
20 ára gamla neistakvinnan Brynja Høj hevur veruliga víst í landskappingini, at hon er av allar bestu linjuspælarum og verjuspælarum í landinum. Brynja er serlig í hondbóltshøpi, tí hon fór úr Føroyum í skúla á Ouri á Fjóni at ganga í 10. flokki, har hon valdi ítrótt sum linjulestur. Henni dámdi so mikið væl í Danmark, at hon fór á HF skúla í Viborg og kom at venja hondbólt í felagnum Viborg, sum er eitt at toppliðunum í Danmark. At Brynja í tvey ár vandi hondbólt mest sum hvønn dag og spældi nógvar dystir í U18 deildini, hevur uttan iva ført til, at hon nú er vorðin ein 20 ára gamal hondbóltsspælari, sum setir sína fingrmerki á føroysku kappingina. Eg havi hitt Brynju. sum skuldi gera ógvuliga áhugavert hondbóltsprát.

Til tess at fáa at vita meira um henda ágrýtna og góða spælaran, havi eg biðið trý neistafólk, sum hava vant Brynju og dagliga hava við hana at gera, um at seta nøkur orð á, hvat henda unga kvinnan stendur fyri á hondbóltsvøllinum. Og tey siga millum annað soleiðis: Brynja er krútsterk og hevur rættan hugburð til hondbóltsspælið. Hon er framúr góður verjuspælari, sum dugir væl at lesa spælið. Hon er av bestu linjuspælarum og gongur á odda í dystunum. Hon tolir ikki at tapa og er ógvuliga treisk. Um hon vildi, kundi hon gott spælt í bestu deildini í Danmark.
Tá eg siti í høllini og práti við Brynju um orðini, sum hesi neistafólkini siga um hana, smílist hon og nikkar. – Ja, eg eri treisk og toli ikki at tapa. Brynja er uppvaksin í Neistanum, og í løtuni arbeiðir hon á dagstovninum við Velbastaðvegin. Kappingarárið 2012/13 fór hon til Ouri á Fjóni at ganga í 10. flokki. Henni dámdi væl í Danmark og flutti tí til Viborg at ganga í HF skúla í tvey ár. Hon meldaði seg inn í hondbóltsfelagið Viborg, sum hevur eitt av bestu kvinnuliðunum í Danmark. Hvussu var so hjá Brynju at koma í nýtt umhvørvið at spæla hondbólt?

– Fyrsta árið búði eg á ítróttakollegium og seinna árið í íbúð í býnum. At venja hondbólt í Viborg var nakað heilt annað enn at venja hondbólt heima í Føroyum. Vit vandu mest sum hvønn dag hálvan annan tíma í høll, og so spældu vit dyst um vikuskiftið. Fyrsta árið vandi eg eisini tvær ferðir um dagin tveir dagar um vikuna, tí vit vandu eisini morgunvenjingar. Venjingin í Viborg var nógv harðari og miðvísari enn eg kendi til í Føroyum, tí vit høvdu jú nógmikið av hallartímum.
– Í Viborg mentist eg sum spælari, tí umframt góðu venjingina, spældu vit ímóti bestu liðunum í U18 deildini, har liðini vóru jøvn, og tú fekst heilt nógva mótstøðu. Eg kann eisini nevna, at vit ungu vandi eisini av og á saman við spælarunum á besta liðnum hjá Viborg, og hetta eggjaði eisini okkum ungu at leggja enn meira í hondbóltin.

