Manningin á Grundick pumpar sjógv úr Carolinu Thorden. (familjumynd)
Tá eg í myndabók hjá familjuni síggi sluppina Grundick hjá abba mínum pumpa sjógv úr stórum farmaskipi, gjørdist eg forvitin. Myndirnar eru frá 1941. Eg at leita og kom í bókini Stríðsárini 2 eftir Niels Juul Arge fram á greinina um finska farmaskipið Carolinu Thorden, sum eg hevði lisið um fyri nú nógvum árum síðani. Skipið var komið úr Amerika á rannsóknarferð fyrst til Vardø í Norra og var komið til Føroya. Skipið var 26. mars 1941 eysturi úr Borðuni, har skiparin fekk boð frá bretum at sigla í Nólsoyarfjørð.
Finska farmaskipið liggur fyri teym og brennur í Nólsoyarfirði. (Mynd funnin á Google)
Umborð á finska skipinum vóru 76 fólk, har 35 vóru ferðafólk. Øll manningin var finsk uttan ein, sum var dani. Á veg inn í Nólsoyarfjørð nærkast tvey týsk flogfør Carolinu Thorden og sleppa tveimum bumbum, sum falla í sjógvin. Flogførini royna enn einaferð, men eisini hesuferð falla bumburnar í sjógvin. Innan fyri Borðuna lá ein vápnaður trolari, og skiparin á Carolinu Thorden stýrdi móti honum til tess af fáa eitt sindur av verju, men nú kom annað flogfarið triðju ferð og slepti tveimum bumbum, sum brustu báðu megin forkantin á lúkuni nummar fýra á dekkinum.
Grundick liggur við síðuna av Carolinu Thorden í Hvalvík. (familjumynd)
Bumburnar oyðiløgdu nógv har aftur í skipinum, og skiparin setti fulla ferð inn í Nólsoyarfjørð, har hann við floytuni bað um hjálpt frá skipum, sum lógu fyri akkeri í fjørðinum. Ferðafólkini vóru skjótt tikin av skipinum og vóru førd til Havnar. Eldur var í skipinum har afturi, men manningin var í fyrsta umfari verandi umborð, og menn funnu tvær óbrostnar bumbur á dekkinum. Øll uttan ein finsku ferðamaður komu frá hendingini við lívinum.
Finska farmaskipið var serliga illa farið har afturi í skipinum. Grundick pumpar sjógv úr skipinum. (familjumynd)
Carolina Thorden var álopin 26. mars í Nólsoyarfirði, og 31. mars lá skipið framvegis og brendi í Nòlsoyarfirði. Sløkkiamboðini vóru vánalig og munaðu lítið. 4. apríl geva bretar boð at gevast við sløkkiarbeiðinum, og øll skulu fara av skipinum. Nólsoyingar vóru ikki fegnir um at hava brennandi skipið liggjandi í Nólsoyarfirði og lokka týsk flogfør til sín. Tey heittu á amtmannin at fáa Carolinu Thorden úr Nólsoyarfirði. Amtmaðurin fekk bretar at sleipa finska framskipið til Hvalvíkar, har tað var sett á land. Hvalvíkingar vóru í øðini at fáa skipið til bygdina og fóru til Havnar at mótmæla, men uttan úrslit.
Hetta er so mikið langt síðani, at eingin er at spyrja, sum var við Grundick í 1941. (familjumynd)
Carolina Thorden lá ikki leingi í Hvalvík, tí 8. august 1941 var skipið sleipað til Kirkwall. Nógv eftirspæl gjørdist um bjargingina av finska farmaskipinum, tí nógvu skipini, sum vóru við at sløkkja eldin í Nólsoyarfirði, kravdu bjargingarløn. (Vagnur)
Esmar Fuglø (1910-1994) var føddur og uppvaksin á Viðareiði. (Mynd Vagnur)
Tá vit vóru unglingar við Landavegin, komu vit mangan oman á Vestaru bryggju, navn, sum vit ikki kendust við tá. Tí vit søgdu oman á Bacalao, Skipasmiðjuna, Saltsøluna, Tunnuvirkið, Ískaina, Fiskasentralin ella Álaker. Minnist væl Esmar Fuglø, sum var stjóri í Esso. Visti eisini, at hann var kendur vinnulívsmaður og sigldi øll árini undir seinna heimsbardaga, har hann forvann nógvan pening sum skipari við Leivi Øssursyni.
Esmar og konan Ragnhild vóru nærmastu grannar hjá okkum við Hoydalsvegin. Í 1985 skrivaði Esmar niður hendingar, sum fóru fram ígjøgnum lívið. Bóklingurin, sum Marius Johannesen, greiddi til prentingar, eitur Okkurt á leið míni. Bóklingurin var ikki til keyps í bókhandlunum, men var givin vinum og kenningum hjá Esmari. Havi kagað í bóklingin, sum er áhugaverdur lesnaður.
Esmar Fuglø (1910-1994)
Esmar var føddur og uppvaksin á Viðareiði í 1910. Av teimum bygdunum, sum tóku við læruni, sum William Sloan kom við til Føroya, var Viðareiði ein tann fyrsta. Foreldur Esmar tóku við hesi læru, og Bíbliunnar meginreglur kom at vera tað, sum Esmar ynskti at liva upp til. Síggi fyri mær Esmar og Ragnhild fara sunnumorgnar vælklødd oman Hoydalsvegin á møti í Ebeneser.
Esmar fekk longu mótgang á ungum árum, tí longu sum fýra ára gamla misti hann pápan, sum doyði av fárasjúku bert 49 ára gamal. Eftir sat mamman við sjey børnum, har Esmar var yngstur. Mamman, sum var ættað úr Hòsvík, misti mannin, verpápan og elsta sonin innanfyri tíggju mánaðir. Beiggi Esmar doyði av tuberklum.
Áhugavert at lesa, hvussu Esmar og tey búleikaðust á Viðareiði. Veturin var ofta kargur og gav lítið. Einki vegasamband til grannabygdirnar, og fimm fjórðingar at ganga í Sund. Tað vil siga Hvannasund.
Tað hendi so nógv niðri á Helluni, tí har runnu bæði sorgar – og gleðistár. Tá hoyrdust ofta ófrættir, og ikki komu altíð aftur teir, sum fóru, og onkuntíð kom bara klædnaposin aftur ikki maðurin. Nógvir fiskimenn vóru á Víðareiði, minnist Esmar.
Fimtan ár gamal fóru Esmar til skips við sluppini Ekliptiku, men longu frá byrjan var Esmar ringur av sjóverki, sum hann mest sum ikki slapp av við øll árini á sjónum. Hetta nívdi hann. Esmar var lærdur fyrst stýrimaður og seinni skipsførari. Hann sigldi bæði við føroyskum og útlendskum skipum.
Flaggdagin í 1955 kom Fiskanes á Havnina úr Hull. Stórur dagur í Havn og stór mannfjøld tók ímóti.
Esmar var vorðin trúlovaður við Thurid elstu dóttir Christian Holm Jacobsen, og tey giftust í 1936. Men longu árið eftir misti Esmar konu sína av havhestasjúku, og hetta heystið doyðu nakrar og tretivu konur um landið av hesi sjúku. Esmar misti fótafestið og gekk einkjumaður í fýra ár, til hann fann sær konuna Ragnhild, sum var úr Hvalba.
Føroya Oljusøla, ESSO, Dagsbrún, Saltsølan og Havsbrún
Eftir at Esmar hevði siglt sum skipari undir øllum krínum, legðist hann upp á land og segði farvæl við sjólívið eftir 25 ár. Nú ætlaði hann at royna seg sum handlandi. Hann kom í samband við skotskt felag, sum handlaði við russar um olju. Eftir drúgvar samrøður stovnaði hann Føroya Oljusølu. Fór at seta upp oljutankar ymsastaðni í Føroyum millum annað í Vestmanna, Søldafirði, Klaksvík og í Vági. Menn komu úr Onglandi at sveisa og setu upp hesar tangar.
Áhugavert at síggja oljutangarnar, sum Esmar og teir settu upp kring landið. FO. Føroya Oljusøla.
Eftir fýra ár seldi Esmar Føroya Oljusølu til Esso í Danmark, og hann gjørdist stjóri í fyritøkuni í 22 ár, sum helt á Viðanesi. Tá hann gavst sum stjóri var hann vorðin 62 ára gamal.
Samstundis, sum Esmar var stjóri í Esso, fekst hann eisini við fiskivinnu saman við hvannasundsbrøðrunum. Vit eru stødd í 1955, og Kaj Johannesen kemur inn á gólvið at práta við Esmar. Kjølbro hevði sligið av at keypa trolaran ”Boston Fury” úr Hull. Kaj og Esmar blivu hesa løtu samdir um at keypa trolaran, sum kom at eita Fiskanes. Trolarin kom til Føroya flaggdagin 1955. Stór mannfjøld tók ímóti Fiskanes henda dagin.
Báturin Esso Søldafjørð við bryggju í Havn. Báturin sigldi við olju kring oyggjarnar.
Trolarin skuldi gerast góður fongur og útvegaði góðan vinning til eigarar og felagið Dagsbrún. Trolarin var av størstu trolarum, sum funnust í Bretlandi. Hans Pauli Johannesen og seinni Poli Johannesen førdu Fiskanes, sum var seldur av landinum tíggju ár seinni. Hildið var, at tíðin var farin frá síðutrolarum. Bretar og týskarar vóru farnir at byggja hekkutrolarar.
P/F Dagsbrún og P/F Havsild stovnaðu P/F Havsbrún, sum læt byggja sildaverksmiðju í Fuglafirði, har Esmar var ein av slóðarunum. Áhugavert at frætta, hví verksmiðjan júst endaði í Fuglafirði, tí møguleikarnir vóru fleiri eisini at byggja hana í Havn.
Saltsølan
Til seinast í hesum umfarinum kunnu við steðga við Saltsøluna og hvíta frálíka Ibiza saltið, sum eisini er áhugaverd søga. Saltsøla í Føroyum lá sum mangt annað í hondunum á útlendskum agentum. Skonnartir og seinni damparar komu við salti, og eisini føroysk skip vóru í Miðalhavinum eftir salti úr Spania og Tunis.
Stóru útlendsku skipini, sum komu við salti, ankraðu á ymiskum fjørðum, og vóru sluppirnar loystar frá teymi og koma upp á síðuna á saltdamparunum. Esmar sigur, at hann kom fram á gerðabók í Ebiza, at longu í 1904 var Jens Mohr skipari í Ebiza eftir salti.
Nógv tunnuvirksemi á Vesturu bryggju. Hetta var fyri, at vit fingu nótabátar. Esmar slóðaði fyri at fáa selt sild til Pólands. Myndin er frá fyrst í 1950 – árunum.
Í tríatiárunum kemur franskt felag til Føroya og setir seg niður á Drelnesi, har teir bygdu stóran saltbygning. Esmar og teir høvdu keypt Fiskanes, og salt var keypt av Drellnesi, men teir hildu, at sjálvandi skuldu føroyingar sjálvir útvega salt, sum skuldi brúkast í Føroyum bæði á sjógvi og landi.
Fyrsta desember í 1956 stovna Esmar og hvannasundsbrøðirnir I/S Føroya Saltsølu. Petur Michelsen byggimeistari byggir Saltsøluna. Og nú var at fáa fatur í saltinum, og Esmar fer til Ebiza at royna at selja teimum salt beinleiðis til Føroyum. Minnist serliga Hans Pauli Jahannesen sum stjóri í Saltsøluni, hesin prátingarsami maður sum undir hatti var at síggja á bryggjuni.
Esmar tók skipføraraprógv í 1935 í Keypmannahavn og sama árið fór hann sum stýrimaður umborð á 5500 stóra skipið Ananu. P/f Uvak hevði keypt skipið, og í tvey ár sigdli skipið 27 útróðrarbátar og 160 mans til Grønlands at rógva út. P/f Uvak seldi Ananu aftur, sum var minisprongd í 1942. Tá átti týska stjórnin skipið.
Vit, sum eldru eru, minnast Saltsøluna og ikki minst stóra kranan, sum stóð á bryggjuni. Minnist serliga Klæmint Tausen, Hilmar Danielsen og Per Højgaard, sum stýrdu krananum. Kom saltdampari á Havnini, skuldi báturin tømast beinanvegin. Tá var arbeitt allar tímarnar á døgninum. Minnist væl syngjandi ljóðið frá krananum, sum hoyrdist um alla Havnina. Tá tú lesur bóklingin Okkurt á leið mína merkir tú hesa serligu drímegi hjá Esmari, sum altíð leitaði eftir nýggjum avbjóðingum. (Vagnur)
Esmar Fuglu niðri á Helluni á Viðareiði, sum var sjósambandið við umheimin. Mangan ringt at flota bát.
