
Gjørdi HSF rætt, vóru boð send til hini norðanlondini um at senda hondbóltsdómarapør til Føroya at dømt komandi FM-finalurnar. Tey somu fáu A-dómarapørini hava í grundspælinum dømt tey somu liðini so ofta, at sambandið millum spælarar, venjarar, dómarar og áskoðarar er uppslitið. Ein spælari segði mær, at sama dómarapar hevði dømt seg helvtina av dystunum í grundspælinum. Eg síggi eisini á dómaraseðlunum, at tað eru bara trý dómarapør, sum sleppa at døma toppliðini, meðan onnur dómarapør sleppa bara at døma kvinnudystir.
Tey hevði verið sunt fyri bæði áskoðarar, spælara, ja, okkum øll, um útlendsk dómarapar ella dómarapør komu til Føroya at dømt komandi FM-finalurnar í hondbólti. Dómaratrupulleikarnir í Føroyum er ikki batnaðir seinastu nógvu árini. Her hugsi eg ikki um, hvussu dómarar døma, men um talið av A-dómarum, og at HSF gevur summum feløgum fríspæl, tá talan er um at døma dystirnar í bestu deildini.
Tildømis hava stór feløg sum Neistin og VÍF einki A-dómarapar í løtuni, og hetta líkist púrt ongum. Síggi eisini, at uttanvelta døming framvegis ikki er í føroyskari døming, tí eitt kyndilsdómarapar dømdi Kyndil og H71 sunnudagin, og sama dómarapar dømdi seinastu dystirnar millum Kyndil og Neistan. Hetta er ikki nóg gott, tá vit vilja vera partur í altjóða hondbóltsfamiljuni. Haldi, at fólkini í dómarafelagnum hava skeivan hugburð og gera ikki nóg gott heimaarbeiði, má eg siga. Tá bara dómarapørini Gert Hansen/Agnar Dam og Eyðun Samulesen/Thomas Juul Thomsen og Uni Wardum/Hannis Wardum sleppa at døma ovastu mansliðini, so uppstanda sjálvandi trupulleikar.

Gert og Agnar spæla jú fótbólt, og Eyðun er av og á uttanlands og dømir, ja, so eru ikki nógvir dómarar eftir til at taka. Vit eru framvegis í tí støðu, at HSF er noytt at leggja landskappingina soleiðis, at dómarar eru tøkir til dystirnar. Hetta líkist ongum. Eg havi tosað við fleiri útlendsk dómarapør, sum hava dømt í Føroyum. Útlendsku dómararnir siga mær, at tað kemur ikki fyri í teirra landi, at dómarar døma tveir toppdystir sama dag, sum mangan kemur fyri í Føroyum.
Sum dómari fyrireikar tú teg til ein dyst ella rættari sagt eina uppgávu eins og spælarar gera. At døma tveir fyljgandi dystir í bestu deildini kemur slett ikki fyri í Noregi, søgdu ungu dómararnir, sum vóru í Føroyum. Dómaradygdin fellur, tá slíkt fer fram, søgdu teir báðir. Tí sigi eg við HSF: Sendið boð eftir útlendskum dómarum at døma FM-finalurnar, tí so sleppa spælarar, venjarar og áskoðarar fyrst og fremst at uppliva uttanveltaða døming. ja, og spælarar sleppa at síggja nýggj dómaraandlit.
So kundi onkur sagt, at okkara A-dómarar mugu eisini sleppa at døma FM-finalurnar, har nógv er upp á spæl og nógvir áskoðarar. Jú, gamaní, men hevði HSF og harvið feløgini ikki havt sovið í tímanum í afturvendandi dómaratrupulleikanum seinastu nógvu árini, so var eingin trupulleiki. Vóru nógmikið av A-dómararum at døma dystirnar, so vóru spælarar, venjarar og áskoðarar ikki noydd at sæð teir somu dómararnar viku um viku í heilan vetur. Og eisini í FM-finalunum. (Vagnur)