennandi avbjóðing og tók av.

– Ògvuliga spennadi og stuttligt at venja á Argum, lagið var bara gott, og eg treivst væl. Men tá vit fóru í bátin, minkaði gleðin, tí tað sýntist, at róðrarlagið umborð at Argjabátinum var øðrvísi, enn eg kendi frá øðrum bátum. Eg sat í rúminum, og tað gekk strilti hjá mær at finna rætta stevið, sjálvt um eg var í góðari venjing og orkaði minst líka væl sum aðrir umborð.

Hans Petur við steypinum, sum teir vunnu á vestanstevnu í Sørvági og vunnu harvið FM-heitið 2022.

– Vit rógva so á norðoyastevnu og gerast 20/100 partar av sekundi eftir Knørri, og tá máttu vit rógva við ár frá 6-mannafari, tí ár umborð var skeiklað fyri róðurin. Tað kom heilt óvart á meg og eyðmýkandi, tá bátsformaðurin umborð á Argjabátinum eftir norðoyastevnu segði mær, at eg ikki longur var partur av manningini. Sjálvandi ógvuliga keddur, tí eg hevði vant við manningini innandura og umborð í hálvt ár, sigur Hans Petur.

Tú kanst føla við Hans Peturi, tí eg upplivdi í summar, at kvinna umborð á 5-mannafari var blakað í land, tí úrslitini ikki gjørdist nóg góð. Umborð kom annar rógvari, men úrsltini gjørdist ikki betur. Soleiðis var eisini umborð á Argjabátinum, tí Knørrur vann allar róðrarnar, og Hans Petur róði tríggjar stevnur við Knørri. Hans Petur sigur víðar:

Knørrur í Vági við Hans Peturi á lærbekki stýriborð. Mynd Jan Herman Hansen.

– Sjálvandi var eg vónbrotin, men so læt onnur hurð upp, tí boð vóru eftir mær at koma umborð á Knørr, tí rógvari var farin til skips og annar skaddur. Uppgávan hjá mær var rógva, til rógvari var klárur at koma umborð aftur. Eg var til dystin fúsur og kendi treytirnar. Eg róði við Knørri tríggjar stevnur og koma at sita á lærbekki. Róði á jóansøku, fjarðastevnu og vestanstevnu, tá vit vunnu FM-heitið. Róði tí verri ikki á ólavsøku, tí tá kom skaddi maðurin umborð aftur.

– So eg fekk hóast alt frálíkt kappróðrarár og fekk FM-heiðursmerki um hálsin á ólavsøku, sigur Hans Petur Brekkstein at enda. Staðfestast kann, at Argjabáturin fekk einki burtur úr at blaka Hans Petur í land, tí frástøðan millum Knørr og Argjabátin minkaði ikki men heldur vaks og eisini á ólavsøku. (Vagnur)

The post Hans Petur Brekkstein var vrakaður umborð á Argjabátinum – men vann FM-heitið við Knørri appeared first on Hvannrók.

Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið

$
0
0
Overfegin Lív M. Venned róðurskvinna umborð á Tjaldinum eftir fjarðastevnusigurin í Vestmanna. Mynd: Jan Herman Hansen.

Síðani eg skrivaði fyrstu kappróðrargreinina í 1980-árunum, hevur mær altíð dámað væl, tá smærru róðrarfeløgini ella bátar bjóða av og vinna, sum vanliga ikki eru frammi í oddinum.  Havi sæð nakrar róðrar í Kringvarpinum, og longu í norðoyastevnu fekk eg eyguni á 5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum, sum róði ómetaliga væl. Long kraftmikil tøk og ryggin í tøkini.

Tjaldrið við kvinnum plagdi ikki at vera frammi í oddinum, tí gjørdist eg forvitin, hví tað júst eydnaðist í summar. Og alt  hevur sína søgu. Havi hitt róðurskvinnuna umborð á Tjaldrinum Lív M. Venned og spurt hana, hvussu tær so óført hava telvað seg fram at vinna seks FM-róðrar í summar og harvið meistaraheitið. Og Lív sigur:

– Í 2020 mannaðu svimjarar úr Ægir úr Klaksvík Tjaldrið. Tær kláraðu seg bara væl, og tær náddu at koma fram í triðja plássið. Í fjør kom eg stýra Tjaldrinum, og hetta kom at vera spennandi uppgáva, tí eg havi ikki róð sjálv men spælt fótbólt. Vit kláraðu okkum hampuliga og vóru til dystin fúsar at rógva aftur í summar.