Altíð áhugavert og spennandi at fáa eldri mynd í hondina, sum tú ikki hevur sæð áður. Herfyri fekk eg mynd av fimleikarum/næmingum, sum gingu í millumskúlanum í Realskúlanum. Myndin er frá 1956, næmingarnir eru í dag um áttiára aldur pluss og minus eitt ár. Fleiri næmingar eru farnir. Myndina fekk eg frá Kára Slættanes, sum er á myndini. Ja, so at royna at finna fram øll nøvnini, og við hjálp frá Finn Bjørn mín góða vin á Fjóni finna vit 33 av 36 nøvnum. Summi andlit kennir tú beinanvegin men onnur ikki. So at leita ymsastaðni.
1956 var serligt skúlaár, tí tá var Tórshavnar kommunuskúli tikin í nýtslu. Ætlanin var at byggja skúlan sunnanfyri Plantasjuna, men ætlanin var slept, og í 1952 var grivið út og grundin liðug í 1953. Steðgur kom tá í til seinast í 1954, men logsins 3. septembur 1956 fóru 440 næmingar í 19 flokkum í nýggja skúlan. Pláss var fyri 700 næmingum, sum seinni kundi víðkast 1000 næmingar. Myndin er tikin í nýggju fimleikahøllini í Kommunuskúlanum, tí fimleikahøllin, sum var knýtt at Realskúlan var tikin niður og sett upp aftur úti á Tórshavnar skipasmiðju. Kanska onkur kennist við næmingarnar nummar 2, 9 og 15 (Vagnur)
Ovasta rað frá vinstru: 1 Magnus Danielsen, 2?, 3 Rógvi Holm, 4 Erik Feilberg Jørgensen, 5 Olaf Magnussen, 6 Vilhjálmur Christiansen, 7 Torfinn Hansen og 8 Rolf Guttesen. Næstovasta frá vinstru: Ásmundur Johannessen, lærari, 9?, 10 Bjarni Johansen, 11 Johann Kjeld, 12 Kaj Aage Troest, 13, Heri Mørkere, 14 Kári Slættanes, 15?, 16 Ímund Hansen. Triðovasta rað : 17 Bjarni Hammer, 18 Sven Erik Knudsen, 19 Jóannes Samuelsen, 20 Pauli Karbeck Mouritsen, 21 Kári Karbeck Mouritsen, 23 Magnus Holm Petersen, 24 Eyðbjørn Hansen og 25 Árni Joensen. Fremsta rað frá vinstru 26 Kári Skála, 27 Árni Nielsen, 28 Eiler Egholm, 29 Høgni Debes Joensen, 30 Karl Johansen, 31 Sverri Jacobsen, 32 Trygvi Beck, 33 Eyðun Andreasen, 34 Bjarni Rubek Nielsen og Ívar Hansen.
Ingolf fór sum sekstan ára gamal til skips við slupp. (Mynd Vagnur)
Ørindini míni at banka á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen var at vita, um hann átti nakrar myndir frá hendingini, tá Sólborg brendi í 1979. Tað skuldi bara ganga ein løta, til vit funnu útav, at vit báðir vóru í nærmastu familju. Ikki visti eg, at Ingolf og eg eru trímenningar. Ómetaliga áhugavert at práta við henda dámliga og róliga skiparan, sum var skipari umborð á trolarunum Sólborg og Hercules, tá ið tær brendu. Ingolf fór longu til skips sum sekstan ára gamal og hevur starvast á sjónum í 62 ár.
Tá eg bankaði á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen ovarlaga í Torfinsgøtu í Havn, hitti eg ein dámligan og fyrikomandi mann. Konuna Jónu kendi eg beinanvegin – hon er dóttir Jens Guttesen, sum vit kenna frá tónleiki og sangi í Brøðrasamkomuni. Komin innar í gongina síggi eg longu, at skiparan hevur siglt úti í verðini, tí millum annað hekk stórt ísbjarnaskinn á bróstinum í gongini og á skápi í stovuni stóð vøkur kajakk. (Greinin skrivað í desember mánað í 2014.)
Familjan Rasmussen á yngri døgum. Frá vinstru Jens Pauli, Jóna, Sigrið og Ingolf.
Ingolf og eg hava báðir røtur í Frammistovu í Hvannasundi. Abbi Ingolf, Justinus Poulsen, og omma mín, Sigrid Poulsen gift Christiansen, vóru systkin. Hesin Justinus Poulsen gjørdist einkjumaður við fýra børnum, tí konan doyði stutt eftir, at mamma Ingolf varð fødd. Seinni giftist Justinus uppaftur við Agnes Susanne Jacobine Johannesen, rópt Jacobina, úr húsum Heima á Norðurtoftum. Justinus abbi og omma fingu fýra børn, og Justinus og Jacobina fingu sjey børn – ellivu børn tilsamans, greiðir Ingolf frá.
Mamma Ingolf, Sigga Malena fødd 1910, giftist til Søldarfjarðar, men hon misti mannin, sum slerdi út við Columbus í 1949. Mamman sat eftir við átta børnum, fýra gentum og fýra dreingjum, og Ingolf var elstur av dreingjunum. Tá Ingolf var liðugur við fólkaskúlan, var einki val. Hann arbeiddi eina tíð fiskaarbeiði, men sum sekstan ára gamal fór hann ein túr við sluppini Lítlu Emmu. Síðani fór hann við sluppini Carl úr Vági, sum hann var við í hálvtannað ár. Og her byrjaði so lívsleiðin hjá Ingolfi á sjónum, sum higartil hevur vart í 62 ár. Og Ingolf sigur:
– Eftir tvey ár umborð á slupp, gekk leiðin til Íslands, har eg sigldi við íslendskum trolarum í fýra ár. Eg forvann somikið av peningi, at eg kundi fara upp á skúla í 1959 at læra til stýrimann. Eftir lokið prógv gekk leiðin út í verðina at sigla, har eg fyrst sigldi í eitt ár hjá DFDS. Síðani fór eg at læra til skipsførara á Fanø í Danmark, og eftir lokið prógv fór eg umborð á skip hjá ØK. Túrarnir vóru mangan langir, og einaferð var eg úr Føroyum í meira enn eitt ár.
Eftir eldsbrunan varð Sólborg longd og gjørdist eitt betri skip. (Mynd bókin)
– Ja, so kom eg heimaftur og fór millum annað at føra rækjutrolaran Sólborg í 1977, har eg var í níggju ár, tíl báturin var seldur í 1986 til Royal Greenland. Yvirmenninir á Sólborg fylgdu við skipinum til Grønlands, har eg var ein av teimum. Seinni førdi eg trolaran Ljósafelli í trý ár, og havi seinnu árini siglt hjá Thor í Hósvík, har eg millum annað var skipari umborð á trolaranum Hercules, tá hann brann, og ellivu menn doyðu.
– Hetta var skelkandi uppliving, og tað var um reppið, at eg sjálvur kom frá hendingini við lívinum. Ein gelendari bjargaði mær, tí eg visti, at fylgdi eg gelendaranum í nógva roykinum, kom eg upp á brúnna, sigur Ingolf.
Ingolf hevur dámað væl á sjónum. Sólborg varð í 1986 seld Royal Greenland, og Ingolf fylgdi við trolaranum sum skipari. (Mynd bókin)
Eg spyrji at enda Ingolf, hvat fær ein 76 ára gamlan mann at halda fram at sigla, ja, seinast var hann burtur í tríggjar mánaðir í Norðurgrønlandi? – Heilsan er góð, og mær dámar framvegis at sigla. Hesaferð legði eg mær tað soleiðis til rættis, at eg kundi vera heima á jólum og væntandi fari ag avstað aftur einaferð eftir nýggjár. Eg havi siglt hjá Thor í eini átta ár.
Í heiminum hjá Ingolfi og Jónu sæst, at tónleikurin fyllir nógv, har er klaver og fleiri onnur ljóðføri. Jóna er listakvinna, hon málar og hevur undirvíst í grafikki á kvøldskúlanum í tjúgu ár. Eisini undirvísir hon næmingum í klavari, so hon hevur nógv um oyruni. Ingolf og Jóna eiga tvey børn: tónleikaran og songkvinnuna Sigrið Rasmussen og sonin Jens Paula, sum arbeiðir sum teldumaður. (Vagnur)
Manningin á Sólkborg avmyndað eftir seinasta túr sum føroysk skip. Niður eftir landganginum frá høgru: Poul Johs. Streymoy, Virgar Midjord, Brian Rasmussen, Poul Eliasen, Anker Petersen, Kaj Larsen, Niels Mellemgaard, Petur Henry Mellemgaard, Brestir Petersen, Olaf Jacobsen og Finnur Johansen. Á bryggjuni frá vinstru: Ingolf Rasmussen, Jens Magnus Jensen, Tórálvur Mikkelsen, Arni Andreasen og Dávur í Dímun Mohr. (Mynd bókin)
Altíð áhugavert og spennandi at fáa eldri mynd í hondina, sum tú ikki hevur sæð áður. Herfyri fekk eg mynd av fimleikarum frá 1956. Fimleikararnir eru í dag um áttati ára aldur pluss og minus eitt ár. Fleiri eru farnir. Ja, so at royna at finna fram øll nøvnini, og við hjálp frá Finn Bjørn mín góða vini á Fjóni finna vit 33 av 36 nøvnum. Summi andlit kennir tú beinanvegin men onnur ikki. So at leita ymsastaðni.
1956 var serligt skúlaár, tí tá var Tórshavnar kommunuskúli tikin í nýtslu. Ætlanin var at byggja skúlan sunnanfyri Plantasjuna, men ætlanin var slept, og í 1952 var grivið út og grundin liðug í 1953. Steðgur kom tá í til seinast í 1954, men logsins 3. septembur 1956 fóru 440 næmingar í 19 flokkum í nýggja skúlan. Pláss var fyri 700 næmingum, sum seinni kundi víðkast 1000 næmingar. Myndin er tikin í nýggju fimleikahøllini í Kommunuskúlanum, tí fimleikahøllin, sum var knýtt at Realskúlan var tikin niður og sett upp aftur úti á Tórshavnar skipasmiðju. Kanska onkur kennist við fimleikararnar nummar 2, 9 og 15 (Vagnur)
Ovasta rað frá vinstru: 1 Magnus Danielsen, 2?, 3 Rógvi Holm, 4 Erik Feilberg Jørgensen, 5 Olaf Magnussen, 6 Vilhjálmur Christiansen, 7 Torfinn Hansen og 8 Rolf Guttesen. Næstovasta frá vinstru: Ásmundur Johannessen, venjari 9?, 10 Bjarni Johansen, 11 Johann Kjeld, 12 Kaj Aage Troest, 13, Heri Mørkere, 14 Kári Slættanes, 15?, 16 Ímund Hansen. Triðovasta rað : 17 Bjarni Hammer, 18 Sven Erik Knudsen, 19 Jóannes Samuelsen, 20 Pauli Karbeck Mouritsen, 21 Kári Karbeck Mouritsen, 22 Óli Hammer, 23 Magnus Holm Petersen, 24 Eyðbjørn Hansen og 25 Árni Joensen. Fremsta rað frá vinstru 26 Kári Skála, 27 Árni Nielsen, 28 Eiler Egholm, 29 Høgni Debes Joensen, 30 Karl Johansen, 31 Sverri Jacobsen, 32 Trygvi Beck, 33 Eyðun Andreasen, 34 Bjarni Rubek Nielsen og Ívar Hansen
Tað stóð ikki á hjá Bacalao at fáa nógmikið av saltfiski at turka til klippfisk, tí so nógvir trolarar vóru eftir kríggið keyptir til Føroya úr Bretlandi
Tá vit ungu serliga dreingirnir blivu uppvaksnir við Landavegin dró sjóvarmálin. Alt tað ókenda. Pápi okkara bannaðu okkum at fara oman til sjógvin uttan vit dugdu at svimja, og tað lærdu vit okkum í Sandagerði ella í Mylluhylinum í Sandá.
Nú tú mangan spákar á Vestaru bryggju, leita tankarnir um Bacalao, hetta stóra arbeiðsplássið, har millum 200 og 300 fólk arbeiddu. Nógv eru góðu minnini. Vit eru jú uppvaksin við Bacalao, partaferlag, sum var stovnað í. oktobur mánað 1953, tá eg var fýra ára gamal. Longu á ungum árum vistu vit, at Bacalao merkir toskur á sponskum og portugisiskum.
Myndin er frá 1955. Teir stoypa nú grundina til nýggja Bacalao fiskavirkið.
Upphavsmaðurin til Bacalao var Poul Hansen heilsølumaður og reiðari. Ætlanin var at byggja stórt saltfiskahús, tí eftirspurningurin eftir klippfiski turkaður saltfiskur var nógv eftirspurd fiskavøra serliga í Brasilia. Saltfiskur fór mest til Spania, Italia, Grikkaland og Portugal. Men tað var um reppið, at Bacalao endaði á Skipanesi, tí Poul Hansen og teir høvdu striltið til tess at fáa grundstykki og harvið byggiloyvi í Havn.
Mynd av fyrsta Bacalaa bygninginum. Her turka tey fisk uttandura. Byggimeistari var Petur Michelsen.
