Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Sigert ferðaðist í Sibiriu í seks ár (1889-1895)

$
0
0
Sigert var altíð hábærsligur
Sigert var altíð hábærsligur

Sigert Patursson bóndi á Vatnaskørðum er uppkallaður eftir oldurabbabeiggja sínum Sigert Patursson úr Kirkjubø, sum nítjan ára gamal í 1889 fór úr Føroyum og endaði á langari ferð í Sibiriu, har hann í seks ár livdi og ferðaðist millum upprunafólkið.

Sigert, sum í bókum sínum rópar seg Sigurd O. Patursson, var ævintýrari, rithøvundur, fjølmiðlamaður og tjóðskaparmaður um ein háls.

Sigert droymdi um eitt veraldarríkið, har allir heimspartar og øll fólkasløg í heiminum eiga at sameinast. Í 1994 kom út forvitnislig bók um Sigert, sum Turið Sigurðardóttir skrivaði.

Tá ið eg las forvitnisligu bókina um Sigert Patursson úr Kirkjubø, hugsaði eg fleiri ferðir, at tað er ikki bara í 2013, at føroyingar flyta av landinum og fara í allar heimskrókar, hetta hava føroyingar altíð gjørt. Útferðarlongsul hava vit øll, summi meira og summi minni, men at taka so dýran til, sum Sigert Patursson gjørdi í 1889, má vera eindømi.Greinin skrivað í august  mánað í 2015

Sigert var føddur í Kirkjubø 15. oktober 1869 og var triðiyngstur av seks systkinum, fimm brøður og ein systir vóru tey. Sigert gekk í skúla í barnaheiminum á garðinum í Kirkjubø, síðan gekk leiðin til Havnar at ganga í realskúla. Sigert og beiggjarnir tímdu illa at ganga í skúlanum í Havn, og tá ið Sigert var liðugur í realskúlanum, hevði hann ikki hug at ganga meira í skúla ella fara í læru. Ungi maðurin hevði ymsar dreymar djúpt í sálini, sum hann vildi royna.

Sigert er nítjan ár, tá ið hann fer úr Føroyum.
Sigert er nítjan ár, tá ið hann fer úr Føroyum.

Summarið 1889 fór hann nítjan ára gamal úr Føroyum við skipinum “Thyru”. Fyrst gekk leiðin til Skotlands, har hann dvaldi nakrar dagar, síðani til Danmarkar, har hann steðgaði stutt, og Sigert endaði í Svøríki, sum gjørdist hansara heimstaður í Europa.

Í januar mánaði í 1990 gongur leiðin til Sibiriu, men tá vóru ongar jarnbreytir og flogfør, tí gekk ferðin til ævintýrlandið við sledum og til gongu, eftir at hann til longu ferðina hevði keypt sær skinnkápur og tøvdar ullintar stylvar. Komin til Sibiria ferðaðist Sigert millum frumbúgvarnar í seks ár. Hann skrivaði ferðadagbók, sum hann seinni gav út í bók “Á ferð í Sibiriu”.

Umframt longu ferðina í Sibiriu er nógv forvitnisligt at lesa í bókini. Sigert var av nógvum mettur sum ein “orginal”, sum var klæddur øðrvísi enn vanlig fólk. Millum annað gekk hann einaferð skóleysur úr Keypmannahavn til Skagen í Norðurjútlandi. Fjølmiðlarnir í ymsu londunum, har Sigert ferðaðist, fingu áhuga í hesum føroyska “vagabóndanum” av kongsætt, tí Sigert fekk nógva umtalu í bløðunum.

Sigert ferðaðist í Finnlandi, Ruslandi, Svøríki og Noregi og helt nógvar fyrilestrar. Sigert skrivaði nógv, serliga í svensk og norsk bløð, har hann skrivaði um sínar ferðir. Eisini um Føroyar, og onnur evni sum uppaling, persónsmenskuna og um heimsríkið fyri vakurleika og frið, sum hann brendi fyri.

Aðalmálið hjá Sigerti var at seta á stovn eitt heimssamfelag, har heimspartar og fólkasløg kundu arbeiða saman á sátt og semju.
Aðalmálið hjá Sigerti var at seta á stovn eitt heimssamfelag, har heimspartar og fólkasløg kundu arbeiða saman í sátt og semju.

Eftir at hava skrivað Sibiriubókina, kom út bók í Stokkhólmi í 1907 við heitinum “Genom Ryssland under revolutionen”. Tá ið Sigert hoyrdi, at tað politiskt prutlaði undir lokinum í Russlandi, gekk leiðin til Russlands, har hann partvís arbeiddi sum blaðmaður fyri svenska Aftonbladet og norska Morgenbladet. Bókin og nógv annað tilfar, sum liggur eftir Sigert, er prógv um, at Sigert var forvitin og vildi uppliva heimin og skriva um tað, hann sá. Hann ferðaðist eisini í Mongolinum, Korea, Miðeystri, Fraklandi, Póllandi, Hálandi og øðrum londum. Hann dugdi at tosa nógv mál, og Sigert var frálíkur rithøvundur og frásøgumaður.

Sigert fekk nógva umtalu hvar hann kom
Sigert fekk nógva umtalu, hvar hann kom

Seinast í bókini er dømi um greinskriving Sigerts í útlendskum bløðum, og har aðrir rithøvundar skriva um Sigert og ummæla nakað av tí, Sigert skrivaði. Nakað av tilfarinum er skrivað á svenskum.

Tá ið Sigert var heima í Føroyum, helt hann eisini fyrilestrar um ferð sínar kring knøttin. Allar seinast í bókini er áhugaverd grein, sum Sigert skrivaði til føroyingar við yvirskiftini Føroyar Frítt. Hann vísir í greinini á, hvussu menningarframgongdin skal fara fram í Føroyum. Hann vísir á nakrar høvuðsgrundreglur, sum okkara lands framtið skal byggjast á.

Og Sigert er bersøgin, tí hann leggur eftir dønum, sum hava niðurbundið tað føroyska málið í alt ov langa tíð. Hann vil hava, at føroyingar umframt at læra væl føroyska málið, eisini skulu læra seg enskt, spanskt, týskt og franskt. Hann heitir á føroyska ungdómin at fara longur út at ferðast ella læra enn til Danmarkar, Noregs og Svøríkis.

Sigert gongur ógvuliga høgt uppí, at føroyingar eru góðir við likam sítt. At teir venja kroppin dagliga, og hann heitir á føroyingar um at byggja vakurleikshallir ella heilsuhallir, sum hava til endamáls at fyribyrgja sjúkum bæði kroppligar og andaligar.

Hann vísir eisini á, hvussu stóran týdning tað hevur hjá føroyingum at fáa egið flagg, sum eitt land og eitt fólk má og skal hava. Eisini ynskir Sigert, at føroyingar fáa egnar peningaseðlar.

Eg haldi, at bókin um Sigert er ótrúliga áhugaverd. Stuttligt at síggja, hvussu Sigert er ílatin á ymsu myndunum í bókini av Sigert bæði sum ungur og eldri maður. At hann er ættaður úr Kirkjubø, er eingin ivi um, tí hann líkist slagnum, sum tikið verður til.

Søgan um beduinagentuna er ógvuliga kensluborin
Søgan um beduinagentuna er ógvuliga kensluborin

Sigert var føddur í Kirkjubø 15.oktober í 1869, og í september mánað í 1931 kom hann til Danmarkar sunnaneftir. Hann læt seg leggja inn á sjúkrahús í Norðursælandi fyri malaria, og Sigert doyði 17. september í 1931. 29. september varð Sigert Patursson jarðaður í Kirkjubø.

Ongastaðni í bókini sæst, at Sigert hevur havt gentu ella konu, men í bókini er frálík søga um beduinagentu, sum Sigert skrivar um eftir ferð við Miðjarðarhavið. Søgan má sigast at vera ein kærleikssøga, tí Sigert vísir sínar kærleikskenslur í hesi søgu.

Rithøvundurin Turið Sigurðardóttir er komin væl frá bókini, og hon sigur í formælinum, at hugskotið til bókina er sprottið av arbeiðinum, mamman Sigrið av Skarði Joensen legði í at týða til føroyskt Sibiriubók Sigert.

Eg haldi, at skal lesarin fáa alt við, sum Sigert hevur tikist við á lívsleiðini, so má bókin lesast meira enn eina ferð. Bókin SIGERT er frálík bók, og allir føroyingar áttu at lisið slíkt áhugavert tilfar. Málið í bókini kann ikki vera betri, og bókin er í allar mátar væl úr hondum greidd. Næsta uppgávan hjá mær er fáa hendur í Sibiriubókini, sum Sigert skrivaði eftir hann ferðaðist millum frumfólkið í Sibiriu í seks ár. (Vagnur)

 

The post Sigert ferðaðist í Sibiriu í seks ár (1889-1895) appeared first on Hvannrók.


Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá

$
0
0
Frálíkt, at gamla brúgvin er varðveitt. 1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. (Mynd Vagnur)

Í 1978 vóru 150 ár liðin, síðani Andrass Motansson keypti Argir á uppboði í Saksun tann 9. mai 1828. Í sambandi við hátíðarárið komu út tvær bøkur. Bókin Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen skrivaði, og bókin Argjamenn – ein ættarsøga, sum Niels Juul Arge skrivaði. Havi lisið báðar sera áhugaverdu bøkurnar og havi áður skrivað grein um minnisvarðan á Argjum, sum er til minnist um Andrass Mortansson og hansara húski. Henda greinin snýr seg um, tá Andrass bygdi brúnna um Sandá, sum stóð liðug í 1835.

Í fyrru greinini um Argir brúkti eg bókina hjá Hans Jacob Sigvardsen sum keldu, og í sambandi við brúnna um Sandá, brúki eg bókina hjá Niels Juul Arge sum keldu. Bøkurnar eru ymiskar, tí bókin hjá Niels Juul er meira ein ættarsøgu, sum heitið á bókini eisini sigur. Andrass Mortansson var oldurabbi Niels Juul Arge. Men áðrenn vit koma til brúnna, so fyrst nøkur orð um Andrass Mortansson.

Minnissteinurin stendur niðan frá gomlu lendingini. (Mynd Vagnur)
Minnissteinurin stendur niðan frá gomlu lendingini. (Mynd Vagnur)

Andrass var ættaður úr Hvalba sonur Mortan Andrasson úr Hvalba og Onnu Jákupsdóttir úr Misá í Vági. Andrass var føddur 1792. Ì hansara dreingja- og ungdómsárum var nógv virksemi í Hvalba, tí hvalbingar seldu kol til Noregs og Danmarkar, og tí komu nógv útlendsk skip til bygdina. Eingin ivi er um, at hesi viðurskiftini hava kveikt ein neista í Andrassi og givið honum hug at leita burtur í onnur lond.

Lagnan hjá Andrassi lagaði seg soleiðis, at hann ætlaði sær til Hetlands fekk uttanlandsævintýrið bráðan enda, tí áðrenn skipið helt leiðina til Hetlands, rak skipið á land á Kjalnestanga. Ì Kollafirði hitti Andrass ungu gentuna Elspu, sum seinni gjørdist kona hansara og flutti við honum á Argir. Andrass var eina tíð uppsitari í Kollafirði, men hann vildi ikki alt sítt lív vera uppsitari, hann vildi hava sítt egna og vildi ikki slíta seg upp fyri onnur.

So hendi tað, at Argja hospital og ognir tess skuldu seljast á uppboði á Saksun 9. mai 1828. Á uppboðnum skuldi eisini seljast 700 stórir stokkar, sum vóru av pommerskum viði frá skotsku skonnartini “Broom” úr Glasgow, sum var strandað í lonni í Saksun.

Andrass keypti henda dagin Argir, og í februar mánað 1829 løgdu tvey áttamannafør frá landi á Kjalnesi og hildu leiðina suðureftir. Tey løgdu seinni at landi á Argjum undir gomlu húsunum, sum einaferð vóru partar av hospitalinum. Førningurin var borin niðan úr fjøruni, og kollfirðingarnair, sum róðu batarnar, fóru til húsa aftur. Nú byrjaði ein nýggj tíð hjá  Andrassi og húskinum á Argjum.

Andrass var bæði smiður, grótmaður og timburmaður, hann var umhildin maður og ferðist nógv kring oyggjarnar í arbeiðsørindum. Andrass sá skjótt, at hann mátti sleppa lættari um Sandá, tí var áin stór, var ikki hugsingur at sleppa um ánna, og hetta darvaði bæði honum og eisini kirkjubøingum, sum eisini skuldu um ánna. Andrass hevði gott samband við tey í Kirkjubø og prestin í Sandagerði.

Andrass sá skjótt, at skuldi hann virka sum handverkari kring landið, mátti sleppast um Sandá. (Mynd Vagnur)

Hann hevði valt sær pláss at gera brúnna um Sandá, men hetta kostaði pening. Andrass vendi sær til amtmannin Tillisch um at fáa hjálp at gera brúnna, men har fekk hann noktandi svar. Tí fór hann í samráð við prestin Gad í Sandagerði sjálvur at fyrireika at gera brúnna um Sandá og finna staðið, har best mundi vera at gera brúnna.