Frálík mynd av Tjaldrinum, sum Jan Herman Hansen tók. Kraftmikil tøk og ryggin í takið.

– Í desember mánað fyri árskiftið byrjaðu vit at venja, men rógvarar gjørdust skaddir, og lagið var einki serligt frá byrjan og ikki lætt at finna aðrar rógvarar. Men í mars mánað eftir eina innandurakapping ringdi Turið S. Christiansen, sum hevði róð við Erlu Kongsdóttir til pápa mín Martin Venned at spyrja, um hon og Asta Sofía á Reynatrøð, sum eisini róðu við Erlu Kongsdóttir, um pláss var umborð á Tjaldrinum. Turið og Asta Sofía, sum eru úr Leirvík, eru royndir rógvarar, sigur Lív.

Lív er dóttir Martin Venned, sum vit kenna frá kappsvimjing og kappróðri. Martin hevur róð við Eysturoyingi, Klaksvíkingi og Havarbátinum. Hann var eitt skifti venjari hjá ÍF kappróðri, og hann hevur eisini lagt lag á umborð á Tjaldrinum. Per beiggi Lìv hevur eisisi róð við Klaksvíkingi og róð við bátum í Runavík. Og Lív heldur fram.

Fegnar kvinnur við steypi eftir sigurin á fjarðastevnuni í Vestmanna. Frá vinstru:  Turið S. Christiansen, Linda Lamhauge, Edna Maria á Regni Højgaard, Lív M. Venned, Kristina Høgagarð, Torgerð Gaardlykke og Asta Sofía á Reynatrøð. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Turið og Asta Sofía vóru kærkomnar og komu við nýggjum hugburði umborð á Tjaldrið, sum tær tóku við sær frá Erlu Kongsdóttir, sum ikki róði í summar. Hetta at venja rætt bæði uppi á landi og í bátinum. Pápi mín hjálpti eisini, so tað sá lovandi út frá byrjan. Samhaldið gott, góður stríðsandi og hugburður umborð.

– Vit vunnu seks av sjey róðrum og taptu fyri Leikalind á sundalagsstevnu, men vit fóru ikki niður við nakkanum og herjaðu áaftur til tess at vinna næstu stevnu. Við árarnar umborð á Tjaldrinum vóru tríggjar kvinnur av Toftum, tvær úr Leirvík og ein úr Runavík. Sjálv eri eg úr Søldafirði, sigur Lív at enda.

Martin og Lív Venned á Bursatanga á ólavsøku.

Áhugavert at hoyra  og hugaligt, at tað eydnaðist Tjaldrinum í summar at bjóða av heilt frammi í oddinum við rættari venjing, góðari manning og røttum hugburði. Nærmasti kappingarneystarnir hjá Tjaldrinum vóru serliga Leikalind úr felagnum Tindi, Fípan Fagra úr Klaksvík, Svanur av Skála og Blikur av Argjum

Hyggja við tíggju ár aftur í tíðina, so vann Havfrúgvin FM-heitið í 2013, Erla Kongsdóttir í 2014, 2015 og 2016. Jallurin vann í 2017, Erla Kongsdóttir í 2018, 2019 og 2020, Firvaldur í 2021 og Tjaldrið í 2022.

Tá talan er um kvinnu – og genturóðrar, so kunnu vit fegnast um, at vit fingu býtt genturóðrarnar upp í aldursbólkar. Nýggju gentubátar 14-16 ár róðu á ólavsøku og fimm gentubátar 17-18 ár. Frálíkt og meira rættvís kapping, har enn fleiri gentur fáa góðar upplivingar. Hetta, at fleiri uppliva og merkja sigursróman og fáa heiðursmerki. (Vagnur Michelsen)

The post Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið appeared first on Hvannrók.

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>