Vit eru stødd í 1950, og Poul Hansen og teir høvdu leigað hvalastøðina við Áir í tvey ár, og har fingu teir hugskotið at frysta hvalatvøst til vetrarfóður. Poul Hansen keypti fimm plátufrystarar uttanlands, og teir leigaðu høli í Østrøm, tí har var frystarí. Samstundis byrjaðu teir at royndarskera smáfisk, teir fingu frá trolarum, sum fiskaðu eystanfyri. Fiskin skóru teir við hond, og síðani frystu teir flakið í fýrahundrað gram pakkar at selja til USA.
Vit síggja 26 menn og unglingar til arbeiðis at landa trolara. Í lastini eru tíggju mena aftrat. Unglilngarnir drógu vognarnar við trimum kurvum niðan á virkið. Sigandi minnilig mynd.
Høvuðsætlanin hjá Poul Hansen og teimum var ikki at byggja flakavirki men saltfiskavirki og harvið turka fiskin til klippfisk, tí nógvu trolararnir, sum komu til Føroya eftir seinna heimsbardaga landaðu fyri tað mesta saltfiskin í Esbjerg sendur víðari til Italia. Klippfiskur er turkaður saltfiskur.
Tað vóru Poul Hansen, Hans Jakku í Smæruni, Esmar Fuglø og onnur, sum ætlaðu at byggja stóra virkið, men tað gekk striltið at fáa svar frá Tórshavnar kommunu. Tá einki svar eftir rúma tíð kom frá kommununi, var skriv sent heim á Vaglið, at nú skuldi kommunan ikki hugsa meira um nýggja fiskavirkið, tí kikarin var vendir aðrastaðni at byggja virkið. Teir nevndu ikki í fyrsta umfari Skipanes, har bóndin vildi útvega teimum grundøki til fiskavirkið, og kommunan vildu byggja teimum bryggju til virkið.
Eingir kranar ella trukkar vóru til taks í 1950 – árunum, tá trolarar vórðu landaðir.
Tá Tórshavnar kommuna frætti um ætlanina á Skipanesi, gjørdu kommunan skjótt av og mest sum beinanvegin útvegaðu Poul Hansen og teimum grundøki og byggiloyvi. Kommunan vildi gera teimum bryggju fram við virkið, sum var liðug í 1954. Endamálið var at taka ímóti saltfiski og turka hann til útflutning. Spendu eldsálirnar hildu, at tað var skeivt at senda stóran part av saltfiskinum av landinum, sum kundi turkast til klippfisk í Føroyum og harvið útvega meira arbeiði og vinning til føroyingar. Partafelagið Bacalao var stovnað í oktobur mánað í 1953.
Fiskurin var saltaður av nýggjum, tá hann kom úr lastini á trolaranum. Síðani skuldi fiskurin vaskast og turkast.Millum 200 og 300 fólk arbeiddu á Bacalao, tá tey vóru flest. Bacalao merkir toskur á sponskum og portugiskum.
Áhugavert at fylgja, hvussu gekst at fíggja Bacalao, sum í 1950 var stór íløga og stórur bygningur. 300.000 krónur vóru teknaðar sum partapeningur, og ætlanin var eisini at leggja tekningarlistar í peningastovnarnar, so fólk kundu tekna partapening. Men áhugin var lítil millum manna, kanska tí tíðirnar vóru so ringar í Føroyum um hetta mundið og hildið var, at fiskivinnan var torfør at fáa at bera seg. Eginpeningurin var 25% og lán 75%, men tað var ikki lætt at fáa lán í Føroyum.
Teir søktu fyrst Føroya Banka, sum segði ja í fyrsta umfari, men Landmandsbankin í Danmark átti tá Føroya Banka, og har var sagt kortanei. Boðini vóru, at fíggjaði Føroya Banki ætlanina, so stongdi Landsmansbankin allar kontoir hjá eisini Poul Hansen heilsølu og skip.
Síðan vendu teir sær til Handilsbankan í Danmark, og har var grønt ljós beinanvegin. Teir bjóðaðu sær eisini at fíggja virksemið hjá Poul Hansen heilsølu og skipini hjá Poul Hansen. Endin gjørdist tó, at Føroya Banki at enda fíggjaði ein part, og Handilsbankin ein part. Eisini kom Sjóvinnubankin inn í myndina, tí fígging skuldi eisini fáast til rakstur av skipunum.
Minnist væl steku og mangan bulmiklu kvinnurnar sum vaskaðu fiskin áðrenn hann bleiv turkaður til klippfisk.
Um tað mundið hevði Karl á Lag saltfiskavirki Yvir við Strond, mammubeiggjarnir hjá mær saltfiskavirkið P/F Hvannasund úti við Heygsvegin, har teir fyrstu árini turkaður saltfiskin uttandura men seinni fingu turkirúm innandura. Longri aftur í tiðini turkaðu fólk í Havn fisk uppi á Nabb, Yviri við Strond, við Müllers pakkhús og annars á helluni við sjóvarmálan. Soleiðis var eisini gjørt aðrastaðni kring landið.
Føroyar fóru í 1880 – árunum frá at vera bóndasamfelag til fiskiveiðusamfelag, har nógvar sluppir komu til Føroyar úr Bretlandi. Føroyingar byrjaðu at turka fisk úti til klippfisk, tí tá fekst meira úrtøka fyri fiskin. Turkað var á helluni, og eisini vóru steinsett fiskapláss uttandura. Sólin hitaði steinarnar. Men veður og vindur var stórur viðspælari hjá hesi vinnu, og vinnan kravdi nógv arbeiðsfólk. At turka saltfisk til klippfisk var viðbrekin vinna.
Mynd frá 1960 – árunum. Nù er nýggju bygningurin bygdur við síðani av fyrsta Bacalao bygninginum. Fiskur verður her turkaður uttandura í góðveðrinum.
Minnist væl sum smádrongur, tá mammubeiggjar hjá mær turkaðu fisk innandura í turkirúmum, har fiskurin var lagdur á ristir á serligar vognar. Nú kundi turkast fiskur allar dagar á árinum. Turkihúsið við Heygsvegin var bygt í 1933, og meg minnist ikki at hava sæð fisk turkaðan uttandura, har steinsett var fiskapláss vestan fyri Turkihúsið, sum vit kallaðu húsið.
Bacalao keypti eisini sild frá sildaskipunum sum fingu nógva sild norðanfyri.
Tá Bacalao var bygt fyrst í 1950 – árunum var einki flakavirki í Føroyum, og nógv ár skuldi tó ikki ganga, til fleiri flakavirki komu kring landið. Haldi meg hava sæð onkrastaðni, at tá flest flakavirki vóru í Føroyum vóru tey nítjan í tali. Endin var, at flakavirkini komu í ringan sjógv, tí tey fingu øll ov lítið av ráðvøru, sum skuldi býtast millum so nógv virki. Í 1993 fór flakavinnan á húsagang, og Fiskivirking við fáum virkjum var stovnað. Men hetta er onnur søga. Stjóri á Bacalao var frá degi eitt Aksel Hansen sonur Poul Hansen. (Vagnur skrivað 25. septembur 2023)
Keldur: Úr samrøðu við Aksel Hansen, sála. Ù bóklinginum Okkurt á leið míni eftir Esmar Fuglø, sála, og nógv góð minni frá undirritaða.
Ein av elstu myndunum av Bacalao bygninginum. Bacalao fór eisini at taka ímóti nógvu sildini, sum var fiska norðanfyri. Minnist eisini, at russisk sildaskip landaðu sild í Føroyum um hetta mundið. Tjaldrið, sum fór seinastu ferð úr Føroyum 20. oktobur 1967, sæst við Eystaru bryggju.
Myndin er tikin uttan fyri Hotel Brandan, har týska parið býr. Løgið at seta seg í bilin, tí alt er so einfalt í mun tl bilar í dag. (Mynd Vagnur)
Kom í vikuna at koyra á Velbastaðvegnum aftan fyri litfagran Morris 1000 bil, sum meg minnist nógvir koyrdu í gøtunum í 1960- og 1970- árunum. Seinasti Morris 1000 ,meg minnist. var tann hjá Erik Petersen, sum sonurin Hergeir Petersen seinni átti. Hesin bilur er ikki til longur. Ein beiggi mín átti tríggjar Morris 1000 bilar.
Ògvuliga litfagur bilur Morris 1000 “stationcar” ella rættari “luxus” útgáva. Bilurin trekkir við bakhjólunum og tí hevur gardanaksil. (Mynd Vagnur)
Á Velbastaðvegnum gjørdist eg forvitin og fylgdi bilinum til Norðurlandahúsið, har eg hitti vinarlig fólk. Maðurin, sum hevði verið bilsmiður, segði mær, at Morris bilurin var 53 ára gamal og var ein av seinastu Morris 1000 bilunum, sum kom frá fabrikkini. Tey ferðaðust mangan í hesum bili, tí tá fingu tey serligar upplivingar. Fólk vildu vita søguna um bilin. Annars áttu tey heiman eisini stóran Mercedes bil.
Hjúnini eru ógvuliga fegin og góð við bilin. Væl røktur 53 ára gamal Morris 1000 bilur. (Mynd Vagnur)
Hjúnini vóru komin longu leiðina úr Bremen í Týsklandi til Føroya og høvdu koyrt 600 kilometrar til Danmarkar og umborð á Norrøna. Morris 1000 bilarnir fóru fyrstu ferð av bakkastokki í 1948, og seinasti bilurin framleiddur í 1971. Sigurd av Reyni umboðaði Morris bilarnar í Føroyum. Minnist serliga sum ungur Morris 1000 bilarnar, sum ikki høvdu blinkiljós men arm, sum fór út til síðuna, tá tú skuldi vísa, hvønn veg tú ætlaði tær. 1,6 milliónir Morris 1000 bilar vóru framleiddir árini frá 1948 til 1971. (Vagnur)
Morris 1000 motorurin er ikki stórur. Tey fýra sylindararúmini er 1000 rúmsentimetrar til støddar ellar ein litur. Dynnamoin er javnstreym. Ògvuliga einfaldur motorur.Einfalt førarahús má sigast. Tólini eru ikki nógv. Rat, gearstong, kobling og bremsu pedalirnar eru har. Áhugavert at síggja.
Nógvir frælsisstríðsmenn og onnur fylgdu Otto Jacobsen til gravar. (Mynd Næstved Arkiverne)
24 ára gamli føroyingurin Otto Jacobsen, sonur Marina og Hans Jacob Jacobsen, róptur Hans Jakob í Smæruni, var endaður í Danmark, eftir at Týskland hevði hertikið landið 9. apríl 1940. Otto var júst útlærdur slaktari og skuldi koma heim at arbeiða í slaktarínum hjá pápanum. Otto var leiðandi frælsismaður, og sjálvt um týskurin gav seg alment yvir 5. mai, náddi týskur hermaður at skjóta Otto. Her er søgan um Otto og tey í Smæruni. Myndirnar frá jarðarferðini havi eg fingið úr Næstved. (Skrivað í 2015)
Systkini fr.v: Otto, Gerda, Oscar og Gudny.
7. mai 1945 kom til ilnar millum ein týskan hermann og danskan handilsmann. Tá Otto skuldi mekla ímillum hesar báðar, skeyt týski hermaðurin Otto í høvdið, so hann doyði á staðnum. Pápi hansara, Hans Jacob, var merktur av hendingini restina av lívinum, segði pápi okkara Helge í Smæruni, sum ungur kom í Smæruna at arbeiða.
Hans Jacob í Smæruni 1890-1967 (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Otto Jacobsen var farin til Danmarkar at útbúgva seg sum slaktara, tí hann skuldi standa fyri slaktarínum hjá pápanum í Smæruni. Otto var giftur danskari kvinnu, og tey áttu sonin Torbjørn. Otto slapp ikki heim til Føroya, tí týskurin hevði hertikið Danmark. Otto gjørdist frælsismaður og gjørdist leiðari í einum av frælsisbólkunum. Í arkivi í Næstved stendur soleiðis um drápið á 24 ára gamla føroyingin Otto Jacobsen:
Ein týskur hermaður hevði ein seinnapart stolið ein pakka av smøri hjá slaktarameistaranum Mandrup Christensen, Ringstedgade 50. Boð vórðu send eftir nøkrum frælsismonnum til tess at loysa íkomnu støðuna. Ein av frælsismonnunum var Otto Jacabsen, sum legði byrsuna frá sær, so týskarin kundi síggja, at ætlanin var at loysa í málið í sátt og semju. Hertøkan av Danmark var jú av og bara fáir týskir hermenn sóust enn í gøtunum. Men eini týskarin gjørdi skjótt av, tók revolvaran úr hylkinum og skeyt Otto í høvdið, so hann doyði á staðnum.
Týskarin, sum skeyt Otto, varð løtu seinni skotin til deyðis av frælsisvinmonnum, og tá ið hendingin var av, lógu umframt Otto eisini tríggir týskir hermenn deyðir á gøtuni. Seinni heimsbardagi var av, og Otto skuldi í næstum flyta heim til Føroya við danskari konu og barni.
