
Tá eg í gjárkvøldið hoyrdi “ógvusliga” úrslitið í dystinum í Vestmanna millum VÍF og H71, kom eg at hugsa um árini 2008 og 2009. Í 2008 lá StÍF ovast á stigatalvuni í grundspælinum, men mátti lúta fyri Neistanum í FM-finalunum. Í 2009 var VÍF fremst á stigatalvuni mest sum alla kappingina, men tapti tepurt við einum máli báðar dystir í FM-finalunum, og H71 vann FM-heitið. Vit hava eina góða skipa við FM-finalum, men veikleikin er, at mansliðini spæla fyrst 24 dystir í einum grundspæli, men liðið, sum vinnur trygt grundspælið, vinnur kanska ikki FM-heitið. Er hetta rættvíst?
Eg fylgi við væl við donskum hondbólti, og har hava liðini nógv meira at spæla um enn liðini í Føroyum. Har er niðurflytingarstríð, og nú spæla bestu mansliðini eitt millumspæl til tess at koma í hálvfinalurnar. Í Danmark hevur heilt stóran týdning at vinna grundspælið, tí tá vinnur tú tær eitt pláss í altjóða kappingunum, sum gevur pening í felagskassan. Í Føroyum fært tú hvørki vátt ella turt, tó kanst tú velja, um tú spælir heima ella úti fyrsta dystin. Verður ein triði dystur, fært tú heimadyst.

Eg havi mangan ført fram, at vinnarin av grundspælinum má fáa meira enn bara eitt pláss í FM-finalunum. Kanska eina peningaupphædd á 100.000 krónur oyramerktar til einar venjingarlegu uttanlands. Tí so fær tann einstaki spælarin eitt upplivilsi at vinna grundspælið.
Tá FM-finalurnar skulu spælast fyrst mikudag og síðani leygardag, so kann henda, at annað liðið júst tá hevur ein lyklaspælara ella báðar tveir eru skaddir. Tú spælir um FM-heitið í fimm dagar, men øll stigini, tú hevur savnað tær í 24 dystum, hava tá einki at siga. Alt gott um FM-finalurnar, og torført er at finna skipan, sum er betur, men her er okkurt órættvíst, sum skurrar í mínum høvdi.

H71 hevur trý samdøgur av vaska burtur stórtapið 31-20. Eitt úrslit, sum mikukvøldið fór sum ilur um alt landið. H71 tapir ikki 31-20 í Hoyvíkshøllini, men eingin ivi er um, at tá Mark er skaddur, so viknar liðið. H71 var klárt besta liðið frá kappingarbyrjan, tí liðið fyrireikaði seg so væl til kappingarárið. Tá vit so nærkaðust jólum kom fyrsta tapi, tí nú vóru hini liðini komin í dystarvenjing. Løgið, at so skal vera.
Spennandi, hvussu fer at gangast í Hoyvíkshøllini leygardagin, men eitt er heilt vist. Hesin dystur endar ikki 31-20 til VÍF, men vit kunnu koma í støðuna frá 2008 og 2009, at liðið sum vinnur klárt grundspælið vinnur ikki FM-heitið 2016. (Vagnur)