Í 1931 byrjar Andrass so smátt at laða stapparnar, og bæði presturin og smádreingirnir hjá Andrassi hjálptu til at leggja størstu steinarnar. Men prestsins hjálp gjørdist ikki so drúgv, tí longu um várið árið eftir fer presturin úr Føroyum. Niels Juul Arge skrivar í bókini, at eftir at brúgvin var liðug í 1835, segði amtmaðurin við Andrass, at nú kundi hann taka bummpengur frá teimum, sum skuldu um brúnna. Svarið frá Andrassi var: “Øll skulu sleppa at ganga um brúnna uttan at gjalda mær nakað.”

Andrass byrjað á byggja brúnna í 1831, og í 1835 kundi gangast um brúnna. (Mynd Vagnur)

Í stein sunnast í brúnni høgdi Andrass búmerki sítt AM ARGE 1835. Andrass hevði tikið stórt tak, kanska tað størsta, fyri at gera tað liviligt á Argjum. Tó skal sigast, at amtmaðurin lat tíggju ríkisdálar í studningi til Andrass, tá brúgvin varð liðug.

Hugaligt at ganga eftir gomlu brúnni, sum tey hava varðveitt. Í 1835 vóru eingir bilar og einki betong og eingir kranar. Áhugavert at síggja, hvussu Andrass hevur lagað serliga stabbarnar. Eitt húskið setti búgv á Argjum í 1829, nú búgva fleiri enn 2000 fólk á Argjum. (Vagnur)

 

The post Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum –á fimmti ára neistaveitslu í Havnar klubba 1981

$
0
0
Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.
Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Tað er altíð áhugavert at leita eftir gomlum myndum, tí allar myndir hava eina søgu ella rættari sagt er søga. Nú ein dagin kom eg fram á eitt myndablað “NÚ”, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. Blaðið er frá í 1981 júst fimti ár eftir, at Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað.

Stór veitsla var í Havnar Klubba, og veitslusalurin var stúgvandi fullar við neistafólkum. Lagið var gott, nógvar talur og Robert Mc Birnie undirhelt við borðhaldið.

Við á veitsluni vóru eisini nakrir av stovnarum felagsins millum annað pápi mín Helge Michelsen. Á mynd er eisini Rigmor Christiansen, sum var gift mammubeiggja mínum. Rigmor er á fyrstu myndini av neistakvinnum tikin nakrantíð. Myndin er tikin á fótbóltsvøllinum í Gundadali á sumri í 1934 eftir lokna hondbóltsvenjing hjá neistakvinnum. Fleiri myndir niðanfyri. Skrivað í 2016.

Forsíðumyndin  er av tveimum av allar størstu og trúgvastu neistalimum. Mortan Mørk, sáli og Hans Holm. Mortan Mørk, gamli Mortan, sum vit rópti hann, tí sonurin eitur eisini Mortan, var til hvønn dyst, tá synirnir spældu. Ikki er neyðugt at siga so nógv um Hans Holm, sum í nógv ár var ímyndin av Neistanum. Hans hevur sagt, at hansara frítíðarítrív var Neistin. Í nógv Harrans ár vandi hann neistalið við góðum úrslitum. (Vagnur)

dffdfdfdfdf
Ovast upp síggja vit Osvald Simonsen, sum var av trúgvastu neistamonnum og brøðurnar Pola og Jústines Justinussen, sum spældu á besta liðnum. Til høgru ovast sita Rigmor og Debes Christiansne og Ása og Helge Michelsen. Niðast til vinstru situr Egil Hansen, sum vardi neistamálið og á høgru mynd Petur á Sandi, sum eisini vardi neistamálið í nøkur ár. Í miðjuni til høgru síggja vit Svannu Hanusardóttir, sum var ein av toppspælarunum tá. Hon heldur talu.
klklklklklk
Gott lag á neistafólki í Havnar Klubba í 1981.

The post Úr myndasavninum – á fimmti ára neistaveitslu í Havnar klubba 1981 appeared first on Hvannrók.

Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tey máttu byrja heilt umaftur (3)

$
0
0
Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)
Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)

Tey stovnaðu Eiðis Bóltfelag í 1913, tey bygdu nýggjan hondbóltsvøll við skúlan í 1972, ítróttahøllin var liðug í 2003, og nú fyrireika tey møguligan nýggjan fótbóltsvøll niðri í Hólmanum. Men hvussu gongst at fáa gongd aftur á hondbóltin á Eiði? Sunnuvá Vesturdal er forkvinna i Eiðis Bóltfelag, og hon sigur soleiðis:

– Tá ið talan er um hondbóltin, máttu vit byrja heilt umaftur, tí eingin hondbóltur er spældur á Eiði síðani í 1970-árunum, og eingin av okkum, sum eru í leiðsluni í EB, hava spælt hondbólt. Og eiðisfólkini, sum spældu hondbólt í 1970-árunum, eru vorðin eldri fólk og fara ikki í venjingarbúnan. Hetta er stóri trupulleikin hjá okkum.

Sunnuvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis Bóltfelag.
Sunnuvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis Bóltfelag.

– Vit hava nakrar eiðiskvinnur, sum hava spælt hondbólt við StÍF, og sum hjálpa til við hondbóltinum´á Eiði. EB hevur hondbóltsnevnd, og í hennu eru Sigga Vesturtún, Elin Vesturdal og Jastrid Andreasen, sum allar hava royndir innan hondbóltin.

– Vit eru byrjað í smáum, og EB hevur lið bæði fyri gentur og dreingir í U8 kappingini, vit hava eitt  gentulið 10 ár, eitt dreingjalið 12 ár og 2. deild kvinnur og 2. deild menn. Hondbóltsspælarar í EB koma fyrst og fremst av Eiði, Oyri, Oyrarbakka og frá Norðskála. Fólkagrundarlagið er ikki so stórt í økinum, og tá ið Fótbóltssambandið nú eisini er farið at skipa fyri fótbóltskappingum fyri ung um veturin, so er kapping um ungdómin.

– Annar trupulleiki er, at tá fólkagrundarlagið er ikki stórt, og vit missa kanska tveir tríggjar spælarar í einum aldursbólki, so fáa vit kanska ikki mannað lið. Eisini gevast nøkur ung at spæla hondbólt í fjúrtan fimtan ára aldri, og fáa vit tí ikki mannað lið. Tí fer onkur spælari út á Skála at spæla við StÍF. Og á Eiði gera gentur eisini fimleik.

-Tá ið alt hetta er sagt, so merkja vit, at stórur áhugi er fyri hondbóltinum á Eiði, men tað er einki dulsmál, at tað er strevið hjá okkum at fáa veruliga gongd á hondbóltsspælið í bygdini, tí vit ikki sjálvar hava spælt hondbólt. Torført er at fáar venjarar, sum hava gott skil fyri hondbóltsspælinum. Tó er at siga, at vit hava venjarar við royndum, men teir eru ov fáir, sigur Sunnuvá

2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949. Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth. Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.
2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949. Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth. Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.

Í høvuðsnevndini í Eiðis Bóltfelag eru fýra konufólk. Sunnuvá Vesturdal, sum er dóttir Knút Vesturdal, Ingun Mørkøre, sum er dóttir Eyðbjørn Mørkøre, Dorit Kruse, dóttir Poul Johannes Jacobsen og Annika Egholm, sum er dóttir Peter Reinert. Hesar eru allar børnini hjá teimum, sum slóðaðu fyri uttandurahondbóltinum niðri á Mølini og á vøllinum við skúlan á Eiði.

Fótbóltsvøllurin niðri á Mølini er kolldømdur av Fótbóltssambandinum, tí spælir EB/Streymur ikki landskappingardystir á Eiði, men í løtuni verður økið niðri í Hólmanum fylt við gróti. Ætlanin var, at fótbóltsvøllur skal gerast á økinum, men undan bygdaráðsvalinum vóru ymsar meiningar, hvat økið skal brúkast til. Eg havi spurt Sunnuvá Vesturdal, hvat tey vilja við planeraða økinum niðri í Hólmanum.

EB dreingir á vøllinum í Vestmanna í 1960-árunum. Aftast f.v: Jørgin Oluf Kruse, John Johansen, Jørgin Ellingsgaard, Regin Jespersen og Poul Johannus Jacobsen. Fremst f.v: Málverjin Nikkel Martin Kruse og húkandi Arthur Ellingsgaard
EB dreingir á vøllinum í Vestmanna í 1960-árunum. Aftast f.v: Jørgin Oluf Kruse, John Johansen, Jørgin Ellingsgaard, Regin Jespersen og Poul Johannus Jacobsen. Fremst f.v: Málverjin Nikkel Martin Kruse og húkandi Arthur Ellingsgaard

– Jú, tað er rætt, at fólk undan bygdaráðsvalinum høvdu ymsar meiningar, um tað nú er rætt at gera nýggjan fótbóltsvøll á Eiði, tí fótbóltsvøllur er í Steymnesi, har EB/Streymur spælir heimadystirnar. Summi fólk halda, at nýggja økið á Eiði kann tí brúkast til annað endamál. Annars kann eg siga, at EB sum fótbóltsfelag er ikki limur í Fótbóltssambandinum, men tað er EB/Streymur sjálvandi. EB er eitt hondbóltsfelag, sigur Sunnuvá at enda.

Roknað verður við, at økið niðri í Hólmanum, sum er mórudíki og einar átta metrar djúpt í støðum, verður liðugt planerað um tvær tríggjar vikur. Nýtt bygdarráð er valt á Eiði, og spennandi verður at frætta, hvat tey ætla við nýggja økinum niðri í Hólmanum. Eingin ivi er um, at fótbóltsvøllur kemur á Eiði, tí hetta er ynski frá nógvum fólki í bygdini.

Tað er eisini mín vón, at hondbólturin á Eiði fær góðan byr, tí hondbólturin hevur djúpar røtur í bygdini, og ítróttahøllina hava tey góða. Vit hava øll brúk fyri EB í føroysku hondbóltsfamiljuni.

Uppískoytið

Eftir at greinin er skrivað, havi eg fingið at vita eitt sindur meira um móruøkið, har tey fylla grót og planera til møguligan fótbóltsvøll ella kanska okkurt heilt annað. Økið, sum verður fylt, verður kallað niðri í Hólmanum ella Heimaravatn. Heimaravatn var eitt lítið vatn áður, men um leið undir fyrra heimsbardaga var kanal skotin ímillum Niðara vatn og Heimaravatn, so at Heimaravatn tornaði, og lendið kundi brúkast at dyrka jørð til jarðarbrúk.

Í Holmanum har økið verður fylt við gróti, og møguleikur fótbóltsvøllur skal gerast.
Í Holmanum har økið verður fylt við gróti, og møguleikur fótbóltsvøllur skal gerast.

Kanalin fekk navnið Skorakanalin eftir manninum, sum skeyt kanalina ígjøgnum. Har maðurin búði var kallað í Skorini. Fyrst í 1960-árunum vóru fleiri ætlanir at gera fótbóltsvøll og harvið eisini hondbóltsvøll í Hólmanum. Fólk frá Eiðis Bóltfelag fóru til eigararnar at biðja um økið til vøll, men eigararnir vóru nógvir og stykkini smá, so hetta var lættari sagt enn gjørt.

EB fekk játtandi svar frá nøkrum eigarum, men ikki frá øðrum eigarum. Tí fekk felagið bara nóg mikið av øki til hondbóltsvøll, men tá ið ætlanin var at gera fótbóltsvøll í Hólmanum, var ætlanin slept. Farið var tí oman á Mølina at gera vøllin longri og breiðari. Arbeiðið varð gjørt sum “pligtarbeiði” av EB fólki. Og fótbóltsvøllurin í fullari fótbóltslongd og breidd varð tikin í nýtslu 17. september 1967. So tað tók langa tíð hjá eiðisfólki at fáa góðtiknan fótbóltsvøll niðri á Mølini og harvið í bygdini. Hetta var so seinasta greinin um 100 ára føðingardagin hjá Eiðis Bóltfelag. (Vagnur Michlelsen)

Gentulið hjá EB við steypi. Aftast f.v: Anna Sofía Egilstrøð, Eydna Hansen, Olga Hansen, Sigrid Vesturtún, Lisabeit Egilstrøð, Súsanna Joensen og Anna Katrin Ellingsgaard. Fremst f.v. Anna Sofía Ellingsgaard, Elly Nielsen og Sólrun Kruse.
EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Anna Sofía Egilstrøð, Eydna Hansen, Olga Hansen, Sigrid Vesturtún, Lisabeth Egilstrøð, Súsanna Joensen og Anna Katrin Ellingsgaard. Fremst f.v. Anna Sofía Ellingsgaard, Elly Nielsen og Sólrun Kruse.

 

The post Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tey máttu byrja heilt umaftur (3) appeared first on Hvannrók.

Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tógvið slit at gera fótbótbóltsvøllin niðri á Mølini (2)

$
0
0
EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen
EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

Í 1913 kemur fyrsta fótbóltsfelag í Eysturoynni í ljósmála. 24. februar hetta árið verður á fundi á Eiði samtykt at stovna eitt fótbóltsfelag. Navnið á felagnum var “Eide Fodboldklub”, seinni broytt til Eiðis Bóltfelag – stytt EB. Undirtøkan var stór, tí limirnir vóru alt fyri eitt einir fjøruti í tali. Felagið setti sær beinanvegin fyri at fáa til vega hóskandi øki at gera fótbóltsvøll  á. Felagið leigaði sær eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið.