Kvinna leggur blómur á staðið, har Otta varð skotin. (Næstved Arkiverne)
9. mai varð frælsisstríðsmaðurin og leiðarin Otto Jacobsen borin til gravar frá Sct. Peters kirkju, har stórt syrgihátíðarhald var fyriskipað. Frælsisstríðsmenn bóru kistuna, og fólk í hópatali fylgdi Otto til gravar.
Pápin, Hans Jacob, broyttist eftir deyða Otto
Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hans Jacob var handilsmaður og vinnulívsmaður, og í 1932 læt hann upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, sum helt til í M.A. Winterhersgøtu/J.H. Schrøtersgøtu, har Sjónvarp Føroya helt til, áðrenn flutt varð í Sortudíki.
Minnispláta er fest á húsið, har Otto varð skotin.
Hans Jacob var framsíggin handilsmaður, tí longu í 1927 læt hann upp “cafe” á Høgareyni úti á Reyni. Hetta var ikki bara vanlig “cafe”, men Hans Jacob kundi bjóða nakað, sum bara stórbýirnir kundu bjóða tá i tíðini. Tað fyrsta gestirnir rendu seg í, tá ið teir komu inn um dyrnar, var ein “automat”, og har fekst tú sigarettir, tyggigummi, góðgæti og annað. Í gongini stóð vekt, har fólk kundu viga seg við at gjalda 10-oyra. Á tekjuni stóð stór ljósreklama, sum sást um allan býin.
Longu í 1902 var bryggjarí í Ydun úti á Reyni. Í 1922 keyptu Hans Jacob Jacobsen og Rudolf Michael Jacobsen bryggjaríið. Í 1935 var bryggjaríið flutt av Reyni niðan í Smæruni á Abbatrøð. Í 1935 gavst Hans Jacob við bryggjarínum og seldi tólini til Føroya Bjór í Klaksvík.
Longu á ungum árum fingu vit frá pápa okkara søguna um Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara. Eg mínnist væl, hvussu ávirkaður eisini pápi mín var av hendingini, tí sum hann segði, gjørdist Hans Jacob ongantíð sami maður aftur. Seinastu dagarnar fyri krígslok spældi hvør fingur á Hans Jacobi, tá hann kundi boða starvsfólkunum í Smæruni frá, at seinni heimsbardagi var av, og nú kom sonurin aftur til Føroya at arbeiða sum slaktari.
Her síggja vit blómurnar á gongubreytini og handilin hjá Mondrup Christensen. (Mynd Næstved Arkiverne)
Pápi okkara segði okkum mangan, hvussu harða lagnu Hans Jacob (1890-1967) og konan Marin (1892-1955) fingu á lívsleiðini. Tey bæði áttu fýra børn. Sonurin Oscar (1929-2002) hevði barnalammilsi, dóttirin Gerda (1932-1950) doyði av sjúku átjan ára gomul, og so vanlukkuliga hendingin, tá ið Otto (1922-1945) varð skotin. Hans Jacob átti eisini dóttrina Guðny (1924-2013), sum var gift við Mouritsi Rubeksen (1919-1982), sum átti Møblasøluna Smæruna. Marin og Hans Jacob áttu fýra abbabørn. Umframt Torbjørn son Otto, átti Gudny og Mourits trý børn. Dreingin Otto, sum eg havi fingið familjumyndirnar frá, Gerdu, sum er farin, og Marin. Øll trý uppkallað eftir ommu og systkum hjá Gudny.
Frælsisstríðsmenninir vóru serliga virknir seinast í krígsárunum. (Næstved-Arkiverne)
Eg fekk hug at skriva heimasíðusøguna um tey í Smæruni, tá eg sá mynd av pápa mínum og smádreinginum Torbjørn son Otto Jacobsen. Eftir krígslok komu kona Otto og sonurin til Føroya, har ætlanin var at seta búgv. Pápi mín dugdi væl við børnum, og Torbjørn og pápi mín gjørdust sera væl – Torbjørn hekk uppi í pápa mínum. Mamman og Torbjørn vóru í Føroyum eini tvey ár, og fóru síðan aftur til Danmarkar, har Elly kona Otto seinni varð gift donskum manni, og tey fingu sonin Jan. Torbjørn vitjaði ofta aftur í Føroyum, og vit hittust fleiri ferðir hjá Oscari í Smæruni, har hann altíð búði.
Otto var leiðari í frælsisstríðnum. Allur Næstved býar var kvirrur, tá ið Otto fór til gravar. (Mynd Næstved Arkiverne)
Hans Jacob í Smæruni varð føddur í 1890 og doyði í 1967. Hans Jacob og abbi mín, sum eisini æt Hans Jacob, vóru systkinabørn. Eg minnist, at Hans Jacob í Smæruni mátti halda høvdinum við eini hondini. Mamma mín sigur, at orsøkin var, at Hans Jacob var lagdur undir skurð fyri eitthvørt í hálsinum, men læknin kom av óvart at skera av týdningarmikla nerv, sum gjørdi, at hann fekk ikki rættiliga stýrt høvdinum.
Alt fær ein enda her á fold. Tá ið Hans Jacob doyði í 1967, tók pápi mín við leiðsluni í Smæruni. Versonurin, Mourits Rubeksen, var har, men hann fór at handla við møblum. Pápi arbeiddi á kontórinum, stóð handan diskin í kjøtdeildini og fletti seyð og neyt um kvøldarnar. Ein umhildin leiðari, sum dugdi væl við fólki. Smæran var fyrsti handil í Føroyum, sum gjørdist sjálvtøkuhandil. Nú skuldu kundarnir sjálvir fylla kurvarnar við vørum og fara til kassarnar at gjalda. Hetta var ógvuslig broyting hjá serliga eldri kundunum.
Svigarsonurin Mourits Rubeksen og Helge Michelsen í handlinum
Meg minnist serliga Smæruna, har pápi og teir flettu seyð og neyt í slaktarínum, sum var í niðastu hædd í sethúsinum hjá Hans Jacob og teimum. Seyðir og oksar komu úr Mykinesi við Smyrli, og seyður kom eisini nógva aðrastaðni úr øllum Føroyum. Eina heystið minnist eg teir flettu 2100 seyðir, og heima hjá okkum hevði pápi bók, har hann skrivaði upp fleiri enn 3000 neyt, sum hann hevði skotið og flett.
Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. Á sinni koyrdu tey “ordrar” heim til fólk.
Tá ið Smæran gavst at handla sum fyritøka, kom Sjónvarp Føroya at halda til í húsunum, har møblasølan og matvøruhandilin hildu til. Smæran tapti kappingina serlig við SMS, sum hevði nógvar handlar í miðstøð, nógv parkeringspláss at bjóða kundunum og kundi fyriskipa undirhald á torginum í miðstøðini.
Otto Jacobsen skuldi júst koma til Føroyar, tá ið hann varð skotin.
Pápi mín tók mangan til, hvussu óheppið alt gjørdist við Otto Jacobsen. Danir halda frælsisdagin 5. mai, og 7. mai varð Otto skotin. Týskurin gav seg yvir seint um kvøldið 4. mai, men tað tók nakrar dagar at fáa týsku hermenninar at leggja vápnini og at fáa teir fluttar í legur ella suður móti týska markinum. Hans Jacob, pápi Otto, nevndi mangan júst hetta fyri pápa mínum.
Tey á “Næstved Arkivernere” vóru so beinasom at finna mær fram myndir frá jarðarferðini, avmynda tær og senda tær til Føroyar. Myndirnar er sokallaðar “amatørmyndir”, og myndatakarin er ókendur. Eg fekk eisini sendandi filmsbrot frá tíðini, tá týskurin gav seg yvir. Nógv rumbul var næstu dagarnar, og frælsisstríðsmenninir leitaðu eftir donskum svíkjarum, sum njósnaði og hjálptum týska hervaldinum. Danir eru ikki ernir av fleiri hendingum hesar dagar, har fólk uttan rættargongd vórðu avrættað. (Vagnur)
Aftast f.v: Gerda, Oscar og Gudny. Fremst Elly kona Otto, Marin, Torbjørn og Hans Jacob.Smádrongurin til vinstru er Torbjørn sonur Otto Jacobsen. Maðurin er Helge Michelsen.
Oman Áarvegin og Havnará. Húsaskjøldurin vit sígga yvirav hjá Essaba er Áarstova. (Mynd Verjir yvir Havnarvág
Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini “Verjir yvir Havnarvág”, kom eg at hugsa um Áarstovu, sum eg ikki minnist, og sum uttan iva er tikin niður fyri mína tíð. Økið var eitt parkeringsøki, men nú er standmynd sett har til minnist um brøðurnar Janus og Hans Andrias Djurhuus. Á myndini síggja vit Cafe Natúr, sum vit róptu klædnahandilin hjá Essaba. Sunnanfyri Áarstovu kemur Hotel Djurhuus undan og niðast vinstrumegin minnist eg tey á Lag høvdu handil. Hvørt mansbarn kennist við nøvnini Janus og Hans Andrias Djurhuus, sum báðir høvdu serligar skaldagávur. Hanus Kamban hevur skrivað bøkur um teir báðar.
Janus var mest kendur fyri frálíkar yrkingar. (Mynd Bókmentasøga 2)
Janus var borin í heim í Áarstovu í 1881 og andaðist í 1948, og Hans Andrias er føddur í Áarstovu í 1883 og andaðist í 1951. Teir vóru av skaldarætt, tí langabbin var Sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus. Janus gekk í realskúla í Havn og tók prógv í 1897. Seinasta skúlaárið var Jákup Dahl lærari hansara, og Janus skal hava greitt frá, at tað var í realskúlanum, at hann fekk alsk fyri tí málsliga og tjóðskaparliga. Um hetta mundið var danin Emil Bruun prestur í Suðursteymoy og búði í Sandagerði. Til hansara gekk Janus at læra latín og griskt mál.
Janus tók studentsprógv í 1900 og tók sama ár upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann las eitt skifti læknafrøði, men í 1904 fór hann at lesa løgfrøði og tók prógv í 1911. Eitt skifti arbeiddi hann í Danmark men flutti aftur til Føroyar. Ymisk viðurskifti høvdu við sær, at hann í 1928 misti loyvi sítt at arbeiða sum sakførari. Janus fór í myrkt hol, flutti til Danmarkar uttan iva við tí í kvittanum ongantíð at koma heimaftur. í 1938 fær hann sakførararættindi síni aftur og sama árið flutti hann aftur til Føroyar. Her búði hann seinasta tíggju ára skeiðið av lívi sínum, til hann andaðist í 1948.
Hvørt mansbarn í Føroyum kennir frálíku barnarímurnar hjá Hans Andriasi. (Mynd Bókamentasøga 2)
Hans Andrias Djurhuus var borin í hem í Áarstovu í 1883. Hans Andrias hevði øðrvísi lívsleið enn Janus, tí aftan á barnaskúlaár fór Hans Andrias til skips, men har treivst hann ikki væl. í 1901 leitaði hann sær á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentarkønar menn, sum háskúlamenninir vóru og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.
Í 1902 fer hann á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn. Heimafturkomin arbeiddi hann fyrst í privatskúla í Havn, men í 1909 fekk hann starvið sum lærari í Sandavági, og her virkaði hann í sjey ár.
Í 1916 flutti hann suður á Tvøroyri at vera fyrsti lærari har, men í 1919 kemur hann aftur í starv í heimbýnum sum lærari við Realskúlan og Føroya Læraraskúla. Hetta starv røkti hann til deyðadags í 1951. (Vagnur skrivað í 2015)
Skálakvinnur kappingarárið 1989/1990. Strandandi f.v: Suni Danielsen, venjari, Andrea Weihe, Tóra Joensen, Marjun Mikkelsen, Bjørg Mikkelsen og Eyðleyg Mikkelsen. Húknaid f.v: Sóleyg Mikkelsen, Katrin Petersen, Alma Joensen og Irena Olsen. (Mynd Vagnur)
Nógv áhugavert søguligt hondbóltstilfar er at skriva um, tað er bara at fáa tað gjørt. Í morgun blaðaði eg í nøkrum dystarbløðum, sum eg gjørdi til heimadystirnar hjá Neistanum kappingarárið 1990/1991. Og har kom eg fram á mynd av skálakvinnum, sum í Havn júst høvdu vunnið 15-9 á neistakvinnum. Skálaliðið var júst flutt úr næstbestu deildina í bestu deildina, og eingin hevði roknað við, at skálakvinnur kundu gera nakað við neistakvinnur, sum høvdu vunnið seinastu tólv meistaraheitini uttan tað eina í 1981. Yvirskriftin til greinina ljóðaði soleiðis: Skálasensatión í Havn Neístin-Skála 15-19 (9-6). Eg havi hitt Katrina Petersen, sum spældi á liðnum.
– Sum smágentur spældu vit hondbólt í StÍF, men tá ið vit vóru tólv/fjúrtan ára gamlar komu vit at spæla við Skála. Vit stóðu okkum heilt væl í gentudeildunum, og so kom tíðin, tá ið vit komu at spæla í 2. deild kvinnum, sum vit vunnu og fluttu upp í 1. deild, sum tá var besta deildin, sigur Katrin.
