Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Áhugavert at síggja forarbeiðið til Eysturoyartunnilin

$
0
0
Løgið at hugsa sær, at ferðslan ska fyrst fara ímóti Brennistøðini fyri síðani at fara undir um Tangafjørð. (Mynd Vagnur)
Løgið at hugsa sær, at ferðslan fyrst fer í rættning ímóti Brennistøðini fyri síðani at snara og fara undir  Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Heilt løgin kensla at standa á breiða vegnum við Hvítanes og hyggja at breiða atkomuvegnum til Eysturoyartunnilin, sum gongur oman til tunnilsmunnan. Allar maskinurnar eru farnar av økinum, tí fyrireikingarnar eru lidnar, og nú bíða fólk eftir, at fyrsta skotið smellir. Havi ongantíð sæð so breiðar vegir, men her skulu vera tvær koyribreytir pluss uttan iva súkklubreytir. Ì mínu amatørverð vendir tunnilsmunnin skeivt, tí hann peikar mest sum vestureftir árakað Brennistøðini. Men so skal vera, tí fyrst ferð tunnilsvegurin tann vegin fyri síðani at snara og halda leiðina um Tangafjørð.

hjhjhjh
Skeltið vísir, hvørja leið tunnilin fer. Løgið at síggja hasa rundkoyringina, har ferðslan kann fara inn á Stendur og til Rúnavíkar. (Mynd Vagnur)

Tá tú stendur uppi á vegnum, sært tú á skelti, hvør leiðin hjá tunlinum er. Áhugaverda við skeltinum er, at har stendur Eystur – og Sandoyartunlar. Tað sigur so mikið, at nú kemur tunnilin eisini í Sandoynna. Síggi, at sáttmáli er  gjørdur við norska fyritøku, sum skal bora tunlarnar, og fíggingin er komin á pláss. Meðan eg standa har og eygleiði arbeiðið, sum er gjørt, so sveimaða tankarnir um alt grótið, sum kemur úr tunlunum, sum skal herbergast og um atkomuvegirnar til tunlarnar, sum skulu gerast, so ikki rumbul ikki kemur í feðsluna serliga í Streymoyarmegni.

Her síggja vit breiða vegin oman til tunnilsmunnan. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit breiða vegin oman til tunnilsmunnan. (Mynd Vagnur)

Talan er um 11,250 km langan høvuðstunnil, og so er áhugavert at síggja á tekningini hasa rundkoyringina, har ferðslan kann fara inn á Strendur ella til Runavíkar. Fyrsta skotið smellir uttan iva í ár ella fyrst í næsta ár, og síðani tekur Eyturoyartunnilin trý, fýra ár at gera. Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, so skal borast um Skopunarfjørð. Øgiliga stór verkætlan. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>