
Tá eg fyri kappingina seinasta heyst las hondbóltsblaðið Hondbóltur 2015/16, hugsaði eg mítt, tí í spælarahópinum hjá VB vóru bara tíggju nøvn harav tríggir útlendingar. Spælarin Helga E. Kjærbo sigur við blaðið, at tað kemur at liggja stórt trýst á VB-spælarum, tí spælarahópurin er so smalur. Nú eru vit í apríl mánað, og grundspælið er um at enda. Niðast er VB við seks stigum, og hetta má uttan iva vera vánaligasta árið hjá VB kvinnum seinastu tjúgu árini. Alt hevur eina orsøk, og tað havi eg tosað við forkvinnuna í VB um, sum eitur Vígdis Nolsøe, og hon sigur.
– Vit vistu, at spælarahópurin var smalur, og at VB-kvinnur fóru at hava torført at fóta sær í bestu kvinnudeildini. Men at tað fór at ganga so illa, droymdu vit ikki um. Tað hevur verið stríggið hjá liðnum í vetur, serliga tí spælarahópurin er sárbærur. Liðið tolir ikki at missa kanska tveir spælarar vegna skaða, tí vit hava ongar aðrar spælarar at seta í staðin. Tilgongdin av spælarum er lítil og kanska okkurt árið ongin, tí er torført at fáa puslispælið at ganga upp.
– Ikki klárar VB liðið seg uttan nakrar útlendskar spælarar, og tað er misjavnt, hvussu hevur eydnast at fingið fatur í nóg góðum útlendingum. Ein útlendskur spælari skal kunna lyfta liðið munandi, og her hevur skortað í fleiri førum seinnu árini. Trupuleikin hjá okkum er, at fast samband er ikki við meginlandið. Tú kanst ikke koyra úr Havn til Vágs til venjingar, sum tú kanst í miðøkinum. Tá miðnámsskúlin er liðugur, fara nógvar ungar gentur úr Vági undir víðari lestur. Og tá árgangirnir eru smáir, so merkist hetta sjálvandi.

– Hondbóltur í Vági er eisini í stórari kapping við aðrar ítróttagreinar her suðuri. Tað gongur væl í svimjingini, so er tað fótbólturin, og á Tvøroyri spæla tey flogbólt. Eg haldi eisini, at forstáilsi frá HSF fyri støðuni hjá VB er ikki nóg gott. VB lið vera koyrd í ov sterkar bólkar, og tá so VB liðini kanska tapa ov nógv, kann vera torført at fáa spælarar at fara norðanfjørðs og trívast. Eisini sýnist, at summi lið norðanfjørð hava trupulleikan at koma suður um Hovsegg. Fleiri lið møta ikki upp í Vági,
– Tá alt omanfyri er sagt, so ætla vit ikki at blaka handklæðið í ringin, sjálvt um framtíðarvánirnar ikki eru so góðar við spælarum. Ùtlendingar koma framvegis at vera í Vági, og vit royna nú at finna venjara til komandi kappingarár. Vit samráðast eisini við núverandi útlendingar um at halda fram, sigur Vígdis at enda.

Nú havi eg fylgt VB, síðani eg byrjaði at spæla hondbólt sum smádrongur. Havi mangan hugsað, hvussu tey har suðuri orka at halda lív í hondbóltinum og øðrum ítrótti. Tí vágbingar skulu brúka nógv meira tíð til ítróttin enn vit norðanfjørð. Tú koyrir ikki bara til dyst, og so fer til húsa aftur, tá dysturin er liðugur. Tað er heilt dagsverk hjá ungdóminum bara at fara norðanfjørðs at spæla ein dyst. Sjálvandi dáma tey væl at spæla hondbólt, men tú skalt í øllum veðri av bygdini í miðal annanhvønn dyst.
Ja, so haldi eg, at HSF skal hjúkla um hondbóltin, sum hevur slíkar umstøður sum VB. Vit hava slett ikki ráð, at okkara hondbóltsfamilja minkar, og at hondbóltur bara verður spældur í miðøkinum. Tá gerst hondbóltsspælið ógvuliga fátækt í Føroyum, má eg siga. Tað er gleðiligt eisini at hoyra Vígdis siga, at fólk í Vági er góð við VB, og tað stendur ikki á at fáa fólk at hjálpa, tá okkurt tiltak skal gerast. (Vagnur)