Sjálvur minnist eg væl henda frálíka hondbóltsárgang, har fleiri av kvinnunum eisini vóru frálíkir fótbóltsspælarar og vunnu eisini FM-heitið í fótbólti. Um hetta mundið hevði StÍF ikki kvinnulið í bestu deildini, men hevði frálíkt manslið. Hyggur tú í hagtølini á heimasíðuni hjá HSF, sært tú, at Skála vann FM-heitið í bestu hondbóltsdeildini kappingarárini 1989/1990 og 1992/1993. Skálakvinnur vinna eisini steypakappingina í 1991, tá ið liðið vinnur 12-11 á VB. Men hvussu endaði hondbóltsævintýrið hjá skálakvinnum, tí áðrenn vit vistu av, var hondbóltur søgu á Skála. Katrin Petersen sigur soleiðis:
– Nakað eftir kappingarárið 1992/1993 funnu fólk út av á Skála og á Strondum, at best var, at Skála tók sær av fótbóltinum og StÍF av hondbóltinum. Tí fóru skálakvinnur aftur at spæla við StÍF. Eg kann minnast, at fleiri kvinnur av Eiði koma eisini í høllina á Skála at spæla hondbólt við StÍF. Vit vóru fleiri, sum spældu hondbólt so mikið leingi, at einar fýra kvinnur áttu børn og framvegis spældu hondbólt, sigur Katrin Petersen at enda.
StÍF hevur roynt ymist at fáa kvinnurnar at koma longur fram á stigtalvuni, men hetta er trupult, tí fólkagrundarlagið er ikki stórt, og eins og aðrastaðni í Føroyum, fara nógvar ungar kvinnur av landinum. Summi ár hava útlendskar kvinnur spælt við StÍF, men í løtuni er kósin hjá StÍF, at føroyskar kvinnur skulu mannað StÍF liðið. (Vagnur)
Mynd frá dysti millum Skála og Neistan spældur á Skála
Hundraðtals fólk vóru komin á skipasmiðjuna at síggja, tá Porkeningur fekk navn og fór av bakkastokki. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
Takkað verið Mashallhjálpina og tað, at Realkreditstovnurin var settur á stovn, kundu føroyingar endurnýggja fiskiflotan seinnapartin í 1950-árunum og fyrst í 1960 -árunum. Fyrstu stállínuskipini vórðu bygd í Noregi, og onnur nakað seinni í Fraklandi og Eysturríki. Vesturhavið blíða fyrsta stállínuskipið kom til Føroya 22. desember 1956. D.P. Højgaard eftirf. á Toftum lat skipið byggja. Tórshavnar Skipasmiðja bygdu timburskip, men vildi eisini taka á seg at byggja stállinuskip, tí fyrst í 1960- árunum kom eitt stállínuskip um mánaðin til Føroya. Kjartan Mohr og Olivur Holm fóru tí til Noregs at kanna, hvussu skipasmiðjurnar har løgdu arbeiðið til rættis. Eftir kanningarferðina vóru vónirnar góðar at byggja stállínuskip í Føroyum.
Í 1961 var bara ein bedingsvognur til at taka. (Mynd Christian Holm Jabobsen myndasavn)
Umráðandi var at fara hóvliga fram, og tí buðu teir seg ikki alment fram at byggja fyrsta stállínuskipið. Skipasmiðjan gjørdi tí sáttmála við partafelagið Álaker, sum skipasmiðjan sjálv átti. Men fyrst mátti amboð fáast til vega at byggja stálskip. Eitt nú pressa, traverskrani, sum kundi taka fimm tons og so ein rullubeding, áðrenn kjølurin var strektur. Byggihøllin var gamla fimleikahøllin hjá realskúlanum, sum var tikin niður, og sett upp aftur á Skipasmiðjuni.
Partafelagið Kambur hjá porkeningum yvirtók sáttmálan, tá skipið fór í gerð. Fyrsta stállínuskipið skuldi hava somu stødd, sum skipini bygd í Noregi. 111 føtur langt, 23 føtur breitt og 12 føtur djúpt. Motorurin var ein 330 hesta turboløddur Vølund. Nýggju lógurnar at endurnýggja fiskiflotan slóðaði fyri, at stállínuskip eisini kundu byggja í Føroyum. Realkreditstovnurin lat 50% av byggivirðinum í láni, fiskaríbankin lat 20%, landið 20%, og eigarin skuldi sjálvur leggja tey restandi tíggju prosentini á borðið.
Porkeningur hevur fingið sjógv undir kjølin. Áhugavert at síggja, hvussu nógv fólk fylgja skipinum. Ritan eru um at koppa, tí so nógv fólk eru úti í eina borðiinum. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
Kjølurin til Porkening varð lagdur í juni mánað í 1960, og 3. juni 1961 upprann dagurin, tá fyrsta stállínuskipið bygt í Føroyum fór av bakkastokki. Hátíðardagur var á Tórshavnar skipasmiðju, tá skipið fór av bakkastokki. Denna kona Kjartan Mohr gav skipinum navn, og hunraðtals fólk vóru komin oman á skipasmiðjuna at síggja søguligu hendingina. Á sumri 1961 var eg ellivu ára gamal, og eg minnist væl stóru hátíðarløtuna. Skúlabørnini fingu frí og stór samkoma varð hildin, har nógv lovorð vórðu søgd um hesa fyrstu royndina at byggja stállínuskip.
Løgmaður Petur Mohr Dam segði millum annað, at menn høvdu ikki sæð betri handverk og snotuligari linjur enn í hesum fari. Sama dag, sum Porkeningur fór av bakkastokki, løgdu teir kjølin til næsta skipið, sum í 1962 fekk navnið Víkingur. Triðja stállínuskipið, sum var bygt á Skipasmiðjuni, var Porkerisnes, sum partafelagið Bergið lat byggja. Hetta stállinuskipið fekk serliga lagnu, tí tveir reiðsur kom eldur í skipið, sum fór heilt illa. Lagnan hjá Porkeningi var hon, at stállínuskipið kom seinni at eita Morgunstjørnan heimahoyrandi á Toftum. Ì 2013 var skipið selt til Noregs til upphøggingar.
Porkeningur á royndarferð.
Olivur Holm, sum vit ungu sóu peika niðri á Skipasmiðjuni, var byggimeistari. Vit fylgdu væl við, hvat tey tókust við á Skipasmiðjuni, og vit vóru altíð har, tá skip fóru av bakkastokki. 3. juni 1961 kemur altíð at standa klárur í minninum, tí henda dagin eygleiddu so nógv fólk hendingina, tá fyrsta stállinuskipið fór av bakkastokki. Í sambandi við greinina havi eg kagað í bókina Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, sum sigur frá, tá skipasmiðjan varð stovnað. Á sumri 1939 var kjølurin lagdur til fyrsta skipið bygt á skipasmiðjuni, og 15. juni í 1940 fór Vón av bakkastokki. (Vagnur)
Eldri mynd av húsunum hjá Guttormi og Saru. Minnist ikki húsini til vinstru, sum mugu vera tikin niður fyri mína tíð. Har standa nú stór hús, sum Johan og Jansy Mouritsen áttu, (Mynd: Tjóðsavnið 3350FO1563)
Steðgaði ein dagin í J.C. Svabos gøtu, har eg knappliga fór at minnast aftur á góðu barnaárini, tí har var so nógv virksemi í fleiri húsum. Í kjallaranum hjá Linu Arge byrjaðu Karbech Mouritsen brøðurnir Finnbjørn og Eyðun at selja máling. Hetta var í 1962. Skjótt gjørdist handilin ov lítil, og sum árini gingu, varð bygt upp í húsini hjá Linu Arge og seinni stórur málingahandil bygdur á horninum J.C. Svabos gøta/Landavegur.
J.C. Svabos gøta í 2023. Nógv vóru ungdómsminnini hesa løtuna, tá myndin ein dagin var tikin. (Mynd Vagnur)
Hinumegin vegin var bakaríið hjá Conrad Skaale (1909-1973). Vit søgdu bakaríið hjá Palle Bager (1901-1998), tí tað søgdu foreldrini. Tað var annars Joen Pauli Poulsen róptur Palle Bager, sum í 1928 læt upp bakarí og handil á horninum V.U. Hammershaimbs gøta/J.C. Svabos gøta. Bakaríið læt aftur í 1948, og Joen Pauli flutti til Danmarkar.
Frá 1928 til 1948 hevði Palle Bager handil og bakarí í húsunum nærmast. Í hesum tíðarskeiði er myndin tikin, tí í vindeygunum stendur at lesa Poulsens bakarí. (Mynd Tjóðsavnið 3350F01551)
Conrad Skaale yvirtók bakaríið hjá Palle Bager, og her byrjaðu minnini hjá mær. Conrad bakaði, og konan stóð handan diskin og seldi køkur og breyð. Her komu vit ungu serliga at kenna góðu tjúguoyru køkurnar og marengsini.
Nærmasti granni hjá Conrad Skaale vóru stóru húsini hjá Poul Mørkøre (1905-1983), sum var av Eiði. Poul hevði handilin Innbúgv møblasølu og polsturverkstað í húsunum, sjálvur búðu Poul og tey hinumegin vegin í J.C. Svabos gøtu. So til húsini hjá Guttormi og Saru Eysturoy.
Guttorm og Sara Eysturoy áttu ellivu børn
Meðan eg hesa løtu eygleiddi og leitaði í huganum um barna- og ungdómsárini, steðgaði eg við serligu húsini hjá Guttormi og Saru Eysturoy. Hugsaði, nær hesi tá vøkru húsini mundu vera bygd, tí húsini líktust ikki vanligu húsunum har á leiðini. Tey vóru prýdd við drekahøvdi á vindskeiðunum, og vanligt var ikki tá at hava altan móti vegnum. Havi spurt og leitað nógvastaðni eisini hjá kommununi, men einki byggiloyvi finst ella nær Guttorm og tey fluttu í húsuni.
Áhugaverd familjumynd: Standandi frá vinstru: Øssur og konan Sanna, Absalon og konan Gertrud, Grímur og konan Ingibjørg, Schønning og konan Ingibjørg og Ditlev maður Hildu og Hilda. Miðraðið frá vinstru: Gerda, Fraiser, Sara og Guttorm, Svanna og John. Í fanginum á Saru ommuni situr Regin sonur Svannu. Gentan til vinstru á gólvinum er Solveig dóttir Absalon og Gertrud. Síðani Ásla dóttir Hildu og Guttormur sonur Schønning og Ingibjørg. (Mynd: Siri Eysturoy)
Gjørdist hesa løtu forvitin um húsini, og her byrjaði lítil rannsóknarferð. Kenni fleiri Eysturoy eftirkomarar. Minnist Absalon elsta son Guttorms, sum hevði stoypivirki Yviri við Strond saman við soninum Henningi. Teir stoyptu serliga ristir og deksil til vegirnar í kommununi og eisini blýlodd til nógvu snørini kring landið. Fraiser kendu vit væl, sum hevði snikkaraverkstað í barnaheiminum, hann var eisini kendur sjónleikari. Schønning kendu vit frá Vestaru bryggju, har hann var formaður á Tunnuvirkinum í Saltsøluni. Seinni stovnaði hann fyritøkuna Kemilux.
Guttorm bygdi sær verkstað upp í húsið vestureftir. Sonurin Faiser yvirtók seinni verkstaðin eftir pápan. Sum ung vóru vit mangan inni á verkstaðnum hjá Fraiseri. (Mynd: Tjóðsavnið 3350FO1550)
Guttorm var føddur á Trøllanesi í 1881, sonur kongsbóndan Absalon Guttormson (1830-1902). Absalon var egin tjóðskaparligur og vitugur maður. Sjálvt um hann hevði torførar umtøður á útoyggj, helt hann útlendsk bløð og hevði skrivligt samband við nógvar persónar uttanlands. Hann var eitt skifti løgtingsmaður og var ógvuliga virkin í øllum í heimbygdini. Absalon legði dent á, at børnini fingu annað í beinini enn bara vanligan fólkaskúla, tí sendi hann í 1901 sonin Guttorm á háskúla í Føgrulíð, so hann millum annað kundi læra meira føroyskt, sum tá ikki kundi lærast í fólkaskúlanum. Mamma Guttorm var Elina Guttormsdatter ættað av Viðareiði.
Frá vinstru Fraiser, Absalon, Grímur, Schønning, Øssur og John, Framman frá vinstru: Svanna, Gerda og Hilda. (Mynd: Siri Eysturoy)
Eftir háskúlan í Føgrulíð flutti Guttorm til Haugesund í Noregi at læra til snikkara og timburmann, tí um tað mundið vóru fáir handverkarar í Føroyum. Tað gekst so mikið væl í Noregi, at hann fekk boðið at gerast lærari á skúlanum, men tilboðið tók hann ikki av, tí hann vildi aftur til Føroya. Hetta var í 1908. Í Noregi hitti hann konuna Saru M.K. Johnsson (1880-1953), sum var væl útbúgvin kokkur. Tey fluttu aftur til Føroya og búsettust fyrst eina tíð á Trøllanesi. Komin til Havnar fór Guttormur at byggja sær hús í J.C. Svabos gøtu, og nakað av tí, hann hevði lært í Noregi, tók hann við sær heimaftur til Føroya. Hetta sást á húsunum í J.C. Svabos gøtu, sum hann sjálvur smíðaði.
