Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

So kom væntandi brævbjálvin frá Almennaverkinum

$
0
0
So kom væntandi brævbjálvin frá Almennaverkinum. (Mynd Vagnur)
So kom væntandi brævbjálvin frá Almennaverkinum. (Mynd Vagnur)

Brævið var væntandi, tí konan í húsinum, sum er tveir mánaðir eldri enn eg, hevur fingið bræv frá Almennaverkinum, sum sigur tær frá, at nú fyllir tú skjótt 67 ár og hevur rætt til fólkapensjón. Á lívsleiðini eru nógv vegamót. Tú fert í skúla, gevst í realsskúlanum á hálvari leið og fer í grótbrótið at arbeiða í eitt ár, áðrenn tú fert í læru sum bilsmiður. Eftir lærutíðina í fýra ár og sveinur í trý ár og hevur gingið á kvøldskúla, gongur leiðin út á Frælsið, har tú byrjar á læraraskúla. Fimm ár seinni fært tú prógvið og fær starv í Eysturskúlanum, har tú arbeiðir í ein mansaldur. Hetta vóru alt spennandi og áhugaverd vegamót á lívsleiðini. Nú stendur tú við nýtt vegamót við brævinum frá Almennaverkinum í hondini.

Fíggjarliga taki eg brævið at fylla út ógvuliga róliga, tí sum lærari fært tú heilt góða eftirløn. Børnini eru flogin, einki lán, og tað er avmarkað, hvat tvey nú eldri fólk kunnu eta. Plagi at siga, at tað eru tvey tíðarskeið í lívinum, har ikki er neyðugt at hugsa um tær fíggjarligu byrðurnar. Sum lærlingur høvdu vit nógvan peningin at dusa okkum við. Lærlingalønin var ikki stór, men vit forvunnu okkum eyga pening eftir vanliga arbeiðstíð, tá vit arbeiddu yvir fyri arbeiðsmannaløn. Skatturin var lítil, og tú búði ókeypis heima.Vit forvunnu so mikið nógvan pening, at ráðini vóru sum átjan ára gamal at keypa góðan brúktan bil.

Eg síggi í faldaranum frá Almennaverkinum, at penjónistarnir eru ikki væl fyri, um tey bara fáa penjónina frá tí almenna. Grundupphæddin fyri stakan uppihaldara er 4.169 krónur, og so kanst tú søkja um viðbót sum er 3271 krónur – samanlagt 7.440 krónur. Samhaldsfasti kemur aftrat, men peningur strekkir ikki stóra húsaleigu, ella um tú skalt umvæla tær húsini. Síggi, at giftur persónur fær minni upphædd enn stakur persónur.

Síggi eisini í faldaranum, at grundupphæddin er skattafrí og er óheft av fíggjarligu viðurskiftunum hjá penjónistunum. Viðbótin, sum er skattskyldug, verður javnað eftir inntøku penjónistsins. Hjá mær er støðan ógvuliga einfalt og løtt at rokna seg fram til. Eg havi mína tryggu læraraeftirløn og fái lægstu grundupphædd frá tí almenna. So er afturvendandi spurningurin, um hetta er rætt, og hví skulu tey, sum hava góða pensjón eisini fáa penjón frá tí almenna? Hetta er tann afturvendandi spurningurin á politiska leikvøllinum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>