Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Mikukvøldið var Havnarbáturin drigin úr neystinum í Álakeri

$
0
0
Góð kensla at síggja Havnarbátin vera drigin úr neystinum. (Mynd Vagnur)
Góð kensla at síggja Havnarbátin vera drigin úr neystinum. (Mynd Vagnur)

Góð kensla mikukvøldið at koma oman í Álaker við myndatólinum, tí nú skuldi Havnarbáturin fyrstu ferð flotast í hesum róðrarárinum. Gitingar hava verið, hvørji 10-mannafør rógva í summar, og fyri meg og onnur, sum eru góð við Havnarbátin, er av heilt stórum týdningi, at Havnarbáturin er mannaður. Ikki er lætt at manna stóru bátastøddirnar kring landi, og tí var eg glaður at síggja Havnarbátin leggja frá landi og fara fram við Argjalandi.

Spennandi og áhugaverd manning, má eg siga, tí umborð sita nakrir “eldri” royndir rógvarar og so nakrir ungir rógvarar. Mest sum allir rógvararnir hava roynt at vunnið FM-róðrar og eisini meistaraheiti. Vit tosa ikki um aldur, tí aldurin á rógvarunum er millum seytjan og hálvthundrað ár. Fýra av manningini sótu umborð á Hvessingi í fjør, tá báturin vann á vestanstevnu, og onkur hevur áður róð við Havnarbátinum. Jú, eg eri heilt væl nøgdur við manningina.

Róðurkvinnan eitur Durita Fagradal Augustinussen. Á lærbekki sita Ingi W. á Tórgarð bakborð og Fróði Magnussen stýriborð. Á eysrúmsbekki sita Steinar W. á Tórgarði bakborð og Regin Holm Poulsen stýriborð. Á rúmbekki sita Rólant Michelsen stýriborð og Annfinn Debes bakborð. Á bógbekki sita Eli Nielsen stýriborð og Robert Gásadal bakborð og á toftubekki sita Olaf Vesturgarð stýriborð og Christin Djurhuus bakborð. (Mynd Vagnur)
Róðurkvinnan eitur Durita Fagradal Augustinussen. Á lærbekki sita Ingi W. á Tórgarði bakborð og Fróði Magnussen stýriborð. Á eysrúmsbekki sita Steinar W. á Tórgarði bakborð og Regin Holm Poulsen stýriborð. Á rúmbekki sita Rólant Michelsen stýriborð og Annfinn Debes bakborð. Á bógbekki sita Eli Nielsen stýriborð og Robert Gásadal bakborð og á toftubekki sita Olaf Vesturgarð stýriborð og Christian Djurhuus bakborð. (Mynd Vagnur)

Nú havi eg ikki kannað, hvørji 10-mannafør eru við í vetur, men fyrr í vikuni sá eg Drekan reyða á vágni, og Eysturoyingur er mannaður. Haldi eisini, at Ormurin er mannaður, og so tosa menn um Nólsoyingin. Eg vóni, at 10-mannaførini í hvørfall vera fimm bátar. Ein bátur í miðjuni við tveimum bátum um stýriborð og bakborð. Til stuttleika kann nevnast, at á lærbekki umborð á Havnarbátinum sita Ingi W. á Tórgarði og Fróði Magnussen. Tað eru júst í ár tretivu ár liðin, síðani teir sum unglingar sótu á lærbekki umborð á 5-mannafarinum Bliki av Argjum, og teir sótu eisini á lærbekki umborð á Hvessingi, sum vann á vestanstevnu í fjør.

Menn vóru spentir at draga Havnarbátin úr neystinum. (Mynd Vagnur)
Menn vóru spentir at draga Havnarbátin úr neystinum. (Mynd Vagnur)

Ì ár eru tjúgu ár liðin, síðani eg av álvara aftur fekk áhuga í Havnarbátinum. Tað var av tilvild, at eg í 1996 kom at stima við 10-mannafarinum, og tá vit so vunnu meistaraheitið hetta árið, var eg seldur. Eg elski hetta 10-mannafarið. Nù verður ikki stimað longur, millum annað, tí í bátinum er ferðmátari. Men eg fylgi væl við, eg havi nógv góð minni saman við rógvarum, og so er hugaligt at koyra oman á Vestaru bryggja at hyggja at kappróðrarbátum. Um teir so eru reyðir, hvítir ella bláir eru líkamikið. Altíð vøkur sjón at síggja kappróðrarbátar venja á vágni.

Eg má eisini nevna, at tað var Bjarti Mohr nevndarlimur í Havnar róðrarfelag, sum fekk mannað Havnarbátin. Tað vóru tveir bólkar, sum ætlaðu at manna bát, men nóg mikið av rógvarum vóru ikki til Havnarbátin. Tí kom Bjarti við uppskotinum at seta nakrar ungar rógvarar saman við nøkrum eldri rógvarum. Frálíkt hugskot, má eg siga.

Nú gleða vit okkum fyrst til tey trý ódnartøkini, sum vera fyri FM-róðrarnar. Tað fyrsta óndartakið verður í Havn 27. apríl. Gott róðrarár øll somul og við vón um góðar venjingar. Vit gleða okkum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>