Sara var stór, arbeiðssom og vird millum manna. Umframt ellivu børn var tað hon, sum tók sær av øllum tí fíggjarliga bæði í húsarhaldinum og snikkaravirkseminum hjá Guttormi. Hon var júst komin í summarfrí til Noregs úr Onglandi, har hon hevði fingið sær útbúgving sum kokkur, tá hon hitti Guttorm. Hon var evnaríkur kokkur, og meðan hon var í London bleiv hon av og á biðin sum hjálparkokkur, tá tey kongaligu høvdu veitslur og samkomur. Komin til Føroya vóru boð eftir henni, tá enski konsulin hevði vitjanir uttaneftir. Nevnast kann, at Sara plagdi at hava konur á vitjan í J.C. Svabos gøtu, har tær tosaðu enskt.
Tey hugna sær uttanfyri. Frá vinstru Elly av Trøllanesi, sum arbeiddi sum seymikona á Landssjúkrahúsinum. Hon búði til leigu í húsunum hjá Guttormi og Saru. Síðani Schønning, Guttorm og Sara. (Mynd: Siri Eysturoy)
Guttorm og Sara fingu ellivu børn. Sjey dreingir og fýra gentur. Dreingirnir vóru Absalon, Fraiser, Grímur, Schønning, Øssur, John og Vilhjálmur. Genturnar Svanna, Gerda, Hilda og Ásla. Tvey børn doyðu á ungum árum. Ásla sum seytjan ára gomul av lungnabruna, og Vilhjálmur druknaði sum tvey ára gamal í Rættará skamt frá húsunum.
Ingálvur av Reyni listamálari teknaði í1956 húsini. Forvitnislig tekning. (Mynd: Siri Eysturoy)
Meðan eg standi og eygleiði í J.C. Svabos gøtu leita tankarnir. Húsini ikki eins vøkur sum á mínum ungdómsdøgum. Tó so, drekahøvdini eru framvegis á takinum á húsunum. Kann leggja aftrat, at í Konradsbrekku standa eisini serlig hús. Magnus á Kamarinum var eisini uttanlands og lærdi til timburmann, og húsini hjá honum gjørdust sanniliga eisini vøkur við serligum sniði.
Stór broyting hjá Saru at koma til Føroya í 1908. Fyrst til Trøllanesar fyri síðani at koma til Havnar. (Mynd Vagnur)
Uppískoyti: Øssur sonur Guttorm og Saru skrivaði bók í 2000
Hoyrdi fyri stutt síðani, at Øssur, næstyngsti sonur Guttorm og Saru Eysturoy í 2000 skrivaði bókina Erindringer om udlængsel og hjemkomst. Á Býarbókasavninum var eingin bók, men hon er til láns á Landsbókasavninum. Bókin er skrivað á donskum við abbabørnunum í huganum. Ein sera áhugaverd bók um lívsleið hjá ungum føroyingi, sum fjúrtan ára gamal fór til skips sum messudrongur við 4000 tons stóra ”damparanum” Ananu, sum førdi útróðrarbátar og sjómenn til Grønlands.
Øssur sigldi við danska skipinum Jørgen, tá skipið 18. mai 1940 var sprongt í luftina,. Mannigin endaði á sjónum og kom á flaka og var øll bjargað. (Mynd úr bókini)
Øssur var umborð á Ananu í gott ár og fekk møguleikan eisini at koma til Spania eftir salti. Øssur hevði útlongsul og eftir tíð í landi, har hann hjálpti pápanum á verkstaðnum, fór hann sum sekstan ára gamal uttanlands og kom ikki aftur til heimlandið fyrr enn tíggju ár seinni. Hann sigldi við fleiri skipum kring knøttin og sigldi eisini eina tíð undir seinna heimsbardaga.
Hann ætlaði at læra til skipsførara men endaði at útbúgva seg til radiotelegrafist. I 1943 gjørdist hann brandmaður á Frederiksberg, men endaði tó í Svøríki, har hann kom at halda til í eini hermannalegu til kríggið endaði.Tá vendu donsku hjálparmenninir aftur til Danmarkar at hjálpa til at fáa skil á aftur danska samfelagið.
Øssur, Sanna og tær tríggjar døturnar Sára, Annie og Gudny. Annie býr nú í Vági. (Mynd úr bókini)
Í 1947 kom Øssur aftur til Føroya, har hann fekk arbeiði sum radiotelegrafistur á Loranstøðini á Skúvanesi við Eggjarnar. Tjúgu mans arbeiddu á støðini, og skjótt kom Øssur at trívast væl í Vági. Í dansi hitti hann Sannu Nolsøe dóttur keypmannin Petur Nolsø og Annu Dahl. Tey gjørdust góð og gott ár seinni giftust tey. Trýhundrað fólk vóru í stóra brúdleypinum.
Øssur og Sanna fingu tríggjar døtur, sum allar fóru til Danmarkar í lestrarørindum. Tá tær ikki komu aftur til Føroya, gjørdu Øssur og Sanna av at pakka saman í Vági og flyta av landinum. Hetta var í 1974 og trý ár seinni bleiv Loranstøðin á Skúvanesi sløkt fyri seinastu ferð, skrivar Øssur millum annað í áhugaverdu bókini skrivað í 2000. (Vagnur – skrivað í novembur mánað í 2023)
Tróndur Patursson listamaður skal umvæla standmyndina. Her sæst hann í ánni í morgun.
Á lívsleiðini eru summir dagar betri enn aðrir. Í morgun var gott veður, og sólin er júst komin úr havsbrúnni. Leiðin gongur fram við Havnará frá Sjónleikarhúsinum og niðaneftir. Steðgaði á við standmyndina, sum Tróndur Patursson evnaði til í 1992. Vit, sum er góð við Havnará, hava illskast inn á kommununa, tí tey ikki hava fingið umvælt standmyndina, sum var satt prýði í ánni. Standmyndin hevur mist sítt vakra skinn vegna herverk og vantandi viðlíkahald. Gløs brotin, einki ljós og einki vatn spoyta á standmyndina. Og hetta líkist ongum.
Bilur frá kommununii var í morgun í holt við at grabba sand úr ánni, og eg gjørdist forvitin. Fekk at vita, at nú hevur kommunan gjørt av at umvæla standmyndina. Lítil áhugabólkur hevur tikið hetta stig saman við kommununi. Umvælingin kemur at kosta um tvey hundraðtúsund krónur. Í míni verð smápengar í mun til stórar upphæddir kommunan brúkar av pengum aðrarstaðni í býnm. Frálík og gleðlig tíðindi at hoyra við Havnará í morgun. (Vagnur) (Vagnur)
Forvitnislig mynd av sethúsum, máttu takst niður vegna ferðslutronga (Mynd Tjóðsavnið 3350FO1536)
Tá eg herfyri skrivaði greinina um Guttorm og Saru Eysturoy, lá forvitnislig mynd eftir á borðinum. Myndin er av húsunum hjá Mariu í Rættará (1883-1959) og Dia Mouritsen (1880-1918) róptur Dia í Barnastovu. Húsini eru áhugaverd, tí kommunan ynskti húsini tikin niður, tí tey stóðu ov nær vegnum. Húsini forðaðu fyri smidligari ferðslu út á Dronning Alexandrines hospital tikin í nýstlu í 1924.
Maria var sum fýra ára gomul komin til Havnar úr Skopun við ommusystir síni Kristiannu, sum hevði verið í Skopun og ferðast. Maria var verandi hjá Kristiannu og Jóannesi, sum búðu í Rættará. Tá Maria giftist Andriasi Mouritsen róptur Dia, bygdu tey hús við Fossin. Grundøkið fingu tey frá Jóannesi og Kristiannu, sum áttu trøðna har á leiðini. Húsini vóru bygd um aldaskiftið. Maria og Dia vóru foreldur at Johan Mouritsen giftur Jansy Mouritsen. Jonhard Mouritsen sonur Jansy og Johan sigur soleiðis:
Eg eri føddur í 1943 í gomlu húsunum, tí foreldur míni Jansy (1913-1998) og Johan (1912-1976) vóru gift inn í húsini. Tá húsini vóru tikin niður, bygdu foreldur míni nýggj hús, sum vóru bygd longri frá vegnum. Hetta vóru smøl hús í trimum hæddum, tí grundøkið er lítið og smalt. Abbi mín Dia doyði longu í 1918, og nøkur ár eftir flutti Maria til Keymannahavnar og giftist dana. Tá hann doyði, flutti Maria aftur til Føroya og kom at búgva á Ellisheiminum, sigur Jonhard.
Vit ungu við Landavegin kendu væl Jansy og Johan, sum áttu kioskina við Sjónleikarhúsið. Í 1960-árunum læt Jansy upp handil sum seldi barnaklæði. Minnist eisini, tá Hans Marius Mikkelsen og konan Lisa og børnini Bogi, Hákun og Jónu búðu til leigu í niðastu hædd, áðrenn tey bygdu húsini á Mikkjalstrøð.
Tá gomlu húsini vóru tikin niður, bygdu Jansy og Johan Mouritsen nýggj hús, sum vóru flutt longur inn frá vegnum. Í 1960-árunum læt Jansy upp handil í húsunum (Mynd Vagnur)
Rættará var partur av okkara uppvøkstri við Landavegin og ikki minst brandhylurin við Ellisheimið. Brúgvin um Rættará við J.C. Svabos gøtu var serlig, tí brúgvin var smøl, har bæði fólk og bilar skuldu um ánna. Eingin gongubreyt. Eftir syrgiliga vanlukku í 1960 – árunum á brúnni, tá maður var yvirkoyrdur og doyði, var træbrúgv smíðað kloss í betongbrúnna vestureftir, sum fólk kundu ganga eftir. Haldi ikki, at vit sum ung søgdu J.C. Svabos gøta men heldur hospitalasvegur ella statsvegur. Komi at hugsa um fólk, sum viðhvørt á brúnni støðgaðu við jarnverkið og funnið lítla hvíld at stara niður í ánna.
Maria og Dia bygdu sær hús uppi á Fossi. Minnist, hvussu dragandi tað var sum smádrongur at standa á brúnni og eygleiða fossin. Á myndini er træbrúgvin ikki bygd aftrat betongbrúnni. Byrgin/brunnur var á sinni um ánna, so fabrikkin hjá Østrøm fekk vatn til virksemið á fabrikkini. (Mynd Tjóðsavnið 3350FO15)
Komi at hugsa um verkfrøðingin Poul Guttesen, sum 1. januar 1947 var settur býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu. Ein av fyrstu uppgávunum hjá Pouli var at fáa gott skipað vegasamband frá býnum út á Dronning Alexandrini hospital. Fyrstu bilurin kom til Føroya í 1922, og eftir kríggið og næstu árini vaks bilatalið skjótt. Vegirnir vóru smalir ella rættari sagt gjørdir til hestavognar, sum skuldu út til nógvu innlagdru traðirnar.
Mær er sagt, at Poul fóru ungur til Danmarkar á studentarskúla fyri síðani at læra til verkfrøðing. Poul var í Danmark undir krígnum, og eftir kríggið var hann biðin at koma aftur til Føroya. Tað sama var eisini Mikkjal Helmsdal landsverkfrøðingur. Um tað mundið skortaði við útbúnum verkfrøðingum í Føroyum. (Vagnur)
Ryggsbáturin uttast til vinstru, í miðjuni Húsabáturin og uttast til høgru Kirkjabáturin. (Mynd Bjarti Mohr)
Á vestanstevnu 2014 í Miðvági kom myndamaðurin hjá heimasíðuni fram á tríggjar vakrar grinda- og nótabátar niðri við sjóvarmálan. Húsabáturin smíðaður í 1937, Ryggsbáturin smíðaður í 1952 og Kikjabáturin smíðaður í 1967. Eg ringdi til Jógvan Hans Hansen formann í Miðvágs róðrarfelag, sum er ein teirra, sum hevur umvælt og varðveitt Húsabátin. Eisini hitti eg Dánjal Joensen, sum slóðar til tess at varðveita gomlu søguligu bátarnar. Áhugavert, at fólk leggja orku í at varðveita gamlar bátar. Fyri meg er altíð dragandi og forkunnugt at síggja hesar bátar. (Skrivað í 2014)
Jógvan Hans segði mær, at Húsabáturin hevði ongan góðan, og endin varð, at báturin kom í varðveitslu hjá Miðvágs róðrarfelag. Tað vóru tey avvarðandi, sum áttu bátin, sum við gávubrævi lótu Miðvágs róðarfelag bátin. Hetta var í 1995. Kristoffer Hansen róptur “Stoffur” smíðaði bátin í 1937 í kjallaranum í Missíónshúsinum. Langabbi Jógvan Hans tók stig at smíða bátin, og vanligt var, at menn tóku seg saman at smíða grinda- og nótabátar í felag. Bátarnir vóru eisini nýttir sum útróðrarbátar.
