Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Silver Spray frá 1916 bleiv til stuttleikabát – virði 10 milliónir

$
0
0
Silver Spray var í 1929 keypt til Føroya. Fyrst í 1980 – árunum fór báturin til Niðurlond at umvælast til stuttleikabát.

Tá greinin um Fiskasentralin herfyri bleiv skrivað, kom eg at hugsa um Silver Spay, sum Jens av Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlinum í 1929 keyptu úr Niðurlondum. Minnist væl Silver Spray, sum avreiddi til Fiskasentralin. Minnist eisini, tá Silver Spray í nøkur ár lá fyri teymi í Vágsbotni, eftir at vera tikin úr vinnu. Men hvar endaði Silver Spray, eftir at báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980-árunum. Silver Spray var í 2016 bygdur sum loðsbátur á skipasmiðjuni Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum.

Silver Spray er farin úr viinnu og liggur fyri teym í Vágsbotni. Fyrst í 1980-árunum fór Silver Spray aftur til Rotherdam.

So at leita og spyrja. Besta kelda er fyrst vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen, sum er nørdur, tá talan er um bátar og skip. Síðani at spyrja Hans Jákup Hermansen beiggja Herman Hermansen, sum saman við øðrum keypti Silver Spray frá Fiskasentralinum. Hetta var í 1973. Herman og teir ætlaðu at brúka skipið til skeljaveiðu, skjóta sildreka og grindahval, sum var seldur til matna ella saltað. í greinini er mynd frá 1930 av Silver Spray við fullum seglum liggja fyri teym skamt úr Tinganesi. Navnið Silver Spray er sprottið frá bógbrotinum, sum kemur frá stevninum, tá báturin sker seg gjøgnum sjógvin. Síggi, at hálendingar skriva lítil skonnart um Silver Spray.

Hesir báðir keyptu Silver Spray í 1929. Teir stovnaðu eisini í 1930 Havnar Kol – og sementhandil. Virknir vinnulívsmenn. Mynd: Havnin – fólk og yrki.

Í 1936 keypir M. A. Godtfred í Vági Silver Spray, og er báturin heimahoyrandi í Vági til Christian Hom Jacobsen í 1951 keypir bátin. Í 1959 keypir Havnar Fiskasentralur Silver Spray og selur bátin í 1973 til Herman Hermansen og aðrar. Havi spurt Hans Jákup Hermansen beiggja Herman, hvat Herman og teir ætlaðinu var við bátinum?

Frá 1936 til 1951 var Silver Spray heimahoyrandi í Vági. Á myndini er Silver Spray TG 772 til umvælingar á Tórshavnar skipasmiðju.

– Silver Spray var bygdur í Niðurlondum í 1916 sum loðsbátur. Bygdir vóru fleiri slíkir bátar, og í dag eru tveir eftir, annar er Silver Spray. Sjálvur var eg við Silver Spray í 1976. Vit dreggjaðu eftir skeljum, skutu grindahval og Sildreka. Silver Spray var væl egnaður til slíka vinnu, tí báturin hevði portur á síðuni, so lætt var at fáa fongin inn á dekkið. Har vóru hvalirnir skornir upp, sum var selt til matna ella saltað..

Jens Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlunum keyptu í 1929 Silver Spray úr Niðurlondum. Á myndini liggur Silver Spay fyri teym skamt úr Tinganesi. Myndin er frá 1930. 

– Eg havi fylgt eitt sindur Silver Spray, síðani báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980 – árunum. Skrokkurin er úr tjúkkum jarnplátum, sum ikki eru sveisaðar saman men klinkaðar saman við jarnnaglum. Minnist, at einaferð mátti Silver Spray á sleipistøð, tí tað lak har afturi. Tá var jarnið blivið nakað tunt við stevnurørið. Annars var alt annað í besta standi, sigur Hans Jákup.

Silver Spray fór frá at vera loðsbátur til fiskibát og síðani til marglætisbát.

Finn Bjørn sendi mær myndir av Silver Spray, sum er vorðin kostnaðarmikil stuttleikabátur. Tá talan er um gomul skip og sluppir, so vóru gomlu sluppirnar søktar millum oyggjarnar. Gamlir trolarar vóru høgdir upp og endaðu sum gamalt jarn. Tú kundi spurt, hví hálendingar vildu hava bátin aftur fyri síðani at gera hann til kostnaðarmiklan stuttleikabát. Tað má uttan iva var okkurt serligt við skokkinum/sniðinum.

Hugalig sjón at síggja. Havi skilt, at manningin eru fýra umborð, tá báturin siglur við ferðafólki. Oljutankin tekur 4000 litir og vatnttankin 5000 litrar.

