
Mansvenjarin hjá Kyndli Julian Johansen er fyrikomandi venjari, sum er í serstøðu í føroyskum hondbólti. Hann brennur so nógv fyri at venja hondbóltslið, at hann sum 26 ára gamal hevur lagt sítt egna hondbóltsspæl á hillina í hvørfall fyribils, tí Julian skal eisini venja kyndilsmenn næsta kappingarár. Ikki er heilt greitt enn, hvør verður hjálpavenjarin. Eg havi spurt Julian, hvussu hann er nøgdur við fyrsta árið sum mansvenjari, og um hann saknar at spæla hondbólt sjálvur. Julian sigur soleiðis:
– Mær dámar væl at bestemma og leiða, og eri eisini deildarleiðari hjá LM – Electric. Longu sum fjúrtan ára gamal vandi eg ungdómslið, og sum spælari í bestu deildini vandi eg eisini ungdómslið, har eg mangan hevði ábyrgdina av tveimum liðum. Havi altíð hildið, at tað er meira spennandi at vera venjari enn spælari. Eg havi tikið eitt venjaraskeið í Danmark og tvey skeið í Føroyum.

– Nú var tað soleiðis, at tað vóru nevndin í Kyndli og spælararnir sum yngstu, at eg skuldi venja mansliðið. Eg var ikki sjálvur á spælarafundinum, tá hetta var avgjørt. Tá eg so var spurdur um uppgávuna, tók eg av. Sjálvandi er heilt serligt at venja spælarar, sum tú hevur spælt saman við, og sum eru tínir vinir. Bárður Johannessen gjørdist hjálparvenjari, og eg má siga, at spælararnir hava góðtikð meg, og mær hevur dámað heilt væl at vant menninar.
– Vit fingu ikki góða byrjan í heyst, og har vóru orsøkir, sum eg sjálvur ikki kundi gera nakað við. Spælarar sum David og Hørður vóru eisini skaddir, so tað sá ikki gott út frá byrjan. Turbulent byrjan, má eg siga. Eingin umbering at siga hesi orð, men vit hava kanska spælt við fullmannaðum liði tveir/tríggjar dystir í kappingarárinum. Fyrsta dystin við fullari manning spældu vit, tá vit vunnu við tíggju málum á VÍF í Havn. Og so nú í seinastuni, har vit millum annað vunnu á H71, sigur Julian.

– Tú spyrt meg, um eg sakni at spæla sjálvur. Slett ikki, tí nú skal sigast, at eg var ongantíð tann heilt stóra stjørnan sum hondbóltsspælari. Og ikki hevði eg nóg góð evni at lyfta stóru uppgávuna sum miðspælari fyri Høgna Klein, sum var fantastiskur miðspælari. Eg skal eisini venja kyndilsmenn næsta kappingarár, og nú vit eru í endanum í grundspælinum, royna vit at enda kappingina væl.
– Vit hava teoretiskan møguleika at ná FM-finalurnar, men møguleikin er heilt lítil. Snáva VÍF og KÍF, so taka vit sjálvandi av, og í løtuni er kyndilslið so mikið væl mannað, at vit eins og H71 kundu vunnið meistaraheitið. Men vit hava sjálvir blakað okkum møguleikan burtur, tað er so tað, sigur fyrikomandi mansvenjarin Julian Johansen at enda.
Støðan í mansdeildin er í løtuni, at Kyndli endar á 29 stigum, meðan VÍF kann náa 32 stig og KÍF náa 30 stig. VÌF og KÍF spæla í Kollafirði tann 13. apríl, og har má KÍF vinna við fleiri enn tólv málum til tess at gerast betri í innanhýsisúrslitum. Seinasta dystin spælir VÍF ímóti Neistanum í Vestmanna, og KÍF skal spæla ímóti H71. Eingin ivi um, at VÍF hevur annað beinið í FM-finalunum. (Vagnur)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 23 | 625 | 512 | 113 | 37 |
2 | VÍF | 22 | 627 | 584 | 43 | 28 |
3 | Kyndil | 23 | 623 | 563 | 60 | 27 |
4 | KÍF | 22 | 513 | 473 | 40 | 26 |
5 | StÍF | 22 | 577 | 580 | -3 | 22 |
6 | Neistin | 22 | 544 | 553 | -9 | 16 |
7 | Team Klaksvík | 22 | 498 | 742 | -244 | 0 |
Støðan hjá Kyndli er í løtuni, at (Vagnur)