At gera vøll har var stórarbeiði og mátti takast í stigum. Mesta arbeiðið var at bróta klettar burtur. Bæði peningur og arbeiðsmegi kravdist at gera vøllin. Limagjaldið var í 1914 sett til tríggjar krónur um árið fyri virknar, og eina krónu fyri óvirknar limir. Sama árið gav fútin felagnum loyvi at luta ein bát burtur. Hvørjum virknum limi varð til felagsins frama álagt at arbeiða upp á vøllin tíggju dagar um árið í nakrar vetrar.

EB vinnur 2. deild í 1969. Aftast f.v: Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Knút Vesturdal og Pól Johannus Jacobsen.
EB vinnur 2. deild í 1969. Aftast f.v: Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Knút Vesturdal og Pól Johannus Jacobsen. Fremst f.v: Torbjørn Ellingsgaard, Rasmus Joensen, Arthur Ellingsgaard og Hans Egil Joensen.

Í 1916 vildu fuglfirðingar sleppa til Eiðis at spæla. Teimum varð svarað, at teir vóru vælkominir, men at vøllurin var ikki í góðum standi. Tá mundi hann ikki vera meira enn einar 35 favnar langur og einar 17 favnar breiður.

Fuglfirðingar komu norður, men partarnir samdust um at spæla við níggju monnum á hvørjum liði. Sum árini gingu, varð vøllurin longdur og breiðkaður, men sum hjá nógvum feløgum hevði EB trupulleikar  at fáa vøllin góðan.

EB kvinnur fyrst í 1960-árunum. Frá vinstur: Svanhild Ferstirstein, Hergerð Joensen, Maria Ingibjørg Joensen, Jóhanna Vesturdal, aftast sást á hárið á Jónu Ellingsgaard, Ingibjørg Ellingsgaard og Oda Poulsen.
EB kvinnur fyrst í 1960-árunum. Frá vinstru: Svanhild Ferstirstein, Hergerð Joensen, Maria Ingibjørg Joensen, Jóhanna Vesturdal, aftast sæst hárið á Jónu Ellingsgaard, Ingibjørg Ellingsgaard og Oda Poulsen.

16. februar í 1916 helt felagið sín fyrsta regluliga aðalfund. Tá varð nýggj felagslóg samtykt. Nevndin skipaði seg við Oliver Øster sum formanni, Hans Jacob Joensen sum kassameistara. Hini í nevndini vóru doktar Effersøe, Jóhan Hendrik Hansen , Olaf Ellingsgaard og Anton Ellingsgaard, skrivar Suni Merkistein millum annað í bók síni “Teir restastu dreingir í norðum”.

Eg havi ringt til 75 ára gamla Hans Egil Joensen, sum spældi í nógv ár við hondbóltsliðum hjá EB. Spurdi hann, hvønn EB spældi fótbólt ímóti fyrstu árini, felagið var stovnað. Og Hans Egil sigur soleiðis:

Grallíki varð lagt á fótbóltsvøllin á Mølini í 1996. Óivað vakrast plássið hjá fótbótlsvølli í heiminum.
Graslíki varð lagt á fótbóltsvøllin á Mølini í 1996. Óivað vakrasta plássið hjá fótbótlsvølli í heiminum.

–  EB spældi ímóti fuglfirðingum, lorvíkingum og gøtumonnum øll tey fyrstu árini, og tað var ikki fyrr enn undir krígnum í 1940-árunum, at EB fór til Klaksvíkar og onkuntíð til Havnar at spæla fótbólt. Eftir kríggi fánaði fótbólturin á Eiði, tí menn fór til skips, og torført var at manna fótbóltsliðið.

– Frá miðskeiðis í 1940-árunum bleiv Eiði ein hondbóltsbygd heldur enn fótbóltsbygd. Bæði menn og kvinnur fóru at spæla hondbólt, og stórur áhugi varð fyri hondbóltinum á Eiði, men tað var torført at koma heilt fram í oddin í føroyskum manshondbólti, tí menn vóru til skips partar av árinum, og tó var ymist, hvussu liðið kundi mannast. Bæði menninir og kvinnurnar hjá EB spældu í bestu deildini, men tá ið vit tosa um fótbóltin, spældi EB altíð í næstbestu deildini, sigur Hans Egil at enda av Eiði.

EB kvinnur seinast í 70 árunum. St.f.v: Nomi Høghamar, Elsa Maria Eidesgaard, Jastrid Andreasen, Sunhild Djurhuus. Fremst f.v: Anna Sofía Joensen, Elin Nielsen, Katrin Poulsen, Elin Vesturtún og Sigga Vesturtún.
EB kvinnur seinast í 70 árunum. St.f.v: Nomi Høghamar, Elsa Maria Ejdesgaard, Jastrid Andreasen, Alis Eidesgaard og Sunrid Durhuus. Fremst f.v: Anna Sofía Joensen, Elin Nielsen, Katrin Poulsen, Elin Vesturdal og Sigga Vesturdal.

Í fyrru greinini um 100 ára føðingardagin hjá Eiðs Bóltfelag er málningur eftir Óla Egilstrøð, sum var gáva frá EB til íslendingin Sigurd Juliusson. Søgan um Julius er áhugaverd, tí hann kom sjálvboðin til Eiðis 30. janauar 1939 at venja menninar fótbólt. Sunnumorgnar varð eisini vant inni í Losjuni frá klokkan nýggju til tvey, umframt at vant var niðri á Mølini gerandiskvøld. Julius fór aftur av landinum á heysti í 1939 og endaði í Danmark ella Týsklandi.

Julius varð síðani sendur aftur til Íslands sum njósnari og varð sleptur niður í fallskíggja. Hann bleiv fangaður av bretum og sendur til Bretlands, men kom aftur til Íslands eftir kríggi. Julius hevði ikki gloymt góðu løturnar á Eiði, og seinni sendi hann steyp til Eiðis at kappast um í fótbólti. Eiðismenn, lorvíksingar, fuglfirðingar og gøtumenn skuldu kappast um steypið. Fyri nøkrum árum síðani var sonur Julius og vitjaði á Eiði, og frá honum fekk Eiðis Bóltfelag tvær myndir av málninginum, sum pápin fekk frá EB sum gávu, tá ið hann fór úr Føroyum. Málningurin var takk til Julius frá EB fyri frálíkt venjaraarbeiði í bygdini.

EB oldgirls í 80-árunum. Hesar spælu seinast í 60árunum og 70-árunum. St.f: Lisabett Egilstøð, Sólrun Joensen, Sigrid Vesturtún, Anna Sofía Egilstøð og Súsanna Joensen. Fremst fr.v: Malan Egilstøð, Anna Softía Ellingsgaard, Eydna Hansen, Jastrid Andreasen, Svanhild Festirstein, Olga Hansen og Elinborg Ellingsgaard.
EB oldgirls í 80-árunum. Hesar spælu seinast í 60-árunum og 70-árunum. St.f.v: Lisabett Egilstrøð, Sólrun Joensen, Sigrid Vesturtún, Anna Sofía Egilstrøð og Súsanna Joensen. Fremst fr.v: Malan Egilstrøð, Anna Softía Ellingsgaard, Eydna Hansen, Jastrid Andreasen, Svanhild Festirstein, Olga Hansen og Elinborg Ellingsgaard.

Vit skriva  nú 2013, og nógv er broytt við ítróttinum á Eiði seinnu árini. Graslíki kom á fótbóltsvøllin á Mølini í 1996, og snotuliga ítróttahøllin varð tikin í nýtslu í 2003. Um fótbóltin á Eiði er stutt at siga, at fótbólturin er partur av samasetta liðnum í Sundalagnum EB/Streymur, sum stendur seg ótrúliga væl. Landskappingardystir í bestu fótbóltsdeildini kunnu ikki longur spælast niðri á Mølini, men tey ætla at gera nýggjan fótbóltsvøll í bygdini.

Við nýggju ítróttahøllini eru góðir møguleikar at fáa lív aftur í hondbóltin í bygdini, men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí hondbólturin á Eiði steðgaði miðskeiðis í 1970-árunum, tí eingin høll var á Eiði, og hondbóltur fór tá  frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Nú skal allur hondbólturin á Eiði byggjast upp av nýggjum, og tað tekur tíð. Tað er mín vón, at EB einaferð aftur gerst hondbóltsbygdin, sum hon einaferð var.

EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen
EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen

Tá ið man skrivar um hondbóltin á Eiði, leita tankarnir til ymsar undangongumenn. Og væl minnist eg Sølva Jespersen, sála, Petur Reinert, sála, Knút Vesturdal ella, hvussu øll eita á Eiða, sum slóðaðu fyri hondbóltsspælinum á Eiði. Petur Reinert kendi eg væl, og hann var undangongumaðurin, at nýggjur hondbóltsvøllur bleiv gjørdur við skúlan. Vøllurin varð tikin í nýtslu 7. mai 1972. Eg minnist Petur sum eitt slags “manager” fyri menninar hjá EB. Hann var altíð við til dystirnar, og hann gekk upp í hondbóltsspælið við lív og sál.

Niðanfyri síggja vit mynd av 2. deildarliðnum hjá EB frá 1973, sum hevur vunnið 2. deild. Á myndini eru júst Knút Vesturdal og Petur Reinert. Mær er sagt, at Petur henda dagin fylti fimti ár, og um kvøldið helt hann stóra veitslu fyri vinum og kenningum. At enda vil eg takka Nikkel Nielsen og Tom Joensen fyri frálíkt samstarv við myndum og øðrum. Allar myndir eru ikki eins góðar, men áhugavert og stuttligt at síggja nógvu andlitini aftur.

Til lukku við 100 ára føðingardegnum og takk fyri nógvar góðar og ógloymandi hondbóltsløtur á Eiði, sum sita djúpt í sálini. (Vagnur Michelsen)

EB í 1960 árunum: St.f.v: Hans Erland í Brekkunum, Jørgen Oluf Kruse, Heini Høghamar, Hans Egil Joensen, Torbjørn Ellingsgaard, Knút Vesturdal og Eyðbjørn Mørkøri. Fremst f.v: Arthur Ellingsgaard og Heini Vesturdal.
EB í 1960 árunum: St.f.v: Hans Erland í Brekkunum, Jørgen Oluf Kruse, Heini Høghamar, Hans Egil Joensen, Torbjørn Ellingsgaard, Knút Vesturdal og Eyðbjørn Mørkøri. Fremst f.v: Arthur Ellingsgaard og Heini Vesturdal.
EB
EB gentur 16 ár vinna FM-heitið í 1975. St.f.v: Elin Nielsen, Ribjørg Joensen, Elisabett Kruse, Annika Reinert, Henny Nielsen og Katrin Poulsen. Fremst f.v: Marin Elisabett Haraldsen, Anna Sofía Joensen, Óluva N. Joensen, Súsanna Rasmussen og Elin Vesturdal.
EB
EB kvinnur seinast í 70 árunum og fyrst í 80-árunum. St.f.v: Jastrid Andreasen, Elin Nielsen, Elsa Maria Ejdesgaard, Alis Eidesgaard, Kirstin Poulsen  og Gurið Joensen. Fremst f.v. Sigga Vesturdal, Kára Egilstrøð, Karin E. Joensen, Katrin Poulsen, Anna Sofía Joensen og Elin Vesturdal.

 

 

The post Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tógvið slit at gera fótbótbóltsvøllin niðri á Mølini (2) appeared first on Hvannrók.

Eiðis Bóltfelag fylti 100 ár 24. februar – EB kvinnur vunnu FM-heitið í 1947 (1)

$
0
0
EB føroyameistari í 1947. Frá vinstu: Belina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ejdesgaard og Johanna Karolina Jacobsen.
EB føroyameistari í 1947. Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen. (Mynd Sigrid Lützen)

Eiðis Bóltfelag var fyrstu nógv árini eitt fótbóltsfelag, men í 1945 byrjaði lærarin í bygdini, Andreas Thomsen, sum var ættaður úr Gøtu, at spæla hondbólt við ungdóminum á Eiði. Fyrstu árini spældu tey ikki í landskappingini, sum byrjaði í 1943, men í 1947 meldaðu tey tvey kvinnulið til landskappingina, og bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið vunnu føroyameistaraheitið hetta árið. 84 ára gamla Ása Merkistein, fødd Ellingssgaard, spældi við besta liðnum hjá EB í 1947, og hon minnist við gleði, tá ið eiðisgentur ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Og føroyameistaraheitið í 1947 var serligt ógloymandi upplivilsi, sigur Ása Merkistein fødd Ellingsgaard. 

Tá ið eg leygardagin 23. februar hoyrdi, at Eiðis Bóltfelag dagin eftir fylti 100 ár, sveimaðu tankarnir, tí nógvar góðar hondbóltsløtur havi eg havt á Eiði bæði sum ungdómsspælari, mansspælari og venjari. Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði, og bygdin er ein av okkara gomlu hondbóltsbygdum.