Teir hava júst fingið seyma nýggj segl til bátarnar. (Mynd Bjarti Mohr)
Hans Kristoffer hevði lært at smíða bát útí Koltri hjá Niclasi í Koltri. Hann var ikki í læru í Koltri, men smíðaði bara ein bát saman við Niclasi, sum “Stoffur” helt vera nógmikið, at hann kundi byrja at smíða bátar sjálvur í Miðvági. Húsabáturin kostaði 700 krónur. Ì 1995 fekk Miðvágs róðrarfelag, sum áður sagt, Húsabátin í varðveitslu, og á vestanstevnu 2002 varð báturin umvældur og vístur fram.
Síðani ringdi eg til Dánjal Joensen úr Miðvági, sum eisini slóðar fyri at varðveita gomlu grinda- og nótabátarnar. Hann segði mær, at enn er ikki felag stovnað, sum skal varðveita bátarnar, men at tað eru menn við áhuga fyri bátunum, sum hava tikið stig at umvæla´og varðveita bátarnar. Nú eru eisini nýggj segl seymað til bátarnar. Tað serliga við grinda- og nótabátunum er, at teir eru meira “fyldigir” enn vanligi føroyski báturin tá í tíðini. Hetta varð gjørt, so báturin kundi bera meira millum annað nótirnar, sigur Dánjal í stuttari viðmerking. (Vagnur)
Fyrrverandi landsliðsmálverjin Hans Marius Mikkelsen, sum spældi ímóti Hetlandi í 1948. (Mynd Vagnur)
Tá eg í morgun kom fram á myndina niðanfyri av fótbóltslandsliðnum frá 1948, kom eg at hugsa um, at allir spælararnir á myndini eru farnir uttan HB málverjin Hans Marius Mikkelsen. 86 ára gamla málverjan kenni eg, men havi ikki sæð hann í fleiri ár. So eg út á Mikkjalstrøð í Grønlandi við myndini í hondini, har Hans Marius er uppvaksin og býr. Konan Lisa og Hans Marius vóru ógvuliga blíð, og tá eg smílandi segði míni ørindi, var hann klárur beinanvegin og mintist landsdystin ímóti Hetlendingum í 1948 í Gundadali, sum Føroyar vunnu 4-1. Mynd av landsliðnum frá 1948 sæst niðanfyri. (Greinin skrivað í 2015 – Hans Marius fór í 2017)
Hans Marius, sum er føddur 12. september 1928, lærdi til rør-og blikksmið hjá Børga Rubek Nielsen, sum hevði smiðju á Kongabrúnni. Serliga minnist eg Hans Marius, tá hann arbeiddi hjá Vatnverkinum í Tórshavnar kommunu. Hesir menn vóru mangan at síggja í havnargøtum, tá gomlu vatnrørini fóru at leka. Hans Marius var 24 ár hjá Vatnverkinum. Hans Marius er sonur vælkenda Mikkjal í Grønlandi, og Lisa og hann eiga trý børn. Boga, sum í mansaldur hevur búð í Danmark, Hákun og løgtingskvinnuna Jónu. Fyrst spyrji eg málverjan, hvat hann minnist til myndina av landsliðnum frá 1948.
Føroyska landsliðið 1948. Standandi f.v: Arne Rasmussen, venjari, Herluf Michelsen, B36, Meinhardt Arge HB, Jógvan Johansen, “á Lað” HB, Mortan Niclasen, TB, Jógvan Debes, B36, Mourits Jacobsen, KÍ og Jens Wenningsted Mortensen “Venna” HB. Fremst f.v: Arnold Hansen “Alle”, B36, Hjørleif Hansen, B36, Hans Marius Mikkelsen, HB og Kjartan Nattestad, B36. (Mynd Fornminnissavnið)
– Eg minnist heilt væl henda dystin, tí danin Arne Rasmussen var landsliðsvenjari. Kriss Guttesen var fyrsti málverji á landsliðnum, men hann hevði forfall vegna skaða í hondini, tí hann var dottin úr stiga, tá hann málaði fyri Kisan. Tí fekk eg møguleikan ímóti hetlendingum. Eg var bara nítjan ára gamal á myndini. Vanligt var ikki tá at hita upp so nógv fyri fótbóltsdyst, men Arne vildi hava okkum inn í Plantajuna at renna í smølu gøtunum, so vit gjørdist heitir og klára at spæla landsdystin. Vit komi ikki inn á vøllin fyrr enn beint fyri fyrsta brígsl. Haldi at Hetland fekk fyrsta málið, men vit vóru betri enn hetlendingar og vunnu 4-1. Heilt nógvir áskoðarar sóu landsdystin.
Hans Marius smíltist, tá eg segði honum, at eg var spentur, um hann var heilt klárur, tí nú vóru árini so mong. Nú veit eg, at Hans Marius er HB-ari av heilum hjarta, og næsti spurningur er, um hann framvegis kemur í Gundadal ella kanska lurtar eftir fótbóltsdystum í útvarpi sunnudag. – Eg var bara einaferð í Gundadali seinasta kappingarár, og í ár havi eg ikki enn sæð HB spælt, men eg lurti altíð í útvarpinum. Best dámar mær at lurta í bilinum, tí tá kann ongin órógva meg, og ógvuliga spentur eri eg sum altíð, hvussu gongst HB, sigur Hans Marius.
Hans Marius sýnist at vera væl fyri, men knøini eru farin at bila. (Mynd Vagnur)
Vit práta góða løtu um mangt og hvat, og komu eisini inn á, hvat hann heldur um fótbóltsspælið nú á døgum, og eisini, hvussu nógv teir vandu, tá hann spældi fótbólt við HB. – Tað var mín góði vinur Mortan Mørk, sum spældi í B36, sum gjørdi meg til tann málverja, eg varð. Málverjarnir fingu onga skipaða málmansvenjing, men Mortan Mørk fekk meg at koma í Gundadal at venja málmansvenjingar. HB húsið lá út ímóti ánni, og norðanfyri var grasfløta. Vit settu upp tveir málstengur, og so kastaði Mortan bóltar, sum eg kastaði meg eftir. Mortan var sjálvur frálíkur fótbóltsspælari og honbóltsspælari og hevði góð evni at venja meg sum málverja, sigur Hans Marius.
Tá vit at enda tosa um fótbótlsspælið í 2015 og um, hvussu nógvur peningur er í fótbóltinum, yppar Hans Marius øksl. – Mær dámar slett ikki alt hetta við peningi í fótbótlinum, hetta er ikki rættur ítróttur. Felagskenslan hjá spælarum er slett ikki sum hjá okkum, tí nú snýr seg alt um pening. Vit áttu sjálvir fótbóltsklæðini, og minnist, at systir mín Katrina bant mær hosur, málmanshandskar og málmanstroyggjurnar. Fótbóltsskógvarnir keyptu vit sjálvir. Dugi slett ikki at ímynda mær, at eg kundi skift felag, tí HB var mítt felag, sum eg var og eri góður við.
Tú spyrt meg eisini, hvør var munurin var á B 36 málverjanum Kriss Guttesen og mær sum málverji. Kríss var høgur maður og var ógvuliga góður serliga í luftini, meðan eg var kringari niðri við jørðini. Hetta var sagt tá.
– Eg spældi bara tann eina landsdystin sum fyrsti málverji, og vit vóru landsliðsferð bæði í Hetlandi og Ìslandi. Frá 1945 til og við 1954 stóð eg í málinum á besta liðnum hjá HB. Ì 1955 varð eg biðin at hjálpa 2. deildarliðnum, har vit vunnu kappingina, men so var slutt. Eg fekk familju, og mangan arbeiddi eg eisini úti á bygd. Minnist bara at hava spælt dyst ímóti B36, KÍ, TB og VB, men ikki so ofta ímóti VB, sigur Hans Marius at enda. (Vagnur)
Sámal og Kathrina Christiansen. Eg minnist tey sum tvey fitt og hugnalig fólk
Ein dagin stóð eg við Restorffs bryggjarí og hugdi oman Landavegin. Tá eg var smádrongur, var Landavegurin vánaligur grúsvegur við ongari gongubreyt. Húsini høgrumegin omaneftir stóðu mest sum kloss í vegin, og grundøkini vóru soleiðis skapað, at urtagarðurin var sunnanfyri húsini útímóti Ellisheiminum. Húsini nærmast á myndini niðanfyri eru húsini hjá abba og ommu bygd í 1902. Christian abbi og Sigrid omma fluttu úr Norðdepli til Havnar, og tað gjørdi Sámal beiggi Christian eisini tó nakað seinni. Sámal bygdi sær hús við Landaavegin í 1907, og í 1909 giftist hann við Kathrinu Mariu uppvaksin yvir á Krákusteini. Nøkur orð um hesi hugnaligu, siðiligu og fittu fólkini.
Húsini hjá Sámal og teimum frá 1907 koma undan reyðu húsunum hjá Boga Winther. Sonurin Erling bygdi upp í húsini. Síðani síggjast húsini hjjá Albin Bærentsen og húsini hjá Jonu sjúkrasystrini. (Mynd Vagnur)
Yviri á Krákusteini standa gomul søgulig hús, sum eru varðveitt. Elsbelena á Krákusteini búði í húsunum. Haldi, hon var doypt Elisabeth Helena og var ógift. Kathrina kona Sámal og Elsbelena vóru systrar. Tey vóru fýra systkin. Søren, sum Søren Christiansen er uppkallaður eftir, síðani Kathrina, Elsbelena og Andrea, sum giftist til Tvøroyrar. Einferð havi eg verið inni í søguligu húsunum, og tað var, tá tey tóku upp filmin Rannvá. Tey skuldu brúka eitt barn, sum Finnur Johansen Matras skuldi halda, og Finnur bað okkum koma oman í húsini við soninum. Hetta eru fjøruti ár síðani.
Barndómsheimið hjá Kathrinu og teimum. Húsini hjá Elsbulenu á Krákusteini, sum húsini vóru rópt. (Mynd Vagnur)
Tá eg spyrji mammu um Kathrinu hjá Sámali, sum tey róptu hana, so sigur hon soleiðis: Sámal og Katrina vóru heilt serligt par, tí tey tosaðu altíð við góða orðinum til hvørt annað. Kathrina hugdi altíð upp á Sámal við biðjandi eygum. Tað sama sigur ein ommudóttir, eg tosaði við. Sámal og Katrina fingu fýra børn. Eg minnist bara Erling, sum bygdi sær hús uppí húsini hjá foreldunum omaneftir og Jonu, sum var ógift. Erling var maskinmaður, og eg minnist hann sigla við Lundanum hjá donsku marinuni. Síggi hann fyri mær fara oman Landavegin í “offiserklæðum”.
Vakur gravsteinur við tveimum vøkrum nøvnum. (Mynd Vagnur)
Synirnir Louis og Hans Leon fluttu ungir úr Føroyum. Louis sigli sum maskinmeistari úti í verðini undir krígnum og endaði yvir í New York, har hann fann sær konu. Hans Leon var eisini maskinmaður og sigldi eisini úti í verðini. Hans Leon setti búgv í Danmark og búði í Korsør. Dóttirin Jona var ógift og búði hjá foreldunum. Ein ommudóttir Sámal og Kathrinu sigur mær, at tá tey vóru ung á Landavegnum, var ikki vanligt, at fólk leiddust. Nógv gingu undir arm, men Sámal og Kathrina leiddust altíð, tá tey fóru oman Landavegin.
Sámal var skipari eins og beiggin Christian
Sámal og Katrina gjørdust gomul fólk. Sámal var føddur 20. august 1881 og doyði 29. august í 1974, tað vil siga, at hann gjørdist 93 ára gamal. Kathrina var fødd 30. oktober 1880 og doyði 30. november 1976. Kathrina gjørdist 96 ára gomul. Søgan um familjuna hjá Sámali og teimum eru áhugaverd. Mamma sigur, at Sámal var róligur, hittinorðaður og siðiligur maður. Sjálvur minnist eg Kathrinu í garðinum, har tey høvdu rabarbur og grønmeti. Vakur urtagarður.
Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.
Í juni mánað 1879 kemur langabbi mín Jógvan Christiansen, vanliga róptur HavnarJógvan til Norðdepils at standa fyri handlinum í bygdini. Hjúnini Jógvan og Elisabeth Marianna, sum eisini var úr Havn, áttu seks børn. Trý vóru fødd á Eiði, tí Jógvan og Marianna, sum hon var kallað, høvdu arbeitt hjá handilsmanninum Kruse á Eiði í nøkur ár. Børnini hjá langabba og langommu vóru: Christian Christiansen, sum var pápi mammu, Sámal Christiansen, sum búsettist í Havn, Anna Djurhuus, sum var gift við skaldinum Janus Djurhuus, Louisa, sum doyr átjan ára gomul, Kristianna, sum giftist til Norra, og so Debes Chistiansen, sum búsettist í Norðdepli.
