
Nógv umrødda Saltsølan, sum nú er partur av valstríðnum í Havn, hevur sína søgu. Ì 1950-árunum øktist virksemið so mikið nógv á Vestaru bryggju, at neyðugt var við útbyggingum. Fiskasentralurin, Bacalao, Skipasmiðjan og Saltsølan húsaðu fleiri hundrað arbeiðsplássum. Hetta var alt í okkara barna – og ungdómsárum. Saltsølan, sum var verulig saltsøla við stórum krana á bryggjuni, var bygd miðskeiðis í 1950-árunum, og myndin omanfyri er frá 1961, tá tey víðkaðu um virksemið í Saltsøluni. Í fyrsta bygninginum var eisini tunnuvirkið, men eftirspurningurin var so mikið stórur eftir sildatunnum, at víðkast mátti um húsið vestureftir. Tú undrast uttan iva, hví so nógv fólk eru við Saltsøluna henda dagin í 1961. Orsøkin er, at eldur kom í Saltsøluna, og tá brandlúðurin tá hoyrdist um alla Havnina, tysjaðu fólk avstað at hyggja at eldinum. Soleiðis er ikki longur, tí nú fáa brandfólk boðini á fartelefonina. Tá eg síggi slíkar myndir sum hana omanfyri, undrist eg á, hvussu órudduligt er nógvastaðni. Nú er hesin hugburður tíbetur broyttur til tað nógv betra. Ja, og so nógv umrødda Saltsøla? Tórshavnar Havn umvælir ein bygning fyri fleiri enn 100 milliónir krónur, sum upprunaliga skuldi brúkast til fiskivinnuna millum annað gransking. Men, nú vil eingin kennast við nýggju hølini. Meðan umvælingin er farin fram, skuldi bæði býráðið, hotellvirksemi og lestraríbúðir húsast í bygninginum. Spennandi, hvussu alt hetta spælir av. (Vagnur)