Áhugavert at práta við Ásu um árið 1947, tá ið tær vunnu føroyameistaraheitið.
Áhugavert at práta við Ásu um hondbóltsárini á Eiði.. (Mynd Vagnur´)

Í sambandi við greinina um EB kagaði eg í Ítróttatíðindi frá 1947, og har var mynd av eiðisgentum.  M.a. varð skrivað: “Hetta eru gentur, ið vórðu verandi í bygd teirra, og tær knýttu trol og íðkaðu hondbólt. Tær dugdu ikki bert at spæla hondbólt, tær dugdu so sanniliga eisini væl at knýta trol. Eiðigentur gjørdu tað bragd, at tær vunnu báðar hondbóltsdeildirnar”.

Í sambandi við fjøruti ára føðingardagin hjá Eiðis Bóltfelag skriva Ítróttatíðindi í 1953, at tey byrjaðu at spæla hondbólt á Eiði fyrst í 1940-árunum, og í 1944 blivu hondbóltsgentur limir í Eiðis Bóltfelag, og gjørd varð ein hondbóltsdeild í felagnum.

Á mínum ungu døgum hevði EB bæði kvinnulið og manslið í bestu deildini, umframt at felagið eisini hevði ungdómslið við í landskappingini. Men tá ið fyrstu ítróttahallirnar komu í Klaksvík í 1968 og í Havn 1970, og hondbóltsspælið næstu árini bleiv eitt innanduraspæl, kundi EB ikki fylgja við, tí eingin høll var á Eiði. Við árunum fánaði hondbóltur burtur í bygdini, sjálvt um góðar kreftir á Eiði tó royndu at halda lív í ítróttagreinini millum annað at venja í høllini á Skála.

EB hevur bara vunnið eitt FM-heitið í bestu deildini, og tað var, tá ið kvinnurnar hjá EB vunnu føroyameistaraheitið í 1947. Kvinnuliðið í 2. deild vann meistaraheitið í 1947, 1948 og 1949, og kvinnuliðið í 2. deild vann eisini meistaraheitið í 1973 og 1974. Mansliðið hjá EB í 2. deild vann kappingina í 1969 og 1976, men so fór EB úr hondbóltsfamiljuni. Nú er nýggj ítróttahøll á Eiði, og tey eru so smátt byrjað at spæla hondbólt aftur í bygdini.

Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði. Ítróttahøllin í bygdini varð tikin í nýtslu í 2003. (Mynd Vagnur)
Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði. Ítróttahøllin í bygdini varð tikin í nýtslu í 2003. (Mynd Vagnur)

Í 1971/1972 góvust tey at spæla hondbólt niðri á Mølini, tí tá var hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan. Hetta var frálíkur asfalteraður vøllur, og nú var møguleiki at brúka skiftingarrúmið í skúlanum, sum hevði hevði brúsur.

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá EB leitaði eg mær niðan á Spógvaveg 16 í Havn at hitta 84 ára gomlu Ásu Merkistein. Hon er mamma Suna Merkistein, og sum vit serliga kenna frá Kringvarpinum. Familjan Merkistein búði við Landavegin frá 1969 til 1976, har eg eri uppvaksin, og mangan prátaði eg við mann Ásu, Jákup Merkistein, sála, sum eisini var av Eiði. Ásu mintist eg ikki rættliga, men tá ið eg hitti hana í túninum á Spógvavegi, kendi eg andlitið aftur.

Familjan Merkistein flutti til Havnar at búgva í 1965, men hondbóltsáhugin fánaði ikki eftir, tá Ása og Jákup fluttu til Havnar, tí øll fimm børnini spældu hondbólt. Fýra børn spældu í Kyndli og eitt í Neistanum, og nógvar tímar hava Ása og Jákup havt í høllini á Hálsi sum áskoðarar fyrrapartin í 70- árunum, har tey mangan sótu frá fyrsta til síðsta dyst. Av teimum fimm systkjunum fýra gentur og ein drongur, spældi Hansa longst. Hon spældi viðhvørt á besta liðnum hjá Kyndli, men hon flutti longu í 1978 sum tjúgu ára gomul til Danmarkar.´

Niðri á Mølini. Hetta er málningur eftir Óla Egilstrøð og er gáva frá íslendinginum Sigur Juliusson, sum í januar mánað í 1939 sjálvboðin kom til Eiðis at venja fótbólt.
Niðri á Mølini. Hetta er málningur eftir Óla Egilstrøð og er gáva frá íslendinginum Sigur Juliusson, sum í januar mánað í 1939 sjálvboðin kom til Eiðis at venja fótbólt.

Ása var bæði blíð og týð og prátingarsom, og hon var væl fyri, men nakað lamin. Tá ið eg greiddi henni frá ørindum mínum, var Ása skjót at bjóða mær innar og fór eftir vøkru myndini av EB-kvinnunum frá 1947, sum hekk á bróstinum. Fyrst spurdi eg Ásu, hvat hon mintist til hondbóltin á Eiði í 1940-árunum.

– Hetta var besta tíðin í lívi mínum, tí tað var so stuttligt at spæla hondbólt, og góðu hondbóltsferðirnar kring landið standa so sólarklárar í minninum. Í 1947 høvdu við tvey kvinnulið, eitt 1. deildarlið og eitt 2. deildarlið. Óli Egilstrøð vandi okkum. Eg fór at spæla hondbólt, tá eg var sekstan seytjan ára gomul, og eg minnist, hvussu áhugað mamma var í fótbóltinum og hondbóltinum. Vit búðu við dansistovuna, og tá ið fólk komu fram við hjá okkum, læt mamma mangan vindeygað upp sunnudagar, tá ið fótbóltsdystir vóru niðri í Mølini. Eg minnist, hvussu illa eg var við av mammu, tá ið hon úr vindeyganum rópti á fólk: “Hvussu stendur til niðri á Mølini?”, hon fór ikki sjálv oman á Mølina, men hon fylgdi væl við.

Ása fær sær fríska luft í túninum. Á myndini frá 1947 eru bara Ása og Astrid á lívi. (Mynd Vagnur)
Ása fær sær fríska luft í túninum. Á myndini frá 1947 eru bara Ása og Astrid á lívi. (Mynd Vagnur)

– Vit spældu hondbólt í Klaksvík, Havn, Vestmanna, Gøtu,  Vágum, á Sandi, og so vóru vit eisini í Suðuroy. Best dámdi okkum at fara til Klaksvíkar, tí har lógu vit altíð nátt, og  allar fóru í dans um kvøldið. Vit búðu hjá spælarunum, og allastaðni vóru fólk blíð, og vit knýttu vinabond fyri lívið.

– Ferðasambandið var ikki tað sama í 1940-árunum, og eg minnist, tá ið vit fóru til Klaksvíkar. Vit vóru koyrdar niðan á Vomdin, og so gingu vit oman til Funnings, har deksbátur úr Klaksvík kom eftir okkum. Eg minnist ilt aftur á sjóverkin, mangar av okkum fingu, tá ið ringt var í sjónum, sigur Anna.

Vit sita ein løtu og práta um mangt og hvat, men tann týdningarmiklasti spurningurin er eftir. Føroyameistaraheitið, sum kvinnuliðið hjá EB vann í 1947, og sum skuldi gerast serlig uppliving hjá spælarunum. Áður høvdu fólk á Eiði bert áhuga í fótbólti, men nú skuldu kvinnur av Eiði spæla finaludyst um meistaraheitið í Havn ímóti Vípuni av Sandi, og nú gjørdist knappliga stórur áhugi fyri hondbóltsspælinum í bygdini. Og Ása greiðir frá:

– Finaludagin í 1947 í Havn stendur púra klárur í mínum hugaheimi, tí hetta gjørdist ógloymandi uppliving fyri okkum ungu gentur, sum vit ongantíð komu at uppliva aftur. Í Havn búðu vit á Háskúlanum, og eg minnist, at finaluliðini gingu skrúðgongu av Vaglinum niðan í Gundadal. Eitt svenskt skip lá á Havnini, og skipsmanningin var eisini á Vaglinum og fylgdi skrúðgonguni niðan í Gundadal. Teir floytaðu eftir okkum, og tað vóru vit ikki vanar við á Eiði.

– Vit spældu finaluna ímóti Vípuni á nýggja hondbóltsvøllinum í Gundadali, og nógv fólk vóru og hugdu at dystinum. Serliga minnist eg eiðismenninar Thomas Nygaard og Hans Jákup Joensen, sum hálsfevndu okkum, tá ið vit vunnu dystin 7-3 og harvið føroyameistaraheitið. Thomas Nygaard og Hans Jákup Joensen vóru ríkir gamlir dreingir, og tað var serlig uppliving, at teir hálsfevndu okkum.

EB kvinnur hugna sær niðri á Mølini miðskeiðis í 1940 árunum.
EB kvinnur hugna sær niðri á Mølini miðskeiðis í 1940 árunum.

Eftir dystin bjóðaðu teir báðir okkum til fínan døgurða í húsum við Heygsvegin, sum Poul Hansen átti. Har var vín á borðinum, og eg minnist, at ein av gentunum var eitt sindur svimmul, tá ið vit komu oman aftur á Háskúlan. Vit kendu einki til vín og vóru samdar um, at gentan ikki toldi tað sindrið av víni, vit fingu í lítla vínglasið.

– Tú spyrt meg um vakra leikbúnan, vit vóru í á myndini frá 1947. Vit bundu sjálvar troyggjuna, sum var ljósagrøn. Tvær av gentunum dugdu væl at seyma. Tær seymaðu okkum “legaðu niðurdeilarnar”, sigur Ása.

At enda spurdi eg Ásu, hvat hon hugsar, tá ið hon sær liðmyndina av eiðisgetum, sum vunnu føroyameistaraheitið í 1947. – Eg havi ikki orð fyri kenslunum, hvørja ferð eg síggi myndina.Hondbóltstíðin á Eiði var bara so ótrúliga stuttlig, sum eg minnist aftur við stórari gleði, sigur Ása at enda.

Í seinnu grein fari eg millum annað at siga frá, tá ið Eiðis Bóltfelag varð stovnað í 1913, og tá ið tey bygdu fótbóltsvøllin niðri á Mølini. Eisini fari eg at hugleiða meira um hondbóltin á Eiði, og á borðinum liggja nakrar áhugaverdar liðmyndir av EB liðum, sum skulu á heimasíðuna. (Vagnur Michelsen)

The post Eiðis Bóltfelag fylti 100 ár 24. februar – EB kvinnur vunnu FM-heitið í 1947 (1) appeared first on Hvannrók.

Eiðis bóltfelag 110 ár – Tríggjar greinar skrivaðar í 2013, tá EB fylti 100 ár

$
0
0

Um dagarnar fyllir Eiðis bóltfelag 110 ár. Júst fyri tíggju árum síðani skrivaði eg tríggjar greinar í sambandi við, at felagið fylti 100 ár. Havi altíð havt alsk fyri Eiðis bóltfelag, tí vit spældu so mangan hondbólt á Eiði. Merktu frá byrjan samanhaldið og blíðskapin í bygdini. Tá hondbóltsspælið gjørdist innanduraspæl fyrst í 1970-árunum, fánaði hondbólturin á Eiði, men so kom stásiliga ítróttahøllini, og eiðisfólk byrjaðu av nýggjum. Niðanfyri  og á Hvannrok. fo kanst tú lesa tríggjar greinar, tá Eiðis bóltfelag gjørdist 100 ár. (Vagnur)

The post Eiðis bóltfelag 110 ár – Tríggjar greinar skrivaðar í 2013, tá EB fylti 100 ár appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Sigmundur var í 1973 sóktur millum Stong og Eystnes

$
0
0
Sigmundur komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. (Mynd Fornminnissavnið)

Kom um dagarnar í blaðnum Birting frá 2000 fram á forvitnisliga mynd frá 1956 av “postbátinum” Sigmundi hjá Torshavns Mælkeforsyning og margarinefrabrik. Vit ungu søgdu Sigmundur hjá Meiarínum. Sigmundur er júst komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. Fyri meg og onnur serlig mynd, tí ikki fyrr enn í juli mánað í 1966 var koyrandi eftir Oyggjarvegnum til Kollafjarðar og vestureftir. Jógvan Christiansen mammabeiggi var giftur til Kollafjarðar, og meg minnist ferðir við Sigmundi og eisini Reynir til Kollafjarðar. Og fyrstu ferð eg sum drongur spældi hondbólt í Vestmanna, fóru vit fyrst við postbátinum úr Havn til Kollafjarðar og víðari við bussi til Vestmannar.

Sigmundur var flaggskipið hjá Meiarínum smíðaður í Peterhead í 1942, og var tá framkomið ferðamannaskip góðkendur til 250 ferðafólk. Samfelagið broyttist skjótt í sjeytiárunum, og longu í 1973 hevði Sigmundur tænt fyri seg  og var sóktur millum Stong og Eystnes, har mong slupp eisini var sókt. Hyggur tú nærri at myndini frá 1956, so kennist tú við fleiri andlit. Minnist meg rætt var Christian Martin Rubeksen skipari í mong ár umborð á Sigmundi. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Sigmundur var í 1973 sóktur millum Stong og Eystnes appeared first on Hvannrók.