Skokkurin á Silver Spray má vera gjørdur í góðum tilfari, tá báturin er frá 1916, og í 2024 siglir Silver Spray sum ”lystjakt” í Miðjarahavinum. Síggi, at báturin nú er til sølu fyri tíggju milliónir krónur. Tað var skipasmiðjan Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum sum bygdi fleiri loðsbátar. (Vagnur)

 

(Vagnur)

The post Silver Spray frá 1916 bleiv til stuttleikabát – virði 10 milliónir appeared first on Hvannrók.


Kollafjørður skuldi ongantíð lagt saman við Tórshavnar kommunu

$
0
0

 

Haldi, at Kollafjørður kom at gjalda høgan kostna at leggja saman við Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at hoyra í Útvarpinum formannin í havnarnevndini i Havn siga, at í skuffu á Vaglinum liggur 25 ára langur leigusáttmáli klárur at skriva undir við estlendsk felag. Talan er um leigu av stórum øki á Oyrareingjum, har móttøkupakkhús skal byggjast til russiska flotan, sum fiska við Føroyar. Tibetur kemur hesin sáttmálin uttan iva at liggja í skuffuni í allar ævir.

Í rúma tíð hava vit hoyrt, at fólkatalið í Kollafirði er minkað nógv, síðani Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu. Serliga nevna fólk vantandi grundøki, men í mínum hugaheima eru sanniliga eisini aðrar orsøkir.

Í nógv ár hava vit hoyrt kollfirðingar átalað larmin frá skipum og serliga russisku skipum. Veit um fólk, sum eru flutt úr Kollafirði til Havnar orsakað av óljóði og mistrivna. Heimafriður hevur seinastu árini hvassliga funnist at serliga Tórshavnar – Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, tí ikki er eydnast at fáa bilbukt við nógva óljóðinum. Men tíbetur er røddin frá Heimafriði tagnað, serliga eftir havnarstongsulin frá larmandi russiskum skipum.

Tosaði í heyst við konu á Signabø í sambandi við 125 ára gamla bátin Greivan, sum stendur í neysti hjá bónda á Signabø. Konan segði mær, at alt tos um óljóð á Signabø er mest sum tagnað. Eingi larmandi russisk skip, og at fleiri uppsjóvarskip hava broytt motorútstoytini, so ikki larmar so illa.

Vit hava eisini hoyrt í Útvarpinum, at Tórshavnar kommuna nú bjóðar kollfirðingum og øðrum grundøki fyri serkostnað í Kollafirði. Alt gott um tað. Men tú kanst ikki roknað við, at fólk seta búgv í Kollafirði og serliga á Signabø uttan trygd um framtíðar trivnað. Her eru larmandi skipini sjálvandi viðspælari í avgerðini hjá hesum fólkum.

Tað er púra vilt at skrivað undir 25 ára sáttmála við estlendsk felag um móttøkubygning til russisk skip, samstundis at tú roynir fáa fólk at seta búgv á Signabø og aðrastaðni í Kollafirði. Vónandi kemur hesin sáttmáli í allar ævir at liggja í skuffu á Vaglinum, sum formaðurin í havnarnevndini sipar til. Grótið frá Vágatunlinum skuldi ongantíð verið blakað á sjógv á Oyrareingjum. Áður vakra náttúruøkið er mest sum oyðilagt.

Tá vit hoyra, at fólkatalið er minkað í Kollafirði síðani samanleggingina við Tórshavnar kommunu, so havi eg altíð hildið, at Kollafjørður hevði staðið seg nógv betur, um ikki var farið upp í Tórshavnar kommunu. OK. Frálík ítróttahøll var bygd, men tað nyttar ikki nógv, um fólkatalið minkar og ov fáir ungdómar eru at koma í høllina. Sjálvandi høvdu kollfriðinar megnað at bygt høll uttan hjálp úr Havn. Tað siggja vit aðrastaðni í Føroyum.

Onkur kundi spurt, hví eg ditti mær at koma upp í kjakið um Kollafjørð. Havi ávísa kenslu fyri bygdini, tí eg kom nógv har serliga í mínum ungdómsárum, tí ein mammubeiggi giftist til Kollafjarðar. Kenni heilt nógvar kollfirðingar, ja, so havi eg spælt hondbólt á sinni ímóti kollfirðingum bæði í Hólmanum og í skúlagarðinum. Skrivað februar 2024. (Vagnur)

The post Kollafjørður skuldi ongantíð lagt saman við Tórshavnar kommunu appeared first on Hvannrók.

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>