Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Team Klaksvík mugu vit hava í bestu deildini

$
0
0
Kristian Andreasen er formaður í Team Klaksvík.
Kristian Andreasen er formaður í Team Klaksvík.

Tað vóru døpur tíðindi at hoyra fyri nú nógvum árum síðani, at Stjørnan úr Klaksvík var givin við dreingja- og manshondbóltinum. Stjørnan hevði í millumbilum heilt gott manslið og fleiri góð dreingjalið, men so fánaði hetta virksemi burtur í felagnum. Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu heilt góðan byr, men fyri okkum á síðulinjuni, var hetta ikki nøktandi, tí sjálvandi skuldi dreingja- og manshondbóltur eisini spælast í Klaksvík. Í 2006 frættu vit so gleðistíðindini, at tey høvdu stovnað hondbóltsfelagið Team Klaksvík, sum var meira enn vælkomið í hondbóltsfamiljuna. 12. september í ár fyllir Team Klaksvík tíggju ár. Eg havi hitt formanin í felagnum Kristian Andreasen og spurt hann um framtíðina hjá felagnum, og um, hvussu støðan í felagnum er í løtuni. Og Kristian sigur soleiðis:

– Sjálvt um mansliðið einki stig hevur fingið í vetur, so sær bara hampuliga út í Team Klaksvík. Vit hava átta lið við í landskappingini, og eru eisini trý U8 lið. Ein av trupulleikunum hjá okkum er, at vit fáa ikki nøktandi tímar í hallunum. Vit hava trettan venjingartímar, og tað er í lagi, men seks av tímunum er fyri klokkan fýra á degi, og tá er torført at fáa fólk at venja tey ungu. Vit hava trý U8 lið, síðani høvdu vit tvey lið dreingir 10 ár, har eitt lið er tikið úr kappingini. Tvey eru liðini  dreingir 12 ár, og eitt lið dreingir 14 ár, sum hevur møguleikan at vinna B-bólkin. Ja, so eru tað dreingir 16 ár, eitt 2. deildarlið og mansliðið.

Vónandi fær Team Klaksvík mannað eitt gott lið til næsta kappingarár. (Mynd Norðlýsið)
Vónandi fær Team Klaksvík mannað eitt gott lið til næsta kappingarár. (Mynd Norðlýsið)

– Sólskinssøgan í vetur eru dreingir 12 ár, sum Janus Norðberg venur. Liðið spældi steypafinalu og endaði sum tvey á í A-bólkinum. Heri Johnsson er samskipari í felagnum, Bogdan venur dreingir 10 ár, og so eru onnur, ið hjálpa til. Venjari hjá monnunum er Michael Ericsson, sum er svii, og sum eisini venur kvinnurnar hjá Stjørnuni, sigur Kristian.

Ikki kann vera lætt at halda menn til eldin, tá liðið tapir allar dystirnar. Team Klaksvík hevur okkurt árið havt heilt gott manslið, og tá komu nógvir áskoðarar í høllina. Besta árið var, tá ið liðið fekk fimtan stig. Og hetta spyrji eg eisini Kristian um.

– Fær liðið hjá okkum góð úrslit, so koma áskoðarar at hyggja at dystunum, men tá illa gongst í hond, so fækkast áskoðarnir hjá Team Klaksvík. Team Klaksvík hevur í vetur spælt fleiri heilt góðar dystir, men breiddin á liðnum er ov lítil, og tí eru fleiri dystir taptir seinast í dystinum. Tá tú spyrt um framtíðina, so havi eg verið við frá byrjan, men nú gevist eg í nevndini. Verður rætt atborið og rætt bygt um, so hevur Team Klaksvík eina góða framtíð í føroyskum hondbólti, men tað tekur ár at byggja upp.

Tað er mítt ynski, at Team Klaksvík framhaldandi spælir í bestu deildini. (Mynd Norðlýsið)
Tað er mítt ynski, at Team Klaksvík framhaldandi spælir í bestu deildini. (Mynd Norðlýsið)

– Røddir eru hoyrdar, sum ynskja Team Klaksvík úr bestu deildini, men hetta koma spælararnir sjálvir at gera av. Teir vera ikki tvingaðir at spæla í bestu deildini, tí tað tænir ongum endamáli. Trupulleikin í manshondbóltinum er, at um Team Klaksvík tildømis spælir eitt ár í 1. deild, so er tað bara Team Klaksvík, sum kann flyta upp, tí øll hini liðini í 1. deild hava lið í bestu deildini. Men skal Team Klaksvík vera lív lagað, so mugu eldsálir til. Og í Team Klaksvík eru nakrar eldsálir, og eg ivist ikki í, at Team Klaksvík eisini spælir í bestu deildini næsta kappingarár.

Team Klaksvík hevur sínar trettan venjingartímar í Badmintonhøllini, sum er høllin til vinstru. (Mynd Vagnur)
Team Klaksvík hevur sínar trettan venjingartímar í Badmintonhøllini, sum er høllin til vinstru. (Mynd Vagnur)

– Framtíðin hjá Team Klaksvík stendur og fellur við, um felagið ger gott ungdómsarbeiði og hjúklar um tey ungu við góðari venjing. Kanska vóru vit á sinni ikki á rættari kós, tá vit útvegaðu dýrar útlendskar spælarar. Tað er hetta við fíggjarligum stuðlum, sum strevið er at fáast við hjá nevndarlimunum, sigur Kristian at enda.

Tað er mín inniliga vón, at tey í Klaksvík sláa manngarð um Team Klaksvík, tí dreingja- og manshondbóltur má eisini spælast í Klaksvík. Vóni, at tey finna níggjan formann, sum kann menna felagið, sum Fríðin Ziskason, Kristian Andreasen og onnur slóðaðu fyri í 2006. Eg vll hervið venda aftur til yvirskriftina: Mítt stóra ynski er, at Team Klaksvík má og skal hava lið í bestu deildini.

Men so er spurningurin, hvussu eggjandi tað er hjá spælarum at spæla heilan vetur uttan at vinna dyst. Og eg síggi í hagtølunum, at í nógvum dystum eru tapini alt ov stór. Team Klaksvík skjýtur tó nógv mál í fleiri dystum, men so gongur  av skriðuni, tá málið skal verjast. Spennandi at fylgja við, hvørja kós nýggi formaðurin og harvið nevndin í Team Klaksvík fer at seta, tí eitt er vist, at nýggj kós má setast hjá mansliðnum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082