Bátasmiðurin Mikkjal Müller smíðar sær 4-mannafar heima

$
0
0
Hugnaligt at vitja Mikkjal á verkstaðnum. 4-mannafarið um at vera liðugt. Bátasmiður og hvørvisteinur hoyra saman. (Mynd Vagnur)

Nógvu unglingarnir, sum vuksu upp við Landavegin í mínum ungdómsárum, búgva fleiri ikki við Landavegin. Men tað ger bátasmiðurin 68 ára gamli Mikkjal Müller. Hann býr í barnaheiminum, har hann hevur bygt sær verkstað skamt frá ánni. Í vikuni vitjaði eg Mikkjal eisini at frætta, hvussu gekst við nýggja 4-mannafarinum.

Næstan lidna 4-mannafarið er serligt, tí Mikkjal hevur útvegað sær 2½ hk stóran Gøta motor at seta í bátin, motor, sum var framleiddur í Svøríki í 1947. Nógvir tankar reikaðu hesa løtuna, tá eg vitjaði bátasmiðin og sá henda snsotuliga bátin og tvey takt motorin. Í okkara barnaárum vóru eingir grastrevjabátar, men heilt nógvir smærri føroyskir bátar við Solo, Gøta ella FM motori. Mikkjal lærdi til bátasmið hjá Jógvani Hansen bátasmiði, og til sveinastykkið smíðaða hann seksæringin SIF, sum sæst niðanfyri. Og Mikkjal sigur:

– Í 1980 arbeiddi eg hjá Balslev, har eg millum annað koyrdi tilfar út til kundar. Bátasmiðurin Jógvan Hansen fekk eisini tilfar til bátar frá Balslev, og tá eg ein dag stóð og eygleiddi Jógvan, kom mær til hugs at læra til bátasmið. Ætlaði at læra til timburmann. Kom í áhugaverda og hugtakandi læru hjá Jógvani, ja, og har byrjaði eg nýggja spennandi lívsleið, sigur Mikkjal.

Mikkjal bygdi sær verkstað upp í barnaheimið. Mia og Eiden fingu grundøkið í brúðargávu. Mikkjal býr í niðaru hædd, og ein dóttur Frank býr í ovaru hæddini. Beiggjarnir eiga húsini, har vit hava nógv góð minni. Postmeistarahúsini handan trøini síggjast høgrumegin. (Mynd Vagnur)

Í okkara ungdómsárum sóust ikki glastrevjabátar, men so byrjaðu tey í Kaldbak við Guttormi Eysturoy á odda at framleiða 4-manna-, 6-manna-, 8-manna- og 10-mannafør úr glastrevjatifari. Hetta førdi til, at eftirspurningur eftir føroyska bátinum úr timbri minkaði skjótt næstu árini. Men Mikkjal gjørdist tó ikki arbeiðsleysur.

Mikkjal smíðaði seksæringin SIF sum sveinastykki. SIF hevði ikki 2½ hk motor men 60 hk Leyland motor. (Myndaeigari: Mikkjal)

– Hanus Jensen bátasmiður og eg gjørdu okkum verkstað í Saltsøluni, har millum annað Hanus smíðaði Ova Joensen kenda bátin Diana Victoria. Vit høvdu úr at gera at umvæla bátar, og so vóru vit eisini uttanlands og smíðaðu. Vóru á føroyskari viku í Stokkholmi og smíðaðu bát, har eisini Fornminnissavnið, Heimavirkið, Havnar Hornorkestur og aðrar fyritøkur vóru við á ferðini.

– Vit smíðaðu eisini bát á stevnu í Århus, og vit smíðaðu bát á føroyskari viku í Fraklandi. Úr Roskildi vóru eisini boð eftir mær at smíða bát, so nógvar frálíkar upplivingar hevur bátasmíð ført við sær, sigur Mikkjal.

Gøta motorurin frá 1947 framleiddur í býnum Osby í Svøríki. Tvey takt bensin motorur, sum skal vindast í gongd. (Mynd Vagnur)

Barnaheimið hjá Mikkjali og teimum var serligt, tí har vóru vit altíð vælkomin. Har búðu Mia og Eidin Müller og synirnir Frank, Jan og Mikkjal. Nærmastu grannahúsini vóru Postmeistarahúsini,. Gugga kona postmeistaran Johan Danielsen var pápasystir Eidin Müller. Foreldur Eiden vóru Ebba og Hans Müller.

Postmeistarin áttu grundøkið hinumegin Postmeistarahúsini, sum Søren Müller abbi Eiden hevði átt. Hetta grundstykkið var latið Eiden og Miu í brúðargávu frá Guggu og Johan Danielsen. Húsini hjá Mikkjali og teimum vóru bygd í 1947. Spyrji Mikkjal, hvat hann ætlar við nýggja 4-mannafarinum?

Fýra ungir vinmenn við Landavegin. Frá vinstru Klæmint Skarðhamar, Mikkjal Müller og Helgi Nolsøe. Framman Torbjørn D. Michelsen. Mikkjal er sekstan ára gamal á myndini. Bambus tók myndina.

– Eg smíði og umvæli ikki longur bátar, men so hugni eg mær at smíða mær 4-mannafar. Havi atgongd til neyst í Sandagerði og bátapláss við Kongabrúnna. Lítli tvey takt bensin Gøta motorurin er kanska nostalgi, tí abbi mín Hanniba í Funningsstovu áttu 4-mannafar við júst 2½ hk stórum Solo motori. Havi keypt Gøta motorin úr Danmark framleiddur í Svøríki í 1947. Eg síggi fram til tess at seta motorin í bátin.

– Annars er Gøta verksmiðjan givin at framleiða slíkar motorar og er vorðið Gøta savn. Tú kanst framhaldandi fáa eykalutir til motorin. Spennandi, sigur Mikkjal at enda. (Vagnur 1.apríl 2023)

Her síggja vit Gøta motorin frá hinari síðuni. Tendringin til vinstru, í miðjuni karburatorurin og til høgru svinghjólið. (Mynd Vagnur)
Mikkjal hevur júst lagt á stokkarnar, og nú vanta bekkirnir og aðrir smálutir. Áhugavert eisini at síggja motorin, sum meg minnist stóð í fleiri bátum. Síggi fyri mær menn sita á motorkassanum, tá teir fóru út um Molan. (Mynd Vagnur)

The post Bátasmiðurin Mikkjal Müller smíðar sær 4-mannafar heima appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd frá 1958 í Vágsbotni

$
0
0
Postbáturin við bryggju í Vágsbotni. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Í 1958 var undiritaði níggju ára gamal, og fyri okkum ungu var Vágsbotnur dragandi og spennandi. Myndin vekir minni og framburðin í okkara samfelagi hesi sekstifimm árini. Nógv áhugaverd at síggja. Ferðafólk, farmur og annað viðføri hvørt um annað á dekkinum. Har frammi hegnpelar, stórur kassi á dekkinum, ja, nakrir ølkassar koma undan vinstrumegin. Handa oljutunnan er serlig við báðum jarnringunum um miðjuna. Eisini súkklan, barnavognurin og bilurin Fø 100.

Leggið til merkis  klæðini fólkini eru í. Menninir í troyggju niður í buksuna og belti um miðjuna. Tú sært mest sum ikki longur menn í hatti og alpuhúgvu. Í 1958 var Vágsbotnur, Vaglið og Kongabrúgvin miðdepulin í Havn. Býarsavn? Komi at hugsa um Birgar Johannessen, sála, sum stríddist fyri býarsavni. Ófatullgt, at eingin á Vaglinum ynskir og vil stríðast fyri mátmiklum býarsavni. Vaglið svimur peningini, og nú gera tey eina omaná á, sum kostar nógvan pening. Sjálvandi eigur Havnini at húsa glasilgum býarsavni. Súkklan, barnavognurin, og hví ikki søguligu øl-og sodavatnkassarnir á myndini kundu havt pláss á býarsavni. Birgar royndi, men fekk ikki nógvan stuðul, má sigast. (Vagnur apríl 2023)

The post Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd frá 1958 í Vágsbotni appeared first on Hvannrók.

Føroyavinurin Gianfranco Contri vitjar aftur í Føroyum

$
0
0
"Franco" er komin til Føroya við ferðaliði at fylgja sólarmyrkingini. (Mynd Vagnur)
Franco er komin til Føroya við ferðaliði at fylgja sólarmyrkingini. (Mynd Vagnur)

Hóskvøldið stendur Franco, sum vit rópa hann í durinum hjá okkum. Ein serliga vinsalur og fittur italiumaður, sum búði fleiri ár í Føroyum, og sum hevur skrivað føroyska/italska orðabók. Hann kom fyrstu ferð til Føroya sum ferðamaður í 1982 og hevur í fleiri umførum verið aftur í Føroyum sum ferðaleiðari millum annað tvær ferðir, tá Føroyar og Italia spældu landsdystir í fótbólti. Nú er hann ferðaleiðari hjá tjúgu fólkum ymsa staðni frá í Italia, sum vildu síggja sólarmyrkingina. Franco er prátingarsamur 63 ára gamal maður. Skrivað í 2015.

– Eg kom sum sagt fyrstu ferð sum ungur av forvitni til Føroya í 1982 sum ferðamaður, har eg í tvey ár arbeiddi á Restorffs bryggjaríi og Skála skipasmiðju. Eg las søgu og skuldi seta meg inn í norðurlendska søgu. Frá 1985 til 1987 var eg í Danmark, tí har var so nógv tilfar um føroysk viðurskifti. Tá var eg eisini eitt skifti í Svøríki og Lapplandi.

"Franco" býr í lítlu fjallabygdini í
“Franco” býr í lítlu fjallabygdini Riolunato skamt frá Modena í Poslættanum.

– Eg komi frá lítlu bygdini Riolunato nær býnum Modena í Poslættanum í norður Italia, har størsti býurin er Bologna, og eg var knýttur at lærustovni í býnum. Eri uppvaksin í lítlari fjallabygd við 700 fólkum, sum liggur á umleið 800 metrum frá sjóvarmálanum.

– Eftir tíðina í Danmark kom aftur til Føroya í fleiri umførum sum ferðamaður, men í 1999 til 2004 búði eg fast í Føroyum, har eg skrivaði føroyska/itatalska orðabók. Eg havi nógv góð vinfólk í Føroyum, og fyrsti veruligi vinurin í Føroyum var Djóni Dalsgarð, sum eg hitti longu á fyrstu ferðini í 1982. Í sambandi við orðabókina, kom eg at kenna Eyðun R. Jensen, sum las italskt, og sum hjálpti mær við orðabókini. Og nú standi eg aftur í gongini hjá Eyðuni og tykkum.

"Franco" og Mortan sonur Eyðun inni hjá okkum. Eyðun og báðar døturnar vóru í 2009 og vitjaða "Franco" í Italia. (Mynd Vagnur)
Franc” og Mortan sonur Eyðun inni hjá okkum. Eyðun og báðar døturnar vóru í 2009 og vitjaði “Franco” í Italia. (Mynd Vagnur)

– Í 2004 flytti eg aftur til Italia, tí tá var orðabókini liðug, og eg vildi sleppa aftur til familju og vinir. Men eg havi fleiri ferðir verið aftur í Føroyum millum annað tveir ferðir við ferðalagið, sum kom til Føroya at síggja landsdyst í fótbólti millum Føroyar og Italia. Hetta var í 2007 og 2011. Eisini var eg í Føroyum við ferðaliði, sum vildi vísa føroyingum italska mentan, har vit millum annað vístu fram ymsar dansir.

– Nú eri eg so aftur í Føroyum, og tað er mentanarhúsið í bygdini, eg komi frá, sum tók stig at fáa italsk fólk at koma til Føroyar at fylgja sólarmyrkingini. Tjúgu fólk úr fleiri plássum í Italia eru við í ferðalagnum. Tú spyrt, hvat eg fái tíðina at ganga við í Italia. Eg undirvísi í søgu, enskum, landalæru og italskum á hægri læristovni, sigur 63 ára gamali Gianfranco Contri at enda. (Vagnur)

 

The post Føroyavinurin Gianfranco Contri vitjar aftur í Føroyum appeared first on Hvannrók.

Eg kom av tilvild at hitta aftur Petur Zachariassen úr Hvalvík

$
0
0
Petur, sum hevði postin í 34 ár, dámar væl at fáast við seyð. (Mynd Vagnur)

Tilvildin kann vera løgin og kann føra til mangt undarligt og áhugavert. Pápi mín Helge í Smæruni skeyt haru í Hvalvík hjá Tummasi Eikholm bónda, og ein vinmaður mín hevði á ungum árum vinkonu úr Hvalvík. Tí kendi eg nøkur fá fólk í bygdini. Eg kann minnast, at eg var eitt sindur bergtikin av nøkrum toftum á eini trøð í bygdini. Hetta vóru leivdir frá revahaldi í Føroyum seinast í 30-árunum. Ein leygardag herfyri hitti eg 76 ára gamla Petur Zachariassen, kallaður Petur post, og hetta skuldi gerast áhugaverd og gevandi tilvild. (Skrivað í 2015)

Petur er nú vorðin 76 ára gamal.(Mynd Vagnur)
Petur er nú vorðin 76 ára gamal. (Mynd Vagnur)

Vit skulu fyrst aftur í 60-árini, tá ið ung kvinna Hildibjørg úr Haldórsvík kom at arbeiða í Smæruni, har pápin mín arbeiddi. Hildibjørg var ein ómetaliga fyrikomandi og fitt ung kvinna, sum var ótrúliga góð við okkum smádreingir. Eg bleiv so mikið væl við Hildibjørg, at eg vitjaði hana mangan uppi í Grønlandi, har hon búði. Eg kom eisini at hitta systrar hennara Paulu og Ebbu. Og vit vóru eisini og vitjaðu í Haldórsvík.