Ternan á sleipistøð á Skála skipasmiðju. Ternan var høgd upp í 1934.
Langabbi Havnar Jógvan og synirnir keyptu sluppina Jubilee og seinni King Arthur. Seinni keyptu teir Ternuna, og tá hon var løgd keyptu teir Grundick. Sámal og Christian førdu hvør sína slupp. Sámal næm sær útbúgving í Føroyum, meðan Christian lærdi til skipara í Danmark. Eg minnist bara Sámal sum ein gamlan mann, ja, sum hann sær út forsíðumyndini. Tá Sámal gavst sum skipari, arbeiddi hann á Fiskasentralinum. Har var nógv virksemi, og millum annað høvdu tey ísvirki, og eg síggi fyri mær Sámal upp á loftinum og við spæli lyfta hesar stóru ísblokkarnar at koyra í knúsaran at knúsa til ís at geva fiskiføruni við bryggjuna. Eg hoyri fyri mær serliga ljóðið, tá ísblokkarnir vóru knústir til smærri ísstykkir og síðani leidd á flutningsbandi út til bátar og skip við bryggjuna. Hetta var spennandi hjá okkum ungu at hyggja at.
Húsini hjá Sámali og Kathrinu vóru bygd í 1907. Seinni bygdi sonur uppí húsini omaneftir. (Mynd Vagnur)
Tá í tíðini stóðu nógv smábørn á seiðabergi á Vesturu bryggju, og tað er mær fortalt, at mangan smádrong hevur Sámal bjargað úr sjónum, tá teir vóru áhalsnir og endaði útfyri. Tá var bjarningarvesturin ikki uppfunnin, men ein bjargingarkransur og ein stong hekk ymsastaðni á bryggjuni.
Ongantíð upplivdi eg abba mín Christian, tí hann doyði fyri eg var føddur, men eg fegnist um at hava hitt abbabeiggjan Sámal Christiansen. Hesin hugnaligi, siðiligi og fitti eldri maðurin. Mamma sigur, at Sámal var út fyri keðiligari hendin sum skipari, ein hending, sum píndi hann.
Teir vóru á veg heim av fiskileið. Veðrið var gott, og ein ungur maður liggur fram á lúnningina har frammi. Uttan iva í øðrum tonkum og gleðir seg at koma heim. Sluppin var tung í sjónum, og knappliga kemur ein alda upp um lúnningina har aftur og fer fram eftir dekkinum. Ungi maðurin, sum einki varnaðist, var lyftir upp um lúnningina og fór fyri borð. Maðurin sást ikki aftur. Tað var dapurt at síggja sluppina koma inn um Molan við merkinum í hálvari stong, sigur mamma. (Vagnur)
Áhugavert, at tey hava varðveitt barndómsheimið hjá Kathrinu og teimum. (Mynd Vagnur)
Jaspis og Ametyst avmyndaðir Tollaksmessumorgun. Næsta ár halda bátarnir jól í Klaksvík. Stevnið á Ennibergi kemur undan vinstrumegin og brúgvin á Breiðanesi úr Hvalba undan høgrumegin. (Mynd Vagnur)
Síðani barnaárini havi eg havt áhuga í fiskivinnuni, og mest sum hvønn dag leitar tú oman á Vestaru bryggju at hyggja, um okkurt áhugavert er at síggja. Myndin broytist altíð. Tollaksmessumorgun kom eg til hugs um fýra trolarar, sum ikki longur koma at landa til landingarmiðstøðina Barðið. Stórur missur fyri arbeiðsplássið. Talan er fyrst um Eysturbúgvan, sum sakk og Vesturbúgvan, sum ikki er í vinnu. Eysturbúgvin bygdur í 1990 og Vesturbúgvin í 1991 á Tórshavnar Skipasmiðju.
Landingarmiðstøðin Barðið missir ráðvøru, tá Jaspis og Ametyst fara til Klaksvíkar. (Mynd Vagnur)
Við sorgblídni hesa løtuna at síggja við bryggju Jaspis og Ametyst, sum síðani 2007 hava landað í Havn. Nú eru teir seldir til Klaksvíkar. Bátarnir báðir vóru í 1986 bygdir í Vági hjá J. Dahl Gørðum. Sniðið var fingið úr Fraklandi.
Jaspis og Ametyst vóru bygdir sum partrolarar við Bergen diesel motori og stórari skúvu. Hitti ein av manningini, sum segði mær, at bátarnir eru sjógóðir og hava góða tóvmegi. Men bátarnir eru ikki tíðarhóskandi hjá manningini, tí har er trongligt umborð. Bátarnir hava fiskað væl mest upsa. Lasta eini hundrað tons hvør um fimmhundrað kassar.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu í nógv, nógv ár í Havn. Við sorgblídni ikki longur at síggja hesar vøkru bátar. (Mynd Vagnur)
Jaspis og Ametyst hava havt fleiri eigarar síðani 1986. Frá 1986 til 1990 P/F Stuðul, Saltangará, 1990 til 1994 P/F Láganes, Saltangará, 1994 til 2003 P/F Kongshavnar trolarafelag, Saltangará, 2003 til 2006 P/F Snaraløkur”, Saltangará, 2006 – 2012 P/F Faroe Fish 1 Saltangará/Tórshavn og frá 2012 til 2023 P/F Ametyst Argir/Tórshavn,
Alt hevur sína tíð her á fold. Tað var tann tíð, tá 250 fólk arbeiddu á Bacalao, har virkið tók millum 10.000-14.000 tonsum av fiski undan Føroyum. Útróðrarbátar smáir og stórir, trolbátar og trolarar hvørt um annað landaðu til Bacalao. Ja, so alt virksemið á Tunnivirkinum og Tórshavnar skipasmiðju. Nógv góð minni longu frá barnarárunum. (Vagnur)
Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju. Ternan var upphøgd í 1934. (Mynd Tórshavn)
Eg havi áður skrivað um abba mín Christian Christiansen, sum eg ongantíð havi sæð, tí hann doyði í 1944. Men tá ið eg kom fram á mynd av sluppuni Ternuni, sum langabbi mín Havnar-Jógvan og synirnir Christian og Sámal keyptu frá Sørini Müller í 1910, helt eg, at myndin átti pláss á heimasíðuni.
Ternan, sum vit síggja á myndini, var bygd í Grimsby í 1877 og var 80,55 brt. Langabbi Havnar-Jógvan og synirnir keyptu sluppina frá Sørini Müller í 1910. Annars er at siga um Havnar-Jógvan, at hann sambært fólkteljingina í 1870 tá var komin til Eiðis at vera í handli har, sum danin Jens Jørgen Kruse skipari av Rømø rak fyri Jørgen Bech & Sønner. Á sumri 1879 kom Havnar-Jógvan og konan Elisabeth Mariane Debess, sum eisini var úr Havn, til Norðdepils at stjórna útihandli hjá Jørgen Bech & Sønner har norðuri. Havnar-Jógvan keypti seinni handilin í Norðdepli frá Jørgen Bech & Sønner.
Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.
Tá ið Christian og bróðurin Sámal, sum eru føddir á Eiði, vóru komnir til mans, keypti Havnar-Jógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Christian og Sámal nomu sær skiparaútbúgvin, Christian í Danmark og Sámal í Føroyum. Fyrstu árini førdi skipari úr Gøtugjógv “Jubilee”, men frá ár 1900 førdi abba hana, til teir heystið 1903 keyptu sluppina King Arthur, sum gjørdist ein av kendu havnarsluppunum inn til seinna heimsbardaga. Christian abbi og bróðurin Sámal fluttu til Havnar og bygdu sær hús við Landavegin. Abbi bygdi húsið í 1902, og Sámal nakað seinni.
Á heystið í 1909 endaði “Jubilee” sínar dagar sum vrak í Skotlandi. Sluppin var á veg til Bretlands við fiski, tá ið hon kom ov nær landi í Skotlandi, har útgrunt og flúrut er, og har endaði Julilee sum vrak. Stutt eftir keyptu teir “Ternuna” frá Sørini Müller úr Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd, og annað skip “Grundick” keypt í staðin, so brøðurnir Christian og Sámal høvdu framvegis tvey skip at føra. (Vagnur)
Ikki klár men áhugaverd áhugaverd mynd. Mangan var trongligt við flakan, sum lá útfyri Fiskasentralin. (Familjumynd)
Fekk áhugaverdu myndina omanfyri sendandi fáa abbasoni Jens Paula av Reyni, sum 29. august 1942 stovnaði P/F Havnar Fiskasentralur. Í fyrstu nevndini vóru Jens av Reyni, Ebba Müller, Christian í Hvannasundi, Jacob á Trøðni og B. Hussted Andersen, sakførari. Áhugavert eisini, at abbi mín Christian í Hvannasundi er í nevndini, men abbi doyði longu í 1944, og íshúsið ikki liðugtbygt fyrr enn í 1945. Havi áður skrivað nakað um Fiskasentralin, men vil leggja nøkur orð aftrat, tí alt á Vesturu bryggju hevur áhugaverda søgu.
Áhugaverd mynd, sum er tikin fyri 1950-árini, tí teir eru ikki byrjaðir at gera bryggjuna longs Bacalao. Bryggjan var liðug í 1954..
Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar. Keyptu fisk at frysta og selja. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu egna frystiboks á Fiskasentralinum. Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini minnist eg abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Meini, at Mortan Carlsen í nøkur var motorpassari á ísvirkinum. Jens av Reyni sonur Jens Paula arbeiddi eisini. nógv ár Fiskasentralinum.
Havnar Fiskacentralur keypti Silver Spray í 1959 og selur hana til Herman Hermansen í 1973. Minnist væl Silvur Spray liggja við bryggju við Fiskasentralin. (Familjumynd)
Fiskasentralurin var av størstu frambrotum, tí í 1942 var eingin verulig bryggja har á leiðini. Tað tók eini trý ár at fáa bygt virkið, áðrenn klárt var at byrja virksemið. Lagdur var flaki framman fyri virkið sum atløgubryggja. Rør varð stungið út til skipini, so ísurin fekst umborð. Vit unglingar vóru forvitnir, og vit sluppu mangan upp á loftið at síggja, hvussu stóru ísblokkarnir vóru frystir fyri seinni at vera heysaðir upp úr stóra fyrsti karinum og í ísknúsaran. Serliga óljóðið frá ísknúsaranum hoyrdist niðan í Hornabø.
Myndin er frá 1946/47. Sandingar landa kalva til Fiskasentralin. Bryggjan var gjørd úr timbri sum stórur flaki. (Familjumynd)
Fyrstu nógvu árini kundi virkið framleiða tredivu tons av ísi um døgnið, men seinni hálvtrýss tons. Fiskasentralurin hevði eisini nógvan handil við agni, sum teir seldu til stóra partin av útróðrarflotanum. Agnið var skorið av sild keypt frá føroyskum skipum, og makrelur til agn var keyptur frá norskum skipum. Fiskasentrarulin seldi eisini nógvan ís til norskar bátar í býti við kalva, sum norðmenn dugdu væl at hagreiða.
Fiskasentralurin átti Hólmasund TN 240 sum landaði einans til Fiskasentralin. (Familjumynd)
Fiskasentralurin seldi eisini fitt av kjøti, fugli og tvøsti til matstovur og Landssjúkrahúsið, og í 1970 var farið undir at reka vanligan handil við matvørum. Minnist væl, tá talið av handlum øktist, og fyritøkurnar høvdu frystigoymslu á Fiskasentralinum. Fólk høvdu tá ikki frystiboks heima men kundu leiga boksir frá Fiskasentralinum.Boksirnar vóru fimm hundrað í tali, tá tær vóru flestar. Alt hevur sína tíð her á fold, Tíðirnar í Føroyum gjørdust betri og betri. Flakavirki komu kring landið, og fólk fingu sær frystiboks heima, og víð tíðini var tíðin farin frá Fiskasentalinum.
Gustav á Sundi átti deksbátin HELENU. Gustav fiskaði kalva øll 50 – árini og fram til 1966. Jakke sonur Gustav átti bátin Tjørnunes, sum eisini fiskaði kalva. Tað hoyrist millum manna, at kalvi fæst ikki við Føroyar. Hann er oyddur, segði fiskimaður mær.
Í 1985 lat Fiskasentralurin aftur, og húsaognin seld Tórshavnar skipasmiðju. Tórshavnar skipasmiðja nú Mest bygdi verkstaðsbygning á staðnum, tá gomlu bygningarnir vóru tiknir niður. Løgið at spáka og hugleiða niðri á Vestaru bryggju. Nógv virksemið á Skipasmiðjuni og skip landa til Landingarmiðstøðina. Fiskur, sum fer víðari til virki aðrastaðni í Føroyum. Men eingin er Fiskasentralur, flakavirki, tunnuvirki og saltsøla. (Vagnur skrivað januar 2023)
Jens Pauli av Reyni (1913-1988) uttanfyri Fiskasentralin. Ísurin gjørdur í ovaru hædd og síðani fluttur á bandi umborð á skipini. Á myndini er bryggjan gjørd. Hon var liðug í 1954. (Familjumynd)