– Tá tú spyrt, hví eg eftir tvey ár kom aftur til Føroya heldur enn at satsa víðari við hondbóltinum í Viborg, so er svarið einfalt. Eg føldi sum 19 ára gomul, at tað var langt frá mær og upp á besta liðið, tí felagið Viborg er fyrst besta liðið, men skalt tú spæla á næstbesta liðnum hjá felagnumi, mást tú niður í 3. ella 4. deild at spæla. Samanhaldið millum spælarar í Viborg er heilt annað enn í Føroyum, og eg saknaði veruliga hondbóltsumhvørvið heima, har vit tildømis í Neistanum er ein stór familja. Tú vart meira einsamallur í hondbóltsverðini í Viborg.
– Um vit sammetta mítt hondbóltslív í Viborg og tí í Neistanum, so spældi tú niðri ímóti sterkum og góðum spælarum, og tú fekst harða mótstøðu hvønn einasta dyst. Hetta fært tú ikki í Føroyum, tí tildømis í gentum 17 ár í Føroyum eru liðini so fá og ójøvn. U18 deildini í Danmark har eg spældi, gekk spælið nógv skjótari, enn eg var von við. Har vóru nógvir klókir spælarar, ja, tað var henda harða mótstøðan hvønn dyst, sum menti meg sum spælara.
Lív mítt er hondbóltur og arbeiði
– Í løtuni er lív mítt arbeiði og hondbóltur. Umframt at eg spæli á besta liðnum, so venji eg eisini gentur 17 ár og hjálpi til í gentum 14 ár. Harumframt eri eg í venjingartoymi í HSF, sum tekur sær av menningarbólki av gentum í bólkinum fjúrtan ár. Eg dømi eisini fleir dystir, ja, so eri eg eisini í A- landsliðsbruttohópinum. So hondbóltur og arbeiði fyllir alt í gerandisdegnum. Mær dámar eisini væl at geva felagnum nakað aftur, sum felagið hevur givið mær á hondbóltsleiðini.
– Tá tú spyrt um neistakvinnur í løtuni, so vil eg fyrst nevna, at vit fingu nógv buturúr at vera við í Europa cup, hóast fyrireikingin var ov stutt. Vit eru eitt fantastiskt upplivilsi ríkari og hava fingid nógvar royndir, sum vit kunnu taka við okkum til heimligu kappingina. Fyrsta dystin í Føroyum spældu vit framúr góðan dyst, og eg eri øgiliga stolt av okkara spæli og innsatsi tann dystin. Í útidystinum gekst verri, tí í hesum dysti manglaðu fleiri spælarar. Tað var øgiliga stuttligt at spæla á heimavølli við nógvum áskoðarum, og eg kann ikki takka nevnd Neistans nóg nógv fyri teirra fantastiska arbeiði til tess at geva okkum henda serstaka møguleika.

– Um neistaliðið og kappingina sum heild er at siga, at vit hava heilt góða verju, álopsspælið er betri enn seinasta kappingarár, og vit skjóta eisini fleiri mál. Eg eri væl nøgd higartil í kappingini. Um tey seks liðini í bestu kvinnudeildini er at siga, at Neistin og Kyndil sýnast í løtuni út at hava sterkastu manningar og størri breiddina, og tað sæst eisini aftur i kappingini. VÍF, StíF, VB og Stjørnan sýnast ikki at vera í nóg góðari venjing bæði kropsliga, og tá talan eru at orka allan dystin. Spæla vit við nógvari ferð ímóti hesum liðum, so megna tey ikki at fylgja við allar 60 minuttirnar.
– Málið mítt í vetur er sjálvandi at endurvinna greipuna. Eg hoyri tú sigur, at eg eri treisk, og hasi neistafólkini siga, at eg síggi troytt út longu eftir korter, so nógv eg rokist á vøllinum? Eg toli sum sagt ikki at tapa, og tá so er eg eri treisk av lindi, so er hetta uttan iva drívmegin, at eg kann spæla allar 60 minuttir við fullari ferð.
Prátið er liðugt, og nú má Brynja halda fram at venja gentur 14 ár og 17 ár, sum í kvøld venja saman í Gundadalshøllini. Áhugavert at práta við hesa tjúgu ára gomlu fyrikomandi og blíðu hondbóltskvinnu. (Vagnur)