Mamma mín var um hetta mundið sjúk í Danmark, og tí kom Hildibjørg eitt stutt skifti at vera í húsi hjá okkum. Kanska var hetta orsøkin, at eg sum smádrongur koma at bíta meg fastan í Hildibjørg, sum altíð tók ímóti mær við opnum ørmum.

Mamma kemur so aftur úr Danmark, og Hildibjørg gevst í Smæruni. Seinni hoyrdu vit frá pápa okkara, at Hildibjørg var gift einkjumanni úr Hvalvík. Eg gekk mínar leiðir á lívsleiðini, og tað gjørdi Hildibjørg eisini, og tí fánaði sambandið við tíðina okkara millum.

Áhugavert at hitta Petur

Og so var tað henda leygardagin herfyri, at eg kom aftur á ferð úr Rituvík, og sjálvandi skuldi eg taka mynd av toftunum frá revahaldinum í Hvalvík seinast í 30-árunum. Fyrst spurdi eg eina unga konu við barnavogni, um hon kendi nakað til revahald í Hvalvík, men tað vistu hon ikki, tí hon var ikki uppvaksin í bygdini.

Petur býr í barnaheiminum hjá Elinborg fyrru konuni. (Mynd Vagnur)
Petur býr í barnaheiminum hjá Elinborg fyrru konuni. (Mynd Vagnur)

Eg fór niðan ímillum tvey sethús og tók myndir av toftunum, sum stóðu niðan ímóti ein lagaðum garði á eini trøð. Ikki vildi eg fara til Havnar aftur uttan at spyrja onkran meira um revahaldið og toftirnar frá 30-árunum. Ì einum vindeyga sá eg gráhærdan mann, eg fari inn og banki á dyrnar, og út kemur blíður maður, sum eg helt meg hava sæð áður. “Kennur tú meg”, spurdi eg mannin. “Tú ert ein av synunum hjá Helga í Smæruni, kom innar og fá tær ein drekkamum”, segði blíði maðurin.

Skjótt var greitt, at hetta var Petur Zachariassen maður Hildibjørg, sum doyði 8. januar í 2012. Petur var í 34 ár postmaður í Norðurstemoy, og hann sigur soleiðis um at gerast einkjumaður við tveimum smábørnum, og um at hitta Hildibjørg.

– Eg var giftur Elinborg her úr Hvalvík, men í 1968 fekk konan bróstkrabba og doyði. Har stóð eg einkjumaður við seks ára gamlari dóttur og eitt ára gomlum soni. Hetta var svár tíð, men seinni lýsnaði aftur, tá ið eg kom í samband við Hildibjørg úr Vík dóttur Hans Paula á Bø. Hans Pauli hevði handil og átti bátin Reynir, sum sigldi við ferðafólki og góðsi millum Havnina og bygdirnar í Sundalagnum. Beinanvegin eg kom í samband við Hildibjørg, tók hon børn míni til sín sum síni egnu.

Her síggja vit toftirnar frá revahaldinum seinast í 30-árunum. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit toftirnar frá revahaldinum seinast í 30-árunum. (Mynd Vagnur)

– Elinborg átti sonin Hall, áðrenn vit komu saman, og børnini hjá mær og Elinborg fyrru konuni eru Karín fødd í 1962 og Finnbjørn føddur í 1967. Hildibjørg og eg fingu sonin Egil á Bø, sum tú kennir frá fótbóltinum. Egil er føddur í 1974. Hildibjørg hevði trý systkin Paulu, Ebbu og Johannus, sigur Petur.

Eg segði Peturin, at eg visti um Finnbjørn sum borðtennisspælara í Streymi, og at eg var fegin um at fáa at vita, at Hildibjørg og hann fingu sonin Egil á Bø, sum eg mest kenni gjøgnum fjølmiðlarnar. Eg visti ikki, at Petur og Hildibjørg áttu Egil. Petur og eg sita góða løtu við borðið og práta um ymist, men so at enda spyrji eg hann um toftirnar frá revahaldinum.

– Húsini eg búgvi í eru barndómsheimið hjá fyrru konu míni Elinborg. Tá ið útskift var í Hvalvík, yngsti eg mær bøin omanfyri húsini, og hetta eydnaðist. So var er av tilvild, at toftirnar frá revahaldinum í 30-árunum nú standa á mínari ogn. Hetta eru søgulig minni, og eg ætli at lata toftirnar standa.

Ùr køksvindeyganum sær Petur yvir á fótbóltsvøllin í Steymnesi. (Mynd Vagnur)
Ùr køksvindeyganum sær Petur yvir á fótbóltsvøllin í Steymnesi. (Mynd Vagnur)

– Ikki havi eg so nógv at siga tær um revahaldið, men tað var Jóannis Olsen úr Hvalvík, sum byrjaði revahaldið í Føroyum. Her á leiðini vóru tvey revahald, og tað lá væl fyri at fáa fóður frá hvalastøðini við Áir. Tú átti at tosa við synirnar hjá Jóannisi, Helga og Tummas, sum eiga Norðsetur. Teir kunnu óivað siga tær nógv um revahaldið hjá pápanum, men tú ert altíð vælkomin aftur til Hvalvíkar, segði Petur at enda.

Vit fara í seyðahúsið hjá Peturi, og tað má eg siga, at har var reint og nossligt. Petur vísti mær, hvussu hann hevði riggað til at hava seyðin innandura um veturin. Tá ið seyðurin fór á bøin um várið, varð vaskað og sóttreinsað klárt at fletta í um heystið. Petur og teir fletta einar 25 seyðir.

Prátið við Petur og tilvildin henda dagin gjørdi meg enn meira forvitnan um revahaldið í Føroyum. Nakað av tilfari havi eg funnið, men heilt skjótt gongur leiðin aftur til Hvalvíkar, og tá fari eg at skriva grein um revahaldið í Føroyum. Revahaldið var nógvastaðni kring landið seinast í 30-árunum, men so kom seinni heimsbardagi, og menn sluppu ikki av við skinnini, tí steðgaði revahaldið. Men hetta fáa vit at vita meira um í seinni grein. (Vagnur)

 

 

The post Eg kom av tilvild at hitta aftur Petur Zachariassen úr Hvalvík appeared first on Hvannrók.

Skiparin Ingolf Rasmussen havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár

$
0
0
Ingolf fór sum sekstan ára gamal til skips við slupp. (Mynd Vagnur)
Ingolf fór sum sekstan ára gamal til skips við slupp. (Mynd Vagnur)

Ørindini míni at banka á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen var at vita, um hann átti nakrar myndir frá hendingini, tá Sólborg brendi í 1979. Tað skuldi bara ganga ein løta, til vit funnu útav, at vit báðir vóru í nærmastu familju. Ikki visti eg, at Ingolf og eg eru trímenningar. Ómetaliga áhugavert at práta við henda dámliga og róliga skiparan, sum var skipari umborð á trolarunum Sólborg og Hercules, tá ið tær brendu. Ingolf fór longu til skips sum sekstan ára gamal og hevur starvast á sjónum í 62 ár.

Tá eg bankaði á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen ovarlaga í Torfinsgøtu í Havn, hitti eg ein dámligan og fyrikomandi mann. Konuna Jónu kendi eg beinanvegin – hon er dóttir Jens Guttesen, sum vit kenna frá tónleiki og sangi í Brøðrasamkomuni. Komin innar í gongina síggi eg longu, at skiparan hevur siglt úti í verðini, tí millum annað hekk stórt ísbjarnaskinn á bróstinum í gongini og á skápi í stovuni stóð vøkur kajakk. (Greinin skrivað í desember mánað í 2014.)

Familjan Rasmussen á yngri døgum. Frá vinstru
Familjan Rasmussen á yngri døgum. Frá vinstru Jens Pauli, Jóna, Sigrið og Ingolf.

Ingolf og eg hava báðir røtur í Frammistovu í Hvannasundi. Abbi Ingolf, Justinus Poulsen, og omma mín, Sigrid Poulsen gift Christiansen, vóru systkin. Hesin Justinus Poulsen gjørdist einkjumaður við fýra børnum, tí konan doyði stutt eftir, at mamma Ingolf varð fødd. Seinni giftist Justinus uppaftur við Agnes Susanne Jacobine Johannesen, rópt Jacobina, úr húsum Heima á Norðurtoftum. Justinus abbi og omma fingu fýra børn, og Justinus og Jacobina fingu sjey børn – ellivu børn tilsamans, greiðir Ingolf frá.

Mamma Ingolf, Sigga Malena fødd 1910, giftist til Søldarfjarðar, men hon misti mannin, sum slerdi út við Columbus í 1949. Mamman sat eftir við átta børnum, fýra gentum og fýra dreingjum, og Ingolf var elstur av dreingjunum. Tá Ingolf var liðugur við fólkaskúlan, var einki val. Hann arbeiddi eina tíð fiskaarbeiði, men sum sekstan ára gamal fór hann ein túr við sluppini Lítlu Emmu. Síðani fór hann við sluppini Carl úr Vági, sum hann var við í hálvtannað ár. Og her byrjaði so lívsleiðin hjá Ingolfi á sjónum, sum higartil hevur vart í 62 ár. Og Ingolf sigur:

– Eftir tvey ár umborð á slupp, gekk leiðin til Íslands, har eg sigldi við íslendskum trolarum í fýra ár. Eg forvann somikið av peningi, at eg kundi fara upp á skúla í 1959 at læra til stýrimann. Eftir lokið prógv gekk leiðin út í verðina at sigla, har eg fyrst sigldi í eitt ár hjá DFDS. Síðani fór eg at læra til skipsførara á Fanø í Danmark, og eftir lokið prógv fór eg umborð á skip hjá ØK. Túrarnir vóru mangan langir, og einaferð var eg úr Føroyum í meira enn eitt ár.

Sólborg var seld til Grønlands í
Eftir eldsbrunan varð Sólborg  longd og gjørdist eitt betri skip. (Mynd bókin)

– Ja, so kom eg heimaftur og fór millum annað at føra rækjutrolaran Sólborg í 1977, har eg var í níggju ár, tíl báturin var seldur í 1986 til Royal Greenland. Yvirmenninir á Sólborg fylgdu við skipinum til Grønlands, har eg var ein av teimum. Seinni førdi eg trolaran Ljósafelli í trý ár, og havi seinnu árini siglt hjá Thor í Hósvík, har eg millum annað var skipari umborð á trolaranum Hercules, tá hann brann, og ellivu menn doyðu.

– Hetta var skelkandi uppliving, og tað var um reppið, at eg sjálvur kom frá hendingini við lívinum. Ein gelendari bjargaði mær, tí eg visti, at fylgdi eg gelendaranum í nógva roykinum, kom eg upp á brúnna, sigur Ingolf.

Ingolf hevur dámað væl á sjónum. Sólborg varð seld (Mynd bókin)
Ingolf hevur dámað væl á sjónum. Sólborg varð í 1986 seld Royal Greenland, og Ingolf fylgdi við trolaranum sum skipari. (Mynd bókin)

Eg spyrji at enda Ingolf, hvat fær ein 76 ára gamlan mann at halda fram at sigla, ja, seinast var hann burtur í tríggjar mánaðir í Norðurgrønlandi? – Heilsan er góð, og mær dámar framvegis at sigla. Hesaferð legði eg mær tað soleiðis til rættis, at eg kundi vera heima á jólum og væntandi fari ag avstað aftur einaferð eftir nýggjár. Eg havi siglt hjá Thor í eini átta ár.

Í heiminum hjá Ingolfi og Jónu sæst, at tónleikurin fyllir nógv, har er klaver og fleiri onnur ljóðføri. Jóna er listakvinna, hon málar og hevur undirvíst í grafikki á kvøldskúlanum í tjúgu ár. Eisini undirvísir hon næmingum í klavari, so hon hevur nógv um oyruni. Ingolf og Jóna eiga tvey børn: tónleikaran og songkvinnuna Sigrið Rasmussen og sonin Jens Paula, sum arbeiðir sum teldumaður. (Vagnur)

Manningin á Sólkborg avmyndað eftir seinasta túr sum føroysk skip. Niður eftir landganginum frá høgru: Poul Johs. Streymoy, Virgar Midjord, Brian Rasmussen, Poul Eliasen, Anker Petersen, Kaj Larsen, Niels Mellemgaard, Petur Henry Mellemgaard, Brestir Petersen, Olaf Jacobsen og Finnur Johansen. Á bryggjuni frá vinstru: Ingolf Rasmussen, Jens Magnus Jensen, Tórálvur Mikkelsen, Arni Andreasen og Dávur í Dímun Mohr. (Mynd bókin)
Manningin á Sólkborg avmyndað eftir seinasta túr sum føroysk skip. Niður eftir landganginum frá høgru: Poul Johs. Streymoy, Virgar Midjord, Brian Rasmussen, Poul Eliasen, Anker Petersen, Kaj Larsen, Niels Mellemgaard, Petur Henry Mellemgaard, Brestir Petersen, Olaf Jacobsen og Finnur Johansen. Á bryggjuni frá vinstru: Ingolf Rasmussen, Jens Magnus Jensen, Tórálvur Mikkelsen, Arni Andreasen og Dávur í Dímun Mohr. (Mynd bókin)

 

 

 

 

The post Skiparin Ingolf Rasmussen havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár appeared first on Hvannrók.

