
Altíð áhugavert og spennandi at síggja hondbóltsblaðið, sum liggur inni í Sosialinum beint fyri kappingarbyrjan. Áhugavert at síggja manningarlistarnar, ja, og hvat vit kunnu vænta komandi vetur. Birgir Hansen sær nógvar dystir bæði mansdystir og kvinnudystir. Hann venur manslandsliðið og vandi neistakvinnur á sinni. Eg havi spurt Birgir, hvørja mynd hann hevur gjørt sær um grundspælið, sum byrjaði um vikuskiftið. Birgir sigur soleiðis. – Kyndilskvinnurnar vinna grundspælið, og mansliðini H71, Neistin, Kyndil og VÍF koma at kappast um tey tvey finaluplássini. Og Birgir sigur víðari.
– Eg sá bæði mansdystin millum KÍF og StíF í Kollafirði, sum KÍF vann 26-25, og dystin millum H71 og Team Klaksvík í Hoyvík, sum H71 vann 36-19. Eftir dystin í Hoyvík, sum H71 vann, gjørdi eg mær greitt, at tað vera serliga fýra manslið, sum koma at mynda toppin í vetur, men hetta er sjálvandi alt gitingar. Liðini vera H71, Kyndil, Neistin og VÍF, men H71 sleppur ikki eins og í fjør at leypa avstað við nógvum stigum. Manskappingin verður nógv javnari frá byrjan enn seinasta vetur.

– Tað sæst tíðuliga, at nógv ábyrgd – kanska ov nógv ábyrgd – liggur á ávísum spælarum. Sýnist, sum ov fáir spælarar bjóða av, sjálvt um lyklaspælari er skaddur. Vit sóu í fjør, hvussu nógv eitt lið kann vikna, tá ein lyklaspælari gerst skaddur. Eisini havi eg lagt til merkis, at ikki stendur væl til í bestu deildunum viðvíkjandi málverjum. Einki lið hevur tveir toppmálverjarar, og gerst ein av hesum málverjum skaddur, so viknar liðið munandi. Hetta boðar ikki frá góðum.
– Eg hevði fyri kappingina H71 sum kláran favoritt at fara við fyrsta plássinum í grundspælinum, men eftir dystin í Hoyvík sunnudagin, eri eg farin at ivast. Haldi, at serliga Kyndil fer at fara heilt upp á tindin, um teir spæla við fullari manning. Í fjør hendi mangan, mótstøðuliðini mansvardu David Edvardsen, men nú er Tummas Pauli Hanusarson komin úr Danmark og skal spæla á vinstra bakki.
– Ikki vænti eg mær nógv av Team Klaksvík, tí spælararnir eru ikki í nóg góðari venjing og vóru í gjár runnir um koll av skjóta H71 liðnum. Sjálvt um VÍF hevur mist nógvar spælarar, so verður liðið kortini við í kappingini um at náa FM-finaluplássini.
Kyndilskvinnur vinna grundspælið
– Eg havi sæð kyndilskvinnur og neistakvinnur spæla, og eg eri ikki í iva um, at kyndilskvinnur fara alla leíðina heilt upp á toppin í grundspælinum. Tær spæla væl, eru í góðari venjing og eru væl skipaðar. Tær fara allan vegin. Nærmasti kappingarneytin hjá kyndilskvinnum eru neistakvinnur, og so koma VB, VÍF og síðani StíF og Stjørnan. Eru mansliðini viðbrekin, har liðini standa og falla við nøkrum fáum lyklaspælarum, so er heilt sjónligt, at kvinnuliðini eru uppaftur viðbreknari. Hetta sóu vit eisini seinasta kappingarár. Vit kunnu bara nevna VÍF-liðið sum dømi.
– Á kvinnuliðunum liggur alt ov nógv ábyrgd á summum spælarum. Og vit síggja mangan, at sjálvt um lyklaspælari gerst skaddur og aðrir spælarar fáa møguleikan, so taka teir ikki av. Summir spælarar eru alt ov passivir í spælinum og bjóða seg ikki fram. Alt hetta, eg føri fram, fara vit at síggja komandi dystirnar, sigur Birgir at enda. (Vagnur)