
Tá eg seinnapartin leygardagin stóð á Skinnaraskeri Úti í Bakka í Havn, kom eg at hugsa um mynd, sum Christian Holm Jacobsen, sáli, tók miðskeiðis í 1950-árunum. Christian hevði sum oftast myndatólið við sær og hevur tikið nógvar frálíkar myndir. Leygardagin og nú trýss ár seinni hevði eg eisini myndatólið við mær. Áhugavert kundi verið sammett báðar myndirnar. Nógv er ikki broytt hesi trýss árini, tó so, tíðirnar eru broyttar heilt nógv, sæst á myndunum. Í 1950-árunum vóru tíðirnar ikki góðar í Føroyum, men tað eru tíðirnar so sanniliga í 2016.

Sært tú eldri myndina av Skinnaraskeri niðanfyri, so er skerið leyst frá landi, men tað er skerið ikki í dag. Síggi Finnur Johansen skriva í bókini “Traðkaðu fólkini slóð 2”, har sagt verður, at Rasmus Effersøe, landabúnaðarráðgevi, sum eisini fekst við fiskivinnu, fylti sundið upp innanfyri og gjørdi brúnna, sum eitur Rasmusarbrúgv. Rasmus Effersøes búðu nærhendis. Áhugavert at síggja á myndini niðanfyri, at menn fáast við at gera til gággulínu, sum skal setast millum land og Skinnarasker. Í dag er vágin so skitin, at gágga livir neyvan har á leiðini.

Fara vit til myndina, sum Christian Holm Jacobsen tók frá Skinnaraskeri og inn í Vágsbotn og myndina, sum eg nú trýss ár seinni tók leygardagin, so eru tríggir høvuðsmunir. Á eldiri myndini síggja vit bara 4-og 5-mannafør, meðan á mínari mynd liggja glastrevjabátar í milliónaflokki bundin í brúnna. Dýrir bátarnir eru bara til spæl, sum boðar frá góðum tíðum í Føroyum. Síðani eru tað bilarnir, sum siga mær, at myndin er frá einaferð í 1950-árunum. Morrisbilurin koyrdi eisini 1960-árunum, men tað gjørdi hasin lítli lastbilurin ikki. Inni undir Gamla Danmark síggja vit bátin hjá Djóralæknanum.
Bygningarnir eru mestsum allir framvegis har, men á gomlu myndini er ikki koyrandi úr Vágsbotni út til Valdemar Lützen. Grótið á Skálatrøð var ikki tá sprongt og brúkt sum grótkast úti á Molanum. Hasin jarnstreyrin boraður í Skinnarasker er á báðum myndinum, men á eldri myndini er tjúkk akkersketa fest í steyran. Kedan lá tvørtur um vágna, so skip kundu liggja fyri teym fest í ketuna. Havnin var jú brimpláss áðrenn Molen var bygdur og seinni longdur. Hasin bæði gomlu neystin tætt við bygningin, har Wensel Petersen hevði bilverkstað og smiðu, eru á báðum myndunum. (Vagnur)