Vangamyndin – Malvina keypti fyrsta neistaflaggið í 1952

$
0
0
Malvina beyð sær at gjalda flaggið, sum kostaði 125 krónur. (Mynd Vagnur)

Tá ið Malvina á Dunga kom úr Hvalba til Havnar sum fimtan ára gomul genta, vildi hon rógva kapp ella spæla hondbólt. Hon valdi hondbóltsspælið og koma á standa í málinum hjá neistakvinnum í tólv ár. Tað var Malvina, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. – Eg helt tað vera skomm, at Neistin einki egið flagg átti, og tí beyð eg mær at gjalda flaggið sjálv, sum varð keypt úr Danmark, sigur Malvina.

Eg síggi fyri mær Malvinu í ketilbúna og beiggjan Gudmund laða garðar í Havn, men tú ørminnist eisini hana standa í málinum hjá neistakvinnum. Fyri kortum fekst tú at vita, at tað var Malvina á Dunga, sum syrgdi fyri, at Neistin fekk sítt egið flagg. Hetta var í 1952. Malvina býr í íbúð í húsinum hjá dóttrini Káru á Dunga í Havn. Hugaligt at hitta Malvinu aftur, sum tú ikki hevur hitt í nógv Harrans ár. Men, hvussu fekk Malvina fatur í vakra neistaflagginum?

Malvina á ungum árum.

– Sára Hansen hevði verið á ítróttaskúla í Danmark og var komin aftur til Føroya at spæla við neistanum. Sára var hondbóltssnillingur, sum kundi nógv meira við bóltinum, enn aðrir spælarar. Einaferð segði eg við Sáru, at tað var stór skomm, at Neistin ikki átti egið flagg. Í 1950 vóru neistakvinnur og fótbóltslið hjá B36 á minniligari ferð í Noregi, men bara føroyska flaggið var við á ferðini.

Sára hevði gott samband við hondbóltsfelag í Keypmannahavn, og eg bað Sáru útvega Neistananum eitt neistaflagg, ein “neistavimpul” við eins litum og í føroyska flagginum. Eg vildi gjalda flaggið sjálv. Í 1952 forvann eg 675 krónur um mánaðin, og nýggja neistaflaggið kostaði 125 krónur. Neistin fekk vakra flaggið, sum vit øll vóru ógvuliga fegin um. Eg bar sjálv neistaflaggið á ólavsøku øll árini eg spældi, sigur Malvina.

78 ára gamla Malvina á Dunga er dóttir hvalbingin Jákup Poulsen, Jákup á Skallanum. Mamman Anna Bjarnadóttir var úr Havn og giftust til Hvalbiar. Fimtan ára gomul kom Malvina til Havnar at arbeiða í húsplássi. Seinni arbeiddi hon í handlinum hjá Heinesen, Aage Dahl og handlinum hjá Ólavi Lamba. Áðrenn Malvina fór at laða saman við beiggjanum Gudmundi í tjúgu ár, arbeiddi hon í tólv ár hjá Poul Hansen heilsølu. Men hvussu kom unga hvalbiargentan í Neistan, og hvussu bar tað til, at hon fekk sær arbeiði at laða garðar og steinseta tún?

– Longu sum ung genta í Hvalba dámdi mær ógvuliga væl at arbeiða uttandura. At sláa og hoyggja, seta niður epli og vera á seiðabergi, ja, tað sum dreingir plaga at gera. Systir mín var heilt øðrvísi, henni dámdi væl at seyma og baka. Eg kom seinni í lívinum at laða saman við beiggjanum Gudmundi, og hetta var ikki vanligt konufólkaarbeiði. Vit laðaðu garðar og steinsettu tún. Millum annað laðaðu vit við Norðurlandahúsið, SMS, Lágagarð og springvatnið á Káta horninum. Eg gavst at laða sum 65 ára gomul.

Malvina beyð sær at gjalda flaggið, sum kostaði 125 krónur. (Mynd Vagnur)

– Tá ið eg kom til Havnar í 1947 sum fimtan ára gomul, vildi eg antin rógva kapp ella spæla hondbólt. Og tað bleiv hondbóltur, sum eg koma at spæla í tólv ár á besta liðnum hjá Neistanum. “Beiggin” úr Vági var venjari, og hann segði mær, at vilt tú ikki standa í málinum á besta liðnum, so spælir tú úti í 2. deild. Eg vildi spæla úti, men vildi eisini spæla á besta liðnum, tí gjørdist eg málverji.

– Vit vandu tvær ferðir um vikuna. Og eftir hvørja venjing fóru vit oman á Konditaríið at fáa okkum drekkamunn og práta. Vit spældu dystir ímóti Søljuni, VB, TB, Stjørnuni, VÍF og so kom Kyndil í 1956. Eg var við at vinna FM-heitið sjey ferðir tey tólv árini, eg spældi.

– Tvær reisir var eg uttanlands við hondbóltinum. Í 1950 vóru neistakvinnur og besta liðið hjá B36 minniliga ferð í Noregi. Og so var eg biðin at koma til Íslands við sandavágskvinnum sum spælandi venjari. Tað var Sigurd Petersen, sum so fegin vildi hava meg at styrkja liðið hjá Søljuni á Íslandsferðini. Eg gavst at spæla hondbólt í 1961, men tvær ferðir seinni kom eg tó at standa í neistamálinum. Einaferð varð skipað fyri oldgirlsdysti millum Neistan og Kyndil, og tá ið Gundadalshøllin varð tikin í nýtslu í 1984, spældu vit sokallaðan uppvísningdyst ímóti Kyndli, sigur Malvina.

Malvina var gift við Niclas á Dunga, sum doyða bara 61 ára gamal. Malvina og Niclas eiga døturnar Onnu 53 ár, Byndis 49 ár, Unnur 47 ár og Káru 42 ár, sum allar búgva í Havn. Malvina eigur tólv ommudøtur. Allar fýra døturnar hava spælt í Neistanum. Anna, Bryndis og Unnur spældi upp til unglingaaldur, meðan Kára koma at spæla nógv ár í bestu deildini. Men, hvat fær Malvina tíðina at ganga við, og fylgir hon framvegis við hondbólti?

– Nú búgvi eg niðriundir hjá Káru, og sjálvandi gevi eg eina hjálpandi hond. Vaski og strúki klæði, annars bindi eg nógv, millum annað troyggjur til føroysk klæði. Eg havi tólv ommudøtur, og nú er langommubarn á veg. Jú, nógmikið er at tríva í, sigur Malvina at enda.

Vit fara út í garðin at taka mynd, og Malvina er ikki sørt errin, at tað var hon, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. Nú kennir undirritaði mest sum bara Káru av døtrunum, og Malvina og Kára eru ógvuliga líkar í verumáta. Tær eru báðar hittinorðaðar og ikki skornar fyri tungubandið. Eg takka fyri meg og takki fyri áhugaverda prátið. (Vagnur)

 

The post Vangamyndin – Malvina keypti fyrsta neistaflaggið í 1952 appeared first on Hvannrók.

Spell at “Gamla hospitalið” frá 1829 varð flutt á skeivt stað

$
0
0
Soleiðis minnist eg “Gamla hospital”. Spell, at tað varð flutt. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja fyri nú nógvum árum síðani skuldu víðka um bedingina við nýggjum bedingsvogni, forðaði “Gamla Hospitalið” útbyggingini. Fornfrøðingar og onnur stríddust ímóti Skipasmiðjuni, sum átti økið, til tess at varðveita dýrgripin Gamla hospitalið fyrsta sjúkrahús í Føroyum tikið í nýtslu í 1829. Semja varð at enda um at flyta hospitalið longur niðan, men hetta var ein vánalig loysn. Heldur átti húsið at verið flutt út til hinar sjúkrahúsbygningarnar.

Mangan er í tøkum tíma ella ov seint, tá ið sumt gamalt skal varðveitast. Dømi er hvalastøðin við Áir, sum skuldi verið varðveitt fyri nógvum árum síðani. Í Havn hava undanfarnin býráð oyðilagt fleiri øki í gomlu Havnini. Hava givið loyvi at tikið søgulig hús niður og ístaðin bygt upp stórar ljótar betongbygningar. Ebenezer, Handilskjarnin og húsini, har Landsverk húsast, eru bara nøkur dømi.

Sjálvandi átti Gamla hospitalið at verið varðveitt, og Tórshavnar Skipasmiðja átti at verið flutt út um Havnina, tí skipasmiðjan dálkar alt ov illa vágirnar. Gamla Hospitalið varð bygt í 1828 og varð tikið í nýtslu í 1829. Í bók havi eg sæð, at í 1826 var bara ein lækni í Føroyum við navninum Manicus, sum eisini tók stig at byggja hospitalið.

"Gamla Hospitalið" hoyrdi til heildarmyndina við Müllers pakkhús. (Mynd Eidin Müller)
“Gamla Hospitalið” hoyrdi til heildarmyndina við Müllers pakkhús. (Mynd Eidin Müller)

Færø Amt Hospital rópt Gamla hospital varð niðurlagt í 1924, tá ið Dronning Alexandrines hospital varð bygt, sum framvegis er í nýtslu sum millum annað føðideild.

Sum smádreingir spældu vit mangan á leiðini við Skipasmiðjuna og Gamla hospital, og eg minnist væl húsið, sum tey kallaðu “cellan”. Tá skilti eg ikki rættiliga, hví húsið varð rópt soleiðis, men sum eg skilji at lagnum, vóru tey sinnisveiku stongd inni í hesum bygningi og í ringast føri bundin til songina. Jarnrimar vóru fyri vindeyguni, og høgur garður, sum vit síggja á myndini, um bygningin.

Eitt flutt umvælt "Gamla hospital", sum heldur skuldi verið flutt í Sandagerð, (Mynd Vagnur)
Eitt flutt umvælt “Gamla hospital”, sum heldur skuldi verið flutt í Sandagerð, (Mynd Vagnur)

Fyri 1970 vóru tey sinniveiku send til Danmarkar, men kom hesi aftur til Føroya, tá Landssjúkrarhúsið var víðkað við bygningum fyri sinnisveik, og føroyskir læknar millum Árni Olsen kundi taka sær av teimum.

Tíverrri vórðu restirnar av Gamal hospitalið flutt longur niðan og hava húsini, sum ikki eru liðugt umvæld, øll árini staðið sum misprýði. Eg haldi ikki, at Gamla hospitalið eigur at standa har, sum tað nú stendur. Dugi ikki at síggja meiningina í hesum. Skuldi Gamla hospital flytast, skuldi bygningurin heldur verið fluttur á gott øki við Landssjúkrahúsið. Frálíkt økið er oman ímóti Sandagerði.

Anetta Wang kona Knút Wang og mamma vinmannin Sverra Wang vísti mær einaferð nógvar myndir av Gamla Hospitali. Myndirnar hevði pápi Anettu Erik Faber tikið. Fabar arbeiddi sum lækni á Gamla hospitali seinast í 1800-talinum. Tá var hospitalið væl hildið við vøkrum urtagarði. Nú stendur Gamla hospitalið á skeivum stað og er alt annað enn vakurt og hugnaligt. (Vagnur)

The post Spell at “Gamla hospitalið” frá 1829 varð flutt á skeivt stað appeared first on Hvannrók.


Hitti tvær skemtiligar gentur í Keypmannahavn í 2009

$
0
0
Gentur vildu á henda hátt stuðla teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)
Genturnar vildu á henda hátt stuðla teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)

Vit vóru í Danmark í 2009 og vitjaðu ein vinkonu, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Eg var tá úti fyri serligari hending við kanalirnar í Keypmannahavn, tá fólk flokkaðust um tvær ungar gentur, sum høvdu eins litt yvirskegg og hárið. Eg fann fram myndatólið og spurdi genturnar, um eg kundi taka mynd av teimum. Jú, tað kundi eg gott, og eg fekk eisini søguna um yvirskeggini.

Tvær ógvuliga fyrikomandi ungar gentur. Eg spurdi tær, um yvirskeggið var natúrligt. Onnur gentan segði mær, at í miðbýnum í Keypmannahavn var stór altjóða stevna fyri samkynd. Í einum bási kundi tú fáa ymist gjørt millum annað tatoveringar og fáa ísett ringar allar staðir á kroppinum. Eisini var lítil básur, har tú fekst ásett yvirskegg, sum varð litað eins og títt egna hár.

