Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um orrustuna í Havn

$
0
0
Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)
Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)

Áðrenn eg skrivi hesa reglur, skal eg siga, at eg ongantíð havi valt Fólkaflokkin. Nú havi eg á míni lívsleið upplivað so nógv bæði í býarpolitikki og landspolikki, at eg eri ikki ein av teimum, sum kundi funnið uppá at blakað “runu” eftir Anniku Olsen. Eg kenni alt hetta taktistka spælið í politikki, sum til tíðir kann vera bæði skitið og órættvíst. Jú, Annika hevur gjørt nógv býtt, serliga um tað mundið, tá hon fór úr Folkaflokkinum og endaði aftur í flokkinum, men her er talan um eina vælútbúna kvinnu við nógum politiskum royndum. Fari eina løtu at hugleiða um politisku støðuna í Havn.

Skal fyrst siga, at virðingina fyri Anniku havi eg ikki mist, sjálvt um nógv at tí, hon hevur gjørt, var betur ógjørt. Sum ítróttaskrivari minnist eg hana sum frálíkan svimjara úr Vági, sum eisini svam á landsliðnum. Virðingina fyri Anniku fekk eg longu í 2008, tá hon gjørdist landsstýriskvinna í almennamálum frá 2008 til 2011, eitt arbeiðið, hon megnaði heilt væl. Frá 2011 til 2015 var hon landsstýriskvinna í innlendismálum, sum hon eisini megnaði væl. Hon byrjaði sítt politiska lív í Havn, tá hon sat í býráðnum frá 2004 til 2008.

Eg síggi kanska málið um Anniku úr heilt øðrum sjónarvinkli enn fólk flest, tí vit skulu minnast til, at Annika var/er limur í einum Fólkaflokki, sum var stýrdur av djúpt høgravendum manspolikarum. Á løgtingsvalinum í 2011 fekk Annika 1344 atkvøður og 961 atkvøður í 2015, men Annika slapp hóast hetta ikki fram at leiðsluni í flokkinum. Menninir valdur Jørgen Niclasen, sum fekk 382 atkvøður í 2011 og 699 atkvøður í 2015. Hvør skal siga, at í okkara flokki sleppa kvinnur ikki fram at leiðsluni. Annika gjørdist ørkymlað og fór eftir løgtingsvalið seinast úr flokkinum og restina av søguni kenna vit øll. Um hetta mundið skuldi Annika havt ein góðan ráðgeva ella rættari sagt spinndoktara við sína lið, so spældi øðvísi av.

Vit hava júst havt býráðsval í Havn, og tað sigur seg sjálvt, at allir politikarar vilja sleppa í samgongu. Hetta er alt eitt taktiskt spæl, sum hjá nógvum kann vera bæði skitið og taktiskt. Men soleiðis er politikkur. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin skriva undir fyribilsskjal, sum seinni skal arbeiðast víðari við. Javnaðarflokkurin vendir seg ikki til Tjóðveldi, sum júst hevði fingið rimmar val og stóra framgongd, meðan Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin gingu aftur.

Vit hoyra í fjølmiðlunum um stevið í samráðingunum millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum sigst ikki var gott frá byrjan. Og tá Tjóðveldi bjóðar Fólkaflokkinum borgarstjórasessin, so kúvendi flokkurin. Her skal nevnast, at vit hoyra í útvarpinum borgarastjóran í Havn siga í 2004, tá hann leyp frá Sambandinum til Javnaðarflokkin fyri at gerast borgarastjóri, at ein fyribilsavtala varir bara í ein dag. Hesa siðvenju brúkar Fólkaflokkurin nú yvir fyri Javnaðarflokkinum.

Í mínum hugaheimið er púra greitt, at borgarstjórin í Havn gjørdi í 2015 stóra mistakið, at hann lat seg velja í løgtingið. Fólkum dáma ikk dupultmandatar, og tað vísti valið eisini. Borgarstjórin misti atkvøður og forkvinnan í mentamálanevndini misti atkvøður, og Javnaðarflokkurin misti tveir býráðslimir. Fólkið hevur talað. Eg eri sannførdur um, at fór borgarstjórin ikki inn í landspolitikk, so helt hann fram sum borgartjóri fýra ár aftrat. At hann nú hóttir við sínari atkvøðu í løgtinginum, er heilt burturvið. Skal hetta nú vera okkara landspolitikkur, so latið okkum for Guðs skuld bara fáa nýval og fáa ruddað upp í hesum hurlivasanum. Mær dámar heilt væl, tá formenninir í Framsókn og Tjóðveldi ikki vilja blanda seg upp í býráðsvalið í Havn.

Eg haldi, at tað er púra vilt, at fólk nú skipa fyri mótmælistiltakið, tí tey siga, at havnarfólk vilja nakað annað. Vit skulu minnast til, at 2500 fólk valdu borgarstjóran, sum hevur verið okkum góður borgarstjóri, men útvið 10.000 fólk valdu ikki borgarstjóran, og hesar atkvøður hava eisini sín rætt at sleppa fram at leiðsluni. Haldi, at tað er ússaligt at svína Anniku út í fjølmiðlunum millum annað eisini á Facebook. Annika er vald at fáa best burturúr fyri Fólkaflokkin. Og tá flokkurin longu merkti vánaligt samráðingarstevið við Javnaðarflokkin og Sambandið, ja, so tekur man sjálvandi av, tá Tjóðveldi bjóðar flokkinum borgarstjórasessin. Soleiðis er tað politiska spælið nú einaferð, sjálvt um eg haldið, at orðið “erligur” átti at komið meira til sjóndar í gróthúsinum á Vaglinum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>