Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nú gevi eg borgarstjóranum Heðini Mortensen rætt

$
0
0
Heðin, hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.
Heðin, hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.

Heðin Mortensen fylti sjeyti ár í gjár hósdagin. Til lukku við føðingardegnum, Heðin. Eg hoyrdi Heðin siga í útvarpinum í gjár, at hann var bakbitin av Javnaðarflokkinum, tí samstundist, sum valfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy bað Heðin koma á listan, so vilja javnaðarfólk hava Heðin antin at velja borgarstjórastarvið ella løgtingsstarvið. Heðin sigur, at samstundist, sum Javnaðarflokkurin vildi hava hansara atkvøður til løgtingsvalið, og tí vildi hava hann á lista, so vilja tey ikki kennast við hann í løgtinginum. Rætt hevur tú Heðin.

Vit í Havn hava meira brúk fyri Heðini sum borgarstjóra enn sum løgtingsmann. (Mynd Vagnur)
Vit í Havn hava meira brúk fyri Heðini sum borgarstjóra enn sum løgtingsmann. (Mynd Vagnur)

Nú práti eg við nógv fólk um politik eisini býar politik. Heðin fekk 2900 atkvøður á kommunuvalinum seinast, og Heðin dró so mikið nógv fólk við sær inn í býráðið, at Javnaðarflokkurin kundi einsamallur skipa samgongu. Ein stór samgonga var skipað, men seinni fóru tey í Tjóðveldi í andstøðu. Nógv fólk, eg tosi við, eru hart ímóti, at Heðin og Kristin Michelsen er borgarstjórar í stórari kommunu og samstundis sita í løgtinginum.

Fólk halda, at borgarstjórastarvið í Tórshavnar kommunu er so mikið krevjandi, at borgarstjórin eigur ikki at hava tíð eisini at sita í løgtinum. Tey nevna eisini hesar 100.000 krónurnar, sum Heðin og Kristin fáa í løn í báðum størvunum. Teir eru jú javnaðarmenn. Heðin segði í útvarpinum í gjár, at tað var órættvíst, at samstundis sum fólk krevja hann at velja starv, so kunnu læknar, lærarar og onnur almen fólk arbeiða úti í markini samstundis sum tey sita í løgtinginum. Her haldi eg munur er á, tí umtalaðu fólkini hava ikki fulltíðarstarv.

Heðin Mortensen afturi í rong umborð á Havnarbátinum saman við vinmonnum. Heðin var eitt skifti formaður í Havnar róðrarfelag: Havnarbáturin 2014: Róðursmaðurin Heðin Mortensen, á lærinum bakborð Karl Olivar Bærentsen og stýriborð Klæmint Ludvig, síðani Jóhannis Hellisdal og Øssur Simonsen, Hans David Hansen og Børge B. Hansen, Lutherus Hansen og Høgni Egholm, Hans Petur Joensen og Hannis Joensen. (Mynd Vagnur
Heðin Mortensen afturi í rong umborð á Havnarbátinum saman við vinmonnum. Heðin var eitt skifti formaður í Havnar róðrarfelag: Havnarbáturin frá 1971 avmyndaður í 2014: Róðursmaðurin Heðin Mortensen, á lærinum bakborð Karl Olivar Bærentsen og stýriborð Klæmint Ludvig, síðani Jóhannis Hellisdal og Øssur Simonsen, Hans David Hansen og Børge B. Hansen, Lutherus Hansen og Høgni Egholm, Hans Petur Joensen og Hannis Joensen. (Mynd Vagnur

Nú sá eg í yvirskift í Sosialinum Heðin siga, at verður hann afturvaldur í býráðið í heyst og gerst borgarstjóri, so velur hann borgarstjórastarvið og velur løgtingið frá. So er spurningurin, hvussu hetta skal tulkast. Mín fatan er, at Heðin ger her eina taktiska snildu, tí hann veit, at heilt nógv fólk eru ímóti, at hann hevur tvey fulltíðarstørv. Eg eri heilt vísir í, at ætlar Heðin eisini at vera borgarstjóri og løgtingsmaður eftir næsta býráðsval, so missir Heðin einar túsund atkvøður á valinum í heyst.

Eingin ivi er um, at Heðin sjálvur veit hetta, tí er hann komin í fjølmiðlarnar við orðunum, at gerst hann borgarstjóri eftir valið í heyst, so sigur hann løgtingssessin frá sær. Rætt gerst tú Heðin, tí vit í Havn hava meira brúk fyri tær sum borgarstjóra enn sum løgtingslim. Tú er góður borgarstjóri, sjálvt um eg ikki er samdur í ymsum av tí, tit gera á Vaglinum. Heðin til lukku við teimum sjeyti árunum. Tú heldur tær væl og sýnist at hava nógva orku. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>