Spurdi genturnar, um tær vóru samkyndar, men tað vóru tær ikki, søgdu tær við einum smíli. Tær vildu bara á henda hátt stuðla eini góðari sak um góðkenning. Vøkru yvirskeggini, sum riggaðu væl, fingu nógv fólk at steðga á og forvitnast, tí myndin var góð og løgin. Tað var, sum yvirskeggini fingu tankarnar hjá fólki at sveima. Eingi ivi um, at fyrireikararnir av altjóða stevnuni høvdu sett upp henda básin sjálvandi við einum endamálið. Og átakið eydnaðist, má eg siga.

Barak Obama og tey samkyndu 

Vit hoyra dagliga um mótmælisgongur kring heimin til frama fyri teimum samkyndu, sum krevja sín rætt í samfelagnum. Í summum londum vera hesi fólk kúgað. Høvuðssøgan var herfyri úr USA, at amerikanski forsetin Barak Obama segði hesi orð í fjølmiðlunum: “Tað er týdningarmikið fyri meg at ganga á odda og vátta, at eg haldi, at tey samkyndu skulu hava loyvi at giftast”. Meiningakanningar i USA vísa, at helvtina av amerikanska fólkinum taka undir við forsetanum, meðan tey konservativu kristnu eru í øðini.

Í Danmark hava 70% av prestunum herfyri givið til kennar, at teir hava einki ímóti at gifta samkynd í teirra kirkjum. Tíðin flytir greinsirnar til frama fyri teimum samkyndu.

Greinsa at góðtaka tey samkyndu flytir skjótari í summum londum enn øðrum. Í Føroyum halta vit altíð nógv ár aftaná. Vit minnast orrustuna um 266b, málið, sum nú hevur lagt seg.

Eg kenni væl samkynda føroyska kvinnu, sum hevur verið gift við aðrari kvinnu í tíggju ár, og tey eiga eina smágentu. Tey búgva hjá okkum, tá ið tey eru í Føroyum, og eg má siga, at tú hugsar slett ikki, at tær eru samkyndar. Tær kundu tað sama bara verið tvær vinkonur.

Kona føroysku kvinnuna er útlendsk, og hon segði mær, at í heimlandinum góðtaka fólk nógv betur samkyndar gentur og kvinnur enn dreingir og menn. Tað er so vanligt frá ungum árum, at gentur ganga hond í hond, meðan fólk ikki rættliga góðtaka, tá ið tveir menn ganga hond í hond í gøtunum.

Eg kenni nógv samkynd, og samkynd vóru eisini í mínum grannalagi, tá ið eg var ungur. Havi altíð góðtikið tey samkyndu, tey skulu sum vit onnur sjálvandi eisini liva í friði í okkara samfelagi. Greinin er skrivað í 2012. (Vagnur)

The post Hitti tvær skemtiligar gentur í Keypmannahavn í 2009 appeared first on Hvannrók.

Úr myndasavninum –Áhugaverd mynd frá 1950-árunum

$
0
0
10-mannaførini liggja undir Müllers pakkhúsi, áðrenn leiðin gongur út á Gulan. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn.)

Hvørja ferð eg síggi eldri mynd, hugsaði allar fyrstum árið, myndin er tikin? Myndin omanfyri er løtt at gita, tí nýggi Sjómansskúlin er góður at miðja seg eftir. Ùtgrevsturin til Sjómansskúlan byrjaði í 1958 og eftir drúgt arbeiði var skúlin vígdur 4. januar 1962. So myndin er frá 1958 ella 1959. Helst 1958. Uppi á Heynum høgru megin flutti Høgni Mohr og konan inn í nýggj hús í 1959. Síggi ikki húsini á myndini. Áhugavert at síggja júst hesa myndina, tí tá varð róð kapp inn í Vágsbotn.

Kappróðrarbátarnir stóðu til framsýningar á Bursatanga, og tá teir vóru flotaðir á ólavsøku, róðu teir fram við áskoðarunum á Vágsbotni, áðrenn leiðin gekk vestureftir undir Müllers pakkhús fyri síðani at rógva út undir Argjaland ella út á Gulan. Skipasmiðjan var ikki eins stór í 1958. Ein sleipivongnur og so stóra barakkin, har alt timburarbeiðið fór fram. Tá bygdi skipasmiðjan skip úr timbri. Hekla áraka Skeiva pakkhús er á nógvum myndum. Hetta far má hava ligið mong ár við teym, tí fá skip eru avmyndað so nógv sum Hekla, sum hevur sína søgu. Á myndini er Sjómansskúli sjómansskúli og ikki kontór hjá skipasmiðjuni MESt. Áhugaverd mynd. (Vagnur)

The post Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1950-árunum appeared first on Hvannrók.

Fekk sendandi áhugaverda mynd av næmingum/fimleikarum

$
0
0
Myndin tikin í skúlagarðinum í Realskúlan.

Fekk um dagarnar sendandi mynd frá dóttir Jens Guttesen sála. Myndin er av næmingum/fimleikarum í gamla Realskúla. Ása mamma mín gekk í sama flokki sum fleiri á myndini, og meg minnist, at tey hittust á gamalsaldrinum til samkomu á Hotel Hafnia. Hetta var mamma ógvuliga fegin um.

Realskúlin var vígdur í 1916 júst um tað mundið, tá næmingarnir á myndini vóru føddir. Við síðuna av Realskúlanum var bygd fimleikahøll, men tá Tórshavnar kommunuskúli var bygdur, var høllin tikin niður og latin Tórshavnar skipasmiðju. Pápin mín, sum var føddur í Tórsgøtu í 1913, segði, at fólk vóru ikki serliga fegin, at Realskúlin var bygdur so langt frá býin ella rættari sagt uppi í haganum.

Skamt frá Realskúlanum vígdur í 1916 sæst fimleikahøllin, sum mátti dvína fyri nýggjum stórum kommunuskúla. (Mynd: Havnin – fólk og) yrki)

Hvørjir eru so næmingarnir á myndini, sum tú fleiri kennist við? Frá vinstru stendur fyrst Leivur Jóhannesarson úr Funningi, næstur honum Poul Joensen (1916-1968) bróðir John Joensen. Teri høvdu handil í Jónas Bronsckgøtu. Brøðirnir við familju búðu eisini í húsunum, og meg minnist, at torført var finna út av, hvørji børn John og Poul áttu. Mangan hoyrdi tú, at tann og tann unglingi í húsunum var sonur ella dóttir John og Poul. Síðani stendur Ejler Michelsen pápabeiggi (1917-1998), Jens Guttesen (1916-1996), Johannes Jacobsen (1916-1987) og danskur lærari. Síðani koma Esbern Simonsen úr Hoyvík (1917-1996), Ebbe Müller (1917-1968), Regin Dahl (1918-2007)  og uttast til høgru ókendur næmingur.

Mamma segði mangan, at í Realskúlanum var stórur dentur lagdur á serliga fimleikin, so næmingarnir vóru væl fyri kropsliga. (Vagnur)

 

 

 

The post Fekk sendandi áhugaverda mynd av næmingum/fimleikarum appeared first on Hvannrók.

Standmyndin ongan góðan havt í mong, mong ár. Nú hómast ein glotti

$
0
0
Gleði meg aftur at síggja umvældu standmyndina í Havnará. Brotin gløs mugu skiftast, nýggj ljós í ánna, ja, og pumpiverkið skamt frá vegnum má høvuðsumvælast. Vit síggja ljósini í ánni og rørini, har vatnið verður sproytað upp á standmyndina. (Mynd Vagnur)

Vit eru so heppin at hava Plantasjuna og harvið Havnará sum nærmasti granni. Gangi fram við ánni mest sum hvønn dag og fegnist um trø, dunnur og serligu standmyndina í ánni. Í 1992 evnaði listamaðurin Tróndur Patursson standmyndina, sum myndar hest við Sjúrði á bakinum og ormin Frænir, sum kemur úr ánni. Hugskotið hevur listamaðurin funnið í Sjúrðarkvæðnum – Regin smiði. .

Vøkur standmynd úr stáli við vøkrum litgløsum, sum fingu ljós frá lyktum í ánni. Nógv fólk sóust fyrstu árini standa við áarbakkan hyggjandi at standmyndini og uttan iva lótu tankarnar reika. Men seinastu nógvu árini hevur standmyndin ongan góðan havt. Dittaði mær at kanna málið, hví so var. Spell, tí meg minnist vakra samspælið millum vatnið, litgløsini, hestin, Sjúrð og ormin Frænir.

Standmyndin stendur í varðveittum brandhyljum. Hyljarnir eru søguligir, tí teir vóru gjørdir til tess at savna vatn, tá eldur kom í hús. Tá var eingin brandbilur men einans brandpumpur, sum vóru drignar millum húsini í Havn. Vakurt umhvørvið má sigast. (Mynd Vagnur)

Leitaði mær inn í urtagarðin fram við ánni, og skamt við Hoydalsvegin sást lítil betongskúrur, har pumpuverkið til standmyndina stendur. Ikki góð sjón, tí har sást, at verkið hevði ikki verið virkið í mong ár. Hugdi eisini nærri at standmyndini, har gløs vóru broytin. Mær er sagt, at unglingar fyri nógvum árum síðani brutu nøkur gløs við jarnstong.

Tróndur Patursson evnaði í 1992 standmyndina, men tað er Tórshavnar kommuna sum eigur standmyndini og harvið má røkja ymsu listarverkini í býnum. Nýggja áin á Vaglinum sá dagsins ljós herfyri, sum fólk eru fegin um. Haldi meg síggja onkrastaðni, at Tróndur Patursson skal fríðka enn meira um ánna á Vaglinum..

Pláta er skrúvað í betongveggin fram við ánni. Gleðiligt at frætta, at kommunan tekur sær um reiggj og fær standmyndina at virka aftur. (Mynd Vagnur)

Havi hitt listarmannin og hann sigur, at ætlanin er eisini at fáa umvælt standmyndina frá 1992. Nú fáast eisini nógv betri ljós enn í 1992. Havi ta áskoðan, at megnar kommunan ikki at røkja nógvu listaverkini í kommununi, so eiga illa røkt listaverk at takast burtur. Gott dømi er listaverikið frá 1992 í Havnará. Nú fáa vit so at síggja. (Vagnur)

The post Standmyndin ongan góðan havt í mong, mong ár. Nú hómast ein glotti appeared first on Hvannrók.

Regin, Simme og Haldin vóru við í føroyafilmi frá 1961

$
0
0
Regin, sáli (1939-2019), Simme (føddur 1932) og Haldin, sáli (1938-2012) avmyndaðir í Tórshøll í 1961 í sambandi við føroyafilm.

Fekk forvitnisliga mynd frá 1961 sendandi frá vinmanni. Kenni allar tónleikararnar á myndini Simma Jacobsen, Regin Jacobsen, sála og Haldin Joensen, sála. Dittaði mær at ringja til Simma, sum nú er 91 ára gamla. Spurdi, um hann minnist hesa mynd. Jú, tað gjørdi hann. Hetta skuldi gerast áhugaverd samrøða. Og Simmi sigur:

–  Vit spældu vanliga til dans í Tórshøll, sum var dansistað í Niels Finsensgøtu. Eit kvøldið frættist, at mynd skuldi takast av okkum í sambandi við serligan føroyafilm, sum skuldi gerast um gerandisdagin hjá føroyingum, og hvussu vit lívbjargaðu okkum. Eisini, hvussu samfelagið mentist nógv um hetta mundið. Myndin er tikin í Tórshøll. Tá vit spældu til dans, brúdleyp ella veitslur, so hendi, at steðgur var í dansinum, og fólk fóru upp á gólv. Og soleiðis var eisini gjørt hetta kvøldið í Tórshøll, sigur Simme og heldur fram.

– Livandi myndir vóru tiknar av okkum og við eitt, steðgaði dansurin og fólk at dansa føroyskan dans. Á myndini spælir Regin harmoniku, Halden guitar og eg trummur. Haldin spældi vanliga trummur, men hetta kvøldið spældi eg trummur, tí har skuldi okkurt serligt spælast á trummunum, sigur Simme at enda.

Áhugaverd mynd, tí eg fekk akkurát um dansin í Tórshøll, sum gavst nakað seinni sum dansistað. Síðani komu vit í dans í Losjuni, Sjónleikarhúsinum ella Klubbanum. Kenni/kendi teir tríggjar Simma, Regin og Haldin. Simme er uppvaskin við Landavegin sonur Jógvan og Ninnu Jacobsen. Regin Jacobsen, sum spældi í fleiri tónleikarabólkum var sonur Niels í Stórustovu úr Havn og Olivu í Horni gift Jacobsen. Minnist serliga Regin frá Gogguni, Rúnum og Flamingo. Haldin var uppvaksin í Hornabø sonur Albert og Ingrid Joensen. Seinnu árini arbeiddi Haldin á Forngripasavninum, har hann “skannaði” túsundtals gamlar svart/hvítar myndir. Plagdi onkuntíð at vitja hann á arbeiðsplássinum, har eg leitaði eftir onkrari eldri mynd. (Vagnur)

The post Regin, Simme og Haldin vóru við í føroyafilmi frá 1961 appeared first on Hvannrók.

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>