Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tey liva á samfelagsins skuggasíðu við sárum í sálardýpinum

$
0
0
Millummaðurin avtalar kostna, meðan kvinnan bíðar. (Mynd Vagnur)

Forvitni er ein av drívmegunum í menniskjanum, annars vóru vit ikki komin upp á mánan, ella hvíti maðurin komin til Australia, Amerika og Afrika. Eg hevði ikki verið í Danmark í 25 ár, og tá ið vit fóru inn í miðbýin í Keypmannahavn í 2008 vóru trý øki, sum eg vildi síggja. Tað ljóðar løgið, men í huganum var at síggja narkomanarnar, síggja hvussu serliga heimleysir grønlendingar herberga sær Keypmannahavn og síggja, hvussu alfonsurin selir skøkjurnar á gøtuhornum á alljósum degi. Tað var mítt forvitni, sum segði, at hetta vildi eg síggja við egnum eygum. 

Vit vóru ikki meira enn komin í miðbýin, so sá  eg fýra grønlendingar sita við eina standmynd. Tveir  grønlendingar høvdu veruliga grønlendska útsjónd, vóru myrkabrúnir við høgum skinbeini. Hinir báðir vóru “blandaðir”, vóru ljósari. Teir vóru rúsaðir við hvør sínari øl í hond av tí sterkara slagnum, og tú sást, at talan var um heimleysar rúsevnismisnýtarar.

Eg spurdi tann eina, hvar teir búðu, og um teir fingu nakað til matna. Hann peikaði í eina ætt. “Vit halda til á einum herbergi, men ikki altíð”. Eini grønlendingurin var ikki blíður, og spurdi á vánaligum donskum,”hvad fanden vil du”, men hann blíðkaðist, tá ið eg segði teimum, hvør eg var. Fekk loyvi at taka mynd av teimum.

Grønlendingarnar høvdu verið nógv ár í Danmark. (Mynd Vagnur)

Við eina kirkju sá eg eina sjón, sum eg ongantíð gloymi. Har stóð ein ungur maður og royndi at sproyta rúsevni inn eina æðr í arminum. Tað sýntist ikki, sum tað gekk væl at fáa sproytuna at rigga, tí hann bannaði á onkrum útlendskum máli og skeldaði inn á seg sjálvan. Ungi maðurin var klænir og illa fyri. Vit fóru inn í kirkjuna, har vit komu fram við narkomanar, tá vit vóru á veg inn at hyggja at sjálvari kirkjuni. Narkomanarnir hildu til í rúmi, sum hoyrdi til kirkjuna.

Løgin sjón at síggja skøkjur á gøtuhornum á alljósum degi. Ein kona segði mær, at bara útlendskar kvinnur og mest eysturlendskar stóðu við gøtuhornini um dagin, meðan tær afrikonsku komu ikki út, fyrr enn farið var at skíma. Danskar kvinnur stóðu ikki longur á gøtuhornum, tí kostnaðurin var farin í botn, tí so nógvar útlendskar kvinnur komu til Danmarkar at forvinna sær pening á henda hátt. Dansku kvinnurnar arbeiddu meira sum escortkvinnur ella hildu seg til gistinarhúsini.

Har kom ein fullur maður og royndi at fáa samband við útendska kvinnu, og sum myndin vísir, tosar alfonsurin ella millummaðurin, hvussu tað nú eitur, við mannin. Óivað avtalaðu teir kostnaðin fyri hálva ella heila tíman. Rúsaði maðurin smíltist og var í góðum lag, meðan alfonsurin tosaði hart og peikaði í allar ættir. Løtu seinni fór maðurin og kvinnan fram við høga bygninginum og niður í ein kjallara. Eg ivast, um hetta ikki var burturspiltur peningur hjá manninum, tí hann sá ikki út til at kunna gera nakað sum helst við kvinnuna.

Hinumegin vegin gingu tvær í mínum eygum vakrar kvinnur og válaði oman og niðan og hugdu at bilum, sum koyrdu framvið. Síggi tað einu kvinnuna fyri mær, sum mátti verið eym í nakkanum at hava vent sær so ofta til tess at fáa eyga á møguligan kunda.

Las eina bók um Njál Djurhuus, sum saman við konuni í nógv ár hevur arbeitt millum rúsevnismisnýtarar í Oslo. Hann sigur, at orsøkirnar eru so nógvar, hví summi fólk enda  á skuggasíðuni í samfelagnum. Fólk, sum einaferð hava verið fyrimyndaligir samfelagsborgar, men sum enda á gøtuni í Oslo. Kemur tú nærri at hesum fólkum, so eru hetta fitt og fyrikomandi fólk, men tey eru sárað í sálardýpinum.

Seinni havi eg mangan hugsað um omanfyri tríggjar hendingarnar í Keypmannahavn í 2008. Vit í Føroyum eru spard fyri nógv, sjálvt um vit eisini hava rúsevnismisnýtarar. Havi verið í nógvum ymsum støðum í Føroyum í mínum lívi, men skøkjuvirksemið havi eg ongantíð borið eyga á.

Tað var ein, sum segði mær, at vit í Føroyum skulu vit vera fegin um, at sjógvur er millum Føroyar og meginlandið, tí annars vóru nógvir útlendingar komnir ólógliga til Føroya. Portrið til útheimin er flogvøllurin og Norrøna, og á báðum støðum er gott eftirlit. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>